Løgtingsfíggjarlóg 2000

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Á tingfundi 20. december 1999 løgdu tingmenninir Jenis av Rana,Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Henrik old, Katrin D. Jakobsen, Jóannes Eidesgaard, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen og Marjus Dam fram soljóðandi

B R O Y T I N G A R U P P S K O T

til

3. viðgerð

§ 2. Løgmansfyrisitingin v.m.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

3.300

3.300

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Uttanlandsmál

3.300

-

2.13.3 Menningarhjálp

3.300

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús.

kr.

2.13.3. Menningarhjálp
2.13.3.01. Menningarhjálp

U

200

-

Hjá Jenis av Rana o.fl.

BU

3.300

-

Viðmerking:

Flestu tingmenn tykjast samdir um, at upphæddin, ið sett verður av á løgtingsfíggjarlógini til menningarhjálp, átti at verið væl hægri og harav eisini virðiligari. Flestu lond, vit samanbera okkum við, stremba ímóti og hava nátt málinum 1 o/oo av bruttotjóðarinntøkuni, í okkara føri hevði tað verið 7 mió kr. 

Sum eina byrjan er uppskot okkara at játta 1/2 o/oo av bruttotjóðarinntøkuni - t.e 7,5 mió. kr.  

Løgmaður, ið umsitur økið, hevur áður ført fram, at sum er, er manglandi reglugerð og skipan av virkseminum. Tí mæla vit til at nýta part av játtanini til at seta starvsfólk at fyrisita og gera lógar- og regluverk fyri hetta virksemið.