Føroyar í kalda krígnum


Jákup Thorsteinsson
Hernaðarmál og politikkur
Ávegisfrágreiðing um støðu Føroya í kalda krígnum



blaperla.gif (855 bytes)Samandráttur
blaperla.gif (855 bytes)Politisk bakgrund
blaperla.gif (855 bytes)Donsk sjónarmið viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum í 1940-árunum
blaperla.gif (855 bytes)Heimastýrislóg, NATO, og Loranstøð í Vági í 1940-árunum
blaperla.gif (855 bytes)Danmarkarpolitikkurin hjá USA
blaperla.gif (855 bytes)Amerikanskar lýsingar av politikarum og øðrum týðandi monnum í Føroyum
blaperla.gif (855 bytes)Amerikanskar lýsingar av politiskum viðurskiftum í Føroyum í 1950-árunum
blaperla.gif (855 bytes)Amerikonsk lýsing af føroyska samfelagnum 1961
blaperla.gif (855 bytes)NATO radarstøð
blaperla.gif (855 bytes)Føroyar sum partur av Norðuratlantisku verjuskipanini (a)
blaperla.gif (855 bytes)
Føroyar sum partur av Norðuratlantisku verjuskipanini (b)

 

SAMANDRÁTTUR

Gjørt verður vart við, at tað, sum her verður lagt fram undir heitinum "Hernaðarmál og Politikkur", er ein ávegis-frágreiðing um støðu Føroya undir kalda krígnum. Mælt verður tí til, at frágreiðingin verður lisin við tí fyrivarni, at kanningin av øllum tí sera stóra skjalatilfari, sum hevur við hetta evnið at gera, ikki er liðug enn. Mangt av tí, sum er skrivað í hesi frágreiðing, kann seinri verða um ikki beinleiðis broytt - so tó sæð og skilt í víðari samanhangi og úr fleiri sjónarhornum. Neyðugt verður at skriva frágreiðingina um støðu Føroya undir kalda krígnum lidna, bæði í vavi og fakligari dýpd, fyri at sjálvt evnið skal verða handfarið nóg væl, og fyri at møguliga eintáttaðar lýsingar ikki skulu vera standandi eftir av mongum teirra, ið stóðu á odda í føroyska samfelagnum tá á døgum - ella av teimum hugsjónum, sum settu teirra dám á føroyskan politikk í tíðini frá seinra heimskríggi og fram til nútíðina.

Lesarin kann halda, at í so nógv er gjørt burtur úr kapitlunum "Politisk bakgrund" og "Donsk sjónarmið viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum í 1940-árunum". Hetta hevur tvinnar orsakir. Tann fyrra er, at nevndu kapitlar vóru hugsaðir sum partar av størri verki, sum nágreiniligari skuldi lýsa støðu Føroya undir kalda krígnum, enn stundir hava verið til í hesi ávegis frágreiðing. Hin er, at heimastýrisskipanin, sum síðan 1948 hevur verið karmur um viðurskifti Føroya við Danmark, hevði so stóran týdning í sambandi við tey hernaðarligu (og onnur) mál, sum lýst eru í hesi frágreiðing, at neyðugt er at taka fram og viðgera tær hugsanir, sum menn gjørdu sær, tá henda lóg varð fyrireikað. Hetta er gjørt við higartil ókendum ella lítið kendum skjalatilfari sum grundarlagi, og eitt av høvuðsendamálunum við hesum partinum av kanningini hevur verið at gera eina so breiða lýsing, sum til ber, av nøkrum týðandi orsøkum hjá politiskum myndugleikum í Danmark til framvegis at vilja varðveita Føroyar innan karmar danska ríkisins eftir 1946.

Heimastýrislógin er ikki viðgjørd í síni heild; men bert teir partar av henni, sum hava týdning fyri setningin í hesi frágreiðing, eru tiknir til viðgerðar.

Um tíðarskeiðið frá krígsbyrjan og fram til 1946 er stutt at siga, at tann menning, sum fór fram í Føroyum, bæði á búskaparliga, politiska og mentanarliga økinum, saman við tí styrktu tilvitan um egnan samleika, ið føroyingum var fyri í hesi tíð, gjørdi, at ikki var vendandi aftur til gomlu amtsstøðuna. Fólkaatkvøðan í 1946 gav ein lítlan meiriluta fyri loysing Føroya og Danmarkar ímillum. Thorstein Petersen valdi at fremja loysingina á hesum grundarlagi. Danir, hinvegin, søgdu hetta vera einvegis gerð og íkki samsvarandi grundlógini. Fólkafloksmeirilutin var ikki at vika í sjónarmiðum sínum. Endin á hesum stríði varð, at Løgtingið varð sent til hús og nýval útskrivað. Eftir hetta val, tá Fólkaflokkurin bert fekk 8 tingmenn, kundi loysingin ikki fremjast, og umboðsmenn fyri føroyskar og danskar myndugleikar fóru til samráðingarborðið.

Úrslitið av hesum samráðingum varð Heimastýrislógin frá 1948. Nógvar orsakir vóru til, at danir vildu varðveita politiska sambandið við Føroyar: søguligar, politiskar, mentanarligar og mangar aðrar. Men, av serligum týdningi fyri setningin/høvuðsevnið í hesi frágreiðing er, at tað ber til at skjalprógva, at strategiska støða Føroya í Atlantshavi var ein týðandi orsøk til, at danskir myndugleikar vildu hava Føroyar at verða verandi part av danska ríkinum framyvir.

Í 1944 hevði Ísland einvegis uppsagt ríkissáttmálan við Danmark. USA hevði fingið herstøðir í Grønlandi, og danir vóru undir støðugum amerikonskum trýsti í hesum sambandi. Loystu Føroyar frá Danmark í hesi tíð, kundi hetta ætlandi ávirka støðu Danmarkar í Grønlandi - og sum heild gera danska ávirkan í Norðuratlantshavi veikari í eini tíð, tá stórpolitiski spenningurin millum risaveldini var støðugt vaksandi.

Áðrenn danir fóru til samráðingar við føroyingar um heimastýrislógina, høvdu teir gjørt sær hetta greitt. Eisini vóru teir greiðir yvir, at vestanveldini ætlaðu sær at hava politiskt og hernaðarligt eftirlit við týðandi økjum í Atlantshavinum í komandi árum.

Longu árið eftir, at heimastýrislógin varð samtykt, bæði í Løgtinginum og danska ríkisdegnum, undirritaði Danmark NATO-sáttmálan, sum ikki varð sendur Løgtinginum til góðkenningar, tí við at samtykkja heimastýrislógina, hevði Løgtingið sagt frá sær veruliga ávirkan á uttanríkis- og verjumál. Hesi vórðu løgd undir danska statin. Samtyktir, sum Løgtingið seinri gjørdi um, at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar, og at hernaðarlig útbygging ikki skuldi fara fram í Føroyum, vóru tí mest sum bara av navni.

Fyrsta støðin, sum er viðgjørd í frágreiðing, og sum hevði hernaðarligan týdning, var Loranstøðin í Vági. Upprunaliga vóru tað bretar, sum bygdu hesa støð; men eftir kríggið ætlaðu teir sær ikki at reka hana longur. Amerikumenn sýndu tá áhuga fyri at reka støðina framyvir; men hetta vildu danir ikki hava. Teir stovnaðu tí Marinestation Våg, og løgdu í tí sambandi virksemið á Loranstøðini undir seg, hóast teir vóru illa førir fyri at gera hetta - m.a. av tøkniligum orsøkum.

Av tí, at Loranstøðin í Vági hevði stóran týdning bæði fyri sivila og hernaðarliga loft- og skipaferðslu í Norðuratlantshavi, høvdu ymisk lond í heiminum ávísan áhuga fyri hesum máli og fylgdu væl við í spurninginum um, hvør skuldi reka hesa støð - og við hvørjum endamáli. Beinleiðis uppi í samráðingunum hesum viðvíkjandi vóru bretar, amerikumenn og danir; men eisini sviar søgdu sína hugsan um hetta mál, sum eisini var til viðgerðar á fundi í Moskva millum danska uttanríkismálaráðharran Gustav Rasmussen og Molotov, sum tá var russiskur uttanríkismálaráðharri. Hetta hendi í juni 1946.

Kapittulin um nakrar av høvuðstættunum í amerikonskum politikki mótvegis Danmark er skrivaður út frá tí sjónarmiði, at í størri samanhangi er neyðugt at skilja, at USA hevði týðandi politisk áhugamál í Danmark. Hesi miðaðu m.a. ímóti at gera danir meira virknar í verjupolitiskum høpi og at fáa teir at átaka sær størri skyldur og útreiðslur sum NATO-limaland. Undir kalda krígnum vildi USA ikki góðtaka eitt uttanveltað Danmark - ella fyri alt tað eitt uttanveltað Skandinavia.

USA vildi heldur ikki góðtaka einvegis avvápnað av Norðurlondum, og amerikumenn høvdu eyguni eftir øllum rørslum, sum virkaðu fyri tiltøkum sum eitt nú "Norðurlond sum kjarnorkuleyst øki" og "Friður í Eystrasalti". Eisini kravdi USA at varðveita støðir sínar í Grønlandi og "certain facilities" í Føroyum, sum lógu í tí havøki, sum NATO hevði átikið sær at verja og ráða yvir í hernaðarligum viðurskiftum.

Eins og amerikumenn høvdu politisk áhugamál í Danmark, høvdu teir tað eisini í Føroyum. Í sambandi við, at hernaðarlig útbygging skuldi fara fram í Føroyum, gjørdu amerikumenn neyvar lýsingar av føroyskum politikki, viðurskiftum Føroya við Danmark, og mentanarligum, sosialum og búskaparligum viðurskiftum her í landinum. Eisini gjørdu teir persónslýsingar av øllum týðandi politikarum, vinnulívsmonnum, blaðmonnum og øðrum føroyingum, sum teir á einhvønn hátt hildu hava ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Eisini politisku flokkarnir í Føroyum og hugsjónarliga innihald og støða teirra varð lýst út í æsir.

Alt hetta tilfar varð skrásett í Washington, og tað er ikki ov nógv gjørt av, tá sagt verður, at tað er so víðfevnandi, at til ber at skriva eina hampiliga Føroyasøgu frá seinra heimskríggi og frameftir við nevnda tilfari sum grundarlagi.

Upplýsingar teirra um Føroyar, týðandi føroysk viðurskifti og persónar v.m. fingu amerikumenn m.a. frá danska ríkisumboðnum í Føroyum, donskum ráðharrastovum (serliga Uttanríkismálaráðnum) og føroyingum, sum teir hittu - ella høvdu eitt nú ávíst brævasamband við.

Endamál amerikumanna við at gera lýsingar ella persónsmyndir av ávísum monnum í føroyska samfelagnum var at skráseta hesar føroyingar í amerikonskum skjalagoymslum sum álítandi ella óálítandi í viðurskiftum, sum høvdu við amerikonsk áhugamál og áhugamál NATOs í Føroyum at gera.

Í hesum sambandi er nærum sjálvsagt, at amerikumenn fylgdu serliga væl við tí, sum tjóðveldismenn, og serliga Erlendur Patursson, virkaðu fyri í politiskum høpi. Tað var amerikumonnum, sum fingust við føroysk viðurskifti í hesi tíð, um at gera at kunna prógva, at Erlendur Patursson og aðrir leiðandi tjóðveldismenn vóru kommunistar, og at Tjóðveldisflokkurin og málgagn floksins "14. Septembur" vóru rikin við peningaligum stuðli frá kommunistum í øðrum londum. Lagt kann verða afturat hesum, at tá Erlendur Patursson vitjaði í øðrum londum, fylgdu bæði ríkisumboðið í Føroyum og amerikanska sendistovan í Keypmannahavn væl við í tí, hann segði og gjørdi, og frágreiðingar hesum viðvíkjandi vórðu sendar bæði til danskar og amerikanskar myndugleikar.

Oddamenn Sambandsfloksins, harafturímóti, vóru lýstir sum bæði álítandi og ábyrgdarfullir. "Dimmalætting" varð lýst sum einasta blað í Føroyum, sum hevði millumtjóða dám og snið, og tað var sagt at vera av týdningi fyri USA-vinarligu skrivingina í hesum blaði, at ein av tíðindamonnum blaðsins hevði verið á NATO-tíðindafólka skeiði í USA í 1961.

Omanfyri eru bert nevndir so at siga "mótpolarnir" í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum; men allir flokkar og allir oddamenn flokkanna vórðu kannaðir av amerikumonnum - eingin undantikin.

Omanfyri umrøddu lýsingar eru rættiliga einvísar, tí tær eru beinleiðis gjørdar til at tæna politisku endamálum amerikumanna í Føroyum. Tó at tær í sjálvum sær hava sama endamál, eru lýsingarnar av búskaparligum, sosialum, politiskum og øðrum viðurskiftum í Føroyum meira fjølbroyttar og nágreiniligar.

Amerikumenn vildu hava politiskan og sosialan frið í Føroyum og haldgott samband Føroya og Danmarkar millum, tí at støðufesti á nevndu økjum tænti amerikonskum áhugamálum best í teirri tíð, tá hernaðarligu útbyggingarnar í Føroyum skuldu fara fram.

Eitt nú av hesum orsøkum fylgdu teir m.a. væl við í tí, sum fór fram í Klaksvík í fimtiárunum. Klaksvíkstríðið skiltu teir sum havandi sín uppruna mest í sosialari ónøgd og órættvísari viðferð (í eygum klaksvíkinga) frá myndugleikunum í Tórshavn og Keypmannahavn. Í hesum sambandi vístu amerikumenn á, at politiskur og sosialur friður fór ikki at valda í Føroyum, fyrr enn livikor føroyinga vóru vorðin nøkulunda eins góð og livikorini hjá fólki í Danmark. Amerikumenn vóru tí nøgdir, tá teir kundu vísa á ta framgongd á nevndu økjum, sum byrjaði seinast í fimtiárunum.

Eisini vóru amerikumenn nøgdir, tá teir hildu seg skilja, at føroyska mótstøðan ímóti NATO minkaði nakað (ið hvussu er fyribils), samstundis sum føroyingar byrjaðu at kenna ágóðan av nýggjum politiskum tiltøkum, sum fyrst og fremst føroyskir og danskir javnaðarmenn høvdu sett í verk til tess at betra búskaparligu, sosialu og vinnuligu viðurskiftini í Føroyum. Hetta hendi við ávísum lógum, sum samtyktar vórðu seinast í fimtiárunum og frameftir. Amerikumenn vóru tó varugir við, at nógv tann størsti parturin av føroyingum vóru ímóti hernaðarligari útbygging og fyri friði. Tí gjørdu teir nógv burtur úr teimum stóru krav- og mótmælisgongunum ímóti NATO, sum fóru fram í Havnini í 1959.

Kapitlarnir um Føroyar sum part av norðuratlantisku verjuskipanini (a+b) hava serligan týdning í allari frágreiðingini, tí her eru, sambært tí higartil nýtta skjalatilfarinum, øll hernaðarlig tiltøk lýst, sum amerikanskir og danskir myndugleikar veruliga settu í verk í Føroyum - og tey tiltøk, sum nevndu myndugleikar ætlaðu at seta í verk, men sum ikki vóru farin at virka, ið hvussu er í byrjan av sekstárunum.

Millum hesi tiltøk kunnu nevnast: Fyriskipanir ímóti fíggindaligum kavbátavirksemi undir Føroyum til tess at forða fyri, at nevndu kavbátar sluppu at nýta oyggjarnar sum kavbátastøðir. Skipan av heimavernd í Føroyum. Bretsk veður- og peilingarstøð í Føroyum. Ymiskar hernaðarligar og vísindaligar uppmátingar, loftmyndatøkur og astronomiskar eygleiðingar í Føroyum. Amerikonsk fylgisveinasporingarstøð í Føroyum osfrv.

Hesi dømi eru tekin um, at ætlanirnar um hernaðarligar útbyggingar í Føroyum hava verið meira víttfevnandi, enn fólk tá vanliga hava ímyndað sær.

Føroyskir myndugeikar høvdu ikki ávirkan á hesi viðurskifti. Ætlanirnar vórðu lagdar í NATO-sameindu londum Danmarkar og í sjálvum Danmark, sum "varetog Færøernes interesser" tílíkum viðvíkjandi. Ofta var neyðugt av hernaðarligum og trygdarorsøkum at fjala høvuðsendamálið við tiltøkunum. Sum heild kann sigast, at føroyskir myndugleikar vóru seint kunnaðir um ymisku tiltøkini - og ofta á ófullkomnan hátt. Í skjalatilfarinum kemur ofta fram, at donskum myndugleikum var greitt, at sambært heimastýrislógini vóru hesi viðurskifti løgd uttan fyri myndugleikaøkið hjá løgtingi og landsstýri. Danskir myndugleikar virkaðu út frá hesum lógarfesta veruleika.

Í seinasta parti av frágreiðingini (b) er gjørt rættiliga nógv burtur úr russiska virkseminum kring Føroyar í fimti- og byrjan av sekstiárunum. Tað vóru serliga donsku herflotamyndugleikarnir, sum óttaðust fyri, at russaraflotin hevði onnur ørindi enn bert at fiska undir Føroyum. Tikið varð til í einum av donsku skjølunum: "Der er ingen tvivl om, at fiskerflådens opgave i hvert fald blandt andet er at fiske".

Danir mintust í hesum sambandi 9. apríl 1940, "hvor tyske soldater gik i land (í Danmark) fra tilsyneladende uskyldige kulskibe". Danir bóru ótta fyri møguligari russiskari innrás í Føroyum, og at "det kunne være i militær russisk interesse ved en lynaktion at tilintetgøre færøske havne og andre anlæg, der kunne få betydning for vestmagterne", og teir høvdu illgruna um, at høvuðsendamálið hjá russaraflotanum undir Føroyum var at reka njósningarvirksemi í hesi tíð, tá hernaðarliga útbyggingin í oyggjunum fór fram. Tað kom tí dønum sera illa við, tá russar bóðu um at fáa Funningsfjørð sum støð hjá fiskiflota teirra.

Av politiskum og trygdarorsøkum varð hetta ynski, framborið av russiskum myndugleikum, ikki gingið á møti, og samstundis hildu bæði danskir og amerikanskir hernaðarligir myndugleikar neyvt eftirlit við russiska flotanum. Amerikonsk herflogfør, sum høvdu støð í Íslandi, flugu, við loyvi frá dønum, fleiri ferðir um vikuna yvir Føroyum, fyrst og fremst fyri at halda eyga við russaraflotanum. Í hesi tíð varð eisini rættiliga nógv skrivað í russiskum bløðum um Føroyar og føroysk viðurskifti, amerikonsk hernaðarlig áhugamál í Føroyum og viðurskiftini millum USA/NATO og Danmark.

Eitt av teimum sera áhugaverdu evnunum í hesi frágreiðing er málið um Skálafjørðin sum "emergency advanced submarine staging base" (NATO-kavbátahavn í krígstíð). Tað var SACLANT, sum hevði sent donskum myndugleikum fyrispurning um hetta mál. Í stuttum kann sigast um hetta, at SACLANT frammanundan hevði tryggjað sær rættin til at nýta Lerwick-fjørðin í Hetlandi til krígsendamál (herflotastøð); men skuldi tað hent, at kríggj brast á millum vestan- og eystanveldini, og at herflotastøðin í Lerwick varð oyðiløgd í hesum sambandi, so vildi SACLANT (NATO) hava rætt til at nýta Skálafjørðin til sama endamál. Hesi rættindi góvu danskir myndugleikar SACLANT. Áðrenn endalig avgerð var tikin, kunnaði ríkisumboðsmaðurin, í persónligari samrøðu, Føroya løgmann, Kristian Djurhuus, um hesi viðurskifti. Løgmaður tók undir við hesi avgerð uttan at boða hinum landsstýrismonnunum frá. Frammanundan høvdu danir gjørt greitt, at málið, ið sjálvandi var loyniligt, ikki mátti leggjast fyri Løgtingið. Í 1956 varð Skálafjørðurin oyramerktur sum "emergency advanced submarine staging base", og av donskum myndugleikum latin NATO til fría nýtslu í krígstíð.

Sambært teimum skjølum, sum higartil eru viðgjørd, varð málið um Early Warning skipan í Føroyum tikið til viðgerðar av donskum myndugleikum 17. august 1956. Tað var upprunaliga SHAPE, sum í januar 1956 hevði sett fram ynski um at seta tílíkt virksemi í gongd í Føroyum. Endamálið við hesum var at verja Allied Command Europe ímóti óvæntaðum snarálopum frá langt røkkandi loftførum, sum royndu at sleppa uttan um EWR-støðirnar í Noregi og Bretlandi.

Donsku myndugleikarnir høvdu einki at finnast at, at Early Warning støð varð bygd í Føroyum, og at sonevnd Forward Scatter skipan varð tikin í nýtslu í hesum sambandi. Tó vildu danir ikki átaka sær útreiðslur av nevndu tiltøkum; men teir vildu hava rætt til at manna støðina við dønum.

Á fundi í Keypmannahavn 25. mai 1956 , har m.a. vóru til staðar stjórin í danska uttanríkismálaráðnum, Føroya løgmaður, Kristian Djurhuus, og ríkisumboðsmaðurin, samdust menn um, at fráboðast kundi NATO, at danskir myndugleikar góðtóku, at bygd varð Early Warning støð við tilhoyrandi kommunikatiónsskipan í Føroyum. Danskir myndugleikar tykjast ikki at hava roknað við, at trupulleikar fóru at taka seg upp í Føroyum av hesi avgerð: "Til sagens eventuelle indenrigspolitiske aspekt er der formentlig allerede taget hensyn af de ansvarlige færøske myndigheder (løgmaður), der ikke har haft noget at erindre imod projektet". Løgmaður var sostatt kunnaður um viðurskiftini uml. 4 ár, áðrenn radarstøðin á Sornfelli varð bygd. Í 1957 hevur Landsstýrið viðgjørt málið um vegagerð til nevndu radarstøð, og tað framgongur av skjølunum, at Landsstýrið hevur vitað, at støðin tænti hernaðarligum endamálum. 26. apríl 1959 samtykti Løgtingið við 17 atkvøðum móti 12 góðkenning Landsstýrisins av, at radarstøðin kundi byggjast.

Um strategiska týdning Føroya fyri NATO varð í fleiri skjølum víst á, at Føroyar lógu soleiðis fyri í Norðuratlantshavi, at oyggjarnar vóru ein týðandi liður í verjuni av norðuratlantiska økinum og Stórabretlendi. Tað var tí avgerandi neyðugt fyri Vestanveldini at varðveita eftiransingina við Føroyum. Um hvussu Føroyar vóru skipaðar undir NATO, sí seinasta kapittul í Frágreiðingini, har eisini strategiski týdningur Føroya er útgreinaður. Fleiri ferðir varð vandin fyri, at USSR skuldi fáa fótin fastan í Føroyum, umrøddur, og í hesum sambandi varð eisini víst á, hvussu týðandi tað var, at NATO hevði fingið loyvi til at nýta Skálafjørðin til herflotastøð í krígstíð.

Í seinasta kapitli í frágreiðingini er gjørt yvirlit yvir alt tað hernaðaðarliga virksemið, sum sambært skjølunum var í Føroyum uml. 1960, og hvusssu hetta virksemið varð fíggjað. Eisini er gjørt yvirlit yvir virksemi, sum NATO ætlaði at seta í verk, men sum tá enn ikki var framt.

Av skjølum, sum danskir myndugleikar hava sent Løgmansskrivstovuni, framgongur, at Landsstýrið í desembur 1959 góðkendi, at virksemið á Loran C-støðini á Eiði kundi byrja 15. desembur 1959.

Sambært somu skjølum vóru menn frá U.S.Air Force i Føroyum fyri at kanna møguleikarnar fyri, at amerikonsk kommunikatiónsstøð kundi verða bygd í Føroyum. Málið varð lagt fyri P.M.Dam, sum tá var løgmaður. Dam vildi ikki hava, at hetta mál, um (umframt NATO-støðina) at byggja eina nýggja, amerikanska, kommunikatiónsstøð í Føroyum afturat, kom alment fram. Heldur ikki vildi Dam, meðan málið enn var á fyrireikingarstigi, tosa við hinar landsstýrismenninar um tað, ella leggja tað fyri tingið.

Í desembur 1960 hevði ríkisumboðsmaðurin eina samrøðu við P.M. Dam um, at umhugsað varð at byggja eina radiostøð í Føroyum, sum skuldi nýtast av flotamegini hjá NATO í Atlantshavi. Løgmaður var ikki sinnaður at kunna landsstýrismenninar um málið. Varð málið formiliga lagt fyri Landsstýrið, fór Dam ikki bert at lata vera við at taka undir við tí, hann fór beinleiðis at mótmæla tí. Ríkisumboðsmaðurin skilti av samrøðuni við løgmannin, at Dam var sinnaður til, fyrr ella seinri, at mótmæla hernaðarligu útbyggingini í Føroyum.

Í februar ella mars 1961 hevði ríkisumboðsmaðurin aftur samrøðu við Dam, løgmann. Tað var amerikanska sendistovan í Keypmannahavn, sum vildi hava góðkenning fyri, at "en national amerikansk Forward Scatter station" kundi fáa innivist í Føroyum. Løgmaður vísti á, at prinsipielt var støða hansara hesum viðvíkjandi tann sama sum tann, hann fyrr hevði greitt ríkisumboðsmanninum frá. Men, skuldi tílík amerikonsk støð byggjast í Føroyum var betri, um hon fekk innivist á Sornfelli, tí tá kundi hon skiljast sum ein víðkan av virkseminum har, enn um hon varð bygd á øðrum staði í landinum (Vágar vóru ein møguleiki). Frágreiðing ríkisumboðsmansins um hetta til donsku myndugleikarnar endar við orðunum: "Lagmanden betragter sig som uvidende om stationen".

Seinasta skriv, sum er viðgjørt í frágreiðingini, er bræv frá Poul Schlüter, forsætismálaráðharra, til Uffe Ellemann-Jensen, uttanríkismálaráðharra (juli 1984). Her verður m.a. komið inn á ta tvístøðu, sum føroyskur løgmaður kundi koma í, tá donsk stjórn, øðrumegin, kravdi NATO-støð bygda á Sornfelli - og føroyska loysingarrørslan, hinumegin, kundi fáa politiska framgongd, um landsstýrismyndugleikarnir alment góðtóku, at bygging av tílíkari støð skuldi fara fram - ímóti vilja meiriluta føroyska fólksins.

Ávegisfrágreiðingin "Hernaðarmál og Politikkur" endar (fyribils) við viðgerð og meting um innihaldið í omanfyrinevnda skrivi. Samstundis verður gjørt vart við, at enn er ikki komið á mál við kanningini av øllum teimum skjølum, sum hava við henda part av Føroya søgu at gera.

…………………..

At enda skal her verða umrøtt eitt skjal, sum ikki er viðgjørt í sjálvari frágreiðingini. 24.02.1971 setti Kjær Rasmussen Hilmari Baunsgaard, forsætismálaráðharra, henda fyrispurning í Fólkatinginum:

"Hvilke overvejelser har regeringen gjort sig i anledning af det færøske lagtingsresolution af august måned 1970, som gentager kravet om fjernelse af alt militær på Færøerne"?

Grundgevingin var m.a. henda, at løgtingtið hevði heitt á landsstýrið um at boða ríkisstjórnini frá, at sambært løgtingsviðtøkuni frá 13. apríl 1940 skuldu Føroyar vera uttan fyri alt stríð millum tjóðirnar og allar hernaðarligar samgongur, og at løgtingið sambært tingmáli nr. 14/1960 mótmælti, at hermenn vóru knýttir at radarstøðini á Sornfelli og loranstøðini á Eiði, og at tingið ikki vildi loyva, at hernaðarlig útgerð varð goymd á føroyskum land- ella sjóøki.

Serliga viðvíkjandi Loranstøðini á Eiði legði Rasmussen afturat: "Den her beliggende loranstation er en C-station, hvilket vil sige, at den betragtes som værende af stor betydning. Betydningen ligger i, at stationen står i konstant forbindelse med de velkendte Polaris u-både. Det er u-både, som er bestykkede med målsøgende brintbomberaketter, og den mekanisme, som forårsager, at én raket hedder Moskva, en anden Leningrad osv. .. er loran C-systemet. … I en krigerisk situation vil NATOs modpart naturligvis være interesseret i at sætte en sådan loran C-station ud af spillet aldeles omgående og effektivt … dette for yderligere at understrege, hvilken farlig situation Danmark har sat Færøerne i".

Seinri undir politiska kjakinum segði Kjær Rasmussen: "Det er på tide, at Danmark holder op med at optræde som en kolonimagt over for Færøerne".

Svarið hjá Baunsgaard var – í tann mun tað snúði seg um táverandi hernaðarliga útbúnaðin í Føroyum – ikki nøktandi. Hann legði nógv meira dent á tann sivila týdningin, støðirnar høvdu, enn tann hernaðarliga, og hann vísti til heimastýrislógina sum tað skjal, sum ásetti viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum:

"Se, i medfør af hjemmestyreordningen er forsvar et rigsanliggende og falder for så vidt uden for det færøske hjemmestyres selvstændige kompetence. En ændring i dette forhold måtte formentlig forudsætte en ændring i hjemmestyreloven og dermed en ændring af Færøernes stilling inden for riget. Man har imidlertid fra danske myndigheders side stedse været indstillet på at tage vidtgående hensyn til færøske synspunkter også på dette område, og det vil fortsat være tilfældet".

Seinri í kjakinum førdi Baunsgaard fram, at Danmark ikki vildi vera hjálandaveldi Føroyum viðvíkjandi:" … jeg har svaret Færøerne under Nordisk Råds møde, som der er svaret gentagne gange fra dansk side, at ønsker de ansvarlige myndigheder på Færøerne nogen ændring i hjemmestyreloven, kan de rette anmodning om det til Danmark, og en sådan anmodning vil aldrig blive afvist …". (Folketingstidende, 24.02.1971, Spørgsmål til Ministrene).

Hetta at vísa til, at heimastýrislógin ásetti støðu Føroya í danska ríkinum - og ábyrgdarbýtið millum heimastýris- og ríkismyndugleikarnar, samstundis sum "man fra danske myndigheders side stedse har været indstillet på at tage vidtgående hensyn til færøske synspunkter", og at, "ønsker de ansvarlige myndigheder på Færøerne nogen ændring i hjemmestyreloven, kan de rette anmodning om det til Danmark, og en sådan anmodning vil aldrig blive afvist", var greið tala frá danska forsætismálaráðharranum, og líknandi sjónarmið eru ofta førd fram av donskum stjórnarmyndugleikum.

Men, hesi viðurskifti goyma í sær ein "parlamentariskan" trupulleika, sum kann taka seg upp (og sum hevur tikið seg upp) í innanhýsis politiskum viðurskiftum í Føroyum. Skjølini, sum eru viðgjørd í hesi frágreiðing, vísa, at í nøkrum førum hava danskir ríkismyndugleikar givið løgmonnum innlit í hernaðarlig viðurskifti og útbyggingar í hesum sambandi í Føroyum. Løgmenninir hava játtað fyri hesum ætlanum, og teir hava á henda hátt sýnt størri ábyrgdarkenslu yvir fyri donsku stjórnini enn føroyska tinginum, tí at ábyrgdarbýtið í heimastýrislógini ger hetta møguligt.

Hetta, at løgmaður kann koma í eina tvístøðu millum løgtingið og ríkismyndugleikarnar viðvíkjandi trúskapi og ábyrgd, er ein støða, sum er ótolandi fyri Føroyar sum fólkaræðisligt samfelag.

31. august 1999

Jákup Thorsteinsson

 

POLITISK BAKGRUND

Inngangur

Frágreiðingin tekur støði í politiskum viðurskiftum í Føroyum. Tí verður byrjað við kapitlunum "Politisk bakgrund" og "Donsk sjónarmið viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum í 1940-árunum".

Tann, ið ikki heldur seg hava stundir til at lesa hesar kapitlarnar, kann leypa teir um. Tó verður gjørt vart við, at heimastýrislógin - og tey politisku viðurskifti, sum elvdu til, at henda lóg varð samtykt - hevur samband við hernaðarmálini, og at danskir myndugleikar vóru greiðir yvir strategiska týdning Føroya í Norðuratlantshavi, áðrenn teir fóru at samráðast við føroyingar um nýggju støðu Føroya í ríkisfelagsskapi við Danmark, so sum henda støða varð ásett í heimastýrislógini.

Kapittulin, ið hevur heitið "Politisk bakgrund", byggir í stóran mun á keldutilfar, sum er at finna í bókini hjá Annfinni í Skála: "Stjórnarskipanarmálið 1946". Sí tó heildartilvísingina seinast í kapitlinum.

Kapittulin "Donsk sjónarmið viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum í 1940-árunum" byggir á skjalatilfar, sum undirritaði hevur funnið fram í Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn.

Fram móti fólkaatkvøðuni

Undir øðrum heimsbardaga vóru Føroyar og Danmark hersett av ávikavist bretskum og týskum hermonnum. Tann politiska menning, sum fór fram í Føroyum krígsárini, førdi til tær broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya, sum eru ásettar í heimastýrislógini 1948.

Tá tíðindini, um at Danmark var hersett av týskum herliðum 9. apríl 1940, frættust í Føroyum, kravdi Fólkaflokkurin, at løgtingið tók við teimum heimildum, sum danska ríkið higartil hevði havt í hondum. Danmark var ikki longur ført fyri at varðveita yvirvaldsrætt sín í Føroyum, var grundgeving fólkafloksmanna.

Tá høvdu sambandsmenn, javnaðarmenn og sjálvstýrismenn meirilutan í tinginum, og teir tóku ikki undir við krøvum fólkafloksmanna. Teir gjørdu semju við Hilbert amtmann, og 9. mei 1940 varð "Bráðfeingisstýrisskipan fyri Føroyar" samtykt, sum ásetti, at tær lógir, fyriskipanir og rættarforskriftir, sum tá vóru galdandi, skuldu verða verandi í gildi í so stóran mun sum eftir umstøðunum gjørligt (§ 1). Síðani varð ásett í § 2, at har, ið sambært galdandi lóggávu ráðharri hevði heimild til fyrisitingarliga at geva fyriskipanir, skuldi amtmaðurin fáa hesa heimild eftir heimtaðum tilmæli frá landsnevnd løgtingsins. § 3 ásetti, at lógarforskriftir, sum viðvíktu Føroyum, skuldu samtykkjast av løgtingi ella amti og verða staðfestar og kunngjørdar av amtmanninum. Í § 4 stóð, at lógarforskriftir, sum viðvíktu fæi ríkiskassans, skuldu verða skrivaðar og kunngjørdar av amtmanni eftir heimtaðum tilmæli frá løgtingi ella avvarandi løgtingsnevnd, og § 5 hevði hesa orðing: Forskriftir verða givnar skjótast til ber viðvíkjandi praktiskum broytingum av galdandi reglum viðvíkjandi klagu og kæru í sambandi við rættaravgerðir.(Sí: Annfinnur í Skála: "Stjórnarskipanarmálið 1946" (hereftir: AS), s. 17 - 20, 46 - 47).

Henda bráðfeingis stýrisskipanarlóg gav í roynd og veru løgtinginum lóggevandi vald, og hon varð verandi í gildi, til heimastýrislógin varð samtykt í 1948. Fólkafloksmenn vóru ikki nøgdir við stýrisskipanarlógina frá 9. mei 1940.Teir vildu hava eina meira víðgongda lóg. Støðutakanin hja føroysku flokkunum til sjálvstýrisspurningin sum so var í 1940 sostatt nøkulunda tann sama sum í 1948.

"Bráðfeingisstýrisskipan fyri Føroyar" frá 9. mei 1940 og tað, at sambandið millum Føroya og Danmarkar var kvett undir krígnum, hevði ikki við sær, at ríkisrættarliga støða Føroya broyttist. Føroyar vóru framvegis eitt danskt amt líka til 1948.

Í 1945 góðtók stjórnin hjá Buhl, ið tá var danskur forsætismálaráðharri, ásetingina um, at løgtingið hevði lóggevandi vald - til ein nýggj skipan av viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar kundi setast í verk.

Sonevnda "Buhlsbrævið", kunngjørt í Dimmalætting 27. oktobur 1945, hevði í høvuðsheitum hetta innihald:

Eftir at Danmark var fríðað, hevði ríkisstjórnin góðkent, at stýring og fyrisiting í Føroyum undir krígnum vórðu framd í samstarvi millum amtmann og løgting. Eisini hevði ríkisstjórnin góðkent, at tær ásetingar, sum vóru framdar við bráðfeingisstýrisskipanini frá 9. mei 1940, framvegis skuldu vera í gildi, til endalig skipan kundi fáast í lag.

Ríkisstjórnin hevði heitt á løgtingið um at senda menn umboðandi allar flokkar at samráðast um framtíðarstøðu Føroya; men innbjóðingin til slíka heildarsamráðing hevði ikki fingið ta undirtøku, ið stjórnin hevði vónað.

Síðani varð val útskrivað til løgtingið (valið 6. novembur 1946), og tað var vón ríkisstjórnarinnar, at valið fór at geva greiða ábending um, hvat Føroya fólk vildi viðvíkjandi framtíðarstøðu oyggjanna. Ríkisstjórn og ríkisdagur ynsktu inniliga, at aldagamla sambandið millum føroysku og donsku tjóðina eisini í framtíðini kundi verða varðveitt. Men um valið greitt og skilliga segði, at føroyska fólkið vildi fara burtur úr sambandinum, so fór hetta ynski at verða virt frá danskari síðu.

Viðvíkjandi føroyskum ynskjum um størri tjóðskaparliga og fyrisitingarliga sjálvstøðu í viðurskiftunum við Danmark varð sagt, at ríkisstjórnin fór at geva slíkum ynskjum gætur, sum føroyska fólkið kundi semjast um. Sum prógv um hetta gav stjórnin hesa tilsøgn:

1. at føroyska málið skuldi fáa viðurkend rættindi undir liðini á donskum,
2. at føroyska flaggið skuldi verða viðurkent í tann mun, ríkiseind og viðurskiftini við umheimin gjørdu hetta møguligt,
3. at løgtingsins heimild og ávirkan varð víðkað í teimum førum, lóggávan snúði seg um føroysk viðurskifti,
4. at løgtingið í størri mun varð við í føroyskari fyrisiting. Harumframt varð játtan givin um at veita hjálp til tryggingar og útbyggingar av almannamálum í Føroyum, at styðja og fremja vinnulívið, og at fiskivinnuni vórðu tryggjaðir so góðir sølumøguleikar, sum til bar - og loyvi at royna á øðrum leiðum.

Tað var felags ynski hjá ríkisstjórn og ríkisdegi, at tað í komandi tíð fór at eydnast, í opnari og fordómsleysari samráðing at røkka fram at einum støði, sum kundi festa sambandið millum bæði "fólkini", og sum kundi verða grundvøllurin undir fríari og sunnari menning, sum fór at gagna øllum tí føroyska fólkinum.(AS, 47 - 48).

Gevið gætur, at ríkisstjórnin í 1945 góðkendi bráðfeingisstýrisskipanina, til onnur skipan var fingin í lag. Í hesum liggur góðkenning av lóggávuvaldi løgtingsins (innan ávísar karmar). Stjórnin vónaði, at sambandið fór at verða varðveitt; men um føroyska fólkið (greitt og skilliga) vildi fara burtur úr sambandinum, fóru danir ikki at forða fyri hesum. Tað, sum liggur í orðunum "greitt og skilliga" verður vent aftur til seinri í viðgerðini.

Legg eisini til merkis, at stjórnin lovaði at geva føroyskum ynskjum um størri tjóðskaparliga og fyrisitingarliga sjálvstøðu gætur (sbr. her tilsøgnina í 4 punktum). Eisini eigur at verða bitið merki í, at stjórnin tosaði um tvey "fólk" (also: føroyska og danska "fólkið"). Neyðugt verður seinri at skriva nakað um, hvat danir hildu um føroyingar sum fólk/tjóð.

Seinri verður vent aftur til hesi sjónarmið hjá donsku stjórnini (og onnur) um viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Fyrst eitt sindur meira um viðurskiftini í sjálvum krígsárunum - og fram til 1946:

Undir krígnum hevði danski amtmaðurin í Føroyum einki samband við stjórnina í Keypmannahavn. Hetta bar við sær, at hann, vegna stjórnina, mátti taka avgerðir í øllum málum, sum ikki kundi bíðast við.

Bretska hersetingarvaldið í Føroyum hevði gjørt greitt, at hersetingin ikki var framd fyri at økja um bretskt landaøki, og at Føroyar fóru at verða latnar Danmark aftur við krígslok. Sum hersetingarvald vóru bretar fyrimyndarligir, og teir guldu sjálvir tær útreiðslur, ið stóðust av at hava hermenn í Føroyum og av at byggja verjuvirki og tílíkt. Bert í einum føri løgdu teir seg út í føroysk (og donsk) viðurskifti, og hetta hendi í sambandi við flaggspurningin. Bretar vildu ikki góðtaka, at føroysk skip flaggaðu við donskum flaggi, tí so kundu tey verða mistikin at vera donsk skip úr landi, hersett av Týsklandi. Merkið varð viðurkent 25. apríl 1940. Henda viðurkenning - saman við tí, at løgtingið de facto fekk lóggávuvald, og øðrum - gjørdi, at viðurskiftini í Føroyum hóast alt ikki vóru tey somu sum fyrr, tó at Føroyar enn vóru amt í danska ríkinum ( AS, 17 ff).

Undir krígnum fór stór búskaparlig menning fram í Føroyum, og í 1945 høvdu Føroyar eina sterling-áogn, sum var meira enn 50 mill. kr. stór. Løgtingsfíggjarlógin sama ár javnvigaði við 3,6 mill. kr. Samanborið gevur hetta eina mynd av, hvussu stórt føroyska valutayvirskotið í Bretlandi var. Í 1941 vórðu Føroyar búskaparliga knýttar at sterlingblokkinum.

Men politiskt gjørdust krígsárini ein tíð við nógvum og hørðum stríði. Fólkaflokkurin, sum við løgtingsvalið 24. august 1943 fekk 12 tingmenn (Sambandsflokkurin 8 og Javnaðarflokkurin 5), leyp harðliga á Hilbert, amtmann, og "samstarvspolitikkin" hjá javnaðar- og sambandsmonnum. Sjálvstýrisflokkurin fekk ikki umboðan á tingi 1943.

Hetta merkti, at við krígslok var støða fólkafloksmanna sera sterk, og hvørki Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin hildu, at tað bar til at venda aftur til gomlu amtsstøðuna, tá ið fyribilsstýrisskipanin einaferð fór at verða sett úr gildi. Sum ávíst omanfyri vildi danska stjórnin fegin varðveita sambandið millum Føroya og Danmarkar, men hinvegin vildi stjórnin heldur ikki mótvirka einum greiðum føroyskum fólkavilja, sum kravdi loysing. Vent verður aftur til spurningin um, hvussu hesin "greiði føroyski fólkaviljin" varð tulkaður (sí niðanfyri).

Bæði danir og føroyingar vóru greiðir yvir, at tað fór at verða neyðugt við samráðingum um støðu Føroya í ríkinum framyvir. Eftir kríggið mátti ein stýrisskipan fáast í lag, sum skuldi koma í staðin fyri ta verandi bráðfeingis stýrisskipanina. Eisini danska stjórnin segði seg hava ta áskoðan, at Føroyar ikki kundu setast aftur í gomlu amtsstøðuna.

Í oktobur 1945 kravdi Fólkaflokkurin nýval til løgtingið - mong lond høvdu skipað fyri valum, eftir at heimskríggið var av. Løgtingsvalið fór fram 6. novembur 1945. Valið broytti tó ikki tingmannabýtið millum flokkarnar, og heldur ikki hesa ferð varð Sjálvstýrisflokkurin umboðaður á tingi. Javnaðar- og sambandsmenn høvdu framvegis ein tingmann í meiriluta.

Í januar 1946 byrjaðu samráðingar í Keypmannahavn millum eina løgtingssendinevnd og donsku stjórnina.

Fólkaflokkurin vildi hava eina politiska skipan millum Føroya og Danmarkar, sum ásetti, at Føroyar skuldu liggja uttan fyri danska grundlógarøkið, løgtingið skuldi hava fullan lóggávurætt í øllum føroyskum málum, og donsku ríkismyndugleikarnir og føroysku myndugleikarnir skuldu undirskriva ein sáttmála, har tey mál, sum skuldu vera felags fyri Føroyar og Danmark, vórðu ásett. Ein skipan sum henda var ikki sambærilig við danska kravið um, at framtíðar viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar skuldu stovnsetast við støði í donsku grundlógini. Her verða nøkur brot úr Stjórnaruppskoti Fólkafloksins (13.03.1946) endurgivin:

§1. Søguligi rættur Føroya til sjálvstøðugt at taka avgerð um fullveldi verður viðurkendur, tá og um Føroya fólk vil tað. Viðurskifti Føroya til Danmarkar ríkis verða ásett við hesum sáttmála sum grundarlagi.

§2. Føroya Løgting hevur lóggávu- og játtanarvald í føroyskum málum. Gjøllari reglur verða ásettar i serstakari føroyskari stýrisskipanarlóg.

§3. Fyrisitingin av føroyskum málum (sí grein 2) verður røkt av landsnevnd, vald av løgtinginum við vanligum atkvøðumeiriluta, og sum ábyrgist tí. Gjøllari reglur verða ásettar í stýrisskipanarlógini.

§4. Hægstirættur Danmarkar hevur hægsta dómsvald í Føroyum. Gjøllari reglur viðvíkjandi dómsvaldinum í Føroyum verða ásettar sambært lóg.

§5. Áhugamál ríkisins verða fyrisitin av einum av kongi tilnevndum fulltrúa (kongsfulltrúin). Sambært embæti hevur hann atgongd til løgtingið og at taka til máls, men tó uttan at eiga atkvøðurætt. Gjøllari reglur viðvíkjandi starvsøki hansara verða ásettar sambært lóg.

§6. Áhugamál Føroya í Danmark verða fyrisitin av einum av løgtinginum tilnevndum fulltrúa (løgtingsfulltrúin). Sambært embæti hansara hevur hann atgongd til ríkisdagin og har at taka til máls í málum, sum viðvíkja Føroyum, men uttan tó at eiga atkvøðurætt. Gjøllari reglur fyri starvsøki hansara verða ásettar sambært lóg.

§8. Gjaldoyrisskipanin verður framvegis tann higartil galdandi. Føroya Løgting hevur rætt til straks at seta á stovn landsbanka, sum fær einkarrætt til at geva føroyskar pengaseðlar út, og sum saman við einum valutaráði, sum er sett á stovn, at skipa fyri øllum handli við fremmandum gjaldoyra.

§9. Uttanríkisskipanin verður tann higartil galdandi. Løgtingsfulltrúin (sí grein 6) virkar í uttanríkisráðnum sum embætismaður við serstøkum umboð og sum ráðgevi í føroyskum málum ... Millumtjóðaavtalur, sum Danmark fer at gera í framtíðini, binda ikki Føroyar uttan við samtykki frá avvarðandi føroyskum myndugleikum.

§11. Rættindi og skyldur, sum higartil hava fylgt við donskum ríkisborgararætti, verða varðveitt við teimum fyrivarnum og broytingum, sum verða mett neyðturvilig m.a. viðvíkjandi lóg um skráseting av skipum, fremmandalóggávu o.m., sum kemur av rætti Føroya til egið flagg.

§13. Innan 2 ár frá tí, hesin sáttmálin er dagfestur, verður eftir gjøllari samráðing ásett, hvussu fíggjarviðurskiftini Danmarkar og Føroya millum skulu verða skipað. Reglur hesum viðvíkjandi og Føroya partur av kostnaðinum í sambandi við fyrisitingina av felagsmálum verða ásettar við lóg.

... Undirritað av Th. Petersen, R. Long og P. Petersen.

(AS, 64 - 67).

Uppskot Fólkafloksins hevði, um tað varð samtykt, verið eitt stórt stig á fullveldisleið. Tað miðaði ímóti javnstøðu millum føroyskar og danskar myndugleikar. Sagt varð beinleiðis, at Føroyar sjálvstøðugt skuldu hava rætt til at taka avgerð um fullveldi. Føroyar skuldu ikki vera ein integreraður partur av danska ríkinum; men viðurskiftini millum Føroyar og ríkið skuldu ásetast við lóg. Ásetingar vórðu gjørdar um serliga føroyska stýrisskipanarlóg, lóggávu- og játtanarvald til løgtingið, og um eina serliga føroyska landsnevnd, osfrv. Í stuttum kann sigast, at tað skjalið, sum fólkafloksmenn løgdu úr hondum, var eitt uppskot um eina rammulóg, sum skuldi halda Føroyar uttan fyri danska grundlógarøkið. Hetta samsvaraði ikki við tær hugsanir, sum danir høvdu um "rigets enhed", og tey sjónarmið, sum stjórnin setti fram 25. mars 1946, har tað var treytað, at politiska loysnin skuldi finnast innan fyri karmar grundlógarinnar.

Men fyrst ein stutt umrøða av sjónarmiðum Javnaðarfloksins. Hesi eru at finna í sonevnda Frælsis- og vinarsáttmálanum frá 10. marts 1946. Nøkur brot verða endurgivin her:

§1. Ásannandi at føroyska fólkið er serstøk tjóð semjast føroyingar og danir, umboðaðir ávikavist av Føroya Løgtingi, av donsku ríkisstjórnini, ríkisdegi og av kongi henda sáttmála.

§2. Heiti Føroya Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Orðið "Føroyar" verður lagt afturat heiti kongs.

§3. Borgararættindi føroyinga og dana. Føroyingar hava somu borgararættindi í Danmark sum danir, og danir hava somu borgararættindi í Føroyum sum føroyingar

§5. Felags mentan og føroyskt og danskt mál javnbjóðis rættindi í Føroyum. Av tí at føroyskt er móðurmálið, er tað høvuðsmálið í Føroyum. Danskt mál fær javnbjóðis sømdir, og bæði málini skulu lærast javnsett í øllum almennum og privatum skúlum og skeiðum...

§6. Løgtingið fær lóggávuvald í serstøkum føroyskum málum. Løgtingið fær lóggávuvald á teimum málsøkjum, har tað hevur tikið við fullari fíggjarligari, fyrisitingarligari og mentanarligari ábyrgd, og somuleiðis á teimum økjum, har danir og føroyingar eru vorðnir samdir um at rinda útreiðslurnar í felag...

§7. Eingin lóg verður sett í gildi í Føroyum, sum ikki frammanundan hevur verið viðgjørd og samtykt av løgtinginum.

§8. Lógir, rættarforskriftir og ásetingar, sum eru í gildi, verða framhaldandi í gildi, til tess annað verður samtykt... undantikin er bráðfeingisstýrisskipanin frá 9. mei 1940, sum verður afturtikin, tá henda skipan verður kunngjørd.

§9. Hvussu lógir verða kunngjørdar og staðfestar. Kongur kunnger og staðfestir bæði á føroyskum og donskum tær lógir, sum Føroya Løgting samtykkir. Í Kunngerðini skulu lógirnar vera til skjals undirskrivaðar av formanni landsstýrisins ella øðrum landsstýrismanni, um so er, at lógin serstakliga viðvíkir hansara málsøki, og harumframt einari staðfesting, sum kongur hevur undirskrivað.

§10. Lóggávumalið. Har Føroya Løgting hevur lóggávu saman við kongi, er lóggávumálið føroyskt og danskt.

§ 11. Málsøki, har løgtingið saman við kongi straks kunnu taka við lóggávuvaldinum uttan at ríkisdagur ella ráðharri eru við........ (so verða nevnd mong málsøki, har løgtingið og kongur einsamøll kunnu lóggeva, har fíggjarkrøv ikki verða sett danska ríkinum).

§12. Meginreglan verður, at Føroyar fáa rætt til at gjalda og taka upp á seg alla fíggjarliga ábyrgd av føroysku fyrisitingini. Føroya Løgting skal til eina og hvørja tíð eiga rætt til at taka við teirri fíggjarligu, fyrisitingarligu og moralsku ábyrgdini av einum og hvørjum málsøki í føroyska stýrinum, sum tað setir sær fyri at taka upp á seg. Tað liggur á løgtinginum at gera tað, tað er ment skjótast til ber at taka við fíggjarligu og stjórnarligu ábyrgdini og eisini at rinda Føroya lutfalsliga part av tí, ið felagsrættindi innanlands og uttanlands kosta.

§13. Hvussu landsstýrið verður skipað. Formaðurin - forsetin - verður valdur av landsstýrismonnunum, aðramáta kunnu limir landsstýrisins býta arbeiðið sínámillum ella gera tað í felag. Uppskot hesum viðvíkjandi verður lagt fyri løgtingið. Tær fyriskipanir, ið verða samtyktar, verða kunngjørdar av løgtinginum.

§14. Landsstýrið. Løgtingið velur landsstýrið við vanligum atkvøðumeiriluta. Landsstýrið skal fyrisita og leggja til rættis tey mál, sum sambært galdandi lóg hoyra undir landsnevndina, eisini skal tað fyrisita tær lógir og viðtøkur, sum í framtíðini møguliga verða lagdar undir tað. Landsstýrið er í øllum førum ábyrgt løgtinginum. Tá ið løgtingið ikki er saman, kann landsstýrið samtykkja lógir í serliga átrokandi málum. Í fyrstu tingsetu eftir tað, at landsstýrið hevur samtykt tílíkar lógir, skulu tær leggjast fyri løgtingið at verða samtyktar av nýggjum.

§15. Rættarskipanin. Føroyar hava felags lóg og rættarskipan við Danmark, soleiðis at løgreglu- og undirrættarmál sum higartil verða viðgjørd í Føroyum, meðan mál, ið verða skotin inn fyri hægri rætt, verða viðgjørd av dómstólum í Danmark.

§16. Flaggskipanin. Før, sum føroyingar, feløg og samtøkur eiga í Føroyum, og sum eru skrásett í Føroyum, skulu flagga við føroyska flagginum...

§17. Skipan av fíggjarmálum í Føroyum. Danska gjaldoyrisskipanin skal framhaldandi verða í gildi í Føroyum. Føroyingar skulu tó hava rætt til í samráð við danska tjóðbankan og donsku ríkisstjórnina: 1) at nýta serstakar føroyskar pengaseðlar við sama kursvirði sum danskir pengaseðlar...Danski tjóðbankin prentar og tryggjar føroysku pengaseðlarnar...2) gjaldoyris- og handilsmiðstøð verður sett á stovn í Føroyum. Starvsøkið hjá hesi miðstøð verður fyriskipað av Føroya Løgtingi í samráð við tjóðbankan. 3) til tess at útvega Føroyum og vinnulívinum fremmant gjaldoyra, gevur tjóðbankin føroyingum (gjaldoyris- og handilsmiðstøðini) trygd fyri fremmandum gjaldoyra í lutfalli svarandi til fólkatalið. Harumframt fáa føroyingar vissu fyri, at teir altíð fáa fremmant gjaldoyra, sum svarar til tað gjaldoyra, teir hava vunnið.

§18. Uttanríkisviðurskiftini verða umskipað soleiðis, at føroyingar sjálvir hava tær samráðingar, sum eru neyðugar fyri vinnulív og onnur áhugamál, tó soleiðis, at tey úrslit, ið fingin eru, verða góðkend av uttanríkisráðnum. Í samráð við donsku ríkisstjórnina skulu føroyingar hava rætt til: 1) at fáa sett mann (konu) í starv í danska uttanríkisráðnum, sum er kønur í føroyskum viðurskiftum, at taka sær av føroyskum málum. 2) at seta sendifulltrúar í starv, sum hava holla vitan um føroysk viðurskifti, á donskum sendistovum og konsulatstovum. 3) at tilnevna serlig føroysk handils- og vinnulívsumboð í teimum londum, har Føroyar hava stór handils- og vinnulívsáhugamál. 4) at senda serstakar samráðingarnevndir til tey lond, nevnd í stykki 3, sum Føroya vegna hava heimild at fáa í lag serligar kvotu-, handils- og vinnusáttmálar, tó soleiðis, at sáttmálarnir skulu verða góðkendir av danska uttanríkisráðnum.

Keypmannahavn, 10. mars 1946, P.M.Dam og J.FR.Øregaard.

(AS, 59 - 64).

Stjórnarskipanaruppskot javnaðarmanna var ikki so víðgongt sum uppskot fólkafloksmanna. Javnaðarmenn hava lagt dent á, at føroyingar vóru ein serstøk tjóð, sum skuldi vera í ríkisfelagsskapi við danir. Uppskot teirra er sera positivt nevnt ein Frælsis- og vinarsáttmáli, har føroyingar og danir skuldu liva undir somu grundlóg við jøvnum borgararættindum. Teir hava lagt dent á mentanarligu og í ávísan mun eisini tjóðskaparligu rættindi føroyinga (málið og flaggið). Heldur ikki hava teir viljað latið av hondum tað lóggávuvald, sum tingið hevði fingið við bráðfeingisstýrisskipanarlógini í 1940.

Javnaðarmenn høvdu rættiliga neyvar ásetingar um løgting og landsstýri, løgtingsmeiriluta aftan fyri landsstýrið og ábyrgd landsstýrismanna. Allar lógir, sum skuldu galda i Føroyum, skuldu viðgerast og samtykkjast í løgtinginum. Sum heild er at siga, at nógv av tí, sum er skotið upp av javnaðarmonnum í 1946, er at finna í heimastýrislógini frá 1948. Eitt nú P.M.Dam hevði ikki hugsað sær, at Føroyar skuldu fara út um grundlógarfelagsskapin.

Undir samráðingunum í Keypmannahavn, mars 1946 segði Dam seg eisini vera vónsviknan av, at eingin felags føroysk loysn var fingin (AS, 57), og tað var sjálvandi ein veikleiki og at harmast um, at føroyingar ikki stóðu sum ein maður ímóti donsku samráðingarmonnunum; men her er neyðugt at minnast til, at føroyingarnir umboðaðu ymiskar politiskar flokkar, sum aftur umboðaðu ymisk politisk, búskaparlig, tjóðskaparlig og ideologisk sjónarmið, sum vóru at finna í føroyska samfelagnum, har sjálvandi eingin hugsan av omanfyrinevnda slagi var einaráðandi.

Danir, hinvegin, høvdu sum aðalsjónarmið at halda fast um ríkisfelagsskapin og ikki at slaka ov nógv, tá føroyingar settu fram ymisku krøv síni. Her tykjast danir at hava hildið seg nógv til umboðini hjá Sambandsflokkinum, sum undir samráðingunum stóðu so langt úti á høgra veingi, at tað ikki var hugsingur um, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kundu finna saman um eitt felagsuppskot í stýrisskipanarmálinum. Johan Poulsen hevur í øðrum sambandi sagt, at "Sambandsflokkurin hevði svikið setning sín, um hann førdi ein politikk, sum P.M. Dam heldur vera góðan".

Umboð Sambandsfloksins vildu hava eina skipan, sum líktist gomlu amtsskipanini so nógv sum gjørligt. Teimum dámdu einki, at stjórnarnevndin í einstøkum førum hevði slakað fyri krøvunum frá Fólkaflokkinum ella Javnaðarflokkinum.

C.A. Vagn-Hansen, amtmaður í Føroyum hevur sagt, at hann helt danska Vinstraflokkin hava latið seg ávirka av, at umboðsmenn Sambandsfloksins høvdu vissað teir um, at stjórnaruppskotið fór aldri at verða havnað, um hin møguleikin var loysing (AS,58). Hetta samsvarar væl við eitt sjónarmið, sum Thorstein Petersen setti fram eftir fólkaatkvøðuna í 1946 (sí seinri í viðgerðini).

Lagt kann verða afturat, at ráðharraskrivarin Niels Arup, sum var skrivari í samráðingarnevndini, hevði ta sannføring, at danska samráðingarmanningin var prógv um, at danir fóru at seta hart móti hørðum, um føroyingar settu sjálvstýriskrøv fram. Til dømis vísti Arup eitt nú á, at Carl Hermansen, danski kirkjumálaráðharrin, sum var tann ráðharrin, ið var kønastur í føroyskum viðurskiftum, tí hann hevði verið prestur í Føroyum í mong ár og harafturat var giftur føroyskari konu, ikki var sloppin upp í samráðingarnevndina. Eisini helt Arup, at forsætisráðharrin einki álit hevði á Fólkaflokkinum ella á føroyska Javnaðarflokkinum. Harafturímóti styðjaði hann seg einvíst til umboðsmenn Sambandsfloksins (AS, 58 - 59).

"Tilboðið". Endaliga uppskot donsku stjórnarinnar 25. mars 1946 var sett saman við einum inngangi og 15 greinum.

Í Innganginum stóð, at tær samráðingar, sum vóru farnar fram millum stjórnarnevndina og løgtingsnevndina, endaðu við, at stjórnarnevndin legði uppskot fram viðvíkjandi rættarstøðu Føroya og viðvíkjandi stýri Føroya. Málið var at røkka eini samríkisskipan, sum ásetti og tryggjaði, at Føroyar vórðu stýrdar við egnum stjórnarstovnum innan teir karmar, sum Føroyar høvdu sum partur av ríkinum, samstundis sum tjóðskaparligu og málsligu sereyðkennini hjá Føroya fólki skuldu viðurkennast til fulnar. Somuleiðis hevði stjórnarnevndin borið fram, at um Føroya fólk vildi hava sjálvstøðu og slíta søguliga ríkisfelagsskapin við Danmark, so fór hon at virða hetta til fulnar. Eisini varð ført fram, at um Føroya fólk seinri skilliga vísti, at tað vildi hava loysing, so fóru danir undir samráðingum at taka somu støðu.

§1. Sum higartil verða Føroyar partur av Danmarkar ríki við somu ríkisrættarligu støðu sum fyri 1940. Við fyriliti til tjóðskaparligu og málsligu sereyðkennini hjá føroyska fólkinum verða hesar serreglur fyri Føroya stýri, sum tilskilaðar eru niðanfyri, settar í gildi.

§2. Henda skipan verður ásett við lóg eftir samráðing við løgtingið innan karmar grundlógarinnar.

§3. Føroyar verða umboðaðar á ríkisdegi við í minsta lagi tveimum limum. So leingi ríkisdagurin er býttur sundur í tey bæði tingini, ið nú eru, hava Føroyar 2 umboð á fólkatingi og 1 á landstingi.

§4. Føroyska flaggið verður viðurkent sum serstakt flagg fyri Føroyar. Har embætismenn, stovnar og skip ríkisins í Føroyum einans flagga við ríkisflagginum, hava løgtingið, kommunalir og privatir stovnar og einstaklingar í Føroyum rætt til annaðhvørt at flagga við ríkisflagginum ella við føroyska flagginum. Sama rætt hava før, sum eru skrásett í Føroyum.

§5. Føroyska málið verður viðurkent saman við donskum í skúla og kirkju, í fyrisitingini og sum lógar- og rættarmál við teimum avmarkingum, sum standast av vanligum fyriliti og fyriliti viðvíkjandi ríkiseindini.

§6. Allar lógir, ásetingar, lýsingar, kunngerðir osfrv, sum eru i gidi í Føroyum, verða framhaldandi í gildi, til tess tær annaðhvørt verða broyttar ella verða sagdar úr gildi av málførum myndugleika sambært nýskipanini.

§7. Beinleiðis skattur í Føroyum verður innkravdur sum skattur til landskassan (løgtingsskattur) ella skattur til kommunur. Gjølligari reglur hesum viðvíkjandi, heruppií hvør ið er skattskyldugur, og hvussu og við hvørjari upphædd skatturin verður álíknaður og kravdur, verða ásettar av løgtinginum, tó má skattaáløgan ikki í avgerandi mun víkja frá reglunum í almennu donsku skattalóggávuni. Óbeinleiðis skattir og avgjøld verða ásett av løgtinginum og ognast landskassanum. Løgtingið hevur heimild at ráða yvir hesum inntøkum.

§8. Løgtingið fær heimild at geva rættarforskriftir og ásetingar og aðrar reglur, sum viðvíkja lóggávu og fyriskipanum í serstøkum føroyskum málum, har skipanin ikki ber útreiðslur við sær fyri ríkiskassan, og hon ikki ber við ríkið. Tað verður gjøllari tilskilað í teirri undir grein 2 umrøddu lóg, hvørjum málsøkjum løgtingið straks tekur við. Tað skal standa løgtinginum í boði sum frá líður at taka við fleiri av teimum málsøkjum, sum eru tilskilað í lógini, tó undir givnu treytunum.

§9. Lógir o.a., sum eru smíðaðar av ríkisstovnum, skulu ikki hava gildi í Føroyum, fyrrenn løgtingið hevur havt høvi at geva ummæli, møguliga við slíkum broytingum, sum umstøðurnar tala fyri. Undantøk frá hesi almennu reglu mugu tó verða gjørd viðvíkjandi grundlógini, fíggjarlógini, lógum um ríkislán og øðrum lógum, sum eru av slíkum slagi, at tær tola ikki slíkar skerjingar, ella tá ið ráðharri metir, at tær ikki kunnu bíða eftir ummæli løgtingsins.

§10. Sambært ásetingini hjá játtandi ríkismyndugleikunum verður sum higartil veittur stuðul av fíggjarlógini til almanna og mentanarlig endamál og til at stimbra vinnulívið, havna- og vegagerðir o.t.

§11. Tá ið føroyingar fáa danskt leiðarbræv og tjóðarprógv, kann "føroyingur" verða skoyttur uppí eftir "danskur" og "Føroyar" eftir "Danmark".

§12. Fyrisitingin verður løgd undir ráð (landsstýri), sum er samansett av ríkisumboðsmanni sum formanni og fýra limum úr landsnevnd løgtingsins. Formaður landsnevndarinnar, sum verður valdur av løgtinginum, er varaformaður landsstýrisins. Mál, sum fáa viðgerð í landsstýrinum, verða avgjørd sambært eftirfylgjandi reglum: Í málum, sum sambært grein 2 í umrøddu lóg eru løgd undir løgtingið, verður avgerðin tikin av limunum í landsnevndini. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Í málum, sum bara viðvíkja ríkisfyrisitingini, tekur ríkisumboðsmaðurin avgerðina. Øll onnur mál verða avgjørd av øllum limunum í landsstýrinum í felag.

§13. Ríkisumboðsmaður, sorinskrivari og fúti og hjálparfólk teirra verða sett í starv av ríkinum. Postverkið, vitaverkið og sjóverjan verða framhaldandi fyrisitin av ríkinum. Prestarnir í fólkakirkjuni og lærararnir í barnaskúlanum skulu framhaldandi verða undir galdandi skipan. Aðramáta skal verða kannað gjølligari, um tænastumenn, sum higartil eru settir av ríkinum, kunnu verða settir av landsstýrinum.

§14. Við ríkisfígging og føroyskari fígging skal verða roynt at seta føroyskt lánsfelag á stovn, sum skal virka í staðin fyri kredittfeløg, og sum skal fyrisita almenna útlánsvirkið í Føroyum.

§15. Tað skal standa føroyingum í boði gjøgnum uttanríkistænastuna at vera beinleiðis við í samráðingum, sum hava serstakan áhuga hjá føroysku vinnuni, serstakliga viðvíkjandi fiskivinnuni (AS, 67 - 70).

Í hesum endaliga tilboði frá donsku stjórnini varð stórur dentur lagdur á at varðveita ríkisfelagsskapin, og at danska grundlógin skuldi galda fyri Føroyar. Føroyar skuldu framvegis vera partur av danska ríkinum, og samstundis skuldu ymisk mentanarlig sereyðkenni hjá føroyingum virðast. Ríkisrættarliga støða Føroya skuldi vera óbroytt, also sum hon var fyri 1940. Ríkisdagsumboðan føroyinga skuldi varðveitast. Flaggið og málið viðurkennast við ávísum avmarkingum osfrv. Men uppskotið um, at ríkisumboðsmaðurin skuldi vera føddur formaður í landsstýrinum, kundi ið hvussu er ikki góðkennast av tjóðskaparsinnaðum føroyingum. Hetta minnir um støðuna áðrenn broyttu løgtingslógina í 1923, tá amtmaðurin var føddur formaður í løgtinginum.

Ongum av teimum føroyingum, sum høvdu verið til tingingar í Keypmannahavn, dámdi uppskotið hjá donsku stjórnini. Ilt er at siga, hvat hevði hent, um málið kom til atkvøðugreiðslu í tinginum; men hetta hendi í roynd og veru ikki. Tað er greitt, at sambandsmenn hildu stjórnaruppskotið vera sera víðgongt. Teir hildu, at stjórnin hevði slakað ov nógv fyri føroyskum sjálvstýriskrøvum. Fólkafloksmenn gjørdu greitt, at teir ikki tóku undir við uppskotinum. Javnaðarmenn kundu góðtaka partar av stjórnaruppskotinum; men teir førdu eisini fram atfinningar. Jákup í Jákupsstovu, sum tá umboðaði Javnaðarflokkin á tingi, boðaði frá, at hann ikki kundi taka undir við stjórnaruppskotinum sum grundarlag undir føroyskum-donskum felagsskapi. Tá hetta hendi, mistu Javnaðarfokkurin og Sambandsflokkurin tann lítla meirilutan, teir høvdu havt, og nú var greitt, at tað ikki fór at verða gjørligt at fáa danska uppskotið samtykt á tingi.

Til tess at fáa greiði á viðurskiftunum hevði Fólkaflokkurin hugsað sær, at føroysku veljararnir sluppu at atkvøða, um teir vildu hava politisku framtíðarstøðuna lagda:

1. nærri støðuni fyri 1940 enn stjórnaruppskotið,
2. ta leið stjórnaruppskotið vísir á,
3. fríari enn stjórnaruppskotið vísir, ella
4. loysing Danmarkar og Føroya millum.

Hetta varð ikki samtykt á tingi. Í staðin valdi løgtingsmeirilutin ta ultimativu "annaðhvørt-ella" loysnina, sum gav føroyingum valið millum: 1) stjórnaruppskotið, 2) loysing millum Føroya og Danmarkar. Tað var løgtingið, sum samtykti hetta, og danska stjórnin tók undir við hesum. Stjórnaruppskotið varð sent til hvørt hús í landinum. Í Kunngerð nr. 10 frá 18. juni 1946 (undirritað: Landsnevnd Føroya Løgtings 19. juni 1946, Th. Petersen, formaður) stendur m.a.:

I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya ímillum?

...

Kunngerðin ásetir í § 4 fylgjandi reglu fyri atkvøðugreiðsluni:

"Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at hann, ið atkvøður fyri einum punkti, setir kross við hetta. Atkvøðuseðilin er ógyldugur, tá ið ikki við vissu kann verða avgjørt, hvat punkt veljarin hevur viljað givið sína atkvøðu, ella tá ið er skrivað annað á atkvøðuseðilin enn ein krossur".

14. septembur 1946

Ásett varð, at fólkaatkvøðan skuldi fara fram 14. september 1946. Veljarin skuldi taka støðu til teir báðar møguleikarnar, sum nevndir eru omanfyri. Men støðan gjørdist eitt sindur ógreið við tað, at Fólkaflokkurin, sum til tá ikki hevði boðað alment frá, um teir klárt og greitt vildu hava loysing (hinvegin var heilt greitt, at flokkurin ikki vildi góðkenna danska uppskotið), boðaði sínum veljarum frá, at flokkurin vildi vera takksamur, um fólkafloksveljarin atkvøddi fyri loysing; men hinvegin førdi flokkurin fram, at teir veljarar, sum ikki dámdu stjórnaruppskotið, kundu skriva "nei" við stjórnaruppskotið. Hetta samsvaraði ikki við omanfyrinevndu kunngerð.

Á henda hátt sníkti Fólkaflokkurin ein triðja møguleika inn, og tað ber til at siga, at við hesum fekk fólkaatkvøðan dám av at vera vegleiðandi. Áðrenn fólkaatkvøðuna søgdu sambandsmenn og javnaðarmenn greitt, at atkvøðuseðilin bert var gildugur, um krossur varð settur antin við "stjórnaruppskotið" ella "loysing".

Úrslitið av fólkaatkvøðuni var: Stjórnaruppskotið fekk 5499 atkv. Fyri loysing atkvøddu 5660 veljarar, og tað vóru 481 "nei"-atkv. (íroknað annars ógildar atkv.). Valluttøkan var 66,4% av øllum teimum, sum høvdu atkvøðurætt.

Samandráttur/meting

Undir seinra heimskríggi styrknaði og mentist føroyska sjálvstýrisrørslan. 5-ára skilnaður Føroya og Danmarkar ímillum setti síni spor. Ávirkan úr Íslandi, sum uppsegði Samveldislógina og harvið loysti endaliga frá Danmark í 1944, hevur eisini í ávísan mun sett sín dám á politisku gongdina í Føroyum.

Føroyingar vunnu nógvan pening undir krígnum, serliga við at selja fisk til Bretlands. Vaksandi peningaliga vælferðin hevur stimbrað áræðið hjá fólki - og hugin til at fremja politiskar broytingar.

Fyri kríggið hevði Fólkaflokkurin virkað íðin fyri at leggja lunnar undir eitt føroyskt vinnulív, og hesa kós helt flokkurin upp gjøgnum krígsárini og longur fram.. Tað er tí væl skiljandi, at hesin vinnuflokkur var tann av táverandi føroysku flokkunum, sum gekk á odda fyri at vinna landinum størri politiskt frælsi. Eitt frælsi, sum gekk føroysku loysingini frá Danmark so nær, at fólkafloksmenn høvdu hugsað sær grundlógarfelagsskapin við Danmark avtiknan.

Longu í 1940 fingu føroyingar Bráðfeingisstýrisskipanina, sum í veruleikanum gav løgtinginum lóggávuvald. Sjálvt um hetta ikki broytti formligu støðu Føroya sum amt í danska ríkinum, so hevði tingið tó fingið rættindi, sum illa hevði borið til at tikið aftur frá tí, tá onnur lóg skuldi koma í staðin fyri Bráðfeingisstýrisskipanina. Eftir krígslok góðtóku danir, at Bráðfeingisstýrisskipanin skuldi vera galdandi, til onnur lóg loysti hana av.

Undir samráðingunum við føroyingar eftir kríggið hildu danir seg mest til Sambandsflokkin. Veruligi poltiski mótstøðuflokkur ríkismyndugleikanna var Fólkaflokkurin; men eisini Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vildu hava broytingar í politisku viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar (sí t.d. uppskot javnaðarmanna um Vina- og frælsissáttmála millum londini bæði). Í 1946 var ikki gjørligt hjá javnaðarmonnum og sambandsmonnum at semjast um ein felags politikk viðvíkjandi framtíðar støðu Føroya í danska ríkinum.

Sambandsflokkurin, hvørs politiska høvuðsmál var og er at varðveita politiska, búskaparliga og mentanarliga sambandið við Danmark, tók undir við "Tilboðnum"- endaliga uppskoti donsku stjórnarinnar frá 25. mars 1946 - sjálvt um Sambandsflokkurin helt, at danir høvdu slakað ov nógv fyri føroyskum sjálvsstýriskrøvum í nevnda tilboði. Í veruleikanum var helst so, at eingin føroyskur flokkur heilhugaður kundi taka undir við nevnda tilboði frá donsku stjórnini.

At atkvøðumeiriluti var fyri loysing tann 14. septembur 1946, loypti hvøkk á mong fólk bæði í Føroyum og Danmark, og hetta vísir, at meirilutin av føroysku veljarunum ikki lat seg ræða av "antin-ella" politikkinum hjá donsku stjórnini móti føroyingum.

Ítøkiliga tulkað merkir úrslitið av fólkaatkvøðuni, at føroysku veljararnir 1) við 161 atkvøðum í meiriluta valdu loysing millum Føroya og Danmarkar, og 2) vrakaðu uppskotið hjá donsku ríkisstjórnini um politiska nýskipan av viðurskiftunum millum bæði londini.

Í sjálvum sær merkti úrslitið av fólkaatkvøðuni ikki, at loysingin millum Føroya og Danmarkar í stundini var veruleiki; men nevnda úrslit merkti, at ein meiriluti av teimum veljarum, sum høvdu verið á vali tann dagin, fólkaatkvøðan fór fram, vildi hava Føroyar loystar frá Danmark.

Tað er veruleiki, at danska stjórnin og ríkisdagurin og - sum frá leið - ein meiriluti av føroyskum poltikarum valdi ikki at virða ítøkiliga úrslitið av fólkaatkvøðuni, men hinvegin at finna fram til aðra loysn av politisku viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar.

Tað verður tí neyðugt at leita eftir nøkrum av høvuðsorsøkunum til, at bæði danir og meirilutin av føroyskum politikarum valdu at byggja politisku framtíð Føroya á ríkiseindina. Tann næsti kapittulin í frágreiðingini verður tí fyri tað mesta bygdur á higartil ókent (ella lítið kent) skjalatilfar. Í hesum sambandi verður roynt at lýsa nakrar orsakir (sum higartil neyvan hava verið viðgjørdar) til, at danir løgdu so stóran dent á at varðveita Føroyar innan karmar danska ríkisins.

Heildartilvísing:
Annfinnur í Skála:"Stjórnarskipanarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu", Tórshavn 1992.
Jákup Thorsteinsson og Sjúrður Rasmussen: "Rigsfællesskabet mellem Færøerne og Danmark", Tórsh. 1999.
Jákup Thorsteinsson: "Ríkisfelagsskapurin" (fyrilestur í Norðurlandahúsinum, 1997).

 

DONSK SJÓNARMIÐ VIÐVÍKJANDI RÍKISFELAGSSKAPINUM Í 1940-ÁRUNUM

Kanningarevni

Ætlanin við hesum kapitlinum er at lýsa serliga donsk, men eisini onnur sjónarmið, sum eru komin fram í sambandi við kjakið um støðu Føroya í danska ríkinum eftir fólkaatkvøðuna í 1946. Spurningar, sum kunnu setast fram í hesum sambandi, eru eitt nú: Hvussu tulkaðu danir úrslitið av fólkaatkvøðuni, og hvussu varð hetta úrslit viðgjørt politiskt? Hvat ávirkaði danskar poltiskar avgerðir? Hevði støða Føroya í danska ríkinum áhuga uttan fyri nevnda ríki? Hvønn strategiskan (og harvið eisini politiskan) týdning høvdu Føroyar í andstøðuni millum stórveldini (fyri og) undir kalda krígnum?

Keldurnar

Tað heimildartilfar, ið nýtt verður sum grundarlag undir hesum partinum av viðgerðini, er at finna í: Udenrigsministeriets arkiv, Centraldepotet, Journal nr. 8 H 1 a, Aktpakke nr. 5, 7./8./1946 - 31./12./1947. Reol 6054, Rigsarkivet.

Politiskar avleiðingar av fólkaatkvøðuni 1946

16. septembur 1946 prentaði danska blaðið "Politiken" greinina "Flertal på kun 150 stemmer for Færøernes løsrivelse".

Fyrra partin av greinini hevði EM (Eiden Müller) skrivað. Dentur varð lagdur á, at "Afstemningen på Færøerne kom ikke til at give det helt klare billede af det overvejende folkeflertals ønsker", og so varð sagt, at "Afstemningsresultatet er dog ikke ensbetydende med, at Færøerne allerede automatisk er skilt fra Danmark" og framhaldandi: "Lagtinget har ikke forud for folkeafstemningen klart tilkendegivet, om afstemningen skal være bindende for Færøerne eller ej, og det bliver derfor lagtingets sag den 21. (september) at tage konkret stilling til resultatet og afgøre, om løsrivelsen skal gennemføres øjeblikkelig". So kom Eiden við einum tal-eksperimenti: "I mange kredse anstiller man sig iøvrigt følgende betragtning: Lægger man de ugyldige Nej-stemmer - der ikke kan betragtes som løsrivelses-stemmer - til forslagsstemmerne, får man 5980 stemmer, der ikke ønsker løsrivelse, mod 5650, der ønsker løsrivelse. Heraf har man lov til at udlede, at der reelt er 330 stemmers flertal for fortsat samhørighed, selv om naturligvis Nej-stemmerne ved stemmesammentællngen er og bliver ugyldige". EM var ikki einsamallur um hasa tulking.

Men, av størri týdningi var tað, sum forsætismálaráðharrin, Knud Kristensen, segði við Politiken (og eisini í donskum útvarpi). Fyrst legði hann dent á, at hann legði fram sítt persónliga sjónarmið, tí hann hevði ikki havt stundir til at samráðast við aðrar. Hann bar fram: "Når der er et flertal for løsrivelse, så må vi skilles ad; det har vi lovet færinger, og vi kan ikke omfortolke eller undlade at tage hensyn til en afstemning, hvis den ikke passer os. Vi har ingen glæde af færingerne, hvis de ikke vil være sammen med os, og vi må respektere flertallet for løsrivelse. Der må nu komme forhandlinger om, hvordan en adskillelse skal foregå; den må ske i fordragelighed ... Et flertal af færinger har valgt selvstændighed, og det må vi bøje os for. Jeg tror ikke, vi kan gøre yderligere indrømmelser, så hører næsten alting op. Når man har rettigheder, så har man også et ansvar. Men når færinger ikke vil længer, så kan vi ikke tvinge dem. Jeg har ikke drøftet sagen med nogen, men det er min opfattelse, at der nu må forhandles om, hvordan de kan blive frie". Hetta var greið tala, og sjálvt um Knud Kristensen segði, at hetta var hansara "personlige opfattese", so var hann hóast alt danskur forsætismálaráðharri. Tað kann ikki vera ivi um, at Knud Kristensen helt fólkaatkvøðuna vera bindandi, at hann helt, at danska uppskotið (sí kapittulin frammanundan) var nóg víðgongt, at úrslitið av fólkaatkvøðuni mátti vera loysing, og at tað nú var neyðugt við samráðingum millum føroyskar og danskar myndugleikar um, hvussu loysingin skuldi setast í verk.

Aage Hilbert, amtmaður, hevði eina aðra útlegging í sama blaði: "Resultatet er beklageligt, fordi det ikke giver noget klart udtryk for, hvad det virkelige flertal af færinger vil. Efter udviklingen på Færøerne det sidste halve års tid er det i og for sig ikke nogen overraskelse, at der ikke blev noget klart flertal for regeringsforslaget, men det er samtidig en overraskelse, at der faldt så relativt mange stemmer for løsrivelse ... med det foreliggende resultat - 1/3 for forslaget, 1/3 for løsrivelse og 1/3, der ikke stemte - er stillingen blevet meget uklar, og det fremtidige forhold mellem Færøerne og Danmark kan vel herefter kun ordnes efter nye forhandlinger". Hilbert hevði ið hvussu er rætt í, at tær mongu loysingaratkvøðurnar vóru "en overraskelse" fyri mangar danir. Hann tulkaði ikki fólkaatkvøðuna sum bindandi og heldur ikki úrslitið sum ein loysingarmeiriluta.

Longu 17. septembur 1946 vísti "Information" í greinini "Præsident og statsminister holder sig klar på Færøerne" (hesir vóru ávikavist Edvard Mitens og Thorstein Petersen) á, at "Knud Kristensens udtalelser får konsekvenser i Thorshavn. Suderø vil ikke løsrives". Her varð víst á, at tað, sum Knud Kristensen hevði sagt um loysing, var frætt í Havn, og at Thorstein Petersen, sum frammanundan fólkaatkvøðuni ikki "uforbeholdent" hevði mælt sínum partamonnum til at atkvøða fyri loysing, nú sjálvur hevði valt loysingarleiðina. Thorstein Petersen segði við "Information": "Den færøske nation har vist sit kraftige ønske om selvstændighed. Der foreligger altså nu den situation, at det færøske folk og det danske folk er adskilt. Beslutningen står fast. Og vi står derfor nu over for at skulle føre det færøske folks vilje ud i livet. Vi må vælge de mænd, som skal lede nationen. De, der stemte for regeringsforslaget må sande det gamle ord om, at den, der graver en grav for andre, ofte selv falder i den ...".

Tað er heilt greitt, at nú ivaðust fólkafloksmenn ikki meira. Í teirra hugaheimi var úrslitið av fólkaatkvøðuni bindandi, meiriluti var fyri loysing, og loysingin skuldi fremjast sum eitt føroyskt tiltak, sum var grundað á fólkaatkvøðuna. Tá ið Thorstein tosaði um, at tann, ið grevur eina grøv fyri onnur ..., sipaði hann helst til, at sambandsmenn høvdu vissað danska vinstraflokkin um, at stóð valið millum loysing og uppskotið hjá donsku stjórnini, so fóru føroyingar óivað at velja danska uppskotið. Á tann hátt var valið ein politiskur ósigur fyri bæði danska vinstraflokkin og sambandsmenninar.

Men, sama dag visti "Information" eisini at siga frá, at longu áðrenn Knud Kristensen hevði sagt sína hugsan um viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar alment, hevði Thorkil Kristensen, fíggjarmálaráðharri og partamaður forsætismálaráðharrans, sagt: "Den færøske befolknings skæbne er nøje knyttet til Danmark og de andre nordiske lande, men det er alligevel et selvstændigt folk. Der kan ikke være tvivl om, at når resultatet blev, som det gjorde, er det bl.a. en følge af afspærringen efter 9. april. Færøerne blev besat af England og fik nær tilknytning til den engelske økonomi. Og lad det straks være sagt: afstemningen gav ikke noget klart billede af situationen. Det vil være farligt at træffe afgørelse om et folks skæbne på grundlag af afstemningen. Jeg formoder, at der kommer forhandlinger i gang, og det bliver en meget stor opgave for dem, der skal føre forhandlingerne. Færingerne er blevet sig selv bevidst som et særligt folk. På den anden side hviler økonomien på et spinkelt grundlag. Det vil være vanskeligt at undgå at komme i afhængighed af fremmede. Det er en betænkelig sag for Danmark og Norden. De nordiske landes skæbne hører sammen. For hver gang en bid rives løs af den kreds, vokser faren for, at visse stormagter vil interessere sig for andre dele. Det er i hele Nordens interesse, at alle dele af Norden bevares inden for den nordiske kreds. Det vil forhåbentlig lykkes med Færøerne".

Um hetta verður samanborið við tað, sum Knud Kristensen segði, so er greitt, at Thorkil Kristensen hugsaði "størri", enn forsætismálaráðharrin. Sjónarringurin var víðari. Thorkil Kristensen umrøddi føroyingar sum "et selvstændigt folk", men hann nýtti ikki orðið "nation". Undir krígnum vórðu Føroyar tætt knýttar at enska búskapinum; men lagna føroyinga var nær knýtt at Danmark og hinum norðurlondunum. Føroyar máttu varðveitast sum norðurlendskt øki. Um fólkaatkvøðuna segði hann bert: "Det vil være farligt at træffe afgørelse om et folks skæbne på grundlag af afstemningen". So kann spyrjast: hvaðani kom so vandin? Jú, hann kom uttanífrá. Frá londum, sum lógu uttanfyri Norðurlond. Av hesum var bert Ongland nevnt. Allir partar av norðurlondum skuldu varðveitast móti ágangi uttanífrá - eisini Føroyar. Vandi var fyri, at "visse stormagter" vóru áhugaðar í at ogna sær partar av norðurlendska økinum. Norðurlond máttu standa saman móti møguligum stórveldaágangi. Vóru hini stórveldini USA og USSR? Í 1946 hevði USA longu fyri fleiri árum síðani fingið fótin fastan í Grønlandi, og Bornholm var framvegis hersett av sovjettiskum hermonnum fram til apríl 1946. Eisini var støða Finnlands mótvegis Sovjettsamvendinum ótrygg. Sjónarmið, sum líkjast teimum hjá Thorkil Kristensen, verða viðgjørd seinri í viðgerðini. Í øllum førum benda tey á, at spurningurin um loysing millum Føroya og Danmarkar ikki bert var eitt "einfalt" politiskt mál millum tey bæði her nevndu londini. Tað hekk so mangt annað uppi í.

Tað, sum í hesi tíð hendi í Havnini gjørdi tað alneyðugt hjá dønum at greiða tey politisku viðurskiftini í Føroyum sum skjótast.

Í einum telegrammi frá "Ritzaus Bureaus Korrespondent i Thorshavn", dagfest 18. septembur 1946, varð greitt frá, at: "Ved det overordentlige lagtingsmødes åbning i dag, proklamerede formanden, Thorstein Petersen, det færøske rige på grundlag af folkeafstemningen". Thorstein Petersen lýsti also føroyska statin uttan samráðingar við danir. Hetta merkir, at alment grundaði hann sín tjóðskaparpolitikk einans á úrslitið av fólkaatkvøðuni. Hetta, vísti tað seg, kundu danir ikki gótaka (sí seinri í viðgerðini).

Eisini stendur í telegramminum: "De to repræsentanter for Suderø, Djurhuus, Sambandspartiet, og Dam, Socialdemokratiet, der havde foranlediget dette møde, fik ikke refereret deres vælgerhenvendelse i tinget (suðuroyingar vildu ikki loysa), idet formanden henviste til, at folkeafstemningen ville blive behandlet som en særskilt sag senere hen på Lagtingets samling. Suderø-repræsentanterne fastslog herefter, at formanden havde nægtet dem lejlighed til at forebringe henvendelsen for Lagtinget, og kapitulerede". Telegrammið endaði: "Sambandspartiets formand (A. Samuelsen) polemiserede skarpt mod lagtingsformanden om dennes proklamation af Færøstaten og hævdede, at grundloven, som stadig gælder for Færøerne, kan ikke ophæves ved folkeafstemning, i det mindste så længe lovgivningsmagten endnu ikke havde talt". Hetta sjónarmið, fer tað at vísa seg, samsvaraði væl við sjónarmiðini hjá politisku flokkunum í Danmark. Í Føroyum nærkaðust javnaðarmenn og sambandsmenn meira og meira hvørjum øðrum í stríðnum móti fólkafloksmonnum.

18. septembur telegraferaði Vagn Hansen, kst. amtmaður, úr Havn (telegrammið er í avriti), at Thorstein Petersen m.a. hevði skrivað í Dagblaðnum dagin fyri, at løgtingsval átti at verið hildið skjótast gjørligt; men fyrst var neyðugt at skipa stjórn, og annars ikki gera týðandi broytingar fyrr enn fólksins nýggju umboðsmenn høvdu tikið við starvi teirra. Annars framgongur av telegramminum, at Thorstein Petersen hevði skilt Knud Kristensen soleiðis (víst varð til útvarpsrøðu hjá Knud Kristensen), at skilnaður mátti vera millum føroyinga og dana, og nú mátti virkast saman um, at hesin skilnaður varð framdur í góðari semju, og at bert ein føroysk stjórn við fullari ráðharraábyrgd fyri fólkavalda føroyska tinginum kundi fara til samráðingar við donsku stjórnina um úrslitið av fólkaatkvøðuni.

Áritað á telegrammið við handskrivt: Statsministeren (ella Statsministeriet, kann ikki lesast) kan ikke godkende denne fortolkning, 20/9 G.R. (Gustav Rasmussen). Danir høvdu ikki hugsað sær at góðkenna nakra føroyska stjórn við ráharraábyrgd, sum teir skuldu samráðast við.

Í Havnini vaks spenningurin støðugt, og 18. septembur telegraferaði Vagn Hansen til Forsætismálaráðið í Keypmannahavn: "Ethvert forsøg på krænkelse af den gældende styreform vil naturligvis møde modstand fra den danske administration på Færøerne Stop Skulle eventuelle ulovligheder ikke kunne forhindres håber jeg, at regeringen i så fald vil sende inspektionsskib". Í danska forsætismálaráðnum var fundur millum fíggjarmálaráðharran, deptch. Andreas Møller, Hilbert amtmann (hóast hann var fluttur til Keypmannahavnar, var hann enn formiliga amtmaður í Føroyum. Vagn Hansen var settur amtmaður) og Gustav Rasmussen. Samtykt varð at fjarrita til Vagn Hansen: "Skulle der, som af Thorstein Petersen bebudet, blive dannet en færøsk regering, bør De i eget navn nedlægge formel protest mod en styreform, der ikke er fremgået af forhandling mellem lagtinget og regeringen i København. Embedsmændene bør uden at medvirke ved etableringen af eventuel ny styreform søge at undgå episoder og fortsætte administrationen af løbende og vigtige sager. Ønskes lagtingsvalg afholdt bør De medvirke dertil eventuelt tolerere det...". Áritað við handskrivt stendur: "Godkendt af statsministeren (han er i Jylland) under telefonsamtale med finansministeren. 19/9 GR").

So høvdu danir á hægsta staði (uttan tó at forsætismálaráðharrin var beinleiðis við) samtykt ikki at góðkenna eina møguliga føroyska stjórn. At danska stjórnin veruliga metti støðuna at vera hættisliga kom fram í skrivi frá Arup (hann var ráðharraskrivari í forsætismálaráðnum) til Gustav Rasmussen, uttanríkismálaráðharra. Skrivið er dagfest 20. septembur, og sagt varð, at flotamálaráðið (marineministeriet) hevði sent telegramm í kodu til kapteinin á "Thetis" við hesum boðum: "Afgå snarest Thorshavn Red stop Sæt Dem i forbindelse med amtmanden inden andre går i land stop Meld ankomst Thorshavn red". 24. september boðaði "Marineministeriets Efterretningsstation" í "Afskrift af melding 29802 fra Thetis" frá, at "Situationen i Thorshavn fuldstængig normal og rolig. I lagtingsmødet i dag ikke bragt endelig klaring, men mødet fortsættes mandag. Løsrivelse synes dog mest sandsynlig, da Folkeflokken har fået tilslutning af een socialdemokrat (viðm.: Jákup í Jákupsstovu) og dermed flertal i lagtinget ...". Einki bendir á, at kapteinurin á "Thetis" hevði fingið boð um at nýta hervald móti føroyingum. Heldur skuldi hetta skiljast á tann hátt, at danir vildu gera greitt, at tað vóru teir, ið høvdu valdið, um veruliga á stóð.

Fáar dagar frammanundan, 19. september 1946, hevði "Information" boðað donskum lesarum frá tí, sum hendi á stutta løgtingsfundinum 18. sept., tá Thorstein Petersen "proklamerede Færø Riget". Tað var Mogens Nyholm, sum skrivaði greinina, og er hon mest sum endurtøka av tí, sum sagt er frammanundan; men hetta kann verða endurgivið: "Det færøske lagting trådte sammen i aftes kl. 18. Tilstrømningen til tilhørerpladserne og sammenstimlen af folk uden for lagtingsbygningen var større end nogensinde. I bygningen var der næsten ikke til at få luft. Udenfor var der slået nogle plakater op med ordlyden af en amerikansk bladartikel om Færøerne. Det var "New York Herald Tribunes" advarende ord om, at et så lille land som Færøerne ikke af strategiske grunde kunne ligge alene" (mín undirstriking og kursiv, JT). Hetta vísir vaksandi útlendskan (her amerikanskan) áhuga fyri politisku viðurskiftunum í Føroyum. Legg til merkis, at amerikanarar tosa um strategiskar orsakir.

Men eisini Frakland hevði givið hesum problematikki gætur. Í skrivi frá "Kgl. Dansk Gesandtskab" í París", dagfest 17. sept. 1946 til danska uttanríkismálaráðið (genpart fra 5.F.S.a, stemplað: UM. 20. sept. 1946, 8.H.1.a.) segði ein J. C. W. Kruse frá, at Louis Tissot, ið var serkønur í skandinaviskum viðurskiftum hjá "Le Monde", hevði skrivað grein um "de skandinaviske landes forposter i Nordatlanten". Í greinini var viðvíkjandi Danmark umrøtt, hvussu Ísland longu hevði tikið loysing, og hvønn veg tað bar í Føroyum. Tissot metti sambandið millum Føroya og Danmarkar at vera hótt, og hann legði dent á (endurgivið á donskum), " at stormagterne ikke har modarbejdet de uafhængighedsbestræbelser, som f.eks. Færøerne har givet udtryk for" (undirstrikað JT).

Samráðingarnar í Keypmannahavn millum føroysku sendinevndina og donsku stjórnina vóru eisini umrøddar. Tissot helt, at undir hesum samráðingum hevði danska stjórnin givið nógv eftir. Viðvíkjandi hersetingini av Grønlandi og Føroyum var sagt frá, at danski verjumálaráðharrin, Harald Petersen, hevði vónað, at amerikumenn og bretar skjótt fóru at fara úr Grønlandi og Føroyum (viðm.: seinastu bretsku hermenninir fóru úr Føroyum í september1945). Um russisku hersetingina av Bornholm var skrivað (í danskari endurgeving) : "Hvis man trækker en parallel mellem besættelserne af Grønland og Færøerne, må man, forklarer Tissot, sige, at russerne ved at forlade Bornholm meget hurtigt og under passende former, har gjort sig fordelagtigt bemærket i København".

Síðani kemur ein umrøða av russiskum áhugamálum á Svalbard: "Om hele spørgsmålet siger han (Tissot), at særlig Danmarks stilling var udsat, fordi det vanskelig kan acceptere at slippe kontrollen med disse lande, til hvilke de har bragt kristendommen og civilisationen. Disse forposter har for Danmark en moralsk værdi og betyder også et spørgsmål om prestige for landet" (viðm.: Danir høvdu einki við Svalbard at gera, og teir høvdu ikki kristnað føroyingar. Í hvønn mun, danir høvdu "civilserað" føroyingar, kunnu onnur taka støðu til). At tað kundi vera ein politisk "prestiga" fyri Danmark at varðveita Føroyar innan karmarnar av danska ríkinum, er væl hugsandi. Slík hugsan var ikki ókend tá í tíðini, heldur enn nú.

Í greinini verður eisini nevnt, at danin Oldenow hevði svarað norska Quislingráðharranum, Lunø, aftur, tá hesin hevði tosað um norsk áhugamál í arktisku økjunum, at "fastholdelsen af Grønland og andre besiddelser under den danske krone var et æresspørgsmål for landet".

Endurgevingin av fronsku greinini í "Le Monde" endar við orðunum: "Men også Sverige... er interesseret i disse spørgsmål, fordi dette land ønsker at være det skandinaviske fællesskabs ældste datter, ligesom Island fra svensk side betragtes som en fjerntboende søster, således at Sveriges sympati er så meget desto bemærkelsesværdi gere som stormagternes interesser synes at krydses i disse egne af jorden".

Hóast ítøkiligar misskiljingar, sum tó í tí stóra samanhanginum hava avmarkaðan týdning, er greinin í "Le Monde" áhugaverd. Aftanfyri hómast ein vaksandi norðurlendsk felagskensla eftir heimskríggið, samstundis sum stórpolitisku viðurskiftini í heiminum (spenningurin millum vesturheimin og eysturheimin) øtlaðust. Um hetta verður samanborið við tað, sum Thorkil Kristensen segði (sí omanfyri), so verður meira og meira sjónligt, at bæði skandinavisk og stórpolitisk hugsan hevur ávirkað danska støðutakan til føroyska loysingarspurningin. Hetta kemur sjónskari fram seinri í viðgerðini.

Ein hending, sum fór fram í Havnini í hesum døgum, kann vera áhugaverd í hesum sambandi: Eitt bretskt herskip kom til Havnar. Tað hevði Dannebrog á stórmastrini; men tað tykist sum bretski konsulin Slaymaker fekk í lag, at Dannebrog varð tikið niður, og føroyska flaggið vundið á stong. Hetta dámdi amtmanninum sera illa, og hann telegraferaði til Forsætismálaráðið 20. sept., at hann hevði greitt Slaymaker frá, at "der endnu ingen ændret situation forelligger hverken statsretlig eller folkeretlig". Amtmaðurin segði um Slaymaker: "Han er ingen betydelig mand, fører utvivlsomt sin egen politik for at forblive her, og har næppe sin regering bag sig. At konsulen driver for Danmark skadelig virksomhed, vil den engelske regering sikkert kunne få bekræftet (af) den herværende konsul Brockie". Um vitjanina varð sagt: "Officielt skyldes besøget blot minestrygning i omkringliggende farvande". Hendingin virkar mest sum skemtilig; men danskir myndugleikar tóku hana i álvara. Málið endaði hjá ovastu bretsku myndugleikunum. Eingin ivi skuldi vera um, at tað var Danmark, sum hevði yvirvaldið (suverenitetin) yvir Føroyum.

19. september 1946 fór "chiffertelegram" frá donsku stjórnini til "samtlige gesandtskaber". Her vórðu endurgivin boðini frá danska forsætismálaráðnum til danska amtmannin í Føroyum um at mótmæla, um Thorstein Petersen fór at skipa føroyska stjórn, uttan at samráðingar um hetta høvdu verið frammanundan við donsku stjórnina.

Til sendistovuna í London varð lagt afturat: "Amtmanden har indberettet engelsk minestryger ankom 18. septenber Thorshavn ombyttede dansk flag med færøsk flag efter britisk konsuls råd. De bedes over for britiske regering udtale danske regerings alvorlige beklagelse heraf og søge udvirket at konsulen instrueres om, at der ikke foreligger nogen statsretig eller folkeretlig forandring der kunne begrunde en sådan disposition".

Danski sendiharrin í London tá var Eduard Reventlow, vinmaður Henrik Kaufmann, sum samstundis var danskur sendiharri í Washington. Tað var Kaufmann, ið hevði so stóran leiklut í sambandi við amerikonsku herstøðirnar í Grønlandi. Undir krígnum førdi hann mest sum sín egna politikk mótvegis USA. Hann hevði ikki álit á donsku stjórnini, meðan Danmark var undir týskum hervaldi. Reventlow var kendur við viðurskiftini í Føroyum. Hann hevði verið her undir krígnum. Seinri í viðgerðini verður víst á, hvussu hann hevði ávirkan á danska Føroya-poltikkin.

21. september 1946 boðaði danska forsætismálaráðið donskum sendistovum kring allan heimin frá almennu politisku støðutakan síni til tær hendingar, sum fóru fram í føroyskum politikki: "Regeringen finder anledning til at udtale følgende: Ved den nu afholdte folkeafstemning, som er besluttet og tilrettelagt af lagtinget, men som regeringen har fundet ønskelig, blev der på regeringsforslaget om betydeligt udvidet selvstyre afgivet ca. 5.550 og for løsrivelse ca. 5650 stemmer, medens 480 stemmer var ugyldige og ca. 5900 vælgere ikke har afgivet stemme. Under forhandlingerne i begyndelsen af året erklærede regeringen, at dersom Færøerne måtte ønske den fulde selvstændighed og ophør af det historiske samhørsforhold med Danmark, ville den fuldt ud respektere dette ønske. Dette standpunkt fastholder regeringen. Hvorledes man end vil bedømme udfaldet af folkeafstemningen er det imidlertid klart, at afstemningen hverken i sig selv medfører en ny folkeretlig eller statretlig stilling for øerne eller giver lagtinget hjemmel til ensidig at indføre en sådan nyordning. En ensidig handling af denne karakter ville være ulovlig og ville ikke kunne anerkendes af regeringen. Enhver ændring i den hidtidige ordning må fremgå af en forhandling mellem lagtinget og rigets myndigheder. Tanken om udskrivning af lagtingsvalg kan regeringen tiltræde. Erklæringen er tiltrådt af repræsentanter for samtlige politiske partier".

Henda útsøgn er sera týdningarmikil, tí her varð støðutakanin hjá donsku stjórnini klárt og greitt sett upp. Her er lítið at ivast í. Vildu føroyingar hava fult sjálvstýri, fór stjórnin at virða hetta ynski til fulnar. Stjórnin góðkendi ikki "Nei"-atkvøðurnar. Fólkaatkvøðan gjørdi í sjálvari sær ongar fólka- og statsrættarligar broytingar millum Føroya og Danmarkar (hetta er óivað beint). Løgtingið hevði ikki loyvi til bert sjálvt at fremja nakra nýskipan av støðu Føroya. Slíkt tiltak hevði í sjálvum sær verið ólógligt, og stjórnin kundi tí ikki taka undir við hesum. Skuldu broytingar fremjast í viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar, skuldi hetta henda við støði í samráðingum millum løgtingið og myndugleikar ríkisins. Viðmerkjast kann her afturat, at sjálvt um tað vóru fleiri loysingaratkvøður enn atkvøður fyri stjórnaruppskotinum, so merkti hetta ikki í sjálvum sær, at Føroyar bert kundu fara út úr felagsskapinum við Danmark uttan víðari - sæð úr ríkissjónarmiði úr Keypmannahavn, tí at tað vóru 2 partar í felagsskapinum. Tað vóru eisini danir, ið mettu, at tað, sum Thorstein Petersen og Fólkaflokkurin vóru í ferð við at fremja, var einki minni enn uppreistur.

Tað, sum varð sagt í skrivinum til donsku sendistovurnar, varð kunngjørt danska amtmanninum í Føroyum í skrivi frá 22. sept. Lagt varð afturat: "Den i Deres telegram nævnte lagtingsbeslutning om protokolførslen fra mødet den 18 vedrørende suveræniteten over Færøerne er derfor ugyldig. En eventuel vedtagelse af det af 12 lagtingsmedlemmer den 21. september fremlagte forslag til lagtingsbeslutning ville ligeledes være ugyldig. Organer, der måtte være skabt i henhold til en sådan beslutning ville være ulovlige og kunne derfor ikke udøve nogen myndighed. Overhovedet må det have sit forbillede ved den hidtidige ordning, så længe denne ikke på lovlig måde er ændret ved forhandlinger mellem lagtinget og rigets myndigheder...".

Nú var heilt greitt, at danska stjórnin ikki fór at lata sær lynda politikkin hjá løgtingsmeirilutanum. Varð hildið fram við loysingarpolitikkinum, fór danska stjórnin at taka einihvørji stig til at forða fyri politisku gongdini í Føroyum.

1. 23. september 1946 skrivaði Hilbert til Knud Kristensen, forsætismálaráðharra. Hilbert var tá í Keypmannahavn. Hann setti fram sjónarmið síni í 4 stórum pettum. Í stuttum vóru sjónarmiðini hesi: 1. Fyrst mátti stjórnin greitt taka støðu til, um hon vildi seta seg ímóti loysingini á hesum grundarlagi: Fólkaatkvøðan og løgtingsavgerðin. Hilbert helt tað vera heilt greitt ("det er klart for enhver") at tilboðið frá donsku stjórnini til Føroyar ikki hevði tað merking, at fólkaatkvøðan í sjálvari sær avgjørdi spurningin um sambandið millum londini, ella at løgtingið við støði í fólkaatkvøðuni einvegis kundi taka avgerð um nevnda samband. Men hetta helt hinvegin løgtingsmeirilutin, og hetta kundi, sum lað ljóðaði, skjótt føra til, at ein stjórn varð skipað í Føroyum. "Uanset en sådan fremgangsmåde fra lagtingsflertallets side er forkastelig i enhver henseende, måtte man formentlig fra dansk side nøjes med protester m.v., hvis man havde det standpunkt, at afstemningen ubetinget måtte føre til adskillelse. Der ville i så fald have været enighed mellem regeringen og lagtingsflertallet om resultatet (løsrivelse) efter afstemningen, og det ville derfor næppe have været heldigt at tage en stor kamp om fremgangsmåden".

2. Men, aftaná fráboðanina frá stjórnini 20. sept. og svar stjórnarinnar til Thorstein Petersen 22. september (um amtið) var greitt, at stjórnin ikki viðurkendi løgtingsins rætt til at virka sjálvstøðugt (ella taka egnar politiskar avgerðir, uttan at spyrja stjórnina eftir).

3. Tað var orsøk til at óttast fyri og rokna við, at tær greiðu ávaringarnar frá stjórnini, ávísingarnar til at løgtingsmeirilutin fór fram í heimildarloysi, og áheitanirnar um at varðveita status quo til stjórnin kundi fara til samráðingar við eitt nývalt løgting, ikki fóru at forða løgtingsmeirilutanum í at gera eina føroyska stjórn, og at kunngera hetta og loysingina ("selvstændigheden") fyri útlondum - og at royna at yvirtaka alla fyrisitingina av Føroyum.

Tá løgtingsmeirilutin hevði tikið eina tílíka avgerð var neyðugt, at danska stjórnin tók tað næsta stigið, og Hilbert hevði hetta uppskot til stjórnina:

a. Tilsøgnin til føroyska fólkið um sjálvstøðu skuldi standa við; men sjálvstýri kundi bert fremjast á lógligan hátt, nevniliga við, at ríkisdagur og stjórn medvirkaðu - og ikki við løgtingsins einvísu fremferð.

b. Stjórnin kundi ikki medvirka til at stovna føroyskt sjálvstýri - grundað á eina fólkaatkvøðu, har bert 1/3 av veljarunum hevði atkvøtt fyri sjálvstýri og grundað á eina avgerð hjá løgtingsmeirilutanum, ið bert var 12 av 23 tingmonnum. Eisini ivaðist Hilbert í, um hesin tepri tingmeiriluti hevðu fjøldina av føroysku veljarunum aftan fyri seg.

c. Stjórnin mátti síðani meta tað vera neyðugt, at nýval til løgtingið varð sett í verk sum skjótast, og stjórnin skuldi beinanvegin taka upp samráðingar við nýggja løgtingið við atliti at tí tilsøgnini um sjálvstýri, sum var givin "eller en samhørighedsordning efter retningslinjerne i regeringens tilsagn af 27. marts 1946".

d. Til hesar samráðingar vóru loknar, skuldi bráðfeingisstýrisskipanin frá 9. mei 1940 standa við.

e. Stjórnin skuldi fullgera umrødda politikkin á lógarinnar grund við at senda tingið heim og skriva út nýval.

f. Tað, sum løgtingsmeirilutin hevði sett í verk (føroysk stjórn osfrv.), var ólógligt og ikki galdandi og skuldi setast til viks, "om fornødent ved anvendelse af de retsmidler, som loven anviser".

4. Um stjórnin valdi at føra tann politikk, sum Hilbert her hevði ávíst - "hvad jeg for mit vedkommende meget henstiller" - mælti Hilbert eisini til, at stjórnin straks sendi eina sendinevnd til Føroya "for at denne på stedet kan bistå den konstituerede amtmand, de øvrige tjenestemænd samt den loyale del af befolkningen ved gennemførelse af den fastlagte politik og ved imødegåelse af de vanskeligheder, der må befrygtes. Der vil kunne opstå spørgsmål om anvendelse af magtmidler, og der vil utvivlsomt opstå en række andre vanskelige spørgsmål, som det er meget vanskeligt for en konstitueret amtmand at klare alene ... Fra mine egne erfaringer på Færøerne ikke mindst i krigsårene ved jeg, hvor vanskeligt det kan være at stå alene deroppe i vanskelige situationer ... Jeg føler mig ligeledes efter mit mangeårige intime og gode samarbejde med formændene for Sambandspartiet, Socialdemokratiet og det gamle Selvstyreparti forvisset om, at også disse med den største glæde ville se, at en delegation fra regeringen kom til Færøerne. Deputationen måtte ubetinget ledes af en minister, fordi kun en minister har den fornødne autoritet til at tale og handle på regeringens vegne, men jeg mener samtidig, at det er meget betydningsfuldt, at departementschefen i statsministeriet er deltager for at sikre kontakten til Færøernes særlige ministerium, ligesom jeg anser det for naturligt, at jeg selv, som stadig beklæder stillingen som amtmand over Færøerne, deltager i den foreslåede sendelse".

Hetta var ikki smávegis. Hilbert man hava havt ring minni úr Føroyum. Ilt er at siga, hvussu nógv jura var í hesum skrivi, sum nógv meira er at meta sum ein politisk tilráðing. Einum hevði hann ið hvussu er rætt í: tað var uttan iva lógligt sum so at senda tingmenn til hús, tí hetta var heimilað í løgtingslógini frá 1953 (sí seinri). Spurningurin er bert, um danir ikki nýttu henda møguleika líka so nógv úr politiskum sum úr løgfrøðiligum sjónarmiði, tá hetta veruliga varð gjørt.

Hilbert góðkendi als ikki úrslitið av fólkaatkvøðuni, og hann góðtók als ikke rættin hjá føroyingum til at taka loysing, men heldur ta tilsøgn, sum stjórnin hevði givið føroyingum í tí uppskoti, sum veruliga fall við fólkaatkvøðuna. Hetta danska uppskot var eitt neyðsemjuuppskot, sum í veruleikanum ongum føroyskum flokki dámdi serliga væl. Tað, hann helt um føroyska loysingarrørslu, kom fram í orðunum "en sådan fremgangsmåde fra lagtingsflertallets side er forkastelig i enhver henseende", tí henda orðing er ikki bert konstaterandi, tað eru kenslur uppi í. Heldur ikki tóktist hann at fíra fyri at nýta vald móti føroyingum, um hetta gjørdist neyðugt. Sum heild kann sigast, at brævið frá Hilbert er tað mest harðliga danska skrivið, sum er at finna millum skjølini í uttanríkismálaráðnum í hesi tíð. Í veruleikanum var skrivið hjá Hilbert ein tilráðing til donsku stjórnina um at seta hart móti hørðum í Føroyum.

Tingmenn sendir til hús

25. September 1946 fóru boð frá donsku stjórnini til danskar sendistovur kring heimin, har sagt varð: "På derom af statsministeren nedlagt forestilling har det under 24. d.m. behaget Hans Majestæt Kongen at bestemme, at Færøernes Lagting opløses med øjeblikkelig virkning, og at nyvalg til lagtinget finder sted snarest, således at amtmanden over Færøerne foretager det i så henseende videre fornødne i overensstemmelse med lagtingsloven af 28. marts 1923" (í § 20 í nevndu lóg stóð: "Kongen kan opløse lagtinget"). Hesi boð komu sjálvandi fyrst og fremst til amtmannin og løgtingið.

Grundgevingarnar fyri støðutakan stjórnarinnar eru tær somu, sum nevndar eru fyrr í viðgerðini. Tær verða tí ikki endurtiknar her - bert tað afturat, at stjórnin m.a. gjørdi vart við, at atgerðirnar hjá tingmeirilutanum vóru brot á § 18 í táverandi donsku grundlógini.

Sum framgongur av frágreiðingini, so hava so mong sjónarmið gjørt seg galdandi í sambandi við spurningin um støðu Føroya í ríkinum. Hesi hava verið statsrættarlig, politisk, tjóðskaparlig, strategisk, spurningurin um danska æru í sambandi við at halda fast við Føroyar, realpolitisk viðurskifti v.m.. Eisini úr Føroyum komu boð og skriv beinleiðis og óbeinleiðis til donsku stjórnina.

Eitt av hesum var fjarrit frá P.M. Dam og J.P. Davidsen til Christmas Møller, dagfest 20.09.1946, soljóðandi:

"Henstiller konfidentielt De gør Deres yderste for foranledige udtalelse fra dansk autoritativ side snarest muligt helst inden lørdag aften at man anser udskrivelsen af nyt lagtingsvalg med påfølgende optagelse af nye forhandlinger for påkrævet / Dam Davidsen.

Her er so dømi um, at tveir føroyskir javnaðarmenn vendu sær til ein konservativan danskan politikara fyri at fáa hann at mótvirka politisku gongdina í Føroyum.

Reventlow, danskur sendiharri í London, er umrøddur fyrr. 19. sept. 1946 sendi hann eitt persónligt skriv til Gustav Rasmussen, har hann greiddi frá síni hugsan um politisku viðurskiftini í Føroyum. At varðveita sambandið millum Føroya og Danmarkar hevur verið eitt hjartamál fyri Reventlow: "Det forekommer mig at være en tragedie, dersom planen om fuldstændig løsrivelse virkelig realiseres ... det må være vor pligt at gøre vort yderste for at opnå en ordning, hvorved et vist fællesskab i statslig henseende med øerne opretholdes. For mig har det aldrig stået som noget meget vigtigt at få færingerne til at akceptere betegnelser som f.eks. "Rigets enhed". Eet må vi nemlig indrette os på at erkende og tage konsekvenserne af, og det er, at færingerne betragter sig selv som en særlig nation. Det er naturligvis et stort ord at bruge. Det er også muligt, at det ikke kan holde for en videnskabelig bedømmelse. Men således føler Færingerne det uden tvivl selv. Ethvert villigt offer fra dansk side på dette alter vil være egnet til at stemme disse vore særprægede "nordiske brødre" forsonligt". Tilráðingin til danir er also at góðkenna føroyska tjóðskaparkenslu og føroyskan tjóðskap, og so samstundis at halda Føroyar innan fyri karmar danska ríkisins. Sambandið skuldi varðveitast undir einumhvørjum formi, og tað er júst tað, sum hendi við heimastýrislógini frá 1948.

Tað hevði eisini tikið Reventlow fast, tá Ísland loysti frá Danmark: "Jeg sørgede derover både af hensyn til kongen og af hensyn til dansk prestige i verden". Gongdin í Føroyum tók honum enn fastari: "For Færøernes vedkommende gør begge disse betragtninger sig gældende snarest i potenseret grad".

Men í Føroyum var støðan tó ein onnur, metti Reventlow, tí: "selve det mål, der tilstræbes af separatisterne på øerne, nemlig disses absolutte uafhængighed, er en utopi. Det sidste erkendes sikkert af mange, selv blandt de færinger, der nu - vildledt af en samvittighedsløs agitation - har ønsket at stemme sig bort fra Danmark ...".

Føroyar sum sjávstøðugur statur - tað bar heilt einfalt ikki til, eftir hugsan Reventlows.

Onnur donsk sjónarmið

Undir viðgerðini av donsku fíggjarlógini í oktober 1946 komu ymisk donsk sjónarmið fram um Føroya-málið.

Hans Hedtoft ynskti, at sambandið millum Føroya og Danmarkar ikki slitnaði. Hann helt tað vera beint at útskriva nýval til løgtingið, eftirsum verandi løgtingsmeirilutin var farin so einvíst fram. Viðurskiftini fóru helst at vera meira greið eftir løgtingsvalið, og "vi ønsker af et oprigtigt hjerte, at det kommende lagtingsvalg på Færøerne må blive et håndslag til Danmark". Hann viðurkendi, at føroyingar vóru "et folk for sig", at eitt greitt føroyskt loysingarynski skuldi virðast. Samstundis fegnaðist hann um, at sambandsmenn, javnaðarmenn og sjálvstýrismenn "står fast sammen i kampen for, at båndet ikke skal briste mellem vore to folk".

Um hetta samstarv millum samb., jvnf. og sjálvst. segði Sønderup: "Man må oprigtig håbe og ønske, at den enighed , hvormed de færøske partier, der ikke ønsker løsrivelse, samarbejder, må give et sådant resultat, at man kan give sig håb om fortsat samhørighed. Det er min faste overbevisning, at en adskillelse mellem Færøerne og Danmark folkeligt set vil betyde tab for begge parter".

Christmas Møller legði serliga dent á: " ... det færøske folk skal vide, at vi ser på det som et folk og en nation med sit særlige sprog, sin særlige nationalitet, kultur og historie. Der vil blive sorg i Danmark, hvis samhørigheden skal ophøre ... ".

Hesi, og mong afturat, vóru tey føgru orðini; men Aksel Larsen, sum eisini ynskti Føroyum og sambandinum við Danmark alt gott, kom við hesum sjónarmiði afturat: "De (Føroyar) har i århundred hørt sammen med Danmark. Det er fælles med Skandinaviens folk, færingerne har deres kultur, de er af samme sprogstamme, her hører de hjemme. De vil formentlig ikke kunne stå økonomisk alene, og hvis de skulle blive skilt fra Danmark, så risikerer man, at Færøerne bliver en kastebold for imperialistiske stormagtsinteresser. Det kan hverken være i Danmarks, i Skandinaviens eller i Færøernes interesse ..." (undirstrikað JT). Aksel Larsen var tá á døgum tann leiðandi kommunistiski politikarin í Danmark. Tá hann tosaði um "imperialistiske stormagtsinteresser", hevur hann havt Bretland og USA fyri eyga.

Eisini Viggo Starcke hevði hesi viðurskifti í huga: "Dette (góð viðurskifti við Føroyar) er et ønske fra dansk side, ikke et krav. Spørgsmålet er en hjertesag for Danmark, fordi vi har den største interesse i et sådant samarbejde, ikke så meget af økonomiske grunde som af hensynet til hele Norden, idet usikre eksperimenter kan drage ikke blot Færøerne og Danmark, men hele Norden ind i internationale forviklinger, hvis udvikling ingen kan forudse, heller ikke færingerne (undirstrikað JT).

Løgtingsval (nov. 1946) og heimastýrislóg (mars 1948)

Fólkaflokkurin valdi undir mótmæli at boyggja seg fyri avgerðini hjá donsku stjórnini um at senda tingið heim og útskriva nýval. Til hetta val fekk Fólkaflokkurin 8 tingmenn, Sambandsflokkurin fekk 6, og listasamgongan millum Javnaðar- og Sjálvstýrisflokkin eisini 6 tingmenn. Nú var ikki longur gjørligt at fáa til vega løgtingsmeiriluta fyri loysing; men hinvegin bar nú til at fara til samráðingar við danir um framtíðar stjórnarstøðu Føroya. Ítøkiliga politiska og løgfrøðiliga úrslitið varð lóg nr. 137 frá 23. mars 1948 um heimastýri Føroya. Í tinginum varð heimastýrisskipanin samtykt av Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Fólkaflokkurin atkvøddi ikki fyri heimastýrislógini. Seinri verður greitt eitt sindur meira frá pørtum av innihaldinum í heimastýrislógini - í tann mun hetta hevur týdning fyri setningin hjá hesi viðgerð.

Ein politisk meting

Beint eftir løgtingsvalið 8.11.1946 skrivaði Reventlow eitt persónligt bræv til Gustav Rasmussen, uttanríkismálaráðharra, dagfest 12.11.1946 í London.

Hann hevði verið í Føroyum í 1942 og hevði m.a. verið í sambandi við fleiri sjálvstýris- og loysingarfólk. Honum dámdi væl úrslitið av løgtingsvalinum, og hann metti hetta at hava stóran týdning fyri Danmark.

Í hesum sambandi kom hann við einum tilmæli til uttanríkisráðharran, har hann ávaraði danir ímóti at halda, at valúrslitið skuldi tulkast á tann hátt, at føroyingar høvdu viðurkent, at teir ikki kundu vera Danmark fyri uttan. Støðan var heldur tann, at nú var tann psykologiskt rætta løtan at gera nakað munagott fyri viðurskifti Danmarkar við Føroyar.

Í sambandi við komandi samráðingar við føroyskar myndugleikar áttu danir ikki at leggja dent á formalistisk sjónarmið, men eitt nú viðurkenna tann veruleika, at føroyingar kendu seg sum serstaka tjóð. Og júst í hesum sambandi skuldu danir minnast til, "at Danmark ingen som helst mulighed har for at forsvare øerne, at disses befolknings skæbne under sidste krig blev diamentralt modsat af det egentlige Danmarks, og at vi under ingen af de to verdenskrige var i stand til at sende øerne de fornødne materielle forsyninger" (Undirstrikað, JT).

 

Í hesum sambandi nevndi hann eisini føroyska flaggið, sum hann umrøddi sum "et etableret faktum". Virdu danir føroyska flaggið, gjørdu teir samstundis tað, at føroyingar fóru at virða danska flaggið. Føroyskur serkunnleiki átti at vera umboðaður í uttanríkismálaráðnum, tí at føroyska vinnulívið var so ólíkt tí danska - og kravdi tí serligt fyrilit. Reventlow hevur fyri ein part verið ávirkaður av viðurskiftum Bretlands við dominions og onnur bretsk øki, og hann vísti í tí sambandi á, hvussu Isle of Man var knýtt at bretsku krúnuni. Hann mælti donskum myndugleikum til "largesse", tá teir fóru undir samráðingar við føroyskar myndugleikar um framtíðar støðu Føroya í danska ríkinum. Bert á slíkum útgangsstøði kundu bondini gerast sterk landanna millum. Høvuðsendamálið hjá Reventlow hevur alla tíðina verið, at sambandið skuldi varðveitast, men í nýgjørdum og styrktum formi.

Reventlow var av teirri hugsan, at Danmark í ávísan mun stóð í skuld til Føroya. Ikki júst í búskaparligum týdningi; men danir sýndu Føroyum ov lítlan áhuga, teir áttu í størri mun at sýna føroyskum sereyðkennum størri virðing - eitt nú máli og mentan, sum føroyingar vóru ernir av. Danskt samskifti við Føroyar mátti styrkjast.

Og so kemur tað, sum hevur størri týdning í sambandi við setningin í hesi viðgerð: "Jeg har i højeste grad været optaget af valget og glæder mig nu meget over dets udfald. Samtidig synes jeg som sagt, at vi fra dansk side bør forstå, at der kræves noget af os, og at vi bør prøve at overvinde vor manglende interesse for vore langt borte liggende besiddelser. Var Færøerne gledet fra os nu, ville vort forhold til Grønland være blevet endnu vanskeligere". "NB!" - er skrivað við handskrivt við hesi seinastu orðini í skrivinum til Gustav Rasmussen. Danska sendiharranum í London hevur verið greitt, at varðveittað sambandið við Føroyar hevur gjørt tað lættari hjá dønum at halda fast um sambandið við Grønland, sum geografiskt liggur í tí norðuramerikanska heimspartinum. Her var so aftur ein orsøk til at varðveita Føroyar sum part av danska ríkinum. Gustav Rasmussen hevur eisini lagt dent á, at tá danir bert fá ár frammanundan høvdu mist Ísland, so fór vegurin til Grønlands at verða ov langur, um eisini Føroyar fóru burtur úr ríkinum.

(Um viðurskifti Danmarkar við Grønland og amerikansk áhugamál í Grønlandi undir seinra heimskríggi og undir kalda krígnum kann eitt nú verða lisið í bókini hjá Bo Lidegaard: "I Kongens Navn. Henrik Kauffmann i dansk diplomati 1919 - 58", Keypmannahavn 1997).

Vandin fyri russiskum áhuga í Føroyum

Spenta støðan millum danska embætisvaldið í Føroyum og Slaymaker, konsul, førdi m.a. til ein fund á amtmannsskrivstovuni millum Vagn-Hansen og konsulin. Til staðar á hesum fundi var eisini danski dómarin Ringberg. Høvuðsevnið var virksemi Slaymakers í Føroyum.

Í samrøðuni við donsku embætismenninar segði Slaymaker m.a., at hann bar ótta fyri, at um loysing fór at henda millum Føroya og Danmarkar, fór Rusland at gera sín áhuga galdandi í Føroyum. Longu sum var, hevði russiskur kapitalur "søgt indpas her gennem anlæg og opførelse af nogle anlæg og oljetanke, og ved en eventuel løsrivelse ville den russiske indflydelse efter konsulens mening hurtigt vise sig mere åbent".

Tað áhugaverda er, at amtmaðurin ikki vísti hesum aftur sum so, men segði, at "i samme omfang, som Færøerne ville blive russisk interesseobjekt, måtte England føle sig truet på grund af Færøernes store strategiske betydning (undirstrikað, JT), hvorfor jeg måtte føle mig overbevist om, at England i tilfælde af løsrivelse blev nødt til at tage stilling til det færøske problem, medens England, sålænge Færøerne forbliver en del af Danmark, ville være behageligt fri for at have et problem her. Jeg måtte derfor gå ud fra, at England var best tjent med, at der intet her på Færøerne blev gjort, der kunne opmuntre løsrivelsesbevægelsen i dens virksomhed" (undirstrikað JT).

Hetta seinasta var eitt skot til Slaymaker, sum amtmaðurin helt "gav i store kredse det indtryk, at hans sympatier hældede til den side, der her på Færøerne ønskede løsrivelse fra Danmark". Amtmaðurin hevði beinleiðis sagt hetta við Slaymaker, og hetta vísir, at hesin danski embætismaður royndi at ávirka Slaymaker til at halda seg burtur frá føroysku loysingarrørsluni. Samstundis er fundurin tekin um, at millumtjóða áhugin fyri strategisku støðu Føroya í Norðuratlantshavi var vaksandi (Avskrivt av skrivi frá Vagn-Hansen, Tórshavn 28.10.1946. Skrivið byrjar við orðunum "Kære hr. Minister". Tí er ógreitt, um skrivið er stílað til danskan ráðharra ella til Reventlow, ið sum diplomatur eisini kundi titulerast hr.minister).

At frágreiðingar amtmansins um atferð Slaymakers vóru tiknar í álvara í donsku sendistovuni í London kom fram í skrivi frá Reventlow til Vagn-Hansen, har m.a. sagt verður "... men på den anden side kan jeg ikke se rettere, end at det kan blive lidt af en belastning af forholdet mellem Danmark og England, dersom den britiske regering virkelig har besluttet sig til i den nationale brydningstid, der nu forestår på øerne, dér at beholde en konsul, der under hele sit ophold åbent har vist en uvenlig indstilling overfor danske interesser"(J.no.4.F.40,4.12.1946, Reventlov til Vagn-Hansen).

Aftur her er so dømi um, at tað var umráðandi fyri danskar myndugleikar at halda Føroyar í danska ríkinum, og at teir av mongum orsøkum ikki vildu góðtaka fremmanda uppílegging í politisku viðurskiftini í Føroyum, og teir vildu fram um alt ikki lata sær lynda, at føroyska loysingarrørslan fekk nakran stuðul uttanífrá.

Loranstøðin í Vági

Sum umrøtt fyrr í viðgerðini var bretski konsulin Slaymaker ikki júst væl umhildin av donskum myndugleikum í Føroyum. Hann hevði m.a. verið ov væl við fólkafloksmenn. Í skrivi (F.A.j 1946 No. 11.) til uttanríkismálaráðið, dagf. 19. okt. 1946, segði Vagn-Hansen frá, at tá danski orlogskapteinurin Bahnsen var í Føroyum í juli 1946 til at fyrireika, at danska marinan skuldi yvirtaka loranstøðina í Vági, hevði hann havt nakrar samráðingar við Slaymaker, konsul, "hvor også han fik det slettest mulige indtryk af konsulen". Slaymaker skuldi m.a. hava sagt, "at Orlogskaptajn Bahnsen jo måtte være klar over, at det blev en vanskelig opgave for danske marinere at overtage stationen på grund af det had, der jo fandtes mellem færinger og danskere".

Til hetta hevði so Bahnsen svarað, at konsulin mistók seg, tí at sær vitandi var einki hatur millum føroyingar og danir ("hvad der jo heller ikke gør", legði Vagn-Hansen afturat). Sjálvur hevði Vagn-Hansen stutt frammanundan vitjað tað, hann nevndi "den danske marinestation i Vaag". Sjálvt um meginparturin av bretsku hermonnunum enn var í Vági, høvdu danir "opnået den bedst mulige kontakt med befolkningen", og marinustøðin "må anses for at være absolut populær. Dette har glædet mig overordentligt og er en realitet, som jeg har fået bekræftet fra mange sider".

Tað vóru bretar, sum høvdu bygt Loranstøðina í Vági. Endamálið hevur (í hvussu er fyrst og fremst) verið hernaðarligt. Tá heimskríggið var av, ætlaðu bretar at avhenda støðina; men tað var ikki heilt greitt, um danir uttan nakað skuldu taka við henni. Meira um hetta seinri í viðgerðini.

Loysing, strategi og politikkur

Eitt danskt sjónarmið vísir á, at um danska stjórnin bert hevði givið føroyingum tvinnar kostir í at velja í sambandi við fólkaatkvøðuna í 1946, nevniliga valið millum danska stjórnaruppskotið í mars 1946 ella framhald av skipanini fyri 1940 (amtsskipanin), so hevði problemið bert verið eitt innanríkispolitiskt mál millum Føroya og Danmarkar.

Men danska stjórnin hevði lovað føroyingum, at um føroyingar kravdu fulla loysing, so fór stjórnin til fulnar at virða hetta ynski. Hetta bar við sær, at málið ikki bert var ein føroyskt-danskur spurningur longur, tí tað dró aðrar trupulleikar at sær. Spurningurin um føroyska loysing hevði eisini, so at siga, eina síðu, sum vendi út móti umheiminum, og hetta lat upp dyrnar fyri víðfevnandi møguleikum av uttanríkispolitiskum slagi.

Flestu danir roknaðu við, at søga Føroya sum veruliga sjálvstýrandi statur fór at fáa ein bráðan enda . Hetta sjónarmið høvdu eisini bretar sett fram. Eitt nú hevði Mr. Warner í Foreign Office sagt við Reventlow í 1946, at hann ikki kundi ímynda sær veruligt føroyskt sjálvstýri. Føroyingar fóru at verða noyddir til at leita sær til onkran annan stat, tí at teir fóru ikki at orka at standa á egnum beinum sum fráleið.

Stjórin fyri Northern Department í Foreign Office, Mr. Hankey, hevði sagt við Reventlow, at hann kundi við vissu siga honum, at bretska stjórnin á ongan hátt ætlaði sær at leggja seg út í viðurskiftini í sambandi við støðu Føroya. Heldur ikki hevði bretska stjórnin nakran áhuga í at átaka sær tær fíggjarligu byrðar, sum fóru at verða lagdar á Stórabretland, um føroyingar fóru at royna at leita sær skjól har. At klára seg sjálvar fóru føroyingar ikki at megna.

Sum ávíst fyrr í viðgerðini hevði Reventlow sagt, at danir máttu gera alt fyri at varðveita sambandið við Føroyar, so ella so. Tað var undir øllum umstøðum neyðugt at varðveita eitthvørt statsligt samband millum Føroya og Danmarkar. Eitt var, at loysingin fór at níta kongi hart, og at hon fór at skaða danskt umdømi í heiminum - annað var, at loysingin var utopi. Hetta skiltu nógvir føroyingar, helst eisini fleiri av teimum, sum høvdu atkvøtt fyri loysing í 1946.

Hetta kundi so vera tað, tað var; men danir hava ikki hildið seg kunnað sæð burtur frá tí møguleika, at sjálvt um bretar í verandi umstøðum ikki ætlaðu sær at stuðla føroyskum loysingarvirksemi, so kundu einar sjálvstøðugar Føroyar skjótt koma undir vaksandi búskaparliga ávirkan frá Bretlandi (kanska eisini USA). Hartil kom, at politiska støðan í heiminum gjørdist meira spent. Um politisku viðurskiftini millum stórveldini gjørdust verri, so var skjótt til, at vestanveldini átóku sær at tryggja verjuna av Føroyum, og hetta fór so á einhvønn hátt at bera við sær, at Føroyar vórðu innlimaðar í ta skipan av herstøðum, sum vestanveldini høvdu skapt sær víða um heimin til verju móti Sovjettsamveldinum.

Hetta hildu danir ikki vera sambæriligt við høvuðslinjurnar í tí uttanríkispolitikki, sum Danmark hevði rikið eftir kríggið. Vandamál lógu eyðsýnt í tí, at um danir mistu Føroyar, so stóðu danir nógv veikari í spurninginum um Grønland (sbr. omanfyri), tí at Grønland fór, um Føroyar loystu, í so mongum týdningi at flyta seg eitt langt fet vestureftir - burtur frá Danmark.

Sum var, høvdu danir stórar politiskar trupulleikar av, at amerikumenn høvdu fingið fótin fastan í Grønlandi. Hesin spurningur var sera viðbrekin, og verandi trupulleikar høvdu versnað, og nýggir trupulleikar høvdu stungið seg upp í allari politisku heildini viðv. Grønlandi, um Føroyar fóru burtur úr ríkinum. Ein endurgeving av einum broti í einum donskum teksti lýsir danska hugsan um hetta væl:

"Volder det os vanskeligheder, at status quo med hensyn til de af amerikanerne i Grønland under krigen oprettede baser vedblivende opretholdes, måtte en forskydning, hvorved Færøerne under en eller anden form direkte blev inddraget i et vestligt strategisk system, befrygtes fra anden side at blive betragtet som et storpolitisk skaktræk; og selv om Danmark muligvis ikke ville blive betragtet som medansvarlig herfor, må den mulighed ikke afvises, at der under disse forhold ville blive søgt tilvejebragt balance på bekostning af andet dansk territorium". Hetta "andet dansk territorium" kundi verið Bornholm, sum russiskir hermenn høvdu tikið undir krígnum, og sum hevði stóran strategiskan týdning í baltiska økinum. Fóru vestanveldini avstað við Føroyum, var, úr donskum sjónarmiði, væl hugsandi, at USSR kravdi Bornholm afturfyri. Spurningurin um Bornholm verður viðgjørdur seinri í viðgerðini, tí hann hevði samband við hernaðarstøðirnar í Føroyum.

Danir hugsaðu eisini um tann møguleikan, at Føroyar, eftir stuttari tíð sum sjálvstøðugur statur, høvdu givið seg inn undir Noreg. Í stórpolitiskum samanhangi hildu danir ikke hetta hava so stóran týdning sum hin fyrri, omanfyrinevndi, møguleikin, og teir roknaðu heldur ikki rættiliga við, at hetta veruliga fór at henda.

Men tann hugsanarháttur, sum her er greiddur frá, og sum snúði seg um tær avleiðingar, sum loysingin kundi bera við sær, gjørdi, at danir settu sær fyri, undir teimum komandi samráðingunum við føroyingar um framtíðar støðu Føroya í danska ríkinum, at geva føroyingum (í donskum eygum) stórar sømdir, tá føroyingar fóru at bera fram ynski um serstøðu í ríkinum og størri politiskt frælsi. Alt treytað av, at Føroyar vórðu verandi í danska ríkinum, og tí er tað kanska ein spurningur, um føroyingar ikki kundu havt fingið størri frælsi við heimastýrislógini, enn teir í veruleikanum fingu. Hetta vóru ið hvussu er tankar, sum danir høvdu gjørt sær heilt greiðar, áðrenn teir fóru til samráðingar við føroyingar um heimastýrislógina (Referat. Forhandlingerne med Færøerne, maj-juni 1947; P.J.I. J.nr.8. H. 1. a., undirskrivað 5. juni 1947 av Hesselund-Jensen). Men, í skjølunum, sum hava við heimastýrislógina at gera - og tær fyrireikingar og samráðingar, sum hava samband við heimastýrislógina, er enn einki funnið, sum vísir, at uttanríkispolitiski týdningur Føroya (strategi, hernaðarmál osfrv.) yvirhøvur er umrøddur í samráðingum millum føroyingar og danir um nevndu lóg. Føroyingar tykjast ikki at hava givið hesum gætur, og tað er væl skiljandi, at danir ikki sjálvir hava ført hesi viðurskifti fram, tí teir høvdu sjálvandi ongan áhuga fyri at gera hetta. Teir vildu sjálvir ráða yvir uttanríkispolitisku viðurskiftum ríkisins - eisini tá hesi høvdu við Føroyar at gera.

Riddarakrossar og týdningur teirra

Niels Arup, ráðharraskrivari, var í Føroyum í august 1947. Beinleiðis úrslitið av ferðini var ein long frágreiðing (áritað: Fortroligt), har Arup gav eina góða og greiða lýsing av tíðandi tættum í føroyska samfelagnum, sum t.d. fiskivinnuni, aðrari vinnu, fíggjarviðurskiftum, elorku, skipaferðslu, loftferðslu og mongum øðrum.

Eitt stórt petti í frágreiðingini varð nevnt "Dekorationer". Her skrivaði Arup, at hann helt tað vera rímiligt, fyri at betra viðurskiftini millum Danmarkar og Føroya, at danski staturin dekoreraði týðandi menn í Føroyum, men tó ikki allar. "Det er jo kendt, at der findes enkelte fremstående Danskhadere på øerne, og det er ikke rimeligt, at man fra dansk side skulle ønske at dekorere disse personer, ligesom det heller ikke er sandsynligt, at de skulle ønske at modtage nogen dansk dekoration...".

Sjálvandi var herkið at festa heiðursmerki á bringu danahatara; men tað sá ikki so væl út, um bert sambandsmenn sluppu at fáa henda heiður. Tí vísti Arup á, at moderatir menn, sum t.d. Mitens, góðir listamenn, embætismenn og menn, sum, hóast teir vóru ávirkaðir av sjálvstýrishugsanini, "samtidig har bevaret megen venlighed for Danmark", áttu at fingið krossin. Á tann hátt fekst eisini høvi til at vísa, at danski staturin hevði skilt, "at man godt kan være færing og samtidig loyal statsborger inden for det danske rige" (Arup: "Færøske Problemer", september 1947; U.M.8.H.1.a).

Samanddráttur/meting:

Henda tilráðing Arups var á ongan hátt týdningarleys. Eitt av høvuðsendamálunum við komandi heimastýrislógini var, at føroyingar framvegis skuldu vera integreraður partur í danska statinum. Hetta skuldi bert fyriskipast á annan hátt enn fyrr. Samstundis sum ein nýggj samríkisskipan skuldi staðfesta føroyingum størri frælsi enn higartil við einari lóg, sum samstundis ásetti og avmarkaði rættindi og ábyrgd føroyinga yvir egnum viðurskiftum, skuldu føroyingar læra at virða tað, ið danskt var, og at kenna seg sum javnbjóðis borgarar við danir undir nýskipanini.

Men eftirtíðin (og nýtt innlit í søguligt heimildar- og skjalatilfar frá 1940-árunum) vísir, at tað var so mangt, sum føroyingar ikki hugsaðu um og høvdu gjørt sær greitt, tá teir fóru til samráðingar við danir um komandi heimastýrislógina.

Eitt av hesum málum var strategiska støða Føroya í Norðuratlantshavi og tann týdningur, henda støða kundi fara at fáa í sambandi við sonevnda kalda kríggið millum eystan og vestanveldini, sum tók seg upp stutt eftir seinra heimskríggj. Sum ávíst fyrr í hesum kapitli vóru danir til fulnar greiðir yvir hesi viðurskifti, og tey høvdu avgjørt ávirkan á danskan áhuga fyri at varðveita Føroyar sum ein part av danska ríkinum.

Í hesi viðgerð er ikki tikin beinleiðis støða til spurningin um, hvørt tað løgfrøðiliga sæð var beint ella skeivt av donskum myndugleikum og nógvum oddamonnum í føroyskum politikki at tulka úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 so, sum gjørt varð. Her er fyrst og fremst víst á tað, sum fór fram politiskt, og so eru nakrar orsakir lýstar og ávísar metingar gjørdar í sambandi við, at danir løgdu so stóran dent á at varðveita Føroyar innan ríkiskarmarnar.

Tað er lítið at ivast i, at danir hava havt ein positivan vilja til at varðveta sambandið við Føroyar. Hetta samband hevði fleiri øldir á baki, og tað gjørdi seg galdandi bæði á politiska, búskaparliga og mentanarliga økinum.

Um hugt verur at tí, sum danskir politikarar alment førdu fram í hesi tíð, so er rættiliga sjónskt, at flestir av oddamonnunum í donskum politikki bert høvdu gott at siga um sjálvt virðið í at halda fast um sambandið millum føroyingar og danir - og at varðveita Føroyar innan ríkiskarmarnar. Flestir teirra vóru eisini sannførdir um, at Føroyar ikki fóru at megna at vera sjálvstøðugur statur (vinnuliga og búskaparliga grundarlagið var ov veikt).

Idealistiskur og positivur vælvilji skulu ongantíð skúgvast til viks; men politiskur realitetur og politiskt umdømi tjóðanna millum eru viðurskifti, sum ikki mega verða gloymd.

Ein kundi hugsað sær, at Danmark, sum hevði undirskrivað ST-sáttmálan, sum m.a. álegði limalondunum at átaka sær at stuðla frælsisroyndunum hjá sonevndum hjálondum at taka sjálvræði og politiska ábyrgd, fór at taka stig til at menna føroyskt sjálvstýri og hjálpa føroyingum til (fult) politiskt frælsi sum sjálvstøðugur statur.

Men, her hava onnur viðurskifti gjørt seg galdandi. Danmark valdi av ávísum orsøkum (og her er vert at minnast til, at summir føroyingar beinleiðis bóðu um tað) at senda Løgtingið heim og útskriva nýval í 1946. Í hesum sambandi vístu danir á, at úrslitið av fólkaatkvøðuni í sjálvum sær ikki legitimeraði loysingina millum londini; men at loysingin bert kundi henda eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar (tað vóru tveir partar í málinum). Ergo: Thorstein Petersen kundi ikka einvíst proklamera føroyska statin grundað bert á úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946.

Hetta var so eitt statsrættarligt-politiskt sjónarmið. Onnur sjónarmið høvdu samband við týdning Føroya fyri Danmark aðramáta. Seinastu øldirnar høvdu danir mist sera stór landaøki, og í 1944 loysti Ísland frá Danmark. Fóru Føroyar nú eisini burtur úr ríkisfelagsskapinum, viknaði danskt umdømi tjóðanna millum - sæð við eygunum hjá mongum dønum tá á døgum (Reventlow, Oldenow) - enn meira. Hartil kom, at føroysk loysing frá Danmark hevði merkt, at donsk ávirkan í Norðuratlantshavi hevði verið munandi skerd., og tað hevði verið truplari hjá dønum at staðið ímóti amerikonskum trýsti í Grønlandi.

Við hesum er setningurin í hesum kapitlinum rokkin: Strategiski týdningur Føroya í Norðuratlantshavi hevur verið millum teir faktorar, sum fingu danir at virka fyri, at Føroyar vórðu verandi í danska ríkinum. Longu árið eftir, at heimastýrislógin varð samtykt bæði í Løgtinginum og Ríkisdegnum, undirritaði Danmark NATO- sáttmálan.

 

HEIMASTÝRISLÓG, NATO OG LORANSTØÐ
Í VÁGI Í 1940-ÁRUNUM

Inngangur

Sum hernaðarlig mál í Føroyum verða her fyrst og fremst lýst: Loranstøðirnar í Vági og á Eiði, virksemið í Mjørkadali og á Sornfelli, "Marinestation Thorshavn" og danska sjóverjan við Føroyar; men kanningararbeiðið hevur tó víst, at annað hernaðarligt virksemi eigur at verða tikið við, bæði tað, sum veruliga varð sett í verk og tað, sum bert varð umhugsað. Greitt verður nærri frá hesum seinri í viðgerini. Gjørt verður vart við, at ov nógv er farið út í æsir við frágreiðingini um Loranstøðina í Vági, sum hon var, tá danir yvirtóku hana frá bretum.

Heimastýrislógin og NATO

Fyrr er sagt, at Heimastýrislógin ásetur og avmarkar rættindi og ábyrgd. Hetta kemur sjálvandi beinleiðis fram í lógini, har lýst verður, hvørji mál kunnu fyrisitast av føroyska heimastýrinum, og hvørji mál eru ríkismál. Í § 5 í lógini stendur til dømis, at "føroyska heimaræðið er avmarkað av teimum til einahvørja tíð verandi sáttmálaligu og øðrum internationalum rættindum og skyldum. Ríkisvaldið hevur avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríkisins viðurskiftum við útheimin".

§ 7 hevur hesa orðing: "Fyri at vissa, at løgtingið fær mest møguliga ávirkan á, hvussu serligar ásetanir fyri Føroyar í lógum, sum ríkisvaldið gevur, verða skipaðar, skula stjórnaruppskot, ið innihalda ásetanir, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar fram fyri ríkisdagin. Annars skulu ríkislógir, sum viðvíkja lokalum føroyskum viðurskiftum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar í gildi í Føroyum. Freist kann í hvørjum einstøkum føri verða sett fyri tíðina, tá álit frá heimastýrinum skal vera liðugt. Hevur tann í hesum petti nevnda fyriløga vegna átroðkandi viðurskifti ikki kunnað farið fram, skal lógin skjótast verða send heimastýrinum til ummælis.

Á sama hátt verður framfarið viðvíkjandi sáttmálum og øðrum internationalum semjum, sum krevja ríkissamtykt, og sum nerta við serlig føroysk áhugamál".

Í 1949 fór Danmark upp í Atlantssamgonguna. Kongur staðfesti NATO-sáttmálan 14. juni 1949, og hann varð kunngjørdur sum Kunngerð nr. 39 frá 13. septembur 1949. Av sáttmálanum og staðfestingini gongur fram, at einki fyrivarni er tikið fyri Føroyar, og tí er greitt, at NATO-sáttmálin fevnir um Føroyar.

Men sáttmálin varð ikki sendur til Føroya og lagdur fyri løgtingið, sum ein kanska kundi hildið - sambært § 7 í heimastýrislógini (sí omanfyri), har ásett er, at millumtjóða sáttmálar, sum bert viðvíkja Føroyum, ella sum hava við lokal føroysk viðurskifti at gera, skulu sendast heimastýrinum til ummælis, áðrenn teir verða settir í gildi.

Føroyski ríkisdagsmaðurin Poul Niclasen, Sambandsflk., setti fram fyrispurning hesum viðvíkjandi í Ríkisdegnum (tingsetan 1948-49). Í svari sínum segði danski forsætismálaráðharrin Hans Hedtoft, at ikki var neyðugt at leggja hetta mál fyri heimastýrið - út frá tí sjónarmiði, at tað snúði seg um "en politisk traktat af almindelig politisk karakter, som faldt uden for forelæggelsespligten i henhold til § 7".

Í fyrispurningi sínum hevði Poul Niclasen lagt dent á, at Norðuratlantiski Sáttmálin í stóran mun nam við serlig føroysk áhugamál. Hartil kom, at løgtingið longu 13. apríl 1940 hevði samtykt, at Føroyar skuldu standa uttan fyri allar hernaðarligar samgongur. (Sí Jákup Thorsteinsson og Sjúrður Rasmussen: "Rigsfællesskabet mellem Færøerne og Danmark", Keypmannahavn 1999).

Umleið 10 ár seinri viðførði hetta, at Føroyar vóru komnar inn undir NATO (sum partur av danska ríkinum) - og á tann hátt vóru vorðnar partur í kalda krígnum, til mikið kjak og ófrið í Føroyum. Serliga var tað hernaðarliga virksemið í Mjørkadali og á Sornfelli, støðin varð bygd uml. 1960 sum liður í "early-warning"-skipanini, sum skuldi ávara vestanveldini (USA) móti møguligum álopum eystanífrá, sum elvdi til stórar kravgongur.

Eisini var harðligt blaðkjak, og her var tað serliga Tjóðveldisflokkurin, við politiska undangongumanninum Erlendi Paturssyni, sum gekk á odda. Alt hetta gjørdi, at heimastýrisskipanin kom í brennidepilin, tí at fleiri av politisku oddamonnunum og mentafólkunum í Føroyum vístu á, at tað hernaðarliga virksemið í landinum var ein prísur, sum føroyingar nú máttu gjalda, tí at Føroyar vóru partur av danska ríkinum, sum var NATO-limaland.

Fólk mótmæltu harðliga, at Føroyar á henda hátt vóru hálaðar inn í stríðið millum eystan- og vestanveldini, og framført varð, at herstøðirnar vóru ein ágangandi framferð móti Sovjettsamveldinum og sameindu tess, og at hetta í ringasta føri kundi bera við sær vanda fyri tilveru føroyinga (seinri í viðgerðini verður hetta sjónarmið lýst nærri). 19. august 1970 váttaði Føroya Løgting samtykt tingsins frá 1940 um, at Føroyar skuldu standa uttanfyri allar hernaðarligar samgongur.

Men, henda støða tingsins var avmarkað av heimastýrislógini og av ti, at løgtingið, hóast fyrispurningin frá Poul Niclasen í Ríkisdegnum, ikki fekk NATO-sáttmálan til ummælis.

Legg til merkis, at í kapitlinum frammanfyri er skjalprógvað, at danir, áðrenn teir fóru at samráðast við føroyingar um framtíðar støðu Føroya í danska ríkinum (samráðingarnar, sum førdu fram til, at heimastýrislógin varð samtykt í 1948), vóru heilt greiðir yvir strategiska týdning Føroya í Norðuratlantshavi, og at teir eisini klárt sóu vandan fyri komandi hernaðarligum samgongum, sum kundu fara at draga Føroyar inn í vesturlendskar verjuskipanir. Hetta var, sum ávíst, ein orsøk til, at danir løgdu so stóran dent á at varðveita Føroyar sum part av danska ríkinum.

Føroyingar tykjast ikki at hava givið hesum gætur, og tá ið løgtingið í 1948 tók við heimastýrislógini, hevði rættur føroyinga til veruliga at ávirka landsins støðu í stórpolitiska talvinum onga lógarfesta heimild. Um t.d. hugt verður at § 5 sæst, at heimastýrislógin á heilt avgerandi hátt setur mark fyri ávirkan føroyinga. "Føroyska heimaræðið er avmarkað av teimum til einahvørja tíð verandi sáttmálaligu og øðrum internationalum rættindum og skyldum" merkir millum annað, at um danir skriva undir ein millumtjóða sáttmála, sum bannar hvalaveiðu, so er grindadráp bannað í Føroyum, hóast hetta er føroyskt málsøki (fyri nú at nevna hetta sum dømi).

Loranstøðin í Vági til uml. 1950

Tað, sum verður greitt frá um loranstøðina í Vági fram móti 1950, byggir mest á skjalatilfar, sum er at finna í Ríkisskjalasavninum, Udenrigsministeriet 8. H. 20.a.

21. juli 1946 bar blaðið hjá danska kommunistaflokkinum, "Land og Folk, tíðindini um, at Danmark yvirtók ensku loranstøðina í Føroyum - og byrjaði á tann hátt hernaðarligt samstarv við Ongland og USA.

Tað var enska hervaldið, sum undir seinra heimskríggi hevði bygt loranstøðina í Vági, sum í "Land og Folk" varð nevnd "R.A.F.´s Marinestation på Færøerne". Tá kríggið var av, boðaði Stórabretland frá, at teir ætlaðu at siga hesa hernaðarstøð frá sær, og í tí sambandi hevði USA sýnt áhuga sín fyri at yvirtaka og reka hesa støð.

Men hetta dámdi ikki dønum ("Vi vil selv overtage en marinestation, der ligger på dansk territorium"). Samráðingarnar um hetta vóru nú lidnar, og eftir ætlan skuldi danska marinan taka við rakstrinum av hesi støð um mánaðarskiftið juli/august 1946.

Legg til merkis, at orðið marinestation varð nýtt, hetta undirstrikaði tann hernaðarliga týdningin í virkseminum hjá hesi støð. Framhaldandi greiddi "Land og Folk" frá, at marinustøðin, sum var í Vági, var ein sonevnd "Loran-Station" (long range navigation), sum "fra tre sendere udsender radioimpulser med forskellige mellemrum, så skibene kan foretage pejlingsbestemmelse". Hetta var ikki heilt skeivt.

25. juli skuldi K.A.Bang, kapteinløjtnantur, sum skuldi vera ovasti á støðini, fara til Føroya saman við 25 monnum fyri at yvirtaka støðina.

Støðin í Vági, sum hevði tvær sonevndar "undirstøðir" í Íslandi og í Skotlandi, hevði saman við tveimum samsvarandi støðum í Grønlandi og á Azorunum "livsvigtig betydning for navigationen i hele Nordatlanten".

Greinin í "Land og Folk" endaði við, at sagt varð frá, at fyribils vórðu støðirnar bert nýttar til hernaðarlig endamál, og tað, at danir høvdu yvirtikið støðina í Føroyum, merkti, at teir nú vóru farnir í hernaðarligt samstarv við Vestanveldini.

Hetta, at danir skuldu taka upp hernaðarligt samstarv, sum var vent ímóti Sovjettsamveldinum, var ikki júst nakað, sum líkaði málgagni danska kommunistafloksins; men um ikki annað vísir hetta, at danska stjórnin var greið yvir strategiska týdning Føroya - og at hon eisini varð greið yvir amerikanskan áhuga fyri basum í Føroyum í hesi tíð.

Eisini er tað ein veruleiki, at tað var R.A.F, ið hevði bygt støðina undir krígnum, sum tí sjálvandi hevði hernaðarligt endamál. Tá tosað varð um týdning fyri navigatiónina, so fevndi hetta eisini um krígsskip.

Legg eisini til merkis, at støðin í Føroyum var ein liður í eini ketu av støðum úr Grønlandi til Azorurnar. Nógv av tí, sum stóð at lesa í greinini í "Land og Folk", kann undirbyggjast av skjølum hjá donskum, enskum og amerikanskum myndugleikum, og tað, at avrit av greinini er til í skjalasavninum hjá danska uttanríkismálaráðnum, vísir, at danskir myndugleikar hava givið henni ans (U.M.´s Pressebureau, 8. I. 3.).

Tað var danska Marineministeriet, sum hevði avgjørt, at umrøddi Bang, kapteinløjtnantur, skuldi fara til Vágs 25. juli 1946 við monnum sínum. Tá teir vóru komnir til Vágs, skuldi "Marinestationen Våg" setast á stovn. Hon skuldi liggja beinleiðis undir "Søværnskommandoen", sum skuldi hava telegrafiskt boð, tá støðin var stovnað. Bang skuldi sum skjótast seta seg í samband við amtmannin - og annars samstarva væl við hann.

Endamálið við at stovna marinustøðina var "at overtage den sw for Våg liggende Loran Station, der i øjeblikket er bemandet og drevet af britisk personel. Overtagelsen skal finde sted senest den 1/8 d.å., og det er Marinestationens hovedopgave at videredrive Loran Stationen, hvis nøjagtige og kontinuerlige funktionering er af vital betydning for al trafik i Atlanterhavet" (undirstrikað, JT). Legg til merkis, at tað stendur "al trafik".

Leiðarin av marinustøðini hevði skyldu til at at syrgja fyri, at "det ham underlagte personel modtager så fyldig overlevering af det britiske personel og uddannes så godt som muligt til varetagelsen af dets tjeneste. Marineministeriet vil tilstræbe, at en del af det britiske personel forbliver i Våg for overlevering, og at eventuelt enkelte forbliver til tjeneste for kortere eller længere tid". Orsøkin til hetta var, at loranstøðin eftir tátíðar viðurskiftum hevði háteknologiska útgerð, sum danir tá ikki høvdu nóg góða útbúgving til at nýta. Hetta varð ført fram av bæði bretum og amerikumonnum; men danir vildu sjálvir sleppa at reka støðina, og teir settu sær fyri sum skjótast at fáa til vega danska manning - við nóg góðari tekniskari vitan (meira um hetta seinri).

Ætlanin var, at "Fyr- og Vagervæsenet skuldi yvirtaka og reka loranstøðina, og tá hetta var hent, skuldi marinustøðin avtakast (Skriv frá Flotamálaráðnum til Uttanríkismálaráðið, 23.07.1946; M.7618; Journal M. 89/1946; Stemplað: U.M. 25.07.1946, 8. I. 3).

Í skrivi til danska uttanríkismálaráðharran, 3. jan. 1946, segði Hilbert frá, at hann ongantíð hevði fingið officielt at vita, hvussu mangir bretskir hermenn høvdu verið í Føroyum undir krígnum; men tað óalmenna talið var 7 - 8000 mans, tá teir vóru flestir í tali. Meginparturin ("ingeniør- og pionertropper") fingust við virksemi á Flogvøllinum í Vágum. Øll fólkini, sum hoyrdu til bretska flotan, fóru úr Føroyum í juni 1945, og teir seinastu hermenninir fóru avstað í august-septembur 1945. Eftir vóru 50 mans frá R.A.F.,sum passaðu loranstøðina í Vági (8.H.20.a.).

At tað sum heild hevur verið rættiliga stórur áhugi fyri loranstøðini í Vági, framgongur av einum svenskum fyrispurningi, um onglendingar enn vóru har í mars 1946 (U.M.8.H.20.a, 7.3.1946). 4. apríl 1946 var fundur millum danska uttanríkismálaráðharran, verjumálaráðharran og ovastu hernaðarleiðsluna. Uttanríkismálaráðharrin tosaði tá um bretsku radarstøðina í Føroyum og helt, at tað átti at verið umhugsað, um ikki danir skuldu yvirtaka hana. Varaadmiralurin helt, at tað hevði verið væl, um bretska manningin varð avloyst av danskari manning, sjálvt um politiskir trupulleikar millum føroyingar og danir kundu standast av hesum. Eisini helt hann, at skiparin á einum donskum verjuskipi, sum skuldi fara til Føroya í mei, skuldi fáa at vita um viðurskiftini við onglendingar (Fundarfrásøgn 4.4.1946; P.J.I.No.5.D.74.).

Amerikanskur áhugi fyri at reka loranstøðina í Vági kom beinleiðis fram í mai 1946 (Aide Memoire, Copenhagen, May 11, 1946 til Royal Ministry of Foreign Affairs,U.M. 8.H. 20.a.). "A long range air and marine navigation system (known as LORAN), which puts out continuous signals from three separate stations on an automatic triangulation principle, is presently being operated by the United States Army Air Force and the Royal Air Force with master station in the Faroe Islands and "slave" stations (subsidiary stations) in Iceland and the Hebrides. The installations in the Faroes and Iceland have been operated by the Royal Air Force with Lend Lease equipment (Ein undrandi dani hevur skrivað við handskrivt á breddan: "1 station på Færøerne, 1 station på Island, 1 station på Hebriderne - hvad skal USA her?"). The British are terminating operations at these stations on June 1, 1946 but will continue at the Hebrides. The Iceland installations will be taken over by the United States Military.

The Government of the United States requests authorization in principal for the operation of the Faroe station by civilian employees of the War Department who, however, would be in uniform for at least another year. It is estimated that the personnell of the station would consist of 19 persons (her er viðmerkt við handskrivt: "hvorfor ikke straks civile").

Free entry for equipment and supplies and the right to make necessary improvements, including construction of additional buildings for personnel should existent facilities be found to be inadequate, is likewise requested.

The War Department of the United States is willing to train Danes in operating the station if Denmark should desire eventually to take over the maintenance and operation of the station, either for its own account or under the Provisional International Aviation Organization. In the event that Denmark should decide to take over the operation at a later date, arrangements for the acquisition of the existing equipment could be arranged between the two Governments (undirstrikað av donskum embætismanni).

The Government of the United States would appreciate an early reply from the Royal Danish Government". (her er áritað: "Hvorfor må Briterne ikke operere stationen, indtil vi kan overtage den?").

(Ovast á skjalinum hevur Gustav Rasmussen skrivað: "afleveret af am. gesandt 11/5. Gesandten mindede samtidig om Thule-(ikki lesandi orð) hastende karakter. GR").

Loranstøðin í Føroyum, bygd av bretum undir krígnum, yvirtikin av dønum í 1946, hevur havt vitalan týdning fyri skipa- og loftferðslu í Norðuratlantshavi. Hon var ein av høvuðsstøðunum í eini skipan úr Grønlandi og suður gjøgnum Atlantshavið. Støðin hevur havt stóran amerikanskan áhuga. Bæði amerikumenn og danir hava sett hana í samband við virksemið í Thule og annað virksemi í Grønlandi. Tá danir hava stovnað marinustøðina í Vági hevur hetta verið fyri at forða fyri, at loranstøðin eftir kríggið kom á amerikanskar hendur. NB tær hugsanir, danir høvdu um (her)støðir áðrenn samráðingarnar við føroyingar um heimastýrisskipanina. Sjálvt um danir ikki høvdu nóg góðan tekniskan kunnleika til at reka støðina, hava teir gjørt tað, teir kundu, fyri at støðin ikki skuldi fara á amerikanskar hendur. At hetta eisini skal síggjast í størri politiskum samanhangi, verður ávíst seinri. Í veruleikanum hevur USA biðið um at reka loranstøðina í Vági, sum eisini hevur havt hernaðarligan áhuga og týdning; men teir hava samstundis sett fram tilboð um, at danir kundu fáa útbúgving til hetta virksemi, um Danmark sjálvt vildi reka støðina. Danir hava tikið støðu til henda spurning í eini tíð, tá politisku viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar hava verið vánalig (hetta hendi í 1946), og teir hava sett danskt herfólk at reka støðina, hóast hetta kundi gjørt viðurskiftini við føroyingar verri. Hetta hevur aftur havt samband við viðurskiftini í Grønlandi. Danir hava ikki kunnað forðað fyri framhaldandi amerikanskum virksemi í Grønlandi; men teir vildu forða fyri, at amerikumenn beinleiðis fingu fótin fastan í Føroyum eisini. At avtaka loranstøðina er ikki komið upp á tal. Radartænastan (virksemið) í Norðuratlantshavi hevur ikki kunnað verið støðina í Føroyum fyri uttan. Sí eisini skriv frá Gustav Rasmussen til forsætismálaráðharran (15.5. 1946), har greitt varð frá hesum viðurskiftum. Eisini verjumálaráðharrin varð kunnaður um hetta (sbr. fundin, sum er umrøddur omanfyri).

Danir hava viðgjørt málið á ráðharrafundi 20. mai. Aftaná tosaði Gustav Rasmussen við amerikanska sendiharran, sum fekk at vita, at danir sjálvir ætlaðu at reka støðina. Hetta stóð eisini at lesa í "Evening Standard" (27/5) og "Times" (28/5).

Í skrivi frá donsku sendistovuni í Washington (29.5.1946) til danska uttanríkismálaráðið var m.a. skrivað um, hvussu ótolnir amerikumenn vóru í málinum um loranstøðina. Í hesum sambandi var umrøtt, at USA (til international fígging møguliga kundi fáast til vega) kanska kundi gjalda dønum fyri raksturin av støðini, um danir valdu at reka hana sjálvir. Annars varð viðgjørdur tann politiski spurningurin, sum hevði samband við støðina:

"Jeg... har... givet udtryk for adskillige betænkeligheder, da State Department bragte sagen på bane over for mig (sendiharranum). Jeg har som nævnt... gjort opmærksom på, at det i og for sig ikke var et spørgsmål om, hvorvidt Rusland med nogen som helst rimelighed kunne klage over de pågældende anlægs videreførelse med civilt amerikansk personnel, men spørgsmålet var, om Rusland muligvis måtte mene, at der lå noget mere bag denne sag, end der i virkeligheden gør. I denne forbindelse nævnte jeg, at der sikkert på nuværende tidspunkt - i betragtning af de forestående dansk-russiske handelsforhandlinger - ville være den danske regering særlig ubelejligt, hvis der skulle opstå den mindste misforståelse fra russisk side i anledning af nærværende spørgsmål".

Um viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar segði sendiharrin: "Jeg har ligeledes fremhævet, at den danske regering af hensyn til forhandlingerne med Færøerne om disses fremtidige stilling sikkert også ønsker, at der ikke bliver nogen misforståelse fra de færøske myndigheders side" (U.M.8.H.20.a.; stemplað 3. juni 1946).

2. juni 1946 tosaðu danski sendiharrin og Molotov, uttanríkisráðharri, saman í Moskva. Samrøðan fevndi um mong viðurskifti: Týsk flóttafólk í Danmark, støðuna í Ermasundi, osfrv. Eisini metereologiskar støðir í Grønlandi, sum amerikumenn vóru í ferð við at fara frá, vóru umrøddar. Tó var Molotov serliga áhugaður, tá hann fekk upplýsingar um støðina í Thule - og um, at amerikumenn ætlaðu at reka loranstøðina í Føroyum, men at danir hinvegin sjálvir ætlaðu sær at hava henda rakstur um hendi (Chiffertelegram fra Gesandtskabet i Moskva, modt. 2.6.1946, U.M.8.H.20.a.).

Føroyski ríkisdagsmaðurin Poul Niclasen spurdi í skrivi 28. mai 1946, stjóran í danska uttanríkismálaráðnum, hvat var í tíðindunum, sum donsk bløð bóru um, "at der for tiden af udenrigsministeriet føres forhandlinger med USA angående vejrmeldingsstationen på Færøerne, og at der ligeledes i samme anledning skal være indledt forhandlinger med England". Tað, sum Poul Niclasen vildi hava at vita, var "hvad der ligger til grund for disse bladmeddelelser".

Hvass, stjóri, svaraði Poul Niclasen aftur 3.6.1946 í skrivi, sum er merkt "fortroligt", at hann sendi honum tað Aide Memoire, sum amerikanskur sendiharri hevði sent uttanríkismálaráðharranum 11. mai (sí omanfyri). Poul Niclasen fekk also nakað av kunnleika út frá hesum skjali.

Brot úr skrivi frá Dansk Gesandtskab, Washington D.C. (undirritað av Povl Bang-Jensen), 18.05.1946, til danska uttanríkismálaráðið (U.M..H.20.a.). "Vejr- og Navigationsstation på Grønland og på Færøerne":

(Tað, ið er skrivað um Grønland, er ikki tikið við her í viðgerðini) ... "Man har ligeledes givet udtryk for uro over, at der ville gå for lang tid, inden der kom svar på den henvendelse, den amerikanske legation har rettet vedrørende lorananlæggene på Færøerne, som det britiske mandskab vil forlade den 1. juni. Jeg forstod, at grunden til, at englænderne trækker sig tilbage, i første række er besparelseshensyn; iøvrigt er lorananlæggene på Færøerne amerikansk Lend-Lease materiale. Med hensyn til Loran navigationsmetoderne henviser jeg til marineattachéens beretning nr. 2 af 3. marts 1946 (Ges. Ber. nr. 252 af 7. marts). Der er næppe tvivl om, at loran navigeringen er af overordentlig vigtighed for de nordatlantiske luftruter. Man fortalte mig iøvrigt i State Department, at nogle mente, at det britiske Consol-system (vist nok i det væsentlige det samme som det britiske Decca-system), der skal være baseret på visse tyske opfindelser, som England er blevet bekendt med, var nogenlunde lige så godt som loran systemet; måske endda bedre, og navnlig en hel del billigere. Det er derfor muligt, at Consol-systemet vil slå igennem i det lange løb; men i State Department menes det, at man af hensyn til de kostbare anlæg, der allerede var installeret, ikke foreløbig ville opgive loran-systemet. Det var vigtigt, at man blev helt sikker på først, hvilket system der var det bedste ... State Department understregede, at man blot ønskede at sende en halv snes mand, civile, ikke militære, til Færøerne, og at man ville uddanne det nødvendige antal danske afløsere snarest muligt, enten her i Amerika eller på det amerikanske militærs skoler i Tyskland. USA ville indtil videre betale den eventuelle danske stabs lønninger; til sin tid ville udgifterne ved anlæggets opretholdelse formodentlig blive dækket ad international vej. Der var derfor, sagde man mig, "ikke det mindste politik i spørgsmålet". Loranstationerne var af international betydning og kunne benyttes af alle landes skibe. De var blot en slags internationale fyrtårne. Rusland havde også adgang til at købe lorananlæg til sine skibe og flyvemaskiner, og fra State Departments side så man ikke, at spørgsmålet om Danmarks forhold til Rusland (hvad der skulle være nævnt i København), skulle have nogen betydning i denne relation. Jeg gjorde opmærksom på, at det jo ikke i og for sig var et spørgsmål om, hvorvidt Rusland med billighed kunne mene at have grund til klage over amerikanske loran-anlæg på Færøerne; men spørgsmålet var, om Rusland måske kunne tro, at der lå noget mere bagved (undirstrikað, JT).

State departments embedsmænd kunne ikke forstå, at de ikke havde fået svar endnu; jeg svarede dertil, at sagen fra dansk side utvivlsomt ville blive betragtet som mere end en formalitet, og at det formodentlig var nødvendigt at høre de færøske myndigheder, foruden at der var adskillige danske myndigheder, der måtte høres, og at mange danske embedsmænd var meget stærkt optaget af de mange efterkrigsproblemer ...".

21. mai 1946 var fundur í danska uttanríkismálaráðnum. Evni: Amerikanskur áhugi fyri at seta á stovn metereologiska støð í Thule - og fyri at yvirtaka raksturin av loranstøðini í Vági. Fyri forsætismálaráðið møttu dep.chef. Andreas Møller og Hilbert, amtmaður (8. H.20.a.). Umrødd varð áheitanin frá amerikonsku sendistovuni um, at tá bretar ætlaðu sær at fara úr Vági 1. juni 1946, so vildi USA hava loyvi til at yvirtaka raksturin av nevndu støð., sum í síni tíð var latin bretum "på Lend & Lease-basis". Stjórin í uttanríkismálaráðnum helt, "at man fra et udenrigspolitisk synspunkt måtte være ængstelig ved en ordning, hvorefter amerikanerne kom ind, når englænderne gik ud. Dette kunne give anledning til allehånde gisninger". Vóru danir ikki førir fyri at yvirtaka støðina 1. juni, var neyðugt at fáa bretarnar at verða verandi í Vági, til danir kundu taka yvir.

Hilbert helt, at "det ville virke meget uheldigt på Færøerne, hvis englænderne blev afløst af amerikanerne. Á fundinum vórðu menn samdir um, "at man måtte gøre alt muligt for at undgå, at amerikanerne kom ind på Færøerne". Orðað varð eitt telegramm, sum Hilbert skuldi senda til Vagn-Hansen, "hvorved der anmodedes om visse oplysninger" (undirskrivað av F. Schøn).

Svarskrivið frá Vagn-Hansen til Hilbert er merkt "Strengt fortroligt" og er dagfest 25. mai 1946 /F. a.J. 1946, No. 705, 12):

Telegrammið frá Hilbert hevði havt hesa orðing: "Af særlige grunde overvejes Danmarks overtagelse af radarstationen på Suderø, når englænderne forlader den formentlig første juni. Venligst undersøg snarest med bistand sysselmand Djurhuus og telegrafbestyreren eller anden sagkyndig, hvor meget mandskab nødvendigt og hvilke kvalifikationer. Er barakker eller boliger til disposition. Kan nødvendigt materiel overtages og da hvilken anslået pris. Findes en eller flere kvalificerede personer til driften på Færøerne. Fortroligt tilføjes, udenrigsministeren forsøger få englænderne til at blive nogen tid under afviklingen".

Í frágreiðing síni til Hilbert lýsti Vagn-Hansen viðurskiftini á loranstøðini í Vági á henda hátt:

"I den anledning tog telegrafbestyreren og jeg i går, fredag, til Suderø, hvor vi spiste en frokost hos sognefogeden i Våg sammen med sysselmand Djurhuus og to ledende officerer fra radarstationen, Kaptajn O'Donnald og løjtnant Holmes. De to englændere var yderst elskværdige og hjælpsomme, men understregede begge meget stærkt, at de ingen bemyndigelse havde fået til at meddele os tekniske oplysninger, ja end ikke var blevet informeret om, at de eventuelt skulle forlade stationen i løbet af kort tid. De anmodede derfor indtrængende om, at nedenstående oplysninger måtte blive betragtet som iagttagelser gjort af undertegnede og ikke som informationer fra de 2 officerer.

Sammen med officererne tog vi efter frokost en inspektionstur pr. automobil rundt til de forskellige anlæg og barakker.Nærmest selve byen ligger mandskabs- og forsyningsbarakkerne. Herfra fører en af englænderne anlagt vej op til toppen af et fjeld, hvor selve radarstationen er beliggende frit ud mod Atlanterhavet. Selve operatørrummet i radarstationen fik vi ikke adgang til, og området er spærret med pigtråd og plakater, der forkynder, at man bliver skudt, såfremt man trænger ind.

 

ad Mandskabet:
Stationen arbejder i døgndrift og kræver en betjening af 24 mand (4 vaktskifter á 6 mand), hvortil kommer 2 overordnede samt et reservemandskab på ca. 4 mand, altså ialt ca. 30 mand. Heraf må de 2 overordnede og mindst 8 af mandskabet være specialuddannede teknikere og have gennemgået et radarkursus i England i ca. 6 - 8 måneder. Englænderne oplyser i denne sammenhæng, at der under krigen er uddannet en del dansk mandskab i England til radartjeneste. På Færøerne findes såvidt vides ingen danske statsborgere med en sådan uddannelse. Resten af mandskabet, der skal være radiotelegrafister med gode anlæg for matematik, vil kunne specialuddannes på selve stationen, dog således at første hold må uddannes under fornøden vejledning af engelske instruktører blandt det nuværende engelske mandskab, hvilken vejledning i hvert fald vil være nødvendig i de første måneder.

Dertil kommer en motormekaniker med hjælper med god kendskab til dieselmotorer til foretagelse af regelmæssige eftersyn af maskinerne. Endvidere bør der muligvis knyttes administrationspersonale (et par mand) til stationen.

Dertil kommer yderligere nogle radiotelegrafister (4) til betjening af radiosenderstationen, såfremt denne station ønskes bibeholdt med permanent vagt. Efter telegrafbestyrer Olsens opfattelse vil denne station imidlertid sikkert kunne sløjfes.

Boligspørgsmålet:
Såfremt stationen ønskes underlagt det danske militær (flåden) og betjeningen af stationen ønskes foretaget af særlig teknisk uddannet værnepligtigt mandskab vil boligspørgsmålet let kunne løses, idet de fornødne barakker forefindes. Ganske vist er barakkerne bygget af ugalvaniserede bølgeblikplader og kræver megen vedligeholdelse (maling udvendig et par gange om året), men set med militære øjne er barakkerne vel anvendelige, og det nuværende mandskab befinder sig godt i dem fik jeg oplyst ved stikprøve at stille forespørgsler til dem. Boligforholdene svarer nogenlunde til de forhold danske kasernerede soldater er vant til at bo under. Derimod er det udelukket, at nævnte barakker vil kunne anvendes til boliger for civile tjenestemænd med eventuel familie. Foruden sovebarakkerne findes en rummelig barak, der dels benyttes til dans dels til filmsopvisninger, idet englænderne har deres eget fremføringskamera, anvendeligt også til tonefilm.

De tekniske anlæg:
I nærheden af operatørbygningen, som vi som ovenfor nævnt ikke fik at se, ligger maskinhuset (bygget af cement) indeholdende 3 store dieselmotorer, der forsyner radarstationen med drivkraft. Hver motor kører i 24 timer og hviler derpå i 48 timer. Motorerne er nyinstallerede, idet de tidligere motorer viste sig at være mindre godt egnede. Dieselmotorerne forbruger ca. 30 gallons solarolie pr. døgn. Hver motor får eftersyn pr. hver 1000 timer, de kører. Hver af motorerne har en afgivende spænding på 220 volt (50 perioder) og giver 40 ampere, men kan give 60 ampere.

I nærheden er endvidere anbragt 2 radioantennetårne, hver især 150 fod høje. De er af træ og trænges til at smøres med coprinol. Tårnene er meget solide og har vist deres modstandsevne mod ofte kraftige vindstød. Tårnene er forbundne med en senderantenne. Desuden findes 2 mindre tårne (ca. 90 fod høje), hvoraf den ene bruges til modtagerantenne.

Ved foden af fjeldet ved mandskabsbarakken er anbragt et mobilt elektricitetsværk, bestående af en dieselmotor af samme type som de, der er anbragt i maskinhuset. Motoren sættes i sving, når elektricitetsforsyningen svigter, hvilket f.eks. for tiden er tilfældet., idet det kommende elektricitetsværk kun kører i tiden 10 - 18.
Elektricitetsforbruget er ca. 12 - 1300 kr. pr. måned.

Kulforbruget til samtlige anlæg er ca. 12 tons kul om ugen. Færre tons er naturligvis fornødne, når koks kan fremskaffes.

Oljeforbruget er som ovenfor nævnt ca. 30 gallons pr. døgn.

Til slut bemærkes, at radarstationen ved Våg er den største station i Nordeuropa, den har mindre hjælpestationer på Hebriderne og Island og dækker hele Nordatlanten.

Det har selvsagt ikke været muligt at få nogen form for oplysninger om eventuelle overtagelsespriser for anlæg og barakker, idet de engelske officerer som nævnt ingen instruktioner havde modtaget. Anlæggene menes - rygtevis - at have kostet nogle millioner kroner.

En eventuel dansk overtagelse af radarstationen vil således såvel overtagelsesmæssigt som driftsmæssigt blive en bekostelig affære, men såfremt stationen har international betydning og værdi også for den civile skibs- og flyvetrafik i fremtiden, er det jo muligt, at Danmark til gengæld for at overtage stationen kan få refunderet sine driftsudgifter af de i stationens opretholdelse interesserede lande ...".

Hetta sigur nakað um støðina, manningina osfrv; men legg til merkis, at sjálvt so høgur danskur embætismaður sum Vagn_Hansen ikki slapp inn í sjálvt operatørrúmið í radarstøðini. Frágreiðingin frá Vagn-Hansen varð send uttanríkismálaráðnum.

Seinri kundi Vagn-Hansen tó fjarrita til Hilbert, at nú høvdu bretsku heryvirmenninir fingið loyvi til at vísa honum alt á radarstøðini (fjarritið kann ikki dagfestast). Hetta fjarrit varð sent til Schøn, skrivstovustjóra í úttanríkismálaráðnum. Ritað varð á skjalið, at Vagn-Hansen átti at taka við innbjóðingini. 19. juni sendi Hvass skriv til forsætismálaráðið, har hann skjeyt upp, at "det til stationens drift nødvendige mandskab ved statsministeriets foranstaltning antages og udsendes til Færøerne snarest muligt (8.H.20.a.).

At loranmálið í Vági veruliga var partur í einum størri politiskum máli kom fram á fundi í Det udenrigspolitiske Nævn 20. juni 1946 (her endurgivið í broti; 8.H.-20.a.):

"Endelig havde Gustav Rasmussen over for Molotov nævnt de to amerikanske henvendelser om 1) vejrmeldetjenesten på Grønland og 2) om mulig amerikansk overtagelse af den engelske metorologiske station på Færøerne. Han havde over for Molotov gjort rede for minister (her í týdninginum ambassadørur) Kauffmanns Grønlandstraktat og oplyst, at vi nu var ved at overtage vejrmeldestationer på Grønland. Gustav Rasmussen havde tilføjet, at vi på en enkelt station nok måtte have enkelte amerikanske teknikere til midlertidigt at hjælpe os med driften af stationen for at oplære det danske mandskab til behandling af de nye vejrmeldeapparater. Den danske regering havde også til hensigt at overtage vejrmeldestationen på Færøerne og håbede at undgå, at amerikanerne overtog denne. Molotov kendte til sagen fra pressemeddelelser, og han udtrykte, at han var tilfreds med den danske regerings svar på de amerikanske henvendelser. Han sagde: "Stationer på danske øer må naturligvis være danske". (undirstrikað JT).

Skjalið vísir sostatt, at tað hevur verið neyðugt hjá dønum at geva russarum politiska frágreiðing um viðurskiftini í Grønlandi og Føroyum og amerikanska virksemið og áhugamál á hesum økjum. Tað er greitt, at russarar heldur vildu hava danskt virksemi í Føroyum og Grønlandi enn amerikanskt. Danir hava eisini verið noyddir at hugsa um russisk áhugamál í Eystrasalti (serliga Bornholm). Eisini hava danskir handilssáttmálar við Sovjettsamveldið havt týdning. Hartil kom, at skjalatilfarið í støðum vísir, at tá amerikanarar veruliga hugsaðu um at fara úr nøkrum veðurstøðum í Grønlandi, so hevði hetta samband við, at nógv fólk í USA beint eftir kríggið hildu, at USA skuldi taka stóran part av herfólki sínum aftur úr fremmandum økjum. Eisini varð trýst lagt á bretsku stjórnina, at hon skuldi lata ensku manningina fara av loranstøðini í Vági (uttan tilskilaða kelduávísing).

Hesi yvirskipaðu viðurskifti vórðu eisini umrødd á fundi millum Hvass, stjóra, og amerikanskan og bretskan diplomat á fundi í danska uttanríkismálaráðnum 9. juli 1946, har bretski sendimaðurin Randal segði frá, at hann hevði roynt at fáa ensku manningina at verða verandi í Vági, til danir høvdu nomið sær nóg góða útbúgving. Men, hann hevði tó fingið endaliga at vita, at bretska manningin bert kundi steðga í Føroyum 3 vikur afturat.

Hvass legði dent á, at tað hevði stóran týdning fyri danir, at fremmandir, eitt nú amerikumenn, ikki fóru at manna støðina. Hetta kundi eitt nú bera við sær umrøðu í fjølmiðlunum, sum hvørki var gagnlig fyri Danmark, USA ella Bretland. Tí spurdi Hvass, um Danmark kundi gjalda bretskum serfrøðingum, sum ikki longur vóru í tænastu, løn í avmarkaða tíð, til danir høvdu vunnið sær nóg góðan førleika til einsamallir at reka støðina. Randal var fúsur at kanna hesi viðurskifti - og bera tey upp á mál fyri bretskum loftverjumyndugleikum.

Bæði bretski og amerikanski sendimaðurin søgdu, hvussu stóran týdning tað hevði, at virksemið á støðini ikki varð steðgað, og Hvass metti út frá hesum, at um eingir aðrir útvegir funnust, so kundi tað henda, at amerikumenn, sum fyribils komu til Føroya at virka á støðini, kundu vera í danskari tænastu og verða løntir av dønum. Hetta fyri at forða fyri russiskum atfinningum.

Tveir danskir serfrøðingar skuldu sama dag fara við flogfari til Føroya fyri at kanna, hvat kravdist fyri at yvirtaka raksturin av støðini. Danska uttanríkismálaráðið hevði eisini lagt trýst á forsætismálaráðið fyri at fáa danska manning til Vágs sum skjótast (Hvass, notits, 11.7.1946).

18. juli 1946 var greitt, at danir ætlaðu at senda fólk frá marinuni til Føroya.17. juli hevði Bahnsen, orlogskapteinur, sent fjarrit til donsku flotamyndugleikarnar um loranstøðina í Vagi. Frágreiðingin líkist teirri frá Vagn-Hansen (sí omanfyri). Hetta kann verða tikið fram: "Stationen er Master Station på en slave på Island Lorvik og en på Hebriderne Mangersta... Tre stationer kontrolleres fra en kontrolstation i Nordøstskotland. Ved beboelsesbarakkerne findes en radiostation med konstant vagt med forbindelse med slave og kontrolstatonerne. De tre stationer kan benyttes til navigation mellem Skotland og Færøerne og Island og vest herfor indtil syd for Grønland. Nuværende besætning er 1 chefofficer, 1 ingeniørofficer, 11 radarmekanikere, 17radaroperatører, 4radiotelegrafister, 1 radiomekaniker, 2 maskinister, 1 automekaniker, 2 chauffører, 2 regnskabsførere, 3 køkkenpersonale, 3 hjælpepersonale, 1 sygepasser ialt 49. Til drift af stationen kræves mindst 1 chef, 4 dygtige radioteknikere, 4 radiotelegrafister, 8 operatører, 2 maskinister til dieseldynamoer ... det vil være muligt at skaffe færinger til maskinister, operatører, kok, chauffør, samt enkelte radiotelegrafister, men dette personel kan ikke fås omgående, men kan ansættes efter hånden. Såfremt lokale færinger ikke kan skaffes i fornødent omfang, skal der bygges beboelseshuse i Vaag, såfremt stationen skal overtages omgående, kan dette kun ske ved personel fra marine og fyrvæsenet indkvarteret under militære former i nuværende beboelsesbarakker. ... men det er absolut nødvendigt, at der efterlades følgende engelske personel til uddannelse, instruktion og overlevering i ca. en måned: 1 ingeniørofficer, 5 operatører, 5 mekanikere, 1 chauffør, 2 regnskabsførere, 1 kok, 1 koksmath ... Stationens chef har ikke modtaget instruktion om afrejse..." (afskrift af melding nr. 21540 fra orlogskaptein Bahnsen, 17.7.1946 til Marineministeriets admiralitetskontor, haðani skrivið fór til uttanríkismálaráðið).

10. juli var greitt, at 25 mans (undir leiðslu av kptltn. Bang) úr donsku marinuni skuldu fara til Føroya við fyrinspektionsskibet "Argus" at yvirtaka radarstøðina og reka hana. Ætlanin var, at støðin at enda fyrisitingarliga skuldi hoyra undir "Fyrvæsenet" (Marineministeriet, 10. juli 1946, 7562, 89/1946). Manningin skuldi so við og við verða "civil". "Marinestation Våg varð stovnað 30. juli 1946 við Bang sum ovasta. Danir vóru ikki nøgdir við tøkniliga útbúnaðin á støðini, og heldur ikki við goymsluna av eykalutum. Heilt fram til oktobur vórðu bretar tó verandi í Vági, og stórur partur av dønum mátti tí búgva í turkihúsi hjá Magnus Dahl. "Den 20. september måtte de dog fraflytte denne anstalt, der på det tidspunkt skulle tages i brug til sit oprindelige formål" (notits, sept. 1946). Danir yvirtóku støðina endaliga 9. november 1946 (Meddelelse fra Marineministeriets Efterretningsstation; fjarrit úr Vági endurgivið. Listi yvir tað, sum skuldi yvirtakast, er dagfestur 14. nov, 1946; Bilag nr. 2 til skr. nr. 2396 j. 57.2.27; marineattacheen London). 19. novembur 1946 boðaði danska flotamálaráðið frá: "Efter endt uddannelse af det i juli måned til loranstationen ved Vaag på Færøerne opsendte marinepersonel har søværnet nu med fuldt ansvar overtaget driften af nævnte station, der indgår som led i radiosikkerhedstjenesten for atlanterhavsflyvningen. Det engelske personel, som hidtil har varetaget denne tjeneste, er derefter afrejst fra stationen" (Til Ritzaus Bureau; hetta varð eisini fráboðað donskum sendistovum kring heimin).

Útgerðin

Sum fyrr nevnt vóru trupulleikar við útgerðini, tá ið danir tóku við loranstøðini í Vági. Sumt manglaði, annað var niðurslitið, og av og á hevði støðin ikki virkað. Bretar høvdu fingið útgerð úr USA eftir "Lend & Lease"-skipanini; men nú var henda skipan sett úr gildi. At danir hava roynt at loysa málið við at venda sær til USA sæst av skrivi frá Marineattachéen, Kgl. Danske Gesandtskab, Washington D.C..(dagf. 20. desembur 1946, lb.no.385; j. no. Ma.I.5; móttikið: Marinestabens Eksp. Kont. j. nr. 89/1946, 41 - 47).

Kjølsen, kommandørur boðaði frá: "Den 16. desember fik undertegnede samt gesandtskabets økonomiske afdeling en telefonisk henvendelse fra U.S.Coast Guard samt fra War Assets Administration gående ud på, at kommandør Sinding havde afgivet bestilling på noget materiel til opretholdelse af loranstationen på Færøerne. Man meddelte desuden, at det nu var muligt at fremskaffe materialet gennem War Surplus, men anmodede samtidig om, at få en definitiv købsordre igennem gesandtskabet så hurtigt som muligt... Sama dag telegraferaði Kjølsen:

Foreslår Fyrvæsen retter forespørgslen Coast Guard vedrørende dele til loran Færøerne. Coast Guard mener nu sammen med War Assets Administration muligvis have fundet sådant materiel som War Surplus og anmoder nu omgående positiv købsordre, da War Surplus kun kan reserveres få dage. Henstiller legationen straks telegrafisk bemyndiges af udenrigsministeriet til at bekræfte ønsket om indkøb pågældende materiel og eventuelt bemyndigelse financiere indkøb. Anmoder desuden om nærmere instruktioner om enkeltheder ved indkøbet. (Tað var uttanríkismálaráðið, sum skuldi góðkenna tílíkt keyp, líkamikið hvør ráðharrastova bað um tað).

Marinan telegraferaði aftur til Kjølsen: "Ad loran Færøerne. Forsøg oplyst under hvilken myndighed lorankæden: Færøerne-Island-England sorterer, samt hvem der er ansvarlig for forsyning med reservedele m.v. Endvidere hvem der betaler reservedele vedligeholdelse m.m. idet det anses urimeligt, at Danmark alene bærer samtlige udgifter til en station, som kun i ringe grad benyttes af danske skibe og luftfartøjer.

Kaufmann er endurgivin fyri at hava mett: "at da det var et dansk ønske, at loran anlægget på Færøerne i sommer blev overtaget af den danske stat, og da man var vidende om, at man fra amerikansk side har vist stor interesse for at bemande anlægget med amerikansk mandskab, ville han på det bestemteste fraråde, at man rørte ved sagen fra gesandtskabet over for nogen amerikansk myndighed under hensyn til sagens politiske betydning (kursiv,JT) og tilføjede, at han anså det for en sag, som formodentlg måtte drøftes i regeringen som sådan, dersom man på en eller anden måde skulle optage den herfra".

Sendistovan í Washington vildi also hava góðkenning frá uttanríkismálaráðnum til at fara víðari við málinum.

Flotamálaráðið sendi tí uttanríkismálaráðnum skriv 7.januar 1947 (Marineministeriet, Journal M. 89/1946), har teir m.a. søgdu: "Da driften af stationen nu foregår under dansk ansvar, og udgifterne dertil afholdes af marineministeriet, forekommer det naturligt, at danske myndigheder får adgang til alle i forbindelse med stationens drift og anvendelse hørende spørgsmål, hvorfor marineministeriet skal anmode det ærede ministerium om at overveje betimeligheden af at instruere gesandten i Washington om at fremskaffe de nødvendige oplysninger".

Í viðmerking (notati) í uttanríkismálaráðnum (22. januar 1947) framgongur m.a. "...marineministeriet ønsker, at udenrigsministeriet skal foranledige optaget forhandlinger med den amerikanske regering om betaling for det ved loranstationen overtagne amerikanske materiel ... da marineministeriet i sin tid gik med på at overtage loranstationen, var dette efter udtrykkeligt ønske fra udenrigsministeriets side og ikke fordi marineministeriet havde nogen særlig interesse deri. Da hele loransystemet kun i begrænset omfang har interesse for Danmark, ønsker marineministeriet, at der eventuelt med henblik på en refusion af de af marinen afholdte udgifter foretages en undersøgelse af, hvem det nævnte system sorterer under. Det bemærkes herved, at man i marineministeriet har hørt rygter om, at stationerne i virkeligheden skulle sortere under et i London hjemmehørende privat Loranfirma, der af skibs- og luftfarten opkræver afgifter for de tjenester, som blev ydet af loransystemet".

Hetta merkir, at danir sum heild hava vitað lítið um hvat tað var, teir gjørdu, tá teir settu Marinstation Våg á stovn og yvirtóku raksturin av loranstøðini. Teir hava vitað ov lítið um loranvirksemið (loranketuna í Norðuratlantshavi), um fígging, rakstur, eykalutir ... osfrv. Eisini hava teir vitað ov lítið um, hvussu loranskipanin hekk saman fyrisitingarliga. Fyri sjálvt Danmark hevur skipanin í sjálvari sær havt avmarkaðan týdning. Yvirtøkan hevur givið dønum fíggjarligar byrðar, sum flotamálaráðið vildi sleppa av við, tí at teir ikki høvdu biðið um hetta. Boðini vóru komin úr uttanríkismálaráðnum, sum saman við forsætismálaráðnum sá hetta í størri samanhangi.

Tær báðar her nevndu ráðharrastovurnar vildu ikki hava amerikumenn at seta seg fastar í Vági. Heldur ikki vildu tær hava viðurskiftini við Sovjettsamveldið spilt: handilssáttmáli dana við russarar, týsku flóttafólkini í Slesvig, sum danir vildu sleppa av við (Stalin hevði lovað Gustav Rasmussen at taka helmingin av hesum fólkum til russiska hersetingarpartin av Týsklandi, um teir sameindu vestanfyri vildu taka hin hemingin til tann partin av Týsklandi, sum teir høvdu hersett), politisu viðurskiftini í Eystrasalti osfrv. Alt hetta var umrøtt á fundi millum Gustav Rasmussen og Stalin í juni 1946 (Udenrigsministeriet, pressemøde, 25. juni 1946). Danska forsætismálaráðið og uttanríkismálaðráðið hvødu sostatt hugsað í størri politiskum samanhangi á sumri í 1946. Í byrjan av 1947 helt danska flotamálaráðið seg sita við "svartaperi". Flotamálaráðið visti ov lítið um loranstøðina í Vág. Fyri sjálvt Danmark hevði hon bert avmarkaðan týdning, og flotamálaráði bar byrðuna av einari útreiðslu, sum fyri teir var tyngjandi.

Tað var júst undir hesum umstøðum, at "skothendingin" í Vág, sum fólk enn minnast, fór fram. Flotamálaráðið segði frá (23.jan.1947):

"Fra amtmanden over Færøerne er der til statsministeriet indløbet følgende telegram: "Foranlediget af episoden loranstationen i Våg er der på møde mellem repræsentanter for samtlige politiske partier på Færøerne og undertegnede opnået fuld enighed om følgende udtalelse over for statsministeriet: Uanset hvor vidt eller i hvilken grad episoden kunne lægges kaptajnløjtnant Bang militært eller civilt til last må det anses stærkt tilrådeligt, at Bang udskiftes snarest for at skabe mulighed for godt forhold mellem loranstationen og dens omgivelser". Lagt varð afturat: "Efter forhandling med statsministeriet har marineministeriet imødekommet denne henstilling og har d.d. beordret kaptajnløjtnant S.H.L.Barfoed til at afløse kaptajnløjtnant Bang".

23. januar telegraferaði Kauffmann til Uttanríkismálaráðið: "State Department meddeler under henvisning til danske regerings skrivelse til PICAOs præsident om påtrængende nødvendige reservedele til loranstationen Færøerne at amerikanske regering villig til at overdrage pågældende materiale vurderet til dollars 29200 for købesum af dollars 4000. State Department anmoder gesandtskabet akceptere tilbudet. Telegrafisk bemyndigelse hertil udbedes" (Modtaget UM 23.01.1947, 8.H.20.a.).

30. januar 1947 metti uttanríkismálaráðið soleiðis um støðuna (ið varð gjørd upp í Notits, P.J.I.J.NR. 8.H.220.a.; undirskrivað: F. Schøn):

Tann 9. november 1946 undirritaði Bang, vegna flotamálaráðið, sáttmála við bretar (umboðsmenn fyri Det britiske Luftfartsministerium) um, at danir yvirtóku loranstøðina í Vági. Til hetta hevði Schøn hesa viðmerking:

"I art. I påtager den danske regering sig en forpligtelse til at drive stationen. Om nogen tidsbegrænsning er der ikke tale, og da forpligtelsen er et led i overtagelsen, må man vel sige, at vi påtager os en stedsevarende forpligtelse til at drive og bemande stationen "rebus sic stantibus". Dette kan siges at være noget betænkeligt, også i betragtning af, at vi ikke er i besiddelse af tilstrækkelige oplysninger til afgørelse af, om loran-systemet er et privat system som Deccasystemet, og at det derfor burde tilkomme det private foretagende at udrede udgifterne ved stationens drift... Af foreliggende oplysninger fremgår, at Loran i et vist omfang sorterer under Coast-guard.

6. februar telegraferaði Uttanríkismálaráðið til sendistovuna í Washington: Legadane Washington. Gestel 13 bemyndiges akceptere tilbud reservedele loran-stationen Færøerne 4000 dollars (Etrangers 14, 8.H.20.a.).

7. Marts 1947 var keypið av eykalutum, sum Coast Guard hevði fingið til vega, greitt (uttanríkismálaráðið til flotamálaráðið, 8.H.20. a.); men málið var tó ikki liðugt, m.a. tí at danir fingu skeivar eykalutir frá Coast Guard. Tíðin fram til 1950 gekk við samráðingum um nýggjar sendarar til loranstøðina, millumtjóða reglur, danska fígging, viðurskiftir við I.C.A.O. (millumtjóða sivila loftferðslu stovnin) osfrv.

(Um hetta skal fylgjast upp, verður neyðugt við framhaldandi kanning; men meira verður greitt frá týdninginum hjá Loranstøðini í Vági í øðrum samanhangi).

Samandráttur/meting

Tað er ikki ætlanin her at gera nakra meting um heimastýrislógina í sjálvari sær. Bert skal gerast vart við, at tá Føroya Løgting (tó ikki fólkafloksumboðini á tingi) samtykti heimastýrislógina, gav tingið frá sær heimildirnar til avgerðarætt og veruliga ávirkan á uttanríkismál, sum numu við Føroyar. Hetta var nakað, sum danski staturin vildi ráða fyri. Um ríkismyndugleikarnir áttu at lagt NATO- sáttmálan fyri tingið til ummælis er nakað, sum lógarkøn fólk kunnu kjakast um. Her er bert víst á, at nevndi sáttmáli ikki varð lagdur fyri tingið, hóast føroyskur ríkisdagsmaður setti danska forsætismálaráðharranum fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Uttanríkismál og verjumál og tað, sum hevði við hesi øki at gera, vóru løgd uttan fyri myndugleikaøki føroyinga. Tí kann verða sagt, at tá løgtingið av og á hevur mótmælt hernaðarligum virksemi í Føroyum, og hevur sagt Føroyar at standa uttan fyri hernaðarligar samgongur, so er hetta mest at skilja sum proforma mótmæli og útsagnir, sum ikki í sjálvum sær kunnu forða fyri hernaðarligum tiltøkum og hernaðarligari útbygging, men bert lýsa tingsins støðutakan sum so. Sum ávíst seinri í viðgerðini, søgdu summir føroyskir politikarar, eitt nú Erlendur Patursson, at sjálvt um tingið einki vald hevði á hesum øki, so hevði tingið tó rættin til at mótmæla.

Við hesum er ikki sagt, at danskir myndugleikar ongantíð frammanundan kunnaðu føroyskar oddapolitikarar um ymisk (eisini sera týðandi) hernaðarlig tiltøk, sum ætlanin varð at seta í verk í Føroyum; men tá var oftast neyðugt at fara varliga fram, tí hernaðarlig loyndarmál máttu ikki koma alment fram, og tí mátti løgtingið, ið hvussu er í fyrstu syftu, haldast uttanfyri. Í slíkum føri kundi koma fyri, at donsku ríkismyndugleikarnir (vanliga fyrst um ríkisumboðsmannin) vendu sær til løgmannin og kunnaðu hann (í høvuðsheitum) um tað, sum skuldi fara fram. Hetta verður lýst nærri seinri í frágreiðingini.

Loranstøðin í Vági var ikki ein NATO-støð; men hon hevði týdning fyri skipa- og loftferðslu í Norðuratlantshavi - eisini, tá tað snúði seg um herskip og hernaðarlig flogførð.

At støðin harumframt hevði strategiskan og politiskan týdning í millumtjóða samanhangi, er greitt. Sum dømi um hetta kann nevnast, at sviar ikki vildu hava bretar ella amerikumenn at manna loranstøðina, tí teir vildu ikki hava russar at svara aftur við at verða verandi á Bornholm - ella sum heild at styrkja støðu teirra í Eystursjónum.

Amerikumenn vóru sera áhugaðir fyri at reka loranstøðina, tí hon hevði so stóran týdning fyri navigatiónina í Norðuratlantshavi; men hetta vildu danir ikki góðtaka, tí tað kundi enda á sama hátt sum við amerikonsku støðunum í Grønlandi. Danir vildu ikki hava "base problemet en gang til".

Fyri at gera greitt, at teir sjálvir ætlaðu at reka loranstøðina í Vági, stovnaðu danir "Marinestation Våg", sjálvt um teir vóru illa fyrireikaðir, vistu ov lítið um loranskipanina og ikki høvdu manning við nóg góðum tøkniligum innliti til at reka eina loranstøð. Heldur ikki høvdu teir nóg gott innit í fíggjarligan rakstur, keyp av eykalutum eins væl og nýggjum lutum, samstarv við millumtjóða stovnar og felagsskapir osfrv.

Danir máttu eisini hugsa um Sovjettsamveldið í hesum sambandi. Til dømis helt Gustav Rasmussen tað vera neyðugt at greiða sjálvum Molotov frá, at ikki amerikumenn, men danir sjálvir fóru at reka loranstøðina í Vági. Sjálvandi vóru tað hernaðarlig/strategisk eins væl og politisk/diplomatisk viðurskifti, sum gjørdu seg galdandi í hesum høpi; men eisini danskir handilssáttmálar og onnur viðurskifti við Sovjettsamveldið (sí omanfyri) gjørdu sína ávirkan galdandi.

Loranstøðin, sum bretar høvdu bygt undir seinra heimskríggi, hevði samband við aðrar støðir av sama slagi í norðuratlantiska økinum - Noreg, Ísland osfrv. Seinri í frágreiðingini kemur greiðari fram, at US Coast Guard hevði lut í rakstrinum av hesi støð. Fyri londini kring Føroyar, og eisini fyri Sovjettsamveldið, hevði støðin á mangan hátt týdning og áhuga.

 

Danmarkspolitikkurin hjá USA

Inngangur

Millum tey skjøl, sum eru funnin í skjalasøvnum í USA, eru fleiri, ið lýsa tann politikk, sum USA førdi mótvegis Danmark. Í hesum samanhangi er fyribils bert valt eitt skjal til at lýsa nevnda politikk. Sonevnda "Guidelines of United States Policy toward Denmark" er eitt upprit; men tað, ið her er skrivað, er væl stuðlað og lýst í øðrum skjølum, sum eru viðløgt uppritinum. Grundað á hetta skjal verður við hesum roynt at gera eina mynd av teimum politisku hugsanum, sum amerikumenn (USA) gjørdu sær viðvíkjandi Danmark uml.1960 (Tilvísing: RG 84 Post Records, Denmark Embassy; Classified General Records 1953 - 61; Box 27, Folder: Copenhagen - Country Policy Statement). Uppritið er frá 1961, helst mei mánaði).

Amerikonsku høvuðsmálini

I. Hesi mál tykjast at hava havt týdning fyri USA:

1. Politikkur: At tryggja, at Danmark á virknan og uppbyggjandi hátt tók lut í styrkingini av Atlantiska Felagsskapinum. Tí skuldi USA virka ímóti teirri traditionellu donsku neutralismuni og pasifismuni. Hartil var neyðugt at virka fyri, at øll Norðurlond kendu seg sum partar av vesturheiminum. Eisini Finland.

2. Hernaðarlig mál: At halda fast við rættin hjá USA at hava støðir í Grønlandi, eins væl og "certain facilities" í Føroyum og á Bornholm.

3. At styrkja ta donsku verjuna og luttøkuna í NATO.

4. Búskaparlig mál: At virka fyri danskari luttøku í OECD, og at danir skiltu búskaparliga politikkin hjá USA. Á tann hátt skuldi minkast um ósemjur, serliga viðvíkjandi skipaferðslu, flogferðslu og europeiskari búskaparligari sameining.

II "Lines of action:

1. Politiskar: Amerikumenn áttu ikki at halda, at danir sjálvsagt vóru samdir við teir. Danir skuldu fáa upplýsingar og vera spurdir um ráð - bilateralt og gjøgnum NATO. Hetta fyri at styrkja Atlantiska samfelagið.

Danir høvdu altíð verið móttakiligir fyri tí, sum nevnt varð "the American way", sjálvt um teir viðhvørt hildu, at amerikanarar vóru heldur bráðir í summum av teirra viðurskiftum við onnur lond. Eisini tað, at USSR lá so nær við tey skandinavisku londini (og var so hernaðarliga máttmikið og so langt komið áleiðis í rúmdartøkni) kendist sum ein hóttan í hesum londum. Hetta vóru viðurskifti, sum tey skandinavisku londini máttu síggja í eyguni. Av hesum orsøkum kundi USA ikki bert rokna við, at tey góðu viðurskiftini millum USA og Skandinavia vóru sjálvsøgd. USA mátti arbeiða við hesum.

USA átti at stimbra danskari samvinnu við hini Norðurlondini gjøgnum Norðurlandaráðið og aðrar norðurlendskar stovnar.

USA skuldi mótvirka sovjettiskum trýsti fyri at gera Skandinavia óheft og demilitariserað ("Friður í Eystrasallti" ella "atom-frítt øki").

USA skuldi eggja dønum til at vera meira virknar í ST-høpi og øðrum stovnum, sum høvdu samband við ST.

Norðurlond atkvøddu ofta saman (sum blokkur) og høvdu stórt umdømi í millumtjóða viðurskiftum - nógv meira enn tað, sum svaraði til eitt nú støddina á hesum londum. USA átti at nýta ta ávirkan, sum norðurlond høvdu á menningarlond og nýggjar statir, til egnan fyrimun. Vanliga stuðlaði Danmark USA í ST, og hetta varð sagt at vera frálíkt.

USA átti at stuðla donskum og norðurlendskum virksemi fyri at fáa ungar oddamenn úr Afrika og Asia til Skandinavia, har teir kundu læra um tøkni, arbeiðsviðurskifti, samfelagslig viðurskifti osfrv.

2. Hernaðarligar: Tá tað snúði seg um viðurskiftini við Danmark á hernaðarliga økinum, var tað av allrastørsta týdningi, at USA varðveitti síni rættindi til herstøðir í Grønlandi. Samvinnan millum USA og Danmark á hesum øki hevði verið framúr góð. Fyri at styrkja hesa samvinnu enn meira skuldi USA:

1) Minnast til, at danir vóru erkvisnir viðvíkjandi teirra yvirvaldsrætti yvir Grønlandi. USA skuldi til fulnar greiða dønum frá sínum hernaðarliga virksemi í Grønlandi.

2) Leggja dent á, at amerikanskt hernaðarligt virksemi (og onnur amerikansk tiltøk) í Grønlandi vóru defensiv.

3) Víst var til "United States-Danish Committee for Greenland Projects".

Danmark skilti, at tað var til stórt felags gagn, at USA framhaldandi nýtti støðirnar í Grønlandi; men vinstrahallir bólkar í Danmark vildu vera við, at danska stjórnin ikki fekk nóg mikið at vita um tey amerikansku tiltøkini í Grønlandi.

USA skuldi framhaldandi leggja trýst á danir (mest gjøgnum NATO og SHAPE) fyri at fáa teir at økja teirra íkast til verjuna av vesturheiminum. Danir skuldu fáa at vita, at um teir vildu gera størri íløgur í felags verjuna, vildi hetta ávirka hernaðarliga stuðulin frá USA framyvir.

Danir lótu ikki nóg nógv til NATO-verndarmál. Hetta kom bæði av terra siðbundnu pasifismu og teirra "small-nation complex". Danir løgdu størri dent á at økja um handilsvinnuna og menna teirra sosialu vælferð. Innanhýsis politisk viðurskifti í Danmark og tað, at danir vóru bangnir fyri at skaða millumtjóða avvápnaðarsamráðingar, um Danmark var hernaðarliga meira virkið, vóru umberingar, sum danir nýttu, tá trýst varð lagt á teir, fyri at fáa teir at økja teirra hernaðarligu útreiðslur. Danir hildu fast við, at ongar fremmandar herdeildir skuldu vera í Danmark (Grønland undantikið) uttan tá kriggj, ella krígshóttan, var. Til hetta kundi viðmerkjast, at uttan MAP var danska verjan munandi veikari ("severely weakened").

USA skuldi halda fram við varisliga at royna at fáa danir at gótaka atomvápn (fyrst og fremst gjøgnum Nato og hernaðarligar kanalir) í tann mun hetta var í samsvari við NATO strategi.

Lítil ivi var um, at bæði danski javnaðarflokkurin, ið tá var stjórnarflokkur, og Fólkatingið ætlaðu at halda fast við status quo og ikki góðtaka atomvápn tá.

USA átti at stimbra bæði norðurlendskari og danskt-týskari hernaðarligari samvinnu, tí at báðar hesar vóru av týdningi fyri verjuna av Danmark.

"The Baltic Command", sum hevði verið í uppskoti, hevði verið eitt stórt stig fram móti at styrkja danskt-týskt hernaðarligt samstarv innan NATO. Á odda fyri hesum kundi verið ein danskur offiserur ("commander") við undirskipaðari land-, loft- og maritimari kommando, býtt millum danir og týskarar. Danir høvdu drálað við at góðtaka tætt danskt-týskt samstarv - uttan so, at skipað varð fyri, at yvirmenn úr øðrum NATO-londum (Noregi, Kanada, Bretlandi) vóru við á tí hægsta kommandostignum.

Onnur áhugamál hjá USA viðvíktu búskapi, skipaferðslu, handli, samhandli millum USA og Danmarkar, sivilari flogferðslu, Danmark og OECD, donskum samhandli við sosialistisk/kommunistisk lond, amerikonskum útflutningi til Danmarkar osfrv.

III Møguleikar (tað, sum møguliga kundi henda):
1. Um USA møguliga misti rættindini til at hava støðir í Grønlandi.

Tað varð umrøtt sum "a pet project of The Danish Foreign Minister", tá danski uttanríkismálaráðharrin hevði givið tilboð um, at Grønland kanska kundi gerast "a possible Western Inspection zone in some East-West disarmament agreement".

Amerikumenn hildu, at neyvan fór at verða tikið av hesum tilboði; men, hinvegin, skuldi tað hent, so hevði tað verið ein vandi fyri hernaðarliga virksemið hjá USA í Grønlandi. Um tað sterka ynski, danir høvdu fyri millumlanda avvápnaði, vann undirtøku, bar ikki til at síggja burtur frá, at teir møguliga vildu umhugsa"onesided Western concessions". Amerikumenn skuldu vera til reiðar at nýta politiskt trýst fyri at mótvirka øllum tílíkum donskum ætlanum. Um tað veruliga óvæntaða skuldi hent, at danir tóku seg burtur úr NATO, so skuldi USA gera nýggjar samráðingar við danir um verjuna av Grønlandi. Hetta skuldi so koma í staðin fyri "the 1951 Defense and Greenland Agreement".

2) Eitt uttanveltað Skandinavia.

Skuldi USSR gjørt týðandi, um enn bert tíðaravmarkaði, framstig á slíkum økjum sum eitt nú rúmdartøkni, sum kundi verðið til skaða fyri maktstøðuna hjá USA, so kundi stórt innanlendis trýst verið lagt á Norðurlondini um at fara úr vesturlendsku verjusamgonguni - og heldur skipa fyri einum uttanveltaðum Skandinavia.

Hetta kundi eisini hent í sambandi við væleydnaðar millumlanda friðarsamráðingar og sáttmálar um at banna kjarnorkuroyndarspreingingum - og skunda undir avvápnað í skandinavisku londunum.

Í sambandi við slíkar møguleikar var tað sera neyðugt, at USA var allvakið og ongantíð gloymdi tann latenta friðarhugin og ynskið um uttanveltaða støðu, sum altíð var til staðar í skandinavisku londunum. USA mátti vísa á tann sjónliga vandan, sum lá í einvegis avvápnaði í úrtíð og upploysing av vesturlendskum trygdarsamgongum.

Samandráttur/meting

Eitt av høvuðsmálunum hjá USA hevur verið at styrkja danska viljan til veruliga virkna luttøku í hernaðarliga NATO-samstarvinum. Tað, sum verður nevnt siðbundin donsk uttanveltað støða og pasifisma, skuldi niðurbrótast, ið hvussu er mótvirkast. Danskur uttanveltaður politikkur í nýggjari tíð stavar frá 1864, tá Danamrk tapti kríggið við Preussen. Eftir hetta kríggj var dønum greitt, at teir ikki megnaðu at føra ein ágangandi uttanríkispolitikk, sum var grundaður á hermegi. Longu undir Napoleonskríggjunum í byrjan av 19. øld megnaði Danmark ikki at verja Føroyar og Ísland, og heldur ikki at føra neyðugar matvørur sjóvegis til nevndu lond. Sama gjørdi seg galdandi undir fyrra og seinra heimskríggi. Tá Danmark varð hertikið av Nazitýsklandi í 1940, gjørdist hetta endin á danska uttanveltaða politikkinum. Tað er trupult at reka neutralan politikk, tá stórveldi ikki virða hann.

Tá Danmark í 1949 undirritaði NATO-sáttmálan, var uttanveltaða støða dana slept; men til ber at siga, at idealistiskt høvdu danir ikki slept hugsanini sum so. Hon var so ella so til staðar í hugaheimi dana, sjálvt um teir valdu at lima seg inn í NATO-felagsskapin. Tað samsvaraði eisini við heildarpolitikkin hjá donskum javnaðarmonnum tá at halda verjuútreiðslunum niðri. Hetta er m.a. viðgjørt í bókini hjá Poul Villaume: "Allieret med forbehold (1995).

Í USA var ónøgd við tørvandi viljan hjá donskum myndugleikum til at játta nóg nógvan pening til hernaðarlig endamál. Henda ónøgd kom ikki bert fram hjá amrikonskum politikarum og embætismonnum, men eisini í stóru dagbløðunum í USA. Men, tað var skandinaviskur sosialdemokratiskur politikkur at byggja vælferðarsamfelagið upp, og at leggja meira av peningi í sosial mál enn í verju- og hernaðarmál.

Eitt, sum amerikumenn hildu sera fast um, var rætturin til at hava støðir í Grønlandi og "certain facilities" í Føroyum og á Bornholm. Hesi krøv amerikumanna góvu dønum nógvar politiskar trupulleikar. Danskir myndugleikar vóru sera eymir um danska yvirvaldsrættin yvir Grønlandi. Danir vóru eisini erkvisnir, tá amerikumenn ætlaðu at fáa fótin fastan í Føroyum eftir seinra heimskríggj. Hetta er Loranstøðin í Vági dømi um.

Sum heild hevur USA verið hugað fyri at fáa ikki bert Danmark, men øll Norðurlond (íroknað Finland, grannaland USSR) við í verjuna av vesturheiminum mótvegis eystanlondunum. Men, tað gongur fram av omanfyri umrødda skjali, at danski uttanríkispolitikkurin hjá USA ikki bert miðaði ímóti hernaðarligum samstarvi millum USA og Danmark gjøgnum NATO, men samstundis í størri høpi at integrera danskan politikk og politiska tilvitan á so mongum týðandi økjum inn í eina vestureuropeiska-amerikanska eind, sum stóð fram sum tann frælsi demokratiski vesturheimurin mótvegis totalitera kommunistaheiminum eystanfyri.

Tí skuldi donsk luttøka í OECD stuðlast, norðurlendsk samvinna mennast, og Danmark skuldi ávirkast til at vera meira virkið í ST, sum tá í stóran mun varð stýrt av USA.

Men, USA kundi ikki bert loyva sær at rokna við treytaleysum donskum stuðli í politiskum málum. Danmark og hini Norðurlondini lógu nær risaveldinum USSR, sum var hernaðarliga máttmikið og (rúmdar)tøkniliga sera langt framkomið. Trýstið frá USSR á Norðurlond var ein veruleiki, sum USA mátti gera sær greiðan - eitt nú í sambandi við amerikanskar royndir at mótvirka tí partinum av norðurlendskum politikki, sum hevði til endamáls at gera skandivaviska økið avmilitariserað og poitiskt óheft ("Friður í Eystrasalti" og "Norðurlond sum kjarnorkuleyst øki"). USA skuldi royna at ávirka Danmark til at góðtaka atomvápn í verndarsamanhangi, men tó roknaðu teir ikki rættiliga við, at ein danskur javnaðarflokkur fór at taka undir við hesum.

Amerikumenn vóru væl greiðir yvir, at vinstrahallir bólkar í Danmark virkaðu ímóti donskum NATO-limaskapi og førdu fram, at danir vistu alt ov lítið um tað, sum fór fram í amerikonsku støðunum í Grønlandi. Hetta var í amerikonskum eygum eitt vandamál; men trýst skuldi leggjast á danir (gjøgnum NATO og SHAPE), fyri at fáa teir til at økja um danska íkastið til verjuna av vesturheiminum. Tess størri íløgur, danir játtaðu til verjuendamál, tess størri skuldi hernaðarligi stuðulin frá USA til Danmarkar gerast.

Í øllum hesum høpi skuldi tað, sum amerikumenn nevndu tað danska "small-nation complex" mótvirkast. Danmark skuldi ávirkast til at taka ábyrgd sum virkið NATO-land. Eisini skuldi donsk hernaðarlig samvinna við hini skandinavisku londini og Vesturtýskland mennast. USA legði stóran dent á tað, sum varð nevnt "The Baltic Command", sum tá hevði verið í uppskoti, og sum sjálvandi var ætlað til at tryggja verjuna av Eystursjónum mótvegis Sovjettsamveldinum.

Tað, sum í amerikonskum hugaheimi ikki mátti henda, var, at Danmark tók seg burtur úr NATO, og at USA misti rættin til herstøðir í Grønlandi. Um hetta veruliga skuldi hent, mátti USA vera til reiðar at endurskoða "The 1951 Defence and Greenland Agreement". Slík endurskoðan av nevnda sáttmála hevði neyvan verið til fyrimuns fyri danskan "højhedsret" yvir Grønlandi.

Undir ongum umstøðum mátti USA góðtaka eitt uttanveltað Skandinavia, og heldur ikki einvegis avvápnað í úrtíð og upploysing av vesturlendskum trygdarsamgongum. Tað vóru heilt greitt friðarfylkingarnar í vesturheiminum, sum høvdu vaksandi undirtøku, sum, saman við vesturlendskum avvápnaðartosi og antikjarnorku mótmælisgongum, ávirkaðu amerikumenn at festa hesi sjónarmið á blað.

Hartil kom, at fólk í vesturheiminum veruliga vóru bangin fyri valdinum hjá USSR. Hetta skjal, sum her er viðgjørt, er skrivað nøkulunda samstundis sum Cubakreppan fór fram, og tað var í sambandi við hesa kreppu, at kendi amerikanski politikarin og diplomaturin Adlai Stevenson umrøddi stórpolitisku støðuna sum eitt alheims borgarakríggj, har einki land slapp at vera uttanveltað, tí tað bar bert til at taka støðu fyri vesturlendskum frælsi og fólkaræði ella fyri kommunistiskum trýsti og mannakúgan.

Lagt kann vera afturat, at undir hesum sonevnda "alheims borgarakríggi" sluppu heldur ikki Føroyar at liggja uttan fyri tær stóru verjuskipanirnar í heiminum. Føroyar lógu beint í einum stórum norðuratlantiskum havøki, sum NATO hevði átikið sær at verja og ráða yvir í hernaðarligum viðurskiftum. Hetta verður lýst nærri seinri í viðgerðini.

 

AMERIKANSKAR LÝSINGAR AV POLITIKARUM
OG ØÐRUM TÝÐANDI MONNUM Í FØROYUM

Inngangur

Leiðandi politikarar og aðrir týðandi menn í føroyska samfelagnum eru lýstir í skrivum frá amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn til The Department of State (uttanríkismálaráðið) í Washington. Hetta merkir, at viðkomandi skjøl vísa, hvørja mynd amerikanskir myndugleikar hava gjørt sær av hesum monnum.

Ein partur av innihaldinum í hesum skjølum er so persónliga nærgangandi og niðrandi, at hann verður ikki viðgjørdur í hesi frágreiðing. Um politisku myndugleikarnir vilja hava hetta lagt alment fram, verður mælt til, at løgfrøðingur metir, um hetta kann verða gjørt, uttan at samstundis brot verður gjørt á føroyska og danska lóggávu um skjalasøvn, málsinnit og reglurnar fyri at nýta og almannakunngera skjøl í almennari varðveitslu. Tað fyrilit, sum her er gjørt, hevur bert við beinleiðis persónlig viðurskifti at gera - ikki politisk.

 

Tá USA og NATO høvdu (hernaðarlig) áhugamál í Føroyum, so er skilligt, at tað í teirra eygum hevur verið neyðugt at kanna landið og fólkið her. Amerikumenn royndu tí at fáa til vega so fullfíggjaðar upplýsingar hesum viðvíkjandi sum gjørligt. State Department í Washington hevur fingið upplýsingar, sum stava fra ríkisumboðnum í Føroyum, donskum ráðharraskrivstovum og amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn; men eisini hava amerikumenn havt mann í Føroyum, sum hevur skrivað tey skjøl, sum her eru nýtt. Hesin maður verður í skjølunum nevndur "the reporting officer". Hann hevur dugað væl at koma í samband við føroyingar (ofta um rikisumboðið) og hann hevur eisini dugað væl at fáa føroyingar at tosa um føroysk viðurskifti, seg sjálvar og - ikki minst - um aðrar føroyingar. Á ferð síni í Føroyum tosaði amerikumaðurin mest við føroyskar politikarar og føroysk og donsk embætisfólk.

Á hesum grundarlagi hevur the reporting officer skrivað "myndir" (politiskar og persónligar profilar) av teimum í hansara eygum mest týðandi fólkunum í Føroyum, sum vóru uppi í almennum viðurskiftum tá á døgum. Hetta tilfar er síðani sent til amerikanskar myndugleikar í Washington.

Kristian Djurhuus varð sagdur at vera ein framúrskarandi maður í kanska teirri mest víðagitnu ættini í Føroyum. Menn úr hesi ætt høvdu verið leiðarar, handilsmenn, yrkjarar, listamenn og intellektuellir á ymiskum økjum. Sonur hansara, Johan Djurhuus, var stjóri í landsstýrinum. Kristian Djurhuus mundi uttan iva vera tann mest týðandi persónurin í Føroyum. Heitið statsmaður kundi verið fest á hann, tá leikpartur hansara í samtíðar føroyskum politiskum lívi skuldi lýsast. Hann varð valdur á ting í 1932. Hann hevði verið løgmaður (ella Prime Minister) síðan 1951. Hann umboðaði Sambandsflokkin, og fólk høvdu virðing fyri honum í øllum føroyskum flokkum - tó sjálvandi ikki í Tjóðvedisflokkinum, tí tjóðveldismenn virdu ongan.

Djurhuus var væl umtóktur í Danmark. Hetta kom partvís av, at hann umboðaði Sambandsflokkin, hvørs høvuðsendamál var samstarv við Danmark, og partvís kom tað av, at hansara persónligu eginleikar funnu samljóð við danir.

Kristian Djurhuus var tá 62 ára gamalur. Hann bar seg væl og var vinarligur men virðiligur, og fólk fingu beinan vegin ta fatan, at hann var ein sera heiðurligur maður.

Djurhuus og amerikumaðurin møttust fleiri ferðir. Løgmaður og prósturin vóru við í fylginum, tá amerikanski embætismaðurin legði blómukrans við minnisvarðan fyri føroyskar fiskimenn, sum lótu lív undir seinra heimsbardaga. Eisini vóru teir saman til móttøku hjá ríkisumboðsmanninum. Dagin eftir vóru teir til døgverða, sum amerikumaðurin bjóðaði hjá ríkisumboðsmanninum, Niels Elkær-Hansen. Seinasta dagin á vitjan hansara bjóðaði Djurhuus "the reporting officer" til morgunmatar. Hjástæddir vóru eisini løgtingsmenn. Hesi høvi umrøddi amerikumaðurin fyri at vísa, hvussu heilskaptur og álvarsamur maður, Kristian Djurhuus var. Eingin ivi kundi vera um, at hann var ein maður, sum stóð við sítt orð (Kelda: Amerikanska sendistovan til uttanríkismálaráðið í Washington, 7. 10. 1957). Ikki er at ivast í, at Kristian Djurhuus var tann maður í Føroyum, sum bæði danir og amerikumenn høvdu mest álit á.

Niels Elkær-Hansen var tá danskur ríkisumboðsmaður í Føroyum. Búskaparfrøðingur. Føddur 1915. Hann skuldi helst fyrst og fremst skapa góð viðurskifti millum Føroya og Danmarkar. Frá 1948 - 50 hevði hann verið skrivari hjá H.C.

Hansen, sum helst hevði virkað fyri, at hann gjørdist ríkisumboðsmaður í 1954. Stutt eftir kom Klaksvíksstríðið. Tá Halvorsen skuldi flytast, tóku klaksvíkingar til vápna móti donskum stýri. Hetta kundi rikisumboðsmaðurin ikki greiða einsamallur, einki ilt um tað. Nú tóktist hann javnt at vinna nýggjan stuðul í einum embæti, sum í sjálvum sær varð álopið av tí skrólandi Tjóðveldisflokkinum. Sum heild kundi sigast, at Elkær hevði klárað seg væl, hóast hann hevði verið óroyndur í byrjan.(Kelda: Sendistovan til amerikanska uttanríkismálaráðið, 7. 10.1957).

Erlendur Patursson. Á ferð síni í Føroyum var "the reporting officer" sera áhugaður í at møta formanni Tjóðveldisfloksins, Erlendi Paturssyni (hereftir EP). Hann møtti EP fyrstu ferð í eini móttøku, sum amerikumaðurin gav til heiðurs fyri almennum og privatum persónum í Føroyum, sum høvdu verið hjálpsamir, meðan hann hevði vitjað í oyggjunum. EP var átøkur einum døprum missiónsmanni við samanbitnum tonnum, hann var um 45 ára aldur. EP vísti seg at vera líka so styggur, sum hann var sagdur at vera. Tó eydnaðist tað "the reporting officer" at áseta ein fund við EP dagin eftir.

Tá fór ferðalag til Kirkjubøar. EP var føddur í Kirkjubø. Faðir hansara var tann víðagitni Jóannes bóndi Patursson - í síni tíð ein politisk kraft og stovnarin av tí upprunaliga heimastýrisflokkinum í Føroyum.

Umframt EP og "the reporting officer" vóru frú Patursson, tvær døtur teirra, Hanus við Høgadalsá, kona hansara og Jákup í Jákupsstovu við í ferðini. JíJ var skrivari í Fiskimannafelagnum, har EP var formaður. Tað tók 45 min. at koyra til Kirkjubøar. Samrøðan gekk lættliga og skifti frá einum løttum evni til annað. EP var sinniligur og tóktist glaður fyri høvið til at sleppa burtur frá sínum skriviborði sum blaðstjóri á "14. Sept.". Við hvørt høvi harmaðist EP um atgerðir dana í sambandi við fólkaatkvøðuna 14. sept. 1946. Fyri honum var hetta ein lagnudagur.

Myndir vórðu tiknar, meðan tey vitjaðu í Múrinum og á garðinum. Meðan teir fluttu seg eitt sindur burtur frá hinum fólkunum, spurdi "the reporting officer" EP: "Why do they call you a communist"? EP ilskaðist ikki av hesum, men flenti eitt sindur og segði: "Av somu orsøk sum tey kallaðu meg nazist aftaná kríggið, og av somu orsøk sum McCarthy var vanur at kalla fólk kommunistar. Tey kalla teg altíð kommunist, tá tey ikki eru samd við teg, ella tá teimum ikki dámar teg".

EP avnoktaði síðani, at hann hevði nakrar kommunistiskar ætlanir. Hann hevði tvey politisk mál: 1) Tjóðskaparligt frælsi, og 2) sosialan framburð. Hann segði, at hansara fremsta mál var at betra livikor fiskimanna; men fyri at røkka hesum máli var neyðugt við loysing frá Danmark.

Eitt av málum hansara var at økja fiskiflotan. Hetta kundi føra til, at uml. 1500 føroyskir fiskimenn, sum sigldu við fremmandum skipum tí at føroyski flotin var so avoldaður, kundu koma heim aftur at sigla við føroyskum skipum. Hetta var eitt mál, sum nærum allir føroyskir politikarar høvdu.

EP helt fram við at greiða frá, hvussu hann hevði stovnað eitt samvinnufelag fyri fiskimenn, sum keypti alt slag av útgerð til limirnar. Felagið tók sær eisini av kanningarferðum og sølu av fiski. Til dømis vóru teir við til at útgera "Karin K" hjá Ewald Kjølbro til ein túr til fiskileiðirnar í Grønlandi. Við í ferðini skuldu vera 14 føroyskir útróðrarbátar og 90 menn. Kvinnur vóru við, sum skuldu arbeiða við fiski á landi. "Karin K" skuldi hava saltfisk úr Føroyingahavnini við heimaftur.

Tá hann varð spurdur, hví hann vildi hava fulla loysing fyri Føroyar, svaraði EP við einari langari søgu, har hann m.a. segði, at danskir millumhandlarar eyðrændu føroyingar, tí at so stórur partur av føroyska innflutninginum kom úr Danmark. EP helt, at føroyingar høvdu verið nógv betur fyri, um teir kundu keypt á marknaðum kring allan heimin. Tá ført varð fram fyri hann tað danska argumentið, at tað var ein lukka fyri føroyingar at hava danir til at eta spanskar appelsinur og drekka brasilianskt kaffi, sum teir noyddust at taka sum gjald fyri føroyskan klipfisk, svaraði EP, at hetta var beinleiðis tvætl; føroyingar kundu klára seg sjálvar eins væl og einhvør onnur lítil tjóð.

Svarini hjá EP vóru ikki heilt nágronn; men hann tóktist vera heilt sannførdur í sínum egnu sjónarmiðum. Hann var serliga hugtikin av, at samvinnufeløg kundu givið føroyingum ein betri vinning, enn danskir heilsølumenn í løtuni vildu veita teimum.

EP fór síðani at greiða frá, hvussu hann hevði hugsað sær, at fiskimenn kundu eiga teirra egnu fiskiskip. Hann helt at fólk, sum ikki vóru beinleiðis partur av sjálvari fiskivinnuni, høvdu ov stóran vinning av fiskinum - samanborið við tey, sum arbeiddu í sjálvari vinnuni. Spurdur, svaraði EP, at honum ikki líkaði statsogn. Hann vildi, at fiskimenn sjálvir skuldu vera førir fyri at læna pening og stigvíst gjalda lánini niður - við at fáa úrtøku á jøvnum føti við aðrar skipaeigarar. Tá teir at enda áttu skipini, fór teirra inntøka at økjast samsvarandi.

Vanliga søgdu danir, at skattur og avgjøld fóru at vaksa, um danir tóku stuðul teirra aftur til skúlar og sjúkrahús v.m. EP viðgekk, at skattabyrðan fór at økjast; men hann segði, at hetta var prísurin, sum føroyingar máttu gjalda fyri teirra frælsi. Men hinvegin noktaði hann, at skattir og avgjøld fóru at vaksa heilt upp til ta upphædd, sum danir tá á døgum lótu til føroyingar - uml. 6 mill. kr. árliga. EP segði danska fyrisiting at vera ineffektiva. Loysingin vildi viðføra betri fyrisiting og betri búskaparlig viðurskifti í landinum. Á tann hátt vildi verða lætt at vinna inn tann pening, sum danir veittu føroyingum.

"The reporting officer" vildi vita meira um blaðið "14. September". EP skrivaði meginpartin av tí, sum stóð í blaðnum. EP segði blaðið at vera amboðið fyri sjónarmið síni, og at hann stóð við tað, hann skrivaði.

EP vildi einki siga um útlit Tjóðveldisfloksins til komandi løgtingsval. "Ikki eigur nakað at verða sagt frammanundan um, hvussu leikur man fara í politiskum spæli", segði hann og ypti øksl. Tjóðveldisflokkurin var tá næststørsti flokkur á tingi.

Síðani fóru fólk at fáa sær kaffi og køkur. Undir allari samrøðuni hevði EP verið róligur og talandi - beint tvørtur ímóti tí, sum "the reporting officer var vorðin leiddur til at halda. Tað tóktist serliga áhugavert at halda fram við tí politiska tosinum, eftirsum teir tríggir menninir (EP, Hanus og Jákup) í veruleikanum vóru Tjóðveldisflokkurin. Teir virkaðu saman sum eitt politiskt team.

Tað gjørdist skjótt greitt, at Jákup í Jákupsstovu var tann mest væltalandi av teimum trimum, og skjótt vísti tað seg eisini, at hann var tann mest fanatiski ("the really fanatical member"). Amerikanski embætismaðurin helt EP vera nakað av einum ópraktiskum droymara - ikki so fanatiskur og dogmatiskur, sum amerikanarin hevði væntað av tí, sum sagt hevði verið honum frammanundan.

Undir samrøðuni, har allir tríggir tjóðveldismenninir luttóku, førdi EP seg ikki fram, hann segði lítið - og hann legði ikki uppí, tá hinir báðir settu fram teirra sjónarmið. Hetta samsvaraði við vanligu strategi hansara. Hann luttók í politiskum kjaki bæði á røðarapalli og í blaðskriving; men hann rann ikki eftir embætum, og hann tvíhelt ikki um nakra støðu í Tjóðveldisflokkinum. Hansara veruliga makt, so sum hon var, lá í hansara støðu sum formaður í Fiskimannafelagnum.

Jákup í Jákupsstovu hevði sína tulking av politiska spektrinum í Føroyum: Fyrst var skilnaður flokkanna millum, har tað snúði seg um tað tjóðskaparliga: loysing og samband. Harumframt vóru flokkarnir antin til vinstru ella høgru (sum vanligt í Vestureuropa). Á tjóðskaparliga økinum var Tjóðveldisflokkurin vinstraflokkur, meðan Fólkaflokkurin var høgraflokkur osfrv. Meðan hann tosaði um hinar flokkarnar avdúkaði Jákup í Jákupsstovu bæði sína fanatismu og sítt tungusnildi, sambært amerikumanninum.

Teir tríggir tjóðveldismenninir greiddu frá, hvussu politiskir fundir vóru "the favourit indoor sport in the Faroes". Umboð fyri allar flokkar fóru saman út og kjakaðust um tey ymisku evnini. Áhoyrararnir lýddu væl á og vildu hava blóð beinan vegin. Øll brøgd tóktust vera loyvd. Í slíkum umhvørvi fingu teir mest væltalandi og fanatisku røðararnir størstu undirtøkuna frá áhoyrarunum. (Kelda: Amer. sendistovan til Uttanríkismálaráðið í Washington, 7.10.1957).

Lýsingin av EP er rættiliga nágreinilig - og avgjørt ikki bert negativ. Embætismaðurin hevur gjørt sær ómak fyri at gera eina mynd av tí politikaranum í Føroyum, sum varð hildin fyri at vera tann størsti mótstøðumaðurin av donskum valdi í Føroyum - og av NATO. Amerikumenn vildu hava nágreiniligar upplýsingar um bæði viðhalds- og mótstøðumenn sínar.

Hanus við Høgadalsá. "The reporting officer" hevði møtt Hanusi heima hjá Ewaldi Kjølbro í Klaksvík. Ewald hevði sagt, at Hanus var ein av leiðarunum í Tjóðveldisflokkinum. Teir høvdu ikki somu politisku áskoðan, men høvdu verið skúlafelagar. Hanus sá væl út og var fyrst í 40-árunum. Hann hevði brillur og var væl klæddur. Hann tóktist hvørki vera radikalur ella fanatiskur - hetta tóktist annars at vera eyðkenni fyri leiðsluna í Tjóðveldisflokkinum. Tá onkur, helst í skemti, umrøddi hann sum kommunist, svaraði hann skemtiliga aftur. Avgjørt varð, at Hanus og "the reporting officer" skuldu møtast aftur í Havn. Í Havn tosaðu teir m.a. um fólkaatkvøðuna í 1946. Her vísti Hanus á, at danski statsministarin, Knud Kristensen, hevði tolkað úrslitið sum loysing. Eisini helt hann, at ein nýggj fólkaatkvøða hevði víst meiriluta fyri loysing. Hanus fanst at donsku fyrisitingina í Føroyum - og at føroyingar onga ávirkan høvdu á viðurskifti síni við útlond.

Í sambandi við umrøðuna av donsku peningaveitingunum til Føroya mátti Hanus viðganga, at føroyingar noyddust at gjalda meira skatt, um teir loystu frá Danmark; men hann helt hetta vera tað vert - afturfyri at fáa frælsi. Eisini hann vísti á, at danskir millumhandlarar vunnu nógvan pening úr Føroyum. Hanus legði dent á antimilitaristisku sjónarmið føroyinga, og hvussu gott tað var fyri føroyska samfelagið at sleppa undan hernaðarligum útreiðslum.

Hanus virkaði ikki sannførandi, tá hann argumenteraði fyri loysing. Hann var heldur ikki serliga dogmatiskur. Hann greiddi frá, at ein føroyingur, nevndur Nolsøe, hevði gjørt uppskot til grundlóg, sum skuldi setast í verk, tá loysingin kom. Eins og USA skuldu Føroyar gerast republikk við einum forseta. Lóggevandi tingið skuldi hava eitt kamar. Fyrisitingin skuldi vera einføld og smidlig, egnað til lítið land.

Hanus var ikki í iva um, at til komandi løgtingsval fóru tjóðveldismenn at fáa eina framgongd úr 6 til 16 tingmenn. So kundu teir einsamallir gera landsstýri, uttan stuðul frá øðrum flokkum. Hann væntaði Tjóðveldisflokkinum serliga nógvar atkvøður frá javnaðarveljarum. P.M.Dam hevði júst tapt fólkatingsvalið, og Hanus metti, at hetta fór at verða endin á karrieruni hjá Dam, sum støðugt misti undirtøku, hóast tann veruleika, at hann fekk pening frá donsku socialdemokratunum til at føra valstríð fyri og til onnur endamál. Hanus helt tað gera Dam nógv veikari, at hann var bundin við so sterkum bondum at donskum javnaðarmonnum. Hann pástóð, at Dam tók allar sínar ordrar úr Keypmannahavn, og at hetta dámdi mongum føroyingum illa. Hanus mátti viðganga, at Dam veruliga "had some social appeal"; men hann helt tjóðveldismenn vera meira frammarliga á hesum øki. Hetta, at tjóðveldismenn løgdu so stóran dent á sosiala vælferð og tað, at leiðslan í Javnaðarflokkinum heilt greitt var veik, fór at geva Tjóðveldisflokkinum javnaðaratkvøður til komandi val. Hanus væntaði eisini, at Tjóðveldisflokkurin fór at taka atkvøður frá Fólkaflokkinum. Her hugsaði Hanus serliga um teir mest tjóðskaparliga sinnaðu fólkafloksveljararnar.

Hanus vísti á, at Ísland (sum hevði loyst frá Danmark 13 ár frammanundan) hevði størri handil pr. íbúgva enn nakað annað land. Í Føroyum keypti Samvinnufelag Fiskimanna úr útlondum, tað var ein av orsøkunum til, at tað var sett á stovn. Hanus var "general manager" í felagnum. Árliga innflutti felagið fyri uml. 1 mill. kr. av útgerð til fiskimenn og fiskiídnaðin. Føroya Fiskimannafelag, har EP var formaður, var ein týðandi partur av samtakinum. Hetta felag hevði millum 3000 og 4000 limir. EP var sannførdur um, at "the cooperative movement" fór at stimbra fólksins vælferð.

Hanus segði føroysku fiskimenninar at vera lønararbeiðarar: Í Noregi og Danmark vóru fiskimenn ofta partseigarar í skipum og útgerð.

"The reporting officer" hevði spurt onnur fólk um Hanus við Høgadalsá. Av hesum kom fram, at Hanus vanliga var væl umtóktur maður í Føroyum. Hann bar orð fyri at vera skilagóður og sinniligur. Fleiri fólk høvdu sagt, at hansara radikali hugburður var vorðin meira hóvsamur, síðan hann var vorðin "general manager" í Fiskimannafelagnum. Hanus førdi seg fram sum ein vælhavandi borgarligur persónur. Hann elskaði føðiland sítt og helt seg vita, hvussu hann kundi hjálpa upp á búskaparligu viðurskiftini í Føroyum. Hanus var ikki víðgongdur (radikalur). Hann var í ávísan mun eldhugaður fyri sjónarmiðum sínum; men ikki "overzealous".

EP, Hanus við Høgadalsá og Jákup í Jákupsstovu vóru leiðslan í Tjóðveldisflokkinum (Kelda: US-sendistovan í Keypmannahavn til Uttanríkismálaráðið í Washington, 7.10.1957).

Við hesum hevði "the reporting officer" fingið lýst 3 teir mætastu tjóðveldismenninar, sum vóru frammi í seinra partinum av 1950-árunum. Av hesum hevur hann hildið Hanus við Høgadalsá at vera tann mest álitisvekjandi, hóvliga og sinniliga mannin, sum dugdi væl at føra seg millum fólk. Jákup í Jákupsstovu er lýstur, sum tann mest fanatiski av hesum trimum monnum. Erlendi hevur hann fingið eina meira fjølbroytta mynd av, enn hann hevði væntað, líkasum meira positiva. Erlendur hevur helst verið tann mest "vandamikli" av hesum tjóðveldismonnum, m.a. tí, at Erlendur hevði vald: tingmaður, fiskimannaformaður, blaðstjóri. Tað er vert at minnast til, at "the reporting officer" her hevur sent amerikanskum mynduleikum lýsingar av monnum, sum kundu ætlast at vera potentiellir fíggindar hjá USA/NATO, sæð við amerikanskum (og møguliga eisini partvís donskum) eygum.

Johan Djurhuus var sonur verandi løgmann, Kristian Djurhuus, og "member of one of the most famous and capable families in the islands". Johan var stjóri í landsstýrinum, also ovasti embætismaður í Føroyum. Hann var limur í Sambandsflokkinum.

Johan Djurhuus fekk sína útbúgving á Universitetinum í Keypmannahavn undir krígnum - um somu tíð sum Erlendur Patursson. Um EP kundi Johan Djurhuus siga, at hann avgjørt hevði samhuga við Sovjettsamveldið undir krígnum; men tað vóru tað so mangir aðrir í Danmark sum høvdu tá á døgum. Johan var sannførdur um, at Erlendur ikki var russiskur kommunistur (1957), helst var hann als ikki kommunistur.

Tá Johan varð spurdur um hann helt, at Erlendur fekk pening frá kommunistunum, vendi hann málinum við at spyrja: hvar skuldi hesin peningur verið brúktur? Tá búðu bert 5 - 6000 fólk í Havnini. Um fremmandur peningur kom upp her, hevði hetta verið lagt til merkis, og tosað hevði verið um hetta. Hetta hevði verið sjónskt. Harumframt helt Johan, at slíkur peningur ikki hevði verið nýttur til at stuðla "14.Sept." við, eftir sum blaðið tóktist eins væl fíggjað og onnur smá bløð í Føroyum. Tað, Johan visti av, vóru eingi tekin um slíkan pening í landinum. Johan Djurhuus metti Erlend at vera tann veruliga hugsjónarmannin í Tjóðveldisflokkinum. Ideologiin var hansara.

Spurdur um aðrar limir í Tjóðveldisflokkinum segði Johan Djurhuus, at hann helt, at tann maðurin, ið ansast skuldi eftir, var Jákup í Jákupsstovu, skrivarin í Fiskimannafelagnum. Hann var yngri enn Erlendur, tað var meira "drive" í honum, og hann var vissuliga meira radikalur og fanatiskur enn hinir leiðararnir í Tjóðveldisflokkinum.

Tá tosað varð um tann triðja av oddamonnunum í Tjóðveldisflokkinum, Hanus við Høgadalsá, segði Johan Djurhuus Hanus at vera meira bæriligan, humanan og róligan enn hinir. Eisini var hann minni radikalur og dogmatiskur enn hinir leiðandi tjóðveldismenninir.

Tað, sum Johan Djurhuus kundi siga frá, varð í høvuðsheitum tikið undir við av Vagn Harsberg, sum tá var skrivstovustjóri á Ríkisumboðnum. (Kelda: US-sendistovan í Keypmanhavn til amerianska uttanríkismálaráðið í Washington 7.10.1957; Box 13, Folder. Faroe Islands).

Høvuðsendamálið hjá "the reporting officer" við hesi samrøðu hevur verið at fáa Johan Djurhuus at úttala seg um Erlend Patursson, sum hevur havt serligan áhuga hjá amerikonskum og donskum myndugleikum. Leggjast skal afturat, at Erlendur stutt frammanundan hevði verið í Íslandi. Í tí sambandi fóru boð frá amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn til amerikonsku sendistovuna í Reykjavík (við avriti til amerikonsku sendistovuna í Oslo) um at hava eyguni við Erlendi, meðan hann var í Íslandi (citat):

"It is known that Patursson visits his relatives in Iceland. It has been suggested that Patursson also contacts Islandic communists and even that he receives money from them. He probably receives some support from his relatives. It is requested that the Embassy be on the alert for any information relating to Paturson´s activities during his visits in Iceland" (citat liðugt) (Kelda: Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn til amerikonsku sendistovurnar í Reykjavík og Oslo).

Leggjast kann afturat, at hvørja ferð, Erlendur ferðaðist í útlondum, sendi Ríkisumboðið neyvar frágreiðingar hesum viðvíkjandi til Keypmannahavnar. Hetta sæst av skjalatilfari úr til dømis danska uttanríkismálaráðnum.

22. mai 1959 hevði "Berlingske Aftenavis" borið tey tíðindi, at útgevararnir av "14. September" høvdu kallað saman til serligan fund, har ætlað varð at hækka innskotskapitalin í blaðnum úr kr. 40.000,00 til kr. 80.000,00. Orsakað av fíggjarligum trupulleikum var blaðið útkomið óregluliga síðan januar 1959.

Til hetta viðmerkti Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn, at bæði Tjóðveldisflokkurin og blað hansara altíð høvdu verið í støðugum peningaligum trupulleikum. Tað var Hviid, kommandørkapteinur í donsku marinuni og kapteinur á verjuskipinum "Thetis" (hann búði í Havn tá), sum hevði fortalt "the reporting officer", at hann helt, at tjóðveldismenn fingu pening frá kommunistunum í Íslandi. Hviid helt fast við, at hetta var veruleiki, sjálvt um - sum hann tók til - hvør einasti føroyingur noktaði fyri hesum.

"The reporting officer" hevði eisini hoyrt, at hetta kundi ikki bera til, tí at føroyska samfelagið var so lítið, at lagt hevði verið til merkis, um slíkur peningur varð móttikin her í landinum - tað bar ikki til at goyma loyndarmál serliga leingi í Føroyum (sbr. Johan Djurhuus).

Men Hviid helt framvegis fast við, at kommunistarnir høvdu bjóðað tjóðveldismonnum pening til at stuðla "14. September"; men hetta var treytað av, at "14. September" varð útgivin opið og alment sum kommunistablað, og hetta skuldi standa á forsíðu/høvdi blaðsins. Hviid segði eisini, at tjóðveldismenn vóru nervøsir um alt hetta mál - og tóktust at drála við at taka við hesum tilboði. Sjálvt um pástandirnir hjá Hviid vóru sera víðgongdir, legði hann ikki fram nakað prógv fyri tí, hann segði. Men, í øllum førum, ætlaði sendistovan sær at hava framhaldandi samband við kommandørin - og geva State Department frágreiðing um alt, sum kundi henda á hesum øki (Kelda: US-sendistovan í Keypmannahavn til Department of State í Washington, 22. mai 1959; RG 84 Post Records, Denmark Embassy, Classified General Records 1953 - 1961; Box 31, Folder: Faroe Islands 59 - 60 - 61).

Samanumtikið kann sigast, at tað væl kann vera so, at hesin professionelli amerikanski embætismaðurin, sum hevur vitjað í Føroyum, hevur misbrúkt álitið hjá góðvarnum føroyingun. Tað er hugsandi, at tað, sum føroyingar bert hava skilt sum vanligt prát við fremmandamannin er vorðið til hesar óivað politiskt týðandi persónslýsingar.

Nú eru bert heilt fáar av hesum lýsingum tiknar við her, og sum nevnt í innganginum til henda kapittul, so er ein stórur partur av tilfarinum hjá amerikumanninum ikki viðgjørt her, av teimum orsøkum, sum nevndar eru í innganginum.

Men, endamálið við hesum lýsingum tykist vera greitt. Amerikanskir myndugleikar skuldu hava til skjals upplýsingar um øll týðandi fólk í Føroyum. Eisini hava teir verið áhugaðir í at skilja politiskan hugsanarhátt her í landinum.

Í øllum førum hava myndugleikarnir í Washington fingið greitt at vita, hvørjum teir skuldu ansa eftir í Føroyum. Hóreiggjaðu vandamiklir kommunistar sær í Føroyum, og høvdu hesir veruliga samband við kommunistar í øðrum londum? Fingu Erlendur og Tjóðveldisflokkurin møguliga peningaligan stuðul frá kommunistum uttan fyri Føroyar? Kundi tað hugsast, at tjóðveldismenn kundu finna uppá at taka ímóti hjálp frá kommunistalondum (USSR) fyri at røkka politisku málum sínum í Føroyum?

Henda lýsing, sum amerikanskur embætismaður gjørdi av politikarum, embætisfólki og øðrum í Føroyum er ikki tann einasta av hesum slagi. Nærum hvør einasti persónur, ið varð hildin at hava nakað uppá seg í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum, varð lýstur og skrásettur í amerikonsum arkivum.

 

AMERIKANSKAR LÝSINGAR AV POLITISKU VIÐURSKIFTUNUM Í FØROYUM Í 1950-ÁRUNUM

Inngangur

Politisku viðurskiftini í Føroyum í fimtiárunum, so sum greitt er frá teimum í hesum kapitli, eru lýst við støði í amerikonskum skjalatilfari. Hesi skjøl eru funnin fram í Washington, og flestu teirra koma frá amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn, sum í mongum førum hevur fingið upplýsingar sínar frá donskum myndugleikum.

Tað, sum verður lagt fram í hesum kapitli, er tí ein frágreiðing um, hvussu amerikumenn ímyndaðu sær politisku viðurskiftini í Føroyum - undir hesum eisini sosial og búskaparlig viðurskifti. Serligan týdning hevur tó tann meting, sum amerikumenn gjørdu sær av viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar. Klaksvíksstríðið og politiska virksemi Tjóðveldisfloksins, og serliga Erlends Paturssonar, í hesum sambandi er tí eygleitt av amerikumonnum við sera stórum áhuga.

 

Politisk og samfelagslig viðurskifti í Føroyum við serligum atliti at Klaksvíksstríðnum

Í skrivum amerikumanna frá fimtiárunum um viðurskifti í Føroyum, verða Føroyar lýstar sum liggjandi langt burtur frá Danmark og bert knýttar at hesum landi við klønum bondum. Dentur verður lagdur á at vísa, at viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar í hesi tíð vóru vorðin munandi verri orsakað av kreppu, sum hevði tikið seg upp í Føroyum, og sum var vorðin pínlig fyri donsku stjórnina.

Sambært amerikonskum keldum hevði stríðið í Klaksvík tikið seg upp, tí klaksvíkingar høvdu sett seg upp ímóti, at Halvorsen, lækni, sambært krøvum myndugleikanna, skuldi koyrast úr starvi sínum í Klaksvík, har hann hevði virkað eini 2 ár uttan loyvisbræv frá myndugleikunum.

Men, amerikumenn mettu tó, at tann veruliga orsøkin til ófriðin í Klaksvík hevði aðrar røtur, ið rukku djúpari enn bert ónøgdin við, at ein lækni skuldi koyrast úr starvi. Teir vístu tí á, at í Klaksvík var drúgv ónøgd við tann sonevnda "King of Klaksvig", J.F. Kjølbro, sum í roynd og veru átti Klaksvík og hevði um hendi alt vinnulív har. Í amerikonskum keldum er J.F. Kjølbro lýstur sum tann maðurin, sum hevði sett á stovn ta modernaðu vinnulívsbygdina Klaksvík, og sum ein framúr dugnaligur handilsmaður. Her vísa amerikumenn við øðrum orðum til, at sosial ónøgd var tann veruliga orsøkin til Klaksvíksstríðið.

Hetta, at klaksvíkingar settu seg upp ímóti bæði føroyskum og donskum myndugleikum, kundi vera nóg vandamikið í sjálvum sær, tí at tað hótti bæði politiska stabilitetin í Føroyum og viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar.

Men verri var, sæð úr amerikonskum sjónarhorni, at støðan gjørdist enn fløktari, tí at aðrir bólkar í Føroyum, sum vóru beinleiðis ónøgdir við danska ávirkan á føroyska samfelagið, høvdu lagt upp í Klaksvíksstríðið til egnan poltiskan fyrimun. Serliga vóru tað Tjóðveldisflokkurin og formaður hansara, Erlendur Patursson, sum høvdu komið sær upp í ósemjuna fyri at øsa upp fólk og fáa sær fyrimunir av teirri anti-danismu, sum longu frammanundan var til staðar.

Í amerikanska skjalatilfarinum verður eisini greitt frá, at átrúnaðarlig og persónlig ósemja í Klaksvík og viðurskifti, sum høvdu við hetta at gera, í støðugt vaksandi mun gjørdu seg galdandi í Klaksvíksstríðnum.

Amerikumenn ivaðust ikki í, at donsku myndugleikarnir fram um alt vildu hava frið í lag, og at teir vildu virka fyri, at lóglig viðurskifti aftur komu at valda í Klaksvík. Danska stjórnin hevði sent 130 løgreglumenn við skipi til Føroya, og hetta var hent eftir umbøn frá føroyskum myndugleikum (landsstýrinum).

Ymisk viðurskifti í Klaksvík høvdu tó elvt til, at støðan var farin út um øll mørk, og hetta hevði so aftur havt við sær, at føroyskir myndugleikar høvdu lagt donsku stjórnina undir uppílegging í føroysk viðurskifti. Sambært amerikonsku skjølunum var talan í hesum føri um somu føroysku myndugleikar, sum upprunaliga høvdu biðið um danska hjálp til at greiða viðurskiftini í Føroyum. Atfinningar at donsku stjórnini fyri framferð myndugleikanna í Klaksvík høvdu eisini verið at finna í heimsfjølmiðlunum, og klaksvíkingar høvdu møtt ávísum samhuga.

Í 1955 hildu amerikumenn tó, at støðan í Føroyum tóktist at batna. Aðalverkfallið í landinum var av, og sperringarnar í Klaksvík burturtiknar. Men, eitt nú amerikanska sendistovan í Keypmannahavn metti, at Danmark lættliga kundi vera fyri politiskum missi av øllum tí, sum hent var í Føroyum - serliga Klaksvík.

Tað, at heimurin var farin at geva teimum annars ókendu Føroyum gætur, hevði givið føroyskum loysingarmonnum óvæntaða framgongd - og møguleika fyri at skaða Danmark. Amerikumenn mettu, at skuldi stríðið í Føroyum loysast við samráðingum millum partarnar, so fóru tjóðveldismenn og klaksvíkingar helst at standa sterkir. Ábyrgdin fyri at hava nýtt løgregluna ímóti klaksvíkingum fór at verða løgd á Danmark, roknaðu amerikumenn við, og teir ivaðust ikki í, at føroyskur illvilji móti donsku stjórnini, tí hon hevði lagt uppí føroysk viðurskifti, fór at ávirka føroysku-donsku viðurskiftini mong ár framyvir.

Bæði danir og amerikumenn tykjast at hava verið samdir um, at tað var alneyðugt at fáa skil á viðurskiftunum í Klaksvík, tí óhugsandi var ikki, at ónøgdin kundi breiða seg til onnur donsk øki - sum til dømis Grønland. Tó løgdu amerikumenn í hesum sambandi dent á, at munurin millum Føroyar og Grønland var stórur. Grønland var tá stýrt av dønum eina, og grønlendingar vóru enn bert "semi civilized". Sama kundi ikki sigast um føroyingar.

Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn helt eisini, at ófriðurin í Føroyum kundi hjálpt til at gera Danmark meira tolerant, tá tað snúði seg um trupulleikar, sum aðrar hjálandatjóðir høvdu við teimum økjum/londum, sum tær høvdu ræðið yvir. Sæð við amerikonskum eygum høvdu danir verið ov sjálvrættvísir, tá teir høvdu funnist at teirri viðferð, sum fremmandar hjálandatjóðir í mongum førum góvu hjálondum sínum.

Av skjølunum gongur fram, at amerikumenn høvdu gott innlit í føroyska søgu og samfelagsviðurskifti, og teir fylgdu sera væl við tí, sum fór fram í Føroyum - og serliga tí, sum teir mettu kundi gerast ein hóttan ímóti viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar. Sum dømi um hetta kann verða víst á, at bygdin Klaksvík var sera væl lýst í amerikonskum skjølum: fólkatal, geografi, vinnulív, sosial viðurskifti/-bygnaður og týðandi persónar. Orsakirnar til Klaksvíksstríðið vóru lýstar rættiliga nágreiniliga, og sama kann sum heild sigast um gongdina í hesum máli. Amerikumenn løgdu dent á at lýsa málið sum eina ósemju, sum byrjaði í bygdini Klaksvík, men sum gjørdist so stór, at hon sum frá leið veruliga hótti viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar.

Sæð úr amerikonskum sjónarhorni hevur Erlendur Patursson dugað væl at nýta Klaksvíksstríðið til egnan politiskan fyrimun, og tikið varð fram, at E.P hevði nýtt aðalverkfallið í Føroyum til at leggja trýst á føroyskar myndugleikar; men fram um alt hevði hann roynt at seta donsku stjórnina í ringt umdømi - serliga í útlondum, at øsa upp anti-danismuna, og at stimbra loysingarhugin í Føroyum.

Amerikumenn hildu, at danir mettu støðuna at vera sera álvarsama, tí klaksvíkingar høvdu veruliga "tikið lógina í egnar hendur". Hetta kundi danska stjórnin ikki lata fara aftur við borðinum; men hinvegin hildu amerikumenn, at stjórnin hevði gjørt tað, hon kundi, fyri at blóð ikki skuldi flóta í hesum stríði.

Hinvegin ivaðust amerikumenn í, um danir til fulnar høvdu skilt støðuna í Klaksvík - og tær sonnu orsakirnar til, at klaksvíkingar settu seg upp ímóti bæði lóg og yvirvaldi. Støðan í Klaksvík miðskeiðis í fimtiárunum hevði í veruleikanum einki fordømi í danskari søgu í nýggjari tíð.

Tjóðveldisflokkurin

Sum ávíst frammanundan høvdu amerikumenn sera stóran áhuga fyri leikluti Tjóðveldisfloksins - og serliga Erlends Paturssonar - í hesum stríði. Tað var amerikumonnum greitt, at høvið at koma donsku stjórnini í trupulleikar hóskaði sera væl til loysingarroyndir tjóðveldismanna. Amerikumenn søgdu Erlend at hava nýtt vald sítt sum formaður í Fiskimannafelagnum til at fáa í lag ("manipulera", sum tikið verður til í amerikanska skjalinum) aðalverkfall í Føroyum. Fiskimannafelagið søgdu teir vera størstu skipaðu verkamannamegina í landinum, sum bar yvir øllum øðrum føroyskum verkamannafelagsskapum. Amerikumenn mettu, at umrødda støða Erlends gav honum stórt vald í føroyska samfelagnum. Í politiskari øsingartíð kundi hetta vald tykjast sterkari, enn tað í verulleikanum var. Men, í eygum amerikumanna var Erlendur vandamikil, m.a. tí, at hann kundi ávirka alla verkamannarørslu í Føroyum.

Samstundis vístu amerikumenn tó á, at føroyska aðalverkfallið bert vardi eina viku, og teir mettu hetta at kunna vera tekin um, at vald Erlends hóast alt mundi vera avmarkað.

Tó, Erlendur hevði verið í Klaksvík, eftir at sperringarnar vóru tiknar burtur, og har hevði hann, í einari eldhugaðari og øsandi røðu, róst klaksvíkingum fyri dirvi og styrki teirra. Tí hildu amerikumenn, at Erlendur nýtti eitthvørt høvi til at styrkja politisku støðu sína í Føroyum. Og á hesum grundarlagi skírdu teir hann at vera ein politiskan opportunist, sum hevði stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini í Føroyum. Annars er at siga, at amerikumenn mettu Erlend at vera ein framstrembandi mann - og søgdu, at hann var ein vandamikil øsari, sum ikki fírdi fyri at nýta vald, um hann helt hetta at vera neyðugt fyri at røkka teimum politisku endamálum, hann hevði sett sær. Hjá Erlendi var einhvør ósemja í føroyska samfelagnum kærkomin, bert hann kundi nýta hana til anti-danska øsing, at skaða donsk áhugamál í Føroyum - ella at styrkja egið vald og egna politiska støðu við. US-sendistovan hevur havt ilt við at meta um týdning Tjóðveldisfloksins í framtíðini. Søguliga sæð var danskt vald í Føroyum vorðið minni. Hetta var hent við Heimastýrislógini, sum gav føroyingum "semi-autonomy". Við løgtingsvalið í november 1954 vaks Tjóðveldisflokkurin úr 2 til 6 mans. Tjóðveldisflokkurin gjørdist tá næststørsti flokkur í Føroyum saman við Fólkaflokkinum. Sambandsflokkurin hevði tá 7 tingmenn. Tá varð aftur gjørd samgonga millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin (sum hevði verið "loysingarflokkur" undir krígnum). Amerikanska sendistovan vísti á møguleikarnar fyri einum komandi samstarvi millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Hetta hevði neyvan verið heppið fyri donsk og amerikonsk áhugamál í Føroyum í fimtiárunum, sæð úr amerikonskum (ella NATO-) sjónarhorni.

Hinvegin kundi tann vinaliga móttøkan, sum Kampmann á Føroyaferð hevði fingið í Klaksvík, víst á, at vinalag móti dønum enn var at finna í Føroyum. Nørt kundi verið um hetta vinalag við tættari sambandi millum Føroya og Danmarkar. Tað var neyðugt at vera ansin í tílíkum viðurskiftum, tí bæði størri og minni trupulleikar millum londini kundu borið við sær, at loysingarbólkurin (Tjóðveldið og Fólkaflokkurin) vann framá. Í hesum sambandi er neyðugt at minnast til, at hetta júst er tíðin, tá NATO av álvara var farið at fyrireika seg til at byggja støðir við meira í Føroyum.

Fyri amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn hevur tað aftur í hesum sambandi havt stóran áhuga at fáa greitt at vita, í hvussu stóran mun Tjóðveldisflokkurin kundi ætlast at vera kommunistiskt ávirkaður. Soleiðis vísti sendistovan á, at donsk pressa legði stóran dent á at taka fram, at Erlendur var týðiliga vinstrahallur, og at hann nýtti "communist methods". Út frá hesum metti sendistovan, at tað kundi hugsast, at Erlendur kanska kundi nýtt kommunistiskan stuðul (opinberligan ella fjaldan) fyri at røkka loysingarmálum sínum - um onnur tiltøk ikki virkaðu í longdini. Amerikanska sendistovan metti, at vinstravendu politisku sjónarmið Erlends vóru vandamikil, tí tey kundu fáa øktan týdning í sambandi við spurningar (møguliga stríð) um strategisku støðu Føroya í Atlantshavi. Hetta kundi gerast veruliga vandamikið, um USSR møguliga hevði áhuga fyri at vinna fótafesti í Føroyum. (Kelda: US-ambassadan í Keypmannahavn til The Department of State, Washington, 3. mei, 1955).

Meting

Slík amerikonsk sjónarmið vóru vanlig fyri hugsanarháttin undir sonevnda kalda krígnum. Áhugamálini hjá amerikumonnum vóru at gera verjuna av Vesturheiminum (serliga USA) so sterka sum gjørligt. Hetta kom til sjóndar í amerikanska Grønlands-politikkinum, verjustrategiini hjá McArthur í Eysturasia, í kommunistajakstranini í USA - og stutt sagt í øllum politisku royndum amerikumanna at halda kommunistaheimin innan mark og forða fyri kommunistiskari framgongd kring allam heimin.

Jarntjaldið var fyri langari tíð síðani ein veruleiki. Heimurin var býttur í tvinnar partar: Tann fría heimin og tann kommunistiska heimin. Áhugamálini hjá USA Føroyum viðvíkjandi hava verið, at politiska sambandið millum Føroya og Danmarkar skuldi vera so stabilt og sterkt sum gjørligt. Klaksvíksstríðið er dømi um nakað, sum kundi hótta hetta samband og stabilitetin millum londini. Sama hevur Tjóðveldisflokkurin verið í eygum amerikumanna - og serliga Erlendur Patursson. Neyðugt hevur verið hjá teimum at fingið heilt greitt at vita, hvønn politikk Erlendur veruliga rak, og í hvønn mun hugsast kundi, at hann var kommunistur ella hevði kommunistisk sjónarmið. Strategiski týdningur Føroya hevur verið heilt stórur undir kalda krígnum, eisini tá hugsað verður um tøknifrøðiliga støðið tá - áðrenn fylgisveinarnir vórðu tiknir í nýtslu. Føroyar hava týðiliga verið eitt lið í amerikonsku verndar- og trygdarskipanini, og ein týðandi partur av eftiransingarskipanini í Norðuratlantshavinum. Fekk USSR veruliga fótin fastan í Føroyum, var lítil ivi um, at amerikanska verjan og eftirlitið í Norðuratlantshavi viknaði munandi. Hetta hevði verið eitt brot í verjuskipanini hjá NATO.

Russiskt virksemi við Føroyar verður lýst í øðrum kapitli seinri í frágreiðingini.

Í skrivi frá sendistovuni, dagf. 14. okt 1955, verður greitt meira frá Klaksvíksstríðnum, sum harðnadi, tá myndugleikarnir kravdu Halvorsen frá. Erlendur Patursson verður her umrøddur sum tann pro-kommunistiski leiðarin í Tjóðveldisflokkinum. Aðalverkfallið, sum hann setti í verk, førdi ikki til nakað; men hann hevði ávirkan í Klaksvík. Tó vóru ikki útlit til, at uppreisturin í Klaksvík fór at fáa undirtøku aðrastaðni í Føroyum. Erlendur hevði biðið um hjálp úr Bretlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi "to assist in the termination of foreign (danskari) interference in a domestic affair". Hetta varð kveistrað burtur. Men alt bendið á, at Erlendur ætlaði sær at halda fram við at leypa á danskt vald í Føroyum og at vera "a thorny factor" í føroyskum politikki. Hugsast kundi, at ein harðari danskur politikkur í Føroyum kundi verða til fyrimuns fyri tann pro-kommunistiska Tjóðveldisflokkin, sum amerikumenn nú nevndu henda flokk.

Fíggjarstøðan í Føroyum var áhaldandi vánalig. Tað var neyðugt at bøta um hetta, um viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar skuldu gerast betur. Sosialu viðurskiftini í Føroyum vóru vánalig, livifóturin var nógv lægri enn í Danmark. Skipaflotin mátti endurnýggjast. Føroyingar høvdu roynt at fáa lán í Bretlandi, men fingu nei! Um henda støðan skuldi halda fram, fór hon at bera við sær framhaldandi ring viðurskifti millum Føroya og Danmarkar. Í Klaksvík var tað familjan Kjølbro, sum stýrdi øllum. Nærum ongar aðrar fyritøkur vóru í bygdini. Hetta førdi til ónøgd. Hartil kom, at meginparturin av bygdarfólkinum var fluttur til Klaksvíkar eftir 1945 úr smáplássum, har hvørki danskt ella føroyskt vald hevði gjørt seg galdandi. Hetta bar í sær, at meginparturin av klaksvíkingum var fólk, sum vóru illa fyri sosialt og ikki vóru von við at liva undir skipaðum umstøðum - also ikki von við at liva undir valdi, sum hevði sítt sæti í føroyska miðøkinum ella í Keypmannahavn. Fyri hesi fólk hevði tað t.d. lítlan ella ongan týdning, um Halvorsen hevði hildið við nazistunum ella ikki. Teimum dámdi hann sum lækna, og tá myndugleikarnir vildu koyra hann úr starvi, tá var hetta bert neistin, sum gjørdist til eitt stórt bál; men veruligu orsakirnar til ónøgdina lógu nógv djúpari.

Kommunisma og Tjóðveldisflokkurin

Tað gongur fram av tí, sum er skrivað omanfyri, at US-sendistovan helt Erlend Patursson góðtaka kommunistiskar metodur, men kanska ikki endamálið við kommunismuni. Eisini hildu teir hann vera so mikið samvitskuleysan, at hann vildi góðtaka eitthvørt vápn, sum vildi havt við sær, at hann røkk tí máli, sum var miðið hjá flokki hansara: at loysa Føroyar frá Danmark. Stutt frammanundan (1955) hevði ovasta floksleiðslan (sentralkommitte'in) í íslendska kommunistaflokkinum ynskt Erlendi tillukku við tí, hann hevði fingið framt - og heitt á hann um at halda fram við stríðnum fyri at kveistra danska ávirkan í Føroyum burtur.

Danski forsætisráðharrin hevði, í privatari samrøðu við amerikanska sendiharran stutt frammanundan, umrøtt Erlend sum "definitely a communist". Tó hevði amerikanska sendistovan enn ikki kunnað prógvað, um hann var limur í kommunistaflokkinum (helst danska).

So kann ein spyrja seg sjálvan: hvørjar vóru metodurnar hjá kommunistunum? Jú tær vóru heilt greitt kollveltingarligar. Og tað vóru júst atgerðir Erlends í sambandi við Klaksvíksstríðið, sum høvdu fingið amerikumenn (og sum tað sær út til: eisini summar danir) at hidið hann vera kollveltingarhugaðan: talurnar, blaðskrivingin, aðalverkfallið, átheitanirnar á grannalondini um uppílegging í viðurskiftini millum Danmarkar og Føroya v.m. eru dømi um atferð, sum ber brá av at vera kollveltingarlig. Erlendur vildi hava Føroyar loystar frá Danmark. Tað var hansara aðalmál. Og hann nýtti teir møguleikar, ið vóru til staðar fyri at røkka hesum máli. Einastaðni í tekstinum er hann eisini endurgivin fyri at siga, at seinastu 300 árini hevði verulig krígsstøða valdað Føroya og Danmarkar millum.

Tað hevur verið eitt týðandi mál hjá mótstøðumonnum hansara (amerikonskum og donskum myndugleikum) at kunna prógva til fulnar, at Erlendur veruliga var kommunistur. Hetta hevur havt serliga stóran týdning undir kalda krígnum.

Men danski kommunistaflokkurin vildi ikki vera mistonkiliga innblandaður í hesi viðurskifti (persónin Erlend Patursson og Klaksvíksstríðið). Her er eisini neyðugt at minnast til, at Halvorsen hevði verið ein "Nazi sympathizer". Kommunistablaðið "Land og Folk" hevði givið Klaksvíkstríðnum lítla umrøðu - mest sum bert umrøtt tað sum eitt tjóðskaparligt stríð millum føroyingar og donsku stjórnina. Samstundis hevði blaðið róst tí góða úrsliti, sum Sovjettsamveldið hevði havt í virki sínum fyri at blanda saman allar tess mongu tjóðskaparligu bólkar.

Niðurstøðan hjá amerikonsku sendistovuni (3.3.1955)

Tað seinra umfarið í Klaksvíkstríðnum hevði borið við sær, at danska stjórnin hevði tikið sær um reiggj og fingið frið aftur í lag. Men, viðurskiftini millum danir og føroyingar høvdu ongantíð verið "completely harmonious". Hesi viðurskifti vóru nú skakað enn meira, og loysingarhugaðir føroyingar høvdu roynt at fáa fyrimunir av hesum.

Hinvegin høvdu eisini sambandshugaðir partar av føroyska fólkinum funnist at dønum fyri at hava herskip liggjandi í Klaksvík. Hesi fólk fóru at hava stóra ávirkan á framtíðarviðurskiftini millum Føroya og Danmarkar, og Erlendur royndi at ávirka hesi fólk. Hetta áttu danskir myndugleikar at gjørt sær greitt. Danska stjórnin mátti nýta "justice"; men hon mátti eisini vera smidlig. Annars fór eingin framgongd at vera í politisku viðurskiftunum millum londini. Hartil kom, at danska stjórnin eisini mátti gera sær greitt, at skuldu verulig framstig gerast í viðurskiftunum millum føroyingar og danir, so var neyðugt at gera eina realistiska meting av teimum støðugt vánaligu búskaparligu viðurskiftunum í Føroyum, og at beina hesi á rætta leið (Amerikanska sendistovan til The Departement of State, 14.10. 1955).

Til hetta kann viðmerkjast, at danska stjórnin hevur skilt hesi viðurskifti. Sum dømi um hetta kunnu nevnast 10-millióna grunnurin, fólkapensiónin, nýggja sjúkrahúsið í Tórshavn v.m. Hetta eru dømi um tiltøk, sum danska stjórnin og Fólkatingið eru gingin við til fyri at betra um føroyska búskapin og samfelagsligu viðurskiftini í Føroyum sum heild. Búskaparlig framgongd og betri politisk viðurskifti við Danmark hendu frá seinast í 1950-árunum og frameftir.

Aftursvar frá Department of State

Departement of State hevði stóran áhuga fyri trupulleikunum millum donsku stjórnina og "certani groups" í Føroyum. Orsøkin til, at Dep. of State hevði áhuga fyri hesum, var, at Føroyar sum frá leið kundu fáa serligan strategiskan týdning - orsakað av oyggjanna geografisku støðu. Hartil kom tað ynskiliga í, sæð úr amerikanskum ella NATO sjónarmiði, at sleppa undan eini gongd í Føroyum, sum fór at leggja politiska valdið yvir oyggjunum "in potentially unfriendly hands".

Sendistovan í Keypmannahavn hevði gjørt vart við, at slík gongd kundi hugsast; men samstundis var tó víst á, at nógv av loysingaragitatiónini í Føroyum hevði búskaparligar røtur. Eisini var nógv, sum bendi á, at búskaparligu tvørleikarnir í Føroyum fyri ein part høvdu samband við, at føroyski fiskiflotin var avoldaður, og at tað ikki hevði verið gjørligt at fingið uttanlandslán til tess at hjálpa fiskimonnunum.

Amerikanska uttanríkismálaráðið vildi tí vita, um sendistovan kundi viðmæla, at Washington fór at umhugsa møguleikarnar fyri at lætta um hjá føroyskum fiskimonnum við at veita teimum okkurt slag av serligum lánum. Slíkt tiltak vildi í sjálvum sær havt tað endamál at hjálpa føroyska búskapinum; men tað kundi eisini havt ta positivu politisku ávirkan at avmarka ella minka um loysingar- og møguliga kommunistiska agitatión í Føroyum. Um hesir møguleikar vóru verdir at umhugsa, átti sendistovan at fáa til vega upplýsingar og tilráðingar viðvíkjandi tí serliga tørvinum hjá føroyska fiskiídnaðinum. Álagt varð sendistovuni at fara varisliga fram á hesum fyrsta stigi og - ikki lata donsku stjórnina ella privatmenn vita, at sendistovan umhugsaði hesi viðurskifti (Kelda: Department of State til amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn, 28. 0kt. 1955).

Av hesum sæst, at týdningur Føroya undir kalda krígnum hevur verið stórur í amerikonskum eygum. Amerikanska stjórnin hevur samsvarandi hesum havt stóran áhuga fyri føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum. US-stjórnin hevur viljað varðveitt Føroyar sum part av danska ríkinum, og harvið sum ein part av vesturheiminum. Møgulig búskaparlig hjálp til føroyskar fiskimenn og fiskiídnað skuldi bøta um livikorini í Føroyum - og steðga/skerja framgongd loysingarmanna (og møguliga kommunista).

Ein annar spurningur, sum kundi verið áhugaverdur, er: hvørjar skyldur kendi Danmark á sær, í tíðini eftir annað heimskríggj, til at hjálpa føroyingum at fáa somu lívskor, sum danir sjálvir? Í tíðarskeiðinum 1945 til 1955 er greitt, at føroyingar vóru nógv aftanfyri danir, hvat hesum viðvíkti. Framburðurin í Føroyum byrjar í seinra partium av 1950-árunum. Hann byrjar um sama mundið sum NATO veruliga fær fótin fastan í Føroyum. Frammanundan hevði danski ríkiskassin veitt føroyingum stuðul; men tey stóru tiltøkini hendu ikki fyrr enn við samstarvinum millum serliga føroyskar javnaðarmenn/sambandsmenn og danir frá o.u. 1958.

Longu 28. oktober 1955 svaraði sendistovan amerikanska uttanrikismálaráðnum aftur. Sendistovan kundi ikki gera beinleiðis tilmæli tá, tí at henni vantaði nakað av upplýsingum. Hon hevði heldur ikki loyvt sær at tosa við danskar embætismenn um hetta. Men, viðurskifti, sum talaðu til fyrimunar fyri at veita føroyskum fiskimonnum lán, vóru: Tann vánaliga búskaparliga støðan í Føroyum, tann sannroynd, at fiskiídnaðurin var tað mest týðandi tilfeingið í Føroyum, har umleið 2/3 av teimum vaksnu monnunum arbeiddu, at føroyingar ikki høvdu fingið lán úr bretskum bankum - og royndirnar hjá tí (í amerikonskum eygum) illgrunaverda Erlendi Paturssyni at vinna sær fylgisveinar millum føroyskar fiskimenn.

Viðurskifti, sum kundu tala ímóti serligari fíggjarligari hjálp, vóru:

1) Endurnýggjan av skipaflotanum vildi ikki í sjálvum sær loysa teir búskaparligu trupulleikarnar. Tað fór framvegis at vera torført at fáa nóg nógvan vinning fyri veiðina (marknaðarviðurskifti). Føroyingar skuldu kappast við íslendingar, norðmenn og sjálvt danir, og allir hesir høvdu nútíðar flotar og etableraði handilslig sølupláss. Í 1954 høvdu føroyingar selt ein stóran part av sildini til USSR og vunnið fitt av peningi tað árið; men síðan tá var eingin sovjettisk bílegging, møguliga tí at sovjettisku og donsku handilssamráðingarnar vóru vorðnar av ongum. Ilt var at siga, um nakað kundi henda í sambandi við, at H.C.Hansen, statsministari, ætlaði sær á vitjan í USSR.

2) Tað var heilt greitt, at danska stjórnin var vitandi um fíggjarliga tørvin í Føroyum; men tó hevði hon bert tilboðið avmarkaðan stuðul til føroyska skipaflotan. Í 1955 hevði Fólkatingið samtykt eina lóg, sum heimilaði, at kr. 800.000 (fyri fíggjarárini 1955-56 og 1956-57 hvørt) kundu veitast sum lán til at byggja nýggj skip fyri og at umbyggja gomul. Hetta var sjálvandi ein týdningarleys upphædd. Aftur at hesum var nýliga givin lógarheimild fyri "a Credit Institution", hvørs grundkapitalur bert var 2 1/2 mill. kr.

3) Støðan hjá donsku stjórnini mótvegis føroyingum var also ógreið í sjálvari sær. Kanska vildi danska stjórnin, sum støðan var, ikki geva føroyingum framhaldandi stuðul, tí at stjórnin ikki vildi løna føroyingum fyri teirra uppreistur (stríðið í Klaksvík) - og á tann hátt útseta seg fyri avpressing í framtíðini. Millum konservativar í Danmark hevði verið nakað av rumbli, sum kundi bent á, at onkrir bólkar í Danmark heldur høvdu viljað havt loysing við Føroyar enn framhald av einum sambandi, sum bert kostaði pening.

4) Samráðingar millum landsstýrið og privatar bretskar bankar um lán slitnaðu fleiri mánaðar frammanundan - uttan iva orsakað av ófriðinum í Føroyum. Hetta varð sagt alment. Enn kundi ikki sigast meira um hetta mál.

5) Tað var trupult neyvt at áseta ta peningaupphædd sum kravdist fyri at endurnýggja fiskiflotan. Johan Poulsen, sum tá var løgtingsformaður, metti, at tørvur var á 40 - 50 mill. kr. Men burtursæð frá støddini á upphæddini, so var hættisligt at investera í Føroyum. Ein kendur danskur handilsmaður skuldi hava sagt, at ein donsk fyritøka hevði bygt nøkur smá skip til føroyingar í 1939. Í 1955 høvdu føroyingar bert goldið helmingin av prísinum.

6) Politiska støðan í Føroyum var ógreið, serliga viðurskiftini við Danmark.

Sendistovan ætlaði at fáa ymisk mál klárløgd við "discreet discussions with Danish officials in the near future" (Kelda: Sendistovan til The Departement of State 28.10.1955).

Viðmerkjast skal bert í hesum umfari, at nevndu lánini, sum amerikanska stjórnin umhugsaði at veita føroyingum, av ymiskum orsøkum ongantíð vóru latin; men politiska hugsanin aftanfyri tey hevur óivað verið at fáa frið og stabilitet í Føroyum, sum, í størri mun enn fólk tá á døgum vanliga hava hugsað um, hava verið undir politiskum eftirliti av USA og NATO.

 

AMERIKONSK LÝSING AV FØROYSKA
SAMFELAGNUM 1961

Inngangur

Í amerikonskum skjalasøvnum eru til mangar lýsingar av føroyska samfelagnum, sum eru gjørdar av amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Ætlanin er, at henda lýsing frá 1961 skal samanberast við kapittulin frammanfyri - fyri at fáa fram eina mynd av samfelagsmenningini í Føroyum, soleiðis sum amerikumenn sóu hana. Hetta vísir samstundis, hvat amerikumenn løgdu dent á, tá teir eygleiddu føroysk viðurskifti.

Tað skjal, sum er høvuðsgrundarlagið undir hesum kapitli, er skriv, sum amerikanska sendistovan í Keypmannahavn sendi til State Department í Washington tann 7. juni 1961. Hetta kann verða tikið fram:

Broytingar í føroyska samfelagnum

Í tíðini eftir seinra heimskríggj var stór menning farin fram í føroyska samfelagnum. Tað var broytt úr næstan miðaldarstøðu til eitt nútíðarligt skandinaviskt vælferðarsamfelag, við einum høgum livistøði. Serliga seinastu árini var nógv hent - eftir at nýggjar menningarætlanir vóru samtyktar.

Mangir innan føroysku fiskivinnuna og leiðandi handilsmenn hildu, at hesar ætlanir vóru meira, enn føroyingar sjálvir megnaðu at klára, og at tær bert kundu gerast veruleiki við vaksandi donskum íløgum. Hetta fór so aftur at føra til, at føroyingar fóru at missa tjóðskaparligu sereyðkenni síni.

Men, allir flokkar tóktust samdir um, at tað fór at gerast neyðugt við stórum íløgum. Serliga var tað neyðugt at endurnýggja fiskiflotan (dømi vóru givin um nýggj skip, og hvussu hesi vóru fíggjað).

Onnur týðandi mál vóru útbygging av SEV, so at so stórur partur av oyggjunum sum gjørligt kundi fáa el-orku. Ymisk byggiarbeiði og vegagerð vóru dømi um annað íløgukrevjandi arbeiði, og hetta varð fullført so hvørt, sum fígging fekst í lag (undantak: vegurin millum Havnina og Mjørkadal).

Í løgtingssetuni frammanundan vóru samtyktar nýggjar lógir á sosiala økinum, sum á mangan hátt skuldu seta føroyingar ájavnt við danir í hesum høpi. Lógin um fólkapensjón var sett í gildi, og nú komu ásetingar fyri óarbeiðsførar fiskimenn. Nýggj ellisheim skuldu koma í Havn, Klaksvík og Vági. Minstalønin var komin osfrv. Ábøtur vóru eisini gjørdar á skúlaverkið. Útlit vóru fyri hægri livifóti fyri føroyingar, enn nakrantíð sæð áður; men tó vóru tey, sum hildu, at tað gekk ov skjótt við framburðinum.

Amerikumenn vístu á, at spurningurin um viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar, sum hevði myndað føroyskan politikk fyrr, hevði ikki so stóran týdning longur. Danmark veitti føroyingum einar 15 mill. kr. árliga "in direct subsidies", og hetta var uml. 35 % av føroysku fíggjarlógini. Danir avgjørdu sjálvir, hvat teir vildu stuðla - og við hvussu stórum peningaupphæddum, og á tann hátt tryggjaðu teir sær stórt eftirlit við búskaparligu og sosialu menningini í Føroyum - "as well as a considerable public opinion advantage".

T.d. skuldi Danmark gjalda umleið. 50 % av teimum sosialu útreiðslunum, stívliga 50 % av skúlaútreiðslunum og 100 % av hjálpini til tey brekaðu.

Gevið eisini gætur, at sagt verður: The integration of Faroese economy with that of Denmark has been supported in no small measure by a close relationship between the Social Democratis parties of Denmark and the Faroes where each party is the senior partner in a coalition government".

Danski forsætismálaráðharrin hevði fleiri ferðir vitjað í Føroyum, eisini tá hann var fíggjarmálaráðharri. Ætlanin var, at Kampmann skuldi vera 2 vikur í Føroyum summarið 1961.

Fíggjar- og búskaparliga vóru Føroyar nú meira bundnar at Danmark enn fyrr. Men tó hevði løgtingið enn ikki tikið støðu til, um Føroyar skuldu fara upp í EFTA. Tingið vildi heldur bíða eftir, hvat danir fóru at gera í sambandi við Bretand og felagsmarknaðin.

Føroysk sjónarmið um NATO - lýst av amerikumonnum

Føroyar og Danmark vóru komin nærri at hvør øðrum, viðurskiftini millum londini vóru batnað. Hetta bar við sær, at føroysk og donsk sjónarmið um NATO í vaksandi mun gjørdust meira lík. Danskur, og tí eisini føroyskur, trúskapur móti NATO - sum limir í tí vesturlendska samfelagnum - varð støðugt vaksandi millum føroyingar. Føroyingar vóru eisini nøgdir við, at teir sluppu at gera veg úr Havn til Mjørkadals. Hetta og onnur arbeiði komu væl við, tí ikki altíð var nóg mikið at gera uppi á landi.

Føroyingar hjálptu til í teimum felags verndartiltøkunum á ymiskan hátt: "making available Faroese territory and some labor for the establishment of tecnical and communications facilities for the use of NON-uniformed NATO technical personnel. All present facilities in the Islands are considered by the Faroese to be part of the general NATO picture".

Flestir teirra, sum fylgdu við í føroyskum politikki, hildu, at NATO-málið hevði mist sín týdning. Eisini tað, at tað ikki eydnaðist tjóðveldismonnum at fáa Karsten Hoydal valdan í Fólkatingið (grundað á NATO-málið), hevði ført við sær, at málið var vorðið rættiliga tannleyst, ið hvussu er fyribils. Viðmerkjast kann her, at Karsten Hoydal bæði í talu og skrivt hevði gjørt nógv burtur úr at vísa á vandan við hernaðarligu kappdubbingini, sum tá fór fram millum stórveldini, og á vandan fyri, at eitt kjarnorkukríggj kundi oyða alla mannaættina. Fyri honum var, sum hann tók til, ikki avgerandi, um kjarnorkubumban var russisk ella amerikonsk. Hoydal tosaði í størri samanhangi um hóttandi brot móti mannaættini.

Føroyingar sum heild fyri friði

Men, alt hetta hevði tó ikki við sær, at føroyingar ikki framvegis vóru pasifistar. Henda kensla at vilja frið var framvegis til í Føroyum, og hon minkaði avgjørt ikki. Eisini føroysku flokkarnir tóku undir við hesum. Tingið hevði samtykt: "The Faroese Lagting protests against the stationing of military personnel at the stations located at Sandfelli or Eidi and forbids the storage or use of war material on Faroese territorial sea or land".

Teir, sum fingu hesa yvirlýsing samtykta, vóru tjóðveldismenn, fólkafloksmenn, Kjartan Mohr, 4 javnaðarmenn og 2 sjálvstýrismenn.

Hetta var jú ikki so gott, og "the reporting officer" (amerikanskur embætismaður) hevði tí fingið at vita í trúnaði, frá P.M.Dam (løgmanni) og Kristiani Djurhuus (varaløgmanni), at eftirsum yvirlýsingin hevði nakað við uttanríkispolitikk at gera, so nýttist ikki landsstýrinum at gera nakað í hesum sambandi (við øðrum orðum: teir kundu síggja burtur frá yvirlýsingini), tí at heimastýrislógin ásetti, at uttanríkisviðurskifti vóru danskt málsøki - "and beyond the scope of the provincial government".

Men nógvir føroyingar hildu, at alt ov lítið var sagt teimum um "the purpose and nature of the stations located in the islands". Teir hildu, at henda tøgnin í sambandi við NATO og ta donsku stjórnina hevði givið góðan gróðrarbotn fyri gitingum/leysatíðindum og propagandu, sum tjóðveldismenn høvdu íspunnið ímóti NATO og støðunum.

Amerikanska sendistovan metti tí, at eitt upplýsingarprogramm, sum á einfaldan hátt greiddi frá tørvinum á hesum støðum, hevði verið betri enn tað, sum stóð at lesa í "14. September", og tað hevði viðført "a better climate as far as NATO activity in the Islands is concerned".

Amerikonsk lýsing av politiskum flokkum í Føroyum

Hóast javnaðarmenn og sambandsmenn høvdu ymisk áhugamál, so tóktist samgongan at vera støðug. Komandi løgtingsval skuldi vera í novembur 1962, og hildið varð, at samgongan fór at sita skeiðið út.

Føroyskur partapolitikkur byrjaði at laga seg til ta búskaparligu og sosialu menningina í landinum. Allir flokkar høvdu teirra uppruna í spurninginum um støðu Føroya mótvegis Danmark, og eingin flokkur var farin frá hesum máli. Tað vóru bert tjóðveldismenn, sum støðugt tosaðu til frama fyri fullari loysing frá Danmark. Hildið varð tó, at spurningurin um loysing-samband, ið var eitt sera kensluborið evni, kundi, um umstøðurnar gjørdu tað, føra til álvarsama politiska kreppu. Allir flokkar vóru sagdir at leita sær viðhald og stuðul úr øllum búskaparligum og sosialum bólkum í samfelagnum.

Javnaðarflokkurin setti vón sína til teirra sosiala vælferðarprogramm, sum, tá ið av tornaði, skuldi hava við sær, at livikorini í Føroyum gjørdust eins góð og í Danmark. Teir, sum vóru ímóti hesum, vóru eitt nú handilsmenn; men javnaðarmenn vunnu undirtøku - serliga millum tey ungu og tey gomlu í samfelagnum. Fókapensiónin gjørdi, at tey ungu ikki noyddust at forsyrgja teimum gomlu í sama mun sum fyrr. Hinvegin gjørdust tey gomlu meira óheft av børnum sínum.

Flokkurin tóktist fáa fleiri limir. Floksleiðslan lá í hondum P.M. Dams, sum var formaður floksins, samstundis sum hann var løgmaður. Eitt sindur av spenningi tóktist tó vera millum Dam og Øregaard, sum var tingformaður. Eitt nú hevði Øregaard tikið tað illa upp, at Dam ikki stuðlaði honum til at verða kandidatur javnaðarmanna til fólkatingsvalið frammanundan.

Sambandsflokkurin roknaði við, at tá rokningin fyri vælferðarpolitikkin hjá Dam fór at koma, so fóru teir at fáa fyrimun av hesum. Teir hildu ikki, at føroyingar høvdu ráð til alla hesa vælferð, eisini hildu teir gongdina á hesum øki vera ov skjóta. Um samanborið varð við donsk viðurskifti, so líktust sambandsmenn, í eygum amerikumanna, mest Vinstra og teimum Konservativu.

Leiðslan í Sambandsflokkinum var meira dynamisk enn í nøkrum øðrum føroyskum flokki, og hon lá føst í hondum Kristian Djurhuusar, sum var floksformaður og varaløgmaður.

Floksblaðið "Dimmalætting" var nógv tað størsta blaðið í Føroyum og vaks skjótt. Tað varð útgivið av Sten Eiden Müller og Georg Samuelsen og var einasta blað í Føroyum, sum royndi at hava eitt altjóða snið.

Sjálvstýrisflokkurin fekk sítt viðhald frá veljarunum, tí at tað var hesin flokkur, sum hevði stovnsett føroysku sjálvstýrisrørsluna. Flokkurin var tó lítil. Formaðurin Niels Winther-Poulsen var ein høgt virdur maður og veruliga floksins leiðari.

Fólkaflokkurin sá út til at fara at stabilisera atkvøðutalið og styrkja støðu sína sum mest týðandi andstøðuflokkur. Hákun Djurhuus, sum hevði mist sín fólkatingsess í november árið fyri, nýtti alla orku sína til at menna flokk sín.

Sum andstøðuflokkar arbeiddu Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin saman; men hildið varð, at Fólkaflokkurin royndi at vinna aftur atkvøður, sum hann ætlandi hevði mist til Tjóðveldisflokkin (talan var her um fólk, sum US-sendistovan nevndi pasifistar). Fólkaflokkurin hevði tikið støðu ímóti NATO og ímóti verndarpolitikki. Henda kós varð samtykt á floksráðstevnu í desembur 1958.

Á hesi ráðstevnu varð eisini samtykt at heita á løgtingið um at mótmæla, at hermenn og hernaðarlig útgerð skuldu vera í Føroyum. Beinleiðis úrslitið av hesi áheitan var yvirlýsing løgtingsins, sum fyrr er umrødd í hesum teksti. Tað var Hákun Djurhuus, sum legði málið fram í tinginum, og roynt varð tí at taka verndarmálið frá tjóðveldismonnum og leggja tað í "responsible hands". Viðvíkjandi verjupolitikki tóktist Fólkaflokkurin at minna um tær gomlu traditiónirnar hjá teimum Radikalu í Danmark.

Á búskaparliga og sosiala økinum vildi Fólkaflokkurin hava minni almenna stýring enn javnaðarmenninir. Eisini fólkafloksmenn hildu vera ov skjótt farið fram við sosialu ábótunum.

Tjóðveldisflokkurin tóktist ikki hava tað alt ov gott júst tá. Tey, ið fylgdu við í føroyskum politikki, vóru sera samd um, at flokkurin var fyri bakkasti. Javnaðarmenninir høvdu tikið vælferðarpolitikkin úr hondum tjóðveldismanna - og ment henda politikk munandi. Og fólkafloksmenninir høvdu tikið sær av "anti verju politikkinum". US-sendistovan metti, at tjóðveldismenn undir ongum umstøðum høvdu megnað at fingið omanfyrinevndu yvirlýsing samtykta í tinginum.

Amerikanska sendistovan førdi fram, at tjóðveldismenn sjálvir viðgingu hesa afturgongd, og samstundis varð flokkurin rikin yvir í eina enn meiri víðgongda støðu. Flokkurin var, eftir meting amerikonsku eygleiðaranna, desperatur og visti, at hansara "only chance for survival is to attract support on an emotional basis", og hetta kundu teir gera, tá tað snúði seg um verndar- ella fiskimál.

Samanhaldið í flokkinum minkaði støðugt, leiðsla Erlends viknaði, av persónligum orsøkum varð sagt fyri amerikonsku sendistovuni, sum metti, at Sigurð Joensen fór at fáa vaksandi ávirkan innan floksleiðsluna. Sigurð varð sagdur at vera "an energetic lawyer and extremely aggressive". Amerikumenn hildu (vónaðu), at opið stríð kundi henda millum Erlend og Sigurð, og at hetta fór at skaða Tjóðveldisflokkin.

Framburðsflokkurin hjá Kjartani Mohr varð ikki hildin at hava stórvegis ávirkan á føroyskan politikk.

Niðurstøðan hjá amerikonsku sendistovuni var, at føroyska samfelagið var í støðugari materiellari menning; men at henda menning eisini kundi hava vandar við sær.

Politiskt tókust Føroyar støðugt bundnar fastari at Danmark - hetta m.a. tí, at nýggja føroyska vælferðarskipanin var so dýr, at hon fyri ein sera stóran part kravdi danska fígging.

Føroyskur politikkur hevði ikki longur so nógv við sjálvstýri (og harvið eisini mentanarpolitikk) at gera. Nú varð politiskt hugsað meira um "the modern practical bread and butter issues".

Hinvegin var nakað, sum bendi á, at føroyingar vóru farnir at líta meira út í heimin, og samstundis gjørdist støða teirra til NATO og verjupolitikk meira átøk teimum sjónarmiðum hesum viðvikjandi, sum vóru at finna í Danmark og hinum skandinavisku londunum.

(Kelda: Anerikanska sendistovan í Keypmannahavn til The Department of State í Washington, 07. 06.1961; RG 84 Post Records, Denmark Embassy; Classified Central Records 1953 - 1961; Box 29, Folder: Faroe Islands 59 - 60 - 61).

Gjørt verður vart við, at framhaldandi kanning er neyðug fyri betri at lýsa, hvussu væl amerikumenn fylgdu við í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum - yvir longri tíðarskeið og í breiðari samanhangi.

Samandráttur

Um innihaldið í hesum kapitli verður samanborið við kapittulin frammanundan, so sæst, at amerikanska sendistovan hevur lagt dent á at boða uttanríkismálaráðnum í Washington frá, at føroyska samfelagið hevði verið fyri búskaparligum og socialum framburði síðan miðskeiðis í fimtiárunum. Viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum vóru vorðin betri, og í Føroyum var nú politiska støðan meira stabil enn frammanundan. Føroyskur búskapur var vorðin knýttur nærri tí danska. Sjálvir høvdu føroyingar ikki ráð til nýggju vælferðina. Danmark hevði størri eftirlit við føroyskum búskapi enn fyrr, og danir høvdu avgerandi ávirkan á politikkin og samfelagsmenningina í Føroyum.

Í eygum amerikumanna førdi hetta so aftur til, at í byrjan av 60-árunum viknaði føroyska mótstøðan ímóti NATO nakað. Tað var samstarvið millum føroysku og donsku javnaðarflokkarnar, sum hevði stóran part av æruni fyri búskaparligu framgongdini í Føroyum - og tí, sum amerikumenn nevndu "the integration of faroese economy with that of Denmark".

Viðvíkjandi NATO-spurninginum er eisini at leggja til merkis, at Fólkaflokkurin heilt greitt hevði lýst støðu sína í verjumálum. Fólkaflokkurin hevði sum ein maður tikið undir við uttanveltaðu støðu Føroya í hernaðarmálum. Sama høvdu Tjóðveldisflokkurin, 4 javnaðarmenn, 2 sjálvstýrismenn og Kjartan Mohr gjørt. Sum heild hava nógv fólk í Føroyum verið av teirri áskoðan, at ov lítið varð sagt almenninginum um viðurskifti, sum høvdu samband við NATO.

Sum heild kann sigast, at amerikanska sendistovan í Keypmannahavn tykist at hava verið nøgd við politisku gongdina í Føroyum uml. 1960 - og serliga við tað nýggja javnaðar-, sambands- og sjálvstýrislandsstýri, sum fór til verka eftir valsiður javnaðarmanna í 1958.

NATO RADARSTØÐ

Støðin í Mjørkadali

Politiski leikpallurin í Føroyum var um hálvan apríl 1959 sera nógv merktur av tí agitatión, sum fór fram ímóti at byggja eina NATO radarstøð í Føroyum. Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn var sannførd um, at hetta stríð lættliga kundi givið nýggja føroyska landsstýrinum trupulleikar. Hetta landsstýri, sum var sett saman av javnaðarmonnum, sambandsmonnum og sjálvstýrismonnum, hevði bara virkað síðan februar 1959. Fleiri mánaðir vóru farnir við politiskum samráðingum millum allar flokkar, áðrenn tað eydnaðist at skipa nýtt landsstýri.

Ósemjan um NATO radarstøðina var tann fyrsta avbjóðingin, sum skuldi vísa styrkina í nýggju landsstýrissamgonguni. Pasifisman var sera sterk í Føroyum, og tær kenslur, sum fólk høvdu ímóti radarstøðini - og hugsanin hjá fólki um, at støðin kundi virka provokerandi í krígstíð - var eisini at finna í øllum politiskum flokkum. Hon fór also tvørtur um floksmørk.

Politiskir leiðarar í øllum føroyskum flokkum stúrdu fyri hesum og góvu tí ans. Andstøðuflokkarnir royndu at trýsta eina yvirlýsing ígjøgnum, sum skuldi gera enda á verkætlanini. Meðan summir politiskir leiðarar tosaðu sannførdir um avleiðingarnar av teirra ymisku sjónarmiðum, avdúkaðu teir tó stóran iva undir yvirflatanum. Menn væntaðu, at málið fór at verða loyst, áðrenn tingið fór heim seinast í apríl 1959. Sjálvt um resolutiónin varð feld, fór ósemjan tó at gera tað, at fólk fóru at sita eftir við ringum smakki í munninum (samanber tó her við seinasta kapitul).

Samstundis sum føroyingar vóru sera harmir um radarstøðina, so vildu teir sera fegnir hava vegin, sum var í gerð niðan til støðina, tí at henda vegalongdin vildi fremja vegasambandið millum Havnina og norðara partin av Streymoynni. Føroyingar vildu eisini fegnir sleppa at gera byggiarbeiðið í sambandi við radarstøðina; men stórir partar av fólkinum høvdu ta hugsan, at radarstøðin fór at trína fram sum eitt provokerandi hernaðarligt mál í russiskum eygum (Kelda: US-sendistovan í Keypmannahavn til Uttanríkismálaráðið í Washington, 17.4.1959).

Høvuðsmál hjá USA í Danmark

Amerikansk "security objectives" í Danmark vóru (so sum US-sendistovan í Keypmannahavn setti tey upp í hesum samanhangi):

1) At stuðla effektivari danskari luttøku í NATO, at styrkja danskt viðhald til "the Atlantic community", og at styrkja danskan vilja og førleika til at berjast, um hetta gjørdist neyðugt.

2) At tryggja "control of the Baltic entrances by US friendly forces" og at tryggja, at Grønland og Føroyar framhaldandi skuldu vera tøk til "US defence installations".

(Við hesum er tað einaferð enn greitt, at Føroyar skuldu nýtast til amerikonsk hernaðarlig endamál).

3) At tryggja virkið danskt samarbeiði og stuðul til amerikanskan politikk og at tryggja, at danir í vaksandi mun høvdu álit á amerikanska leiðslu.

(Samanber við tað, sum er sagt um líknandi viðurskifti fyrr í frágreiðingini).

Eftir 1864 førdu danir neutralitetspolitikk. Frávik varð gjørt frá hesum í 1949; men hugsjónin var ikki deyð enn, um hon ikki var so sterk, sum hon hevði verið. "Hva´ ska´ de´ nytte?" vóru danir kendir fyri at spyrja í sambandi við hernaðarsamgongur og hernaðarmál. Landið var jú so lítið, geografiska støðan var vandamikil, um tað kom til samanbrest millum stórveldi, danska tilfeingið var lítið, fólkatalið var lítið osfrv. USA mátti styrkja "the military establishment" í Danmark og vinna á trýstinum frá teimum í Danmark, sum vildu vera uttanveltað. USA var áhugað í maksimalum donskum ískoyti til NATO. Sum heild skuldi danski viljin til at gera hernaðarligar íløgur styrkjast. Danir skuldu gera sínar hernaðarligu skyldur innan fyri NATO - og sum fyriskrivað av NATO (Kelda: US-sendistovan til Uttanríkismálaráðið í Washington, 18.9.1959). Meira er skrivað um hesi viðurskifti fyrr í viðgerðini.

Hetta merkir, at amerikanarar heilt greitt vildu hava, at Danmark bleiv eitt virkið NATO-land. Sum partur av danska ríkinum (har danir m.a. høvdu hond um uttanríkispolitikk ríkisins) vórðu Føroyar tiknar við inn í norðuratlantisku verjusamgonguna. Geografiska støða Føroya hevði við sær, at Føroyar høvdu stóran strategiskan týdning. Føroyar høvdu týdning fyri verjuna av sjálvum USA, sum var sterkasta landið innan NATO. Amerikanarar kravdu og fingu NATO-støð í Føroyum. Í Føroyum hava menn verið ósamdir hesum viðvíkjandi. Tjóðveldismenn, nógvir fólkafloksmenn og aðrir hava verið ímóti NATO-virksemi í Føroyum; men NATO-virksemi í Føroyum hevur eisini havt síni viðhaldsfólk.

Hetta, at Danmark ikki hevði hug til alt ov nógvar hernaðarligar íløgur, var ikki nýtt.Longu í árunum beint eftir annað heimskríggj hevði Danmark verið fyri nógvum atfinningum frá amerikanskum myndugleikum fyri tvørrandi vilja til at seta nóg nógvan pening av til hernaðarlig endamál í sambandi við verjuna av vesturheiminum via NATO. Nógvar atfinningar at donskum verndarpolitikki vóru eisini at finna í amerikonsku fjølmiðlunum, serliga í teimum árunum, tá kalda kríggið tók seg upp.

Uffe Ellemann-Jensen um Føroyar og Grønland

Men ikki bara USA var atfinningarsamt. Danskar íløgur til verndarendamál hava ofta verið til umrøðu í NATO-høpi upp gjøgnum árini. So seint sum í 1996 skrivaði fyrrverandi danski uttanríkismálaráðharrin, Uffe Ellemann-Jensen, í bók síni "Din egen dag er kort":

"Sikkerhedspolitikken i det nordatlantiske område spillede en meget stor rolle under den kolde krig. Grønland og Færøerne husede vigtige varslingsstationer, som var af stor betydning for Vestens forsvar. Hvis man vil forstå, hvorfor dette område er så vigtigt, kan man prøve at se på først et traditionelt verdenskort i Mercators projektion, og dernæst se på en globus ovenfra: Verdenskortet viser Grønland helt øverst oppe, med store afstande til resten af Verden. Men det er en fortegnet virkelighed. Virkeligheden ser man ved at betragte toppen af en globus. Her er afstandene til både Nordamerika og Nordrusland beskedne - og den korteste afstand mellem f. eks. Kola-halvøen og Nordamerika går lige hen over Grønland.

Det forklarer, hvorfor f.eks. Thule-basen var så vigtig for sikkerheden. Den lå midt på den direkte rute, som raketter ville følge, hvis de blev affyret fra det nordlige Rusland imod Nordamerika. Sammen med den kæde af radarstationer, som strakte sig ned gennem Grønland og videre over Atlanten til Færøerne, gav Thule radaren mulighed for en tidlig varsling.

Derfor var netop Thule-radaren - og i mindre grad de færøske installationer - naturligvis også genstande for massive propagandaangreb, som i høj grad fik medløb i det danske politiske liv og i danske medier. Men hvis Danmark var begyndt at skride på de områder, ville det være langt mere alvorligt, end når vi løb fra solidariske forpligtelser i den fælles NATO-politik. Så ville det pludselig have direkte og mere konkret indflydelse på den fælles sikkerhed.

I hele min tid som udenrigsminister lagde jeg derfor særdeles stor vægt på , at jeg også var udenrigsminister for Færøerne og Grønland.

...

Færøerne og Grønland var gode kort at have på hånden, når NATO-ministrene samledes i 80-erne. Når der skulle lappes på surheden over danske fodnoter, eller når de andre spurgte, hvordan det gik med at nå op på det forsvarsbudget på 3 % af nationalproduktet, som den tidligere statsminister Anker Jørgensen havde lovet i NATO, så kunne det give lidt pusterum, når jeg fortalte, hvor vigtigt det var at have stabile forhold i Nordatlanten og Arktis, og hvor store beløb Danmark brugte på at sikre dette gennem vor økonomiske støtte til Færøerne og Grønland" (citat liðugt). Samanber her eisini við skjalið, har Jens Otto Krag greiddi frá líknandi viðurskiftum. Hetta skjal verður viðgjørt seinri í frágreiðingini.

Strategiski týdningurin hjá Føroyum og Grønlandi kemur greitt fram í hesum tekstinum hjá Ellemann-Jensen. Føroyar hava verið ein týðandi liður í NATO-verjuni. Hóast propagandaálop (m.a. í donsku vinstra-pressuni) hevur Danmark ikki givið eftir, tá tað á hesum øki snúði seg um at halda NATO-skyldur sínar.

Hinvegin hevur Danmark ikki í 80-árunum nýtt 3% av nationalproduktinum til verndarendamál, so sum Anker Jørgensen hevði lovað í NATO. Hetta er also spardur peningur. Men Danmark hevur lagt nógvan pening í fíggjarligan stuðul til Føroya og Grønlands til tess at tryggja "stabile forhold i Nordatlanten og Arktis" (men, her eru eingi tøl at bera saman).

Hugsa vit nú um 1950-árini, tá sosialur ófriður var í Føroyum (verkføllini og Klaksvíkstríðið), samstundis sum NATO-støðin í Mjørkadali varð fyrireikað, so er vert at minnast til, at ein av teimum stóru orsøkunum til valsigur javnaðarmanna í 1958 (tá Tjóðveldisflokkurin, ið mong væntaðu at fáa eitt rimmarval, bert fekk ein mann afturat) júst var sosiala valprogrammið hja P.M.Dam, har hann, við stuðli frá donskum javnaðarmonnum, lovaði føroyingum fólkapensiónina. Um hetta segði Erlendur Patursson (endurgivið eftir minninum), at tá eitt annað land kemur við tilboði um at gjalda allar sosialu útreiðslur okkara, so verða veljararnir ov nógv freistaðir...

Men teksturin ber í sær eisini ein annan spurning: hvat var munurin millum tað, sum danir spardu í verjufíggjarlóg teirra og tann fíggjarliga stuðul, ið teir veittu (í hesum føri) føroyingum? Hesin spurningur verður ikki svaraður í tekstinum hjá Ellemann; men hann leiðir lesaran inn á spurningin:

Vunnu danir pening úr NATO-virkseminum í Føroyum?

Tað sær út til, at Tjóðveldismenn ikki hava ivast í hesum. Ið hvussu er hevur hesin spurningur ein týðandi lut í politisku propagandu teirra.

26. mars 1963 setti Johan Nielsen (fólkatingsmaður, javnaðarmaður) í Fólkatinginum henda spurning til danska verjumálaráðharran: "Fær danska stjórnin gjald fyri loranstøðina og raðarstøðina, sum NATO hevur bygt í Føroyum?". (Johan Nielsen helt í hesum sambandi rættiliga langa røðu í Fólkatinginum, har hann lýsti støðu sína sum pasifistur og tí mótstøðumaður av kríggi og hernaðarsamgongum. Tala Johans, ið vakti rættiliga stóran ans í Danmark, varð viðgjørd í donskum bløðum, m.a. "Land og Folk". Vent verður aftur til hesa røðu seinri í viðgerðini).

Danski verjumálaráðharrin, Victor Gram, svaraði (in the regular Wednesday question period of the Folketing), at tær báðar loranstøðirnar í Føroyum ikki komu undir NATO, men vóru riknar í samstarvi við "the International Civil Aviation Organization" og "the United States Coast Guard".

Verjumálaráðharrin legði afturat, at virksemið og raksturin av ICAO støðini var goldið av limalondunum, og harvið eisini Danmark, og at virksemið og raksturin av "the American Coast Guard station" komu undir "the jurisdiction of the Light House and Buoy Service".

Victor Gram greiddi síðani frá, at radarstøðin kom undir "the jurisdiction of NATO", sum veitti Danmark endurgjald fyri meginpartin av kostnaðinum í sambandi við virksemi/rakstur. Tær donsku útreiðslurnar, sum høvdu samband við hesa radarstøðina, legði Gram dent á, vóru roknaðar sum partur av danska gjaldinum (contribution) sum NATO-limaland.

(Viðmerkjast skal her, at tað eru skjøl, sum stuðla frágreiðing Victor Grams. Hesi skjøl verða tikin fram til viðgerðar seinri í frágreiðingini).

Føroyski fólkatingmaðurin, Johan Nielsen, takkaði uttanríkismálaráðharranum fyri frágreiðing hansara og segði, at svarið hevði verið ein lætti fyri hann.

Viðmerkingin (merkt: í trúnaði) hjá amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn var henda: Sendistovan hevur góða orsøk til at halda, at tá ið Johan Nielsen setti fyrispurning sín til ráðharran júst í hesi tíð, so var tað tí, at hann vildi forða fyri føroyskum krittikki (stuðlaðum av tjóðveldismonnum), sum gekk út uppá, at Danmark fekk peningaligan vinning burturúr at loyva bygging og rakstur av fremmandum "facilities" (also her: støðir og útgerð v.m.) í Føroyum (Kelda: Airgram frá US-sendistovuni í Keypmannahavn til Department of State, Washington - 5. apríl 1963).

Tað er eingin ivi um, at amerikanska sendistovan hevði rætt í, at tjóðveldismenn hildu uppá, at danir vunnu pening av Loran- og NATO-støðunum, og tann metingin kann eisini vera bein, at Johan Nielsen setti fram sín fyrispurning fyri at afturvísa atfinningum tjóðveldismanna.

Men síðani er vert at spyrja: hvat fekk Johan Nielsen veruliga burtur úr fyrispurningi sínum til ráðharran? Svarið kann vera: Hann fekk tað burturúr, at hann kundi siga føroyingum, at hann hevði sett ráðharranum omanfyrinevnda spurning, og at einki hald var í pástandi tjóðveldismanna.

Trupulleikin er bert tann, at Johan Nielsen treytaleyst góðtók svarið hjá Victor Gram. Hann "boraði" ikki í tí. Hann royndi ikki at fáa tað lýst út í odd og egg. Hann spurdi til dømis ikki um tøl, sum kunnu samanberast. Hetta avmarkar virðið í fyrispurninginum - og í svari ráðharrans. Spurningurin, um danir vunnu pening við at loyva, at útlendskar støðir vórðu bygdar í Føroyum, er tí ikki endaliga svaraður út frá tí, sum ráðharrin greiddi frá (og heldur ikki í tekstinum hjá Ellemann, omanfyri). Skal hesin spurningur lýsast greitt, so má annað keldutilfar (skjøl) finnast fram. Tó, sum ávíst omanfyri: skjøl eru til í donskum skjalagoymslum, sum stuðla tí, sum danski verjumálaráðharrin segði, og hesi skjøl verða viðgjørd seinri í frágreiðingini; men enn eru ikki skjøl funnin, sum klárt og greitt í krónum og oyrum kunnu svara spurninginum: Vunnu danir veruliga pening í sambandi við NATO-virksemið í Føroyum. Hinvegin hava føroyskir søgufrøðingar enn ikki fingið innlit í alt tað skjalatilfar, teir hava biðið um í sambandi við ta kanning av hernaðarstøðunum í Føroyum, sum Løgtingið hevur kravt.

Amerikonsk sendiharravitjan í Føroyum:

Í døgunum 4.-7. juni 1962 vitjaði Blair, ambassadørur, í Føroyum. P.M.Dam, løgmaður, Mogens Wahl, ríkisumboðsmaður, og aðrir góðir menn tóku ímóti amerikanska sendiharranum, sum m.a. vitjaði NATO-støðina í Mjørkadali.

Ein av embætismonnunum, sum var saman við sendiharranum, fekk at vita, bæði frá føroyingum og dønum, bæði privatum og almennum persónum, at føroyingar vóru sera smikraðir av hesi sendiharravitjan, serliga tí at sendiharrin kom til Føroya so tíðliga á embætisferð síni til Danmarkar. Vitjanin fekk sera góða pressuumrøðu, serliga frá sambandsblaðnum "Dimmalætting". Serliga var hetta Eiden Müller fyri at takka. Heystið frammanundan hevði hann verið í USA "in a NATO journalists´ tour". Eiden skrivaði nógv og gott um USA í "Dimmalætting". Takkað verið hesum hevði USA fingið betri pressuumrøðu og var blivið betri umtókt í Føroyum enn í nøkrum øðrum ikki-skandinaviskum landi (Kelda: US-sendistovan í Keypmannahavn til Uttanríkismálaráðið í Washington, 12.6.1962; RG 59, Central Dec. File, 1960-63, 759-7590 files).

Her er so dømi um tað viðhald, NATO fekk í Føroyum - ikki minst frá størsta blaðnum í landinum.

Eiden Müller hevði ávíst samband við amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn, og í brævi, dagfest tann 14.2.1962, til ein ávísan Captain A. H. Ashton skrivaði Eric W. Fleisher, skrivari í Sendistovuni, m.a.: "... As You will recall, Mr. Müller participated in the NATO journalists´ trip to the United States in October 1961. Since his return to the Faroe Islands he has written a considerable number of articles all of which have been very favorable to the United States. He has also made speeches and spoken on the Faroese radio about American subjects.

Mr Müller is a good example of the value of such trips and to the excellent briefings arranged by your office" (sitat liðugt) (Kelda: Sendistovan til Eiden Müller og Captain Ashton, 14.02.1962; RG 84 Post Records, Denmark Embassy, General Records 1953 - 64 (62 - 64); Box 23, Folder: Faroe Islands 62 - 63 - 64).

Av tí at Eiden Müller skrivaði í útlendskum bløðum um føroysk viðurskifti, fingu útlendskir lesarar eina mynd av viðurskiftunum í Føroyum, sum var litt av hansara sjónarmiðum.

Mótmælisgongur í Havnini 21. og 22. mars 1959

23. mars 1959 skrivaðu fleiri bløð í Keypmannahavn um mótmælisgongur í Havnini. Fólk mótmæltu ætlanunum um at byggja eina NATO radarstøð í Føroyum. Helst vóru tað tjóðveldismenn, ið høvdu skipað fyri hesum mótmælisgongum, sum eisini mundu vera kveiktar av tíðindum um, at danskir hermenn skuldu manna støðina.

Tjóðveldismenn handaðu fyrst løgtingsformanninum eitt skriv, har kravt varð, at føroyskir myndugleikar steðgaðu hesum fyrireikingum, sum "in reality amount to a militarization of the Faroes and conflict with will of the Faroese to continue their thousand-year-old neutrality", sum tikið varð til í amerikonsku sendistovuni.

Plakatir, sum vóru settar upp 21. mars, heittu inniliga á fólk um at møta framman fyri løgtingshúsunum dagin eftir. Á fundi har kallaði borgmeistarin í Havn, Sigfried Skaale,radarstøðina fyri svik móti føroyska fólkinum,og tjóðveldismenn lupu í røðum teirra á landsstýrið, NATO, Danmark og USA.

Síðani fór mótmælisfólkið út á keiina at taka imóti "Tjaldrinum", sum P.M.Dam, løgmaður, beint tá var komin heim til Føroya við úr Keypmannahavn. Har varð handað løgmanni eitt mótmælisskriv, sum hann ikki vildi taka ímóti. Eitt (danskt) blað skrivaði, at mannamúgvan noyddi løgmann umborð aftur, tá hann ætlaði sær í land, og at hann seinri fór í land aftur og niðan av keiini, hjálptur av løgregluni. Samstundis tók samanbrestur seg upp millum javnaðarmenn og tjóðveldismenn. Eitt sindur av ófriði stóðst av hesum, til løgreglan fekk skil á aftur.

Seinri segði danski verjumálaráðharrin, Poul Hansen, við pressuna, at Løgtingið hevði samtykt verkætlanina. Byggingin av støðini skuldi byrja á vári 1959, og støðin skuldi standa liðug gott og væl ár seinri. Støðin skuldi "employ about 150 people". Enn var ikki avgjørt, hvussu mong av hesum fólkum skuldu vera sivil, og hvussu mong skuldu vera hermenn. Heldur ikki var støða tikin til, hvussu mangir danir og hvussu mangir føroyingar skuldu arbeiða har; men tað var "not impossible that a number of Faroese may be employed at the station".

Viðmerkingarnar hjá sendistovuni til hetta mál vísa, at sendistovan ikki hevur hildið, at mótmælisgongurnar vóru vendar móti nøkrum beinleiðis amerikanskum virksemi í Føroyum sum so.

Frá danska verjumálaráðnum hevði amerikanska sendistovan fingið at vita, at í sambandi við tað komandi early-warning støðina í Føroyum, var tørvur á einum vegi. Føroyingar vildu eisini hava henda vegin; men hesin vegur mátti gerast longri (enn til Mjørkadals) fyri at nøkta tørvin hjá fólki og flutningi av ymiskum slagi. Fíggingin av hesum longda vegastrekki var ógreið.

Tjóðveldisleiðarin, Erlendur Patursson, var anti-danskur og anti- NATO. Hann hevði nýtt tað høvið, sum stóðst av omanfyrinevndu ónøgd og tíðindunum um hermenn í Mjørkadali, til at gera ófrið. Sendistovan skilti tað soleiðis, at sæð úr sjónarhorni Erlends var tað logiskt at skapa øsing, tí hann mátti gera okkurt. Aftaná seinasta løgtingsval eydnaðist tað honum ikki at sleppa við inn í landsstýrissamgonguna. Hann mátti finna okkurt at seta upp móti framgongdini hjá P.M.Dam, sum hevði havt góðar samráðingar við danir um fíggjarligan stuðul til menning av føroyska samfelagnum (útbygging av fiskiflotanum, havnaarbeiði økt vegasamband) - og til ta nýggju fólkapensiónina til føroyingar (Kelda: Amer. Sendistovan í Keypmh. til Secretary of State, Washington, 24.3.1959; Airgram; BOX 19, Folder: Faroe Islands 59 - 60 - 61).

24.3.1959 skrivaði sendistovan til Washington, at løgmaður varð móttikin við fíggindaligum mátmælisgongum, tá hann kom aftur til Føroya eftir hepnar samráðingar við danir. Við í lummanum hevði Dam ein sáttmála, sum ikki bert fevndi um donsk lán til menningarætlanirnar hjá Dam, men eisini fólkapensión til føroyingar og aðrar sosialar ábøtur. Eisini høvdu føroyingar fingið serlig fiskiveiðirættindi í Grønlandi.

Dam hevði sostatt allar orsakir til at vænta sær eina hjartaliga móttøku í Føroyum; men "it must have been a rude surprise for the venerable leader to be greeted in Thorshavn" við fíggindaligum kravgongum og mótmælum, har hann var lagdur undir at hava givið loyvi til bygging av "a NATO infrastructure radar station near Thorshavn", sum skuldi mannast við donskum hermonnum.

Eisini her legði sendistovan dent á, at mótmælsgongurnar ikki høvdu samband við "any U.S. installations", men bert vóru vendar ímóti NATO radarstøðini, og sjálvt um - treytað av óstøðuga lyndi føroyinga - tær kundu fyriboða framtíðar trupulleikum, tóku danskir myndugleikar støðuna róliga.

Eftirsum eingin politiskur flokkur í Føroyum alment vildi átaka sær ábyrgdina av mótmælisgongunum og ófriðinum, helt sendistovan seg við vissu at kunna gita, at tað vóru tjóðveldismenn, sum vóru loysingarmenn og ímóti øllum fremmandum, sum høvdu elvt til ófriðin. Eftirsum tann nýggjasta gongdin í samfelagsmenningini var so góð fyri føroysk áhugamál (her verður helst hugsað um politisku úrslitini, sum P.M.Dam hevði rokkið í samráðingum sínum við danir) mundu tjóðveldismenn hava hugsað, at eitt sindur av nýggjum spliti var neyðugt - av innanoyggja politiskum orsøkum, vildi sendistovan vera við (Kelda: Amerikanska sendistovan til Uttanríkismálaráðið í Washington, 24. 03. 1959; Box 16, Folder: 300 Copenhagen Joint WEEKA 59 - 60 - 61).

Eisini hesin kapittul er fyri stóran part grundaður á skjalatilfar úr ÚSA; men síðan hetta tilfar varð viðgjørt fyrstu ferð í hesi frágreiðing er rættiliga nógv tilfar hesum viðvíkjandi funnið í Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn. Hetta nýggja tilfar verður viðgjørt seinri í frágreiðingini. Lesarin skal tá samanbera ta viðgerðina við innihaldið í hesum kapitli.

 

FØROYAR SUM PARTUR AV NORÐUR-
ATLANTISKU VERJUSKIPANINI (a)

Inngangur

Í hesum og næsta kapitlinum verður greitt frá ymiskum hernaðarligum og hálvhernaðarligum áhugamálum, sum serliga amerikumenn, men eisini danir og - í ávísan mun eisini bretar - høvdu í Føroyum. Eisini kemur fram, at USSR hevur fylgt væl við í viðurskiftum, sum høvdu við Føroyar at gera. Leikluturin hjá føroyskum politikarum í hesum samanhangi verður eisini ávístur, tó mest í næsta kapitlinum.

Heimildartilfarið er at finna í danska Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn. Udenrigsministeriet (mik. nr. 02:2). Politisk P.2.NATO; Periode 1945 - 72; Journal nr. 105.D.30; Tekst og yderår 1965 - 71.

Loyvi til at nýta hetta tilfar varð givið seint í desembur 1998 - tó bert til tann partin av tilfarinum, har danir kunnu játta skjalainnlit. Ein rættliga stórur partur av tilfarinum kann bert verða viðgjørdur, um amerikanskir myndugleikar geva loyvi til tess. Amerikanskt loyvi til skjalainnlit í hesum sambandi er ikki komið enn.

Hesin og næsti kapittulin byggja tí á tað tilfar, sum danir hava givið loyvi til at nýta. Hesir báðir kapitlar eiga helst at verða skrivaðir um aftur, tá nevnda amerikanska loyvi er givið. Hetta merkir ikki, at tað, sum her verður skrivað, ikki er eftirfarandi; men at viðgerðin kann gerast meira fullfíggjað, tá loyvi verður givið til at nýta alt skjalatilfarið.

Kanónir, radarútgerð og heimaverja í Føroyum

8. februar 1950 vísti danski admirálurin Vedel, embætismanninum Brun í danska Uttanríkismálaráðnum eitt upprit, sum var gjørt "på stabsofficerniveau" til verjuna av norðuratlantiska økinum. Hetta var eitt uppskot, sum enn var til viðgerðar í øllum stigum innan verndarskipanina (Regionale værnchefers Comité, Standing Group, Militærkomitéen, Forsvarskomitéen og Rådet).

Hetta var í síni heild ein verndarætlan, og hjálagt hesi ætlan var eitt álit um Føroyar, har sagt varð, at "den eneste militære interesse består i at forhindre, at fjendtlige undervandsbåde benytter øerne som base".

Hernaðarligu myndugleikarnir mettu, at fyri at røkka hesum máli var nóg mikið, "at der på øerne findes 1 infanterikompagni, 4 svære og 6 lette luftværnskanoner og radarudstyr". Kanónir og radartól skuldu setast upp longu í friðartíð, meðan hermenninir skuldu flytast til Føroya "når fjendtlighederne begynder".

So kom spurningurin: Nær skuldi føroyska heimastýrið fáa boð um hetta? Tað var toliliga greitt, at um kanónir skuldu setast upp í Føroyum, so máttu føroyskir myndugleikar fáa hetta at vita "på et vist tidspunkt". Eisini helt Vedel, at "kompagniet" (also hermenninir) heldur skuldi fáast til vega við eini heimaverndarskipan í Føroyum - enn á tann hátt, at amerikanskir loftvegisfluttir hermenn vóru sendir til Føroya. Hinvegin var eisini greitt, at um skipast skuldi fyri heimaverju í Føroyum, so kravdi hetta lógarheimild, og so komu løgting og landsstýri inn í myndina.

Tó var ikki neyðugt, at hetta varð gjørt beinan vegin, tí enn var øll ætlanin á fyrireikingarstigi: "Spørgsmålet var imidlertid, om man på nuværende ganske forberedende trin behøvede at underrette nogen på Færøerne om de forsvarsforanstaltninger, som den strategiske plan forudser for Færøernes vedkommende. Viceadmiralen og jeg var enige om, at dette ikke kunne være nødvendigt, og at det ville være betænkeligt at gøre det, så længe planen er så fortrolig, som tilfældet er" (Notits, Brun (udenrigsråd) 8/2,1950; 105.L.1.; sí eisini Notits, H.H.Mathiesen, vedr. Færøernes stilling under Atlantpagten, 21.05.1951; P.J.V. j.nr.105.L.1.).

Tað var donskum myndugleikum heilt greitt, at teir onga løgfrøðiliga skyldu høvdu til at boða Landsstýrinum og Løgtinginum frá ætlanum um hernaðarligar útbyggingar í Føroyum, og teir vístu beinleiðis til Heimastýrislógina í hesum sambandi. Hetta merkir heilt einfalt, at danir tóku sær rætt til at gera avtalur við USA og Bretland um viðurskifti, ið beinleiðis høvdu við Føroyar og føroysk áhugamál at gera - uttan at spyrja føroyskar myndugleikar eftir. Ið hvussu er ikki fyrr enn málið var langt áleiðis komið, og teir umrøddu konsekvent Føroyar sum danskt øki. Saman við hesum hongur eisini tann veruleiki, at danir ikki hava mett føroyingar sum serliga tjóð. Í heimastýrislógini (henni, ið hevur danska orðing) eru føroyingar eisini eitt "folkesamfund", og hetta er ikki tað sama sum ein tjóð - ið hvussu er ikki í politiskum týdningi.

Men, danski ríkisumboðsmaðurin í Føroyum varð í trúnaði kunnaður um, hvussu NATO varð bygt upp og skipað - og um, hvørja støðu Føroyar og Grønland høvdu í hesum samanhangi. Hetta hendi longu á fundi í Uttanríkismálaráðnum 21. desembur 1949 millum Brun, stjóra, og ríkisumboðsmannin. Á sama fundi segði Brun við ríkisumboðsmannin, at "lagmand Samuelsen i fortrolighed kunne underrettes om, at Færøernes interesser i denne forbindelse bliver varetaget". Um ella nær Andr. Samuelsen hevur fingið hetta at vita, er ikki greitt. Einki skjal er funnið, sum beinleiðis sigur, at hetta er hent; men ávíst verður seinri í viðgerðini, at danskir myndugleikar, ið hvussu er fyri en part, hava kunnað føroyskar løgmenn um hernaðarlig tilltøk og NATO-mál í Føroyum.

Bretsk veður- og peilingarstøð í Føroyum

16. februar 1951 sendi danska Verjumálaráðið Uttanríkismálaráðnum skriv viðvíkjandi stovnan av veðurstøð í Føroyum. Orsøkin til hetta var skriv frá formanninum í donsku sendinevndini til NAORPIG í Washington (FM9/51 frá 5.2.1951) og avrit av "chiffer luftpostbrev nr. 3AX016" málinum viðvíkjandi. Uttanríkisráðið varð biðið um at gera viðmerkingar til hetta (Forsvarsministeriet 1.kt.981.230 - 52/51; E. Lindgreen).

Av "Referat om Oprettelse af en britisk pejlestation på Færøerne (P.J.V.jr.-no.5.F.9.../2; hemmeligt 19/2-1951) framgongur, at bretska admiralitetið hevði givið boð til British Joint Services Mission um at venda sær til NAORPIG um at seta á stovn radarpeilingarstøð í Føroyum.

Av trygdarorsøkum skuldi radiostøðin bert sigast at vera ein lítil veðurobservatiónsstøð. Men tann veruliga orsøkin var ein onnur - og nógv meira álvarsom. Støðin skuldi í veruleikanum vera liður í eini skipan av peilingarstøðum, sum skuldu lurta eftir russiskum radiostøðum og serliga russiskum kavbátum, og støðin í Føroyum skuldi samstarva við eina støð, sum ætlanin var at byggja í Íslandi. Manningin skuldi vera ein yvirmaður og 12 hermenn, og støðin skuldi fevna um 2 øki á 2 acres við 2 miles ímillum økini.

Danir vóru eitt sindur fjálturstungnir av hesi bretsku ætlan: "Oprettelsen af en radiopejlestation som omhandlet på dansk territorium, bemandet med britisk personel og med virksomhed direkte rettet mod russiske interesser (JT undirstrikað), må give anledning til betænkeligheder fra dansk side, da det faktisk er basespørgsmålet, omend i lilleputformat, der herved bliver aktuelt" (JT undirstrikað).

Hetta var rættiliga greitt. Tvinni sjónarmið lógu í hesum: 1) ágangur mótvegis Sovjettsamveldinum, sum danir óttaðust, og 2) bretskt hernaðarligt virksemi í Føroyum ájavnt við amerikanskt hernaðarligt virksemi í Grønandi.

At siga beinleiðis nei! tordu danir tó ikki, og tí máttu teir royna eina millumleið. Í hugsan teirra hesum viðvíkjandi kom einki fram um føroyingar sum so; men teir orðaðu tey truplu viðurskiftini soleiðis: "Såfremt det imidlertid skønnes, at stationens oprettelse er et nødvendigt led i altantpaktlandenes forsvarsforanstaltninger, som fra dansk side ikke bør modvirkes (JT undirstrikað), må der formentlig sættes ind på, at pejlestationen helt og holdent bliver et dansk foretagende, hvorved baseproblemet undgås (JT undirstrikað).

Donsk manning á hesi sonevndu "veðurstøð" mundi helst eisini vera minni ágangandi mótvegis Sovjettsamvendinum enn bretsk. Í hesum sambandi mintust danir eisini til tað, sum Molotov hevði sagt við Gustav Rasmussen í 1946 - at støðir á donskum oyggjum sjálvandi máttu vera danskar (sí aðrastaðni í frágreiðingini).

Tann stóri vandin lá tó í, at virksemið í síni heild skuldi fjalast sum bert virksemi á eini veðurstøð. Eisini tí hildu danskir myndugleikar tað vera best, um donsk manning, sum helst skjótt kundi nema ta neyðugu útbúgvingina, varð send til Føroya. Kanska kundu bretskir serførðingar hjálpa til í byrjanini; men so skuldu teir ikki vera í hermannabúna. Eitt sitat lýsir hetta heilt greitt: "Man har dog forbeholdt sig, at pejlestationen bemandes med rent dansk personel og således oprettes som et rent dansk militært etablissement, en ordning, der vil medvirke til at øge de sikkerhedsmæssige hensyn, der nødvendigvis bør tages i sagen. Stationen agtes camoufleret som en vejrobservationsstation" (Notat 21.05.1951.Mathiesen; P.J.V. j.nr. 105.L.1.).

Hetta valdi Uttanríkismálaráðið so at góðtaka, og teir góðtóku eisini, at ein kanningarnevnd (2-3 mans) kundi fara til Havnar at finna bretska konsulin sum privatmenn, so at eingin skuldi fáa illgruna um veruliga endamálið við vitjan teirra.

Russisk sjónarmið um viðurskiftini í Føroyum

Í Moskva høvdu menn sína hugsan um viðurskiftini í Føroyum, og sjálvt um føroyingar hvørki tá á døgum ella í dag munnu taka undir við russisku skrivingini, sum tá fór fram, so er hon hóast alt áhugaverd, tí hon lýsir væl tann hugsanarhátt, sum var frammi undir kalda krígnum, og serliga fyrst í 1950-árunum, tá viðurskiftini millum eystur- og vesturheimin vóru sera vánalig.

7. mars 1951 stóð grein í ensku útgávuni av sovjettska blaðnum "Novoje Vremja" (nr.10), har greitt var frá, at amerikumenn nú eisini høvdu fingið klørnar í Føroyar.

Blaðgreinin byrjaði við, at víst varð á, at líka síðani tað lítla Danmark var vorðið javnbjóðis partur í altantsblokkinum, høvdu oddamenn í Danmark óttast fyri, hvat mundi fara at henda við teimum oyggjum (ella oyggjaflokkum), sum danir áttu.

Amerikonsku imperialistarnir høvdu, samstundis sum teir lótust at vilja tryggja verjuna av Danmark, sett seg fastar á donskum landaøkjum. Longu sum var mettu teir Grønland at vera teirra egnu herstøð, og nú høvdu teir eisini vent eygunum móti Føroyum, sum lógu í norskum havøki, miðskeiðis millum Ísland og Hetland, sum var ein partur av Stórabretlandi.

Amerikonsku imperialistarnir ætlaðu sær sum heild at byggja herstøðir um alla europeisku strondina. Veruliga ætlan teirra viðvíkjandi Føroyum var at gera Føroyar til koloni. Tað var bert uttanumtos tá teir søgdu, at Føroyar vóru partur av strategisku skipanini hjá norðuratlantisku samgonguni.

Longu í mars 1950 høvdu tingingar um hesi viðurskifti verið í Keypmannahavn, og "Berlingske Aftenavis var endurgivin fyri at hava skrivað, at "drøftelserne drejede sig ikke blot om Færøernes strategiske stilling i atlantsystemet, men også i det lokale forsvar og forholdsregler til beskyttelse af den civile befolkning" (hetta var, sæð í størri høpi, heldur ikki heilt skeivt, og tað kom donskum myndugleikum rættiliga illa við).

Russiska blaðið gjørdi vart við, at tær hendingar, sum longu vóru farnar fram, vístu, at nevndu samráðingar í Keypmannahavn vóru fráboðan um, at Danmark var um at missa yvirvaldið í Føroyum. Tí amerikumenn høvdu verið sera virknir í Føroyum. Ikki bert hevði hernaðarliga virksemi teirra verið stórt og vaksandi; men amerikanskir agentar høvdu eisini skapt og stuðlað eini rørslu í Føroyum, sum virkaði fyri at loysa Føroyar frá Danmark.

(Um hetta seinasta veruliga er beint, so má roknast við, at Tjóðveldisflokkurin bæði varð settur á stovn og stuðlaður av CIA. Á øðrum stað í hesi viðgerð er tó greitt frá, at í State Department, Washington D.C. høvdu menn illgruna um, at Erlendur Patursson var kommunistur, og at bæði "14. September" og Tjóðveldisflokkurin fingu peningaligan stuðul frá kommunistum í Íslandi og Danmark - og helst eisini í Sovjettsamvendinum).

Russiska blaðgreinin endaði við, at víst varð á, at tað ikki bert var í Keypmannahavn, at menn bóru ótta fyri amerikanska virkseminum í Føroyum; men eisini í London var fjáltur komin á, tí her høvdu menn altíð hildið Føroyar at vera part av bretskum áhugaøki, og nú tóktust útlit vera fyri, at bretar fóru at verða kroystir út úr hesum øki við.

Danir skundaðu sær at avsanna øll hesi tíðindi í skrivi til danska sendiharran í Moskva, Hugo Hertel, dagfestum 31. mars 1951 (P.J.V. jr.nr.105.L.1.).

Men, russar góvust ikki so. 1. juni 1951 endurgóvu nøkur russisk bløð eitt Tass-fjarrit úr Helsingfors við finska kommunistablaðnum "Tyokansan Sanomat" sum keldu. Her varð sagt frá, at USA ætlaði at hertaka (okkupera) Føroyar samstundis sum Ísland skuldi hertakast. Men danska stjórnin hevði heitt á amerikumenn um at útseta hertøkuna, tí hon kundi fáa óhepnar avleiðingar í Danmark og gera tað verri at fáa danskt lógaruppskot um økta hernaðartænastu samtykt. Hetta við longdari hermannatænastu var, samb. blaðnum, nakað, sum amerikumenn høvdu kravt av dønum. Danska áheitanin hevði havt tað ávirkan, at USA hevði útsett hertøkuna av Føroyum (Hugo Hertel til danska uttanríkismálaráðið, 7. juni 1951; J.nr. 5.8.H. 1.b.; stemplað í Uttanríkismálaráðnum 16. juni 1951).

Ein kann halda, at her er gjørt í so nógv av, og sjálvandi er propaganda í hesum; men hetta vísir, at russar hava fylgt væl við í tí, sum er farið fram í Føroyum. USA hevur ongantíð hertikið Føroyar ella roynt at loysa Føroyar frá Danmark, tí USA vildi hava friðarlig og skipaði viðurskifti í Føroyum og varðveita oyggjarnar sum part av danska ríkinum. Samanber her tað, sum amerikumenn søgdu um stríðið í Klaksvík, sosialan ófrið, búskaparligu viðurskiftini og virksemi tjóðveldismanna í Føroyum. M.a. heittu teir á danir um at betra livikor og búskap í Føroyum fyri at fáa stabil viðurskifti í landinum (sí aðrastaðni í viðgerðini). Men, hinvegin hava kommunistisku bløðini valt ikki at gera mun á herseting í orðsins mest vanliga týdningi og á tí veruleika, at vestanveldini høvdu hernaðarlig áhugamál í Føroyum - og bygdu herstøðir her á landi. Russisku bløðini hava viljað staðfest fyri lesarum sínum, at Føroyar vóru partur av amerikonsku verjuskipanini í Norðuratlantshavi, og russisk bløð umboðaðu sjónarmið, sum sovjettstjórnin stóð aftanfyri. At henda støða ikki var vandaleys fyri Føroyar kemur m.a. fram á tann hátt, at tað veruliga fyriliggja skjøl, sum viðgera spurningin um, hvussu fólk, í eitt nú Havnini, skuldu evakuerast, um (kjarn-) orkubardagi brast á (meira um hetta á øðrum stað í vigerðini).

10. august 1951 endurgav sovjettiska blaðið "Tann reyði Flotin" eitt Tass-telegram úr Keypmannahavn, har boðað varð frá, at tíðindafólk í Keypmannahavn vistu at siga frá, at amerikumenn - stutt eftir at teir høvdu hertikið Ísland - ætlaðu at hertaka Føroyar. Hetta høvdu russar sagt fyrr; men nú løgdu teir dent á, at amerikumenn fóru longur enn so. Teir høvdu nevniliga givið dønum boð um í stundini at umskipa Føroyar til amerikanska herstøð - longu áðrenn amerikumenn veruliga tóku oyggjarnar.

Ein av keldunum til hetta var "Berlingske Aftenavis", sum stutt frammanundan hevði kunngjørt eitt bræv úr Føroyum, har sagt varð, at danskir myndugleikar høvdu boðað frá, at teir ætlaðu at byggja herflotastøð í Føroyum. Hesum høvdu føroysku bløðini - bæði sjálvstýrisbløðini og tey meira hóvsomu - mótmælt.

Russiska blaðið endurgav "Tingakross" fyri at hava skrivað, at føroyingar vóru bangnir fyri, at byggingin av herflotastøð kundi vera byrjanin til, at Føroyar vórðu hertiknar. Russiska greinin endaði við skuldseting av amerikumonnum fyri at vera teir, sum kravdu Føroyar militariseraðar, eins og teir longu høvdu vant íslendingar við, at nógvir amerikumenn vóru í Islandi (Danska sendistovan í Moskva til Uttanríkismálaráðið, 11.aug.1951.J.nr.5.H.1.b. nr.486, "Færøerne som militærbase",Ges.nr.321 af.7.6.1951. Stemplet i Udenrigsministeriet 21.aug.1951; 105.-L.1).

Longu í byrjan av september 1951 vóru 2 sovjettisk bløð aftur við føroyskum tíðindum. Nú vóru tað bæði blaðið hjá russiska herinum "Reyða Stjørnan" og blaðið hjá marinuni "Reyði Flotin", sum endurgóvu eitt Tass-fjarrit, sum hevði danska kommunistablaðið "Land og Folk" sum keldu. Upplýst varð, at samstundis sum Danmark varð støðugt meira militariserað, fór eisini militariseringin av Føroyum fram. Føroysk bløð høvdu gjørt vart við, at byggjast skuldi ein donsk herflotastøð í Føroyum. Fyrst skuldi ein fyribilsstøð fáast til vega; men samstundis fyrireikaðu menn eina varandi støð. Arbeiðið við hesi støð gekk væl, og ætlanin var, at danska marinan skuldi hava herskip liggjandi fast í Føroyum alt árið.

Hetta kundi so vera tað, tað var; men endin á greinini var eitt sindur skelkandi, tí har varð gjørt vart við, at menn vóru farnir undir at byggja eina sterka radarstøð í Føroyum. Tað vóru hesi tíðindi, sum fingu danska embætismannin Eider í Uttanríkismálaráðnum til at skriva: "Dette er muligvis radiopejlestationen, der agtes camoufleret som vejrobservationsstation". Longu í 1951 vóru russar also vitandi um, at ætlanin var at byggja loyniliga radiopeilingarstøð í Føroyum (Danska sendistovan í Moskva v/Hertel til Uttanríkismálaráðið 5. sept. 1951. J.nr. 5.H.1.b./Nr.540 Planerne om Færøernes militarisering. Ges.nr.486 af 11.o8.1951. Modtaget i UM 13.sept.1951).

Meira um heimaverndarskipan í Føroyum

Ovastin fyri tí danska "Hjemmeværnet" var tá Johnstad-Møller, oberstur. 22. mei 1951 høvdu hann og embætismaðurin P.Eider, sum tá starvaðist í Uttanríkismálaráðnum, fund um at seta á stovn heimaverndarskipan í Føroyum. Fyrr høvdu Johnstad-Møller og Vedel, admirálur, tosað saman um hesi viðurskifti.

Ætlanin var, at føroyska heimaverndin skuldi "etableres som en afdeling af det maritime danske hjemmeværn". Danir hildu, at í eini krígsstøðu kundi tørvur vera á fremmandum hermonnum; men kjarnin í heimaverjuni mátti vera danskir (føroyskir) hermenn. Leiðarin skuldi vera danskur marinuoffiserur, manningin 100 - 200 mans. Hildið var, at føroyskir sjómenn høvdu verið egnaðir til hetta. Uml. 25 vápnaðir menn í einarihvørjari føroyskari havn kundu forða hermonnum frá einum fíggindaligum kavbáti í at koma í land.

Í einum lógaruppskoti um skipan av donsku verjuni var ein áseting um, at stovnast skuldi "et marinedistrikt på Færøerne". Ein skrivstovustjóri í Verjumálaráðnum, Danielsen at navni, hevði sagt, at orsøkin til hetta var ætlanin um at byggja radarpeilingarstøðina í Føroyum. Danielsen hevði eisini greitt frá, at spurningurin um at stovna heimaverju í Føroyum skuldi viðgerast í samrøðu við ríkisumboðsmannin um stutta tíð. Tað vóru umboð fyri Forsætismálaráðið og Verjumálaráðið, sum skuldu tosa við ríkisumboðsmannin - eisini fyri gjøgnum ríkisumboðsmannin at fáa at vita, hvørja støðu føroyska heimastýrið mundi hava til heimaverjuskipan í Føroyum. Í september 1951 fór danskur officerur (chefen for marinedistriktet) til Føroya fyri at seta seg í samband við heimastýrið "og ventilere spørgsmålet om et hjemmeværn"(Hemmelig.Notits,Eider,22.mei og 15.sept.1951;P.J.V.j.nr.-105.L.-1.). Lógaruppskot um heimaverju í Føroyum hevur verið til viðgerðar í Løgtinginum; men skipanin er ongantíð sett í gildi.

Tað var Madsen, kommandørur, sum fór til Føroya fyri at kunna seg um, hvat føroyskir myndugleikar mundu halda um heimaverndarskipan. Donsku myndugleikarnir høvdu álagt honum at fara fram við varsemi. Betri var ikki at royna at kroysta nevnda mál ígjøgnum. Heldur lirka tað ígjøgnum. Danir høvdu roynt at følt seg fyri í 1950. Tá høvdu føroyingar sýnt mótvilja móti hugsanini um heimavernd í Føroyum; men so nógv var hent seinasta árið: kríggið í Korea, teir mongu amerikonsku hermenninir í Íslandi og politiska gongdin í heiminum sum heild. Alt hetta kundi hava gjørt, at føroyingar kanska høvdu broytt hugsan - og "skabt en gunstigere atmosfære for sagen", sum tikið varð til í Uttanríkismálaráðnum (Eider; Hemmeligt Notat, 15.sept.1951; P.J.V.j.nr.105.L.1.).

Sambært donsku pressuni ætlaðu danir ikki lítið í Føroyum. 25. okt. 1951 skrivaði "Aftenbladet" greinina "Planer om større marinebase ved Thorshavn" við undirheitinum "Der skal allerede være ført indledende forhandlinger".

Av greinini framgekk, at útlit vóru fyri, at stór marinustøð skuldi byggjast í Havn. Higartil høvdu føroyskir myndugleikar verið ímóti militarisering av Føroyum, men neyvan kundi sleppast undan hesum. 6 herflotaskip skuldu liggja fast í Føroyum, eitt teirra eitt sjóverjuskip. Gerast skuldu eisini goymslur fyri torpedoir og minur. Løgtingið mátti geva loyvi til hetta, og samráðingar høvdu helst longu verið millum føroyskar og danskar myndugleikar. Blaðið metti, at neyðugt fór at vera við nógvum samstarvi millum bretska og danska flotan um hesi verndartiltøk - "idet farvandene omkring Færøerne i forvejen er et naturligt felt for den britiske hjemmeflåde".

Onnur viðurskifti

Millum tey skjøl, sum eru endurgivin frammanfyri, finnast mong, sum vísa, hvussu fast Føroyar vórðu bundnar at USA og NATO í tíðini uml. 1950 (her verða tó ikki gjørdar kelduávísingar):

Skipað varð fyri, at United States Coast Guard (ið hvussu er í átroðkandi førum) skuldi fáa til vega eykalutir til Loranstøðina í Vági. Í tí svari, sum danskur ráðharri gav Johan Nielsen í Fólkatinginum fleiri ár seinri (sí aðrastaðni í viðgerðini) - uppá fyrispurning frá JN - varð eisini víst til samstarvið millum loranstøðirnar í Føroyum og US Coast Guard.

Tveir fyrispurningar úr Føroyum (annar um niðurtøku av hangarunum í Vágunum og hin um at beina fyri gomlum bretskum kanónstillingum norðan fyri Havnina) kundu ikki bert avgerast av føroyingum einsamøllum. Heldur ikki av føroyingum, dønum og bretum í felag. Teir endaðu heilt uppi í ovastu leiðsluni hjá NATO - tí at Føroyar vóru vorðnar integrereður partur av NATO-verjuskipanini í Norðuratlantshavi. T.d. varð málið um flogskýlini í Vágunum lagt fyri "North Atlantic Ocean Regional Planning Group", sum helt, at skýlini ikki skudu takast niður fyri fyrst, tí at "Coordinating Committee" hevði víst málið til "SACLANT´s Operation Plans". Sjálvt um NATO-myndugleikar ikki høvdu ætlað sær at nýta flogskýlini ella at seta kanónir upp í Havn, so vísa eisini hesi smámál - saman við øðrum og størri málum, at Føroyar, sum sagt, nú vóru ein integreraður partur í verjuskipanini í Norðuratlantshavi.

Shoran-uppmátingar, sólarmyrkingin 1954 og loftmyndatøkur

Í einum skrivi frá amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn, 18. sept. 1953, varð takkað fyri, at danska stjórnin einki hevði at finnast at "the conduct of a geodetic survey by the United States in the southern part of Greenland in 1953 using high precision Shoran".

Málið var fyribils útsett eitt ár; men teir, sum skuldu gera hetta, vóru 5 serfrøðingar frá "the United States Strategic Air Command", og arbeiðið skuldi vera liðugt í 1954. Endamálið var at "reconnoitering sites preparatory to the installation og temporary ground stations required for the accomplishment of the survey".

Men, amerikumenn bóðu eisini um loyvi frá donsku stjórnini til at gera Shoran-uppmátingar í Føroyum í 1954, og í tí sambandi vildu teir sleppa at senda "an advance party of five (persons) to the Islands as soon as possible this year for thirty days to select two sites for temporary ground stations". 12 manns skuldu manna hesar støðir á sumri 1954 í 90 dagar, meðan the "survey" fór fram (Avrit frá 105.F.25 til 105.L.1. frá The Foreign Service of the United States og America, American Embassy Copenhagen, Sept. 18, 1953).

21. septembur 1953 sendi Uttanríkismálaráðið málið til hoyringar í Verjumálaráðnum og Forsætismálaráðnum - eisini viðvíkjandi Føroyum (Fra P.J.V.j.nr.105.F.25 til 105.L.1. Fortroligt).

Forsætismálaráðið svaraði Uttanríkismálaráðnum aftur 8. oktobur 1953 (105.L.1. fra 105.F.25, j.nr.2/53; P.M.V. J. Elkjær Larsen/N. Elkær-Hansen), har víst varð til nevnda skriv frá Uttanríkismálaráðnum 21.sept.1953 (P.J.V.j.nr.105.F.19) "vedrørende visse undersøgelser på Færøerne".

Forsætismálaráðið hevði sent málið til ríkisumboðsmannin í Føroyum, sum 5. oktobur hevði svarað soleiðis: "Tilbagesendes Statsministeriet med bemærkning, at der herfra intet vides at erindre imod iværksættelsen af de i nærværende sag omhandlede foranstaltninger i det omfang disse måtte være nødvendiggjort af det etablerede NATO-samarbejde. Da sagen er hemmelig, har jeg alene drøftet den med chefen for Færøernes Marinedistrikt, der imidlertid over for undertegnede har udtalt intet kendskab at have til sagen".

Annars helt ríkisumboðsmaðurin, at um 5 útlendingar komu til Føroya í 1953 og 12 í 1954, so fóru fólk at gita, og tí mundi vera betri, um bæði Landsstýrið og føroyski almenningurin á onkran hátt fingu kunnleika til málið.

Í skrivi frá Verjumálaráðnum til Uttanríkismálaráðið, 26.okt.1953 (105.L.1.) var greitt, at Verjumálaráðið ongar atfinningar hevði í sambandi við, at amerikumenn fingu loyvi til at gera Shoran-uppmátingar í Føroyum og Grønlandi.

Í "Notat vedrørende amerikanske Shoran-opmålinger i Grønland og på Færøerne" (Udenrigsministeriet 3.nov.1953; Denne genpart til 105.L.1.;P.J.V.j.nr.105.F.25; HEMMELIGT; Preben Eider) kemur meira fram um m. a., hvat "high precision Shoran" var.

16. juli 1952 høvdu amerikumenn boðað frá, at (í danskari umseting) "opmålingerne er et led i en række geodætiske opmålinger i Baffin Island, Grønland og Island, og at der ikke er tale om gentagelse af tidligere målinger, men om at tilvejebringe 'a common tie and short overlap between North American and European areas'. 'High precision Shoran' afviger fra det sædvanlige opmålingssystem derved, at der benyttes et til Loran svarende navigationssystem med kort rækkevidde, hvorved man kortlægger et landskab fra luften i stedet for at foretage landopmålinger. Shoran-systemet nødvendiggør installering af stationer på jorden på steder, der er egnede til afsendelse og modtagelse af elektroniske impulser. Disse stationer vil imidlertid kun blive brugt midlertidigt i den tid, opmålingerne finder sted og kræver ikke nogen permanent opførelse".

Hatta var so tað, sum skjølini siga um, hvussu Shoran-skipanin virkaði, og hvat endamálið var við henni, og av tí, at hetta eisini hevði hernaðarligan týdning, so skuldi sjálvandi verjumálaráðið, sum fyrr sagt, siga sína hugsan um hetta - bæði viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi, og teir tilmæltu, at hetta varð sett í verk í báðum londunum. Bert ynsktu teir, at formaðurin í amerikanska kanningarliðnum setti seg í samband við ovastan fyri Grønlands Kommando og ovastan í Færøernes Marinedistrikt til tess longu frá byrjan av at kunna teir um tað, sum fór fram.

Forsætismálaráðið vildi hava, at ríkisumboðsmaðurin kunnaði føroyska heimastýrið um, at amerikanskir serfrøðingar fóru at koma til Føroya (5 manns í 1953 og 12 í 1954); men donsku myndugleikarnir tykjast at hava verið í iva, júst tá tað snúði seg um Shoran-uppmátingarnar í Føroyum (loyvi varð beinan vegin givið til, at amerikumenn kundu byrja í Grønlandi).

Av eini viðmerking, sum stjórin í Uttanríkismálaráðnum hevði skrivað á amerikanska diplomatiska skjalið frá 18. septembur, fremgekk, at "den forrige udenrigsminister er meget betænkelig ved de påtænkte opmålinger på Færøerne". Skotið varð so upp, at svarað varð amerikonsku sendistovuni, "at de danske myndigheder intet har at erindre med hensyn til de planlagte opmålinger i Grønland, og at man forsåvidt angår Færøerne senere vil vende tilbage til spørgsmålet". Uttanríkismálaráðið vildi hava høvi til at kanna spurningin um Shoran-uppmátingar í Føroyum nærri. Eisini ynskti Uttanríkismálaráðið, at "Udenrigsministeriet til brug for regeringens politiske bedømmelse af sagen anmoder Forsvarsministeriet om nærmere at oplyse, om de påtænkte undersøgelser må anses for nødvendige, hvilket formål der tilsigtes, og om opmålingerne eventuelt vil kunne foretages ved dansk foranstaltning" (Sbr. Note Verbale til the Embassy of the United States of America, Copenhagen, 3. 11.1953. Denne genpart til 105.L.1.; P.J.V.j,nr.105L.-1.; HEMMELIGT - og kunningarskriv til Forsætismálaráðið, Grønlandsdepartementet, Verjumálaráðið og donsku sendistovuna í Washington, 3. og 4. novembur 1953; P.J.V. j.nr.105.F.25 og F.26. HEMMELIGT). Her stóð málið um Shoran-uppmátingarnar í Føroyum í novembur 1953.

Sólarmyrkingin, 30. juni 1954, hevði eisini amerikanskan áhuga. 25. septembur 1954 segði Mr. Battle frá amerikonsku sendistovuni Schøn, stjóra í Uttanríkismálaráðnum, frá, "at ambassaden fra luftattachéen havde modtaget underretning om, at en Mr. Russel R. Shorey, der havde tilknytning til American Geographical Society, ønskede at rejse til Færøerne i nær fremtid for at foretage visse undersøgelser i forbindelse med solformørkelsen den 30. juni 1954; bl.a. ønskede han at udpege steder, hvorfra iagttagelserne bedst kunne foretages".

Battle helt, at tá málið var komið til sendistovuna frá "luftattachéen", so mundi Shorey hava eitthvørt samband við Ministry of Air Force; men Battle visti ikki meira um hetta. Hann gav Schøn eitt memorandum, sum hann hevði fingið frá "luftattachéen", og í hesum stóð bert: Name: Mr. Russell R. Shorey, Solar Eclipse Office, American Geographical Society, Broadway at 156th St. New York, N.Y. USA; Object: Locating sites for observing solar eclipse 30. juni 54; Remark: US States Department has forwarded request to Danish Government for utilisation of sites. This visit of Mr. Shorey is purely conditional upon result of State negotiations. William T. Bolt, Colonel, USAF, Air Attache".

Í hesum memorandum stóð sostatt, at State Department hevði sent áheitan til donsku stjórnina um at kunna nýta støð í Føroyum, haðani sólarmyrkingin kundi eygleiðast. Um hetta segði Battle, at sendistovan enn ikki hevði fingið boð fra State Department um málið. Orsøkin til, at Battle bar hetta fram longu nú, var, at sendistovan ikki vildi hava, at Shorey fór til Føroya (hann kundi verið farin uttan serligt loyvi), uttan at donsku myndugleikarnir vistu, hvat hann ætlaði sær her.

Dagin eftir samrøðuna við Battle fekk Schøn skriv frá konsulátinum í Boston, og í hesum kom fram, at tað tóktist vera US Air Force, "der har planlagt arbejdet med iagttagelsen af solformørkelsen", og at Shorey ætlaði sær við skipi til Føroya 26. sept.1953. "Herefter synes sagen rettelig at burde behandles i P.J.V.", metti Schøn (Notits; kopi til 105.L.1. fra P.J.I,j.nr.105.F.26; 28.sept.1953.F. Schøn. Sí eisini: 29.sept.1953; P.J.V.105.F.26. FORTROLIGT; og skriv til Forsætismálaráðið sama dag; P.J.V.105.F.26; eisini merkt FORTROLIGT). Tað mest áhugaverda í hesum er, at US Air Force hevði áhuga fyri, at Shorey fór til Føroya at finna støð, haðani sólarmyrkingin kundi eygleiðast. Tað er hugsandi, at Føroyaferðin hjá Shorey fyrst og fremst var av astronomiskum týdningi; men tað er ein veruleiki, at US Air Force hevði samband við hana, og ferðin hjá Shorey var tí partur av tí kanningarvirksemi, sum amerikumenn vildu hava høvi til at gera í Føroyum.

Bretsk flogfør venja og taka myndir yvir donskum øki

Hetta mál hevur verið viðgjørt í Uttanríkismálaráðnum í okt.-nov. 1953 og snýr seg um "luftfotografering af danske flyvepladser m.v. med bistand fra 2nd Allied Tatcital Air Force", sum í skrivi fra 10. juli 1953 hevði gjørt vart við, at danir vóru áhugaðir í bretskum samstarvi um loftmyndatøku av ávísum økjum, floghavnum og "installatiónum" í Danmark.

Bretar vóru áhugaðir í at veita hesa hjálp, m.a. tí at hetta gav bretskum flogskiparum úr bretska hersetingarøkinum í Vesturtýsklandi møguleikar fyri at gera flogvenjingar. Hetta lá av ávísari orsøk betri fyri í Danmark enn í bretska hersetingarøkinum. Skotið varð upp at flúgva 12 ferðir um mánaðan. Loftmyndir, tiknar av bretskum flogførum, kundu danir sjálvandi sleppa at nýta. Eisini US Air Force hevði áhuga fyri hesum.

Uttanríkismálaráðið viðmerkti í hesum sambandi, at møgulig loftmyndatøka av Bornholm skuldi gerast av donskum flogskiparum (sjálvandi fyri ikki at provokera Sovjettsamveldið ov nógv).

Viðvíkjandi Føroyum metti Uttanríkismálaráðið, at loftmyndatøka átti at fara fram, og tað kundi ikki hava so nógv at týða, um bretar vóru við í hesum virki, og í hesum sambandi minti Uttanríkismálaráðið á, at amerikumenn høvdu biðið um loyvi til at kortleggja Føroyar við nýtslu av High Precision Shoran. Hetta uppmátingarsystem kravdi bæði serfrøðingar og (fyribils) sendi- og móttakarastøðir í Føroyum. Men hinvegin varð eisini hildið, at um myndatøka úr luftini kundi verða gjørd av dønum, so var hetta betur - av psykologiskum orsøkum ("uagtet de pågældende maskiner ifølge sagens natur ikke vil få nogen forbindelse med den danske befolkning").

Embætismaðurin Preben Eider skjeyt upp, at "Udenrigsministeriet udtaler, at det intet har at bemærke til de ønskede overflyvninger og den omhandlede fotografering over dansk område", sum sostatt eisini fevndi um Føroyar (P.J.V.j.nr.105.I.37; genp. til 105.L.1. Notits, HEMMELIGT, Britiske luftfartøjers træning og fotografering over dansk område, 6. nov. 1953; Preben Eider).

Amerikonsk fylgisveinasporingarstøð í Føroyum

Málið um at skipa fyri eini amerikanskari fylgisveinasporingarstøð í Føroyum hevði verið lagt fyri ríkisumboðsmannin onkuntið um ársskiftið 1965-66, og ríkisumboðsmaðurin hevði í hesum sambandi sagt, "at det bl.a. under hensyn til det forestående lagtingsvalg, hvor 'militærspørgsmålet' måtte påregnes at ville optage sindene stærkt, næppe for tiden ville være muligt at opnå tilladelse fra landsstyret til at anlægge den fra amerikansk side ønskede station. Rigsombudsmanden havde derfor drøftet sagen med de lokale militære chefer med henblik på, om de nødvendige faciliteter kunne tænkes tilvejebragt inden for de militære områder (især Sornfelli).

Sjálvand bar ikki so væl til at tosa við Sjálvstýrislandsstýrið um nýggjar amerikanskar støðir í Føroyum, og enn minni tá val stundaði til. Men, hinvegin vísti tað seg at vera gjørligt, at amerikanska fylgisveinasporingarstøðin kundi fáa innivist á Sornfelli, og so skuldi tann praktiski spurningurin verið loystur.

Út frá hesum umstøðum helt Forsætismálaráðið, at Uttanríkismálaráðið skuldi lata amerikansku sendistovuna vita, at "valget i realiteten stod mellem afslag nu eller muligheden for, at man kunne finde sig til rette inden for de militære områder".

Donsku myndugleikarnir høvdu heldur einki ímóti, at amerikumenn sendu ein mann til Føroya at "udforske, om arealerne kunne bruges til formålet". State Department í Washington takkaði fyri hesa stóru donsku vælvild og boðaði samstundis frá, at teir fóru at senda Mr. Kimbell, sum júst tá var í Thule, til Føroya um stutta tíð. Samstundis varð boðað frá, at ein amerikanskur geodetur, Mr.Swanson, sum tá arbeiddi við fylgisveinasporingarætlanini, skuldi vera í Keypmannahavn í døgunum 16. - 19. januar 1966 fyri at tosa um ymisk viðurskifti við Andersen, stjóra á Geodætisk Institut (P.J.IV.j.nr.105. D.30. Notits. FORTROLIGT, 12. januar 1966, Per W. Frellesvig).

Við hesum er greitt, at ríkisumboðsmaðurin og hægstu donsku og amerikonsku myndugleikarnir í 1966 vóru til reiðar at veita amerikonsku fylgisveinasporingarstøðini innvist í verandi virkseminum á Sornfelli - uttan at Landsstýið, Løgtingið og føroyski almenningurin fingu hetta at vita.

Tað vísti seg, at Captain L.W.Swanson var sendur frá US Coast and Geodetic Survey. 18. januar høvdu Svanson, Barr, skrivari í amerikonsku sendistovuni, og Frellesvig, embætismaður í Uttanríkismálaráðnum, fund um "det amerikanske projekt om opførelse af temporære satellit-sporingsstationer i Grønland og på Færøerne".

Danski embætismaðurin skilti ikki so nógv av teirri teknisku frágreiðingini hjá amerikumanninum; men hann helt seg skilja, at Geodætisk Institut í Danmark hevði stóran áhuga fyri hesi verkætlan. Hann royndi tó at gera hesa frágreiðing: "Projektet er en udløber af et mere omfattende projekt, der indbefatter hele Nordamerika. Stationerne opstilles i forhold til hinanden i trekanter, og målingerne gennemføres ved hjælp af et sindrigt og meget kostbart fotografisk apparatur, der fotograferer stjernebillederne før, under og efter satellitten Echo´s passage, som finder sted i en højde af ca. 800 miles. Man råder kun over få apparater, og det er derfor muligt, at der slet ikke i denne sæson bliver tale om at udnytte mulighederne for observationer f.eks. for færøsk territorium. I så fald vil man være interesseret i at foretage observationerne på et senere tidspunkt.

Formålet med observationerne er at bidrage til en mere nøjagtig bestemmelse af jordens form. Da den videnskabelige bearbejdning af materialet er meget tidskrævende, vil der gå ret lang tid, før materialet kan gøres tilgængeligt.

På mit spørgsmål, om de videnskabelige resultater antages at kunne få militær betydning, svarede Mr. Swanson, at det var for tidligt at udtale sig herom. Dette kunne først forstås, når hele materialet forelå i bearbejdet stand" (P.J.IV. j.nr.105.D.30; Notits; FORTROLIGT; 19. januar 1966, Per W. Frellesvig).

Sjálvandi ber til at hugsa sær, at ein fylgisveinasporingarstøð, umframt vísindaligan-geodetiskan áhuga, eisini hevði hernaðarligan áhuga.

Ein eitt sindur meira upplýsandi frágreiðing, sum amerikanskir myndugleikar umhugsaðu at almannakunngera, varð orðað soleiðis:

"Geodetic Satellite Observation Station in Norway:

The Norwegian Government is cooperating with the United States Government and other countries in a scientific program to obtain further knowledge of the true size and shape of the earth through the use of artificial earth satellites. The project involves the establishment of a number of geodetic observation stations at various points on the earth´s surface to make simultaneous observations of passive ECHO satellite. In Norway one station is planned utilizing photografic equipment and tecnicians of the US Coast and Geodetic Survey, a division of the US Department of Commerce. The station will be located at Tromsø with the assistance of an auroral observatory. The station will be manned by a team of four to six persons, including a Norwegian scientist, and will operate for an estimated 6 to 8 weeks, depending upon weather conditions and visibility of the ECHO satellite. US scientists and equipment are scheduled to arrive in Tromsø in early February.

The use of earth satellites for geodetic purposes has long been recognized as a potentially usefull tool for obtaining scientific information not available by other means concerning the size and shape of the earth. In 1964 the International Union of Geodesy and Geophysics established a central bureau for Satellite geodesy to serve as a clearing house for information from menber countries on geodetic satellites" (Eiler R. Cook, First secretary of Embassy to Mr. Per Frellesvig, Ministry of Foreign Affairs, Christiansborg Slot, Copenhagen K; CONFIDENTIAL, Febr.7,1966; mdt. Udenrigsministeriet 9.2. 1966; 105.D.30.).

Hini bæði skandinavisku londini, Danmark og Svøríki vóru eisini við í hesum kanningum, t.d. var ein støð bygd í Buddinge uttanfyri Keypmannahavn ("Berlingske Tidende", 12.12.1966). Virksemið í Føroyum kundi ikki fara fram til ásetta tíð - vegna vantandi vísindaliga útgerð (30.3.1966; P.J.IV; 105.D.30). Hugsanin um at nýta Sornfelli tykist vera vorðin av ongum - ið hvussu er í fyrsta umfari. Ríkisumboðsmaðurin kundi vísa á, at "de ønskede bygninger og materialer vil kunne stilles til rådighed af flyvedetachementet og marinestationen...Det pågældende projekt søges gennemført som led i fyvedetachementets almindelige arbejde". (26.jan.1966; 105.D.30).

Endaligt loyvi til hetta virksemi, sum í seinasta enda var ynskt av amerikumonnum, tykist verða givið i 1968. Tá hava føroyskir myndugleikar helst eisini vitað um hetta (tollavgjald av innfluttum tólum). (Statsministeriet, 30. sept. 1968; j.nr.40-17-60-05; UM Pol.-jur. aft 4. kontor, NATO, 1. okt. 1968; Note Verbale, FORTROLIGT, P.J.IV.105.D.30; 3. okt. 1969). Amerikumenn fingu loyvi til "to operate temporarely an earth satellite observation facility in the Faroe Islands similar to those operated in Greenland in 1967. The observations, which will be operated with Doppler equipment and made during the months of october and November 1968, are part of a programme designed to improve the DOD World Geodetic System".

Samanumtikið kann verða sagt, at hóast hesin kapittul ikki er liðugtskrivaður enn - meira av heimildartilfarið má viðgerast, so at tað, sum her er skrivað, kann verða fylgt upp - so er lítil ivi um, at ætlanirnar um hernaðarliga og aðra útbygging í hesum sambandi í Føroyum hava verið meira víttfevnandi, enn fólk vanliga hava ímyndað sær:

Fíggindaliga sinnað lond, Sovjettsamvedið, máttu ikki fáa kavbátastøðir í Føroyum, radarúrgerð skuldi setast upp, skipast skuldi fyri føroyskari heimaverju, týdningur Føroya í NATO-samanhangi var støðugt vaksandi, bretar vildu hava peilingarstøð í Føroyum til at lurta eftir russiskum kavbátum og russiskum radiostøðum, russiski áhugin fyri viðurskiftunum í Føroyum var vaksandi, Danmark hevði ætlanir um at útbyggja sjóhernaðarligu verjuna við Føroyar, bæði amerikumenn og bretar høvdu áhuga fyri at gera uppmátingar og at taka loftmyndir av Føroyum, amerikumenn vildu hava fylgisveinasporingarstøð í Føroyum osfrv.

Greitt er, at nøkur av hesum tiltøkum høvdu vísindaligan týdning, men óivað eisini hernaðarligan, og torført er at seta mark millum bæði hesi øki; men sjálvt tann, ið ikki er kønur í hernaðartøkni o.tl., kann ímynda sær, at geografiskar uppmátingar og loftmyndir av einum øki hava hernaðarligan áhuga.

Føroyskir myndugeikar høvdu ikki ávirkan á hesi viðurskifti. Ætlanirnar hesum viðvíkjandi vórðu lagdar í NATO-sameindu londum Danmarkar og í sjálvum Danmark, sum 'varetog Færøernes interesser' tílíkum viðvíkjandi, sum tikið verður til í onkrum av skjølunum. Við hvørt var neyðugt, av hernaðarligum og trygdarorsøkum, at fjala høvuðsendamálið við onkrum av tiltøkunum. Føroyskir myndugleikar fingu sjaldan og seint nakað at vita um hesi hernaðarligu tiltøk, sum umhugsað var at seta í verk. Í einstøkum føri mettu danskir myndugleikar, "at lagmand Samuelsen i fortrolighed kunne underrettes om, at Færøernes interesser i denne forbindelse bliver varetaget".

 

FØROYAR SUM PARTUR AV NORÐUR-
ATLANTISKU VERJUSKIPANINI (b)

Inngangur

Sum ávíst í kapitlinum frammanundan eru ikki stundir til, í hesi ávegisfrágreiðing, at viðgera øll tey mál liðug, sum har eru umrødd. Hesi mál snúgva seg m.a. um ymiskar uppmátingar av føroyskum øki og loftmyndatøkur av Føroyum, sum amerikumenn vildu sleppa at gera í fimti- og sekstiárunum.

Ofta vórðu orðini "HIRAN" og "SHORAN" nýtt í sambandi við nevndu uppmátingar (HIRAN = high precision Shoran; SHORAN = short range air navigation; LORAN = long range air navigation).

Nevndu uppmátingar høvdu ikki bert við Føroyar at gera. Alt økið, sum hevði áhuga amerikumanna (vísindaliga og hernaðarliga) rakk úr Baffin Island um Grønland, Ísland, Føroyar, Hetland - og longur suðureftir.

Av røttum átti hetta mál at verið liðugt viðgjørt her, tí hetta eru uppmátingar, sum amerikumenn vildu hava høvi til at gera í Føroyum, áðrenn og samstundis sum radar- og onnur útgerð, sum hevði hernaðarligan týdning og áhuga, varð flutt inn í landið. Vónandi verður tó høvi til at skriva frágreiðingina heilt lidna. Hesar tilvísingar til skjøl, ið hava týdning í nevnda sambandi, kunnu verða gjørdar fyri fyrst:

UMR; P.J.V. 105.1.37, 11-11,1953; Notat frá 17.12.1953, 105.L.1.; P. J.V., j.nr.105.F.25: amerikanske opmålinger på Færøerne (20.11. 1953); P.J.V. 105. F. 25: HIRAN-opmålinger på Færøerne, 18.05. 1954 og 21.01.1954; 105. f.25, 10.02.1954 og 11.02.1954: HIRAN- opmålinger på Færøerne).

Tað, sum annars verður viðgjørt í hesum kapitli, verður:

1. Russiskt virksemi kring Føroyar í fimti- og sekstiárunum.
2. Skálafjørður sum "emergency advanced submarine staging base".
3. Early-Warning skipanin.
4. Strategiski týdningur Føroya fyri NATO.
5. Hernaðarligt virksemi í Føroyum uml. 1960.
6. Skjøl frá danska forsætismálaráðnum.

Russiskt virksemi kring Føroyar í fimti- og sekstiárunum

16. oktobur 1953 hevði "Det interministerielle koordinationsudvalg for NATO-sager" viðgjørt eitt mál um at steingja ávís havøki við Føroyar. Táverandi ovastin yvir "Færøernes Marinedistrikt", Henrik Madsen, kommandørur, greiddi Kronmann, skrivstovustjóra í Uttanríkismálaráðnum, frá hesum máli á fundi teirra millum 25. mai 1954.

Kjarnin í málinum var: "at en betydelig russisk fiskerflåde med henimod 5000 mand til stadighed opholdt sig ved Færøerne, idet de russiske skibe bl.a. drev fiskeri ved Vikingebanken (midtvejs mellem Shetandsøerne og Norge), men søgte læ under Færøerne, hvor omladning af fangsten fandt sted. Omladningen fandt sted uden for territoriet, men skibene fik f.eks. vandforsyninger fra Færøerne. Man havde spurgt russerne om, hvorfor de ikke i stedet lå ved Shetlandsøerne, når de fiskede fra Vikingebanken, uagtet disse var fiskepladsen et døgns sejlads nærmere; svaret herpå havde været, at der var bedre læ under Færøerne, et synspunkt som næppe ganske kunne bestrides".

Hvussu illgrunasamir og fjáltrutir danskir myndugeikar veruliga vóru av hesum stóra russaraflota kom enn greiðari fram í tí næsta, ið skrivað var: "Der var ingen tvivl om, at fiskerflådens opgave i hvert fald blandt andet var at fiske; der var tale om dårlige småsild af en kvalitet, som russerne aldrig ville købe, men som de åbenbart af ernæringssituationen i Sovjetunionen dog så sig nødsaget til at fiske selv. Man havde ikke konstateret ulovlig virksomhed - efterretningstjeneste eller lignende - men måtte naturligvis gøre sig klart, at der kunne være tale om noget sådant; endvidere var det en militær interesse at sikre kontrol med skibene for at hindre en situation, som den der opstod i København den 9. april 1940, hvor tyske soldater gik i land fra tilsyneladende uskyldige kulskibe. (undirstrikað, JT).

Kommandør Henrik Madsen regnede ikke med, at russerne i krigstilfælde ville besætte Færøerne permanent; hertil var øernes position for isoleret set fra et russisk synspunkt; men det kunne være i militær russisk interesse ved en lynaktion at tilintetgøre færøske havne og andre anlæg, der kunne få betydning for vestmagterne". Tað er áhugavert at samanbera hesi sjónarmið við tað, sum verður skrivað í næsta petti um Skálafjørðin sum (kav-)bátastøð hjá NATO.

Men ikki var so lætt at hava eftirlit við russaraflotanum:"Hvad angik kontrolforanstaltninger gjorde der sig imidlertid to sæt vanskeligheder gældende, dels legale, dels praktiske. Stort set syntes russerne at iagttage gældende forskrifter; således fandt omladningen sted uden for territoriet, således at fiskeribestemmelserne ikke blev krænket; endvidere gav den færøske toldlov næppe hjemmel til undersøgelse af skibe, der lå på reden og ikke gik ind i havnen. Men selv om man kunne finde hjemmel til at foretage kontrol med skibene, kom yderligere den praktiske vanskelighed, at der på Færøerne kun fandtes kontrolsted i Thorshavn (plus en enkelt toldbetjent et andet sted på Færøerne); hvad politiet angik, var samtlige betjente færinger, og færinger har nu engang en særlig indstilling (sic!); hvad endelig angik militæret, rådede marinedistriktet over en kutter og et ganske ringe antal værnepligtige marinesoldater; dog var fiskeriinspektionsskibet "Thetis" visse perioder af året stationeret i Thorshavn. Der var altså meget ringe mandskab til at foretage eftersyn, selv om man kunne finde et påskud til eftersyn".

Sum heild hildu danir seg tó gera tað, teir kundu: "Med eller uden hjemmel opretholdt marinedistriktet imidlertid inspektion af de sovjetiske fiskerbåde, når de bevægede sig ind på søterritoriet, og russerne havde hidtil respekteret, at inspektionen kunne finde sted bortset fra et enkelt tilfælde. Russerne rettede sig stort set efter marinedistriktets anvisninger og søgte tilladelser gennem dette til f. eks. at landsætte syge, søge vandforsyninger og læ.

Men danir tordu ikki at líta á, at russaraflotin altíð fór at skikka sær so væl, "og derfor ville spørgsmålet om hjemmel for marinedistriktet opstå".

Um føroyingar varð sagt: "Færingerne var ret velvilligt stemt over for russerne, hvilket navnlig måtte føres tilbage til den påståede nødvendighed for Færøerne for at få afsat fisk til Sovjetunionen. Hertil kom den almindelige færøske nysgerrighed; folk stimlede sammen ved havnen og søgte at fraternisere med russerne".

Eitt veruligt russiskt ynski, sum eisini er viðgjørt í øðrum skjølum, var at sleppa at nýta Funningsfjørð sum støð hjá fiskiflotanum: "Kommandør Madsen meddelte yderligere, at russerne havde udtalt ønske om at få overladt en bestemt fjord - man havde talt om Fundingfjorden - som fast base. Denne anmodning var hidtil blevet afvist, og kommandør Hendrik Madsen understregede kraftigt, at den fortsat burde afvises. Fra et militært synspunkt var det i forvejen betænkeligt nok at have så mange russere liggende permanent ved Færøerne, idet denne aktivitet som anført let kunne være et skalkeskjul for illegal, ja farlig aktivitet; skulle russerne ligefrem have en bestemt fjord, ville det blive helt galt".

Hetta var so aftur lýst við dømi úr eini Moskva-ferð, har Hákun Djurhuus hevði verið við: "Hákon Djurhuus havde i efteråret været i Moskva for at føre handelsforhandlinger. Man havde fra sovjetisk side nævnt spørgsmålet om at få en fjord til rådighed, hvortil Djurhuus havde svaret, at det var "impossible". Ikke desto mindre havde man fra fiskerflådens side henvist til disse få vist ved en selskabelig lejlighed udvekslede bemærkninger, som om der kunne udledes noget positivt deraf, hvortil Djurhuus havde oplyst, at sammenhænget var som nævnt".

Hetta dømi og onnur vísa tann ótta, danir høvdu fyri at russar veruliga fóru at fáa fótin fastan í Føroyum: "Når dårligt vejr indtraf, fik fiskerflåden i enkeltstående tilfælde tilladelse til at søge læ på søterritoriet for at omlade forsyninger, f.eks. olje; men kommandøren var betænkelig ved dette, idet fiskerflåden eventuelt sigtede på at tilvejebringe en slags hævd. Han havde derfor kun givet hvert skib een tilladelse og henvist fiskerflåden til at tilrettelægge sådanne transaktioner i god tid og under hensyn til de på Færøerne nu engang herskende ustabile vejrforhold, således at tilflugt til læ på søterritoriet af denne grund ikke blev fornødent".

Danskir hernaðarligir myndugleikar í Føroyum hava kent seg rættiliga maktarleysar mótvegis russisku áhugamálunum her á leið, og teir vildu tí á einhvønn hátt styrkja verjuna av landi og havleiðum okkara: "Det var kommandørens opfattelse, at de militære myndigheder i selve Danmark havde nok at gøre med at løse de militære problemer her; de interesserede sig ikke synderligt for hverken Færøerne eller Grønland, idet man på indeværende tidspunkt hverken havde personel eller materiel til at løse de dér eksisterende militære problemer. Der førtes dog nu forhandlinger om skabelsen (efter det forestående valg) af et færøsk hjemmeværn; tilstedeværelsen af et sådant hjemmeværn samt håbet om senere at få et fiskeriinspektionsskib permanent stationeret i Thorshavn skulle vel kunne give nogen mulighed for at afværge eventuelle russiske aktioner, såfremt den russiske fiskerflåde fortsat blev holdt i passende afstand af Færøerne, og såfremt man nåede frem til visse minimale kontrolforanstaltninger" (P.J.V.j.nr.105.L.1.Notits. FORTROLIGT; 29. maj 1954; Mathiesen/Kronmann).

Um hálvan november 1954 hevði Madsen kommandørur aftur verið í Uttanrikismálaráðnum og sagt frá ótta sínum fyri russiska virkseminum. Russaraflotin hevði verið við Jan Mayen, men var nú aftur at síggja undir Føroyum:

"Kommandørkaptajnen havde i sin egenskab af chef for Færøernes Marinedistrikt hidtil lejlighedsvis givet enkeltstående tilladelser til omladning på færøsk territorialfarvand af kulforsyninger. Man har fra sovjetisk side påberåbt sig nødvendigheden af at søge rolige farvande for disse omladninger. Tilladelserne er imidlertid blevet givet under henvisning til, at yderligere tilladelser ikke kan forventes for det pågældende skib, idet vejrliget ikke er usædvanligt for årstiden, d.v.s. at de pågældende fiskeriskibe fremtidig bør indrette sig på at have de fornødne forsyninger med hjemmefra eller dog i hvert fald ikke søge omladning på færøsk søterritorium".

Danska marinan hevur ikki júst latið russar vita, at teir skuldu kenna seg vælkomnar undir Føroyum; men næstan verri var, at russar høvdu latið kommandørin vita, at teir høvdu umhugsað "mulighederne for at arrangere sig med en købmand på Færøerne, således at de sovjetiske fiskefartøjer kunne bunkre kul hos denne. Den pågældende købmand skulle til gengæld have kontrakt for levering af et større parti kul over en længere periode. Kommandørkaptajnen var nu lidt ængstelig for, at den sovjetiske fiskerflåde på denne måde skulle få fast fodfæste på Færøerne, hvad der ikke var særligt ønskeligt" (P.J.V.j.nr. 105.L.1.; Notat, FORTROLIGT, UMR., 17. 11.1954; B.Kronmann).

25. januar 1956 varð støðan í sambandi við russaraflotan undir Føroyum lýst í ministeriellum referati við heitinum "Problemer i forbindelse med den sovjetiske fiskerflåde ved Færøerne". Hesi vandamál vórðu fest á blað:

1) Spørgsmålet om skærpet dansk kontrol m.v.
I henhold til oplysninger fra Færøernes Marinedistrikt driver en betydelig russisk fiskerflåde med flere tusinde mands besætning til stadighed fiskeri i farvandene omkring Færøerne.

Tilstedeværelsen af den russiske fiskerflåde har i betragtning af, at der ikke findes militære styrker på Færøerne, vakt bekymring hos marinedistriktet og søværnskommandoen, og i april 1953 rejste forsvarschefen i anledning af nogle russiske fiskefartøjers passage af søterritoriet og en polsk trawlers anløb af Thorshavn spørgsmålet om indførelse af skærpet kontrol med østmagternes skibssejlads og ophold på dansk søterritorium".

Í hesum sambandi hevði verjuovastin (forsvarschefen) skotið upp:
"a) Østhandelsskibe skal i lighed med andre landes skibe have fri adgang til danske havne og til at opholde sig på dansk søterritorium, men disse skibe bør underkastes en særlig streng toldkontrol, ligesom den lovhjemlede politikontrol af besætningslister bør gennemføres i alle enkeltheder. Skibene bør være under konstant bevogtning af civilklædt told- og politipersonel. Formentlig ville det være hensigtsmæssigt at henvise anløb til visse nærmere angivne havne.

b) Der bør fastsættes bestemmelser, der muliggør en total afvisning af andre østmagtskibes - såsom fiskekuttere, trawlere og havundersøgelsesskibe - anløb af danske havne eller ophold på dansk søterritorium, medmindre anløb eller opholdet er en følge af havets tilstand, havari eller sygdom ombord. Normal passage af søterritoriet skal være tilladt".

Viðmerkt varð so í hesum sambandi, at hesi uppskot ikki vóru avmarkað til føroyskt havøki; men at tey skuldu vera galdandi fyri øll donsk havøki (íroknað føroysku havleiðirnar) og allar danskar havnir.

16. oktober 1953 hevði hetta mál so verið til viðgerðar í "Det interministerielle koordineringsudvalg for NATO-sager" (sí omanfyri). Umboðsmaðurin hjá uttanríkismálaráðnum segði í tí sambandi:

"at der næppe folkeretligt var noget til hinder for at følge forsvarschefens forslag vedrørende særlig streng kontrol med handelsskibe, tilhørende østmagterne, men at det var et spørgsmål, om det var tilrådeligt fra et politisk synspunkt. Skulle det være nødvendigt at indføre kontrolforanstaltninger, som af forsvarschefen ønsket, måtte det gøres administrativt inden for den bestående lovgivning, således at det ikke udadtil manifesterede sig, at der var tale om forskelsbehandling.

at det forsåvidt angik andre civile fartøjer stod fast, at den såkaldte "passage inoffensif" af søterritoriet ikke burde forbydes, medmindre der forelå ganske særlige forhold, men at retten til "passage inoffensif" iøvrigt ikke kunne fortolkes såvidt, at den indebar tilladelse til ophold på søterritoriet. Det var almindelig international skik, at fremmede fartøjers anløb af andre landes havne ikke i almindelighed kunne afvises, undtagen hvor særlige sikkerhedshensyn eller pladsmangel gjorde sig gældende;

at der næppe ud fra et folkeretligt synspunkt vil være noget til hinder for at man lukkede visse farvande, men at en sådan afspærring da måtte gælde alle skibe. Imidlertid syntes vanskelighederne på Færøerne navnlig at hidrøre fra det forhold, at der ikke var skibe til at håndhæve de fastlagte regler;

at de foreslåede foranstaltninger forekom at være af ret dramatisk karakter, når det toges i betragtning, at sagen var affødt af nogle enkelte trawleres optræden i færøske farvande, hvorfor han henstillede til overvejelse, at man indskrænkede sig til at fastsætte særlige regler (lukning) for visse fjorde på Færøerne (navnlig Skålefjorden, der under 2den verdenskrig anvendtes til militære formål, og om hvis lukning Færøernes Marinedistrikt havde rettet henvendelse til det færøske lagting, som vil kunne afgøre sagen på egen hånd som særanliggende" - sbr. her við tað, sum verður greitt frá niðanfyri um Skálafjørðin sum "advanced submarine staging base").

Avrátt varð at enda, at "Forsvarsministeriet skulle fremskaffe oplysninger om svenske og norske regler om, i hvilket omfang militæret allerede har bemyndigelse til at iværksætte foranstaltninger, som af forsvarschefen foreslået, og at Statsministeriet skulle indhente oplysninger om, på hvilket standpunkt sagen om Skålefjordens lukning befandt sig".

Hetta var fyribils seinasti fundur í Samskipanarbólkinum fyri NATO-mál um hetta evni.

Annars verður í skjalinum tikið uppaftur tað, sum Madsen, kommandørur, hevði sagt um russiska ynskið um at fáa fasta støð í Funningsfirði. "Denne anmodning var hidtil blevet afvist, og kommandøren understregede kraftigt, at den fortsat burde afvises". Eisini varð endurtikin noktan Hákun Djurhuusar fyri hesum í Moskva. Onnur mál umrødd í hesum skjali snúgva seg um russiskar sjúklingar og viðgerð av teimum á sjúkrahúsi í Føroyum, og tveir russiskar trolarar, sum høvdu siglt á land (í Mikinesi og á Eiði) (P.J.I.j.nr. 55.D.43; genpart til 105.L.1.; REFERAT, 23. januar 1956).

Men, donsku myndugleikarnir høvdu áhaldandi trupulleikar við russaraflotanum, og hesir trupulleikar tóktust at vaksa í sama tíðarskeiði sum NATO-útbyggingin í Føroyum fór fram.

Í einum referati frá 26. novenbur 1959 við heitinum "Sovjetisk anmodning om tilladelse til mod betaling at ankre på færøsk søterritorium for omladning og behandling af fisk" varð greitt frá, at 19. februar 1959: "blev den sovjetiske regering i Moskva bekendt med indholdet af den da i udkast foreliggende, senere ikrafttrådte den dansk-britiske aftale om fiskeriet ved Færøerne. Samtidig blev det til det sovjetiske udenrigsministerium udtalt, at man fra dansk side, for at tilgodese traditionelle sovjetiske interesser i området, under den nye midlertidige ordning indtil videre ville tillade sovjetiske moderskibe at ankre op i området mellem 12-milegrænsen og den modificerede 6-milegrænse med henblik på at modtage den uden for førstnævnte grænse fangede fisk, at behandle og pakke den og at forsyne fiskefartøjerne med det nødvendige forråd. Denne tilladelse gjaldt dog ikke de i den dansk-britiske aftale særligt afgrænsede områder i de tidsrum, hvori disse i medfør af aftalen er forbeholdt linefiskeri".

Men, russar royndu at halda fast um gomul rættindi, og 24. mars 1959 "fremsatte den sovjetiske regering i Moskva en skriftlig anmodning om fortsat tilladelse for sovjetiske flydende baser og tankbåde til at opankre 3 - 4 mil fra de færøske basislinjer under hensyn til nødvendigheden af at have ankringspladser i læ for vind og sø. Anmodningen opfattedes som refererende til området mellem den modificerede 6-milegrænse og den udvidede 3-milegrænse, som var gældende i tiden fra 1955 til ikrafttrædelsen af den dansk- britiske aftale".

10. oktobur 1959 noktaðu danir at ganga hesi russisku áheitan á møti. Danir nýttu hesar grundgevingar:

"A. At den sovjetiske ankringsret inden for 6-milegrænsen ville medføre, at man ikke var berettiget til at afvise krav om tilsvarende rettigheder fra noget andet land, hvis fiskere traditionelt havde drevet fiskeri ved Færøerne, således at 6-milegrænsens absolutte karakter ville blive gennemhullet.

B. Hensynet til ikke at belaste fiskeriinspektionen med opsyn med skibe inden for 6-milegrænsen.

C. Hensynet til at sikre de færøske linefiskere et uforstyrret linefiskeri inden for 6-milegrænsen.

D. Hensynet til, at meddelelse af den ønskede tilladelse ville nødvendiggøre en ændring af den færøske fiskerilov.

E. At man måtte være betænkelig ved at foretage noget skridt, som kunne præjudicere en international generel ordning på den foreslåede FN-konference".

Men russiski sendiharrin í Danmark fór á fund við stjóran í danska uttanríkismálaráðnum, og á hesum fundi hevði sendiharrin "forelagt det sovjetiske ønske om ankringsrettigheder. Han fremførte herved, at de pågældende sovjetiske organisationer var rede til at erlægge et pengevederlag for retten, at nærmere aftale herunder om vederlagets størrelse eventuelt kunne træffes mellem de pågældende danske og sovjetiske organisationer, og at man fra sovjetisk side gerne ønskede adgang til omladning enten i en af de færøske fjorde eller på et sted, som lå godt beskyttet tæt ved kysten". Hetta kundu danir heldur ikki góðtaka, tí at teir skiltu málið soleiðis: "Denne sidste bemærkning måtte forstås derhen, at det sovjetiske ønske nu rakte inden for 1955-grænsen, det vil sige ind på det egentlige søterritorium".

Danir skiltu nýggju støðuna á tann hátt, at tað vóru tríggir høvuðsmunir á hesum seinra russiska ynskinum og tí fyrra:

"A. Der synes nu at foreligge ønske om ankringspladser inden for 3-milegrænsen, ja, eventuelt i de indre farvande mellem de enkelte øer. De allerede i memorandumet af 10. oktober fremførte argumenter taler såmeget stærkere imod at meddele en sådan tilladelse. Dette punkt kan derfor i sig selv kun bekræfte og bestyrke den tidligere trufne afgørelse.

B. Der tilbydes et pengevederlag for opankringsretten. Selv om de i memorandumet af 10. oktober (skrivið, sum danir tá høvdu latið russisku myndugleikunum) anførte argumenter kun delvis er af en sådan art, at de kan tænkes opvejet ved pekuniære modydelser, må man dog undersøge de politiske og juridiske konsekvenser af, at tilbudet eventuelt akcepteres, herunder den nærmere karakter af en aftale om et sådant pengevederlag, hvem dette i givet fald skulle tilkomme m.v.

C. Det foreslås, at sagen afgøres ved forhandling mellem vedkommende danske og sovjetiske organisationer. Det må undersøges, om danske, herunder færøske, erhvervsorganisationer eller andre offentlige organer end regeringen er kompetente til at forhandle om spørgsmålet".

So fóru danir at kanna teirra egnu lógir, also tær lógir tílíkum viðvíkjandi, sum vóru galdandi í Danmark. Gjørdar vórðu hesar metingar:

"A. Da der alene er tale om en udnyttelse af søterritoriet, kan det straks bemærkes, at ingen dansk, herunder færøsk, erhvervsorganisation vil være kompetent til at føre forhandlinger om spørgsmålet og altså heller ikke kan have nogen ret til de midler, som eventuelt måtte komme ind som følge ef en eventuel aftale. Med hensyn til forhandlingskompetencen står valget alene mellem rigsmyndighederne og de færøske hjemmestyremyndigheder. Der ses her bort fra den mulighed, at der ønskes rettigheder i færøske havne. Disse er såvidt vides alle kommunale, således at de kommunale myndigheder og de pågældende kommunekasser i så fald vil komme ind i billedet.

B. Søterritoriet er ikke ejendomsret underkastet. De rettigheder, som det offentlige har på søterritoriet, er altså heller ikke en egentlig ejendomsret, selv om staten ved lov kan tillægge sig selv eller private ejendomsret til dele af søterriroriet. Det karakteristiske for søterritoriet er, at kyststaten med de af folkeretten givne begrænsninger (navnlig forsåvidt angår skibsfart) er berettiget til at udøve jurisdiktion på området. Hvor der som ved Færøerne består et fra det egentlige søterritorium forskelligt fiskeriterritorium, er jurisdiktionen til dette begrænset til fiskerianliggender. Den aftale, der kunne være tale om, ville altså ikke være en slags lejeaftale med en konkret materiel ydelse fra kyststatens side, men en aftale, hvorefter kyststaten mod vederlag påtager sig at udøve sin jurisdiktion i forhold til modparten på en bestemt velvillig måde.

C. Hvorledes jurisdiktionen på søterritoriet udøves, afhænger af den almindelige fordeling af opgaverne mellem de forskellige statsorganer. Da 'fiskeri og fredning af fisk på territoriet' ved loven om Færøernes hjemmestyre er udsondret som et færøsk særanliggende, må jurisdiktionens udøvelse i fiskerimæssig henseende på fiskeriterritoriet ved Færøerne - og herunder falder meddelelse om opankringstilladelse til de sovjetiske moderskibe - internt set betragtes som henlagt til hjemmestyremyndighederne (landsstyre og lagting)".

Men í hesum sambandi komu so fram nakrar veruligar avmarkingar í heimastýrislógini (sæð úr føroyskum sjónarhorni):

"Af foranstående tør man slutte, at de midler, som måtte komme ind i medfør af en eventuel aftale med Sovjetunionen, måtte tilflyde den færøske landskasse. Man kan derimod ikke uden videre slutte. at landsstyret herefter også er legitimeret til at forhandle om en sådan aftale. I det omfang, hvori der måtte være tale om forhandlinger med sovjetiske myndigheder i egentlig forstand, måtte det modsatte følge af hjemmestyrelovens bestemmelse om, at rigsmyndighederne har afgørelsen i spørgsmål, der angår rigets forhold til udlandet. Hvor der måtte være tale om forhandling med en sovjetisk erhvervsorganisation (altså et privatretligt modsat et offentligt organ) er landsstyret antagelig ikke eo ipso afskåret fra at føre de pågældende forhandlinger, men rigsmyndighederne må, hvor udenrigspolitiske, herunder også sikkerhedspolitiske, hensyn spiller ind, være berettiget til at modsætte sig, at sådanne forhandlinger føres eller at kræve, at de føres af rigsmyndighederne - eller dog at forlange sig repræsenteret. Dette vil antageligt undtagelsesfrit være tilfældet, hvor forhandlingsemnet ikke er privatretligt, men af offentlig karakter, altså vedrører hjemmestyrets udøvelse af sin myndighed i medfør af hjemmestyreloven.

D. Det foran anførte argument, nemlig nødvendigheden af i påkommende tilfælde at ændre den færøske fiskerilovgivning, ville gøre sig gældende i samme omfang, hvis man imødekom den nu foreliggende sovjetiske anmodning. Med dette forbehold og med forbehold af folketingets og det udenrigspolitiske nævns grundlovsmæssige rettigheder med hensyn til udenrigspolitiske anliggender er der set fra et indenretligt synspunkt i princippet intet til hinder for, at rigsmyndighederne eller landsstyret efter nærmere aftale sig imellem slutter en aftale med et sovjetisk organ som foreslået fra sovjetisk side".

Men, málið mátti eisini viðgerast í fólkarættarligum ljósi. Tað varð gjørt á henda hátt:

"A. Ud fra almindelige folkeretlige grundsætninger er der for så vidt heller intet til hinder for at imødekomme den russiske anmodning. Kyststatens forhold til søterritoriet er en sum af rettigheder, som indebærer ikke i princippet nogen pligt med hensyn til disses udøvelse. Begrænsninger heri kan følge af internationale aftaler, ligesom eftergivenhed overfor enkelte lande i medfør af internationale aftaler kan medføre, at andre lande automatisk får tilsvarende rettigheder.

B1. Overfor det tidligere sovjetiske ønske om opankringsrettigheder mellem 3 og 6 sømil, er det som anført foran gjort gældende, at dette ville føre til, at man ikke var berettiget til at afvise krav om tilsvarende rettigheder fra noget andet land, hvis fiskere traditionelt har drevet fiskeri ved Færøerne. At der eventuelt betales vederlag for opankringsretten, gør ingen forskel heri, bortset fra at de andre lande i så fald også må betale.

I praksis er der i denne henseende kun tale om Storbritannien, hvis krav på medbegunstigelse er fastlagt i den dansk-britiske aftale om fiskeri ved Færøerne. Sålænge man begrænser sig til området mellem 3 - 6 sømil, skulle ikke-traditionsberettigede lande herefter næppe kunne gøre krav på ligestilling; dette bygges på den betragtning, at traditionsbegrebet bryder eventuelle mestbegunstigelsesklausuler.

2. Kommer man imidlertid inden for 1955-grænsen (en udvidet 3- milegrænse), taber traditionsbegrebet sin slagkraft. Hvis man giver sovjetiske fartøjer særlige rettigheder inden for denne grænse, må det formodes, at alle de lande, som kan påberåbe sig mestbegunstigelse med hensyn til fiskeri, vil kunne gøre tilsvarende krav gældende (på tilsvarende betingelser, d.v.s. imod erlæggelse af tilsvarende vederlag). Hvilke lande, der her er tale om, er ikke undersøgt; ifølge tidligere akter synes i al fald Holland, Belgien og Spanien at kunne komme i betragtning.

3. Man kunne rejse det spørgsmål, om mestbegunstigelsesklausuler, herunder også den britiske, ville kunne gøres gældende, hvis opankringsretten alene meddeltes til et mindre antal nærmere identificerede sovjetiske skibe. En snæver juridisk betragtning måtte antagelig føre til, at dette ikke ville være tilfældet. Der ville imidlertid i så fald foreligge en klar omgåelse af mestbegunstigelsesklausulen, fordi de pågældende sovjetiske skibe netop ville være dem, som havde brug for de pågældende rettigheder, medens skibe fra andre lande med en tilsvarende interesse ville blive holdt ude. En politisk -juridisk betragtning måtte derfor føre til, at fremmede lande, i al fald såfremt de kan henvise til en saglig interesse, også i et sådant tilfælde måtte kunne gøre deres traktatmæssige rettigheder gældende".

Hatta var so løgfrøðin, har málið var lýst úr bæði úr donskum- og fólkarættarligum sjónarmiðum. Men, tey politisku sjónarmiðini høvdu eisini sera stóran týdning. Tey vóru hesi:

"1. Det foran anførte hensyn til ikke at præjudicere en international generel ordning på den foreslåede FN-konference gør sig med samme kraft gældende overfor den nu foreliggende sovjetiske anmodning.

2. Det er foran påvist, at allerede retlige hensyn i påkommende tilfælde ville gøre det nødvendigt at give et eller flere lande samme rettigheder, som eventuelt måtte blive givet til Sovjetunionen". (Tað, sum verður mett at hava serliga stóran áhuga í sambandi við høvuðsevnið í hesi frágreiðing, verður nú skrivað við feitari skákskrivt): "Hertil kan føjes det rent politiske hensyn, at det i den situation, hvori Danmark befinder sig som medlem af en alliance af frie lande med front mod østlandene, ikke ville være heldigt, om man gav Sovjetunionen en præferencestilling i de færøske farvande. I det hele taget kan man vel sige, at politiske hensyn i påkommende tilfælde måtte tale for at vælge den fremgangsmåde, at der ved en ændring af den færøske fiskerilovgivning tillægges alle fremmede fiskerifartøjer og -skibe opankringsret mod betaling af en nærmere bestemt , af hjemmestyret ensidigt fastsat afgift. Under hensyn til de nedenfor anførte specifikke politiske og sikkerhedsmæssige hensyn har denne betragtning dog kun sekundær betydning".

Russiska tilboðið um at veita peningagjald fyri rættin til at leggja skip fyri akker á føroyskum havøki fekk hesa, nú meira politiskt littu viðgerð:

"3. Tilbudet om at erlægge et pengevederlag nødvendiggør enkelte særlige bemærkninger. Selv om en sådan ordning blev fremsat ensidigt af hjemmestyret i forhold til alle fremmede skibe, er det klart, at adgang først og fremmest ville blive benyttet af sovjetiske skibe. Man kan tillige regne med, at hjemmestyremyndighederne ikke vil være interesseret i ordningen, medmindre indtægterne bliver af en vis, ikke ubetydelig størrelse. Man vil da let komme ud i en situation, om hvilken det med en vis ret kan hævdes, at den færøske landskasse subventioneres af Sovjetunionen, og at Danmark som modydelse for en sådan subventionering har givet afkald på en del af sin suværenitet over søterritoriet ved Færøerne. Hertil kunne føjes, at indtægterne måske kunne nå en sådan højde, at de ville spille en rolle for Færøernes økonomi. Hjemmestyret ville da let i sin finanspolitik vænne sig til denne faste indtægtskilde på en sådan måde, at det ville blive afhængigt af dens fortsatte eksistens. En sådan udvikling ville være uheldig, i særdeleshed hvis størsteparten af indtægterne hidrørte fra sovjetisk side.

Disse betragtninger er for P.J.I's (ávís deild í ráðharraskrivstovuni) vedkommende afgørende og må føre til, at man må advare imod at indgå på det sovjetiske forslag om et vederlag. Hvis imidlertid dette bortfalder, fjernes samtidig ethvert incitament til at ændre den allerede trufne afgørelse".

Stundir hava tíverri ikki verið til at kanna eftir, um føroyska heimastýrið visti nakað um alt hetta. Vóru føroyskir myndugleikar ikki kunnaðir, og tað vóru teir neyvan, so er hetta dømi um, at danskir myndugleikar hava loyvt sær at hugsa føroyinga vegna. Hevði føroyski landskassin fingið sovjettiskan pening, so høvdu danir mist yvirvaldsrætt á føroyskum havøki, og tað vildu teir ikki góðtaka. Hinvegin er tað sjálvandi ein spurningur, hvussu skilagott tað hevði verið at knýtt føroyskan búskap at USSR undir kalda krígnum.

Danir løgdu eisini stóran dent á trygdarsjónarmiðið:
"4. Sagen har tillige et sikkerhedsmæssigt aspekt, som naturligvis får stigende betydning, jo nærmere man kommer til den færøske kyst. Af sagen 55.D.43. fremgår det, at de militære myndigheder ser med bekymring på tilstedeværelsen af den meget store sovjetiske fiskerflåde i de færøske farvande. Det kræver ikke nærmere forklaring, at opankring af sovjetiske fartøjer i umiddelbar nærhed af den færøske kyst frembyder store muligheder for uønsket virksomhed, så meget mere som der findes vigtige militære installationer på øerne (NATO´s radarvarslingsstation, LORAN C-stationen og nationale danske marineanlæg). Til illustration kan nævnes, at i al fald et af de sovjetiske moderskibe har en helikopter ombord.

De her omhandlede hensyn er afgørende for P.J.V. og fører dette kontor til at advare stærkt imod, at der gives opankringstilladelse inden for 1955-grænsen (3 sømil), hvilket ville være en udvidelse af de sovjetiske fartøjers hidtidige rettigheder, og at henstille, at tilladelse til at ankre mellem 3 og 6 sømil, såvidt muligt undgås".

Niðurstøðan av hesi longu viðgerð var, at "hverken indreretlige eller folkeretlige hensyn taler umiddelbart imod at efterkomme den sovjetiske anmodning. Internt vil en ændring af den færøske lovgivning være påkrævet. Udadtil må et eller flere andre landes rettigheder i medfør af mestbegunstigelsesklausuler tilgodeses.

Internt ligger afgørelsen primært hos det færøske hjemmestyre, men da udenrigspolitiske hensyn gør sig gældende, har rigsmyndighederne det sidste ord.

Politiske hensyn taler stærkt imod, at man akcepterer tilbudet om vederlag, hvorefter de tidligere fremførte argumenter imod at meddele den ønskede tilladelse gør sig gældende uændret for såvidt angår området mellem 6 og 3 sømil i forstærket grad inden for sidstnævnte grænse.

Sikkerhedsmæssige hensyn taler, hvadenten der betales vederlag eller ikke, afgørende imod, at der meddeles opankringstilladelse indenfor 3-milegrænsen og med styrke imod, en tilladelse i området mellem 3 og 6.

P.J.I. og P.J.V. er herefter enige om at indstille, at den sovjetiske henvendelse ved mundtlig meddelelse til den herværende sovjetiske chargé d'affaires afslås i beklagende vendinger under fremhævelse af de alt tidligere i memorandumet af 10. oktober anførte argumenter" (Referat, FORTROLIGT, 105.L.1. fra P.J.I.j.nr.55.D.24.a.P.J.I., den 26. november 1956).

Tíverri hava ikki verið stundir til at gera grein á hesum máli til fulnar; men tað lýsir væl støðuna undir kalda krígnum: russisku áhugamálini á føroysku havleiðunum og í Føroyum, danska og amerikanska óttan fyri stóra russaraflotanum undir Føroyum, sum m.a. var mettur vandamikil fyri NATO-áhugamálini í Føroyum - og tær mongu hugsanir um politisk- og onnur evni, sum numu við føroysk viðurskifti, men sum vóru gjørdar omanfyri høvdið á heimastýrismyndugleikunum - í einum spæli, sum, tá ið av tornar, snúði seg um hernaðarliga og politiska valdið í Norðuratlantshavinum, og har høvdu føroyskir myndugleikar onga ávirkan.

Leggjast kann afturat, at í oktobur 1959 vóru meira enn 500 russisk skip undir Føroyum(UM,Notits,7.12.1959,105.L.1.+uppgerð; FORTROLIGT, ein síða: "Russisk fiskeaktivitet ved Færøerne Oktober 1959").

Sovjettisk helikoptaraflúgving yvir Føroyum

Seinast í novembur 1959 hevði danska verjumálaráðið boðað frá, at helikoptari, sum hevði støð á einum av teimum stóru russisku móðurskipunum, hevði flogið yvir føroyska havøkinum. Seinri kom fram, at tíðindini ikki vóru váttað; men Verjumálaráðið vildi tó hava at vita frá Uttanríkismálaráðnum, hvussu teir skuldu bera seg at, um vissa fekst fyri, at russar veruliga flugu yvir føroysku havleiðunum, og um hetta var russum loyvt.

Í metingum um hetta vandamál legði Uttanríkismálaráðið fram hesi sjónarmið:

"1) at Sovjetunionen hverken har tiltrådt overenskomsten om transitrettigheder for international luftfart af 7. december 1944 (International Transit Agreement) eller ICAO-konventionen af samme år, hvorfor Sovjet ikke kan påberåbe sig bestemmelserne i disse to internationale overenskomster;

2) at den dansk-sovjetiske luftfartsaftale af 31. marts 1958 ikke indeholder bestemmelser, som berettiger bestemmelser til at foretage enkeltflyvninger over dansk territorium. Overenskomsten vedrører alene regelmæssige flyvninger på de i aftalen angivne ruter;

3) at fly fra fremmede nationer, som ønsker at gennemføre enkeltflyvninger ad diplomatisk vej kan søge om tilladelse hertil. Da Sovjet imidlertid ikke har tiltrådt de ovenfor under 1) omhandlede konventioner, er Danmark berettiget til i alle tilfælde at afslå sådanne ansøgninger fra sovjetisk side.

Ifølge folkeretten er der ikke, som for skibes vedkommende, nogen ret til "passage inoffensif", og de sovjetiske overflyvninger af dansk søterritorium ved Færøerne er derfor ulovlige.

Dette henstilles telefonisk meddelt til sekretær Sønder (í Verjumálaráðnum)". (Notits; 105.L.1. fra P.J.I, j.nr.55.D.24.a: Sovjetisk overflyvning af færøsk søterritorium, 26.11.1959).

Ovastin fyri russiska fiskiflotanum hevði boðað "Færøernes Marinedistrikt" frá, at móðurskipið "Svjatogor" hevði eina tyrlu umborð, og at russar ætlaðu sær at flúgva við henni yvir teimum leiðum, har teir vóru vanir at fiska; men samstundis lovaðu russar, at teir skuldu akta allar millumtjóða flogreglur, tá hesar flúgvingar skuldu fara fram.

Hetta tók "Færøernes Marinedistrikt" fyribils til eftirtektar; men Verjumálaráðið legði dent á, "at der af militære sikkerhedshensyn bør nægtes tilladelse til sovjetisk helikopterflyvning på og ved Færøerne i så vid udstrækning som foreneligt med folkeretlige regler. Forsvarsministeriet vil derfor overveje at foranledige, at chefen for marinedistriktet meddeler de sovjetiske myndigheder på fiskerflåden, at flyvning med såvel helikopter som andre luftfartøjer inden for dansk luftrum kun kan ske efter indhentet tilladelse ad diplomatisk vej i hvert enkelt tilfælde, at sådan tilladelse til flyvning med den pågældende helikopter, der virker som et led i fiskerflådens arbejde, ikke vil kunne forventes at ville nyde fremme, og at beflyvning og landing på Færøerne derfor kun kan finde sted i egentlige nødsituationer ..." osfrv. (Referat, FORTROLIGT, P.J.V.j.nr. 105.L.1.).

Stundir hava ikki verið til at kanna hetta mál liðugt. Bert skal vísast á, at russisk tyrluflúgving við Føroyar mundi viðført diplomatiska gølu millum USSR og Danmark. Tað var danska avísin "Information", sum í blaðgrein bar tey tíðindi, at russar flugu við helikoptara yvir Føroyum í njósnaraørindum. Hetta gjørdi, at danski sendiharrin í Moskva varð biðin um at koma á fund við russisku myndugleikarnar (hetta er endurgivið eftir minninum við ongari keldutilvísing - við teimum mistøkum, sum harav kunnu standast). Í einum álvarsligum skrivi til danska uttanríkismálaráðið greiddi sendiharrin frá, at russar á hesum fundi strangliga høvdu avsannað hesi tíðindi, og at russiski embætismaðurin bert hevði tosað fólkaliga við hann (danska sendiharran), tí at teir kendust væl og høvdu virðing hvør fyri øðrum. Í skrivi sínum til Uttanríkismálaráðið átalaði sendiharrin, at hesi tíðindi vóru borin fram uttan nóg góða grundgeving og segði seg hava orsøk til at halda tey vera íspunnin av donsku marinumyndugleikunum í Føroyum. Áhugavert er at samanbera alt tað hóvasták, sum stóðst av einari einsamallari russiskari tyrlu, við øll tey amerikonsku hernaðarflogførini, sum fleiri ferðir um vikuna flugu úr Keflavík yvir føroysku havleiðunum fyri at eygleiða russaraflotan undir Føroyum (sí seinri í viðgerðini).

Gjørt verður vart við, at áhugamálini hjá Sovjettsamveldinum í Føroyum undir kalda krígnum er eitt evni, sum eigur at verða granskað meira í.

Skálafjørðurin sum "emergency advanced submarine staging base"

Í einum skjali, sum er dagfest 9. februar 1956 og undirritað av W. McIlquham Schmidt, embætismanni í Uttanrikismálaráðnum, verður málið um Skálafjørðin sum hernaðarliga støð í krígstíð viðgjørt. Skjalið varð lagt fyri ráðharran og stjóran í Uttanríkismálaráðnum, og tað ber heitið: "Anvendelse af Skålefjord som opankringsplads for NATO-flådestyrker i krigstid". Innihaldið er hetta:

"Forsvarsministeriets 11. kontor (fuldmægtig Frederiksen) har underhånden gjort mig bekendt med, at Forsvarsministeriet fra SACLANT har modtaget en forespørgsel, om SACLANT i krigstid kunne påregne at tage Skålefjord på Færøerne i brug som alternativ ankerplads. SACLANT har allerede sikret sig adgang til i krigstid at anvende Lervickfjorden på Shetlandsøerne på denne måde, men ville gerne i givet fald (hvat "i givet fald" veruliga merkti, verður greitt frá seinri) kunne regne med at tage Skålefjorden i anvendelse, såfremt man af en eller anden grund ikke kunne benytte Lervickfjorden (greitt verður eisini seinri frá, hvønn týdning orðini "af en eller anden grund" høvdu).

Den omhandlede anvendelse af Skålefjorden vil ikke medføre nogen form for anlægsarbejder, oplagringer eller lignende i fredstid, og der bliver heller ikke tale om at træffe andre foranstaltninger, som nødvendiggør installationer på land.

Forsvarsministeriet har været i forbindelse med Statsministeriet i sagen, og er af kontorchef Toft-Nielsen (som har talt om sagen med Statsministeriets departementschef) underrettet om, at Statsministeriet intet har at erindre imod et imødekommende svar til SACLANT. Statsministeriet har anmodet om, at chefen for Færøernes Marinekommando underretter rigsombudsmanden om tilladelsen, når denne er meddelt SACLANT.

På forespørgsel har jeg meddelt Forsvarsministeriet (fuldmægtig Frederiksen), at Udenrigsministeriet intet har at bemærke til den påtænkte ordning, som (i hvert fald, når svaret til SACLANT er imødekommende) så vidt ses alene indebærer forsvarspolitiske og indenrigspolitiske aspekter, som må anses for fuldt ud varetaget af Forsvars- og Statsministeriet" (Notits; P.V.J.nr.105.L.1.; HEMMELIG; den 9. februar 1956, W. McIlquham Schmidt/Birger Kronmann).

Í stuttum merkir hetta, at NATO-stovnurin SACLANT (sum verjan av Føroyum hoyrdi undir) vildi hava loyvi til at hava herflotastøð á Skálafjørðinum í krígstíð. Danskir myndugleikar vóru hugaðir at ganga hesi NATO-áheitan á møti.

Næsta skjalið, sum hevur týdning í hesum sambandi, er skriv frá Uttanríkismálaráðnum til Forsætismálaráðið.

Skrivið var stílað til Hr. departementschef J. Elkjær Larsen, R. af Dgb., Statsministeriet. Skrivið er so mikið áhugavert, at teksturin verður endurgivin í fullum líki:

"Kære departementschef Elkjær Larsen,

Under henvisning til stedfundne forhandlinger mellem Statsministeriet og Forsvarsministeriet vedrørende forespørgsel fra SACLANT om muligheden for benyttelse i krigstid af Skålefjord på Færøerne som alternativ ankerplads tillader jeg mig at meddele Dem, at jeg har drøftet sagen med stats- og udenrigsministeren. Resultatet blev, at stats- og udenrigsministeren har fundet det ønskeligt, at et imødekommende svar ikke gives til SACLANT, før vi har sikret os, at lagtingsmand (skuldi av røttum verið 'lagmand') Djurhuus´ indforståelse foreligger.

Med henblik herpå skulle jeg derfor bede Dem om at foranledige, at rigsombudsmanden under en strengt fortrolig samtale med hr. Djurhuus forklarer denne sagen og herved understreger, at forespørgslen kun angår en eventuel brug i krigstid af Skålefjord som alternativ ankerplads, samt at der ikke i fredstid bliver tale om forberedende anlægsarbejder, oplagringer eller andre anstalter (á breddan er skrivað afturat: "At dette er en korrekt og udtømmende fremstilling er bekræftet af f.m. Frederiksen, Forsvarsministeriets 11. kontor/WMS").

Det siger sig selv, at sagen ikke må komme ud. Det bedste ville naturligvis være, om den ikke kom længere end til hr. Djurhuus, men hvis denne anser det for nødvendigt, at forelægge den for sine kolleger i Landsstyret*, inden han svarer, er vi indforstået hermed, forudsat at streng fortrolighed iagttages. Jeg ville være taknemmelig for underretning fra Dem om resultatet af samtalen. Med venlig hilsen, Deres hengivne Sv. (Svenningsen?)

*Niðast á breddanum er áritað við handskrivt:"Men naturligvis ikke i Lagtinget!" (Påført originalen af Dir.) (P.J.V,j.nr.105.L.1.; kopi lagt på 105.K.7.e; København, den 13. februar 1956; A/40, 14. FEB.56A).

Ikki er løgið, at hetta skriv er stemplað "HEMMMELIG". Her mátti einki leka út . Eisini í hesum skrivi vóru donsku myndugleikarnir samdir um at ganga áheitanini frá SACLANT á møti. Tó vildi Forsætismálaráðið hava viðmæli (orðarætt: "indforståelse") Kr. Djurhuusar, løgmans, áðrenn endalig játtan varð givin til SACLANT. Tað var ríkisumboðsmaðurin, sum skuldi greiða løgmanni frá málinum ("under en strengt fortrolig samtale"). Helst skuldu hinir landsstýrismenninir ikki fáa nakað at vita. Undir ongum umstøðum mátti Føroya Løgting fáa kunnleika um málið.

21. februar 1956 sendi Forsætismálaráðið skriv til "Direktøren for Udenrigsministeriet, hr. ambassadør Niels Svenningsen, K1 af DGB, Dbmd" við hesum innihaldi (eisini endurgivið í fullum líki):

"Kære direktør Svenningsen. I anledning af Deres brev af 13.d.m. (P.J.V.j.nr.105.L.1.) vedrørende SACLANT's forespørgsel om muligheden for benyttelse i krigstilfælde af Skålefjorden på Færøerne som alternativ ankerplads kan jeg meddele, at rigsombudsmanden nu har underrettet lagmand Djurhuus, der på sin side har fundet det rigtigt, at ikke andre på Færøerne orienteres. Lagmanden er indforstået med, at forespørgslen besvares imødekommende. Med venlig hilsen"...(undirskrivtin ikki lesandi; Afskrift lagt på 105.K. 7.e.).

Nú hevði løgmaður sagt seg vera "indforstået med", at fyrispurningurin frá SACLANT, um loyvi til at nýta Skálafjørðin sum NATO-herflotastøð í krígstíð, varð gingin á møti. Kristian Djurhuus helt vera best, at eingin annar í Føroyum fekk nakað at vita um hetta. Einki skjal er funnið, sum bendir á, at Kristian Djurhuus hevur kunnað landsstýrismenn (ella floksfelagar sínar í Sambandsflokkinum) um hetta mál. Danska stjórnin hevði gjørt greitt, at Løgtingið einki skuldi hava at vita.

Næsta skriv í hesi røð er undirritað av Niels Svenningsen og stílað til Hr. departementschef C.C.F. Langseth, R. af Dbg, D.M., Forsvarsministeriet (Dagfest 22. februar 1956):

"Kære departementschef Langseth,

Da jeg for nogen tid siden forelagde stats- og udenrigsministeren sagen om den fra SACLANT modtagne forespørgsel om muligheden for benyttelse i krigstid af Skålefjord på Færøerne som alternativ ankerplads, resolverede statsministeren, at der ikke burde gives et imødekommende svar til SACLANT, førend vi havde sikret os, at lagmand Djurhuus' indforståelse forelå.

Jeg bad derfor departementschef Elkjær Larsen om at foranledige, at rigsombudsmanden gjorde hr. Djurhuus bekendt med sagen, og har nu fra departementschefen modtaget det i afskrift vedlagte brev af 21. februar 1956, hvoraf fremgår, at lagmanden er indforstået med, at forespørgslen besvares imødekommende.

Med venlig hilsen, Deres hengivne Niels Svenningsen (P.J.V.j.nr. 105.L.1.; genpart på 105.K.7.e.; København, den 22. februar 1956; 24.FEB.56A; A165).

Við hesum skrivi er so heilt greitt, at tað var danski forsætismálaráðharrin, sum hevði avgjørt, at játtandi svar, viðvíkjandi nýtslu av Skálafjørðinum sum hernaðarligari støð í krígstíð, ikki skuldi sendast til SACLANT "førend vi havde sikret os, at lagmand Djurhuus' indforståelse forelå".

Seinri í hesum kapitli verður greitt frá, á hvønn hátt Føroyar vóru skipaðar undir øki SACLANT's.

Seinasta skriv í hesum sambandi er sent frá Forsvarsministeriet, Slotsholmsgade 10, København K, til Den danske militære repræsentant ved SACLANT. Skrivið er dagfest 29. februar 1956. Eisini hetta skriv verður endurgivið í heilum teksti:

"Ved skrivelse af 26. juni 1955 (MRS 125/55) hertil at fremsende dokument SER 704 af 16. juni 1955, hvori SACLANT anmoder om, at de danske myndigheder vil øremærke Skålefjord som fremskudt u-bådsbase, såfremt det skulle blive nødvendigt at flytte de i øjeblikket planlagte u-bådsruter (safety lanes) vestpå mod Island og Jan Mayen, eller såfremt fjendtlige angreb skulle gøre Lerwickk ubrugelig for NATO u-både, har admiralen udbedt sig oplysning om, hvorvidt henvendelsen vil være at besvare.

Til en om sagen indhentet erklæring har forsvarschefen efter at have indhentet visse oplysninger hos CINCEASTLANT og forhandlet sagen med søværnskommandoen udtalt, at CINCEASTLANT forudser, at der under visse omstændigheder vil være behov for at anvende Skålefjorden som et alternativ i nødstilfælde til Lerwick på Shetlandsøerne, og at formålet med at øremærke Skålefjord som anført er at sikre sig, at den ikke af andre myndigheder planlægges anvendt til andre formål.

Det er endvidere oplyst, at basen skal opfylde funktioner, som ankerplads, hvor u-både kan afvente formering eskortegrupper, og hvor enkelte britiske u-både kan supplere deres brændselsbeholdning samt som nødhavn, hvortil beskadigede u-både kan søge ind.

CINCEASTLANT skønner, at de eksisterende POL-anlæg er tilstrækkelige, og at forsyninger ud over disses kapacitet må komme fra tankere. CINCEASTLANT er ikke vidende om yderligere krav til Skålefjord, ej heller for så vidt angår noget behov for særlige foranstaltninger til basens forsvar.

Under henvisning til det således anførte har forsvarschefen i overensstemmelse med søværnskommandoen kunnet tiltræde, at Skålefjord, som foreslået af Saclant, øremærkes som "emergency advanced submarine staging base".

I denne anledning skal man meddele, at Forsvarsministeriet kan tilslutte sig det af forsvarschefen anførte, hvorfor man skal anmode admiralen om at meddele SACLANT, at Skålefjord vil blive øremærket som "advanced submarine staging base" under de i ovennævnte dokument, SER 704, angivne betingelser, idet man herved forudsætter, at der ikke i fredstid skal træffes foranstaltninger i Skålefjord". (Sign. C.Langseth/Mogens Frederiksen; HEMMELIGT; EXPL.nr. 4/6; Nr.11.Kt.713/55;29.februar1956;Expl.nr.1.:NMR/SACLANT,nr.2.:FC;nr.3.:Statsmin.nr.4.:Udenrigsmin.,nr.5.-6.:Arkiv).

Legg til merkis, at í teimum fyrru skrivunum er Skálafjørðurin umrøddur sum "alternativ ankerplads" hjá NATO í krígstíð, sum NATO skuldi nýta "i givet fald" og "såfremt man af en eller anden grund ikke kunne benytte Lerwickk-fjorden". Legg eisini til merkis, at ríkisumboðsmaðurin "under en strengt fortrolig samtale med hr. Djurhuus forklarer denne sagen og herved understreger, at forespørgslen kun angår en eventuel brug i krigstid af Skålefjord som alternativ ankerplads".

Í tí seinasta skrivinum er Løgmaður als ikki nevndur (tað hevur heldur ikki verið neyðugt, tá donsku myndugleikarnir játtaðu ovastu leiðsluni í NATO loyvi til at nýta Skálafjørðin til krígsendamál) og her er orðingin ein heilt onnur. Skálafjørðurin var nú oyramerktur sum "advanced submarine staging place". Sagt varð bart út, at Skálafjørðurin skuldi vera kavbátastøð hjá NATO í krígstíð, um USSR/Eystanveldini sprongdu Leirvíkina í Hetlandi í luftina ("såfremt fjendtlige angreb skulle gøre Lerwickk ubrugelig for NATO ubåde").

Tá ið av tornar, er tað hetta, ið Føroya Løgmaður hevur sagt seg vera "indforstået med".

Men so er spurningurin: hvussu nógv visti Kristian Djurhuus í veruleikanum? Hevur ríkisumboðsmaðurin út í æsir greitt Djurhuus frá øllum málinum? Sum er ber ikki til at svara hesum spurningi, tí einki skjal er funnið, sum endurgevur samrøðuna millum løgmannin og ríkisumboðsmannin.

Í øðrum skjølum kemur fram, at danskir myndugleikar ikki altíð góvu Kristiani Djurhuus teir upplýsingar, hann bað um. Sum dømi um hetta kann nevnast málið um at byggja hernaðaflogvøll í Føroyum. Eitt av skjølunum hesum viðvíkjandi hevur hesa orðing:

"Spørgsmålet om en militær flyveplads på Færøerne.

Direktøren har dags dato meddelt mig, at Lagmand Djurhuus fra Færøerne under en personlig samtale har forespurgt, hvorvidt der var påtænkt en militær flyveplads på Færøerne, hvorfor direktøren bad om oplysning om, hvad P.J.V. måtte kunne sige herom.

Jeg underrettede direktøren overensstemmende med det på nærværende sag i notits af 17. maj 1954 oplyste med tilføjelse om, at det næppe var rigtigt at nævne noget herom for Lagmanden.

Direktøren, der var enig i denne betragtning, bad mig om at foranledige, at det på akterne blev noteret og af kontoret husket, at man fra Færøernes side, hvis der fremover skulle blive tale om at anlægge en militær flyveplads dér, måtte lægge vægt på, at denne i så fald også kunne udnyttes til civile formål, f.eks. flyvning mellem Færøerne og København" (31. maj 1954, Birger Kronmann; P.J.V. 105. L.1.; Notits; FORTROLIGT). Viðmerkjast skal her, at undirritaði ikki hevur havt høvi at kanna onnur skjøl um hetta mál. Men, hetta er tó dømi um, at danskir myndugleikar ikki vildu svara spurningi løgmans - kanska tí at málið var ov stutt á leið komið, kanska tí danir mettu málið at vera so mikið loyniligt, at tað (fyribils) skuldi dyljast fyri føroyskum myndugleikum.

Gevið gætur, at einki skjal er funnið, sum sigur frá, at heimildirnar hjá NATO, framvegis at nýta Skálafjørðin sum "advanced submarine staging base" í krígstíð, eru tiknar aftur!

Early-warning skipanin

Av røttum skuldi tað, sum nú verður viðgjørt, verið skrivað saman við kapitlinum "NATO RADARSTØÐ" , sí frammanfyri í viðgerðini; men stundir eru tíverri ikki til at gera tað á hesum sinni. Mælt verður tí til at lesa nevnda kapittul saman við tí, sum her verður greitt frá.

 

Eins og omanfyri verður stórur partur av innihaldinum í skjølunum endurgivin (skrivaður av). Hetta verður partvís gjørt av tíðarorsøkum, partvís tí skjølini í sjálvum sær siga so nógv, at lesarin fær rættiliga gott innlit í viðurskiftini við at lesa tekstirnar nágreiniliga.

Tað er ikki heilt greitt, nær ætlanin um at byggja Early-Warning støð í Føroyum av fyrstu tíð kom upp; men hetta er ið hvussu er hent fyri 1956.

17. august 1956 sendi Den danske militære Repræsentant ved SACLANT, 2328 Massachusetts Avenue, N.W., Washington 8, D.C., soljóðandi skriv til Forsvarsministeriets 11. kontor:

"Under mit personlige besøg ved SACLANT fik jeg lejlighed til at gøre mig bekendt med et signal, som SHAPE den 25. januar har sent til SACLANT angående ønsker om Early Warning radar på Færøerne. Signalet er sendt med Infoadrs. til bl.a. CINCNORTH.

Da det forekommer mig usikkert, om ministeriet måtte være bekendt med det fra anden side, skal jeg kort redegøre for indholdet. Emnet er SHAPE's Early Warning Plan for ACE. Det anføres, at løbende undersøgelser tyder på, at det vil være af vigtighed for ACE, at der opstilles en passende radar og installeres passende forbindelsesmidler på Færøerne. Formålet vil være at beskytte ACE for overraskende luftangreb fra nord og vest af lang-distance-luftfartøjer, der søger at undgå Early Warning radarstationer i Norge og United Kingdom (undirstrikað,JT).

Formålet med telegrammet er at opnå SACLANT's godkendelse af, at SHAPE inkluderer radar og forbindelseslinjer i sin Early Warning Plan.

Der anmodes til sidst om, at SACLANT vil fremkomme med evt. ønsker for så vidt sådanne ønsker måtte forefindes.

(s) S. Ramlau-Hansen, kontréadmiral". (FORTROLIGT; WASH., 17/8-1956, MRS 31/56; j.nr. 8-8; F.M. 11. Kt. 712/56).

Endamálið við at byggja Early Warning radarskipan í Føroyum er lýst stutt og greitt her: at verja ACE (= Allied Command Europe) ímóti óvæntaðum (snar-)álopum frá langt røkkandi loftførum, sum royndu at sleppa uttan um EWR-støðirnar í Noregi og UK. Stutt sagt: Føroyar vóru ein týðandi liður í verjuni av vesturheiminum. Um eingin radarstøð varð bygd í Føroyum, so var eitt hol í verjugarðinum um vesturheimin.

5. apríl 1956 sendi Verjumálaráðið soljóðandi skriv til Uttanríkismalaráðið:

"Forsvarsministeriet har d.d. tilskrevet Statsministeriet således:

'På Det nordatlantiske Råds møde i Paris i december 1955 vedtoges et dokument om et koordineret luftforsvar af Europa, og det blev herved overdraget den øverstkommanderende for de allierede styrker i Europa (SACEUR) at forestå koordineringen af det europæiske luftforsvar.

Under mødet i Paris nævnte SACEUR, general Gruenther, at et spørgsmål af højeste prioritet for så vidt angår det europæiske luftforsvar ville være etablering af en fremskudt og langtrækkende radar-varslingskæde. Det blev endvidere nævnt under mødet, at SACEUR havde foreslået militærkomittéens stående gruppe at etablere et nyt kommunikationssystem: The Forward Scatter System.

Efter at Forsvarsministeriet var blevet gjort bekendt med planerne om etableringen af radar-varslingskæden og kommunikationssystemet, har der været ført forhandlinger med repræsentanter for Udenrigsministeriet og det økonomiske sekretariat, idet der også i planerne om de fællesfinancierede anlægsarbejder (Infrastrukturprogrammet) var optaget en varslingsstation på Bornholm og et kommunikationsanlæg i Jylland. Der var herefter enighed om, at man fra dansk side burde vise forståelse for den betydning, et forbedret varslingssystem ville have også for Danmark.

Forsvarsministeriet har senere fået tilsendt den stående gruppes kommentarer til den del af forslaget, der vedrører kommunikationssystemet, og det fremgår heraf, at den stående gruppe foreslår, at hovedkvarteret for de allierede styrker i Europa, SHAPE, bliver ejer af systemmet, og at det bliver drevet og vedligeholdt af SHAPE. Samtidig foreslås det, at det bør være allieret militært personel, der har ansvaret for systemets drift. Det kan i denne forbindelse oplyses, at det over for Forsvarsministeriet er tilkendegivet, at betjeningen af systemet vil kunne ske ved dansk militært personel.

Forsvarsministeriet har den 6. marts 1956 accepteret den stående gruppes forslag ud fra et militært synspunkt med bemærkning, at spørgsmålet om financiering m.v. henskydes til Det nordatlantiske Råd.

Chefen for de allierede luftstyrker i Nordeuropa (COMAIRNORTH) har herefter i et telegram af 14. marts 1956 over for Forsvarsministeriet rejst spørgsmålet om installering af en radarstation på Færøerne i forbindelse med det foran omhandlede varslingssystem, idet COMAIRNORTH har ønsket forhandlinger om dette spørgsmål med danske myndigheder.

I denne anledning skal man udbede sig en udtalelse fra Statsministeriet om, hvorvidt Statsministeriet måtte have noget at erindre imod, at der med de allierede myndigheder indledes forhandlinger om placering af en radarstation på Færøerne (undirstrikað JT).

Til Statsministeriets orientering vedlægges kopi af COMAIRNORTH's telegram af 14. marts 1956 til Forsvarsministeriet. Man vedlægger endvidere afskrift af en af forsvarschefen modtaget skrivelse af 26. marts 1956'.

Hvilket herved meddeles under henvisning til skrivelse herfra af 19. marts 1956. P.M.B./E.B. (s) Svend Hansen" (Afskrift. Fra Ø.P.IV: 105.C..2h/10 til 105.L.1.; HEMMELIGT; j.nr.11.Kt.712/56, 5. april 1956).

Í desembur 1955 hava ovastu hernaðarligu myndugleikarnir samtykt samskipaða loftverju av Europa. Ein av teimum spurningum, sum í hesum sambandi hevur havt forrættarstøðu, var ein framskotin og langtrøkkandi radarávaringarskipan, sum europeiska loftverjan ikki kundi vera fyri uttan. Nýggj kommunikatíonsskipan skuldi takast í nýtslu: Forward Scatter Skipanin.

Ávaringarstøð skuldi byggjast á Bornholm og kommunikatiónsskipan skuldi vera í Jútlandi. SHAPE skuldi eiga, reka og halda skipanina við líka (í øllum Europa). Danir vildu hava danska manning á danskar støðir.

Fíggingin av hesum og øðrum hernaðarligum støðum v.m. var eitt mál, sum danir ofta vildu hava viðkomandi hernaðarligu stovnar teirra sameindu at taka sær av. Seinast í hesum kapitli verður løgd fram ein frágreiðing, gjørd av donskum embætismonnum, sum vísir býtið av teimum útreiðslum, sum komu av hernaðarligu støðunum í Føroyum.

Ovastin fyri COMAIRNORTH hevði sett fram spurningin um radarstøð í Føroyum - og vildi hava samráðingar við danskar myndugleikar um hetta mál. Góðkenning frá danska forsætismálaráðnum var neyðug, fyri at radarstøð kundi byggjast í Føroyum.

Millum skjølini eru mong fjarrit millum danskar- og NATO-myndugleikar, sum fyri tað mesta snúgva seg um, nær fundir skulu vera millum nevndu myndugleikar um bygging av radarstøð i Føroyum. Eisini er greitt, at donsku myndugleikarnir ikki vildu hava útreiðslur av tiltakinum. Stundir eru bert til at endurgeva eitt av hesum fjarritum:

"Subject: Radar Early Warning installations in Faroe Islands.

Further to my signal CSO 1386 june 22 dtg 220945Z representatives of this headquarters attended meeting vith MOD Denmark on 10th june in Copenhagen.

2): It was confirmed by General Lindhardt who chaired this meeting, that MOD DENMARK agrees in principle to the proposed installation with the following important proviso.

Denmark considers that the installations is wholly a SACEUR requirement and therefore expects all costs including installation, equipment and subsequent operation and maintenance to be met in full by SHAPE.

3): Further major questions discussed were sitting, communications and nationality of personnel involved.

4): If SHAPE can supply satisfactory answer to the major financial problems, Denmark proposes the station be sited in the area of Stromoe (Headquarters of a Naval District is located here) or in the area of Suderoe (Loran site).

5): As regards communicatons AIRNORTH representatives stated, in accordance with your guidance, that the proposed installation would probably be linked into the forward scatter system with the object of passing significant aircraft movements into SHAPE with minimum of delay. MOD representatives requested that any SACLANT communications requirements be co-ordinated by you, further that forward scatter station be sited as near as technical feasible to the radar station.

6): A sitting team can be assembled and flown to the Faroes in a matter of few days but chairman made it clear that Denmark is reluctant to embark on detailed siting arrangements until adequate assurance has been obtained from SHAPE on meeting the financial cost mentioned in para 2 above. MOD representatives emphasised that siting should preferably be done in summer or autumn period.

7): On the manning question AIRNORTH representatives confirmed that SHAPE visualizes 100% manning by danes this is in accordance with danish wishes.

8): While appreciating the difficulties now presented to you it is clear that positive progress on the subject matter cannot be achieved until adequate financial garantees are given to Denmark.

9): This signal has been co-ordinated with MOD Denmark.

10): Your clearly comments, particularly on the financial issue and on the acceptability of the proposed sites (subject to detailed reconnaissance), would be appreciated" (Forsvarsministeriet, Telegramekspeditionen, modtaget telegram; 121449ZJUL56;reg.nr.9599;NATOSECRET; CSO1408; FRA:COMAIRNORTH; TIL:SACEUR;INFO:MODDENMARK,CHODDENMARK,CINCNORTH; Eksempl.Udenrigsmin.stemplet:13.JUL56.105.L.1.;Distrib.:Forsvm.6+11kt+arkiv;+Udenrigsm.).

Ritað er á hetta fjarrit við handskrivt: "Har Udenrigsm(?) henledt Forsvarsministeriets (Pontoppidan) opmærksomhed på, at udsendelse til Færøerne i sin tid med henblik på 'site reconnaissence' (? ringt at lesa!) nok bør aftales nærmere med Statsministeriet (hvis dette ikke allerede er sket), således at evt. forberedelse og forudgående orientering af færingerne kan blive taget under overvejelse; ellers kan man evt. risikere misforståelser (WMS)".

Handskrivtin ger, at tað er rættiliga torført at skilja alla meiningina; men toliliga greitt skuldi verið, at føroyingar enn ikki vóru kunnaðir um radarstøðina og forward scatter skipanina, og at embætismaðurin WMS metti, at hetta átti at verið gjørt, fyri at misskiljingar ikki skuldu taka seg upp.

Annars er sum heild at siga um NATO-fjarritið, at donsku myndugleikarnir ongar atfinningar høvdu ímóti, at radarstøð skuldi byggjast og forward scatter skipan takast í nýtslu í Føroyum. Nevndu myndugleikar hava viljað havt danska manning á støðina, og hetta kundi eftirlíkast av NATO-myndugleikunum. Eitt danskt krav var, at allar útreiðslur, sum kundu standast av hesum tiltøkum, skuldu gjaldast av SHAPE, tí at alt hetta var eitt "SHAPE requirement". Greið støða var ikki tikin til henda spurning í fyrstu atløgu. Legg til merkis, at skrivað er í fjarritinum: "...it is clear that positive progress cannot be achieved until adequate financial garantees are given to Denmark".

Í august 1956 skuldi danski forsætismálaráðharrin fara á vitjan í Føroyum. Sum vant fóru rundskriv til ymiskar ráðharrastovur við ymiskum fyrispurningum, so forsætismálaráðharrin kundi verða kunnaður um týðandi føroysk viðurskifti. Í Uttanríkismálaráðnum varð gjørd henda sonevnda "Erindringsnotits til stats- og udenrigsministeren (Natospørgsmål i forbindelse med Færøerne), ella - sum tikið var til í fylgiskrivi - 'hemmelige forsvarsspørgsmål vedrørende Færøerne'":

"1. Oprettelse af en radarstation på Færøerne.
I marts måned dette år rejste COMAIRNORTH over for Forsvarsministeriet spørgsmål om opførelse af en radarstation på Færøerne som led i den fremskudte radarvarslingskæde, som SACEUR tillægger højeste prioritet i planerne om en forbedring af det europæiske luftforsvar.

Med Statsministeriets indforståelse har Forsvarsministeriet den 10. juli 1956 haft en foreløbig drøftelse med repræsentanter for COMAIRNORTH om oprettelse af den ønskede radarstation.

Det blev på mødet tilkendegivet fra dansk side, at man i princippet kan godkende oprettelsen af en station som foreslået. Man forudsætter dog, at alle udgifter i forbindelse med oprettelsen, udstyret og driften af stationen vil blive dækket af SHAPE. Forsvarsministeriet har foreslået Strømø-området (hovedkvarteret for Færøernes Marinedistrikt) eller området omkring Suderø (hvor Loranstationen ligger), som egnede steder for placeringen af radarstationen. Fra SHAPES side forudses en 100% dansk manding af stationen, hvilket falder sammen med et dansk ønske.

Fra dansk side udtrykker man endelig betænkeligheder ved at indlade sig i nærmere argumenter, således med hensyn til placering af stationen, forinden der fra SHAPE foreligger forsikring om, at hovedkvarteret vil påtage sig udgifterne i forbindelse med denne.

2. SACLANT-anmodning om tilladelse til at anvende Skålefjord som alternativ ankerplads for NATO-flådestyrker (u-både) i krigstid.
I februar d.å. blev Udenrigsministeriet og Forsvarsministeriet gjort bekendt med ovenstående anmodning. SACLANT havde allerede sikret sig adgang til at anvende Lerwickkfjorden på Shetlandsøerne, men Atlantflåde-hovedkvarteret ville gerne i givet fald kunne regne med at benytte Skålefjorden, såfremt Lerwick-fjorden af en eller anden grund ikke lod sig benytte; fjordens eventuelle benyttelse ville ikke i fredstid medføre anlægsarbejder, oplagringer eller lignende på land.

Efter stedfundne drøftelser mellem Statsministeriet og Forsvarsministeriet og i indforståelse med lagmand Kr. Djurhuus (hr. Djurhuus fandt det rigtigst, at ikke andre på Færøerne orienteredes om sagen) blev SACLANT i marts måned dette år underrettet om, at man fra dansk side kan godkende udpegningen af Skålefjord, som alternativ ankerplads for NATO-fartøjer (undervandsbåde) i krigstid.

3. Anerkendelse af militære luftfartøjers overflyvning af Færøerne.
De amerikanske flyverstyrker på Island har en stående bemyndigelse til at indhente tilladelse til overflyvning af Færøerne uden om diplomatiske kanaler ved direkte henvendelse til Færøernes Marinedistrikt dels i forbindelse med recognosceringsflyvninger, der udføres for at følge den sovjetiske fiskerflåde i farvandene omkring Færøerne (undirstrikað JT), dels ved flyvninger over nødlandingspladser på Færøerne, for at luftfartøjernes besætninger med henblik på benyttelse af landingspladsen i en nødsituation forud kan gøre sig bekendt med forholdene på stedet. Rigsombudsmanden kan dog til enhver tid standse marinedistriktets meddelelse af overflyvningstilladelser, såfremt han af særlige grunde måtte skønne det påkrævet.

Den omhandlede bemyndigelse for de amerikanske flyverstyrker på Island meddeltes oprindeligt ved en note af 27. juli 1955 for tiden indtil den 30. april 1956, men er senere forlænget indtil den 30. april 1957.

Den 18. juli 1957, W. McIlquam Schmidt" (P.J.V.J.nr.105.L.1.; HEMMELIGT).

Við hesum skjali er støðan gjørd upp á sumri 1956. Yvirlit er gjørt yvir øll týðandi NATO-mál í Føroyum, so forsætismálaráðharrin kundi vera kunnaður, áðrenn hann skuldi vitja í Føroyum í august sama ár: Radarstøðin á Streymoynni, sum hevði avgerandi týdning i NATO-verjuni av Vesturheiminum, og sum danir vildu sleppa undan at gjalda fyri, Skálafjørðurin sum kavbátakrígshavn hjá NATO ("i indforståelse med lagmand Djurhuus") og amerikonsku flogførini yvir Føroyum, sum skuldu eygleiða russaraflotan (Sum ávíst hevði hesin floti eina tyrlu, sum mundi ført til diplomatiska gølu millum USSR og Danmark, sí omanfyri). Sum ávíst vóru øll hesi mál loyndarmál, danski forsætismálaráðharrin skuldi verða kunnaður um tey, áðrenn hann fór til Føroya - ikki tosa um tey á vitjanini.

Næsta skjal, ið verður viðgjørt í hesum sambandi, er dagfest 2. desembur 1957 og ber heitið "Radarvarslingsstation på Færøerne". Bert teir mest týðandi partarnir av innihaldinum vera endurgivnir:

"... Den omhandlede radarstation er et led i det koordinerede, langtrækkende radarvarslingssystem med tilhørende kommunikationsanlæg, som Det nordatlantiske Råd i januar 1957 vedtog skulle etableres i NATO-Europa. Projektet er et led i det fællesfinansierede infrastrukturprogram. Foruden stationen på Færøerne er det tanken, at der skal opføres en langtrækkende varslingsstation på Bornholm.

Om sagens forhistorie kan oplyses følgende:

SHAPE fremsatte i februar måned 1956 ønske om en radarvarslingsstation på Færøerne. Forsvarsministeriet tilskrev i den anledning Statsministeriet, og på et den 25. maj s.å. afholdt møde, hvori bl.a. deltog Udenrigsministeriets direktør, Færøernes lagmand og rigsombudsmanden, opnåedes enighed om, at man kunne meddele NATO, at der ikke fra dansk side var noget at erindre imod, at der inden for NATO optoges forhandlinger om bygning af en radarstation med tilhørende kommunikationsanlæg på Færøerne. Disse forhandlinger resulterede i, at radarstationen sammen med en række andre tilsvarende stationer optoges i infrastrukturprogrammets 8. slice. Senere har de danske myndigheder, som har ansvaret for stationens opførelse, udarbejdet detaillerede planer til forelæggelse for NATO's infrastrukturbetalingskomité til financiel og teknisk godkendelse. Sagen er imidlertid endnu på et forberedende stadium, idet de danske radarstationer er de første af samtlige stationer i systemet, og, fordi de således må antages at ville danne mønster for de efterfølgende stationer i andre lande, underkastes en særlig indgående behandling (skráskrivt JT).

... Hele sagens behandling i NATO sker i henhold til den særlige infrastrukturprocedure, hvortil kommer, at der netop i denne sag indgår en række finansielle problemer af særlig betydning. I denne forbindelse bemærkes, at de med opførelsen af de to danske stationer forbundne udgifter anslås til ca. 52 mill. kr. Der skal opføres radarstationer i de europæiske NATO-lande til en samlet udgift af ca. 460 mill. kr., hvoraf Danmark betaler godt 12. mill. kr.

... sagens udenrigspolitiske aspekt ... er ganske forskelligt fra spørgsmålet om eventuel opførelse af DEW-linjestationer i Grønland. Der er i sidstnævnte tilfælde tale om anlæg af amerikansk finansierede stationer på dansk territorium, hvorimod radarstationen på Færøerne finansieres af NATO-landene i fællesskab og indgår som et led i infrastrukturprojekterne i Danmark på lige fod med en lang række andre anlæg. Til sagens eventuelle indenrigspolitiske aspekt er der formentlig allerede taget hensyn af de ansvarlige færøske myndigheder, der ikke har haft noget at erindre imod projektet ...(undirstrikað JT). (Notits. Radarvarslingsstation på Færøerne; Ø.P.IV.B.j.nr.107.H.16./Dan.; Genpart til 105. L.1.; 2.12.1957. Hjorth-Nielsen).

Út frá hesum skjali er m.a. greitt, at 25. mai1956 var fundur í Keypmannahavn, har m.a. luttóku stjórin í danska Uttanríkismálaráðnum, Føroya løgmaður, Kristian Djurhuus, og ríkisumboðsmaðurin. Á hesum fundi samdust menn um, at boðast kundi NATO frá, "at der ikke fra dansk side var noget at erindre imod, at der inden for NATO optoges forhandlinger om bygning af en radarstation med tilhørende kommunikationsanlæg på Færøerne" osfrv. (sí omanfyri). Eisini hildu danir seg kunna siga, at: "Til sagens eventuelle indenrigspolitiske aspekt er der formentlig allerede taget hensyn til de ansvarlige færøske myndigheder, der ikke har haft noget at erindre imod projektet. Tað var bara løgmaður, sum umboðaði "de ansvarlige færøske myndigheder" á fundinum, og hesin føroyski myndugleiki hevði ongar atfinningar ímóti verkætlanini: NATO-radarstøð og forward scatter skipan í Føroyum. Hvat hinir landsstýrismenninir (og møguliga aðrir politikarar í Føroyum) hava vitað um hetta mál, ber ikki til at siga nakað um út frá hesum skjali; men í 1959 elvdi byggingin av Nato-støðini á Sornfelli til stórar mótmælisgongur í Havnini (sí aðrastaðni í frágreiðingini). Viðv. kostnaði til rakstur v.m. sí omanfyri.

13. mars 1959 varð støðan gjørd upp á henda hátt: "Infrastrukturprogrammets 8, slice omfatter blandt andet en radarvarslingsstation på Færøerne og en tilsvarende station på Bornholm. Byggeudgifterne for disse anlæg er anslået til ca. 25 mill. kr. pr station. Disse radarstationer indgår i en varslingskæde, som omfatter i alt 18 stationer, placeret i Norge, Danmark, Tyskland, Italien, Grækenland, Tyrkiet og Cypern.

Viderebringelse af disse varslingsstationers observationer til SHAPE i Paris er et af hovedformålene for det ligeledes under infrastrukturprogrammet planlagte Forward-Scatter-System, som bl.a. vil omfatte en station på Færøerne og en i Krarup i Jylland. Forward-Scatter-Stationen på Færøerne anslås at ville koste ca. 4 mill. kr.

I forbindelse med etablering af radarvarslingsstationen på Færøerne vil det være nødvendigt at foretage ret omfattende vejarbejder samt udbygning af den lokale strømforsyning, bl.a. ved forøgelse af kapaciteten i elektricitetsværket ved Vestmannahavn. Under hensyn til disse arbejders sammenhæng med civile anlægsarbejder på Færøerne har man opnået Infrastrukturkomitéens godkendelse af, at arbejderne ikke udbydes i international licitation, men overdrages danske firmaer.

I forbindelse med projekteringen af varslingsstationen og Forward-Scatter-Stationen har en gruppe af repræsentanter fra danske myndigheder, SHAPE (een repræsentant) og de firmaer, der skal udføre arbejderne, aflagt besøg på Færøerne...

Man vedlægger en ekstraktudskrift af en af Statsministeriet til Forsvarsministeriet afgivet udtalelse vedrørende Landsstyrets stillingtagen til spørgsmålet om delvis færøsk financiering af de for radarstationen nødvendige vejarbejder. Den 13. marts 1959, MogensMunch, Preben Eider, H.HjorthNielsen" (105.L.1.Ø.PøIV.B.107. H.16/Dan. Notat til P.J.V.; FORTROLIGT).

Listin yvir serfrøðingarnar, sum sendir vórðu vil Føroya, verður ikki endurgivin her; men avritið í úrdrátti, ið gjørt varð í Forsætismálaráðnum verður partvís endurgivið:

"... Sagen har været forelagt Færøernes Landsstyre, som har udtalt, at den omhandlede videreførelse af vejen fra Thorshavn ikke vil løse noget trafikproblem, som har betydning for det færøske samfund, og at man fra færøsk side ikke for tiden har interesse i en gennemførelse af dette vejarbejde.

Samtidig har landsstyret imidlertid givet udtryk for, at opførelsen af radarstationen, der overvejende skal tjene militære formål, gør en sikring af evakueringsmulighederne for en væsentlig del af Thorshavns befolkning stærkt aktuel, og at det af hensyn til denne evakuering må anses for absolut nødvendigt, at vejen videreføres til Kollefjord, der er den nærmeste større bygd, og hvorfra der er vejforbindelse til Vestmannahavn. Landsstyret peger endvidere på, at det kan vise sig uhensigtsmæssigt for radarstationen kun at have forsyningsbase i Thorshavn, hvis havn man ikke kan benytte under alle vejrforhold, og som i krigstilfælde kan være ret udsat, og at derfor også hensynet til radarstationen gør det ønskeligt, at vejen videreføres til Kollefjord, således at stationen tillige kan benytte de gode havne i Kollefjord og Vestmannahavn (undirstrikað JT).

Statsministeriet kan for sit vedkommende henholde sig til det af Landsstyret anførte, idet man samtidig skal oplyse, at rigsombudsmanden på Færøerne overfor Statsministeriet har peget på, at det med den indstilling til forsvarsspørgsmål, som er fremherskende i vide kredse på Færøerne - ikke mindst efter den heftige debat i foråret 1957 om værnepligtsspørgsmålet - må anses for politisk uigennemførligt at opnå Lagtingets tilslutning til deltagelse i udgifter, der helt eller blot delvis står i forbindelse med opførelse af militære anlæg" (undirstrikað JT). ... (P.M.V. /R.Bruun-Pedersen; Ekstraktudskrift, København, den 11. juli 1957; Journal nr. 2.F.B.57; FORTROLIGT, Statsministeriet).

Føroyingar vildu fegnir hava oyggjarvegin, men teir vóru ikki hugaðir at gjalda fyri veg, ella onnur endamál, sum kundu verða sett í samband við hernaðarlig tiltøk. Annars tykist Landsstýrið at hava gjørt sær krígsvandan greiðan ("evakueringsmulighederne for en stor del af Thorshavns befolkning"). Ríkisumboðsmaðurin hevur mett ógjørligt at fáa tingið at játta pening til nøkur verndarendamál.

Gjørt verður vart við, at ikki er gjørligt at fáa innlit í allar spurningar hesum viðvíkjandi, fyrr enn skjøl hjá løgtingi og landsstýri hesum viðvíkjandi eru kannað. Høvi hevur ikki verið til tess enn.

Millum skjølini í Uttanríkismálaráðnum eru mong, ið snúgva seg um mótmælisgongurnar í Havnini 1959. Stundir eru ikki at viðgera hesi skjøl nú. Bert skal endurgevast úttalilsi frá Poul Hansen, verjumálaráðharra, 23. marts 1959 til Ritzaus Bureau i sambandi við mótmælis- og kravgongurnar í Havnini stutt frammanundan:

"Den radarstation, der skal bygges på Færøerne, vil få et samlet personale på omkring 150 mennesker. Det er endnu ikke afgjort, hvor mange af disse, der vil få civil status og hvor mange, der skal være militære. Det er heller ikke afgjort, hvor mange, der skal være danske og hvor mange færinger. Men det er ikke udelukket, at der kan antages en del færinger til bemanding af radarstationen. Iøvrigt vil jeg gerne tilføje, at vi naturligvis ikke har planlagt opførelse af en radarstation på Færøerne uden lagtingets godkendelse. Det er meningen, at opførelsen skal begynde i løbet af foråret, og der vil formentlig gå godt et års tid, før stationen kan stå færdig" (endurgivið m.a. í "Land og Folk" 24. mars 1959). Sama dag stóðu somu tíðindi at lesa í "Politiken", borin fram undir yvirskrivtini: "Godkendt af Lagtinget". Eftir er at kanna skjalatilfar Løgtingsins hesum viðvíkjandi.

Nogvir leysir endar eru enn í hesum máli; men greitt er, at bæði áðrenn loyvi varð givið til SHAPE um nýtslu av Skálafirði sum "advansed submarine staging base" í krígstíð,og áðrenn NATO fekk játtan fyri, at byggjast kundi early Warning Radarstøð við tilhoyrandi forward-scatter-skipan í Mjørkadali/Sornfelli, kunnaði danska stjórnin løgmann um hesi mál.

Strategiski týdningur Føroya fyri NATO

Í Uttanríkismálaráðnum eru nøkur skjøl, sum lýsa strategiska týdning Føroya fyri NATO. Tey verða endurgivin her, heilt ella partvís. Av tí, at tey líkjast rættiliga nógv koma endurtøkur fyri í ávísum føri. Skjølini eru tó so áhugaverd, at betur er at endurgeva ov nógv av innihaldi teirra enn ov lítið. Tann, ið lesur tey, skilir tann týdning, Føroyar høvdu fyri NATO í fimti og sekstiárunum - og helst eisini seinri (Øll hesi skjøl eru stemplað "HEMMELIGT" ella "YDERST HEMMELGT"):

"Færøernes strategiske betydning for NATO.

Færøerne udgør med sin beliggenhed i det nordlige Atlanterhav mellem England og Island i tilfælde af krig et vigtigt led i forsvaret af det nordatlantiske område og Storbritannien, og det vil derfor være af afgørende betydning for de vestlige allierede at bevare kontrollen over øerne. Dette gælder formentlig i første række Storbritannien, som i tilfælde af fjendtlig besættelse af øerne ville blive den magt, der i første række ville komme til at lide herunder. Det var da også Storbritannien, der under den sidste krig straks efter Danmarks besættelse overtog kontrollen over øerne.

Udover, at det under en eventuel konflikt vil være nødvendigt for de vestlige allierede at bevare kontrollen over øerne, kan disse også tænkes benyttet som støttepunkt for NATO's flådestyrker, og det kan i denne forbindelse nævnes, at NATO på forhånd har sikret sig adgang til under en eventuel krig at benytte en færøsk fjord som alternativ ankerplads for NATO-flådestyrker.

I forsvarsmæssig henseende er øerne i øvrigt henlagt under den øverstkommanderende for NATO-styrkerne i Atlanterhavsområdet. Set i forhold til Danmark er øerne i forsvarsmæssig henseende under Marinestation Thorshavn, der er direkte underlagt Søværnskommandoen.

Udover hvad der er anført ovenfor, vil Færøerne også på anden måde kunne bidrage til forsvaret af det vestallierede område. Der tænkes herved i første række på, at øerne med deres beliggenhed er velegnede som observationspost mod fjendtlige fly. Med henblik herpå er der af NATO udarbejdet planer om en snarlig oprettelse af en radarvarslingsstation (DEW-LINE-STATION = "Distant Early Warning Station") på øerne, og det er tanken, at denne station skal være et led i en lang kæde af varslingsstationer langs adgangsvejene til NATO-Europa.

Til belysning af, hvilken betydning NATO tillægger disse stationer kan det oplyses, at SHAPE i et memorandum til den stående gruppe i november 1955 bl.a. udtalte, at et koordineret langtrækkende radarvarslingssystem med tilhørende kommunikationssystem i NATO-Europa er af den mest vitale betydning for samtlige NATO-lande, først og fremmest fordi de strategiske gengældelsesstyrker, der anses for den vigtigste aggressionsforhindrende faktor, kun udgør en effektiv trussel, hvis styrkerne kan påregne rimelig tid til at træffe de nødvendige foranstaltninger i tilfælde af et angreb.

I forbindelse med varslingsstationerne er det også nødvendigt, at der sker en udbedring af det eksisterende kommunikationssystem. I så henseende eksisterer der i NATO planer om indførelse af et nyt amerikansk kommunikationssystem "Forward Scatter System", der arbejder ved hjælp af radiobølger. Planerne går ud på at oprette en sådan "Forward Scatter System"-forbindelse mellem Færøerne og Shetlandsøerne. Hvorvidt disse planer bliver ført ud i livet er dog tvivlsomt, idet der nu er planer om med dansk deltagelse (Store Nordiske Telegrafselskab) at oprette en kabelforbindelse fra Skotland over Færøerne til Island, som formentlig på bedre måde kan tilfredsstille de telekommunikationsmæssige behov.

Færøerne er på grund af deres beliggenhed velegnet til stationer til hjælp for navigeringen af skibs- og luftfarten. I øjeblikket eksisterer der en sådan navigationsstation (LORAN-station = LONG RANGE NAVIGATION STATION) på Færøerne. Denne station blev oprettet af englænderne under sidste krig, og overtaget af de danske myndigheder efter krigens afslutning. Fra amerikansk side er der nylig fremsat ønske om, at der foretages en udbygning og forbedring af det eksisterende LORAN-system på Færøerne, og den amerikanske regering har anført, at en forbedring af dette system vil være til stor nytte for skibs- og luftfarten i Nordatlanten.

Fra østlig side har der været stor interesse for Færøerne. Store sovjetiske fiskerflåder har til stadighed opholdt sig i farvandene omkring øerne, og fra de sovjetiske fiskeres side er der endda blevet fremsat ønske om at få overladt en fjord på Færøerne som fast base for trawlere" (HEMMELIGT; 105.L.1. 8/9-58; H.CHR/IHK; Stemplað: Hans Christensen).

Hetta seinasta vísir, hvønn týdning tað hevur, at skjøl í USSR verða kannað, um ein lýsing av støðu Føroya í kalda krígnum skal gerast veruliga nágreinilig.

Annars er at siga, at innihaldið í skjalinum talar fyri seg sjálvt. Týdningur Føroya fyri NATO er lýstur so væl, at óneyðugt er næstan at gera viðmerkingar til innihaldið í skjalinum.

Næsta skjalið verður endurgivið í brotum. Legg eitt nú til merkis, hvussu verjan av Føroyum var undirskipað NATO:

"NOTAT vedrørende Færøernes stilling under Atlantpakten.
I kraft af sin beliggenhed i det nordlige Atlanterhav mellem England, Island og Norge udgør Færøerne i tilfælde af krig et vigtigt led i forsvaret af hele det nordatlantiske område, herunder opretholdelsen af de livsvigtige forbindelseslinjer vestover. Det er da også ved gentagne lejligheder fra NATO's side udtrykkeligt blevet fremhævet, at Færøerne og de øvrige øgrupper i det nordlige Atlanterhav i krigstilfælde er af væsentlig betydning for kontrollen af dette område og for de nødvendige støtteaktioner til NATO-styrkernes operationer. Også disse øgruppers værdi for hele NATO's varslings- og kommunikationssystem er flere gange blevet understreget fra NATO's side.

Måske illustreres den strategiske betydning af Færøerne bedst fra et historisk synspunkt ved begivenhederne under den sidste krig, hvor Storbritannien straks efter Danmarks besættelse overtog kontrollen over øerne.

I forsvarsmæssig henseende hører Færøerne under chefen for Færøernes Marinedistrikt i Thorshavn, der direkte er underlagt Søværnskommandoen. I forhold til Nato's militærmyndigheder er øerne henlagt under den øverstkommanderende for NATO-styrkerne i Atlanterhavsområdet (SACLANT). Dennes kommando-område er opdelt i to underområder, og Færøerne udgør en særlig økommando i det østlige område (EASTLANT), der har hovedkvarter i England, og som kommanderes af britiske officerer.

Det er på ovenstående baggrund, at Færøerne er inddraget i NATO's forsvarsplanlægning, og der skal i det følgende angives de vigtigste områder, på hvilke denne planlægning berører øerne:

1) Der er fra dansk side efter forhandlingerne med den øverstkommanderende for NATO-styrkerne i Atlanterhavsområdet givet tilslutning til, at der under en eventuel krig vil være adgang for NATO's flådestyrker til at benytte en færøsk fjord som alternativ ankerplads.

2) Der er fra dansk side givet tilslutning til planer under NATO's infrastrukturprogram gående ud på snarlig oprettelse på Færøerne af en radarvarslingsstation, der ...

3) Der er fra dansk side givet tilslutning til planer under NATO's infrastrukturprogram gående ud på (Forward-Scatter-Skipanin osfr.).

... (Den 8. september 1958; HEMMELIGT; P.J.V.j.nr.105.L.1. HEMMELIGT;

Notat om Færøernes stilling under Atlantpakten;H.Chr/AS/Hee; Stemplað: Eider).

Úr einum øðrum notati um sama evni verður hetta endurgivið:
" ... Omvendt ville Færøerne i fjendtlig besiddelse kunne tjene som en fremskudt base, fra hvilken modstanderne med deres luft- og flådestyrker kunne komme Atlantmagterne tættere ind på livet, ligesom de på denne måde kunne opnå fremskudte varslingsstationer. Det bør herved erindres, at Sovjetunionen i tilfælde af krig, bortset fra områderne ved Hvidehavet og Barentshavet, ikke har flådebaser med fri adgang til Nordatlanten.

...

I tilknytning til ovenstående skal endelig omtales, at der også fra amerikansk side er udarbejdet visse forsvarsplaner for det nordatlantiske område, og at der i denne forbindelse er rettet henvendelse til den danske regering om foretagelse af tekniske undersøgelser på Færøerne med henblik på - gennem indførelse af Loran C-systemet - at opnå en udvidelse og forbedring af navigationshjælpemidlerne. En sådan forbedring ville være til stor nytte for såvel den civile som den militære skibs- og luftfart i Nordatlanten.

De pågældende undersøgelser har fundet sted, og man har fundet et egnet sted for anlæg af en Loran C-station på Østerø ved Ejde. Den amerikanske regering har anmodet om tilladelse til oprettelse af stationen, men forhandlingerne herom er endnu ikke afsluttede" (P. J.V.j.nr.105.L.1.; HEMMELIGT; NOTAT vedrørende Færøernes stilling under Atlantpakten; den 12. februar 1959, Hans Christensen).

Her kemur hernaðarligi týdningurin av Loranstøðini á Eiði greitt fram. Eisini hon var ein liður í vesturlendsku verjuskipanini, sum Føroyar vóru lagdar inn undir.

Seinasta skjal, sum verður endurgivið (í brotum) í hesum sambandi, er dagfest 27. apríl 1959:

" ... De fornødne forhandlinger med de færøske myndigheder er blevet varetaget af Forsvarsministeriet og Statsministeriet, og på et møde den 25. maj 1956 med deltagelse af bl.a. Udenrigsministeriets direktør, Færøernes lagmand og rigsombudsmanden opnåedes der enighed om, at man kunne meddele NATO tilslutning til stationens bygning.

Oppositionen på Færøerne har senere anket over, at lagtinget ikke blev hørt i sagen, og den herefter fremkomne polemik har medført visse demonstrationer på Færøerne, ligesom der er fremkommet et enkelt tilfælde af sabotage mod byggearbejdet (overskæring af telefonledninger). Ifølge meddelelser i pressen den 26. d.m. har Lagtinget nu med 17 stemmer mod 12 godkendt Landsstyrets stillingtagen" (27.4.1959; P.J.V.j.nr.105.L.1. NOTITS. Færøernes stilling under Atlantpakten; HEMMELIGT; Hans Christensen).

 

Tá ein nú hevur fingið eina mynd av, hvussu stóran strategiskan týdning Føroyar høvdu í NATO-samanhangi, og í tí sambandi sjálvandi eisini fyri verjuna av Vesturheiminum, so er torført at ímynda sær, at vestanveldini høvdu góðtikið, at Føroyar høvdu sloppið undan militarisering undir kalda krígnum. Formliga komu Føroyar undir NATO, tá danska stjórnin í 1949 undirritaði NATO-sáttmálan. Heimastýrisskipanin legði uttanríkismál og verjumál í danskar hendur. Heimastýrið hevði ikki veruliga ávirkan á hesi viðurskifti. Men tað, sum í skjølunum verður nevnt "oppositionen på Færøerne", nýtti rætt sín til at mótmæla. Sum nakrir av sjálvsstýrispolitikarunum tá á døgum tóku til: Rætt er, at Løgtingið ikki hevur vald á hesum øki; men rættin til at mótmæla hevur tingið tó. Men eftir er nágreiniliga at kanna tað, sum fór fram í tinginum í 1959.

Hernaðarligt virksemi í Føroyum uml. 1960

Millum skjølini í Uttanríkismálaráðnum eru nøkur, sum lýsa hernaðarliga virksemið í Føroyum uml. 1960 - bæði tað, sum veruliga var sett í verk tá og tað, sum umhugsað varð at seta á stovn. Eisini verður grett frá, hvussu fíggingin av hesum tiltøkum fór fram. Av umrøddu skjølum verða tvey endurgivin her (í brotum). Tað fyrra av hesum skjølum er dagfest 9. mars 1960 og ber heitið:

"Militære installationer på Færøerne (bortset fra den danske marinestation i Thorshavn):

I. Loran A-stationen på Skuvanæs på Suderø

... Denne station blev efter krigen overtaget af Danmark og drives nu af Fyr- og Vagervæsenet for ICAO's regning. Det er hensigten, at stationen fortsat skal være i drift i de kommende år trods tilstedeværelsen af den nye Loran C-station (j.fr. nedenfor).

II. Loran C-stationen ved Ejde på Østerø

1. Ved noteveksling af 17. - 23. februar 1959 blev der truffet aftale mellem Danmark og USA om oprettelse af en Loran C-station på Færøerne. Stationen, der blev sat i drift den 15. december 1959, er opført og drives af Danmark, men de med opførelsen og driften forbundne udgifter refunderes af USA (undirstrikað JT). Stationen er et navigationshjælpemiddel, der er til nytte for såvel den militære som den civile skibs- og luftfart.

I august 1958 foretog et dansk-amerikansk undersøgelseshold på 8 - 9 medlemmer orienterende undersøgelser på Færøerne med henblik på stationens oprettelse. Endvidere er i forbindelse med stationens igangsætning og afprøvning enkelte amerikanske teknikere for tiden stationeret på Færøerne, ligesom man har tilladt en amerikansk kystvagtkutter at besejle dansk territorialfarvand ved Færøerne i perioden 27. december 1959 - 15. januar 1960 i forbindelse med afprøvning af stationen.

Endelig har man givet tilladelse til, at et hold fra De forenede Staters Coast Guard i perioden 1. februar - 31. juli 1960 foretager kalibreringsflyvninger m.v. i forbindelse med Loran C-kæden. Medfører ikke besøg på eller ved Færøerne.

2. Sagen ses ikke at have givet anledning til kritik i den færøske presse eller i Lagtinget. Det bemærkes, at Tjóðveldisflokken (republikanerne) i bemærkningerne til et forslag til vedtagelse i Lagtinget af 23. marts 1959 vedrørende radarstationen på Sodnfelli (se nedenfor) stemplede også Loran C-stationen som en "militær foranstaltning". Det udvalg, som af Lagtinget blev nedsat til behandling af sagen, fandt dog i sin betænkning af 21. april 1959, at det på grundlag af det fremlagte materiale var tvivlsomt, om det kunne anses for bevist, at Loran C-stationen bygges af Nato som et led i denne institutions militære forsvarsforanstaltninger.

III. Radar-varslingsstationen på Strømø i bunden af Kollefjorden (Sodnfelli)

1. Stationen, der alene udstyres med henblik på varslingstjeneste, er et led i en kæde af varslingsstationer langs adgangsvejene til NATO-Europa. Byggeudgifterne er anslået til ca. 25 mill. kr. og financieres under Infrastrukturprogrammets 8. slice, hvortil bemærkes, at Infrastrukturkomittéen har godkendt, at de nødvendige anlægsarbejder m.v. ikke udbydes i international licitation, men overdrages danske firmaer. I tilslutning til radarstationen etableres et nyt radiokommunikationssystem (Forward Scatter System), der bl.a. omfatter en forbindelse mellem Færøerne og Shetlandsøerne. Udgifterne i forbindelse med dette systems etablering vil antage ca. 4 mill. kr. og agtes ligeledes financieret af Infrastrukturprogrammet.

Det er tanken, at stationen, som endnu ikke er færdigbygget, skal underlægges SHAPE men have 100% dansk bemanding ...

2. ...

... Under en debat i Lagtinget i marts 1959 krævede Tjóðveldisflokken øjeblikkelig standsning af alle militære planer på Færøerne og folkeafstemning om den foreliggende sag. Sagen blev henvist til behandling i et udvalg, og den 25. april 1959 godkendte Lagtinget med 17 stemmer mod 12 Landsstyrets stillingtagen, idet dog Lagtinget samtidig understregede sin modstand mod militær udbygning på Færøerne i sædvanlig forstand, såfremt der skulle blive tale derom" (undirstrikað JT).

IV. Skálafjørðurin sum krígshavn (endurtøka óneyðug). (Notits; HEMMELIGT; P.J.V.j.nr.105.L.1.; genp. til. 105.L.2.; Den 9. marts 1960; stemplað: Poul Steenberger).

Seinra skjalið ber heitið: "Anlæg af militær betydning på Færøerne".

"I. Eksisterende anlæg

1. Loran A-stationen på Skuvanæs. .............

2. Loran C-stationen ved Ejde på Østerø. ... Sammen med tilsvarende stationer i Island og Nordnorge dækker den færøske station den nordligste del af Atlanterhavet og det nordlige Ishav.

3. Den danske marinestation i Thorshavn ... har ifølge Forsvarsministeriet for tiden en bemanding på ca. 20.

4. Air-strip ved Sørvåg på Vågø.

Under krigen anlagde Storbritannien en militær flyveplads ved Sørvåg. Den er ikke siden blevet udbygget, men kan stadigvæk anvendes i et vist omfang.

II. Planlagte anlæg, der er godkendt fra dansk side

1. Early Warning Station og Forward Scatter Station i bunden af Kollefjorden (Sodnfelli) på Strømø.

Det pågældende radarvarslings- og kommunikationssystem financieres under Infrastrukturprogrammets 8. slice og ventes færdigbygget i 1962. Radarstationen indgår i en varslingskæde, som omfatter 18 stationer placeret i Norge, Danmark, Tyskland, Italien, Grækenland, Tyrkiet og Cypern ... Early Warning stationens drift vil kræve 139 mand (heraf 14 civile) og Forward Scatter anlægget ca. 10 mand. Det er tanken, at begge anlæg skal have 100% dansk bemanding.

2. Anlæg for radioforbindelse ISCOMFAROES-COMNORLANT (Nordskotland) 1 km. nord for Thorshavn.

Anlægget, der finansieres under Infrastrukturprogrammets 6. slice, ventes etableret medio 1962. Det vil blive installeret i en bygning, som tillige skal huse udstyr for flådestationen i Thorshavn og vil kun kræve 2 - 3 mands betjening.

III. Planlagte anlæg, der ikke er godkendt af Danmark

1. STRIKE FLEET - kommunikationsanlæg.

Anlægget, der har til formål at etablere kommunikationslinjer mellem Færøerne og flådestyrkerne i Nordatlanten, er optaget i SACLANT's forslag til Infrastrukturprogrammets 12. slice, men dets placering på Færøerne er endnu ikke godkendt af Danmark. Det skønnes at ville koste 6.000 pund og kræve en bemanding på 2 - 5 mand.

2. Amerikansk Forward Scatter station

Fra amerikansk side rejstes i marts 1960 spørgsmålet om etablering af en national amerikansk kommunikationsstation på Færøerne. Stationen vil efter den amerikanske ambassadørs oplysninger i et møde hos statsministeren den 13. december 1960 koste ca 2 1/2 millioner dollars, af de ca 18 mand, anlæggets drift ville kræve, kunne ca, 15 være danske. Fra dansk side har man givet tilladelse til, at et mindre amerikansk undersøgelseshold i denne anledning besøgte Færøerne, men man har ikke - ej hellere i princippet - givet tilslutning til stationens etablering.

IV. Skálafjørðurin

(Tað sama, sum fyrr er sagt: NATO fekk loyvi at nýta Skálafjørðin í krígstíð) Dette er sket i indforståelse med lagtingsmand (skal vera lagmand) Djurhuus, som dog har fundet det rigtigst, at ikke andre på Færøerne orienteres om sagen.

Endelig bemærkes, at de danske myndigheder siden 1955 har godkendt, at tilladelser for amerikanske flyvemaskiner, stationeret i Island, til at overflyve Færøerne i forbindelse med recognosceringer af den i det pågældende farvand liggende sovjetiske fiskerflåde, og i forbindelse med tilvænningsflyvninger over den tidligere britiske flyveplads på Færøerne, kan indhentes ved direkte anmodning fra Commander Iceland Defence Forces til chefen for Færøernes Marinedistrikt for hver enkelt flyvning". (P.J.V.j.nr.107.H.4.Dan.; Genpart til 105.L.2.;24/1-1961; C.U. Haxthausen).

Við hesum báðum skjølum er fingið til vega yvirlit yvir bæði tað hernaðarliga virksemið, sum var í Føroyum uml. 1960 og tað, sum ætlað var at seta í verk. Eisini fevnir yvirlitið um tað virksemið, sum Danmark hevði góðkent og tað, sum Danmark (fyribils) ikki hevði góðkent. Legg til merkis frágreiðingarnar um, hvussu hetta virksemið varð fíggjað. Frágreiðingarnar hesum viðvíkjandi svara væl til ta frágreiðing, sum Gram, táverandi danski verjumálaráðharrin, gav Johan Nielsen, fólkatingsmanni, tá hann í Fólkatinginum setti fram fyrispurning, um danir vunnu pening av hernaðarliga virkseminum í Føroyum. Tað vóru fyrst og fremst tjóðveldismenn, sum settu fram tann pástand, at danir vunnu pening av støðunum í Mjørkadali v.m. Hetta kann ikki prógvast (ella endaliga mótprógvast) út frá teimum skjølum, undirritaði higartil hevur fingið innlit í. Hinvegin er toliliga greitt, at danir hava roynt at spara nakrar útreiðslur til verndarendamál á fíggjarlóg ríkisins, og í tí sambandi hava teir vart seg móti atfinningum fra ávísum NATO-limalondum við at vísa á, at teir løgdu pening í føroyska og grønlendska samfelagið. Á tann hátt søgdu teir seg tryggja friðin í hesum londum, og hetta var í sjálvum sær eitt NATO-áhugamál.

Samanber í hesum sambandi við tað, sum skrivað er fyrr í hesi frágreiðing um áhuga amerikumanna í føroyskum viðurskiftum: Í sambandið við Klaksvíkstríðið vístu amerikumenn á, at góð viðurskifti ikki fingust í lag Føroya og Danmarkar millum, fyrr enn livikorini í Føroyum gjørdust nøkulunda ájøvn teimum donsku. Tað er neyvan av tilvild, at fólkapensjónin og aðrar sosialar ábøtur Føroyum viðvíkjandi komu seinast í fimtiárunum, sum ávíst fyrr í hesi viðgerð. Men, skulu samanberingar gerast millum tær peningaligu veitingar, danir hava latið føroyska samfelagnum, og sparingar teirra til verjuendamál á rikisfíggjarlógini, so má annað skjalatilfar finnast fram enn tað, sum higartil hevur verið gjørligt at nýta.

Tó skal verða víst til eina samrøðu, sum fór fram í 1958 millum táverandi danska uttanríkismálaráðharran Jens Otto Krag og amerikanska sendimannin L. Satterthwaite í sambandi við bygging av Loran C-støð í Føroyum. Krag helt tá fyri, at samband mátti vera millum tað, at danir lótu frá sær rættindi yvir føroyskum og grønlendskum økjum til støðir, sum USA og NATO nýttu í hesum londum, og tað, at danir vildu hava lágar (avmarkaðar) verjuútreiðslur: "After Foreign Minister Krag had read the Embassy's note on the Loran Station in the Faroes ... he said that Denmark was always pleased to be able to help the United States and contribute substantially to fullfilling its NATO obligations by making available Greenland and the Faroes. He said this made the danish defence budget look better and have more meaning, and he was pleased to see that this fact was recognized by our Government and Ambassador Peterson ......". (Copenhagen Embassy, Class. Gen. Rec., Box 16; Folder 430.3; Loran, 21.11.1958).

Hetta kann so aftur samanberast við tað, sum Uffe Ellemann-Jensen skrivaði um sama mál, sí fyrr í hesi viðgerð.

14. juli 1995 setti føroyski fólkatingsmaðurin Óli Breckmann fram henda fyrispurning í Fólkatinginum til danska forsætismálaráðharran:

"Vil statsministeren oplyse, om den danske stat har haft en økonomisk indtægt af eller er sluppet økonomisk billigere i NATO-ydelse for aftaler om benyttelse af færøsk landområde til bl.a. Loran A, Loran C, Færøernes Kommando og Flyvestation Tórshavn, som hidtidige danske statsministre har gjort med USA og/eller NATO om forsvarsinstallationer på Færøerne".

Fyrispurningur Óla Breckmanns var væl grundgivin, og svar Poul Nyrups var nágreiniligt. Ov langt verður at endurgeva alt hetta her; men sigast kann, at Nyrup m.a. avsannaði, at verjutiltøkini í Føroyum høvdu havt við sær, at danski staturin hevði latið minni fíggjarligar veitingar til NATO (sum limaland). Samstundis vísti Nýrup m.a. á, at føroyska samfelagið hevði havt ávísar fíggjarligar inntøkur av omanfyri nevndu tiltøkum (tollur, jarðaravgjald v.m.).

---------------------------------

Viðvíkjandi tí partinum av hernaðarligu tiltøkunum, som danir (fyribils) ikki høvdu góðkent umleið 1960 er at siga, at rættiliga nógv tilfar hesum viðvíkjandi er at finna í skjalasøvnum hjá donskum myndugleikum; men stundir eru ikki til at viðgera hetta tilfar nú.

Um amerkonsku USAF Tropo Scatter-støðina í Føroyum, sí Sámal T. F. Johansen: "Færøerne under den kolde krig" (1999).

Skjøl frá donskum myndugleikum til Løgmansskrivstovuna

Í 1998 sendu danskir myndugleikar Løgmansskrivstovuni nøkur skjøl, sum hava týdning fyri hesa frágreiðing. Tey mest týðandi av hesum skjølum verða endurgivin her, nøkur teirra í brotum.

14. desembur 1959 sendi Forsætismálaráðið skriv til Uttanríkismálaráðið við hesum innihaldi:
"Under henvisning til udenrigsministeriets skrivelse af 10. december 1959 (P.J.V.j.nr.105.L.2./7.) vedrørende meddelelse fra De forenede Staters ambassade om Loran C-stationens påtænkte igangsættelse den 15. december 1959 kl.9,00 skal man herved meddele, at man i dag fra rigsombudsmanden på Færøerne har modtaget et sålydende telegram:
"Re telegram LORAN-station. Landsstyret godkender at stationen sættes i drift som anført,"
hvortil statsministeriet for sit vedkommende kan henholde sig.

P.M.V./E.B. R. Bruun Pedersen". (Statsmin. j.nr. 18.n.59; HEMMELIGT).

Hetta merkir, at Loranstøðin á Eiði byrjaði sítt virksemi 15. desembur 1959 við góðkenning frá Føroya Landsstýri.

6. mai1960 sendi ríkisumboðsmaðurin Forsætismálaráðnum skriv um nakrar menn úrU.S.Air Force, sum ætlaðu sær til Føroya. Skrivið hevur hetta innihald:

"Hoslagt tilbagesendes den med statsministeriets påtegning af 29. april 1960, j. nr. 25. N. 60, tilsendte sag vedrørende tilladelse for en mindre gruppe af U. S. Air Force til at besøge Færøerne med henblik på at undersøge mulighederne for eventuel etablering af en kommunikationsstation på Færøerne.

Sagen har været forevist lagmand P. M. Dam, som har udtalt, at han ikke fandt, at besøg af det omhandlede hold ville vække særlig opsigt, idet der i forvejen ofte aflægges besøg i forbindelse med den projekterede NATO-radarstation, men medlemmerne af det omhandlede undersøgelseshold burde efter lagmandens opfattelse instrueres om betydningen af, at det ikke kom offentligheden til kundskab, at der var tale om eventuelt at bygge yderligere en kommunikation på Færøerne.

Lagmanden udtalte i øvrigt, at han på det nuværende forberedende stadium ikke ønskede at drøfte sagen med sine kolleger i landsstyret, endsige forelægge den i lagtinget" (undirritað: N. Elkær-Hansen; HEMMELIGT; Stmn.j.nr.26.N.60).

Legg til merkis, at tað var ikki NATO, men U.S. Air Force, sum í 1960 ætlaði at senda fólk til Føroya at kanna møguleikarnar fyri at seta á stovn eina kommunikatiónsstøð her í landinum. Hetta merkir, at ætlaða støðin ikki var ein NATO-støð, men ein amerikonsk støð. Legg eisini til merkis, at P.M. Dam ikki vildi hava, at almenningurin fekk at vita, at tað var upp á tal, møguliga at byggja eina kommunkatiónsstøð afturat í Føroyum. Fyribils ætlaði Dam sær hvørki at siga hinum landsstýrismonnunum frá hesum - ella at leggja málið fyri tingið.

7. Januar 1961 sendi ríkisumboðsmaðurin skriv til Hr. departementschef J. Elkjær Larsen, Statsministeriet. Alt skrivið verður endurgivið:

"Kære departementschef Elkjær Larsen.

Efter modtagelsen af Deres hemmelige brev af 14. december 1960 vedrørende opførelse af en radiostation til brug for NATOS flådestyrker i Atlanterhavet havde jeg en personlig samtale med lagmand Dam om sagen. Lagmanden ønskede ikke at orientere sine landsstyreskolleger om spørgsmålet. Såfremt sagen officielt blev rejst over for landsstyret, måtte lagmanden ikke alene undlade at tiltræde forslaget, men endog protestere mod det. Den politiske baggrund for Dams indstilling har man redegjort for i et personligt brev af 30. november 1960 til statsministeren (hetta skriv er ikki millum skjølini). Jeg forstod af vor samtale, at lagmanden var indstillet på før eller senere at give udtryk for sin protest mod den militære udbygning på Færøerne.

Under samtalen spurgte lagmand Dam, om det var muligt at anbringe den i Deres brev omhandlede station ved Ejde i stedet for ved Thorshavn.

Lagmanden ønskede ikke at have nogen kontakt med den undersøgelsesgruppe, der ifølge deres brev vil blive sendt hertil". (Thorshavn,7.januar 1961,N. Elkær-Hansen; HEMMELIGT).

Tað, sum nevnt verður "en radiostation til brug for NATO's flådestyrker i Atlanterhavet", kann vera tað sama sum "Strike Fleet"- kommunikatiónsskipanin, sum er umrødd omanfyri. Dam hevur ikki viljað tosað við hinar landsstýrismenninar um málið. Skjalið um "den politiske baggrund for Dams indstilling" er ikki funnið enn; men greitt er út frá hesum beint omanfyri endurgivna skjali, at Dam í prinsippinum hevur verið ímóti hernaðarligari útbygging í Føroyum - sbr. orð ríkisumboðsmansins "Jeg forstod på vor samtale, at lagmanden var indstillet på før eller senere at give udtryk for sin protest mod den militære udbygning på Færøerne".

10. mars 1961 sendi Forsætismálaráðið skriv til Niels Svenningsen, stjóra í Uttanríkismálaráðnum. Innihaldið snýr seg um amerikonsku Forward-Scatter-støðina í Føroyum, sum ikki var tað sama sum sjálv NATO-støðin. Allur teksturin verður endurgivin:

"Kære direktør Svenningsen.

I anledning af udenrigsministeriets skrivelse af18. januar1961 (P. J. V.j.nr.195.L.2) vedrørende en henvendelse fra den amerikanske ambassade om principiel godkendelse af opførelsen af en national amerikansk Forward Scatter Station på Færøerne skal jeg meddele, at rigsombudsmanden nu på statsministeriets foranledning under en personlig samtale har forelagt sagen for lagmand P. M. Dam.

Rigsombudsmanden har herefter sendt statsministeriet sålydende telegram:

"Ref statsministeriets telegram vedrørende amerikansk Forward Scatter station. Under personlig samtale anførte lagmanden, at han principielt måtte henholde sig til tidligere udtalelser til rigsombudsmanden, jfr. dennes* skrivelse af 7. januar 1961 til departementschefen. Lagmandens opfattelse af stationens placering i tilknytning til eksisterende radarstation må foretrækkes, idet der i så fald er tale om udvidelse af igangværende projekt (undirstrikað við hond í tekstinum). Hvis Vågø fastholdes må lagmanden kræve sagen forelagt officielt til åben diskussion, og han antydede, at det i så fald kunne være afgørende for sagens udfald, at Færøernes ønske om flyveforbindelse samtidig kunne opfyldes. Lagmanden betragter sig som uvidende om stationen".

Da landsstyret således ikke ønsker at tage egentlig stilling til sagen, kan statsministeriet ikke afgive noget officielt svar, men vi er herfra enige i, at en placering af stationen i tilknytning til den eksisterende radarstation ved Thorshavn må foretrækkes fremfor en placering på Vågø (undirstrikað við hond í tekstinum); vi går herved ud fra, at det til driften af den udvidede radarstation fornødne personel reduceres til det mindst mulige, at der alene bliver tale om personel af dansk (eller færøsk) nationalitet, og at stationen fortsat drives som en station under SHAPE og ikke får karakter af en national amerikansk station (undirstrikað JT).

Statsministeriet er for sit vedkommende rede til at deltage i en drøftelse med de interesserede parter om en løsning efter disse retningslinjer. Afdelingschef Lindthardt, forsvarsministeriet, er samtidig gjort bekendt med foranstående.

Det tilføjes, at afskrift af den i telegrammet nævnte skrivelse fra rigsombudsmanden tidligere underhånden er sendt til udenrigsministeriet (fuldmægtig Steenberger*). Med venlig hilsen, Deres hengivne" (ólesandi undirskrivt; Pol.Jur.Afd.: HEMMELIGT; 105.L.2.; * Niðast á breddan er skrivað við hond: "Aldrig modtaget af mig. Dette har jeg nu fortalt fru Bruun-Pedersen". 14/3, S.).

Aftur hesa ferð snýr málið seg um ta amerikonsku (ikki NATO-) Forward Scatter støðina í Føroyum, sum fekk innivist á Sornfelli. P. M. Dam hevur gjørt greitt, at prinsipielt vildi hann einki hava við hetta mál at gera ("lagmanden betragter sig som uvidende om stationen"); men skuldi henda støð fáa innivist í Føroyum, mátti hetta heldur vera á Sornfelli saman við verandi NATO-virkseminum har.

Ein trupulleiki hjá Forsætismálaráðnum hevur verið, at "landsstyret ikke ønsker at tage egentlig stilling til sagen", og nevnda ráðharrastova kundi tí bert siga, "at en placering af stationen i tilknytning til den eksisterende radarstation ved Thorshavn må foretrækkes". Varð amerikanska støðin løgd á Sornfelli, so kundi hetta dyljast sum ein "vanlig" útbygging av verandi NATO-støðini har. Varð nevnda støð harafturímóti løgd í Vágum, so mátti málið, sambært Dam, fáa almenna viðgerð, og so áttu føroyingar at fingið flogsamband afturfyri (quid pro quo). Ið hvussu er hevði hetta komið upp á tal.

Eisini eigur at verða lagt til merkis, at danir hava hugsað sær, at "den udvidede radarstation" skuldi mannast við dønum ella føroyingum og rekast undir SHAPE. Um hetta veruliga var tann TropoScatter-støðin, sum amerikumenn fingu innivist fyri á Sornfelli, og nógv bendir á, at talan er um somu støð, so vísti tað seg seinri, at amerikumenn ikki vildu hava teirra støð undirlagda NATO. Hon varð, eftir amerikonskum kravi, rikin av U.S. Air-Force.

Eisini vísir hetta skjal ta tvístøðu, løgmaður hevur verið í. Hann hevur verið undir trýsti frá donsku stjórnini, sum vildi hava hann at ganga undir, at nýggj hernaðarlig útbygging skuldi fara fram í landinum. Hinumegin stóð føroyska andstøðan, sum hevði gjørt "hervaldið av landinum" til eitt politiskt aðalmál.

Skal ein meira fullfíggjað og rættvís lýsing gerast av hesum viðurskiftum, so er neyðugt eisini at viðgera hernaðarmálini í tíðarskeiðinum hjá Sjálvstýrislandsstýrinum - og longur fram.

Í einum skrivi frá Forsætismálaráðnum, dagf. 17.12.1962, varð ríkisumboðsmaðurin endurgivin fyri at hava ført fram nøkur skilagóð sjónarmið fyri donsku stjórnina. Tað ítøkiliga málið var um ávísar broytingar, sum skuldu gerast í Loranstøðini á Eiði. Men, um allan framferðarháttin, sum nýttur hevði verið í sambandi við hernaðarligu útbyggingarnar í Føroyum sum heild, helt ríkisumboðsmaðurin:

" ... at den hidtil fulgte fremgangsmåde i lignende sager, hvor planer omgås med hemmelighedsfuldhed, efterhånden som planerne ved deres praktiske udførelse bliver kendt, har givet anledning til gisninger og rygter, der går langt ud over det faktisk foreliggende, og giver yderliggående elementer grundlag for en propaganda, der må anses for mere skadelig end den kritik, der eventuelt vil fremkomme ved en helt selvfølgelig og naturlig oplysning om det forestående. Hemmelighedsfuldheden virker endvidere anstødelig på det flertal, der fornuftsbetonet vil acceptere anlæg som det omhandlede, idet den anses som udslag af mistillid ...". (Forsætismálaráðið til Uttanríkismálaráðið 17.12.1962; J.nr. 66.N.62).

Tá ein sær burtur frá, at tað er torført hjá myndugleikum at vera opnir um mál, sum hava so stóran hernaðarligan týdning, sum mangt av tí hevði, sum amerikumenn og NATO vidu hava gjørt í Føroyum undir kalda krígnum, so ber illa til at siga annað enn, at ríkisumboðsmaðurin hevði rætt í sjónarmiðum sínum. Hetta, at so nógv av tí, ið fór fram í hesum árum, varð dult fyri føroyingum, førdi til illgitingar (og eftirtíðin kann staðfesta, at tær í mongum føri vóru grundaðar) og minkandi álit bæði á myndugleikar landsins og ríkisins.

Seinasta skriv, ið verður tikið til viðgerðar í hesum sambandi, er frá juli 1984 (sjálv dagsetingin kann ikki lesast á ljóstakinum). Tað var táverandi danski uttanríkismálaráðharrin, Uffe Ellemann-Jensen, sum tá ætlaði sær at vitja í Føroyum. Í tí sambandi gav Poul Schlüter honum hesi góðu ráð:

"Kære udenrigsminister,

Jeg har erfaret, at du besøger Færøerne i slutningen af måneden og bl.a. skal have et møde med lagtingets markedsudvalg. Vi går ud fra her i huset, at du da vil få stillet spørgsmål om kontakten mellem de danske og færøske myndigheder om opførelsen af NARS-stationen i Mørkedal ...

Med henblik herpå mener jeg, du bør være orienteret om følgende, som fremgår af statsministeriets akter fra de pågældende år. Det er klart, at rigsmyndighederne holdt det daværende landsstyre, repræsenteret ved lagmand Peter Mohr Dam (S), underrettet om stationens opførelse, og at det var lagmandens afgørelse, i hvilket omfang han ville orientere sine kolleger i landsstyret og lagtinget, jfr. dine svar i folketinget om sagen. Dams kolleger i landsstyret var vicelagmand Kristian Djurhuus (samband) og N. Winther Poulsen (gl. selvstyre). En gennemlæsning af akterne viser imidlertid, at rigsmyndighederne for så vidt accepterede den vanskelige situation, lagmanden stod i mellem på den ene side regeringen, som krævede stationen opført, og på den anden side risikoen for at give løsrivelsesfolkene vind i sejlene ved at akceptere stationens opførelse i modstrid mod den udbredte færøske holdning om at undgå militær på Færøerne.

Netop dette spørgsmål om orientering om NARS-stationen vil utvivlsomt blive et emne i valgkampen inden lagtingsvalget til efteråret. Jeg føler, at rigsmyndighederne fortsat bør være forstående over for de særlige politiske forhold på Færøerne, som gjorde, at den daværende lagmand i denne sag måske ikke holdt det øvrige landsstyre orienteret i sædvanligt omfang.

Jeg vil derfor bede dig om så vidt muligt at tage hensyn hertil under dine samtaler på Færøerne og ønsker dig iøvrigt en god tur derop. Med venlig hilsen, Poul Schlüter" (Statsministeriet, J.nr.4055 -6.; 107.H.17.Dan.2.).

Meting

Í hesum skrivi frá Poul Schlüter sleppa danskir myndugleikar ov lætt. Væl kann tað vera, at løgmenn - og møguliga eisini aðrir oddapolitikarar í Føroyum - í ávísum førum ikki hava handfarið hernaðarmálini við nóg stórum opinleika, og tað kann eisini vera rætt, at hetta er gjørt av innanlendis politiskum viðurskiftum í Føroyum; men av teimum skjølum, sum eru viðgjørd í sambandi við hesa frágreiðing, er meira enn eitt dømi um, at danskir myndugleikar ikki kunnaðu føroyskar politikarar um hernaðarmál, fyrr enn ætlanirnar hesum málum viðvíkjandi vóru langt ávegis komnar. Fyrr í hesum kapitlið er eitt nú víst á, at tá Kristian Djurhuus vendi sær til danska ráðharrastovu fyri at spyrja um herflogvallarmálið í Vágum, vóru danskir embætismenn samdir um ikki at geva løgmanni innlit í málið.

Tað vóru danir, ið avgjørdu, nær teir kunnaðu føroyskar myndugleikar um NATO - og onnur hernaðarlig krøv og áhugamál, og danskir myndugleikar avgjørdu eisini, hvussu nógv innlit føroyingar skuldu fáa í hesi mál. Ein av trupulleikunum hjá landsstýrismyndugleikunum hevur verið at handfara nevndu mál mótvegis almenninginum og politisku andstøðuni í Føroyum.

Eisini er neyugt at minnast til, at krøvini um hernaðarliga v.m. útbygging í Føroyum í seinasta enda komu frá stórveldunum í vesturheiminum og NATO. Føroyar lógu í tí partinum av Norðuratlantshavinum, sum NATO hevði átikið sær verjuna og hernaðarligu ábyrgdina av mótvegis Sovjettsamveldinum og sameindu tess eystanfyri undir kalda krígnum. Í hesi frágreiðing er fleiri ferðir ávíst, at Føroyar høvdu stóran týdning sum liður í teimum verjuskipanum, sum vestanveldini settu í verk eftir seinra heimskríggj. Tann hernaðarligi - og tí eisini politiski - áhugi, sum vestanveldini høvdu í Føroyum í hesi tíð, var so stórur, at óhugsandi er, at Føroyar undir nøkrum umstøðum høvdu sloppið at verið uttanveltaðar. At eisini Sovjettsamveldið sýndi Føroyum stóran áhuga, í nevnda tíðarskeiði, er greitt ávíst í hesi viðgerð. Tað er beint, at í stórpolitiska talvinum tá á døgum vóru Føroyar bert ein lítil finna; men ein góður telvari veit, hvønn týdning finnan hevur. Úr hernaðarligum/strategiskum sjónarmiði er greitt, at høvdu Føroyar ikki tænt NATO-endamálum sínum, so var hol í verjugarðinum hjá vestanveldunum. Hetta kundi ikki góðtakast.