Roknskapur - Apoteksverk Føroya 1998

 

53-8  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Apoteksverk Føroya fyri fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000, 29. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Apoteksverki Føroya fyri fíggjarárið 1998.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Apoteksverk Føroya er stovnur undir Føroya landsstýri og virkar eftir Ll. nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, við seinni broytingum, og eftir kunngerðum ásettar við heimild í lógini.

2. Endamál:

Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág við seinni broytingum er Apoteksverkið stovnur undir Føroya Landsstýri.

Sambært § 29 í lógini hevur bert apoteksverkið loyvi til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, um so er, at einki annað er ásett í lógini ella av reglum ásettum við heimild í lógini um apoteksverkið og heilivág.

Landsapotekarin hevur smb. § 50 eftirlit við, at lógin og ásetingarnar við heimild í lógini verða hildnar. 

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært § 6 í lógini um apoteksverkið og heilivág setir landsstýrið ein apotekara á hvørjum apoteki. Sambært § 8 skipar apotekarin fyri rakstrinum av apotekinum og hevur ábyrgd av, at virkið verður útint forsvarliga og samsvarandi galdandi ásetanum og givnum fyriskipanum.

Landsstýrið ásetir sambært § 9 reglur um heimildir og heiti til starvsfólk, sambært § 13 reglur um virksemið hjá teim ymsu apotekseindunum, og sambært § 18 reglur fyri útroknan av søluprísi.

Sambært § 22 eru Apoteksgrunnurin, landsapotekarin og apotekini ein búskaparlig eind, tó at tey hava hvør sín roknskap. Fíggjarætlanaruppskot og takstuppskot fyri apoteksverkið verða viðgjørd av landsapotekaranum og apotekarunum í felag, og verða við fylgisviðmerkingum teirra send landsstýrinum. Fíggjarætlanaruppskotið verður sent landsstýrinum á hvørjum ári í seinasta lagi til ta tíð, landsstýrið hevur ásett.

Apoteksgrunnurin eigur sambært § 23 vørugoymslurnar, innbúgvið og føstu ognirnar hjá apoteksverkinum. Grunnurin er undir landsstýrinum og hevur til endamáls at fíggja apoteksverkið, og avlopið frá apoteksrakstrinum fellur til apoteksgrunnin.

Sambært § 24 er landsstýrinum heimilað, vegna apoteksgrunnin, at taka tey lán, sum vørukeyp fastognarkeyp, bygging og umbygging til hvørja tíð krevja.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum hjá Apoteksverki Føroya fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1997 tikin við. 

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998:

 

6. Íløguvirksemi árini 1994-1998:

Í tíðarskeiðinum 1994 til 1998 eru gjørdar íløgur í bilar, innbúgv (serliga EDV) og bygningar. Hesar íløgur eru býttar soleiðis:

1) Í 1997 keypti Apoteksverkið ein bygning fyri 9 mió.kr., sum Apoteksgrunnurin fíggjaði.

7. Apoteksgrunnurin:

Samb. § 23 í løgtingslóg um apoteksverk og heilivág er apoteksgrunnurin undir landsstýrinum og hevur til endamáls at fíggja apoteksverkið. Apoteksgrunnurin eigur ognirnar hjá apoteksverkinum, og avlopið hjá apoteksverkinum fellur til grunnin.

Roknskapur grunsins verður førdur av Føroya Gjaldstovu, og framgongur av landsroknskapinum sum ein internur grunnur. Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina í grunninum, er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum frá 1994-1998:

1) Í landsroknskapinum er millumrokningin 77,1 mió.kr. Orsøkin til munin er ein skeiv bóking uppá 3,1 mió.kr. Hetta verður rættað í landsroknskapinum fyri 1999.

8. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum. 

9. Viðmerkingar:

Vísandi til løgtingsmál nr. 16/10 1998 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapum hjá Apoteksverki Føroya. Í hesum verður mett, at Apoteksverkið eigur at verða tikið við aftur á fíggjarlógina, so løgtingið fær innlit í, og fær høvi til, at taka støðu til og játta ætlaða fíggjarliga virksemið í einum fíggjarári hjá Apoteksverkinum og Apoteksgrunninum. Eisini varð mælt til at leggja uppskot fyri tingið viðvíkjandi Apoteksgrunninum, so tað verður løgtingið, sum tekur støðu til verandi ivaspurningar og ásetir nærri reglur um, hvussu hesin skal skipast, ella í øðrum lagi, um grunnurin skal takast av.

Vísandi til fíggjarløgtingslógina fyri 2000 er Apoteksverkið nú aftur við á fíggjarlógini.

1. viðgerð 8. mars 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 10. mars 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.