Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

20. fundur

Fríggjadagur 20. oktober 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 20. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Eyðun Elttør, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi trygging av arbeiðsumhvørvinum umborð á skipum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000.
    Av tí, at atkvøðutelduskipanin ikki er tøk, varð atkvøtt sambært § 76, stk. 2, í tingskipanini. Formaðurin heitti á tingmenninar Henrik Old og Hergeir Nielsen um at telja atkvøðurnar.

    Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Sámal Petur í Grund til § 8 samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2000: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann.

    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-10/2000 frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Eysturoyartunnlinum.
    Málið avgreitt.
  5. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-13/2000 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi íbúðarmøguleikum hjá brekaðum.
    Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvíkjandi frí- og eftirskúlum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 24. oktober 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvikjandi frí- og eftirskúlum.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-11/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi eini komandi oljuvinnu.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi skaðiligum árinum, sum kunnu standast av fartelefonum
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-16/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygnaðarbroytingum í landsumsitingini.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótkastinum við bátahylin í Skálavík.
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 13.15. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari