Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

37. fundur

Týsdagur 12. desember 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, týsdagin 12. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann og Hans Tausen Olsen vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jákup Suna Joensen, dagfest 11. desember 2000, við umsókn um farloyvi frá 12. desember 2000 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Ingi Olsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jákup Suna Joensen.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2000: Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið beint í rættarnevndin.

  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Kristian Magnussen, tingmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., at tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen hava lagt fram tingmál nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, at tingmenninir Hans Pauli Strøm og Marjus Dam, vegna Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin), nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin), nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) og nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu, og nr. 10/2000: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 13. desember 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

Munnligir fyrispurningar verða kl. 13.30.

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2000 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2000: Eykafíggjarlóg fyri 2000.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn o. a.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o. a.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
    Tingmálini nr. 29 og 30 verða viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í Vinnunevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.
    Málið beint í Vinnunevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring".
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  14. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar.
  15. Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað.
  16. Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.
  17. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.15. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein