Grannskoðan almennir roknskapir - Landsroknskapurin 2000

 

85  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna Landsroknskapin fyri 2000

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 4. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000. (Forsíða og Frágreiðing)

 

Frágreiðing Frá Løgtingsgrannskoðarunum:

1. Inngangur *
2. Fíggjarmál *
3. Løgmansfyrisitingin og sjálvstýrismál *
4. Fiskivinna *
5. Vinnumál o.a. *
6. Útbúgving og gransking o.a. *
7. Almanna- og Heilsumál *
8. Oljumál o.a. *

 

1. Inngangur

Sambært § 45, stk. 3, í stýrisskipanarlógini, skulu løgtingsgrannskoðararnir leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum saman við sínum viðmerkingum. Sambært § 45, stk. 2, skulu løgtingsgrannskoðararnir fara ígjøgnum árliga landsroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.

Í Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 "um grannskoðan av landsroknskapinum v.m." eru greiniligari reglur ásettar fyri arbeiðinum hjá løgtingsgrannskoðarunum og fyri roknskapargrannskoðanini, sum løgtingsgrannskoðararnir grunda sítt arbeiði á. Grannskoðanin skal ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siði. Harafturat verður ansað eftir, at hóskandi er atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi rakstri av teimum stovnum og tí virksemi, roknskapurin fevnir um.

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið frágreiðingina frá 22. februar 2002 frá Landsgrannskoðanini um grannskoðan av landsroknskapinum, sum er løgd við sum fylgiskjal til hetta løgtingsmál. Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini gjøgnumgingið grannskoðanarfrágreiðingar frá privatum grannskoðarum, sum grannskoða partar av landsroknskapinum.

Sambært § 45, stk. 1, í stýrisskipanarlógini, skal landsroknskapurin verða lagdur fyri Løgtingið til kunningar í seinasta lagi seks mánaðir eftir fíggjarárslok. Í § 1 í Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 "um landsins almenna roknskaparhald v.m." er ásett, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið, talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins farna fíggjarár, aktiv og passiv landsins og broytingar í árinum. Við heimild í § 3 í lógini eru neyvari reglur fyri roknskaparhaldi landsins ásettar í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996.

Sambært § 11, stk. 3, í Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 "um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.", letur landsstýrismaðurin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok løgtingsgrannskoðarunum og Landsgrannskoðanini frágreiðing um frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl. Í sambandi við at landsroknskapurin fyri 2000 verður lagdur fyri tingið, hava løgtingsgrannskoðararnir heitt á Landsgrannskoðanina um at gera eina frágreiðing um frávik ímillum játtan og nýtslu fyri hvørt málsøki, og taka við viðmerkingar og frágreiðingar frá landsstýrismanninum.

Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini verður eisini kunnað um úrslitið av grannskoðanini av ymsum stovnum, grunnum og skipanum á ymsum málsøkjum. Niðanfyri hava løgtingsgrannskoðararnir gjørt sínar viðmerkingar, vísandi til síðutøl í hesi frágreiðing.

2. Fíggjarmál

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um meirnýtslu á summum kontum. Vísandi til s. 7-9 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum. Løgtingsgrannskoðararnir halda frágreiðingina vera nøktandi.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Niðanfyri verður kunnað um, í hvønn mun viðurskiftini, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar, eru komin í rættlag:

Mál, sum eru loyst:
Á s. 9-11 verður greitt frá, hvussu ivaspurningarnir um "tilknýti til fíggjarlóg o.a." hjá almennum stovnum/grunnum eru loystir. Síðani fyrst í nítiárunum er ofta umrødd tann misjavna fíggjarlógarviðgerð, almennir stovnar fáa, herímillum hvørjir stovnar skulu verða tiknir við á fíggjarlógina og/ella í landsroknskapin. Í 1998 tók eisini løgmaður spurningin upp fyri at fáa staðfest, hvørjir roknskapir koma undir § 45, stk. 4, í stýrisskipanarlógini.

Í mars 1999 heitti løgmaður á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at greiða ivaspurningarnar. Í november 2001 var Fíggjarmálastýrið liðugt við álit "um landsstovnar og -grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðaraviðurskifti". Niðurstøðan í álitinum er, at tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at :

Álitið vísir á, hvussu trupulleikarnir kunnu verða loystir, og verður tað uppgávan hjá hvørjum aðalstýri sær at finna eina loysn fyri teir landsstovnar og -grunnar, sum tey varða av.

Løgtingsgrannskoðararnir heita á løgmann um at ansa eftir, at stýrisskipanarlógin í framtíðini verður hildin, soleiðis at:

  1. allir stovnar/grunnar, sum skulu við á fíggjarlógina, verða tiknir við í fíggjarlógina 2003,
  2. at allir almennir roknskapir, sum sambært § 45, stk. 4, skulu verða lagdir fyri tingið, verða lagdir fyri tingið innan 1. juli 2002, galdandi fyri roknskapir frá fíggjarárinum 2001,
  3. at hesir almennu roknskapir, sum løgtingsgrannskoðararnir síðani skulu leggja fyri tingið til samtyktar, verða grannskoðaðir sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 "um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.", og at avvarðandi stovnar og grannskoðarar verða kunnaðir um hetta, herímillum um tær frágreiðingar um grannskoðan av roknskapunum, sum skulu verða latnar løgtingsgrannskoðarunum í seinasta lagi 10 mánaðir eftir fíggjarárslok sambært ásetingunum í § 12 í lógini.
  4. Vísandi til s. 11 fegnast løgtingsgrannskoðararnir um, at Fíggjarmálstýrið hevur tikið stig til at dagføra játtanarskipanina og loysa ivamálini, ið eftir eru.

    Vísandi til s. 14 um roknskaparreglugerðir hava flest allir stovnar nú eina góðkenda roknskaparreglugerð.

    Í seinasta uppskoti til samtyktar varð víst á, at vantandi samskipan av roknskaparreglum kundi føra við sær óskil á roknskaparøkinum, og heitt varð á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini komu í rættlag. Vísandi til s. 15 um samskipan av roknskaparreglum er sett í verk ein mannagongd, sum skal bøta um hesi viðurskifti.

    Á s. 16 verður skipanin við ferðakarmi til uttanlandsferðir umrødd. Í seinastu frágreiðing undraðust løgtingsgrannskoðararnir á tilvildarligu umsitingina av hesi skipan. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann frá 1. januar 2002 ætlar at taka av ferðakarmarnar, og í framtíðini gera ferðaútreiðslurnar meira sjónligar.

Mál, sum ikki eru loyst:
Í seinasta uppskoti til samtyktar varð umrøtt, at veikleikar í edv-trygdini vóru á fleiri málsøkjum, og vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at Landsstýrið mátti taka støðu til, hvørji aðalkrøv skuldu verða sett landsstovnum viðvíkjandi edv-trygd. Á s. 12-14 verður hesin spurningur umrøddur undir yvirskriftunum edv-trygd og góðkenning av "egnum" búskaparskipanum.

Víst verður á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal áseta ein yvirskipaðan kunningartøkni- og trygdarpolitikk. Tað er ikki gjørt enn. Eitt tilmæli verður væntandi liðugt 1. mai 2002. Aðrir landsstýrismenn skulu tryggja, at teirra skipanir liggja innan fyri yvirskipaðu karmarnar. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið varðar av búskaparskipan landsins, hevur ábyrgdina av, at skipanin lýkur tey kunningar- og trygdarkrøv, sum til eina og hvørja tíð eru hóskandi, og ætlanin er at evna til og seta í verk ein edv-trygdarpolitik. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal boða stýrum og stovnum, sum knýta seg til skipanina, frá, hvørji krøvini eru, og skal hava eftirlit við, at krøvini verða hildin. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við hesum spurningum, og vil taka teir upp við hini aðalstýrini.

Vísandi til s. 14 um roknskaparreglugerðir, verður aftur víst á, at tørvur er á at dagføra roknskaparkunngerðina.

Á s. 15-16 verða ógreiðu tryggingarviðurskiftini nevnd. Talan er um eitt mál, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt vart við síðani 1992, og í seinasta uppskoti til samtyktar átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at málið nú hevur drigið út í skjótt 10 ár. Landsstýrismaðurin hevur í desember 2001 boðað frá, at væntandi verður funnið fram til eina loysn í fyrru helvt av 2002.

Vísandi til s. 6-18 um grannskoðan av Fíggjarmálastýrinum undrast løgtingsgrannskoðararnir á, at Fíggjarmálastýrið sum eftirlitsmyndugleiki ikki hevur eitt eintak av grannskoðanarprotokollini hjá Landsbankanum, og at nevndin í Landsbankanum skal taka støðu til, um Landsbankin skal flýggja Landsgrannskoðanini grannskoðanarprotokollina.

Á s. 25-27 verður kunnað um, at arbeiðið við at bøta um roknskapar- og trygdarreglurnar á Toll- og Skattstovuni er ikki komið á mál. Við støði í rundskrivinum frá Fíggjarmálastýrinum frá februar 2001 um roknskaparreglugerðir, ætlar Toll- og Skattstovan, at eitt uppskot til roknskaparreglugerð skal verða liðugt við mánaðarlok februar 2002. Løgtingsgrannskoðararnir heita aftur á landsstýrismannin um støðugt at kunna seg um gongdina á hesum týðandi øki, fyri at tryggja sær, at arbeiðið verður raðfest høgt.

Vísandi til s. 27-28 um systemgrannskoðan er skjalfestingin av skattaskipanini ikki nøktandi, og ábendingar eru um, at ov nógvir brúkarar sleppa framat at gera týdningarmiklar broytingar.

Vísandi til s. 28-29 um stovnsrakstur verður víst á, at Landsgrannskoðanin í seinastu frágreiðing vísti á, at í fleiri førum høvdu starvsfólk atgongd til øki í telduskipanini, sum tey ikki skuldu hava atgongd til. Mælt varð til at loysa henda trupulleika eftir einum ávísum leisti. Hóast Toll- og Skattstovan tók undir við tilmælinum, er einki hent. Sambært Fíggjarmálastýrinum er ætlanin at loysa trupulleikarnar ikki slept. Løgtingsgrannskoðarnir átala, at einki er hent í málinum, og heitt verður á landsstýrismannin um at fáa viðurskiftini í rættlag sum skjótast.

Vísandi til s. 30-31 um edv-skráir heita løgtingsgrannskoðararnir aftur á landsstýrismannin um at tryggja, at skráirnar hjá Toll- og Skattstovuni verða góðkendar.

Á s. 18-25 er grannskoðanin av fíggjarstøðuni umrødd.

    Yvirlit yvir fíggjarstøðuna 1996 – 2000

    (mió.kr.)

    2000

    1999

    1998

    1997

    1996

    Aktiv:

    Kapitalogn í landsfyritøkum

    1.267

    1.197

    1.101

    1.072

    180

    Parta- og lánsbrøv

    222

    201

    182

    83

    85

    Rentu- og avdráttarfrí lán

    186

    172

    188

    165

    70

    Útlán

    192

    206

    246

    236

    201

    1.867

    1.777

    1.717

    1.556

    536

    Goymslur

    27

    7

    10

    8

    -

    Skatta-, toll- o.t. skuldarar

    165

    173

    128

    144

    124

    Tænastu-, vøru- og aðrir skuldarar

    209

    129

    162

    124

    212

    401

    309

    300

    276

    336

    Inniogn í Landsbankanum

    1.790

    1.490

    1.104

    954

    826

    Banka-, girokontur og kassapeningur

    286

    141

    136

    87

    80

    2.076

    1.631

    1.240

    1041

    906

    Tilsamans

    4.344

    3.717 

    3.257

    2.873

    1.778

    Passiv:

    Innanlandsskuld

    412

    417

    704

    749

    770

    Uttanlandsskuld

    4.381

    4.512

    4.646

    5.800

    5.783

    Onnur skuld

    393

    366

    259

    246

    378

    Skuld tilsamans

    5.186

    5.295 

    5.609

    6.795

    6.931

    Útjavningarkonta:

    Salda 1. januar

    -1.583

    -2.354

    -3.922

    -4.336

    -5.272

    Rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit

    602

    648

    1.372

    178

    79

    Ymsar broytingar

    139

    128 

    198

    236

    39

    Salda 31. desember

    -842

    -1.578 

    -2.352

    -3.922

    -5.154

    Tilsamans

    4.344

    3.717 

    3.257

    2.873

    1.777

Vísandi til yvirlitið er tøki peningur landskassans øktur til uml. 2 mia.kr. síðani 1996. Í sama tíðarskeiði er skuldin minkað nærum 2 mia.kr. til uml. 5,2 mia.kr., størsta minkingin er í 1998, tá ið danska stjórnin strikaði uml. 1 mia.kr. av skuldini.

Vísandi til s. 18-19 um avstemman av fíggjarstøðuni, og til s. 14-15 um góðkenningarmannagongdir hevur Gjaldstovan sett í verk eitt skipað avstemmanararbeiði, í sambandi við at mánaðarroknskapirnir verða gjørdir. Tað hevur bøtt munandi um avstemmanina av fíggjarstøðuni. Vegna landsstýrismannin skal aðalstjórin mótvegis Fíggjarmálastýrinum hvønn mánað vátta, at játtanar- og roknskaparviðurskiftini á málsøkinum eru í lagi, og skal gera vart við møguligar trupulleikar. Vinnumálastýrið, Mentamálastýrið og Almanna- og Heilsumálastýrið hava tó ikki góðkent greinaroknskapirnar í 2001, men væntandi kemur tað í rættlag í 2002.

Á s. 19 er "Kapitalogn í landsfyritøkum" umrødd. Í seinasta uppskoti til samtyktar mæltu løgtingsgrannskoðararnir enn einaferð til at fáa greiði á hesum roknskaparposti, og verður henda áheitan endurtikin.

Viðvíkjandi avstemman av skattaeftirstøðum verður á s. 21-23 aftur víst á, at skattaeftirstøðurnar hjá persónum og feløgum sambært skattaskipanunum ikki samsvara við bókaðu eftirstøðurnar í landsroknskapinum. Kunnað verður neyvari um avstemmanartrupulleikarnar, og tað, sum verður gjørt fyri at loysa teir. Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir víst á ta stóru óvissu, tá ið ræður um at stemma skattaeftirstøðurnar av, og í seinasta uppskoti til samtyktar átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at komið var ikki á mál, hóast eitt stórt arbeiði var gjørt. Løgtingsgrannskoðararnir heittu tí enn einaferð á landsstýrismannin um at raðfesta hesa uppgávu høgt, og at áseta eitt greitt ábyrgdarbýti á økinum ímillum Toll- og Skattstovu Føroya og Føroya Gjaldstovu. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at uppgávan við at stemma av skattaeftirstøður verður raðfest høgt, og arbeitt verður við at finna ein loysn á trupulleikunum.

Á s. 23-24 verður inniogn í Landsbankanum og banka-, giro- og kassapeningur umrøddur. Í seinasta uppskoti til samtyktar vístu løgtingsgrannskoðararnir aftur á, at hugtøkini "landskassin" og "landsstovnar", í lógini "um Landsbankan" og í lógini "um landskassans innlán og lán í Landsbankanum", eru ógreið, at landsstovnar hava nógvan pening standandi í øðrum peningastovnum, og at nógvur peningur hjá landsstovnum og -grunnum ikki sæst í landsroknskapinum. Fíggjarmálastýrið hevur boðað frá, at hugtøkini "landskassin" og "landsstovnar" verða lýst neyvari í uppskoti til broyting í lóg "um Landsbankan", sum verður lagt fyri Løgtingið á heysti 2002.

Aðrar viðmerkingar
Vísandi til s. 31-34 um innkrevjing verður nýggja innkrevjingarskipanin (IK-skipanin) umrødd. Henda skipan fekst at virka væl fyri tey krøv, sum Toll- og Skattstovan frammanundan varðaði av og kendi til. Men vegna tíðarneyð stóðust nógvir trupulleikar av at skipa innkrevjingina av teim eftirstøðum, sum Toll- og Skattstovan ikki varðaði av. Stundir vóru ikki at gera eina neyva kravfesting, sum nágreiniliga lýsti, hvussu peninga- og bókhaldsrenslið skuldi verða skipað fyri mongu debitorbólkarnar, sum lógu uttanfyri Toll- og Skattstovuna. Hesi viðurskifti hava merkt arbeiðið við IK-skipanini síðani, og nógv og góð arbeiðsorka er nýtt til at rætta feilir, upploysa millumrokningar, fyribilsbókingar o.a. Víst verður á, at hóast innkrevjingin á fleiri økjum virkar væl, og sum heild helst er munandi betri, enn hon var í 1994, tá ið eingin innkrevjingarskipan var, so eru á fleiri økjum somu trupulleikar. Kunnað verður um, at Toll- og Skattstovan arbeiðir við at bøta um skipanina, og at landsstýrismaðurin hevur sett sær sum mál, at øll ógreið viðurskifti ímillum IK- og FSL-skipanirnar skulu verða komin í rættlag innan 1. november 2002. IK-skipanin skal tá lúka øll krøv í roknskaparkunngerðini.

Á s. 35-37 verður víst á, at í nógv ár hevur umsitingin av rentuskatti ikki verið nøktandi, ábyrgdarviðurskiftini hava ikki verið nóg greið, nøktandi eftirlit hevur ikki verið við, at allur rentuskattur í peningastovnum og grunnum verður kravdur inn, avroknaður rættstundis og bókaður rætt. Toll- og Skattstovan hevur sett tiltøk í verk fyri at bøta um viðurskiftini, og hevur m.a. gjøgnumgingið yvirlit frá peningastovnunum yvir innlánskontur, og hevur latið teimum fyribils uppskot til loysn av ivaspurningunum.

Vísandi til s. 38-39 um framleiðsluavgjøld hevur Landsgrannskoðanin mælt til at skjalprógva og umskipa verandi eftirlitsmannagongdir, og hevur Toll- og Skattstovan tikið undir við hesum tilmæli.

3. Løgmansfyrisitingin og sjálvstýrismál

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl

Vísandi til s. 40 halda løgtingsgrannskoðararnir, at frágreiðingarnar um frávik ímillum játtan og nýtslu eru nøktandi.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Niðanfyri verður kunnað um, í hvønn mun viðurskiftini, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar, eru komin í rættlag:

Út frá einum heildarsjónarmiði hildu løgtingsgrannskoðararnir tað ikki vera rætt, at einstøk stýri gera tænastuavtalur. Sum umrøtt á s. 41 og s. 45-46 hevur Løgmansskrivstovan nú ongar slíkar tænastuavtalur.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu løgmanni til at áseta greiðar reglur fyri kostnaðarendurgjaldi til landsstýrismenn. Vísandi til s. 42-43 um samsýning o.a. til landsstýrismenn eru viðurskiftini framvegis ógreið, m.a. tí lógin ikki er broytt, og heitt verður aftur á løgmann um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Løgtingsgrannskoðararnir hildu, at Løgmansskrivstovan átti at hildið seg til ásetingarnar í játtanarskipanini um leasing. Vísandi til s. 41-42 er støðan óbroytt, men arbeitt verður við at fáa viðurskiftini í rættlag so skjótt sum gjørligt.

Aðrar viðmerkingar
Á s. 45-46 verða serligir ráðgevarasáttmálar umrøddir. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað vera óheppið, at galdandi sáttmálar, reglur og mannagongdir ikki vórðu hildnar. Sambært Løgmansskrivstovuni eru nú eingir slíkir sáttmálar. Á s. 46-48 verða nevndar-, fundar- og ferðasamsýningar umrøddar, og verður víst á nøkur ivamál, serliga tá ið talan er um starvsfólk, sum frammanundan eru í almennum fulltíðarstarvi. Løgtingsgrannskoðararnir taka undir við, at tørvur er á at dagføra og nágreina verandi reglur og at greina, hvønn myndugleika Fíggjarmálastýrið/lønardeildin og Gjaldstovan hava í sambandi við umsiting av lønum.

Vísandi til s. 49-50 um eftirkannan av lógaruppskotum og kunngerðum eru ongar ítøkiligar innanhýsis mannagongdir og reglur um sjálvt innihaldið í eftirkanningini, men arbeitt verður við at fáa til vega hóskandi reglur og vegleiðingar. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað hava stóran týdning, at hetta arbeiðið er væl skipað, og vilja somuleiðis mæla til, at tað tilfar, sum verður lagt fyri tingið, verður málsliga betur greitt úr hondum.

Vísandi til s. 50 mæla løgtingsgrannskoðararnir til, at Løgmansskrivstovan átekur sær ein virknan og samskipandi leiklut í sambandi við at bøta um verandi stuðulslóggávu.

4. Fiskivinna

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um minninýtslu á flest øllum kontum.

Á s. 51-53 er víst á tær høvuðskontur, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Størst frávik er á játtanini til Fiskivinnuroyndir, har 2,1 mió.kr. eru nýttar til lønir, hóast eingin lønarkarmur er.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Í frágreiðingini í seinasta uppskoti til samtyktar varð mælt til ábøtur á fleiri økjum. Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um, í hvønn mun viðurskiftini eru komin í rættlag.

Løgtingsgrannskoðararnir umrøddu stóru frávikini ímillum játtanar- og roknskapartøl á høvuðskontunum "Útlán" og "Effektivar veðhaldsútreiðslur". Avskrivað lán og veðhald vórðu bókað sum stuðul til vinnu, og mótbókað sum afturgjald av lánum. Løgtingsgrannskoðararnir hildu tað vera ørkymlandi, at tann játtanarliga og roknskaparliga viðgerðin av lánum, veðhaldum o.l. var ikki einsháttað, og mæltu til at samskipa reglurnar. Vísandi til s. 52 er aftur í 2000 talan um stór frávik. Landsstýrismaðurin vísir á, at Gjaldstovan umsitur hesar kontur, og Fiskimálastýrið hevur tí ikki neyðugt roknskaparligt innlit, og kann tí ikki greiða frá hesum frávikum. Fiskimálastýrið, Gjaldstovan og Toll- og Skattstovan hava tí viðgjørt spurningin, og arbeitt verður við málinum.

Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu vantandi roknskaparreglugerðir, og at skipanin við at góðkenna mánaðarroknskapin var ikki sett í verk. Vísandi til s. 53-54 eru viðurskiftini síðani komin í rættlag.

Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu, at galdandi reglur fyri uppgerð av ferðaforskotum vórðu ikki fylgdar. Vísandi til s. 54 verður víst á, at Fiskimálastýrið við støði í rundskrivi frá lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum hevur gjørt eina innanhýsis reglugerð fyri at byrgja fyri, at ferðaforskot í framtíðini ikki verða gjørd upp ella avroknað rættstundis.

Stuðulsskipanir, sum Lønjavningarstovan umsitur: Víst varð m.a. á vantandi avstemman og góðkenning av roknskapum. Vísandi til s. 62 er tað síðani komið í rættlag. Víst varð eisini á veikleikar við edv-skipanini og vantandi innaneftirlit, og vísandi til s. 63 verður arbeitt við at fáa tað í rættlag í 2002.

Viðvíkjandi sjúkratrygd varð víst á, at:

  1. Til ber at fáa sjúkratrygd og samstundis fáa dagpening frá Føroya Vanlukkutrygging
  2. Eingin umsóknarfreist er ásett
  3. Til ber at fáa sjúkratrygd og samstundis hava aðra inntøku
  4. Frítíðarløn verður goldin út, hóast eingin heimild er í lógini
  5. Lógin er ikki samskipað við lógirnar um dagpening frá Almannastovuni og frá Vanlukkutryggingini

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til sum skjótast at taka stig til at broyta lógina í samráð við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum. Vísandi til s. 63-64 er støðan tann sama, og lógin um sjúkratrygd er óbroytt, eisini hóast lógin vísir til eina dagpeningalóg, sum fór úr gildi 1. juni 2001. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann hevur fingið eitt tilmæli frá umsitingini til støðutakan við 3 møguleikum. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrismaðurin ikki hevur loyst hetta mál.

Løgtingsgrannskoðararnir vístu á, at tørvur var á greiðari reglum, serliga viðvíkjandi umsiting/útrokning av mánaðarligum minstaforvinningi til útróðrarmenn. Á s. 65 verður víst á, at nøkur viðurskifti eru rættað. Fiskimálastýrið er vitandi um, at skipanin hevur fleiri veikleikar, men landsstýrismaðurin heldur, at skipanin við mánaðarligum minstaforvinningi er politiskt tilætlað av Løgtinginum. Landsstýrismaðurin hevur roynt at broyta løgtingslógina, men politisk undirtøka fekst ikki fyri einari broyting, og tí varð uppskotið tikið aftur. Løgtingsgrannskoðararnir heita á landsstýrismannin um at endurskoða skipanina.

Løgtingsgrannskoðararnir vístu á, at játtanin til Fiskivinnuroyndir er alt ov lítið útgreinað, og átalaðu, at tað ikki var broytt. Á fíggjarlógini 2002 er játtanin greinað í lønar- og aðrar útreiðslur, og vísandi til s. 65-66 verður arbeitt við at endurskoða skipanina, og løgtingsgrannskoðararnir mæla til, at skipanin verður lógarfest sambært teim leiðreglum, sum umrøddar eru undir "stuðulslóggáva og stuðulsumsiting" á s. 66.

Aðrar viðmerkingar
Vísandi til s. 54-60 um Fiskiveiðieftirlit/tyrlutænastu verður greitt neyvari frá um 10-ára sáttmálan millum Fiskimálastýrið og partafelagið Atlantsflog um tyrlutænastu til leiting og bjarging fyri 19 mió.kr. um árið. Víst verður m.a. á at:

  1. útreiðslur í 2000, tilsamans 9,8 mió.kr, eru farnar til annað enn tað, játtanin varð ætlað til,
  2. tyrlutænastan varð ikki boðin út, og eingin meting tykist verða gjørd av kostnaðinum, sammett við at annað felag, ella stovnur, átók sær at veita somu tænastur,
  3. Fiskimálastýrið útvegaði sær ikki neyvari útgreiningar av fortreytunum fyri rakstrarætlanini, sum er grundarlag undir árliga gjaldinum,
  4. um landið skal siga upp samstarvið, kann tað gerast dýrt, við ásetingini um keypsskyldu til marknaðarprís.
  5. Løgtingsgrannskoðararnir halda, at tá ið landið ger vinnuligar avtalur við almenn partafeløg, eiga tær í so stóran mun sum gjørligt at byggja á vinnulig sjónarmið. Løgtingsgrannskoðararnir halda ikki Fiskimálastýrið í hesum máli hava lagt nóg stóran dent á hesi sjónarmið.

Vísandi til s. 60-62 um "Nýtt vaktarskip" halda løgtingsgrannskoðararnir, at tað er at fegnast um, at játtanin og tíðarætlanin helt. Eftir øllum at døma hevur fyrireikingin og eftirlitið við byggingini verið væl skipað.

5. Vinnumál o.a.

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um meirnýtslu á nøkrum kontum. Vísandi til s. 67-68 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum. Løgtingsgrannskoðararnir halda frágreiðingina vera nøktandi.

Á s. 68 verður víst á tær høvuðskontur, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Størstu frávikini eru á rakstrarjáttanum hjá Landsverkfrøðingsstovninum, tilsamans uml. 687 t.kr.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Í frágreiðingini í seinasta uppskoti til samtyktar vórðu nøkur viðurskifti umrødd, og niðanfyri verður Løgtingið kunnað um, í hvønn mun tey eru komin í rættlag.

Løgtingsgrannskoðararnir vístu í seinastu frágreiðing á, at á flestu stovnum vóru framvegis ongar roknskaparreglugerðir. Vísandi til s. 69 hevur landsstýrismaðurin kunnað um, at farið varð undir at góðkenna reglugerðirnar í januar 2002.

Løgtingsgrannskoðararnir hildu tað vera óheppið, at játtanin til Havbúnaðarroyndir ikki er nóg greið. Vísandi til s. 78-79 hevur landsstýrismaðurin í februar 2002 kunnað um, at uppskot til løgtingslóg er sent til hoyringar, og verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Aðrar viðmerkingar
Vísandi til s. 70 um vantandi stjórnan av kunningartrygd hevur Landsgrannskoðanin m.a. víst á at:

  1. arbeiðið innan landsumsitingina, at tryggja tann elektroniska partin av kunningarkervinum, fer fram óskipað og uttan viðurkendar standardar,
  2. tað lættliga kann fáa sera óhepnar fylgjur,
  3. vandi er fyri, at peningur og starvsfólkaorka verða ikki nýtt á skynsaman hátt,
  4. KT-Forum so at siga ikki er til longur,
  5. DNL-stýrið ikki hevur ásett nakrar felags trygdarreglur,
  6. tað er ógreitt, hvørja ábyrgd og hvønn myndugleika KT-forum, DNL-stýrið, onnur stýri og stovnar hava, og hvørjar avleiðingarnar eru, verða boð ikki fylgd.

Løgmaður ásannaði í oktober 2001, at eingin felags kunningar- ella trygdarpolitikkur er ásettur enn, og at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ábyrgdina av, at tað almenna hevur ein yvirskipaðan kunningartøkni- og trygdarpolitikk, ið skal taka støði í altjóða standardum innan stjórnan av KT-trygd. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur í februar 2002 boðað frá, at í seinasta lagi 1. mai 2002 verður eitt tilmæli latið løgmanni og landsstýrismonnum at taka støðu til.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at viðurskiftini á hesum týðandi øki eru óskipað, og heitt verður á landsstýrismannin um at raðfesta hetta arbeiði høgt og fáa viðurskiftini í rættlag sum skjótast.

Vísandi til s. 73-76 um inntøkufíggjað virksemi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður víst á, at fleiri verkætlanir ikki lúka treytirnar í játtanarskipanini. Víst verður eisini á, at tað ikki er nakað eindømi. Á øllum málsøkjum er tørvur á einum greiðum skilnaði á undirkontustøði ímillum "inntøkufíggjað virksemi" og annað "studningsfíggjað virksemi", sum ikki er vinnuligt, men sum heilt ella lutvíst verður fíggjað av øðrum. Tað gerst meira viðkomandi, nú tað verður alt meira vanligt, at privat feløg, grunnar o.o. eru við til at fíggja m.a. ymsar granskingarverkætlanir. Í tí sambandi er avgerandi at staðfesta, at talan skal verða um granskingarvirksemi, sum stovnurin sjálvur hevur áhuga í at fremja, og at tað er stovnurin, sum hevur "ognarrættin" til úrslitini, sum kunnu verða almannakunngjørd. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað hava stóran týdning, at hesi viðurskifti verða tikin við í ætlaðu broytingunum av játtanarskipanini.

Vísandi til s. 79-80 um tyrlutænastuna varð sáttmáli gjørdur í 1996 við Atlantsflog um flúgving millum oyggjarnar við tyrluni, sum landið eigur, fyri 5 mió.kr. um árið. Løgtingsgrannskoðararnir undrast á, at sáttmálin frá 1996 ikki varð endurskoðaður í sambandi við, at Fiskimálastýrið í februar 2001 gjørdi 10-ára sáttmála við Atlantsflog um tyrlutænastu til leiting og bjarging. Tyrlan hjá landinum er ein partur av sáttmálanum við Fiskimálastýrið og av tí rakstrarætlan, sum er grundarlagið undir árliga gjaldinum uppá 14 mió.kr., sum Fiskimálastýrið rindar felagnum.

Vísandi til s. 80-82 um grannskoðan av endurgjaldi til skipasmíð verður hildið, at lógin ikki heimilar verandi stuðulsmannagongd. Víst verður eisini á vantandi kunngerð, og mælt verður til at bøta um umsóknarmannagongdina. Landsstýrismaðurin ætlar at broyta lógina, og í hesum sambandi endurskoða studningsreglur og fyrisitingarligar mannagongdir.

Vísandi til s. 82 hevur Løgtingið samtykt lóg "um Vinnuframagrunn", og við somu lóg eru Grunnurin til Ídnaðarfremjandi Endamál, Ábyrgdargrunnurin og Grunnur Ferðavinnunar tiknir av, og Vinnuframagrunnurin hevur tikið yvir allar ognir og skyldur hjá nevndu grunnum, undantikið lán veitt av Gistingarhúsgrunninum (Grunnur Ferðavinnunar) og Grunninum til Ídnaðarfremjandi Endamál. Vísandi til, at stórur tørvur er á at bøta um stuðulslóggávu sum heild, eisini lógina um Vinnuframagrunnin, hevur landsstýrismaðurin kunnað um, at við teim royndum Vinnumálastýrið fær frá Vinnuframagrunninum, er ætlanin at endurskoða skipanina í komandi tingsetu.

6. Útbúgving og gransking o.a.

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um meirnýtslu á nøkrum høvuðskontum. Vísandi til s. 83-85 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum.

Á s. 86 er víst á játtanir, har farið er uppum lønarkarmin. Størstu frávikini stava frá, at sundurgreinaðu ætlanirnar á fíggjarlógini samsvara ikki við, hvussu bókað verður. Løgtingsgrannskoðararnir mæltu í seinastu frágreiðing til at fáa hetta í rættlag.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Í frágreiðing í seinasta uppskoti til samtyktar vórðu nøkur viðurskifti umrødd. Fleiri eru síðani komin í rættlag, og niðanfyri verður kunnað um nøkur mál, sum arbeitt verður við at loysa.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til at greiða spurningin um, í hvønn mun Fróðskaparsetur Føroya er ein sjálvsognarstovnur. Vísandi til s. 96 er enn ongin endalig niðurstøða gjørd í málinum.

Vísandi til, at summir sjálvsognarstovnar fáa stuðul sum "Rakstrarjáttan", meðan aðrir fáa stuðul sum "onnur játtan", átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at Fíggjarmálastýrið ikki hevði ásett neyvari reglur á hesum øki. Løgtingsgrannskoðararnir átala enn einaferð, at tað ikki er gjørt. Løgtingsgrannskoðararnir vístu eisini á, at hóast lógin "um yrkisskúlar" kom í gildi 1. januar 1999, vóru neyvari reglur um rakstrarstuðul ikki ásettar, og heitt varð á landsstýrismannin um at fáa hetta í rættlag. Vísandi til s. 97 eru reglurnar enn ikki gjørdar, men arbeitt verður við málinum.

Løgtingsgrannskoðararnir umrøddu, at lógargrundarlagið fyri Føroya Skúlabókagrunn var ikki dagført, og at viðurskiftini viðvíkjandi Bókamiðsøluni vóru ikki greidd. Landsstýrismaðurin vísti á, at hann fór at loysa málið í næstu tingsetu. Vísandi til s. 98 ætlar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot um Føroya Skúlabókagrunn fyri tingið í februar 2002.

Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu, at lestrarlán, peningastovnskontur og rentuinntøkur, í sambandi við útbúgvingarstuðul, í fleiri ár ikki vóru rætt skrásett í landsroknskapinum, og at innkrevjingin hevði ikki verið nøktandi. Vísandi til s. 98-101 um útbúgvingarstuðul er bøtt um viðurskiftini.

Aðrar viðmerkingar
Á s. 90-91 er musikkskúlaskipanin umrødd, og mælt verður til at endurskoða lógina, soleiðis at fult samsvar verður ímillum praksis og allar ásetingar í lógini. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við málinum.

Vísandi til s. 91-93 verður umrøtt, at á Føroya Sjómansskúla og á Klaksvíkar Sjómansskúla er talan um smáar flokkar, og at samlaða næmingatalið er minkandi. Landsgrannskoðanin hevur tí spurt landsstýrismannin, um hann hevur ætlanir um at samskipa virksemið á skúlunum. Landsstýrismaðurin hevur tikið spurningin til viðgerðar.

Vísandi til s. 93-95 verða trupulleikarnir hjá Føroya Læraraskúla at halda játtanina umrøddir. Víst verður á, at lønarumsitingin ikki í øllum førum byggir á eitt neyvt og skjalfest grundarlag, og mælt er til at bøta um hesi viðurskifti. Mentamálastýrið arbeiðir við málinum.

Vísandi til s. 95-96 hevur Landsgrannskoðanin í fleiri frágreiðingum umrøtt ógreiðu undirvísingar- og setanarviðurskifti hjá skúlastjórunum á Maskinmeistaraskúlanum, Føroya Sjómansskúla og Klaksvíkar Sjómansskúla. Málið er ikki loyst. Sambært Mentamálastýrinum verður arbeitt við málinum, ið er tengt at sáttmálasamráðingunum við avvarðandi yrkisfeløg.

Vísandi til s. 102-103 hava fleiri stovnar/skúlar undir Mentamálastýrinum undirkontur, sum sambært viðmerkingunum til fíggjarlógina bera heitið „Inntøkufíggjað virksemi". Í nógvum førum lýkur hetta virksemi eyðsæð ikki tær serligu treytir, sum ásettar eru í játtanarskipanini, og Landsgrannskoðanin hevur mælt Mentamálastýrinum til at endurskoða allar tílíkar undirkontur undir § 7.

Á s. 103 verður víst á, at síðani 1998 hevur Føroya Landsskjalasavn havt skiftandi "vikarierandi stjórar". Løgtingsgrannskoðararnir halda tað vera óheppið, at ein almennur stovnur, í eitt so langt áramál, er uttan stjóra, og teir mæla landsstýrismanninum til at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Vísandi til s. 103-104 hava nógvir stovnar ikki eina góðkenda journalskipan, men Landsskjalasavnið hevur ikki orku til at hava eftirlit við teimum uml. 125 stovnunum, sum hann skal sambært Ll. nr. 49/1992. Pláss er ikki at goyma tey savnindi, sum almennir stovnar hava skyldu at avhenda savninum. Landsstýrismaðurin hevur kunnað um, at í løguætlanini á fíggjarlógini er byggimálið sett til 2005.

Vísandi til s. 105-107, um játtanina til graslíkisvøllir og grasvøllir, halda løgtingsgrannskoðararnir tørv vera á greiðum reglum fyri, hvussu farið skal verða fram, um ein játtan skal verða nýtt til annað endamál, enn hon varð ætlað til. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur spurningin upp í sambandi við ætlaðu broytingarnar í játtanarskipanini.

Vísandi til umrøðuna av játtanini og lógini um politiska upplýsing á s. 107, halda løgtingsgrannskoðararnir tørv vera á at bøta um lógina, so greiðari reglur og heimildir verða ásettar í lógini, m.a. vísandi til tær reglur sum eru umrøddar á s. 112-113.

Vísandi til s. 107–113 verður umsitingin av studningi til mentanarendamál umrødd. Landsgrannskoðanin heldur umsitingina sum heild vera fløkta og óskipaða, og vera merkta av tvørrandi heimild at áseta greið og einsháttað krøv. Í ávísan mun er talan um fleirfalda málsviðgerð av somu umsóknum til sama endamál, og Landsgrannskoðanin heldur tørv vera á eini sanering/uppruddan viðvíkjandi stuðulsgrundarlagi/-lóggávu og stuðulsumsitingini, so endamál og treytir o.a. verða greiðari, og so at tað slepst undan dupultarbeiði. Mentamálastýrið er samt við Landsgrannskoðanini og vónar, at ruddað kann verða upp á hesum øki við einari komandi listastuðulslóggávu.

Landsgrannskoðanin vísir eisini á, at trupulleikarnir viðvíkjandi stuðulsumsiting er ikki eitt serfyribrigdi hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Nógvu og truplu spurningarnir um stuðulslóggávu og umsiting av stuðulsjáttanum vórðu viðgjørdir á skeiði í september 2001, saman við umboðum fyri øll aðalstýri. M.a. vóru lógirnar um Granskingargrunnin, Vinnuframagrunnin, Mentanargrunnin umframt stuðulsskipanir innan fiskivinnu- og almannaøkið til viðgerðar. Niðurstøðan var, at stórur tørvur er á at bøta um stuðulslóggávuna og stuðulsumsitingina. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður mælt til, at Løgmansskrivstovan átekur sær ein virknan og samskipandi leiklut í arbeiðinum at bøta um verandi stuðulslóggávu.

Roknskapirnir hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya eru við í landsroknskapinum. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið grannskoðanarátekningarnar og frágreiðingarnar frá roknskapargrannskoðanini til tess at tryggja sær, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga. Roknskapargrannskoðanin hevur ikki gjørt vart við átaluverd viðurskifti.

7. Almanna- og Heilsumál

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um meirnýtslu á einstøkum kontum. Vísandi til s. 114-118 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum. Størstu frávikini eru á hesum játtanum (1.000 kr.):

Landssjúkrahúsið (rakstrarjáttan) 2.374
Serviðgerð uttanlands (rakstrarjáttan) 8.607
Serforsorg (rakstrarjáttan) 1.103
Fólkapensjón (lógarbundin játtan) 2.183
Vanlig forsorg (lógarbundin játtan) 1.634

Vísandi til s. 117 hevur skeivur bókingarháttur minkað um útreiðslurnar fyri vanliga forsorg. Meirnýtslan er í roynd og veru 3,2 mió.kr.

Á s. 117 er víst á tær høvuðskontur, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Størstu frávikini eru á lógarbundnum játtanum. Í sundurgreiningini í viðmerkingunum til fíggjarlógina er ikki roknað við lønarútreiðslum. Kortini er talan um lønarútgjaldingar til stuðulsfólk, nærum 8 mió.kr., sum eru veittar sum persónligt ískoyti. Løgtingsgrannskoðararnir hava fyrr átalað hetta ósamsvar.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um, í hvønn mun viðurskifti, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar, eru komin í rættlag:

Mál, sum eru loyst:
Víst varð m.a. á fleiri trupulleikar at stemma av fyribilsbókingar- og millumrokningarkontur. Vísandi til s. 120 hevur Almannastovan í 2001 megnað at stemma flest allar kontur av.

Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu, at roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftini hjá húsfólkum í sambýlum undir Serforsorgini ikki høvdu verið nøktandi seinnu árini. Vísandi til s. 154 eru viðurskiftini komin í rættlag.

Mál, sum ikki eru loyst:
Edv-skipanin á Almannastovuni
Víst varð á, at eftirlitsumhvørvið kring edv-skipanina var ikki nóg trygt, og mælt varð til at bøta um eftirlitið, gera greiðar reglur fyri brúkararættindum o.s.fr. Vísandi til s. 121-122 eru fleiri ábøtur gjørdar, og arbeitt verður við at fáa viðurskiftini í rættlag.

Vantandi eftirlit, avstemman og roknskapargóðkenning viðvíkjandi almannaveitingum
Vísandi til s. 122-123 er Almannastovan farin undir at skipa roknskaparhaldið og innanhýsis eftirlitið, menna fíggjarstýringina, og gjøgnumganga og lýsa alt roknskaparøkið.

Pensjónsútreiðslur
Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at greiða ivaspurningarnar um inntøkujavning og umrokning av almannapensjón. Vísandi til s. 124-126 eru framvegis nakrir ivaspurningar eftir.

Forsorgarútreiðslur
Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu, at neyvari reglur fyri veitingum eftir § 18 í forsorgarlógini framvegis ikki vóru gjørdar, og at tað framhaldandi varð rindað fyri undirvísing á ALV-skúlanum, hóast ongin lógarheimild er í almannalóggávuni. Sambært landsstýrismanninum var ætlanin at seta alt árið 2000 av til at gera nýggja forsorgarlóg umframt greiðari reglur og kunngerðir, sum mangla á næstan øllum forsorgarøkinum, eisini viðvíkjandi endurbúgving.

Vísandi til s. 133-134 verður víst á, at hóast 10 ár eru liðin, síðani fyrstu ferð heitt varð á Landsstýrið um at áseta reglur sambært § 18, stk. 6, í forsorgarlógini, eru tær enn ikki gjørdar. Tað eru eisini nærum 10 ár liðin, síðani at staðfest varð, at eingin lógarheimild er í almannalóggávuni at rinda fyri undirvísing á ALV-skúlanum. Vísandi til s. 134-135 er støðan óbroytt.

Málsviðgerð
Í seinastu frágreiðing varð víst á vantandi reglur fyri málsviðgerð. Landsgrannskoðanin helt ikki støðuna vera nøktandi, allarminst fyri starvsfólkið, tí talan er um umsiting av størstu játtanunum á fíggjarlógini. Mælt varð til at áseta minstukrøv til málsviðgerð og skjalprógv, m.a. fyri at tryggja, at málsviðgerðin lýkur krøvini í fyrisitingarlógini um vegleiðing, partshoyring, skyldu at skriva upp o.a. Sambært almannastjóranum var ætlanin at seta ein prosjektbólk at loysa hesar trupulleikar. Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini komu í rættlag. Vísandi til s. 141 er ein prosjektbólkur á Almannastovuni farin til verka, og sambært almannastjóranum verður arbeiðið liðugt medio 2002.

Hjálpartólamiðstøðin
Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu, at tað tók upp í 3 mánaðir at avgreiða eina umsókn um vanligt hjálpartól, og heitt varð á landsstýrismannin um beinanvegin at loysa trupulleikarnar. Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu eisini, at einki goymsluyvirlit var, hóast stovnurin í 1997 fekk játtan til endamálið. Løgtingsgrannskoðarunum kunnugt er goymsluyvirlitið enn ikki liðugt, og avgreiðslutíðin er framvegis ov long, til stóran bága fyri brúkararnar.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu eisini landsstýrismanninum til at greiða ivamálini um lánsveitingar og umsiting av lánum. Á s. 150-151 sæst, at einki er hent í málinum.

Heimarøktin og Serforsorgin
Víst varð á, at roknskaparviðurskiftini vóru ikki á nóg tryggum støði, roknskaparliga ábyrgdarbýtið ímillum Heimarøktina og roknskapardeildina í Almanna- og Heilsumálastýrinum var ógreitt. Víst varð á fleiri trupulleikar viðvíkjandi peningastovns- og kassakontum á stovnum undir Serforsorgini, og at roknskaparhaldið á Serstovnadeildini leyk ikki grundleggjandi krøv í roknskaparkunngerðini. Vísandi til s. 151-155 verður arbeitt við málinum, og fleiri viðurskifti eru komin í rættlag.

Vísandi til s. 152 fingu flestu starvsfólkini innan Heimarøktina og Serforsorgina undir verkfallinum í mars 1999 løn við somu upphæddum, sum mánaðin frammanundan. Úrslitið varð m.a., at nøkur starvsfólk av órøttum fingu løn, onnur fingu ov nógva løn. 420 t.kr., sum ógreiða var um, og sum ikki kundu verða kravdar innaftur, vórðu bókaðar sum ein kassamunur. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað vera óheppið, at tað verður hildið neyðugt at bóka eina so stóra upphædd sum kassamun.

Serforsorgarstovnar og stuðlar, lønargrannskoðan
Víst varð á nógvar veikleikar í lønarumsitingini. Vísandi til s. 155-156 verður arbeitt við at bøta um roknskaparhald og lønarumsiting á stuðulsfólkaøkinum.

Heilbrigdið og Blákrossheimið
Heitt varð á landsstýrismannin sum skjótast at greiða ivaspurningarnar, serliga viðvíkjandi Heilbrigdinum, og løgtingsgrannskoðararnir átalaðu, at landsstýrismaðurin hevði ikki svarað spurningunum, sum vórðu settir. Vísandi til s. 157-160 hevur landsstýrismaðurin greitt nakrar av spurningunum. Heitt verður á landsstýrismannin um at loysa trupulleikarnar viðvíkjandi játtanar- og roknskaparviðurskiftunum og at áseta neyvari reglur smb. § 2, stk. 3, í Ll. nr. 89/1996.

Sjúkrahúsverk Føroya
Vísandi til viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini, í sambandi við grannskoðanina av teimum trimum sjúkrahúsunum, varð heitt á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini komu í rættlag. Vísandi til s. 163-165 verður enn einaferð víst á, at spurningurin ikki er greiddur, um gjald fyri at nýta høli, starvsfólk, kanningarstovu o.a. í sambandi við privata viðtalu hjá yvirlæknum innan sjúkrahúsverkið. Heitt verður á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini koma í rættlag.

Aðrar viðmerkingar
Á s. 118 verða roknskaparviðurskiftini í Almanna- og Heilsumálastýrinum umrødd. Víst verður m.a. á vantandi reglugerðir fyri roknskaparhaldinum í Stýrinum og stovnum undir stýrinum. Sambært landsstýrismanninum verða flest allar reglugerðir góðkendar í februar 2002.

Vísandi til s. 119 um tænastumannastørv mæla løgtingsgrannskoðararnir til eitt greiðari myndugleikabýti ímillum Fíggjarmálastýrið og Løgmansskrivstovuna í sambandi við at seta tænastumannastørv.

Á s. 120 um edv-nýtslu/edv-trygd verður víst á, at stovnarnir hava í stóran mun sjálvir sett trygdarreglur. Løgtingsgrannskoðararnir heita á landsstýrismannin um at tryggja, at hesar reglur í framtíðini lúka tey yvirskipaðu krøv, sum eru áløgd landsstýrismanninum í vinnumálum at seta.

Á s. 120-121, um samskifti við almannastjóran, verður heitt á landsstýrismannin um at tryggja, at tílíkt ikki kemur fyri í framtíðini.

Viðvíkjandi forsorgarútreiðslum verður á s. 126-129 m.a. víst á, at løn í fleiri førum er goldin út uttan um A-skattaskipanina, at útgoldin barnafrádráttur ikki verður mótroknaður, at útrokning av veiting smb. § 9 er sera orkukrevjandi, at endurmeting/ráðgeving smb. § 12 framvegis ikki verður framd, og at konteringarleiðbeiningin enn ikki er gjørd.

Vísandi til s. 130-133 um veitingar sambært § 17 verður umrøtt, at Landsgrannskoðanin fyrstu ferð í 1993 vísti á, at endurgjald fyri inntøkumiss og løn til stuðulsfólk ikki var í tráð við hesa lógargrein. Annars verður víst á nógv ógreið viðurskifti, vantandi heimild til at veita eina fasta upphædd til eykaútreiðslur uttan skjalprógv, vantandi heimild at áseta eitt minstamark fyri stuðli, og at inntøkugrundarlagið, fyri at rokna út mista arbeiðsinntøku, tykist tilvildarligt, og víst verður á fleiri dømi. Landsstýrismaðurin ætlar at kanna viðurskiftini nærri í 2002. Landsstýrismaðurin heldur heimildina at løna stuðulsfólki vera ivasama, men endalig avgerð er ikki tikin til, um heimildin skal verða í eini nýggjari lóg um brekað børn, ella í einari nýggjari forsorgarlóg.

Viðvíkjandi barnaforsorgarútreiðslum verður á s. 136-140 víst á fleiri ógreið viðurskifti viðvíkjandi útreiðslum hildnar av kommununum, m.a. vanta reglur um umsiting, journalviðurskifti, roknskap, grannskoðan o.a. Konteringarnar samsvara ikki við konteringarnar á Almannastovuni. Eingin fíggjarlig tørvsmeting verður gjørd, áðrenn tiltøk verða sett í verk eftir § 22, stk. 2-3. Ivasamt er, um nøkur heimild er í barnaforsorgarlógini at áseta gjald til fosturforeldur o.a. (Landsstýrismaðurin legði 19. februar 2002 fram uppskot um at broyta barnaforsorgarlógina, soleiðis at ein greið heimild fæst til at áseta gjald til fosturforeldur.)

Viðvíkjandi dagpeningaútreiðslum verður á s. 140-146 víst á, at lógarásettu kunngerðirnar eru ikki gjørdar, og leiðbeiningar vanta. Tørvur er á at bøta um: journalviðurskiftini, uppritarbløð og skjalprógv fyri útrokningum og innanhýsis eftirlitið. Gjald og reglur fyri sjálvbodnu tryggingina eru ikki ásett, og nýggju umsóknarbløðini eru nógv seinkað. Ein fulltrúi er í 2002 settur burturav til at greiða vantandi kunngerðir/vegleiðingar.

Viðvíkjandi útreiðslum til barnapening, veittur í forskoti, verður á s. 146-149 víst á vantandi journalisering, at persónsskilnaður er ikki millum skráseting og útgjald, og at arbeiðsgongdin kann verða gjørd einfaldari. Barnapeningur verður ikki heintaður inn uttanfyri Norðurlond. Barnapeningur er ongantíð eftirgivin, og fylgt verður ikki við, um krøv fyrnast.

Viðvíkjandi útreiðslum til stuðul til uppihaldspening verður á s. 149-151 víst á, at persónsskilnaður er ikki millum skráseting og útgjald, og tíðaravmarkanin er ikki røtt. Eisini verður víst á vantandi journalisering og tvørrandi samskipan millum tríggjar fyrisitingar, ið umsita forskotsrindan, innheintan av barnapeningi og stuðul til uppihaldspening. Vísandi til s. 150 verður spurningurin um at samskipa arbeiðið tikin upp í 2002.

Á s. 152-153 verða brúkaragjøld fyri heimahjálp umrødd. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður átalað, at onki var gjørt fyri at bøta um hesi viðurskifti. Viðurskiftini eru ikki broytt. Sambært landsstýrismanninum verður bíðað til nýggj lønarskipan verður tikin í nýtslu einaferð í 2002.

Á s. 161-163 eru sjúkrakassar umrøddir. Víst verður m.a. á ógreitt ábyrgdar- og arbeiðsbýtið millum Almannastovuna og Almanna- og Heilsumálastýrið. Almannastovan skjalprógvar ikki grannskoðan av sjúkrakassunum, frágreiðingar verða ikki skrivaðar, neyvari reglur fyri grannskoðanini eru ikki ásettar, og tíðaravmarkanin av útreiðslunum í landsroknskapinum er ikki røtt. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til skjótast gjørligt at fáa viðurskiftini í rættlag.

Roknskapurin hjá Apoteksverki Føroya er við í landsroknskapinum. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið grannskoðanarátekning og frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini til tess at tryggja sær, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga. Roknskapargrannskoðanin hevur ikki gjørt vart við átaluverd viðurskifti. Roknskaparviðurskiftini millum Apoteksverkið og Apoteksgrunnin eru ikki greið, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Landsgrannskoðanina um at kanna tey neyvari, í sambandi við grannskoðanina av landsroknskapinum 2001.

Niðurstøða
Fleiri av trupulleikunum á almannaøkinum hava verið umrøddir í frágreiðingum í áravís. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrismaðurin ár um ár vísir á, at trupulleikarnir væntandi verða loystir um stutta tíð, uttan at talið av óloystum málum tó minkar.

8. Oljumál o.a.

Vísandi til s. 166 halda løgtingsgrannskoðararnir frágreiðingarnar um frávik millum játtan og nýtslu vera nøktandi. Vísandi til s. 167-169 um umhvørvi er økið merkt av vantandi reglum, kortleggingum og ætlanum. Ein arbeiðsbólkur hevur latið landsstýrismanninum tilmæli um ábøtur, og í fyrsta umfari verður arbeitt við at dagføra lóggávuna.

1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 12. mars 2002. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.