Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

41. fundur

Týsdagur 19. desember 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 19. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Hans Tausen Olsen, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu.
    Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen og Jákup Sverra Kass til §§ 1 og 2 samtykt 17-13-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-13-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven", og nr. 45/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m..

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar, svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað, svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum sosialum trupulleikum, og svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 20. desember 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2000: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 6/2000: Uppskot til løgtinglsóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin).
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin).
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  14. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  15. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  16. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar.
  17. Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum sosialum trupulleikum.
  18. Framløga.

 Fundur lokin kl.17.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari