Roknskapur - Føroya Ídnaðargrunnur 1998

 

53-3  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Føroya Ídnaðargrunn fyri 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000, 15. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar  

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Føroya Ídnaðargrunni fyri fíggjarárið 1998.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Føroya Ídnaðargrunnur varð settur á stovn við løgtingslóg nr. 68 frá 24. september 1970. Viðtøkurnar fyri grunnin vórðu ásettar av landsstýrinum við kunngerð nr. 7 frá 28. apríl 1971.

2. Endamál:

Endamálið við grunninum er at veita lán til íløgur í ídnaðar- og handilsfyritøkur við tí í hyggju at stuðla umskipan til broytt marknaðarviðurskifti. Av viðmerkingunum sæst, at orsøkin upprunaliga var handilsligu viðurskifti Føroya við EFTA.

3. Fíggjarviðurskifti:

Grunnurin fekk upprunaliga eitt stovnsfæ uppá 4,5 mió.kr. og heimild at taka lán upp til 20 mió.kr. Landsstýrið hevur við kunngerðum hækkað hetta loft stigvíst til 300 mió.kr., til loftið varð avtikið í 1989, sama ár sum ein lóg varð samtykt, ið heimilaði landsstýrinum at veðhalda upp til 40 mió.kr.

Burtursæð frá stovnsfænum hevur grunnurin ikki beinleiðis fingið játtað pening á fíggjarlógini fyrr enn í 1993 og í 1994, íalt 75 mió.kr., sum kapitalinnskot og eftirgeving av skuld. Harumframt hevur grunnurin uttanlandslán, sum landskassin veðheldur fyri. Hesi eru afturgoldin í 1999.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1994-1997 tikin við:

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

wpe4.gif (4208 bytes)

 

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998:

wpe5.gif (5008 bytes)

 

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum.

7. Tap uppá útlán, býtt upp á vinnugreinar

Síðani fíggjarliga afturgongdin av álvara rakti grunnin fyrst í nítiárunum eru ongi lán veitt til nýggjar íløgur. Í 1989 vóru útlánini komin uppá uml. 240 mió.kr. Við árslok 1998 vóru útlánini komin niður á 21 mió.kr. Av teimum lánum, sum eru veitt føroyska vinnulívinum, hevur Ídnaðargrunnurin síðani miðskeiðis í áttatiárunum mist umleið 140 mió.kr. Hesi tap kunnu útgreinast soleiðis:

Handverksvinna og ídnaður:

mió.kr.

Maskin- og elektronikkídnaður 15
Skipasmiðjur o.l. 14
Træídnaður (snikk./timbur) 13
Plast-, glasfibur-, kem.ídnaður 9
Papp og pappír 8
Bil- og lastbilaverkstøð 7
Bakiídnaður 4
Snøris-, neta- og trolvirkir 3
Matvøruvirkir 3
Betong- og grótídnaður 2
Klædnavøruídnaður 1
Prentsmiðjur o.l. 1
Ymiskt 2 82
Aling 33
Fiskivinna 20
Tænastuvinna 3
Onnur vinna 2
140

Orsakað av hesum tapum, játtaði løgtingið í 1993 og 1994 ein stuðul til grunnin uppá í alt 75 mió.kr.

8. Aðrar viðmerkingar:

Vísandi til § 14 í lógini samtykti nevndin í februar 1999 at mæla landsstýrinum til at taka grunnin av. Uppá fyrispurning frá løgtingsgrannskoðarunum hevur landsstýrismaðurin upplýst, at hann ætlar at leggja fram lógaruppskot í hesum árinum um avtøku av grunninum.

1. viðgerð 17. februar 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 23. februar 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.