Yrkisskúli fyri fiskiídnað og havbúnað

 

72  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað við seinni broyting verður í § 6 sett inn sum nýtt litra d:

"d) eina yrkisgymnasiala útbúgving innan fiskivinnu og havbúnað".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:

Formliga grundarlagið hjá Fiskivinnuskúlanum er løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað.

Lógin umrøður eina útbúgving og lærugreinar, ið ikki svara til tað virksemi, ið fer fram á skúlanum í dag.

Síðani 1995 hevur skúlin staðið fyri eini 3-ára yrkisgymnasialari útbúgving við støðisári uttan heimild í lógini og uttan nakra kunngerð fyri útbúgvingini. Hetta hevur sjálvsagt elvt til nógvar trupulleikar, bæði fyri fyrisiting og skúla. Misnøgdin um hesi viðurskifti er ofta komin til sjóndar.

Skal útbúgvingin umsitast á nøktandi hátt, er alneyðugt, at formliga grundarlagið er til staðar. Í seinastuni hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið tí, í samráði við skúlastjóran, tilevnað eina kunngerð fyri útbúgvingini. Henda kann tó ikki setast í gildi, fyrr enn lógin gevur heimild fyri tí.

Sostatt verður hetta uppskot til lógarbroyting lagt fyri Løgtingið fyri at útvega neyðugu heimildina til oman fyri nevndu kunngerð.

Lógaruppskotið hevur ikki meirkostnað við sær.

1. viðgerð 22. mars 2000. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 28. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2000 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. mars og 12., 18. og 27. apríl 2000.

Undir nevndarviðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann í skúlamálum.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið og eisini við grundarlagi í tí, sum varð ført fram, tá málið var til 1. viðgerð, er endamálið við lógaruppskotinum at fáa til vega heimild fyri eini 3-ára yrkisgymnasialari útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Undir viðgerðini er nevndin vorðin varug við, at hetta endamál ikki verður rokkið við teirri broyting, sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp, tí hendan ikki samsvarar við innihald og vav av útbúgvingini, so sum ásett í lógini.

Nevndin hevur umrøtt henda spurning við landsstýrismannin, tá hann var á fundi við nevndina, og var hann samdur í sjónarmiði nevndarinnar.

Við støði í hesum hevur nevndin í samstarvi við sakkunnleikan í UMMS gjørt uppskot til broyting í uppskoti landsstýrisins. Nevndin er varug við, at broytingarnar eru víðar í vavi í mun til upprunauppskotið og hevur umrøtt um tað møguliga hevði verið rættari at lagt nýtt uppskot fyri tingið. Niðurstøðan er tó tann, at broytingarnar eru gjørdar fyri at náa tí endamálið, sum var viðgjørt undir 1. viðgerð, og at samsvar tí er millum uppskot landstýrsins og broytingaruppskot nevndarinnar.

Vísandi til omanfyristandandi, mælir ein samd nevnd tinginum at samtykkja uppskot landsstýrisins og setir fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p sk o t 

§ 1 í uppskoti landsstýrisins verður orðað soleiðis:

Í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20.05.1996 verða hesar broytingar gjørdar:

1) § 2 verður orðað soleiðis: "Útbúgvingin innan fiskiídnað og havbúnað skal geva næmingunum almennan og og yrkisligan kunnleika og fjølbroytta starvsvenjing soleiðis, at teir gerast førir fyri at virka í og taka lut í menningini av fiskiídnaðinum og havbúnaðinum, sæð í mun til tað føroyska samfelagið og tey náttúruríkidømi, sum fiskiídnaðurin og havbúnaðurin eru treytaðir av. Útbúgvingin á gymnasialum stigi skal harafturat vera støði undir hægri framhaldslestri."

2) § 3 verður orðað soleiðis: "Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár, íroknað skúlastýrda starvsvenjing. Fyrri partur av útbúgvingini er ein felags støðisútbúgving innan fiskivinnu, ið tekur eitt ár. Støðisútbúgvingin fevnir um yrkisliga upplæring í fiskiídnaði og havbúnaði og um ávísar yrkisgymnasialar lærugreinir. Seinni parturin er ein yrkisgymnasial útbúgving innan fiskivinnu, nevnd Hægri Próvtøka innan Fiskivinnu, ið tekur 2 ár. Bæði fyrri og seinni partur enda við próvtøku, og næmingarnir fáa útflýggjað prógv."

3) § 4 verður orðað soleiðis: "Undirvísingin í støðisárinum byggir á fráfaringarroynd fólkaskúlans. Umsøkjari, sum á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, og sum eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð, kann eisini verða tikin upp.

2. stk. Umsøkjari verður tikin upp til 2 ára yrkisgymnasialu útbúgvingina eftir staðið støðisár. Upptøka fer fram eftir heildarmeting skúlans. Umsøkjari kann eisini verða tikin upp, um hann ella hon á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, og um viðkomandi eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð."

4) § 5 verður orðað soleiðis: "Undirvísingin fevnir í støðisárinum og í 2 ára yrkisgymnasialu útbúgvingini um lærugreinir, sum landsstýrismaðurin ásetir reglur um, her ímillum um innihaldið í lærugreinunum, um hvar í útbúgvingini lærugreinirnar koma fyri, á hvørjum stigi, við hvørjum pultstímatali um árið og um møguligar lærugreinir úr øðrum útbúgvingum.

2. stk. Í støðisárinum verður skipað fyri starvsvenjing eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

3. stk. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um samanseting av lærugreinum til eina samlaða próvtøku fyri Støðisár innan Fiskivinnu og fyri Hægri Próvtøku innan Fiskivinnu.

5. stk. Næmingarnir fáa herumframt útbúgvingar- og yrkisvegleiðing."

  1. § 6 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri:

a) undirvísing í sambandi við støðisárið og framhaldandi yrkisgymnasialu útbúgvingina, innihald og vavi í teimum einstøku lærugreinunum og starvsvenjingina,

b) eftirmeting, próvtøku og krøv í teimum einstøku lærugreinunum til próvtøkurnar."

 

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:

ad 1) Broytingin ber í sær, at lógarheimild verður fyri, at útbúgvingin á Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað eisini fær eitt yrkisgymnasialt innihald, og at yrkisgymnasiala próvtøkan (HIF-útbúgvingin) gevur atgongd til hægri framhaldslestur. Sostatt verður HIF-útbúgvingin javnsett við HH- og HT-útbúgvingarnar.

ad 2) Útbúgvingin fevnir eins og tær yrkisgymnasialu útbúgvingarnar á Handilsskúlanum (FHS & HH) og Tekniska Skúla (SIT & HT) um eitt støðisár og eina 2 ára framhaldandi útbúgving, tilsamans trý ár.

ad 3) Í uppskotinum vera upptøkukrøvini til bæði støðisárið (SIF-útbúgvingina) og tey 2 framhaldsárini (HIF-útbúgvingina) tilskilað. Upptøkukrøvini eru at sammeta við upptøkukrøvini á Handilsskúlanum og Tekniska Skúla.

ad 4) Uppskotið gevur heimild til, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um innihaldið í útbúgvingini á sama hátt sum í hinum miðnámsútbúgvingunum. Orðingarnar í lógarbroytingini fyri hesar útbúgvingarnar verða tær somu sum í øðrum miðnámsútbúgvingum.

ad 5) Reglurnar, ið landsstýrismaðurin ásetir sambært stk. 1, 2 og 3, standa í høvuðskunngerðini fyri SIF- og HIF-útbúgvingina. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur gjørt høvuðskunngerðina í samráð við Fiskivinnuskúlan.

Nærri reglurnar, ið landsstýrismaðurin ásetir um undirvísingina, eftirmeting og próvtøku, standa í nevndu høvuðskunngerð og fylgja somu høvuðstættum, sum aðrar yrkisgymnasialar útbúgvingar.

2. viðgerð 2. mai 2000. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 523-0010/2000
Ll.nr. 69 frá 10.05.2000