Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

36. fundur

Fríggjadagur 8. desember 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 8. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø og Hans Tausen Olsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2000: Uppskot til samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 6/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, at løgmaður vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 22/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð, nr. 25/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring", nr. 26/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn o. a., nr. 27/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl, nr. 28/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg, nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o. a., og nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar, svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað, og svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-42/2000 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 12. desember 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2000: Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini.
    Málið verður beint í rættarnevndin.
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.15. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari