Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

14. fundur

Fríggjadagur 22. september 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 22. september, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Vilhelm Johannesen og Jenis av Rana, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000.

  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.00
    Fundur uppafturtikin kl. 13.00


    Málið beint í fíggjarnevndina.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 3 og nr. 4 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-8/2000 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðartrupulleikum hjá lesandi.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 29. september 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.05. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari