Kommununevndin hevur í arbeiðssetningi sínum fingið álagt at mæla til hóskandi tal og stødd á kommunum við støði í einum greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Nevndin hevur í tátti I lýst verandi kommunalu skipanina. Ein av eftirmetingunum er, at nógvar kommunur eru so smáar, at tær hvørki hava fíggjarliga ella umsitingarliga orku at umsita tær uppgávur, tær nú hava sambært lógini. Eitt dømi í so máta er almannaøkið, sum upprunaliga var ein kommunal uppgáva. Men av tí at kommunurnar eru so smáar, er umsitingin av hesi uppgávuni flutt aftur til landið.
Eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti krevur í sjálvum sær ikki broytingar í kommunubýtinum. Men verður hildið fast um verandi kommunubýti, verður úrslitið, at neyðugt verður at flyta meginpartin av uppgávunum til landið. Skulu kommunurnar hava nakrar veruligar uppgávur at umsita einsamallar, so mega vit fáa størri kommunalar eindir.
Spurningurin er so, hvørji eyðkenni eru, ið hava týdning, tá hugsað verður um møguligar størri kommunueindir. Kommununevndin hevur lagt dent á hesi eyðkenni:
Kommunueindin skal vera ein natúrlig landafrøðilig eind, so at kommunuráðleggingin og tænastuveitanin til borgaran loða væl saman. Tað er til dømis óhugsandi, at Sandoyggin og Norðoyggjar verða lagdar saman í eina kommunu, tí henda eindin loðar ikki saman landafrøðiliga. Víddin á kommunueindini eigur heldur ikki at verða størri enn, at íbúgvarnir í kommununi hava rímiliga atgongd til kommunumiðdepilin og tær almennu tænasturnar. At kommunueindin er ein natúrlig landafrøðilig eind átti eisini at borið við sær, at íbúgvarnir lættari kunnu venja seg við ta nýggju eindina, sum teir nú eru vorðnir partur av.
Eitt oyggjasamfelag sum Føroyar er frá náttúrunnar hond býtt sundur í landafrøðiligar eindir. Dømi um eintýddar, landafrøðiligar eindir eru: Vágar, Norðoyggjar, Suðuroy og Sandoy.
Til tess at fáa tær nýggju eindirnar at loða saman, verður helst í einstøkum førum neyðugt at býta onkrar av verandi kommunum sundur.
Alment kann verða sagt, at samferðslunetið/-skipanin í Føroyum er væl útbygd. Eitt sjálvsagt krav til nýggju kommunueindirnar er, at tær skulu vera ein samanhangandi samferðslueind, so at ikki skal verða neyðugt at fara ígjøgnum eina aðra kommunu fyri at koma til hinar kommunupartarnar.
Í hesum viðfangi eigur eisini at verða havt í huga, at eindirnar mega verða skipaðar á tann hátt, at tær hava fyrilit fyri ferðamynstrinum hjá íbúgvunum við atliti at bústaði og arbeiði, og hvat miðstaðarøki lættast er at koma til hjá borgarunum, tað veri seg í almennum og privatum ørindum teirra. Um eindirnar hava hetta í huga, so stimbrar tað hitt kommunala fyritakssemið, tí tænastuframleiðslan kann verða lagað til búsetingarmynstrið, lendisskipanin kann verða samskipað betur, og eitt betri samsvar fæst millum teirra, sum nýta tænasturnar, og teirra, sum fíggja tær.
Landsstýrið setti á vári í 1969 5-mannanevnd at kanna kommunalu lóggávuna í Føroyum. Sambært hesi nevnd hevur kommunusundurbýtingin í so nógvar og smáar kommunur fram til 1972 havt við sær veikar kommunur, sum í roynd og veru lítið og einki vald hava. 5-mannanevndin helt, at størri kommunalar eindir høvdu borið við sær, at borgarin fataði greidligari, at tað var kommunustýrið, ið hevði ábyrgdina av teimum kommunalu uppgávunum, og at borgarin tí fekk eina størri ávirkan.
Hvussu stór kommunueindin eigur at verða, er eisini treytað av, hvørjar uppgávur kommunurnar skulu loysa. 5-mannanevndin metti tó, at einir 1.500 íbúgvar áttu í øllum føri at veitt kommunueindini eina sømiliga fyrisiting. 5-mannanevndin helt tó, at hesin málsetningurin var ov lítil. Umframt eina sømiliga kommunufyrisiting skal kommunan eisini kunna bjóða sínum borgarum tær tænastur, sum ein borgari í einum nútíðar samfelagi krevur, og krøvini verða størri og størri. Um so er, at kommunan ikki megnar hetta, ja, so leitar borgarin sær aðrar leiðir eftir hesum tænastum. Kommunan eigur m.a. at bjóða sínum íbúgvum: skúlagongd, eina sosiala skipan, ellis- og røktarheim, ítróttar- og samkomuhús o.s.fr. Til tess at náa hesum málum muna 1.500 íbúgvar ov lítið.
Kommune- og fylkesinndelingsudvalget", sum var sett í Noregi í 1989, hevði ta áskoðan, at íbúgvatalið í eini kommunu átti í minsta lagi at vera 5.000. Hetta helt nevndin vera neyðugt, um m.a. kostnaðarvirkni skuldi vera í umsitingini og tí kommunalu tænastuframleiðsluni og til tess at fáa tørvandi førleika at røkja fjølbroyttar, kommunalar uppgávur.
Í sambandi við kommunubroytingina í Danmørk var miðað eftir, at kommunurnar skuldu ikki hava eitt fólkatal, sum var minni enn 3.000 4.000; men hildið varð, at fyrimunirnir vóru fleiri, um fólkatalið var uppaftur størri, t.e. einar 5-6.000 íbúgvar.
Við støði í hesum áskoðanum heldur Kommununevndin sum skilabest, at fólkatalið í kommunueindini ikki verður minni enn 2.000, og at best hevði verið, um tað var enn størri. Nevndin heldur tað tó vera óveruligt at seta markið hægri enn 2.000, av tí at tær landafrøðiligu umstøðurnar í Føroyum eru so háttaðar, sum tær eru. Markið við 2.000 íbúgvar er eisini grundað á, at tað er tað, ið krevst, fyri at kommunan kann átaka sær fólkaskúlan sum eina kommunala uppgávu burturav. Við einum fólkagrundarlagi, sum er á leið 2000 íbúgvar, hevur ein kommuna næmingagrundarlag fyri einum 2-sporaðum fólkaskúla. Hetta ber við sær ein virknari rakstur bæði hølisliga og undirvísingarliga, eins og at tey fakligu tilboðini til næmingarnar verða størri.
Kommununevndin heldur eisini, at fyrilit eigur at verða fyri kommunusamstarvi av ymiskum slagi, av tí at samstørv hava skapt eina meira ella minni samanhangandi eind og eina felags kenslu. Sí eisini kommunulýsingarnar í Tátti I, parti II.
Við støði í áður nevndu áskoðanum mælir Kommununevndin til hetta kommunubýtið:
Eindirnar: Norðoyggjar, Vágar, Sandoy og Suðuroy eru serliga grundaðar á eyðkenni sum natúrligar, landafrøðiligar eindir.
Kommununevndin mælir til, at Suðuroyggin verður ein kommunueind, sjálvt um oyggin við 2 kommunueindum lýkur áður nevndu krøv. Men av tí at øll oyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind, verður hon nógv sterkari, um hon er ein, tí serstakliga tann fíggjarliga orkan verður størri. Eisini kunnu vit ímynda okkum eina óhepna innanhýsis kapping, um tað verða 2 kommunur í Suðuroynni heldur enn ein felags oyggjarmenning.
Av tí at samstarvið í Sundalagnum er so týdningarmikið, verður Sundalagið ein kommunueind. Har er longu eitt slag av felagskenslu, og síðan brúgvin var bygd um Streymin, hevur hetta økið verið ein samanhangandi samferðslueind. Eisini verður hildið, at økið hevur góðar vakstrarmøguleikar. Av hesum ávum verða Streymoyggin og Eysturoyggin býttar eitt sindur sundur.
Tann besta loysnin er tí 7 kommunur, og lagt skal verða afturat, at hetta er grundarlagið undir kommunusamanleggingunum, uttan so verður, at kommunurnar ikki sjálvbodnar leggja saman. Her verður so hvør einstøk kommunueind viðgjørd fyri seg.
Kommunan fevnir um: Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals og Húsa kommunur.
Norðoyggjarnar eru ein natúrlig, landafrøðilig eind. Miðstaðarøkið í hesum føri er Klaksvík. Ferðasambandið úr oyggjum og bygdum er til Klaksvíkar bæði viðvíkjandi arbeiði, almennum tænastum og viðvíkjandi samskiftinum haðan og úr Norðoyggjunum. Tó hava fólk í Fugloy og Svínoy ikki so lætta atgongd til kommunalu tænasturnar. Sí eisini kapitul 9. Við árslok 1997 var fólkatalið í Norðoyggjunum 5.625.
Umframt hesi viðurskifti hava Norðoyggjar ymisk samstørv. Tær eru eitt læknadømi, allar kommunurnar í Norðoyggjum eru í Norðoya sýsla, og til løgtingsval eru Norðoyggjar eisini eitt valdømi. Av søguligum samstørvum er greitt, at Norðoyggjar vóru ein kommuna, tá ið kommunala skipanin var sett í verk í 1872. Harumframt samstarva Norðoyggjar eisini um ellisheim og um ferðavinnuna.
Allar kommunur í Norðoyggjum uttan Svínoyar kommuna, keypa sær framhaldsskúlapláss í Klaksvík. Somuleiðis hava allar kommunur í Norðoyggjum gjørt avtalu við tannlækna í Klaksvík um barnatannrøktina. Eisini keypa kommunurnar, ið eiga teir smáu skúlarnar í Norðoyggjum (t.e. Húsa, Mikladals og Kunoyar kommunur), sær skúlabarnasvimjing eina ferð um vikuna úr Klaksvíkar kommunu.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju
kommunueindini.
Búskapartalva fyri Norðoyggjar (1000 kr.)
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 412003 | 445728 | 495602 |
Skattainntøkur | 81489 | 86496 | 85220 |
Nettorakstrarútreiðslur | 38972 | 40505 | 41943 |
Nettorentur | 16199 | 14286 | 14328 |
Íløgur | 10917 | 15318 | 16787 |
Íløgustuðul | 938 | 143 | 1675 |
Úrslit | 16339 | 16530 | 13837 |
Avdráttir | 11148 | 9857 | 14450 |
Miðalskattaprosent | 19,8 | 19,4 | 17,2 |
Nettoskuld | 173287 | ||
Fólkatal ultimo árið | 5609 | 5625 |
Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl. Fyri Hvannasund bert fíggjarætlanartøl.
Annars verður víst á kommunulýsingarnar í tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Kommunan fevnir um: Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu,
Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar
kommunur og møguliga eisini Elduvíkar og Funnings kommunur.
Hetta er ein natúrlig, landafrøðilig eind og samanhangandi samferðslueind.
Elduvíkar og Funnings kommunur kunnu verða ein partur av Eysturoyar kommunu. Tað veldst um, hvat íbúgvarnir í hesum báðum kommununum ynskja. Tó skal kravið verða lokið um, at kommunueindin skal vera ein samanhangandi samferðslueind, so at annaðhvørt verða báðar kommunurnar partur av Eysturoyar kommunu ella Sundalags kommunu, ella verður Elduvíkar kommuna partur av Eysturoyar kommunu, og Funnings kommuna verður partur av Sundalags kommunu. Av tí at Elduvíkar og Funnings kommunur eru hvør sínumegin Funningsfjørð og vanliga hava verið mettar til hvønn sín part av Eysturoynni, so ber ikki til at siga burturav, hvar hesar kommunur eiga at verða partur av. Men við útbyggingini av samferðslunetinum er Funningur komin nærri Skálafjørðinum og Elduvík nærri Sundalagnum.
Við árslok 1997 var fólkatalið 8.375. Um Elduvíkar kommuna er við, var tað 8.470, og 8.568 um bæði Elduvíkar og Funnings kommunur eru við.
Viðvíkjandi samstørvum er at nevna, at øll Eysturoyggin er ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, og at Eysturoyggin var ein av teimum upprunaligu kommununum.
Um samstørvini í hesi kommunueindini er annars at siga, at samstarvað hevur verið ymsar vegir, og bendir tað ikki á eina so eintýdda samanlegging. Í Eysturoynni eru 3 læknadømi: Nes sóknar læknadømi, sum er Nes og Runavíkar kommunur, Skála læknadømi, sum er Elduvíkar, Skála og Sjóvar kommunur, og Fulgafjarðar læknadømi, sum er Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu og Oyndarfjarðar kommunur. Funnings kommuna er so í Eiðis læknadømi.
Kommunurnar kring Skálafjørðin (t.e. eisini Gøtu kommuna) samstarva um Kongshavnar havn og um brunamál (tó ikki Gøtu kommuna). Sjóvar, Skála og Elduvíkar kommunur samstarva um barnatannlækna, meðan Skála, Oyndarfjarðar, Hellurnar (í Fuglafjarðar kommunu) kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss á Strondum. Funnings- og Elduvíkar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og tær samstarva eisini um havnina. Nes og Runavíkar kommunur samstarva um musikkskúla og serstaka frítíðarundirvísing. Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur samstarva um brunamál og ítróttahøllina á Kambsdali.
Harumframt keypa Leirvíkar og Gøtu kommunur sær framhaldsskúlapláss í Fuglafirði.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 622806 | 660440 | 733549 |
Skattainntøkur | 120726 | 120797 | 124631 |
Nettorakstrarútreiõslur | 55467 | 61923 | 65478 |
Nettorentur | 24198 | 23227 | 21822 |
Íløgur | 22004 | 16396 | 22661 |
Íløgustuõul | 1884 | 150 | 3430 |
Úrslit | 20941 | 19401 | 18100 |
Avdráttir | 10199 | 15343 | 21224 |
Miõalskattaprosent | 19,4 | 18,3 | 17 |
Nettoskuld | 268053 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 8345 | 8470 |
Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl. Íroknað Elduvíkar kommunu.
Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Sundalags kommuna fevnir um: Eiðis, Sunda, Gjáar, Haldórsvíkar, Saksunar, Hvalvíkar og Hósvíkar kommunur og møguliga eisini Funnings og Elduvíkar kommunur.
Hetta er ikki beinleiðis ein natúrlig, landafrøðilig eind; men brúgin um Streymin ger hesa eindina til eina samanhangandi samferðslueind.
Elduvíkar og Funnings kommunur kunnu verða ein partur av Sundalagnum, og tað veldst so aftur um, hvat íbúgvarnir í hesum báðum kommununum ynskja. Tó skal kravið verða lokið um, at kommunueindin skal vera ein samanhangandi samferðslueind, so at annaðhvørt verða báðar kommunurnar partur av Eysturoynni ella Sundalagnum, ella verður Elduvíkar kommuna partur av Eysturoynni, og Funnings kommuna verður partur av Sundalagnum. Við árslok 1997 var fólkatalið 2.045. Um Funnings kommuna er við, var tað 2.143, og 2.238 um bæði Funnings og Elduvíkar kommunur eru við. Hetta fólkatalið er á markinum fyri eina kommunueind. Kommununevndin heldur tó, at hetta økið hevur lutfalsliga góðar menningarmøguleikar.
Av samstørvum skal fyrst verða nevnt tað felags kommunala samstarvið í Sundalagnum. Hetta samstarvið er millum: Sunda, Gjáar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Hósvíkar kommunur. Hesar kommunur samstarva um: brunamál, umhvørvismál, tekniska umsiting og barnatannrøktina. Harumframt hava hesar kommunur - saman við Kollafjarðar, Eiðis og Saksunar kommunum - eisini samstarv um Felagsskúlan á Oyrabakka. Funnings og Elduvíkar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Felagsskúlanum á Oyrabakka. Saksunar kommuna hevur ongan skúla og keypir sær tí skúlapláss frá 1. til 7. flokk í grannakommununum.
Umframt felags kommunala samstarvið í Sundalagnum eru allar kommunurnar uttan Elduvík í Eiðis læknadømi.
Hinvegin verður eisini samstarv aðrar vegir. Kommunurnar í Eysturoynni eru í Eysturoyar sýslu, Eysturoyar valdømi til løgtingsval, í Eysturoyar skattaøki og vóru tær partur av tí upprunaligu Eysturoyar kommunu. Eisini samstarva allar kommunurnar í Eysturoynni um ellisheim. Kommunurnar í Streymoynni eru harafturímóti partur av Streymoyar sýslu, í Norðstreymoyar valdømi til løgtingsval, í Streymoyar skattaøki I og vóru tær partur av tí upprunaligu Norðstreymoyar kommunu.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 146002 | 162583 | 190111 |
Skattainntøkur | 26790 | 27311 | 29546 |
Nettorakstrarútreiõslur | 15845 | 16534 | 17620 |
Nettorentur | 3932 | 3323 | 2671 |
Íløgur | 4235 | 4381 | 5378 |
Íløgustuõul | 239 | ||
Úrslit | 3017 | 3073 | 3877 |
Avdráttir | 3951 | 3388 | 4993 |
Miõalskattaprosent | 18,3 | 16,8 | 15,5 |
Nettoskuld | 32704 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 2082 | 2143 |
Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanar. Fyri Gjógv bert fíggjarætlanartøl. Tøl fyri Saksun vanta fyri 1996. Íroknað Funnings kommunu.
Annars verður víst á kommunulýsingar í tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Útsynningsstreymoyar kommuna fevnir um: Vestmanna, Kvívíkar, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur
Kirkjubøar, Tórshavnar, Kollafjarðar, Kvívíkar og Vestmanna kommunur eru ein sjálvstøðug, landafrøðilig eind. Harafturat koma so Nólsoyar og Hests kommunur. Hetta er náttúrligt, tí vanliga samskiftið er við miðstaðarøkið. Í hesum viðfangi er at nevna, at Kollafjarðar og Tórshavnar kommunur hava gjørt avtalu, sum landsstýrið hevur góðkent, um at kommunurnar verða formliga lagdar saman frá 1. januar 2001 at rokna. Kvívíkar og Vestmanna kommunur lúka ikki tey eyðkenni, ið áður eru nevnd, at verða sjálvstøðug kommuna, og tær verða tí natúrligur partur av økinum. Mesta samskiftið hjá hesum kommunum er við Tórshavn. Við árslok 1997 var fólkatalið í kommunueindini 18.947 íbúgvar.
Sameindu sóknirnar í Suðurstreymoyar prestagjaldi, t.e. Kirkjubøar, Kaldbaks, Nólsoyar og Tórshavnar uttanbíggja kommunur vóru í síni tíð ein kommuna. Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur eru eitt læknadømi. Harumframt hava hesar kommunur samstarv um ellisheim, og tær smáu kommunurnar keypa sær nógvar tænastur úr Tórshavnar kommunu sum t.d.: skúlapláss, barnatannrøkt og ruskburturbeining.
Harafturímóti eru Vestmanna, Kvívíkar og Kollafjarðar kommunur eitt læknadømi. Vestmanna og Kvívíkar kommunur eru felags um skúlabarnatannlæknan, og Kvívík keypir sær framhaldsskúlapláss í Vestmanna. Avtala er eisini millum Vestmanna og Kvívíkar kommunur um at hjálpa hvørjum øðrum í sambandi við brunamál. Saman eru hesar kommunur eisini partur av skattaøkinum: Streymoyarøki I, í Streymoyar sýslu, og vóru tær partur av tí upprunaligu Norðstreymoyar kommunu.
Talvan niðanfyri sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 2012881 | 1840216 | 1901205 |
Skattainntøkur | 303295 | 305873 | 333241 |
Nettorakstrarútreiõslur | 171700 | 185698 | 208828 |
Nettorentur | 46467 | 48209 | 41405 |
Íløgur | 24194 | 18426 | 25760 |
Íløgustuõul | 179 | 800 | |
Úrslit | 61113 | 53540 | 58048 |
Avdráttir | 21165 | 38621 | 62825 |
Miõskattaprosent | 15,1 | 16,6 | 17,9 |
Nettoskuld | 634942 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 18639 | 18947 |
Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.
Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Vága kommuna fevnir um: Sandavágs, Miðvágs, Sørvágs, Bíggjar og Mykines kommunur.
Vágar er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Umframt Vágar er Mykines eisini partur av hesi kommunueind, tí alt samskifti við Mykines fer um Vágarnar.
Samferðslan í oynni er góð. Tí er góður møguleiki hjá íbúgvunum í oynni at ferðast til arbeiðis og at fáa atgongd til privatar og almennar tænastur. Tað er bert Gásadalur, sum er einasta bygd í landinum, ið ikki hevur vegasamband.
Mykinesfólk hava harafturímóti ikki so lætta atgongd til kommunalu tænasturnar, og tað sama kann sigast um íbúgvarnar í Gásadali. Sí eisini kapittul 9.
Við árslok 1997 var fólkatalið í hesi kommunueind 2.617 íbúgvar.
Tað eru ymisk samstørv millum kommunurnar í økinum. Fyrst er at nevna Felagskommununa í Vágum. Vágar eru eisini: eitt læknadømi, ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, og upprunaliga vóru tær eisini ein kommuna. Harumframt samstarva kommunurnar um ellisheimið í Vágunum og eisini um musikkskúlan (tó ikki Mykines, sum ikki hevur børn). Allar kommunurnar uttan Sandavágs kommuna hava eisini sama tannlækna at taka sær av barnatannrøktini. Umframt hetta samstarva Sandavága og Miðvágs kommunur eisini um skúla, havn, brunamál og bókasavn.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju
kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 212065 | 227255 | 221733 |
Skattainntøkur | 40352 | 41541 | 40984 |
Nettorakstrarútreiõslur | 21237 | 22678 | 22600 |
Nettorentur | 6259 | 5975 | 5435 |
Íløgur | 1999 | 3335 | 4195 |
Íløgustuõul | 36 | ||
Úrslit | 10857 | 9553 | 8790 |
Avdráttir | 2771 | 4721 | 7319 |
Miõalskattaprosent | 19 | 18,3 | 18,5 |
Nettoskuld | 80266 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 2595 | 2617 |
Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.
Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Sandoyar kommuna fevnir um: Skopunar, Sands, Skálavíkar,
Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.
Sandoyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Umframt Sandoynna er Skúvoy eisini partur av hesi kommunueind, tí tað mesta av samskiftinum úr Skúvoynni er um Sandoynna, og tí at Skúvoy landafrøðiliga og natúrliga hoyrir til Sandoynna.
Við árslok 1997 var fólkatalið í kommunueindini 1.439 íbúgvar. Hetta er minni enn skilabesta markið, sí 4.1.3. Kommununevndin heldur tó, at tað er best at liva við einum undantaki í hesum føri, tí tað mundi verið ónatúrligt og óhóskandi at lagt hesa eindina saman við t.d. Suðuroynni, Vágum ella Streymoy. Hetta átti ikki at havt tær stóru avleiðingarnar við sær. Kommunueindin verður lutvíst tyngri at reka. Hugsast kann tó, at hendan kommunueindin, í størri mun enn hinar stóru keypir sær tænastu frá øðrum, heldur enn sjálv at uppbyggja allan neyðugan serkunnleika. Kommunueindin skuldi tí ikki verið nøkur forðing fyri at lagt uppgávur út til kommunurnar. Hædd eigur tó at verða tikið fyri hesari kommunueindini í kommunuskipanini.
Samferðsluskipanin í Sandoynni er góð, og tí er lætt hjá íbúgvunum at ferðast í oynni bæði í sambandi við arbeiði, og tá ið tørvur er á privatum og almennum tænastum.
Skúvoyingar hava harafturímóti ikki so lætta atgongd til kommunalu tænasturnar. Sí eisini kapittul 9.
Sandoyggin saman við Skúvoy eru ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, eitt læknadømi, og henda sýslan var ein av teimum upprunaligu kommununum. Harumframt samstarva kommunurnar í Sandoynni (tó ikki Skúvoy) um: skúlan, barnatannlækna, frítíðarundirvísing, musikkskúla og ellisheim. Tað er vanligt, at Skúvoyar kommuna keypir sær neyðugar tænastur ymsastaðni.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 90741 | 95745 | 105272 |
Skattainntøkur | 18596 | 17439 | 20570 |
Nettorakstrarútreiõslur | 12231 | 12707 | 12451 |
Nettorentur | 6501 | 6261 | 6554 |
Íløgur | 68 | 792 | 1325 |
Íløgustuõul | |||
Úrslit | -204 | -2321 | 240 |
Avdráttir | 1448 | 2229 | 2423 |
Miõalskattaprosent | 20,5 | 18,2 | 19,5 |
Nettoskuld | 80259 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 1473 | 1439 | |
Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.
Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Suðuroyar kommuna fevnir um: Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins,
Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.
Øll Suðuroyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Við árslok 1997 var fólkatalið í Suðuroy 5.049 íbúgvar.
Suðuroyggin hevur ymisk samstørv: hon er ein sýsla (hevur fyrr verið tvær), eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, og hon var ein av teimum upprunaligu kommununum. Harumframt verður samstarvað um: ellisheim, musikkskúla og ferðavinnu.
Tað eru tó eisini samstørv, ið ikki fevna um alla oynna. Suðuroyar norðara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur samstarva um brunamál. Hvalbiar og Fámjins kommunur keypa sær eisini framhaldsskúlapláss á Tvøroyri.
Suðuroyar sunnara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Sumbiar, Vágs og Porkeris kommunur samstarva um brunamál. Hovs, Porkeris og Sumbiar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Vági.
Talvan niðanfyri sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 343541 | 370859 | 389775 |
Skattainntøkur | 72124 | 72833 | 74727 |
Nettorakstrarútreiõslur | 43666 | 41307 | 42453 |
Nettorentur | 21908 | 20391 | 16958 |
Íløgur | 1958 | 2356 | 3282 |
Íløgustuõul | 555 | 91 | 100 |
Úrslit | 5147 | 8870 | 12134 |
Avdráttir | 10793 | 10236 | 13951 |
Miõalskattaprosent | 21 | 19,6 | 19,2 |
Nettoskuld | 275737 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 5044 | 5049 |
Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Frammanfyri í 4.2 hevur Kommununevndin víst á tær kommunueindir, hon heldur vera best hóskandi. Her skal tó verða víst á, hvørjar kommunueindir eru møguligar við støði í teimum eyðkennum, sum nevnd eru í 4.1.
Hesar kommunueindir eru møguligar:
Kommununevndin mælir tí til, at hetta verða tær minstu kommunueindirnar, sum til ber at skipa við sjálvbodnari samanlegging.
Her verða so Eystureysturoyar, Vestureysturoyar, Norðsuðuroyar og Suðursuðuroyar kommunur lýstar; men hinar kommunueindirnar vera tær somu (smb. kapittul 4.2).
Eystureysturoyar kommuna fevnir um: Fuglafjarðar, Leirvíkar
og Gøtu kommunur.
Henda kommunueindin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Til tess at fáa eina samanhangandi samferðslueind er tó neyðugt at skilja Hellurnar frá Fuglafjarðar kommunu og tann partin av Gøtu kommunu, sum er við Skálafjørðin, frá Gøtu kommunu. Hellurnar og tann parturin av Gøtu kommunu, sum er við Skálafjørðin, eru natúrligir partar av Vestureysturoyar kommunu. Við árslok 1997 var fólkatalið 3.177 íbúgvar.
Av samstarvi millum hesar kommunur eru: brunamál og ítróttarhøllin á Kambsdali. Harumframt keypa Leirvíkar og Gøtu kommunur sær framhaldsskúlapláss í Fuglafirði. Fuglafjarðar læknadømi fevnir eisini um hesar kommunur, tó at Oyndarfjarðar kommuna eisini er við.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 254467 | 262786 | 287215 |
Skattainntøkur | 47344 | 49035 | 49502 |
Nettorakstrarútreiõslur | 21651 | 24322 | 25957 |
Nettorentur | 9520 | 9066 | 8673 |
Íløgur | 11513 | 7174 | 12158 |
Íløgustuõul | 1884 | 150 | 3430 |
Úrslit | 6544 | 8623 | 6144 |
Avdráttir | 2639 | 6613 | 8080 |
Miõalskattaprosent | 18,6 | 18,7 | 17,2 |
Nettoskuld | 118354 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 3095 | 3177 | 902 |
Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Vestureysturoyar kommuna fevnir um: Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur og møguliga eisini Elduvíkar og Funnings kommunur.
Henda kommunueindin er eisini ein natúrlig, landafrøðilig eind. Men í hesum føri er eisini neyðugt at broyta kommunumarkið, so kommunan verður ein samanhangandi samferðslueind. Tann parturin av Gøtu kommunu, sum er við Skálafjørðin, og Hellurnar mugu eisini verða partar av kommunueindini.
Umframt: Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur, kunnu Elduvíkar og Funnings kommunur eisini verða ein partur av Vestureysturoy. Tað veldst um, hvat íbúgvarnir í hesum báðum kommununum ynskja. Sí. 4.2.2
Við árslok 1997 var fólkatalið 5.198. Um Elduvíkar kommuna var við, er tað 5.293, og 5.391 um bæði Elduvíkar og Funnings kommunur eru við.
Um samstørvini í hesi kommunueindini er annars at siga, at samstarvað hevur verið ymsar vegir, og bendir tað ikki á eina so eintýdda samanlegging. Her eru 2 læknadømi: Nes sóknar læknadømi, sum er Nes og Runavíkar kommunur, og Skála læknadømi, sum er Elduvíkar, Skála og Sjóvar kommunur. Funnings kommuna er í Eiðis læknadømi, og Oyndarfjarðar kommuna er í Fuglafjarðar læknadømi.
Kommunurnar kring Skálafjørðin (t.e. eisini Gøtu kommuna) samstarva um Kongshavnar havn og um brunamál (tó ikki Gøtu kommuna). Sjóvar, Skála og Elduvíkar kommunur hava samstarv um barnatannlækna, og Skála, Oyndarfjarðar kommunur og Hellurnar keypa sær framhaldsskúlapláss á Strondum. Funnings- og Elduvíkar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og tær samstarva eisini um havnina. Nes og Runavíkar kommunur samstarva um musikkskúla og serstaka frítíðarundirvísing.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 368339 | 397654 | 446334 |
Skattainntøkur | 73382 | 71762 | 75129 |
Nettorakstrarútreiõslur | 33816 | 37601 | 39521 |
Nettorentur | 14678 | 14161 | 13149 |
Íløgur | 10491 | 9222 | 10503 |
Íløgustuõul | |||
Úrslit | 14397 | 10778 | 11956 |
Avdráttir | 7560 | 8730 | 13144 |
Miõalskattaprosent | 19,9 | 18 | 16,8 |
Nettoskuld | 149699 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 5250 | 5293 |
Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Norðsuðuroyar kommuna fevnir um: Hvalbiar, Tvøroyrar og Fámjins kommunur.
Øll Suðuroyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Men Norðsuðuroy er eisini ein natúrlig, landafrøðilig eind, sum eisini í aðramáta lýkur tey eyðkenni, ið sett eru. Tó er neyðugt at flyta kommunumarkið millum kommunueindirnar soleiðis, at Hovsegg verður markið. Hetta er natúrligari landafrøðiliga, um oyggin skal verða 2 kommunur. Við árslok 1997 var fólkatalið í Suðuroyar norðara helvt 2.709 íbúgvar.
Suðuroyar norðara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur samstarva um brunamál. Hvalbiar og Fámjins kommunur keypa sær eisini framhaldsskúlapláss á Tvøroyri.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju
kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 200273 | 211215 | 217363 |
Skattainntøkur | 39681 | 38881 | 40988 |
Nettorakstrarútreiõslur | 25217 | 23329 | 23756 |
Nettorentur | 14215 | 12932 | 10770 |
Íløgur | 843 | 1013 | 1152 |
Íløgustuõul | 150 | 91 | |
-444 | 1698 | 5310 | |
Avdráttir | 5946 | 5057 | 7744 |
Miõalskattaprosent | 19,8 | 18,4 | 18,9 |
Nettoskuld | 167454 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 2714 | 2709 |
Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.
Suðursuðuroyar kommuna fevnir um: Hovs, Porkeris, Vágs
og Sumbiar kommunur.
Øll Suðuroyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Men eins og Norðsuðuroy er Suðursuðuroy eisini ein natúrlig, landafrøðilig eind, sum eisini í aðramáta lýkur tey eyðkenni, ið sett eru. Men neyðugt verður, sum áður nevnt, at flyta kommunumarkið millum kommunueindirnar soleiðis, at Hovsegg verður markið. Hetta er natúrligari landafrøðiliga. Við árslok 1997 var fólkatalið í Suðuroyar sunnaru helvt 2.340 íbúgvar.
Suðuroyar sunnara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Sumbiar, Vágs og Porkeris kommunur samstarva um brunamál. Hovs, Porkeris og Sumbiar kommunur keypa sær eisini framhaldsskúlapláss í Vági.
Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.
1996 | 1997 | 1998 | |
Inntøkugrundarlag | 143268 | 159644 | 172412 |
Skattainntøkur | 32443 | 33952 | 33739 |
Nettorakstrarútreiõslur | 18449 | 17978 | 18697 |
Nettorentur | 7693 | 7459 | 6188 |
Íløgur | 1115 | 1343 | 2130 |
Íløgustuõul | 405 | 100 | |
Úrslit | 5591 | 7172 | 6824 |
Avdráttir | 4847 | 5179 | 6207 |
Miõalskattaprosent | |||
Nettoskuld | 108283 | ||
Fólkatal ultimo áriõ | 2330 | 2340 |
Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.