Roknskapur - Húsalánsgrunnurin, Íbúðagrunnurin og Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin 1999

 

62-7  Uppskot til  samtyktar at góðkenna roknskapirnar hjá Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fyri fíggjarárið 1999.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

  1. Húsalánsgrunnurin
  1. Lógargrundarlag:
  2. Við Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 kom nýggj lóg um Húsalánsgrunn o.a. í gildi. Umframt Húsalánsgrunnin fevnir lógin eisini um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin og Íbúðagrunnin. Við heimild í lógini lýsti landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 um Húsalánsgrunn o.a.

  3. Endamál:

Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls at veita lán at byggja og keypa sethús og íbúðir, og kann sambært § 5 veita hesi lán:

  1. Stuttfreistað lán at keypa grundøki.
  2. Byggilán at byggja ella umbyggja nýggj sethús og íbúðir, avmarkað til ta upphædd, ið grunnurin veitir sum veðskuldarlán.
  3. Veðskuldarlán til nýggj sethús og íbúðir.
  4. Veðskuldarlán at keypa sethús ella íbúð.
  5. Veðskuldarlán til endurnýggingar, umbyggingar og bjálving av sethúsum og íbúðum.

Í kunngerðini eru lýstar nærri reglur um lán og lánstreytir.

  1. Fíggjarviðurskifti:
  2. Inntøkurnar hjá Húsalánsgrunninum eru rentuinntøkur av veittum lánum. Eisini er peningur játtaður á fíggjarlógini. Fíggjarárini 1982/83-1992 vórðu tilsamans 205 mió.kr. játtaðar, og harafturat fekk Húsalánsgrunnurin í 1994 eftirgivið lán úr oljugrunninum uppá 57,5 mió.kr.

    Við heimild í løgtingslóg nr. 28/1995 um lán til Húsalánsgrunnin hevur grunnurin í 1995 lænt 50 mió.kr. úr Landskassanum. Við árslok 1999 er restskuldin 29,2 mió.kr.

  3. Ársroknskapur:
  4. Ársroknskapirnir skulu verða grannskoðaðir av løggildum grannskoðara og síðani verða sendir landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum. Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum hjá Húsalánsgrunninum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1995-1998 tikin við.

  5. Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1995-1999:
  6. (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Rentuinntøkur av útlánum

    20,0

    30,6

    36,4

    45,4

    54,5

    Rentuútreiðslur og kurstap

    -3,5

    -11,1

    -19,9

    -25,9

    -36,5

    16,5

    19,5

    16,5

    19,5

    18,0

    Rakstrarútreiðslur

    -5,4

    -4,7

    -5,4

    -5,5

    -6,0

    Av- og niðurskrivingar av fastogn

    -0,4

    -0,1

    -0,5

    -0,8

    -0,6

    Avskrivað og avsett móti tapi

    40,2

    49,9

    26,9

    7,6

    8,7

    Rakstrarúrslit

    50,9

    64,6

    37,5

    20,8

    20,1

  7. Yvirlit yvir gongdina í fíggjarstøðuni 1995-1999:

(mió.kr.)

Aktiv

1999

1998

1997

1996

1995

Veðbrøv, útlán

357,6

415,0

495,9

599,7

700,2

- avsett móti tapi

-105,2

-145,5

-196,7

-228,7

-245,9

252,4

269,5

299,2

371,0

454,3

Tøkur peningur

75,8

28,9

108,8

109,8

52,6

Onnur ogn

20,0

18,5

43,5

40,5

52,0

Aktiv samanlagt

348,2

316,9

451,5

521,3

558,9

Passiv

Lán innanlands

42,0

54,3

65,8

124,7

134,7

Lán uttanlands

2,3

8,1

193,0

233,6

284,3

Onnur skuld

5,7

7,2

9,6

18,4

23,5

50,0

69,6

268,4

376,7

442,5

Eginogn:

Eginogn við ársbyrjan

247,3

183,1

144,6

116,4

97,3

Rakstrarúrslit

50,9

64,6

37,5

20,8

20,1

Ikki ásannaður kursmunur

-

-0,4

1,0

7,4

-1,0

Eginogn við ársenda

298,2

247,3

183,1

144,6

116,4

Passiv samanlagt

348,2

316,9

451,5

521,3

558,9

 

  1. Íbúðagrunnurin
  1. Lógargrundarlag og endamál:
  2. Sambært § 16 í Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. hevur Íbúðagrunnurin til endamáls at fremja og stuðla kommunum, feløgum og stovnum at útvega og reka íbúðahús, og grunnurin veitir lán til góðkend íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum sambært § 18 skulu verða skipað sum sjálvsognarfeløg ella lutafeløg. Íbúðagrunnurin ella kommunur kunnu sjálvi seta á stovn tílík íbúðafeløg ella stovnar.

    Til at keypa ella byggja íbúðahús lænir Íbúðagrunnurin 20%, og felagið/stovnurin útvegar 15% sum eginpening (§ 24).

    Sambært § 17 er stovnsfæ grunsins tann peningur, sum verður játtaður á fíggjarløgtingslógini, og Íbúðagrunninum er heimilað at taka upp neyðug lán at fíggja íbúðahús.

  3. Roknskaparviðurskifti

Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-1998 tikin við.

(t.kr.)

1999

1998

1997

1996

1995

Rentuinntøkur v.m.

428

298

56

59

67

Rakstrarútreiðslur v.m.

-318

-254

-291

-16

-46

Rakstrarúrslit

110

44

-235

43

21

 

(t.kr.)

Aktiv

1999

1998

1997

1996

1995

Tøkur peningur v.m.

10.462

11.044

831

802

766

Millumrokning við Bjálv.grunnin

8

-

-

-

-

Millumrokning við deild 2

818

818

818

818

818

Innskot í deild 2

495

495

495

495

495

Veðskuldarbrøv (útlán)

3.955

2.954

3.014

3.002

2.995

Aktiv samanlagt

15.738

15.311

5.158

5.117

5.074

Passiv

Skuld

702

385

276

0

0

Eginogn:

Eginogn við ársbyrjan

14.926

4.882

5.117

5.074

5.053

Játtan á fíggjarlóg

0

10.000

0

0

0

Rakstrarúrslit

110

44

-235

43

21

Eginogn við ársenda

15.036

14.926

4.882

5.117

5.074

Passiv samanlagt

15.738

15.311

5.158

5.117

5.074

 

Íbúðagrunnurin hevur onga játtan havt á fíggjarlógini í mong ár. Í 1998 vórðu játtaðar 10 mió. kr. til grunnin.

 

  1. Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin
  1. Lógargrundarlag og endamál
  2. Sambært §§ 8 og 9 í løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. er endamál grunsins at veita rentu- og avdráttarfrí lán til at bjálva og gera orkusparandi tiltøk í húsum ella íbúðum hjá fólka- og avlamispensiónistum.

    Frítøkan fyri at rinda avdráttir og rentur heldur vanliga uppat við eigaraskifti, ella tá húsini ella íbúðin verður nýtt av øðrum.

    Sambært § 12 kann eitt bjálvingarstuðulslán í mesta lagi vera 110 t.kr. umframt útreiðslur til kanningar, eftirlit, tinglýsing, veðhavaralýsing og byggirentur.

    Sambært § 15 fær grunnurin árliga játtan á fíggjarlógini, og peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í Bjálvingarstuðulslánsgrunnin.

  3. Roknskaparviðurskifti

Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-1998 tikin við:

(t.kr.)

1999

1998

1997

1996

1995

Rentuinntøkur v.m.

441

358

394

536

623

Rakstrarútreiðslur v.m.

-845

-653

-600

-141

-784

Rakstrarúrslit

-404

-295

-206

395

-161

 

(t.kr.)

Aktiv

1999

1998

1997

1996

1995

Tøkur peningur v.m.

11.782

4.368

5.230

6.860

10.682

Veðskuldarbrøv (útlán)

48.024

43.672

38.792

34.921

28.696

Aktiv samanlagt

59.806

48.040

44.022

41.781

39.378

Passiv

Skuld

1.838

1.118

805

358

350

Eginogn:

Eginogn við ársbyrjan

46.922

43.217

41.423

39.028

37.189

Játtan á fíggjarlóg *)

11.450

4.000

2.000

2.000

2.000

Rakstrarúrslit

-404

-295

-206

395

-161

Eginogn við ársenda

57.968

46.922

43.217

41.423

39.028

Passiv samanlagt

59.806

48.040

44.022

41.781

39.378

*) Játtanin á fíggjarlógini í 1999 var 4 mió.kr. Ein eykajáttan í 1998 uppá 7,45 mió.kr. er tikin við í roknskapin fyri 1999.

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógv er játtað á fíggjarlógini einstøku árini sammett við, hvussu nógv er goldið út sum lán.:

(t.kr.)

1999

1998

1997

1996

1995

Fíggjarlógarjáttan í árinum

4.000

11.450

2.000

2.000

2.000

Lán goldin út í árinum, netto

-4.355

-4.429

-4.015

-5.863

-2.436

Munur

-355

7.021

-2.015

-3.863

-436

 

  1. Roknskapargrannskoðanin
  2. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar hjá grunnunum, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.

  3. Viðmerkingar
  1. Væntandi skrivligar reglur á fleiri økjum
  2. Í áravís hevur roknskapargrannskoðanin víst á væntandi skrivligar reglur á fleiri økjum. Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 frá, at viðurskiftini nú eru komin í rættlag.

  3. Endurskoðan av lóg og virksemi Húsalánsgrunsins
  4. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður sett fram spurningin, um virksemið hjá Húsalánsgrunninum er í tráð við endamálið í lógini. Í februar 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann hevði ætlanir um at fremja ávísar lógarbroytingar.

    Í februar 2001 hevur landsstýrismaðurin boðað løgtingsgrannskoðarunum frá, at uppskot til nýggja lóg er um at verða liðugt og verður væntandi lagt fyri tingið fyrst í komandi tingsetu.

  5. Tilknýtið til fíggjarlógina
  6. Í uppskotum til samtyktar er áður víst á, at rættasta mannagongdin hevði verið, at virksemið hjá Húsaláns-, Íbúða- og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum varð tikið beinleiðis við á fíggjarlógina, so løgtingið fekk innlit í ætlaða virksemið og fekk høvi til at áseta fíggjarligu karmarnar.

    Í juli 1999 og í januar 2000 greiddi landsstýrismaðurin frá, at bíðað hevur verið eftir Fíggjarmálastýrinum, fyri at finna útav, hvussu farið skal vera fram, og at hesin spurningur eisini verður tikin upp í sambandi við, at lógargrundarlagið verður endurskoðað. Ætlanin hevur verið at taka Húsalánsgrunnin við á fíggjarlógina á sama hátt sum t.d. Apoteksverkið.

    Í februar 2001 hevur landsstýrismaðurin kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at hann heldur hetta vera eitt prinsipielt mál, og at ein støðutakan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum í málinum um Apoteksgrunnin er neyðug, áðrenn talan kann vera um at seta Húsalánsgrunnin á fíggjarlógina.

  7. Strika heimildir til lántøku
  8. Í uppskotum til samtyktar er áður mælt til, at heimildirnar til lántøku í §§ 4 og 17 í Ll.nr. 118/1997 verða strikaðar.

    Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 frá, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin eiga ikki at hava heimild at taka lán uttan við heimild í løgtingslóg, og tí verður í uppskotinum um nýggja lóg fyri Húsalánsgrunnin miðað eftir at strika verandi heimildir.

  9. Sjálvsognarstovnurin sambýlir
  10. Ein sjálvsognarstovnur, sum landsstýrismaðurin hevur stovnað til at gera íløgur, er áður umrøddur. Løgtingsgrannskoðararnir hildu tað vera skeivt á henda hátt at leggja almennar íløgur uttanfyri fíggjarlógina, og mæltu til, at "sjálvsognarstovnurin" varð tikin av, og at slíkar íløgur í framtíðini verða játtaðar á fíggjarlógini.

    Landsstýrismaðurin helt í juli 1999, at tað átti at borið til at fingið sjálvsognarstovnin við á fíggjarlógina. Í februar 2001 boðaði Landsstýrismaðurin frá, at spurningurin er umrøddur við Fíggjarmálastýrið, sum er biðið um at virka við til, at ein endalig støða verður tikin.

  11. Virksemið hjá Húsalánsgrunninum
  12. Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1999 verður kunnað um, at Húsalánsgrunnurin í 1998 og 1999 hevur gjørt íløgur fyri tilsamans 7 mió.kr. í byggilendi og íbúðabygging, sum ætlanin er at selja aftur til Íbúðagrunnin ella sjálvsognarstovnar.

    Spurdur, hvørja lógarheimild Húsalánsgrunnurin hevur at gera tílíkar íløgur, hevur landsstýrismaðurin í februar 2001 svarað, at hann hevur boðað Húsalánsgrunninum frá, at hann ikki heldur, at Húsalánsgrunnurin hevur heimild at gera íløgur í byggilendi o.a. Í tí sambandinum er grunnurin biðin um at fáa viðurskiftini í rættlag, sum t.d. at selja ognirnar til møguligar sjálvsognarstovnar fyri íbúðabygging.

    Húsalánsgrunnurin hevur ognað sær grundøki at byggja nýggjan skrivstovubygning, og gjørdar eru forkanningar, prosjekterings- og skitsuprosjekt. Landsstýrismaðurin hevur kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at íløgan var gjørd, tá Húsalánsgrunnurin flutti úr hølunum á Hoyvíksvegi. Verandi leigumál gongur út í 2004, og íløgan varð gjørd, so at grunnurin ikki skuldi standa uttan innivist, um leigumálið ikki varð longt. Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at ongar ítøkiligar byggiætlanir eru.

    Í ársfrágreiðingini hjá Húsaláns- og Íbúðagrunninum verður kunnað um ætlanir at byggja eldrasambýli og 54 eldraíbúðir í Klaksvík, sum ein sjálvsognarstovnur skal eiga og reka. Íbúðagrunnurin og Klaksvíkar kommuna hava stovnað sjálvsognarstovnin. Íbúðagrunnurin og Húsalánsgrunnurin skulu fíggja verkætlanina. Í Havn hava Íbúðagrunnurin og Tórshavnar kommuna stovnað ein sjálvsognarstovn, sum skal eiga og reka 60 leiguíbúðir.

    Løgtingsgrannskoðararnir hava ikki fingið at vita, hvussu nógv verkætlanirnar koma at kosta. Spurdur, um tílíkar íløgur eru partur av løgukarminum fyri landið ella kommunurnar, svarar landsstýrismaðurin, at íløgurnar eru ikki partur av løgukarminum fyri landið, tí tær verða ikki fíggjaðar við játtan á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin mælir til at seta løgmanni spurningin, um tílíkar íløgur eru partur av løgukarminum fyri kommunurnar, tí løgmaður umsitur kommunumál.

  13. Íbúðagrunnurin

Deild II undir Íbúðagrunninum eigur bygningin á Sólteigi 11. Felagið Sinnisbati nýtir bygningin til bústovn. Í grannskoðanarfrágreiðingini verða umrødd ávís ógreið viðurskifti viðvíkjandi millumrokning við og møguligari umskipan av Deild II, og grannskoðanin hevur í áravís biðið um avrit av uppruna leigusáttmálanum við Sinnisbata.

Deild II undir Íbúðagrunninum er ein leivd frá 1978-lógini. Húsalánsgrunnurin hevur í februar 2001 boðað frá, at endalig avgerð er tikin um at umskipa deildina til ein sjálvsognarstovn og at selja sjálvsognarstovninum ognina Sólteigur 11. Sjálvsognarstovnurin skal hava sama endamál sum bústovnurin hjá Sinnisbata hevur havt, og verða rikin sum hann. 

1. viðgerð 6. mars 2001.  Tingmálini 62-4, 62-5, 62-6 og 62-7 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 8. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.