Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

38. fundur

Mikudagur 13. desember 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, mikudagin 13. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Hans Marius Joensen og Hans Tausen Olsen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Farloyvi:
Skriv frá Páll á Reynatúgvu, dagfest 12. desember 2000, við umsókn um farloyvi frá 13. desember 2000 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Sandoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hans Marius Joensen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Páll á Reynatúgvu.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2000 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2000: Eykafíggjarlóg fyri 2000.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn o. a.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. Fundur niðurlagdur kl. 11.45.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  6. Munnligir fyrispurningar.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o. a.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.

    Tingmálini nr. 29 og 30 vórðu viðgjørd undir einum.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring".
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.

    Tingmálini nr. 25 og 27 vórðu viðgjørd undir einum.
  13. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-1/2000: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku, 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð, svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar, svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað, og svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 13. desember 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2000: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í Vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 37 og 38 verða viðgjørd undir einum.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 39 og 40 verða viðgjørd undir einum.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttri freist orsakað av sjúku.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  13. Framløga.

Fundur lokin kl.18.15. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari