Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

39. fundur

Hósdagur 14. desember 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, hósdagin 14. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Hans Tausen Olsen, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu.
    Uppskot frá Edmund Joensen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-5-8. Málið beint aftur í vinnunevndina.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2000: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum.
    Uppskot til samtyktar samtykt 21-0-5.
    Málið avgreitt.
  3. Fundur niðurlagdur 11.55.
    Fundur uppafturtikin 13.30.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Málini nr. 37, 38, 39 og 40 vórðu viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í Vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð og 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 18. desember 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2000: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innfluttningi.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl.17.15. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari