Løgtingsfíggjarlóg 2000

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Á tingfundi 16. december 1999 løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jenis av Rana, Marjus Dam, Kári P. Højgaard og Jóannes Eidesgaard fram soljóðandi

B R O Y T I N G A R U P P S K O T

til

2. viðgerð

§ 7 Útbúgving og gransking o.a.

 A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

500

500

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Útbúgving og gransking

500

-

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking

500

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús.

kr.

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking
7.23.6.19. Granskingarætlanir

U

3.300

-

Hjá Hergeir Nielsen o.fl.

BU

500

-

 Viðmerkingar:

Síða Konto Viðmerkingar Broyting tús.kr. Sett til tús.kr.
188 7.23.6.19. 54 Stuðul til annað virksemi +500 2.000

Sum grundarlag undir økismenningarpolitikkinum verður Løgtinginum útvegað eitt yvirlit yvir sannlíku vinnuføru støðu føroyinga í útjaðaranum hvørji fimm ár nakað fram í tíðina saman við eini lýsing av aldursbýti og til- og afturgongd á skúla-, mentanar- og heilsuøkinum og sannlíku fylgjurnar av hesum, bygt á støðugu broytingarnar í fólkatalinum nakað aftur í tíðina.

Játtaðar verða 500.000 kr. til eina ítøkiliga verkætlan, sum skal lýsa grundarlagið undir einum økismenningarpolitikki, sum støða skal takast til á ólavsøku 2000. Verkætlanin skal taka støði í eini røð av ábótum á størru økini kring landið við atliti m.a. til trygg viðurskifti, samferðslukervi, aldursbýti og íbúgvasamanseting annars, almenn/privat arbeiðspláss, vinnulig kor, nýggjar vinnur, góða útbúgving samanhildið við avmarkandi almennum skrivstovuveldi.