Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

6. fundur

Hósdagur 17. august 2000

kl. 10.00

Ár 2000, hósdagin 17. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jógvan við Keldu, Andrias Petersen, Jenis av Rana og Jákup Sverri Kass, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Finnbogi Arge, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal og Eyðun Elttør og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um setan av nevnd at leggja til rættis tiltøk fyri at økja lut kvinnunnar í politisku støðutakanini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 2/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. Framløga

Formaðurin boðaði frá, at Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-3/2000 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, um vegagerðina Øravík – Hov og nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 22. august 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2000 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, um vegagerðina Øravík – Hov og nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000
  3. Framløga.

  Fundur lokin kl. 10.15.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari