Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

40. fundur

Mánadagur 18. desember 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, mánadagin 18. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2000: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.

Fundur niðurlagdur kl. 12.15.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

Uppskot frá Jóannes Eidesgaard um at beina málið aftur í nevnd fall 14-0-18.
Broytingaruppskot frá:
Páll á Reynatúgvu til §§ 1 og 8 fall 5-0-26.
Hans Paula Strøm til § 6, 6.38.1.07. fall 14-0-18.
Henrik Old og Jóannes Eidesgaard til § 6, 6.38.1.07. fall 14-0-18.
Alfred Olsen, Dan Reinert Petersen og Edmund Joensen til § 6, 6.38.1.07. fall 14-0-18.
Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard til § 6, 6.38.1.07. fall 14-0-18.
Henrik Old, Flemming Mikkelsen og Jóannes Eidesgaard til § 6, 6.38.1.07. fall 14-0-18.
Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm og Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.5.10. fall 13-1-17.
Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen til § 8, 8.20.3.08. fall 13-0-18.
Vilhelm Johannesen til § 8. 8.20.3.11. fall 13-0-18.
Minnilutanum í fíggjarnevndini (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) til §§ 2, 8 og 10 fall 13-0-18.
Meirilutanum í fíggjarnevndini (Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) til §§ 1, 2, 3, 5, 6, 7, 8 og 20 samtykt 20-6-6.
Samdari fíggjarnevnd til §§ 7 og 10 samtykt 32-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-11-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1 samtykt 28-3-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 16.10
    Fundur uppafturtikin kl. 16.45.

  3. Framløga.
  4. Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu, og álit í tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000, nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin), nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin), nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) og nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).

Tikið av dagsskrá:

2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi, 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, og 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 19. desember 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum sosialum trupulleikum.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.
  10. Framløga.


Fundur lokin kl.16.50. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari