Roknskapur - Føroya Ídnaðargrunnur 1999

 

62-2  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi hjá Føroya Ídnaðargrunni fyri 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi   

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Føroya Ídnaðargrunni fyri fíggjarárið 1999.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

  1. Lógargrundarlag:
  2. Føroya Ídnaðargrunnur varð settur á stovn við løgtingslóg nr. 68 frá 24. september 1970. Viðtøkurnar fyri grunnin vórðu ásettar av landsstýrinum við kunngerð nr. 7 frá 28. apríl 1971.

  3. Endamál:
  4. Endamálið við grunninum er at veita lán til íløgur í ídnaðar- og handilsfyritøkur við tí í hyggju at stuðla umskipan til broytt marknaðarviðurskifti. Av viðmerkingunum sæst, at orsøkin upprunaliga var handilsligu viðurskifti Føroya við EFTA.

  5. Fíggjarviðurskifti:
  6. Grunnurin fekk upprunaliga eitt stovnsfæ uppá 4,5 mió.kr. og heimild at taka lán upp til 20 mió.kr. Landsstýrið hevur við kunngerðum hækkað hetta loft stigvíst til 300 mió.kr., til loftið varð tikið av í 1989, sama ár sum ein lóg varð samtykt, ið heimilaði landsstýrinum at veðhalda upp til 40 mió.kr.

    Burtursæð frá stovnsfænum hevur grunnurin ikki beinleiðis fingið játtað pening á fíggjarlógini fyrr enn í 1993 og í 1994, tilsamans 75 mió.kr., sum kapitalinnskot og eftirgeving av skuld. Harumframt hevur grunnurin uttanlandslán, sum landskassin veðheldur fyri. Hesi eru afturgoldin í 1999.

    - - - - -

    Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1995-1998 tikin við:

  7. Yvirlit yvir rakstur 1995-1999:
  8. (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Rentuinntøkur

    1,1

    2,5

    5

    7

    11

    Útreiðslur:

    Rentuútreiðslur

    1,1

    1,8

    4

    7

    10

    Aðrar útreiðslur, netto

    0,3

    0,3

    1

    1

    1

    Tap og avset. uppá skuldarar

    -3,6

    -1,4

    -1

    -5

    -2

    -2,2

    0,7

    4

    3

    10

    Úrslit

    3,3

    1,8

    1

    4

    1

  9. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1995-1999:
  10. (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Aktiv:

    Útlán

    2,5

    21

    41

    58

    74

    Avsett móti tapi

    0,7

    11

    16

    22

    32

    1,8

    10

    25

    36

    43

    Virðisbrøv

    0,0

    0

    0

    0

    45

    Tøkur peningur

    8,0

    18

    12

    39

    31

    Yvirtiknar ognir

    0,0

    0

    1

    3

    3

    Skrivstovubygningur

    5,1

    5

    5

    6

    6

    Aktiv samanlagt

    14,9

    33

    43

    84

    128

    Passiv:

    Lán

    0,1

    22

    33

    75

    123

    Eginogn

    14,8

    11

    10

    9

    5

    Passiv samanlagt

    14,9

    33

    43

    84

    128

  11. Roknskapargrannskoðanin:
  12. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum.

  13. Viðmerkingar:

Vísandi til § 14 í lógini samtykti nevndin í februar 1999 at mæla landsstýrinum til at taka grunnin av. Spurdur kunnaði landsstýrismaðurin í februar 2000 løgtingsgrannskoðararnar um, at hann í hesum árinum ætlar at leggja fram lógaruppskot um at taka grunnin av.

Í februar 2001 hevur Vinnumálastýrið kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at landsstýrismaðurin í hesi tingsetuni fer at leggja uppskot fyri tingið um at stovna ein Vinnuframagrunn. Í hesum sambandi er ætlanin at taka av Føroya Ídnaðargrunn, Menningargrunnin, Grunnin til Ídnaðarfremjandi Endamál, Grunn Ferðavinnunar og Ábyrgdargrunnin, og skal Vinnuframagrunnurin taka yvir ognirnar hjá hesum grunnum.

1. viðgerð 27. februar 2001. Tingmálini 62-1, 62-2 og 62-3 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 6. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.