Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

33. fundur

Hósdagur 30. november 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 30. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jenis av Rana, Heðin Mortensen, Sámal Petur í Grund, Hans Tausen Olsen og Hergeir Nielsen, landsstýrismenninir Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger" og nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber", og at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-5/2000: Eykafíggjarlóg fyri 2000.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 5. desember 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2000: Eykafíggjarlóg fyri 2000.
    Málið verður væntandi beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi MVG av ávísum veitingum til pensjónistar.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-34/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi endurreising av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv í Klaksvík.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útgrevstri av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.40 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

Marius Rein
skrivari