Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

19. fundur

Mikudagur 18. oktober 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 18. oktober, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Formaðurin boðaði frá, at Jóannes Eidesgaard hevur tikið sæti á tingi aftur frá 18. oktober 2000.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bergholi til Tjørnuvíkar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000.
    Av tí, at atkvøðutelduskipanin ikki er tøk, varð atkvøtt sambært § 76, stk. 2, í tingskipanini. Formaðurin heitti á tingmenninar Henrik Old og Hergeir Nielsen um at telja atkvøðurnar.
    Broytingaruppskot frá Fíggjarnevndini til §§ 2 og 8 samtykt 28-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2000: Uppskot til løgtinglsóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  5. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur lagt fram tingmál nr. 7/2000: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann.

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Eysturoyartunnlinum, og svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi íbúðarmøguleikum hjá brekaðum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-24/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi trygging av arbeiðsumhvørvinum umborð á skipum.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 20. oktober 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi trygging av arbeiðsumhvørvinum umborð á skipum.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2000: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Eysturoyartunnlinum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi íbúðarmøguleikum hjá brekaðum.
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari