Roknskapur - Menningargrunnur

 

16-2  Uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapum Menningargrunni Ídnaðarins 1996 og 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi:

 Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri fíggjarárini 1996 og 1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið var upprunaliga Ll. nr. 37 frá 26. juni 1973 um menningargrunn fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur, við seinni broytingum.

Henda lóg fór úr gildi 31. desember 1995, sambært løgtingslóg nr. 82 frá 13. juni 1995, men grunnurin varð endurstovnaður við løgtingslóg nr. 51 frá 20. mei 1996 við gildi frá 1. januar 1996. Landsstýrið velur nevnd grunsins og nevndin setur starvsfólk.

Við kunngerð nr. 13 frá 18. februar 1997 hevur landsstýrið, vísandi til heimild í § 4 í lógini, ásett nýggjar viðtøkur fyri grunnin.

2. Endamál:

Sambært nýggju lógini er einasta uppgáva hjá nevnd og starvsfólki at skipa fyri innkrevjing av útlánum grunsins og fyri afturgjalding av lánum grunsins. Heldur nevndin, at endamál grunsins ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrið um at taka grunnin av.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri 1996 og 1997, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1993-1995 tikin við.

3. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

(mió.kr.)

1997

1996

1995

1994

1993

Rentuinntøkur

2,0

5,3

7

10

15

Rakstrarútreiðslur

-1,4

-1,1

-1

-2

-5

Rentuútreiðslur

-4,4

-6,9

-10

-13

-20

Úrslit av vanligum rakstri

-3,8

-2,7

-4

-5

-10

Burturleggingar og avskrivingar av lánum

0,3

2,3

6

1

4

Úrslit eftir burturlegg. og avskrivingar

-3,5

-0,4

2

-4

-6

Játtan á fíggjarlógini

0,0

0,0

0

5

65

Ársúrslit

-3,5

-0,4

2

1

59

4. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

(mió.kr.)

Aktiv

1997

1996

1995

1994

1993

Útlán

11

16

21

39

66

Avsett móti tapi

1

3

7

26

47

10

13

14

13

19

Virðisbrøv í landsbankanum

0

0

14

14

0

Innistandandi í peningastovnum vm.

15

65

82

95

149

Skrivstovubygningur

6

7

7

7

9

Aktiv samanlagt

31

85

117

129

177

Passiv
Skuld:
Uttanlandslán

30

79

100

118

166

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar

0

1

2

2

2

Onnur lán v.m.

0

1

2

0

0

30

81

103

120

168

Eginogn, íroknað kursmun v.m.

1

4

14

9

9

Passiv samanlagt

31

85

117

129

177

5. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum.

6. Tap uppá útlán, býtt upp á vinnugreinir

Síðani 1991 hevur Menningargrunnurin so at siga ongi nýggj lán veitt. Grunnurin er nú undir avtøku, og einasta endamálið er at krevja inn tey lán, ið eftir eru. Í áttatiárunum veitti grunnurin nógv lán til føroyska vinnulívið. Í 1989 vóru útlánini komin upp á umleið 330 mió.kr. Í hesum tíðarskeiði vóru ikki nógv tap staðfest í roknskapunum, men fyrst í nítiárunum vóru tapini sera stór, og í 1992 og 1993 veitti løgtingið grunninum 140 mió.kr. í stuðuli. Samlaði stuðulin úr landskassanum síðani 1980 er uml. 280 mió.kr.

Av teimum lánum, sum vórðu veitt føroyska vinnulívinum, hevur Menningargrunnurin mist umleið 320 mió.kr. Hesi tap kunnu útgreinast soleiðis:

Ídnaður:

mió.kr.

  Matvøruídnaður 26  
  Klædnaídnaður 24  
  Byggiídnaður 18  
  Maskinídnaður 15  
  Plastídnaður 14  
  Papp- og pappírsídnaður 12  
  Skipasmiðjuídnaður 10  
  Annar ídnaður 4 123
Smoltstøðir, síla- og laksaaling 95
Fiskiídnaður 55
Handverk 33
Tænastufyritøkur 14
  320

7. Aðrar viðmerkingar:

Vinnumálastýrið hevur upplýst, at í samráði við stýrini fyri Føroya Ídnaðargrunn og Menningargrunn Ídnaðarins er umsitingin hjá báðum grunnunum løgd saman frá 1. januar 1997, og samlaða starvsfólkatalið er farið úr 5 niður í 2 fólk.

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at tað ikki var skilagott, at grunnurin hevði nógvan pening innistandandi og samstundis fleiri høgt rentað lán. Henda støða er broytt, og skuldin ultimo 1997 er niðurgoldin til uml. 30 mió.kr.

Raksturin av grunninum er lutfalsliga dýrur orsakað av teim høgu húsaútreiðslunum. Grunnurin eigur 1/3 av bygninginum, og løgtingsgrannskoðararnir hava áður mælt landsstýrinum til at kanna, um betri nýtsla fæst burtur úr hølunum. Í hesum sambandi kann nevnast, at sambært eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998 fekk landsstýrismaðurin í vinnumálum heimild til at selja húsaognina hjá Menningargrunninum til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, og bygningurin er síðani seldur. 

Løgtingsgrannskoðararnir eru kunnaðir um, at nevndin, vísandi til § 7 í lógini, hevur mælt landsstýrinum til at taka grunnin av.

 

1. viðgerð 19. mars 1999. Málið fór beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskotið endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.