Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

11. fundur

Fríggjadagur 25. august 2000

kl. 14.50

 

Ár 2000, fríggjadagin 25. august, kl. 14.50, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jenis av Rana, Heðin Mortensen, Marjus Dam og Sámal Petur í Grund, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Helena Dam á Neystabø og Eyðun Elttør, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-1-5.
    Málið avgreitt.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt. 

Fundur lokin kl. 15.15. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari