Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

17. fundur

Fríggjadagur 6. oktober 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 6. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Mikkjal Sørensen og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðini frá 1998 um grind.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.
    Av tí, at atkvøðutelduskipanin ikki er tøk, varð atkvøtt sambært § 76, stk. 2, í tingskipanini. Formaðurin heitti á tingmenninar Henrik Old og Hergeir Nielsen um at telja atkvøðurnar.
    Broytingaruppskot frá Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen, Heina O. Heinesen. Álvi Kirke og Heðin Mortensen til § 1, nr. 13, fall 13-1-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 6/2000: Uppskot til løgtinglsóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 10. oktober 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2000: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001
  2. Framløga

Fundur lokin kl. 11.05 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari