Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

26. fundur

Týsdagur 14. november 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 14. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan Lützen og Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, løgmaður og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Jenis av Rana í skrivi, dagfest 13. november 2000, sigur frá, at hann tekur sæti aftur á tingi, og at ríkisumboðsmaðurin í skrivi, dagfest 11. november 2000, sigur frá, at Dan M. Knudsen, fulltrúi, er settur ríkisumboðsmaður frá 12. til 15. november 2000, báðir dagar íroknaðir.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, landsstýrismanni, viðvíkjandi endurreisingini av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv í Klaksvík.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, landsstýrismanni, viðvíkjandi útgrevstri av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2000: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skattti.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger" og nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber", og at Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 1-4/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2000.

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 15. november 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-22/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðini frá 1998 um grind.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bergholi til Tjørnuvíkar.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-24/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi trygging av arbeiðsumhvørvinum umborð á skipum.
  6. Framløga

Fundur lokin kl. 17.40. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari