Roknskapur - Apoteksverk Føroya 1999

 

62-4  Uppskot til  samtyktar at góðkenna roknskapin hjá Apoteksverki Føroya 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Apoteksverki Føroya fyri fíggjarárið 1999.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

  1. Lógargrundarlag:
  2. Apoteksverk Føroya er stovnur undir Føroya landsstýri og virkar eftir Ll. nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, við seinni broytingum, og eftir kunngerðum ásettar við heimild í lógini.

  3. Endamál:
  4. Apoteksverkið er stovnur undir Føroya Landsstýri sambært § 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, við seinni broytingum.

    Bert apoteksverkið hevur loyvi til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, sambært § 29 í lógini, um so er, at einki annað er ásett í lógini ella av reglum ásettum við heimild í lógini um apoteksverkið og heilivág.

    Landsapotekarin hevur smb. § 50 eftirlit við, at lógin og ásetingarnar við heimild í lógini verða hildnar.

  5. Fíggjarviðurskifti:
  6. Sambært § 6 í lógini um apoteksverkið og heilivág setir landsstýrið ein apotekara á hvørjum apoteki. Sambært § 8 skipar apotekarin fyri rakstrinum av apotekinum og hevur ábyrgdina av, at virkið verður útint forsvarliga og samsvarandi galdandi ásetanum og givnum fyriskipanum.

    Landsstýrið ásetir sambært § 9 reglur um heimildir og heiti til starvsfólk, sambært § 13 reglur um virksemið hjá teim ymsu apotekseindunum, og sambært § 18 reglur fyri útroknan av søluprísi.

    Sambært § 22 eru Apoteksgrunnurin, landsapotekarin og apotekini ein búskaparlig eind, hóast tey hava hvør sín roknskap. Fíggjarætlanaruppskot og takstuppskot fyri apoteksverkið verða viðgjørd av landsapotekaranum og apotekarunum í felag, og verða send landsstýrinum saman við møguligum viðmerkingum. Fíggjarætlanaruppskotið verður sent landsstýrinum á hvørjum ári í seinasta lagi tá landsstýrið hevur ásett tað.

    Apoteksgrunnurin eigur sambært § 23 vørugoymslurnar, innbúgvið og føstu ognirnar hjá apoteksverkinum. Grunnurin er undir landsstýrinum og hevur til endamáls at fíggja apoteksverkið, og avlopið frá rakstrinum av apotekunum fellur til apoteksgrunnin.

    Sambært § 24 er landsstýrinum heimilað, vegna apoteksgrunnin, at taka tey lán, sum vørukeyp fastognarkeyp, bygging og umbygging til hvørja tíð krevja.

    - - - - -

    Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum hjá Apoteksverki Føroya fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-1998 tikin við.

  7. Yvirlit yvir rakstur 1995-1999:
  8. (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Inntøkur:

    Søla kontant

    24,7

    23,4

    23,1

    25,1

    23,9

    Søla kredit

    83,5

    74,4

    63,8

    58,2

    53,4

    Avsláttur

    -0,5

    -0,6

    -0,5

    -0,5

    -0,6

    Søla tilsamans

    107,7

    97,2

    86,4

    82,7

    76,7

    Vørunýtsla

    81,6

    73,2

    64,0

    55,4

    52,1

    Bruttovinningur

    26,1

    24,0

    22,4

    27,3

    24,6

    Bruttovinningur í %

    24,2%

    24,7%

    25,9%

    33,0%

    32,1%

    Lønir

    17,8

    15,9

    15,2

    14,1

    14,2

    Rakstur av fastari ogn

    1,1

    2,0

    1,4

    1,3

    1,2

    Kostnaður

    5,5

    5,7

    5,6

    4,5

    4,6

    Landsapotekarin

    2,0

    1,6

    1,2

    1,2

    1,1

    Útreiðslur samanlagdar

    26,4

    25,2

    23,4

    21,2

    21,1

    Úrslit áðrenn rentur

    -0,3

    -1,2

    -1,0

    6,1

    3,5

    Rentuinntøkur

    2,1

    1,4

    2,0

    2,4

    2,0

    Úrslit áðrenn avskrivingar

    1,8

    0,2

    1,0

    8,5

    5,5

    Avskrivingar

    2,6

    2,9

    1,8

    1,2

    1,4

    Úrslit áðrenn óvanligar inntøkur

    -0,8

    -2,7

    -0,8

    7,2

    4,1

    Óvanligar inntøkur

    0,0

    0,0

    1,4

    0,0

    0,0

    Ársúrslit

    -0,8

    -2,7

    0,6

    7,2

    4,1

  9. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1995-1999:
  10. (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Aktiv:

    Kassa-, banka- og giropeningur v.m.

    42,1

    39,0

    40,8

    38,6

    29,0

    Debitorar

    21,5

    20,4

    16,6

    12,9

    13,5

    Vørugoymsla

    13,8

    12,4

    11,9

    11,8

    12,3

    Innbúgv

    3,0

    2,9

    1,2

    0,7

    0,8

    Bilar

    0,2

    0,1

    0,1

    0,1

    0,1

    Fastar ognir

    20,4

    19,2

    19,8

    11,6

    12,2

    Aktiv tilsamans

    101,0

    94,0

    90,4

    75,7

    67,9

    Passiv:

    Kreditorar

    27,8

    20,0

    13,7

    8,6

    8,0

    Millumrokning við apoteksgrunnin:

    Saldo primo

    74,0

    76,7

    67,1

    59,9

    55,8

    Keyp av bygningi

    0,0

    0,0

    9,0

    0,0

    0,0

    74,0

    76,7

    76,1

    59,9

    55,8

    Ársúrslit

    -0,8

    -2,7

    0,6

    7,2

    4,1

    Saldo Ultimo

    73,2

    74,0

    76,7

    67,1

    59,9

    Passiv tilsamans

    101,0

    94,0

    90,4

    75,7

    67,9

     

  11. Íløguvirksemið árini 1995-1999:
  12. Í tíðarskeiðinum 1995 til 1999 eru gjørdar íløgur í bilar, innbúgv (serliga EDV) og bygningar. Hesar íløgur eru býttar soleiðis:

    (1.000 kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Innbúgv og edv

    1.629

    3.644

    1.375

    483

    308

    Bilar

    161

    0

    122

    0

    0

    Føst ogn 1)

    2.107

    404

    9.083

    0

    12

    Tilsamans

    3.897

    4.048

    10.580

    483

    320

    1) Í 1997 keypti Apoteksverkið ein bygning fyri 9 mió.kr., sum Apoteksgrunnurin fíggjaði.

  13. Apoteksgrunnurin:
  14. Samb. § 23 í løgtingslóg um apoteksverk og heilivág er apoteksgrunnurin undir landsstýrinum og hevur til endamáls at fíggja apoteksverkið. Apoteksgrunnurin eigur ognirnar hjá apoteksverkinum, og avlopið hjá apoteksverkinum fellur til grunnin.

    Roknskapurin verður førdur av Føroya Gjaldstovu, og gongur fram av landsroknskapinum sum ein internur grunnur. Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina í grunninum, er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum frá 1995-1999:

    (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Virði:

    Millumrokning við Apoteksverkið

    73,2

    74,0

    76,7

    67,1

    59,9

    Millumrokning við landskassan

    6,8

    6,9

    6,9

    16,0

    16,0

    80,0

    80,9

    83,6

    83,1

    75,9

    Eginogn:

    Saldo 1. januar

    80,9

    83,6

    83,1

    75,9

    71,9

    Ársúrslit Apoteksverksins

    -0,8

    -2,7

    0,6

    7,2

    4,1

    Lønir, samsýningar o.a.

    -0,1

    -

    -0,1

    -

    -0,1

    80,0

    80,9

    83,6

    83,1

    75,9

  15. Roknskapargrannskoðanin:
  16. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

  17. Viðmerkingar:

Í uppskotum til samtyktar um at góðkenna roknskapirnar hjá Apoteksverki Føroya hava løgtingsgrannskoðararnir seinnu árini víst á, at Apoteksverkið eigur at verða tikið við aftur á fíggjarlógina, so løgtingið fær innlit í, og fær høvi til at taka støðu til og játta, ætlaða fíggjarliga virksemið í einum fíggjarári hjá Apoteksverkinum og Apoteksgrunninum. Eisini er mælt til at leggja uppskot fyri tingið viðvíkjandi Apoteksgrunninum, so tað verður løgtingið, sum tekur støðu til verandi ivaspurningar og ásetir nærri reglur um, hvussu grunnurin skal verða skipaður, ella í øðrum lagi, um hann skal verða tikin av.

Vísandi til fíggjarløgtingslógina fyri 2000 er Apoteksverkið nú aftur við á fíggjarlógini. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fyri tingið 30. september 1999, verður víst á, at landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum í løtuni viðger spurningin um fíggjar- og rættarstøðu apoteksverksins sum almennur stovnur, við serligum atliti at Apoteksgrunninum. Miðað verður ímóti so skjótt sum gjørligt at fáa formligu viðurskiftini í fasta legu.

Landsstýrismaðurin hevur eisini sett sær fyri at kanna fyrimunir og vansar við at umskipa Apoteksverk Føroya til eitt alment partafelag ella heilt at privatisera tað.

Landsstýrismaðurin hevur í februar 2001 kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at í løtuni verður tað ikki hildið at geva nakran avgerandi fyrimun at umskipa Apoteksverkið til alment partafelag ella at privatisera tað.

Viðvíkjandi heimildini at nýta uppsamlaða peningin í Apoteksgrunnin vísir landsstýrismaðurin á, at ætlaða nýtslan nú verður sett á fíggjarlógina. Á fíggjarlógini fyri 2001 hevur landsstýrismaðurin fingið heimild at nýta 6,7 mió.kr. úr Apoteksgrunninum til at fara undir at byggja nýggja apoteksdeild í Runavík.

Trætan við Fíggjarmálastýrið um rættin hjá Apoteksgrunninum til renturnar av peningaognini er sambært landsstýrismanninum eftir at loysa. Bíðað verður framvegis eftir endaligari støðutakan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum er avgerandi fyri, um farið verður í tingið at loysa trætuna.

1. viðgerð 6. mars 2001.  Tingmálini 62-4, 62-5, 62-6 og 62-7 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 8. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 20-2-0. Málið avgreitt.