Roknskapur - Menningargrunnur Ídnaðarins 1998

 

53-2  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Menningargrunn Ídnaðarins fyri fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000, 15. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar  

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri fíggjarárið 1998.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið var upprunaliga Ll. nr. 37 frá 26. juni 1973 um menningargrunn fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur, við seinni broytingum.

Henda lóg fór úr gildi 31. desember 1995, sambært løgtingslóg nr. 82 frá 13. juni 1995, men grunnurin varð endurstovnaður við løgtingslóg nr. 51 frá 20. mei 1996 við gildi frá 1. januar 1996. Landsstýrið velur nevnd grunsins og nevndin setur starvsfólk.

Við kunngerð nr. 13 frá 18. februar 1997 hevur landsstýrið, vísandi til heimild í § 4 í lógini, ásett nýggjar viðtøkur fyri grunnin.

2. Endamál:

Sambært nýggju lógini er einasta uppgáva hjá nevnd og starvsfólki at skipa fyri innkrevjing av útlánum grunsins og fyri afturgjalding av lánum grunsins. Heldur nevndin, at endamál grunsins ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrið um at taka grunnin av.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av roknskapinum hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1997 tikin við.

3. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

wpe3.gif (4878 bytes)

 

4. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998:

 

5. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum. 

6. Tap uppá útlán, býtt upp á vinnugreinir

Síðani 1991 hevur Menningargrunnurin so at siga ongi nýggj lán veitt. Grunnurin er nú undir avtøku, og einasta endamálið er at krevja inn tey lán, ið eftir eru. Við árslok 1998 vóru útlánini komin niður á 4 mió.kr. Í áttatiárunum veitti grunnurin nógv lán til føroyska vinnulívið. Í 1989 vóru útlánini komin upp á umleið 330 mió.kr. Í hesum tíðarskeiði vóru ikki nógv tap staðfest í roknskapunum, men fyrst í nítiárunum vóru tapini sera stór, og í 1992 og 1993 veitti løgtingið grunninum 140 mió.kr. í stuðuli. Samlaði stuðulin úr landskassanum síðani 1980 er uml. 280 mió.kr.

Av teimum lánum, sum vórðu veitt føroyska vinnulívinum, hevur Menningargrunnurin mist umleið 320 mió.kr. Hesi tap kunnu útgreinast soleiðis:

Ídnaður:

mió.kr.

Matvøruídnaður 26
Klædnaídnaður 24
Byggiídnaður 18
Maskinídnaður 15
Plastídnaður 14
Papp- og pappírsídnaður 12
Skipasmiðjuídnaður 10
Annar ídnaður 4 123
Smoltstøðir, síla- og laksaaling 95
Fiskiídnaður 55
Handverk 33
Tænastufyritøkur 14
320

7. Aðrar viðmerkingar:

Sambært eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998 fekk landsstýrismaðurin í vinnumálum heimild til at selja húsaognina hjá Menningargrunninum til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, og bygningurin er síðani seldur.

Vísandi til § 7 í lógini samtykti nevndin í apríl 1998 at mæla landsstýrinum til at taka grunnin av. Uppá fyrispurning frá løgtingsgrannskoðarunum hevur landsstýrismaðurin upplýst, at hann ætlar at leggja fram lógaruppskot í hesum árinum um avtøku av grunninum.

1. viðgerð 17. februar 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 23. februar 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.