Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

18. fundur

Týsdagur 10. oktober 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, týsdagin 10. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Farloyvi:

Skriv frá Jógvan við Keldu, dagfest 9. oktober 2000, við umsókn um farloyvi frá 10. oktober 2000, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Jógvan Lützen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jógvan við Keldu.

Skriv frá Páll á Reynatúgvu, dagfest 9. oktober 2000, við umsókn um farloyvi frá 10. oktober 2000 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Sandoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á løgtingsmenninar Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus og Jóanis Nielsen um at kanna valbrøvini fyri Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi. Vilhelm Johannesen mælti til, vegna seg sjálvan, Jógvan Durhuus og Jóanis Nielsen, at Hans Marius Joensen tekur sæti á tingi fyri Páll á Reynatúgvu.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2000: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
    Fundur niðurlagdur kl. 18.10.
    Fundur uppafturtikin mikudagin 11. okotober 2000 kl. 10.00.
    Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
    Fundur niðurlagdur 18.05.
    Fundur uppafturtikin hósdagin 12. oktober 2000 kl. 10.00.
    Fundur niðurlagdur 12.10.
    Fundur uppafturtikin 13.30.

    Málið beint í fíggjarnevndina.

  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-23/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bergholi til Tjørnuvíkar.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 18. oktober 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bergholi til Tjørnuvíkar
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2000: Uppskot til løgtinglsóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Eysturoyartunnlinum
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi íbúðarmøguleikum hjá brekaðum
  7. Framløga

 Fundur lokin kl. 18.30. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari