Roknskapur - Strandferðslan

 

16-12  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Strandferðslunnar fyri fíggjarárini 1995 - 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999,  2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

 Uppskot
til
samtyktar

 Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Strandferðsluni fyri fíggjarárini 1995 - 1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Endamál:

Reglugerð fyri Strandferðsluna varð samtykt á landsstýrisfundi 14. november 1992, samstundis sum reglugerðin, lýst við kunngerð nr. 81 frá 22. august 1984, varð avtikin. Sambært §§ 1 og 2 í reglugerðini er Strandferðslan ein landsfyritøka undir Føroya Landsstýri, sum hevur til endamáls:

  1. at vera tænastuveitandi fyritøka, við tí fyri eyga at lúka landsins tørv á innlendis fólka- og farmaflutningi,
  2. í so stóran mun sum gjørligt, at verða rikin út frá handilsligum sjónarmiðum.

Sambært § 5 kann virksemið, ella partar av hesum, verða skipað í partafeløg, og verður stjórin tá stjóri ella formaður í hesum partafeløgum. Stjórin leggur uppskot um stovnan av slíkum feløgum fyri landsstýrið.

2. Fíggjarviðurskifti:

Sambært § 4, 2. stk., í reglugerðini verður takstpolitikkur, útbyggingar-, fíggjar-, rakstrar-, ferða- og íløguætlan skipað í 4 ára ætlanum, sum á hvørjum ári verða endurskoðaðar og lagdar fyri landsstýrið til góðkenningar í seinasta lagi 1. apríl.

Sambært § 3 í reglugerðini setir landsstýrið stjóran, og eftir tilmæli frá stjóranum, allar leiðarar á 1. stigi. Stjórin setir annað starvsfólk sambært galdandi reglum.

- - - - -

22. januar 1997 hevur landsstýrismaðurin undirskrivað eina nýggja reglugerð fyri Strandfaraskip Landsins við gildi frá 1. januar 1997. Sambært hesi reglugerð verður virksemið víðkað til eisini at kunna fevna um uttanlands fólka- og farmaflutning, og stjórin fær heimild at seta øll starvsfólk.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina hjá Strandferðsluni er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1995 - 1997. Til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994 tikin við.

3. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1997:

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1997:

Roknskapurin fyri 1997 er settur upp samsvarandi kontoskipan landsins og er sundurgreinaður á standardkonti samsvarandi viðmerkingum til fíggjarlógina (mió.kr.):

Roknskapurin fyri 1997 er øðrvísi uppsettur og útgreinaður, og tølini kunnu tí ikki samanberast við 1996 og undanfarin ár. Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av roknskapinum fyri 1994-1996, eftir "gomlu uppsetingini", og fyri 1997 eru samlaðu inntøku- útreiðslutølini tikin við:

5. Serroknskapir

Í roknskapinum fyri 1997 eru útreiðslur og inntøkur býttar út á virkisøkir, og ein serlig sundurgreining er gjørd av virkisøkinum "Oyggjaleiðir". Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av hesum umframt av "uttanlanda"-virkisøkinum.

Í 1996 og árini frammanundan gjørdi Strandferðslan serroknskapir fyri tey einstøku skipini. Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av hesum serroknskapum fyri árini 1994-1996:

6. Seinasta frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna:

Í seinastu frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna, dagfest 18. januar 1996, viðvíkjandi roknskapunum fyri árini 1993 og 1994 (løgtingsmál nr. 4/9 1995), tóku løgtingsgrannskoðararnir samanum tær mongu viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini og átalaðu m.a., at roknskaparumsitingin ikki var nóg góð, og at ávís viðurskifti ikki vóru í samsvari við reglugerð landsstýrisins. Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani fleiri ferðir, higartil uttan úrslit, biðið landsstýrismannin um viðmerkingar til hesi viðurskifti.

7. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

Eins og í grannskoðanarfrágreiðingum undanfarin ár, verður viðvíkjandi 1995 og 1996 aftur gjørt vart við fleiri átaluverd viðurskifti. Víst verður á, at bøtt er um nøkur viðurskifti, men fleiri viðmerkingar eru óbroyttar og nakrar komnar aftrat. Roknskapargrannskoðanin vísir m.a. á:

Roknskapargrannskoðanin vísir eisini á, at nýggja leiðslan er byrjað at umstrukturera stovnin og byggja upp innanhýsis mannagongdir av nýggjum. Mett verður, at um hesin málsetningur verður rokkin, skuldi stovnurin framyvir sloppið undan tilvildarligum skrásetingum, eins og tað hevði økt um tann fíggjarliga tryggleikan.

- - - - -

Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1997 er niðurstøðan av grannskoðanini, at leiðslan hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa bygnaðin á stovninum at virka, og at stovnurin nú hevur eina veruliga fíggjarstýring á flestu økjum.

Eins og í grannskoðanarfrágreiðingum undanfarin ár, verður aftur gjørt vart við, at nøkur av starvsfólkunum fáa eina ávísa upphædd aftrat vanligu lønini, og at ongin heimild er til tílíkar viðbøtur. Víst verður á, at nýggi strandferðslustjórin hevur gjørt bygnaðarbroytingar og starvslýsingar og hevur í mars 1998 heitt á landsstýrið um góðkenning av hesum viðbótum. Grannskoðanini kunnugt er onki svar komið.

Víst verður aftur á, at skuldaraupphæddin framvegis er alt ov høg í mun til farmagjaldsinntøkurnar, at skuldarastýringin ikki er nóg góð, og at fylgt verður ikki nóg væl við, hvat skuldararnir í veruleikanum gjalda fyri. Heitt verður á leiðsluna um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

8. Viðmerkingar:

Vísandi til viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini átala løgtingsgrannskoðararnir, at roknskaparviðurskiftini á fleiri økjum ikki hava verið í einari tryggari legu. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um tey stig, sum serliga síðani 1997 eru tikin til at bøta um hesi viðurskifti. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at viðbøtur eru goldnar starvsfólkum, hóast grannskoðanin í áravís hevur víst á, at heimild ikki er til tess.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at Strandferðslan aftur í 1995 og 1996 hevur brúkt nógv meira enn játtað á fíggjarlóg og eykajáttanarlóg, og at landsstýrismaðurin ikki hevur svarað fyrispurningum um útgreining av fortreytum fyri játtanunum á fíggjarlógini fyri 1995 og 1996.

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at teir meta, at tað er skeivt at Strandferðslan ger serroknskapir og aðrar útgreiningar av virkseminum uttan at gera vart við, hvørjar meginreglur og fyritreytir eru galdandi fyri býtið av inntøkum og útreiðslum og mæla aftur til, at hetta verður gjørt framyvir.

Strandfaraskip Landsins er við á fíggjarlógini fyri 1997 sum "landsfyritøka". Í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 1997 verður ført fram, at tað hevur víst seg, at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tí verður m.a. gjørt vart við, at fyribils eru viðmerkingarnar og sundurgreinað ætlan hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum.

Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" eru ikki loyst, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Fíggjarmálastýrið hevur upplýst, at játtanarroknskapurin hjá Strandferðsluni kemur við í landsroknskapin fyri fíggjarárið 1998.

 1. viðgerð 26. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskotið endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.