Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

5. fundur

Týsdagur 5. desember 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 5. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Hans Tausen Olsen og Finnur Helmsdal, Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-1-0.Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2000: Eykafíggjarlóg fyri 2000.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-32/2000 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi MVG av ávísum veitingum til pensjónistar.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000, at Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 19/2000: Uppskot til samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini, at Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku, at Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur lagt fram tingmál nr. 21/2000: Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 17/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-34/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi endurreising av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv í Klaksvík og svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útgrevstri av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-39/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum,
nr. 100-40/2000 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum til ríkisrættarligar broytingar, og
nr. 100-41/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og skattstovuni í Eysturoynni.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 7. desember 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispuring nr. 100-39/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og skattstovuni í Eysturoynni.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 13/2000:Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2000: Eykafíggjarlóg fyri 2000.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-34/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi endurreising av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv í Klaksvík.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útgrevstri av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík.
  10. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari