Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

25. fundur

Fríggjadagur 10. november 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 10. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Hans Tausen Olsen, løgtingsmaður, og Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um hennara hátign Ingrid drotning, ið andaðist tann 7. november 2000, og tingmenn mintust hana í tøgn.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi MVG av ávísum veitingum til pensjónistar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 7/2000: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 10/2000: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum, at Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, vegna Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin hava lagt fram tingmál nr. 11/2000: Uppskot til samtyktar um nýval til Løgtingið, og at Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, vegna Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin hava lagt fram tingmál nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð.

Formaðurin boðaði frá hesum fyrispurningum:
Nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar,
nr. 100-34/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi endurreisingini av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv í Klaksvík og
nr. 100-35/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útgrevstri av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 14. november 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, landsstýrismanni, viðvíkjandi endurreisingini av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv í Klaksvík.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan Lützen, landsstýrismanni, viðvíkjandi útgrevstri av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2000: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um yvirtøku av málsøkinum trygd á sjónum.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skattti.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.05.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari