Løgtingsfíggjarlóg 2000

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Á tingfundi 20. december 1999 løgdu tingmenninir Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Jákup Sverri Kass, Torleif Sigurðsson, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen fram soljóðandi

B R O Y T I N G A R U P P S K O T

til

3. viðgerð

§6. Vinnumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

500

500

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Handil og vinna annars.................................................................

500

-

6.37.1. Ymsar útreiðslur......................................................................

500

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

6.37.1. Ymsar útreiðslur

6.37.1.24. Umlegging av Føroya Lívstrygging til partafelag

U

-

-

BU

500

-

 

Viðmerkingar

6.37.1.24. Umlegging av Føroya Lívstrygging til partafelag

Vísandi til løgtingsmál nr. 23/1999 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging verður játtað áljóðandi 500.000 kr. til partapening í Pf. Føroya Lívstrygging.

Í lógaruppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at stovna eitt lívstryggingarfelag, hvørs navn verður Pf. Føroya Lívstrygging. Partafelagið yvirtekur øll rættindi og allar skyldur frá Føroya Lívstrygging. Umleggingin til partafelag skal virða tær skyldur, stovnurin hevur mótvegis tryggingartakarunum og øðrum, og eigur annars at fara fram á ein slíkan hátt, at tryggingartakararnir ikki hava orsøk at halda, at støða teirra verður broytt til tað verra. Henda fatan hevur eisini verið grundarlagið undir ætlan landsstýrisins og tí lógaruppskoti, sum er gjørt.

Tað er sostatt m.a. neyðugt, at tey tryggingar- og bonuskrøv, sum tryggingartakararnir sambært galdandi lóg og reglugerðum hava, verða vird, herundir at tað landskassaveðhald, sum hevur verið galdandi, heldur fram fyri verandi skyldur. Teir grunnar, sum sambært lóg um Føroya Lívstrygging skulu vera, kunnu býtast upp í ogn hjá teimum, sum tryggjað eru, nevnliga Tryggingargrunnurin og Bonusgrunnurin, umframt lógásettur bundnin tiltakspeningur, nevnliga tiltaksgrunnurin og kursjavningargrunnurin. Sostatt er tað eingin grunnur, sum leiðslan ella eigarin frítt ráða yvir.

Orsakað av grundaðum vónum tryggingartakarans um bonusveitingar hava serfrøðingar mælt til at stovna felagið við kontantum partapeningi og ikki við heilt ella lutvíst at konvertera núverandi eginogn hjá Føroya Lívstrygging til partapening. Við tað, at fæfeingisgrundarlagið kann tryggjast við verandi eginogn í Føroya Lívstrygging, verður mett, at partapeningurin í Pf. Føroya Lívstrygging ikki nýtist at vera hægri enn 500 tús.kr.

Spurningur má tó setast við virði, Føroya Lívstrygging hevur fyri landið. Hetta við atliti til at fáa eina greiða heimild á fíggjarlógini fyri tí útreiðslu, sum yvirtøkan av Føroya Lívstrygging inniber.

Sambært teimum upplýsingunum, sum vinnunevndin hevur fingið undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 23/1999: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging, kann virðið á Føroya Lívstrygging liggja onkustaðni millum 20 og 100 mió. kanska minni kanska meira. Endaliga upphæddin kann ikki verða staðfest fyrr enn við eini møguligari sølu av partabrøvunum, og verður tað marknaðurin júst tá, sum verður tann avgerðandi.

Umframt heimildina til tær 500.000 kr., sum skulu vera í kontantum innskoti í felagið, er tí ikki møguligt á fíggjarlógini at áseta eina ávísa upphædd fyri, hvat heimildin til at yvirføra rættindi og skyldur í Føroya Lívstrygging til partafelagið inniber fíggjarliga.

Í hesum broytingaruppskotið verður fíggjarlig heimild givin til "umlegging av Føroya Lívstrygging til partafelag". Uppskotið inniheldur eina heimild til at seta 500.000 kr. í kontantum innskoti í felagið umframt eina heimild til ókeypis at flyta rættindi og skyldur í Føroya Lívstrygging yvir í partafelagið. Upphæddin er tó einans sett til 500.000 kr., soleiðis at virði, sum Føroya Lívstrygging hevur fyri landið, fyribils verður sett til 0 kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

R

J

F

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

-

-

-

500

-

-

01. Stuðul

Útreiðslur

-

-

-

500

-

-

81. Keyp av virðisbrøvum

-

-

-

500

-

-