Roknskapur - Føroya Jarðargrunnur 1998

 

53-6  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Føroya Jarðargrunn fyri fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000 29. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar  

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Føroya Jarðargrunni fyri fíggjarárið 1998.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið fyri virki grunsins er:

Løgtingslógin ásetur ein karm um fyrisitingina av landsjørðini og var ætlað sum 1. partur av tillagingini av tí gomlu lógini frá 1937. Løgtingslógin umfatar ein part av ríkislógini, nevniliga §§ 1-7 og §§ 10-27. Sostatt eru §§ 8-9 og §§ 28-61 í ríkislógini framvegis í gildi.

Sambært løgtingslógini er álagt landsstýrinum við kunngerð at áseta nærri reglur fyri m.a.:

Í tí partinum av donsku lógini, sum framvegis er í gildi, eru ásettar reglur um umsiting av Jarðargrunninum, harundir keyp av jørð og lánsveiting úr grunninum og um studningsskipanir.

2. Endamál:

Føroya Jarðarráð hevur tríggjar høvuðsuppgávur:

3. Fíggjarviðurskifti:

Fíggjarliga grundarlagið undir virki ráðsins eru:

- - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina í Jarðargrunninum, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-97 tikin við. 

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

Viðmerkingar til rakstrarroknskapin

Søla av jørð og aðrar inntøkur og stuðul úr Jarðargrunninum til festarar verður ikki tikin við í rakstrarroknskapinum, men víst í notu til eina samlaða »festikonto« undir eginognini.

  1. Í 1998 eru avsettar 4 mió.kr. aftrat til tap uppá skuldarar. Í ársfrágreiðingini í roknskapinum fyri 1997 og 1998 verður m.a. víst á, at tá garðar við ov stórari skuldarbyrðu skifta festara, verður mett, at tað ikki er rætt hjá komandi festara, at átaka sær skuld, sum raksturin av garðinum ómøguligt kann svara. Men tá grunnurin ikki hevur heimild at avskriva skuld/staðfesta eitt tap, hevur ráðið gjørt vart við tapsveruleikan við at avseta móti tapi.
  2. Sambært ársfrágreiðingini í roknskapinum fyri 1997 er "umskipanarútreiðslur" serligar útreiðslur í sambandi við festaraskifti á gørðum, sum eru so vánaliga røktir, at tað ikki verður mett rætt at komandi festari skal hefta fyri hesum

 

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998:

 

Nota 1. Útlán og eftirstøður

Útlánini kunnu útgreinast til hesi endamál:

Avseting móti tapi er ikki greinað út á ávísar skuldarar. Síðani 1993 er á hvørjum ári upplýst, at leiðslan er farin undir eina sonevnda engagementsgjøgnumgongd, soleiðis at metast og avsetast kann uppá tey einstøku útlánini. Í grannskoðanarprotokollini fyri 1998 verður upplýst, at engagementsgjøgnumgongdin ikki er liðug, og kunnað verður um, at leiðslan, vísandi til at jarðarlóggávan skal viðgerast í løgtinginum á heysti 1999, hevur gjørt av ikki at gera meira við engagementsgjøgnumgongdina, fyrr enn av viðgerðini í løgtinginum er liðug.

Jarðarráðið hevur áður upplýst, at tey serstøku ognarviðurskiftini á festijørðini gera, at grunnurin í veruleikanum "lænir" til sín sjálvs. Tað er tí ongin veðrættur at gera galdandi. Útlegg kann ikki gerast, og innheintingarmál kunnu ikki førast so langt, at ein møgulig tvingsilssøla kann koma uppá á tal. Jarðargrunnurin hevur ikki heimild at avskriva skuld, og samanumtikið kann grunnurin tí ógvuliga sjáldan veruliga staðfesta tap.

Nota 2. Festikonto

Niðanfyristandandi er gjørdur ein samandráttur av inntøkum og útgjaldingum á festikonto árini 1994-1998. Í serligari notu í roknskapinum eru inntøkurnar sundurgreinaðar.

Sambært § 5 í kunngerð nr. 164 frá 26. august 1993 um reglur fyri Jarðarráðið verður peningurin fyri sølu av jørð v.m. goldin í Jarðargrunnin og har bókaður á konto fyri hvørt festi sær. Jarðarráðið kann veita fíggjarligan stuðul til íløgur á festinum við peningi av festikonto, og umsóknir um stuðul verða viðgjørdar av ráðnum eftir somu reglum sum umsóknir um lán.

Sostatt hevur hvørt festi sína festikonto, og Jarðarráðið upplýsir, at hetta er orsøkin til, at inntøkur og útreiðslur viðvíkjandi hesum konti ikki eru tiknar við í rakstrarroknskapi Jarðargrunsins.

Nota 3. Studningskonti

Hóast uppsamlað avlop av øllum studningskonti, sambært eykajáttanarlóg oktober 1996, skuldi falla aftur til landskassan í 1996, verður í 1998 roknskapinum, vísandi til notu 15 (serkøn hjálp til landbúnaðin), hildið áfram við hesari studningskonto, sum verður nýtt til at rinda fyri arbeiðið hjá nevndini, ið varð sett at gera uppskot til landsstýrið um framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum.

- - - - -

Síðani 1. januar 1997 er landbúnaðarstudningurin goldin út av gjaldstovuni, eftir ávísing frá Jarðarráðnum. Í notu 16 í roknskapinum verður útgoldin studningur í 1998 uppá 14,3 mió.kr. útgreinaður, men sambært landsroknskapinum fyri 1998 eru hesar studningsútreiðslur uml. 16 mió. kr. Orsøkin til munin er, at bókaði studningurin í landsroknskapinum av misgáum ikki er periodiseraður rætt.

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga. Í grannskoðanarátekningini taka grannskoðararnir fyrivarni viðvíkjandi útlánum og vísa á, at teir eru samdir við ráðnum í, at tað helst verður trupult í framtíðini at fáa rentur og avdráttir inn, og at tað tí er ein stór óvissa, um avsetingin ímóti tapi uppá 51 mió.kr. er nóg stór.

7. Viðmerkingar:

Vísandi til løgtingsmál nr. 16/6 1998 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapum hjá Føroya Jarðargrunni. Í hesum verður m.a. víst á:

- at seinastu nógvu árini er gjørt vart við serligu trupulleikarnar viðvíkjandi teim støðugt vaksandi eftirstøðunum á lánum, veitt úr Jarðargrunninum

- at tað í áravís er gjørt vart við, at neyðugt er at gera lógararbeiðið viðvíkjandi landsjørðini liðugt, soleiðis at restin av ríkislógini og reglugerðini frá 1937 verður tillagað nútíðar viðurskiftum, m.a. vísandi til, at talan er um fleiri lógarásettar reglur viðvíkjandi fíggjarviðurskiftum, sum eru ótíðarhóskandi, og sum ikki verða fylgdar.

Tað varð eisini víst á, at landsstýrismaðurin hevði ábyrgdina av, at umrøddu viðurskifti koma í rættlag, og átalað varð, at hetta ikki er gjørt. Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani heitt á landsstýrismannin um at boða frá, hvørji tiltøk hann hevur sett í verk hesum viðvíkjandi, og nær umrøddu viðurskifti koma í rættlag.

Viðvíkjandi eftirstøðum av lánum úr Jarðargrunninum hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann, við endan av síðstu tingsetu, legði tvey lógaruppskot fyri løgtingið, har annað skuldi heimilað landsstýrismanninum at eftirgeva skuld hjá festarum til Jarðargrunnin eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum. Hitt uppskotið var, at Jarðarráðið, sum umsitur Jarðargrunnin, skuldi verða mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað og kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild.

Fyrra lógaruppskotið varð, eftir áheitan frá meirilutanum í Fíggjarnevndini, tikið aftur, meðan hitt seinna varð samtykt.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at Vinnumálastýrið saman við nývalda Jarðarráðnum fyrireikar uppskot um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi lánum úr Jarðargrunninum, sum ikki verða afturgoldin á vanligan hátt.

Um lógararbeiðið viðvíkjandi landsjørðini hevur landsstýrismaðurin víst á, at í november 1993 tók landsstýrið avgerð um at seta nevnd at gera uppskot um framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum. Í desember 1997 legði nevndin fram álit, herundir uppskot um løgtingslóg um landsjørð, men tað hevur víst seg, at politisk undirtøka ikki er fyri at leggja umrødda lógaruppskot fyri Løgtingið. Landsstýrismaðurin upplýsir, at hann tí hevur gjørt av, at taka stig til aðalorðaskifti í hesi tingsetuni um viðurskiftini hjá landbúnaðinum, m.a. við støði í umrødda áliti.

1. viðgerð 7. mars 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 9. mars 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.