53-9 Uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Húsalánsgrunnin, Íbúðargrunnin og Bjálvingarstuðulslánsgrunnin fyri fíggjarárið 1998
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. 2. viðgerð
Ár 2000, 21. mars, legði grannskoðanarnevndin, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, (17 tingmenn viðmæla) vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
til
samtyktar
Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fyri fíggjarárið 1998.
Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:
I: Húsalánsgrunnurin
1. Lógargrundarlag:
Við Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 kom nýggj lóg um Húsalánsgrunn o.a. í gildi. Umframt Húsalánsgrunnin fevnir lógin eisini um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin og Íbúðagrunnin. Við heimild í lógini lýsti landsstýrið tann 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 um Húsalánsgrunn o.a.
2. Endamál:
Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls at veita lán til sethúsa- og íbúðabygging og keyp.
Húsalánsgrunnurin kann sambært § 5 veita hesi lán:
Í kunngerðini eru lýstar nærri reglur um lán og lánstreytir.
3. Fíggjarviðurskifti:
Inntøkurnar hjá Húsalánsgrunninum eru rentuinntøkur av veittum lánum. Eisini er peningur játtaður Húsalánsgrunninum á fíggjarlógini. Fíggjarárini 1982/83-1992 vórðu íalt játtaðar 205 mió.kr., og harumframt fekk Húsalánsgrunnurin í 1994 eftirgivið lán úr oljugrunninum uppá 57,5 mió.kr.
Við heimild í løgtingslóg nr. 28/1995 um lán til Húsalánsgrunnin, hevur grunnurin í 1995 lænt 50 mió.kr. úr Landskassanum. í 1998 rindaði grunnurin 10 mió.kr. aftur av láninum.
4. Ársroknskapur:
Ársroknskapirnir skulu grannskoðast av løggildum grannskoðara og síðani sendast landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.
Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum hjá Húsalánsgrunninum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1994-1997 tikin við.
5. Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1994-1998:
(mió.kr.) |
|||||||||
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
1994 |
|||||
Rentuinntøkur av útlánum |
30,6 |
36,4 |
45,4 |
54,5 |
60,2 |
||||
Rentuútreiðslur og kurstap |
-11,1 |
-19,9 |
-25,9 |
-36,5 |
-42,0 |
||||
19,5 |
16,5 |
19,5 |
18,0 |
18,2 |
|||||
Rakstrarútreiðslur |
-4,7 |
-5,4 |
-5,5 |
-6,0 |
-6,2 |
||||
Av- og niðurskrivingar av fastogn |
-0,1 |
-0,5 |
-0,8 |
-0,6 |
-0,7 |
||||
Avskrivað og avsett móti tapi |
49,9 |
26,9 |
7,6 |
8,7 |
-26,0 |
||||
Rakstrarúrslit |
64,6 |
37,5 |
20,8 |
20,1 |
-14,7 |
6. Yvirlit yvir gongdina í fíggjarstøðuni 1994-1998:
(mió.kr.) |
|||||
Aktiv |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
1994 |
Veðbrøv, útlán |
415,0 |
495,9 |
599,7 |
700,2 |
778,4 |
- avsett móti tapi |
-145,5 |
-196,7 |
-228,7 |
-245,9 |
-283,3 |
269,5 |
299,2 |
371,0 |
454,3 |
495,1 |
|
Tøkur peningur |
28,9 |
108,8 |
109,8 |
52,6 |
31,7 |
Onnur ogn |
18,5 |
43,5 |
40,5 |
52,0 |
51,3 |
Aktiv í alt |
316,9 |
451,5 |
521,3 |
558,9 |
578,1 |
Passiv |
|||||
Lán innanlands |
54,3 |
65,8 |
124,7 |
134,7 |
113,5 |
Lán uttanlands |
8,1 |
193,0 |
233,6 |
284,3 |
340,3 |
Onnur skuld |
7,2 |
9,6 |
18,4 |
23,5 |
26,9 |
69,6 |
268,4 |
376,7 |
442,5 |
480,7 |
|
Eginogn: |
|||||
Eginogn við ársbyrjan |
183,1 |
144,6 |
116,4 |
97,4 |
86,9 |
Játtan á fíggjarlóg |
0,0 |
0,0 |
0,0 |
0,0 |
25,0 |
Rakstrarúrslit |
64,6 |
37,5 |
20,8 |
20,1 |
-14,7 |
Ikki ásannaður kursmunur |
-0,4 |
1,0 |
7,4 |
-1,0 |
0,1 |
Eginogn við ársenda |
247,3 |
183,1 |
144,6 |
116,4 |
97,4 |
Passiv í alt |
316,9 |
451,5 |
521,3 |
558,9 |
578,1 |
7. Roknskapargrannskoðanin:
Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá Húsalánsgrunninum.
II: Íbúðagrunnurin
1. Lógargrundarlag og endamál
Íbúðagrunnurin hevur sambært § 16 í Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. til endamáls at fremja og stuðla kommunum, feløgum og stovnum at útvega og reka íbúðahús, og grunnurin veitir lán til góðkend íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum sambært § 18 skulu verða skipað sum sjálvsognarfeløg ella lutafeløg. Íbúðagrunnurin ella kommunur kunnu sjálv seta á stovn tílík íbúðafeløg ella stovnar.
Til keyp ella bygging av íbúðahúsum lænir Íbúðagrunnurin 20%, og felagið/stovnurin útvegar 15% sum eginpening (§ 24).
Sambært § 17 er stovnsfæ grunsins tann peningur, sum verður játtaður á fíggjarløgtingslógini, og Íbúðagrunninum er heimilað at upptaka neyðug lán til fígging av íbúðahúsum.
2. Roknskaparviðurskifti
Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinumfyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1997 tikin við.
(t.kr.) |
|||||
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
1994 |
|
Rentuinntøkur v.m. | 298 |
56 |
59 |
67 |
52 |
Rakstrarútreiðslur v.m. | (255) |
(291) |
(16) |
(45) |
(0) |
Rakstrarúrslit | 43 |
(235) |
43 |
22 |
52 |
Tøkur peningur v.m. | 11.075 |
831 |
802 |
766 |
830 |
Millumrokning við Landskassan | - |
- |
- |
- |
- |
Millumrokning við deild 2 | 786 |
818 |
818 |
818 |
762 |
Innskot í deild 2 | 495 |
495 |
495 |
495 |
495 |
Veðskuldarbrøv (útlán) | 2.954 |
3.014 |
3.001 |
2.995 |
2.966 |
Aktiv íalt | 15.311 |
5.159 |
5.117 |
5.074 |
5.053 |
Skuld | 385 |
276 |
- |
- |
- |
Eginogn | 14.926 |
4.882 |
5.117 |
5.074 |
5.053 |
Passiv íalt | 15.311 |
5.159 |
5.117 |
5.074 |
5.053 |
Íbúðagrunnurin hevur í mong ár onga játtan havt á fíggjarlógini. Í 1998 vórðu játtaðar 10 mió. kr. til grunnin.
3. Roknskapargrannskoðanin
Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.
III:Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin
1. Lógargrundarlag og endamál
Sambært §§ 8 og 9 í løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. er endamál grunsins at veita rentu- og avdráttarfrí lán til bjálving og orkusparandi tiltøk í húsum ella íbúðum hjá fólka- og avlamispensiónistum.
Avdráttar- og rentufrítøkan heldur vanliga uppat við eigaraskifti, ella tá húsini ella íbúðin verður nýtt av øðrum.
Sambært § 12 kann eitt bjálvingarstuðulslán í mesta lagi vera 110 t.kr. umframt útreiðslur til kanningar, eftirlit, tinglýsing, veðhavaralýsing og byggirentur.
Sambært § 15 fær grunnurin árliga játtan á fíggjarlógini, og peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í grunn.
2. Roknskaparviðurskifti
Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1997 tikin við:
(t.kr.) |
|||||
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
1994 |
|
Rentuinntøkur v.m. | 358 |
394 |
536 |
623 |
306 |
Rakstrarútreiðslur v.m. | (654) |
(601) |
(141) |
(783) |
(867) |
Rakstrarúrslit | (295) |
(207) |
395 |
(160) |
(561) |
(t.kr.) |
|||||
Tøkur peningur v.m. | 4.368 |
5.230 |
6.860 |
10.682 |
11.344 |
Veðskuldarbrøv (útlán) | 43.672 |
38.792 |
34.921 |
28.696 |
26.198 |
Aktiv íalt | 48.040 |
44.021 |
41.781 |
39.377 |
37.542 |
Skuld | 1.118 |
805 |
358 |
349 |
353 |
Eginogn | 46.922 |
43.217 |
41.423 |
39.028 |
37.189 |
Passiv íalt | 48.040 |
44.021 |
41.781 |
39.377 |
37.542 |
Niðanfyristandandi yvirlit vísir, hvussu nógv er játtað á fíggjarlógini einstøku árini sammett við, hvussu nóg er goldið út sum lán.
(t.kr.) |
|||||
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
1994 |
|
Fíggjarlógarjáttan í árinum | 4.000 |
2.000 |
2.000 |
2.000 |
1.500 |
Útgoldin lán í árinum, netto | (4.429) |
(4.015) |
(5.863) |
(2.436) |
(2.888) |
Munur | (429) |
(2.015) |
(3.863) |
(436) |
(1.388) |
3. Roknskapargrannskoðanin
Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.
IV: Viðmerkingar
Vísandi til løgtingsmál nr. 16/13 1998 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapum hjá Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum. Í hesum vóru fleiri tilmæli og áheitarnir á landsstýrismannin, og niðanfyri verður løgtingið kunnað um, hvat síðani er hent.
1. Væntandi skrivligar reglur á fleiri økjum
Víst varð á væntandi skrivligar reglur á fleiri økjum, og heitt varð á landsstýrismannin um at hava eyguni við, at hetta arbeiði verður gjørt liðugt.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at arbeiðið eftir ætlan skuldi vera liðugt um ársskiftið 1999/2000. Leiðslan í Húsalánsgrunninum hevur boðað frá, at arbeiðið verður liðugt í 2000.
2. Viðvíkjandi endurskoðan av lóg og virksemi hjá Húsalánsgrunninum
Viðvíkjandi spurninginum, um verandi virksemi hjá Húsalánsgrunninum er í tráð við upprunaliga endamálið við lógini, varð løgtingið kunnað um, at landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at gera ávísar broytingar, og at møguligar lógarbroytingar verða framdar í komandi tingsetu.
Landsstýrismaðurin upplýsti í juli 1999, at virksemið og lógargrundarlagið verður tikið upp til endaliga revisión á sumri 1999. Landsstýrismaðurin hevur síðani boðað frá, at orka ikki hevur verið at fara undir hetta arbeiði, sum væntandi byrjar í februar/mars 2000.
3. Viðvíkjandi tilknýti til fíggjarlóg
Í uppskotinum til samtyktar varð víst á, at rættasta mannagongdin er, at ætlaða virksemið hjá Húsaláns-, Íbúða- og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum beinleiðis verður tikið við á fíggjarlógina, so løgtingið fær innlit í ætlaða virksemið og fær høvi til at áseta fíggjarligu karmarnar.
Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at bíðað verður eftir Fíggjarmálastýrinum, fyri at finnast kann útav, hvussu farast skal fram, og at hesin spurningur eisini verður tikin upp í sambandi við, at lógargrundarlagið verður endurskoðað. Ætlanin hevur verið at taka Húsalánsgrunnin við á fíggjarlógina á sama hátt sum t.d. apoteksverkið. Løgtingsgrannskoðararnir eru kunnaðir um, at Fíggjarmálastýrið er farið undir at gera neyðugar løgfrøðiligar og búskaparligar útgreiningar viðvíkjandi spurninginum um at taka virksemið hjá grunnunum við á fíggjarlógina.
4. Viðvíkjandi striking av heimildum til lántøku
Mælt varð til, at heimildirnar til lántøku í §§ 4 og 17 í Ll.nr. 118/1997 verða strikaðar.
Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hesin spurningur verður tikin upp í sambandi við, at lógargrundarlagið verður endurskoðað
5. Sjálvsognarstovnurin sambýlir
Ein sjálvsognarstovnur, sum landsstýrismaðurin hevði stovnað til at gera íløgur, varð eisini umrøddur, og víst varð á, at sambært viðtøkunum fella ognirnar aftur til stovnaran, um sjálvsognarstovnurin verður tikin av. Tað sum sipað verður til í hesum sambandi er, at talan ikki er um ein sjálvsognarstovn, tí í løgfrøðiligari merking eigur ein sjálvsognarstovnur seg sjálvan, og tað almenna kann ikki taka stovnin av ella ráða yvir ognunum uttan at koma í stríð við ognarrættin hjá sjálvsognarstovninum. Í uppskotinum til samtyktar varð mett, at tað er skeivt á henda hátt at leggja almennar íløgur uttanfyri fíggjarlógina, og mælt varð til, at hesin "sjálvsognarstovnur" verður tikin av, og at íløgur á hesum øki framyvir verða játtaðar á fíggjarlógini.
Landsstýrismaðurin metti í juli 1999, at tað átti at borið til at fingið sjálvsognarstovnin við á fíggjarlógina. Uppá fyrispurning um, hvat síðani er hent, hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at einki er gjørt. Løgtingsgrannskoðararnir eru kunnaðir um, at Fíggjarmálastýrið er farið undir at gera neyðugar løgfrøðiligar og búskaparligar útgreiningar viðvíkjandi spurninginum um at taka virksemið hjá hesum stovni við á fíggjarlógina.
6. Virksemið hjá Húsalánsgrunninum
Í uppskotinum til samtyktar vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at í ársfrágreiðingini í roknskapinum fyri 1997 verður boðað frá, at eftir ætlan fara Húsaláns- og Íbúðagrunnurin uppí ítøkiligar byggiætlanir í 1998, og sambært ársfrágreiðingini í 1998 hava grunnarnir ognað sær byggilendi í Tórshavn.
Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani heitt á landsstýrismannin um at lata løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing um, hvat hendir í Húsalánsgrunninum m.a. vísandi til tað, sum síðani hevur verið frammi um keyp av byggilendi og um byggiætlanir í Tórshavn, Klaksvík og Vági v.m.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann hevur ta støðu, at Húsalánsgrunnurin v.m. skal vera ein fíggingarstovnur, og skal ikki fara undir at eiga og reka fastar ognir. Landsstýrismaðurin hevur eisini upplýst, at Almanna- og Heilsumálastýrið á fundi við stýrið og stjóran í september 1999 hevur boðað frá hesum.
1. viðgerð 11. apríl 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 3. mai 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.