Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

28. fundur

Hósdagur 16. november 2000

kl. 13.30

Ár 2000, hósdagin 16. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Hans Tausen Olsen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmaðnni, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum sosialum trupulleikum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2000: Uppskot til samtyktar um nýval til Løgtingið.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, vegna Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð, svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvikjandi frí- og eftirskúlum, og svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 23. november 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2000: Uppskot til samtyktar um nýval til Løgtingið.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Málini nr. 13 og 14 verða viðgjørd undir einum og verða beind í fíggjarnevndina.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð.
  5. Svar upp á fyrispurningur 100-9/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um skúlalækna í Havn.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvikjandi frí- og eftirskúlum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari