Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

35. fundur

Hósdagur 7. desember 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 7. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispuring nr. 100-39/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og skattstovuni í Eysturoynni.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2000: Eykafíggjarlóg fyri 2000.
    Uppskot landsstýrisins samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-34/2000 frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi endurreising av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv í Klaksvík.
    Málið avgreitt.
  9. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-35/2000 frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útgrevstri av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík.
    Málið avgreitt.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at, fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 8/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innfluttningi, nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, og nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. desember 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2000: Uppskot til samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari