Fíggjarløgtingslóg 2000 - Álit

 

1-1  Uppskot til  fíggjarløgtingslóg fyri ár 2000

Álit

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1999 og eftir 1. viðgerð, sum var 18., 19 og 20. oktober 1998, beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið.

Í seinastu tingsetu varð tingskipanin broytt, og ásetir grein 24, stk. 3, at fíggjarnevndin vísir teim táttum í fíggjarlógaruppskotinum, sum snúgva seg um málsøki hjá aðrari nevnd, til ummælis hjá hesum nevndum. Nevndirnar skulu senda fíggjarnevndini sítt ummæli í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tær hava fingið málið til ummælis. Uppskotið varð tí sent til niðanfyrstandandi nevndum til ummælis:

Landsstýrismálanevndin:
§ 1 Løgtingið, konto 1.10.1.03. Løgtingsarbeiðið (Rakstrarjáttan), undirkonto 22. Eftirlitsuppgávur tingsins

Uttanlandsnevndin:
§ 2. Uttanlandsmál
§ 10. Sjálvstýrismál o.a.: Felagsútreiðslur og uttanlandsmál.

Rættarnevndin:
§ 2. Kommunal viðurskifti
§ 10. Sjálvstýrismál o.a.: Lógarmál.

Vinnunevndin:
§ 5. Fiskivinna
§ 6. Vinnumál
§ 9. Oljumál o.a.

Mentanarnevndin:
§ 7. Útbúgving og gransking o.a.

Trivnaðarnevndin:
§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

Ummælini frá nevndunum liggja í málinum sum skjøl, merkt K, M, N, O, Q, P og R. Fíggjarnevndin staðfestir, at nevndarummælini ikki øll vóru í samsvar við ætlanina í tingskipanini og heitir tí á formansskapin um at taka málið um nevndarummælini upp til nýggja viðgerð.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við

Finnboga Ísakson, løgtingsformann og
Anfinn Kallsberg, løgmann
og landsstýrismenninar
Eyðun Elttør
Jørgen Niclasen
Finnboga Arge
Høgna Hoydal
Signar á Brúnni
Helenu Dam á Neystabø og
Karsten Hansen

Saman við løgtingsformanninum var skrivstovustjóri løgtingsins á fundi, og saman við løgmanni og landsstýrismonnunum vóru løgmansstjórin, aðalstýrisstjórar og fulltrúar í landsstýrisumsitingini á fundi við nevndina.

Nevndin hevur eisini havt fund við

Landsbanka Føroya
Búskaparráðið
Føroya Banka
Føroya Sparikassa
og
Fiskasøluna

Nevndin hevur undir viðgerðini biðið um og fingið upplýsingar, sum hava verið neyðugar í sambandi við viðgerðina av fíggjarløgtingslógini 1999. Eisini hevur nevndin fingið skriv frá einstaklingum, stovnum og felagsskapum. Hesi skriv liggja sum skjøl í málinum og eru umrødd undir viðgerðini.

Fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið allar greinar og konti á fíggjarlógini.

Nýggj inntøkumeting og meting av rentustuðuli fyri 2000
(pr. 8. desember 1999)

Fíggjarnevndin hevur biðið landsstýrismannin í fíggjarmálum um at fáa nýggjar metingar av inntøkum landskassans og hevur nevndin tann 8. desember 1999 fingið hesar metingar frá Fíggjarmálastýrinum.

20.52.1.01. Vanligur landsskattur

Í løtuni, har skatturin er uppgjørdur fyri teir fyrstu 11 mánaðirnar, verður roknað við einari inntøku fyri 1999 upp á 975 mió. kr. Teir seinastu 4-5 mánaðarnar hava framskrivingarnar fyri 1999 ligið ógvuliga støðugt um 970 mió. kr., so vøksturin í skattainntøkum sær út til at verða steðgaður í hesum umfari.

Metingin í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000 er sett til 1.015 mió. kr. Við støði í omanfyri standandi væntandi vøkstri í skattainntøkunum metir Fíggjarmálastýrið hesa meting ikki ov lága. Metingin er møguliga nakað bjartskygd í samband við ta seinastu menningina í fiskiskapinum og vánirnar fyri 2000. Menningin innan fiskiskapin teir seinastu 5-6 mánaðirnar (niðurgongd tætt við 15% í lønargjaldingum í mun til sama tíðarskeið síðsta ár) má, um hon heldur fram í 2000, væntast at síggjast í minni virksemi og minni lønarútgjaldingum í øðrum vinnugreinum. Hinvegin dregur tó, at fylgjan av gjørdum sáttmálum vil verða ein ávís hækking í teimum sáttmálaásettu lønunum í 2000. Øktu skattainntøkurnar av teimum sáttmálaásettu hækkingunum í 2000 verða tó javnaðar av einum møguligum falli í lønargjaldingunum innan fiskiskapin uppá 10%.

Við núverandi vónum til fiskiskapin í 2000 fer Fíggjarmálastýrið ikki at beina metingina uppá 1.015 mió. kr. uppeftir. Heldur vil Fíggjarmálastýrið javna metingina meira hinvegin. Nógv er tó tengt at menningini i fiskiskapinum, sum heldur ikki vit kunnu siga nakað vist um.

Viðmerkjast skal, at týdningurin fyri skattainntøkurnar í sambandi við eina møguliga tvungna pensiónsuppsparing við harav fylgjandi frádrátti, ikki er tikin við í hesum sambandi.

20.52.1.07. Felagsskattur

Fíggjarmálastýrið heldur ikki, at orsøk er til at broyta mettu metingina upp á 130 mió. kr. í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2000.

Í metingini verður roknað við einum skattastiga fyri partafeløg upp á 27%.

Um skattastigin alment broytist til 20% næsta ár, fer inntøkan av felagsskatti tó at gerast tað minni, og metingin skal broytast til 96 mió. kr. Ein beinleiðis inntøkumissur fyri landskassan upp á 34 mió. kr.

20.52.2.01. Meirvirðisgjald

Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2000 verður sagt, at væntandi MVG-inntøka verður 690 mió. kr. í 1999. Tølini fyri seinastu mánaðirnar týða uppá, at inntøkan í 1999 nærri verður upp í móti 715 mió. kr.

Fyri 2000 væntast tí ikki stórvegis hægri inntøka av MVG. Hetta kemst fyrst og fremst av, at menningin í fiskiskapinum og tað virksemið, ið herav stendst, væntast at føra við sær minni vónir fyri 2000 og harvið ikki sum fyrr væntað, hækking í virksemi og keypshuga.

20.52.2.13. Brennioljugjald

Metingin fyri 2000 kann ikki væntast at halda, sæð út frá vónini til oljuprísirnar í 2000.

Núverandi útrokningarhátturin fyri brennioljuavgjald, sum er lýstur í skrivi frá Fíggjarmálastýrinum til Fíggjarnevndina, dagfest 24. november 1999, førir við sær, at skiftandi oljuprísir í ein vissan mun svarast aftur av avgjøldum, sum skifta hinvegin í ein vissan mun. Hetta førir eisini við sær skiftandi inntøkur í landskassan: tá oljuprísirnir fara upp, vilja inntøkur landskassans av brennioljuavgjaldi lækka – og øvugt tá, oljuprísurin lækkar aftur.

Seinasta árið er brennioljuavgjaldið lækkað frá 1,04 kr. í februar til umleið 0,79 kr. pr. 6. desember. Miðalavgjaldið hevur ligið um 0,97 kr. í 1999.

Verður roknað við óbroyttari nýtslu næsta ár og eitt brennioljuavgjald upp á 0,80 kr. í miðal, verður inntøkan væntandi 63 mió. kr. Hetta eru 7 mió. kr. minni enn mett í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000.

20.52.2.19. Skrásetingargjald

Inntøkurnar frá skrásetingargjaldi hava verið minni enn væntað seinastu 4-5 mánaðirnar. Inntøkurnar frá skrásetingargjaldinum hava hvønn av hesum mánaðum ligið ca. 1 mió. kr. lægri, enn roknað var við. Skrásetingargjaldið væntast sostatt at geva 4-5 mió. kr. minni í 1999, enn roknað var við miðjan september.

Fíggjarmálastýrið væntar havandi í huga, at vónirnar til tann minkandi búskaparliga vøksturin og at ein stórur partur av akførunum er útskiftur tey seinastu árinini, at tann sama myndin fer at vísa seg í 2000. Fíggjarmálastýrið væntar sostatt, at skrásetingargjaldið í 2000 hægst vil geva 65 mió. kr. av sær.

3.22.4.01. Stuðul til rentuútreiðslur

Í mun til metingina, gjørdi í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2000, er neyðugt at hækka metingina úr 105 mió. kr upp í 111 mió. kr. fyri at taka hædd fyri nýligari rentuhækking. Landskassans partur av hesi hækking verður 33/48, svarandi til 4.125 tús. kr.

Omanfyri er greitt frá teimum høvuðskonti, har størst óvissa er um tær í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg 2000 viðmerktu inntøkumetingar. Tær ikki viðmerktu/nevndu høvuðskonti væntast stórt sæð óbroyttar í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000.

Samsvarandi nýggju metingunum frá Fíggjarmálastýrinum setir ein samd fíggjarnevnd fram broytingaruppskot viðvíkjandi grein 3, 3.22.4.01. Stuðul til rentuútreiðslur, grein 20, 20.52.2.13. Brennioljugjald og 20.52.2.19. Skrásetingargjald.

Búskaparráðið
(Meting pr. oktober 1999)

Búskaparráðið greiddi nevndini frá búskaparstøðuni og eftir fundin hevur Búskaparráðið latið fíggjarnevndini hesa frágreiðing, har m.a. verður sagt:

Samlaði vøksturin hevur higartil í ár ikki verið tann sami sum sama tíðarskeið í fjør. Hetta sæst av, at samlaðu lønargjaldingarnar vuksu 10% januar til september síðsta ár, meðan tær higartil í ár eru øktar góð 7%. Hetta stavar fyrst og fremst frá eini niðurgongd í fiskivinnuni, meðan stórur vøkstur er í hinum høvuðsbólkunum í búskapinum. Næsta ár fer niðurgongdin í fiskivinnuni væntandi at halda fram, og tí fer búskapurin ikki at vaksa so skjótt, sum hann higartil hevur gjørt.

Niðurgongd er í fiskivinnuni. Nøgdirnar minka, serliga av toski, men eisini av hýsu. Nøgdin av upsa veksur, men ikki nokk til at kompensera fyri niðurgongdina í toska- og hýsufiskiskapinum. Prísirnir á hýsu og upsa væntast at halda sær á nøkulunda sama støði, kanska fer upsaprísurin eitt sindur upp, meðan hýsuprísurin fer eitt sindur niður. Toskaprísurin væntast harafturímóti at lækka.

Henda niðurgongd í fiskivinnuni fer væntandi at sláa ígjøgnum í heimaframleiðsluni skjótt, sjálvt um hetta ikki er hent enn. Heimaframleiðslan, sum stórt sæð er privata vinnan á landi, veksur í løtuni skjótari, enn hon hevur gjørt, og tað gevur stórt press á arbeiðsmarknaðin. Arbeiðsloysið er nú lítið og einki, og fløskuhálsar eru við at gera um seg í summum vinnum. Ov stórur eftirspurningur í mun til, hvat arbeiðsmarknaðurin kann klára, skapar prís- og lønartrýst, og hetta máar støðið undan kappingarførinum. Hetta er konjukturtrupulleikin í føroyska búskapinum, tí avlop er jú á gjaldsjavna og almennu kassunum. Pressið á arbeiðsmarknaðin verður avhjálpt eitt sindur við, at enn er rímiliga stór nettotilflyting til landið. Mett verður, at nettotilflytingin í ár verður 365 fólk ímóti 297 síðsta ár. Oftast eru hetta fólk í arbeiðsførum aldri, sum koma beinleiðis í arbeiðsmegina.

Treytað av, at útlán peningastovnanna ikki økjast meira enn higartil í ár (12%), og av, at almennu útreiðslurnar ikki økjast ov nógv, fer minkingin í fiskiskapinum væntandi at hava við sær, at heimaframleiðslan fer at minka um ikki so langa tíð. Haraftrat er oljuprísurin uppfarin, og europeiska rentustøðið fer sannlíkt at hækka um stutta tíð, av tí at ov nógv fer er um at koma á enska búskapin, og inflatiónin er farin at vaksa í Týsklandi. Hækkandi rentustøðið virkar tálmandi upp á búskaparliga virksemið av tveimum orsøkum. Fyrsta orsøkin er, at hetta fer at minka um eftirspurningin, serliga eftir íløgum, tí tað fer at loysa seg betur at spara upp, meðan nýggjar íløgur skulu geva størri avkast fyri at bera seg. Seinna orsøkin er, at hon umfordeilir soleiðis, at lánveitarar, so sum peningastovnarnir til dømis, fáa størri inntøku, meðan lántakarar, so sum húsaeigarar, fara at hava minni eftir, tá rentur og avgjøld eru goldin. Av tí at lántakarar oftast hava størri nýtslukvotu enn lánveitarar, virkar ein rentuhækking tálmandi upp á búskapin við tað, at nýtslan hjá lántakarunum minkar meira, enn nýtslan hjá lánveitarunum økist.

Í sambandi við eina rentuhækking er eisini vert at nevna, at Føroyar sum eind nú eru nettoánarar mótvegis útlandinum, og tað merkir, at ein rentuhækking bøtir um eksternu balansuna, t.e. gjaldsjavnan.

Tað almenna veksur skjótari í ár enn í fjør, vøksturin hevur verið 9% higartil í ár í mun til 6% sama tíðarskeið í fjør. Men neyðugt er at taka hædd fyri, at lønarhækkingar í almenna sektorinum í ár vóru størri, enn lønarhækkingarnar síðsta ár. Tá hædd verður tikin fyri muninum í lønarhækkingunum, veksur tað almenna ikki nakað serligt skjótari í ár enn í fjør. Tað vil siga, at talið a størvum hjá tí almenna økist ikki nógv skjótari í ár enn í fjør.

Útflutningsvirðið veksur heldur minni í ár enn í fjør, kanska eini 10%. Niðurgongdin í fiskivinnuni verður uppvigað av einum stórum vøkstri í alivinnuni. Alivinnan hevur tó ikki eins stóran týdning fyri arbeiðsmarknaðin og til dømis fiskivinnan, tí ikki so nógv arbeiðspláss eru í alivinnuni. Innflutningurin veksur á leið líka nógv sum útflutningurin, og tí batnar handilsjavnin ikki. Í innflutningstølunum eru tað serliga bilar og innflutningur til framleiðslu, sum vaksa rættiliga nógv, ávikavist 37% og 40%, meðan innflutningur til beinleiðis nýtslu ikki veksur naka serligt, kanska eini 3-4%. Gjaldsjavnin sýnir enn stórt avlop og verður avlopið sannlíkt líka stórt sum síðsta ár, t.e. um eina milliard krónur.

Fíggjarpolitikkurin hevur avgerandi týdning fyri konjukturgongdina og eigur tí at lagast soleiðis, at hann er útjavnandi, t.e. at avlop eigur at vera, tá nógv ferð er á búskapinum, soleiðis at landskassin sýgur likviditet úr búskapinum og á henda hátt er við til at minka um ferðina. Er ov lítil ferð á, eigur fíggjarpolitikkurin hinvegin at verða útgjarandi fyri at fáa gongd á búskapin aftur.

Í einum hákonjukturi, sum føroyski búskapurin hevur verið í seinastu árini, er neyðugt, at landskassin hevur eitt ávíst avlop bæði fyri at javna konjukturin og fyri at hava nakað at standa ímóti við, tá tíðirnar aftur gerast verri. Fíggjarmálastýrið væntar eitt avlop uppá 500 mió. kr. í ár. Búskaparráðið metir, at tað við trýstinum á arbeiðsmarknaðin í huga ikki eigur at vera minni. Fíggjarpolitikkurin eigur ikki at metast út frá støddini á landskassaavlopinum, men út frá, hvussu hann ávirkar virksemið í landinum. Til hetta endamál kann nýtast eitt yvirlit yvir realbúskaparliga býtið av fíggjarlógini. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár sæst, at ætlanin er at reka á leið sama fíggjarpolitikk næsta ár sum í ár. Útreiðslurnar hækka umleið 220 mill. kr., meðan skatta- og avgjaldsinntøkurnar økjast nakað væl meira. Ongar skatta- og avgjaldslækkingar eru ætlaðar næsta ár, og almennu íløgurnar verða hildnar á umleið sama lága støði sum í ár. Tá er arbeiðið upp á Vágatunnillin, 40 mill. kr., ikki talt við. Verður tað talt við, er talan um eina fitta hækking í íløgunum.

Niðurstøðan av hesi gjøgnumgongd er ein endurtøka av tí, Búskaparráðið hevur sagt fyrr. Stór framgongd hevur verið í føroyska búskapinum í ár, men tekin eru um, at vøksturin fer at minka soleiðis, at búskapargongdin verður meira "náttúrlig". Verður hetta ikki gongdin, til dømis um fiskiskapurin aftur fer at vaksa, ella um lántøkan økist ov nógv, er grundarlag fyri inntrivum í búskapin. Tí er neyðugt støðugt at halda eyga við búskapinum, men í løtuni eigur landsstýrið hvørki at gjara út ella tátta í. Búskaparráðið ásannar tó, at tað er ein trupulleiki, at fíggjarpolitikkurin er so afturhaldandi, samstundis sum tørvur er á nógvum almennum íløgum. Tað er tó av alstórum týdningi, at búskapurin ikki verður yvirupphitaður. Samlaða aktivitetsskapanin má ikki gerast størri, og tí kunnu íløgurnar bert økjast, um spart verður á øðrum økjum soleiðis, at virksemið í landinum ikki økist. Í hesum sambandi er tað positivt, at Fíggjarmálastýrið hevur ætlanir um at raðfesta allar almennu íløgurnar yvir eitt longri áramál. Haraftrat er tað týdningarmikið, at tað eydnast at fáa skil upp á kommunala fíggjarpolitikkin. Í eini heildarmeting av aktivitetsskapanini hjá tí almenna eiga kommunulu kassarnir at takast við. Tað hjálpir einki at fíggjarpolitikkurin hjá landskassanum er afturhaldandi, um kommunurnar gjara út.

Landsbanki Føroya

Eftir fundin við Landsbanka Føroya, har umboð fyri landsbankan løgdu fram ymiskt taltilfar, sum lýsti búskapargongdina og búskaparútlitini, hevur fíggjarnevndin fingið niðanfyri standandi viðmerkingar frá landsbankanum viðvíkjandi ávirkan á búskapargongd av fíggjarlógini fyri 2000.

Á fundi í fíggjarnevndini 1. november 1999 løgdu umboð fyri landsbankan fram ymiskt taltilfar, sum lýsti búskapargongdina og búskaparútlitini.

Í hesum sambandi hevði landsbankin gjørt eina meting av fíggjarpolitiska virknaðinum av fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti. Metingin var m.a. grundað á serliga bólking av útreiðslum landskassans, har dentur varð lagdur á at lýsa tær útreiðslur, sum høvdu ávirkan á búskaparliga virksemið og prísgongdina.

Á fundinum bað formaðurin í fíggjarnevdini um nærri frágreiðing um, hvussu útreiðslubólkingin var gjørd.

Meting av inntøkusíðu
Inntøkusíðan verður mett av vera neutral í mun til 1999; møguliga kann talan vera um eina lítla kontraktiva effekt við tað, at stóri inntøkuvøksturin í samfelagnum ger, at fleiri skattgjaldarar koma nakað hægri upp á marginalskattastiganum. Her er so talan um sokallaða "automatiska fíggjarpolitiska stabilisering", sum innbygd er í progressiva skattastigan. Metingin viðvíkjandi inntøkusíðuni á fíggjarlógini er grundað á, at fíggjarlógaruppskotið ikki boðar frá broytingum fyri ár 2000 í skatta- og avgjaldssatsum í mun til 1999.

Meting av útreiðslusíðu
Fyri at gera okkum meting av, í hvønn mun útreiðslujáttanin ávirkar búskaparferðina - herundir framleiðslu, gjaldsjavna og inflatión - verður roynt at gera serliga bólking av ymsu útreiðslusløgunum á fíggjarlógini. Standardkontoskipanin, ið er nær tengd at tí kontoskipan, sum nýtt verður í tjóðarroknskapinum, er hent amboð í hesum sambandi.

Fyri at gera meting av fíggjarpolitiska virknaðinum av útreiðslusíðuni á fíggjarlógini, hevur landsbankin greinað útreiðslukonti í standardkontoplaninum á hendan hátt:

  1. útreiðslur, sum beinleiðis ávirka innlendska eftirpurningin
  2. útreiðslur, sum óbeinleiðis ávirka innlendska eftirspurningin
  3. útreiðslur, sum so at siga onga ávirkan hava á innlendska eftirspurningin

Fyri at siga nakað um kontraktiva ella ekspansiva ávirkan av útreiðslunum á fíggjarlógini verður í fyrsta umfari roynt at seta upp útreiðslugongdina, reinsaða fyri tær útreiðslur, sum so at siga ikki koma í umfarð í Føroyum (kontobólk c). Bólking av útreiðslu-standardkonti er fylgjandi:

Talva 1. Bólking av útreiðslu-standardkonti eftir eftirpurningsávirkan

Høvuðsslag Standardkonto

Eftirspurningsávirkan

1 Rakstrarútreiðslur 11 Lønir v.m.

a

14 Keyp av vørum og tænastum

a

15 Keyp av útbúnaði, netto

a

16 Leiga, viðlíkahald og skattur

a

17 Avskrivingar o.a.

c

19 Ymsar rakstrarútreiðslur

a

3 Løguútreiðslur 31 Bygging og løguframleiðsla

a

32 Útvegan av løgu o.ø.

a

5 Flytingarútreiðslur 51 Tilskot til útlandið o.a.

c

52 Tilskot til einstaklingar

b

53 Stuðul til vinnu

b

54 Stuðul til annað virksemi

b

55 Íløgustuðul o.a.

b

57 Rentuútreiðslur o.a.

c

58 Roknað renta

c

8 Fíggjarpostar 82 Útlán v.m.

b

Talva 2. Útreiðslur: Roknskapar- og játtanartøl

Bólkur

nr

Standardkonto

R97

R98

J99

J00

a. Lønir og tilfarsnýtsla

11

Lønir

952

1.042

1.192

1.277

14

Keyp av vørum og tænastum

361

417

458

552

15

Keyp av útbúnaði, netto

44

44

52

54

16

Leiga, viðlíkahald og skattur

45

79

69

78

19

Ymsar rakstrarútreiðslur

-1

2

7

9

31

Bygging og løguframleiðsla

45

54

92

87

32

Útvegan av løgu o.ø.

17

23

32

61

b. Veitingar, studningar og nýútlán

52

Tilskot til einstaklingar

849

848

915

965

53

Stuðul til vinnu

156

303

142

130

54

Stuðul til annað virksemi

142

102

77

93

55

Íløgustuðul o.a.

14

9

4

3

82

Útlán v.m.

16

35

9

4

c. Lítlan eftirspurningsvirkning í FR

17

Avskrivingar o.a.

0

1

1

0

51

Tilskot til útlandið o.a.

18

18

19

19

57

Rentuútreiðslur o.a.

409

323

240

214

58

Roknað renta

0

0

Talva 3. Útreiðslur: Høvuðsbólking av standardkonti

 

1997

1998

1999

2000

a. Lønir og tilfarskeyp

1.463

1.660

1.902

2.119

b. Veitingar, studningar og nýútlán

1.177

1.297

1.148

1.196

c. Útreiðslur, sum lítlan og ongan
eftirspurningsvirkning hava

427

342

259

234

Útreiðslur

3.067

3.299

3.309

3.549

Talva 4. Útreiðslur: Høvuðsbólking av standardkonti;
               vøkstur í % í mun til undanfarið ár

 

1997

1998

1999

2000

a. Lønir og tilfarskeyp

13

15

11

b. Veitingar, studningar og nýútlán

10

-11

4

c. Útreiðslur, sum lítlan og ongan
eftirspurningsvirkning hava

-20

-24

-10

Útreiðslur

8

0

7

Talva 5. Eftirspurningsdrívandi útreiðslur og BTÚ

 

1997

1998

1999

2000

Eftirspurningsdrívandi útreiðslur (a+b)

2.640

2.957

3.050

3.315

Vøkstur í mió kr

317

93

265

Vøkstur í %

12

3

9

BTÚ

6.161

6.873

7.625

8.145

BTÚ-vøkstur í %

12

11

7

Gongdin viðv. útreiðslum soleiðis, sum hendan er lýst í talvunum omanfyri, er ávirkað av, at roknskapir hjá almennum stovnum eru tiknir við í landskassaroknskapin. Sí viðmerking sí. 24 í frágreiðing til fíggjarlógaruppskotið 2000 hjá fíggjarmálastýrinum.

Við í tølunum fyri 2000 eru løguútreiðslur, sum ikki ávirka innlendis virksemi/inflatiónsgongd, svarandi til umleið 60 mió kr. Talan er her um útreiðslur til vaktarskip, sum verður bygt uttanlands. Útreiðslan hevur tó sjálvandi ávirkan á handilsjavna Føroya.

Við atliti til hesi viðurskifti metir landsbankin, at útreiðslusíðan á fíggjarlógini fyri árini 1998 og 1999 fíggjarpolitiskt hevur virkað nøkulunda neutralt.

Fíggjarpolitiski virknaðurin av útreiðslunum á fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 kann metast at verða nakað ekspansivur. Talva 5 vísir, at BTÚ verður mett at vaksa við 7%, meðan eftirspurningsdrívandi útreiðslurnar vaksa við 9% í mun til 1999. Útreiðsluvøksturin frádrigið løguútreiðslur til útlond er 7%.

Niðurstøða
Samanumtikið kann sigast um verandi fíggjalógaruppskot fyri ár 2000, at tað sær út til at virka soleiðis, at búskaparferðin økist nakað.

Landsbankin mælir til, at fleiri ekspansivt virkandi tiltøk ikki verða sett á fíggjarlógina fyri ár 2000.

Vinnustuðul

Á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000 eru undir greinunum 5, 6 og 7 avsettar góðar 124 mió. kr. í beinleiðis stuðuli til vinnuna. Fíggjarnevndin hevur tí biðið Vinnuhúsið, ið umboðar Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Føroya Havbúnaðarfelag, Føroya Ídnaðarfelag og Føroya Keypmannafelag, um viðmerkingar til nevnda stuðul til vinnuna.

Vinnuhúsið hevur í skrivi svarað m.a.:

Fyri gott einum ári síðani setti Vinnumálastýrið ein arbeiðsbólk við tí endamáli at orða ein vinnupolitik, og í apríl í ár var vinnupolitikkurin lagdur fyri tingið til aðalorðaskifti. Tingmenn tóku sum heild undir við hesum vinnupolitikki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fekk vinnupolitikkin til ummælis. Eftir at vinnugreinafeløgini í húsinum vóru hoyrd, boðaði Arbeiðsgevarafelagið Vinnumálastýrinum frá, at felagið tók fult undir við meginreglunum í vinnupolitikkinum og tí vinnupolitisku kós, sum hesin setur.

Tá tað kemur til stuðul, staðfestir nevnda vinnupolittiska stevna m.a.:

"Ætlanin er í avmarkaðan mun at skipa fyri og nýta vinnuframaskipanir, soleiðis sum hesar eru kendar úr okkara grannalondum, serliga tær skipanir, ið ikki hava innbygdan rakstrar- ella íløgustuðul. Dentur verður lagdur á, at vinnan skal mennast at verða kappingarfør og lívfør uttan stuðul."

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ofta gjørt vart við, at vit eru ímóti, at kappingaravlagandi stuðul verður veittur vinnuni. Vit eru av tí sannføring, at vinnan skal standa á egnum beinum, og at hetta er besta trygd fyri vøkstri og framburði. Tí samsvarar vinnupolitikur landsins við okkara sjónarmið. Hetta merkir tó ikki, at ongar stuðulsskipanir skulu verða galdandi, men at tann stuðul sum verður latin, skal verða í tráð við tær ætlanir, sum eru lagdar í vinnupolitikki landsins, nevniliga, at stuðul kann latast til skipanir, sum m.a. snúgva seg um útbúgving, gransking, marknaðarføring og ráðgeving.

Vit eru fullvæl greiðir yvir, at enn finnast skipanir, ið ikki eru í tráð við umrødda vinnupolitikk – bæði undir § 5 og § 6 á løgtingsins fíggjarlóg. Málið má verða, at hesar verða endurskoðaðar, men hetta kann tó ikki at henda frá degi til dags. Vinnan ynskir støðugar karmar, og hetta má eisini havast fyri eygað, tá skipanir verða broyttar ella avtiknar.

Vit halda tí ikki at tað er rætt at viðgera broytingar í umrøddu skipanum við stuttum skotbrái í samband við fíggjarlógina fyri komandi ár. Hetta eru arbeiði, ið avvarðandi landsstýrismenn eiga at seta í verk, og broytingar ella avtøka av skipanum má gerast við eini rímiligari freist, so vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til. Feløgini í Vinnuhúsinum eru altíð fús til at luttaka í endurskoðan av teimum skipanum, ið eru galdandi fyri tær vinnur, sum vit varða av.

Fiskivinna o.a.

Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at fiskivinnan hevur sera góðar rakstrartreytir í løtuni á næstan øllum økjum. Fiskiveiðan er nøktandi, prísirnir søguliga høgir, og týdningarmiklir útreiðslupostar, sum olja og renta, á søguliga lágum støði. Allur heimaflotin hevur havt eitt gott ár, serliga línuskip og partrolarar, meðan lemmatrolararnir hava havt eitt rímiliga gott ár. Tó hevur árið fyri útróðrarbátarnir verið merkt av minkandi veiðu.

Øll reiðaríini hava havt stór yvirskot seinnu árini, og nógv skuld er goldin niður. Flestu eldri skip eru skuldarfrí í dag, meðan størru skipini eru nógv niðurgoldin. Talan er tí um eina góða konsolidering í flotanum, sum skuldi verið eitt gott útgangsstøði fyri byrjandi endurnýggjan av flotanum.

Flakatrolarar hava havt minni góðan fiskiskap, men hava notið gott av søguliga góðu fiskaprísunum og hava tí havt eitt rættiliga gott ár. Væntandi verður veiðan nakað minni næsta ár orsakað av, at kvotan verður skorin niður í Barentshavinum. Nótaskipini hava fiskað væl, men orsakað av, at prísirnir fullu niður í eina helvt í mun til í fjør, hevur árið ikki nær til verið so gott sum í fjør, sum var besta árið fyri nótaflotan, menn minnast. Øll skipini hava tó klára at svara hvørjum sítt í 1999. Rækjuflotin hevur havt eitt gott ár í 1999.

Alivinnan hevur ment seg munandi seinnu árini. Síðan 1994 er útsetingin 3-faldað, og væntandi verður enn meiri sett út komandi árini. Tey næstu 3 árini verður væntandi útsett út ímóti 20 mió. smolt árliga, og kemur framleiðslan hervið at økjast til umleið 50-60.000 tons komandi árini. Henda stóra nøgd setir stór krøv til endurnýggjan og uppgradering av útbúnaðinum, og kemur vinnan tí at fremja stórar íløgur í smoltstøðir, kryvjivirkir, brunnbátar og góðskingarvirkir komandi árini.

Vinnan er sera kapitaltung, og kemur samlaði fíggingartørvurin væntandi at táttað í 1 mia. kr. innan fá ár. Hetta setir stór krøv til peningastovnarnar, við tað at talan er um fá virkir, sum koma at hava sera stór angangement sæð í mun til eginognina hjá peningastovnunum í Føroyum.

Flakavirkini hava sum heild havt rímiliga nøktandi úrslit í 1999. Serliga eru tað tey framkomnu saltfiskavirkini og stóru virkini, sum hava gingið væl.

Av øðrum vinnum hevur handil- og tænastuvinnan gingið væl tey seinnu árini orsakað av økta aktivitetinum í landinum.

Frá útflutningsvinnuni hevur nevndin fingið upplýst, at fiskaprísinir í 1999 hava verið sera góðir, og útlit eru fyri, at prísirnir stabilisera seg í 2000 uttan so, at okkurt óvæntað hendir. Upplýst er, at eftirspurningurin eftir toski fer væntandi at vaksa í 2000, tí toskakvoturnar verða lægri í 2000 enn í 1999. Útlit eru til, at fiskiskapurin eftir Atlantshavstoski minkar við 150.000 tonsum í 2000 í mun til 1999. Eisini kann væntast, at eftirspurningurin eftir upsa verður størri, tí fiskiskapurin eftir Alaska pollock í 2000 væntandi minkar við umleið 150.000 tonsum. Í 1998 minkaði Alaska pollock við 200.000 tonsum.

Mett verður, at útflutningurin av laksi og laksaúrdráttum í 1999 verður umleið 32.000 til eitt útflutningsvirði upp á umleið 730 mió. kr. Mett verður, at prísurin heldur sær fyrra hálvár í 2000, men lækkar væntandi í seinra hálvári, tí roknað verður við størri útboði á marknaðinum tá, serliga úr Noreg og Chile. Roknað verður við, at í 2000 verða útflutt umleið 35.000 tons av laksi.

Sethús

Upplýst er fyri nevndini, at sethúsaprísirnir seinasta árið eru hækkaðir sløk 17% fyri alt landið sum heild. Størsta hækkingin hevur verið á teimum størru plássunum, meðan hækkingin hevur verið minst í smærru bygdunum. Miðalprísurin fyri sethús í Tórshavn er komin upp á 1.065 tús. kr. Ein orsøk til hækkandi sethúsaprísirnar er, at útboðið er ov lítið í mun til eftirspurningin. Prísirnir eru kortini ikki komnir upp á støðið frá seinast í áttati árunum, so peningastovnarnir meta ikki, at prísstøðið sum so gevur ábending um yvirupphiting av búskapinum. Talið av nýbygdum húsum liggur um 100, og tað er undir ¼ av árligu byggingini í áttati árunum.

Gjøgnumskygni

Fíggjarnevndin ynskir at gjøgnumskygni skal verða á galdandi fíggjarlóg. Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin umrøtt, í hvønn mun lógabundnar útreiðslur eisini skulu standa á fíggjarlógini fyri viðkomandi ár. Í § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini er ásett, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.

Spurningurin er, um ein vanlig løgtingslóg uppfyllir tey heimildarkrøv, sum § 43, stk. 2, setir fyri lógliga at brúka pening úr landskassanum. Av løgtingsviðgerðini av stýrisskipanarlógini skilst, at landsstýrið í upprunaliga uppskotinum hevði orðað § 43, stk. 2, soleiðis, at bara var heimilað at nýta pening, um upphæddin var játtað á fíggjarlógini. Undir málsviðgerðini hevði tingnevndin, sum viðgjørdi málið, frammi at skoyta uppí, at eisini kundi brúkast peningur, sum hevði heimild í "aðrari galdandi heimildarlóg".

Tá ið álit kom fyri tingið, hevði nevndin broytt hugsan soleiðis, at tað kom at standa: "ella aðrari játtanarlóg". Hetta merkir sbr. vanligum løgfrøðiligum tulkingargrundreglum, at ein vanlig løgtingslóg ikki er nóg góð heimild fyri at brúka pening, tað krevst, at útreiðslan skal standa á eini "aðrari játtanarlóg", sum má skiljast sum ein eykafíggjarløgtingslóg.

Harvið kann komast í ta løgnu støðu, at borgarin, sbr. eini vanligari løgtingslóg hevur krav um ávísa upphædd frá landsstýrinum og kann fara í rættin og fáa dóm við eftirfylgjandi tvingsilsfullgerð fyri upphæddini, meðan landsstýrismaðurin ikki hevur neyðugu heimildina sbr. § 43, stk. 2, at gjalda út peningin til borgaran, tí at upphæddin ikki stendur á fíggjarlógini ella á eini eykajáttanarlóg.

Henda løgfrøðiliga tvístøða má loysast á tann hátt, at § 43, stk. 2, má skiljast soleiðis, at hon setir krav um, at landsstýrismaðurin á økinum hevur eina rættarliga skyldu altíð at syrgja fyri, at uppskot, um neyðugt, verður lagt fyri Løgtingið sum eykajáttanarlóg í førum, har lógabundnar útreiðslur fara at hava við sær útreiðslur, sum ikki standa á fíggjarlógini. Men upphæddina, sum borgarin hevur krav um sbr. løgtingslóg, má hann gjalda, hóast peningurin ikki stendur á fíggjarlógini.

Tingið hevur, tá málið kemur fyri, tvinnar kostir í at velja, antin at játta peningin á fíggjarlógini ella at taka av vanligu løgtingslógarheimildina fyri útreiðsluni.

Samanumtikið er niðurstøðan, at tað er lógakrav, at lógabundnar útreiðslur altíð eisini skulu síggjast á fíggjarløgtingslógini ella á eini eykajáttanarløgtingslóg.

Broytt játtanarskipanin

Umsiting løgtingsins, Landsgrannskoðarin og Fíggjarmálastýrið hava í felag gjørd broytingar í játtanarskipanini. Fíggjarnevndin tekur undir við hesum broytingum, men mælir til, at játtanarskipanini kemur í eina fastari legu, helst við løgtingslóg. Broytta játtanarskipanin er soljóðandi:

Játtanarskipanin

1. Fíggjarlógin

Fíggjarlógin er grundarlag undir virkseminum hjá landinum í einum fíggjarári.

Fíggjarlóg, fíggjarlógaruppseting, játtanarsløg og viðmerkingar eru týðandi amboð hjá løgtinginum at stýra, ávirka og raðfesta útreiðslur og inntøkur landsins, og eru við til at áseta, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum. Fíggjarlógin er eisini ein týðandi miðil til at kunna almenningin um politiskar avgerðir.

Sambært § 43, stk. 2, í stýriskipanarlógini má eingin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.

Stýriskipanarlógin ásetir, at landsstýrið leggur trý sløg av játtanarlóggávu fyri løgtingið:

Fíggjarlógin kann seinni verða broytt við 1) eykajáttan við løgtingslóg, ella um málið hevur skund, við at 2) fíggjarnevndin veitir eykajáttan.

Eykajáttanir, sum fíggjarnevndin samtykkir, skulu takast við á eykafíggjarlógina.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum samskipar fíggjarlógararbeiðið. Tað er tí hann, sum vegna landsstýrið leggur fyri løgtingið landsstýrisins uppskot um fíggjarlóg og aðrar játtanarlógir.

2. Bruttojáttanir og nettojáttanir

Útgangsstøðið í játtanarskipanini er, at útreiðslur og inntøkur verða játtaðar hvør sær (bruttomeginreglan). Inntøkuvøkstur heimilar tí ikki samsvarandi útreiðsluvøkstri.

Í nevndu førum verður bruttomeginreglan tó ikki nýtt:

Roknskaparliga verður eisini konterað eftir bruttomeginregluni, tó so, at í sambandi við tey omanfyri nevndu undantøk, verður konterað á serligum roknskaparkonti sambært Kontoskipan Landsins.

Bruttomeginreglan fevnir ikki um játtanarsløgini landsfyritøka og rakstrarjáttan. Fyri hesi játtanarsløg verður játtanin latin sum nettoútreiðslujáttan.

Sjálvt um játtanir sostatt á summum økjum verða givnar sum nettojáttanir, verða útreiðslur og inntøkur settar upp fyri seg í sundurgreinaðu ætlanini í fíggjarlógarviðmerkingunum.

3. Átekningar:

Á játtanarlógunum eru, umframt játtanir, eisini átekningar. Átekningar verða nýttar sum ein ískoytisáseting til ávísa játtan.

4. Vanligar ræðisásetingar

4.1. Almennar reglur
Ein játtan er ein heimild hjá landsstýrismanninum at hava útreiðslur til eitt ávíst endamál, ella at hava inntøkur av ávísum slag, í samsvari við tær fyritreytir, sum játtanin er givin eftir.

Tá ið ein fyrisitingarlig leiðsla hevur ræðisrættindi í sambandi við játtanir, er hetta eftir heimiling frá landsstýrismanninum, og er tað undir teimum treytum, ið fylgja við heimilingini.

Játtanin skal nýtast samsvarandi fyritreytunum fyri játtanini. Harumframt kunnu í heimilingini vera ásettar aðrar fyrisitingarligar treytir, eins og ræðisrætturin altíð kann takast aftur í fíggjarárinum.

Játtanarheimild skal vera fingin til vega, áðrenn rátt verður. Tá miðað verður ímóti, at fíggjarlógin skal vera ein fullfíggjað fíggjarætlan fyri landsins inntøkur og útreiðslur í fíggjarárinum, er meginreglan, at heimild skal verða fingin til vega á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, áðrenn rátt verður.

4.2 Játtanartíðarskeið
Ein játtan er ein heimild at ráða í tí fíggjarári, sum játtanin er givin fyri.

Um tað ikki er serlig heimild til at gjalda frammanundan, ella at geva gjaldsskáa, skal miðast ímóti, at tað ikki er størri munur á tíðarskeiðnum millum útreiðslur og útgjald, og millum inntøkur og inngjald.

Atgerðir, sum føra við sær skyldur fyri landskassan út um tíðarskeiðið, kunnu bara gerast, um serstøk heimild er fingin til vega frammanundan t.d. við serligari lóg.

Eru skyldur, sum bera við sær útreiðslur í fleiri fíggjarárum, skal játtan til útreiðslurnar fáast til vega hvørt fíggjarár sær.

4.3 Endurrindan av keyps-MVG hjá stovnum / virksemi, sum ikki eru MVG-skrásettir / skrásett
Stovnar (virksemi), sum ikki eru MVG-skrásettir, skulu, tá ið fíggjarlógaruppskotið verður gjørt meta um rakstrar- og løguútreiðslur uttan at taka útreiðslur við til keyps-MVG.

Á roknskapinum verður keyps-MVG skrásett fyri seg á standardkonto 75. Sjálvur útreiðsluparturin verður skrásettur á standardkonto 14, 15, 16, 19, 31 og 32 t.v.s. uttan MVG, men MVG-parturin verður skrásettur undir standardkonto 75.

Snýr tað seg um MVG av vørum og tænastum, sum er goldið uttanlands, so skal MVG-upphæddin skrásetast saman við útreiðsluni til vøruna / tænastuna.

Keyps-MVG verður mánaðarliga lyft av roknskapinum og flutt á eina felags játtan undir § 20.

4.4 Annað
Vanliga er ikki loyvt at leasa. Tó kunnu sáttamálar um operationella leasing gerast, um tað eru eyðsýndir fyrimunir fyri landskassan at leasa í staðin fyri at keypa. Sáttmálar upp á meira enn kr. 250.000 skulu góðkennast av Fíggjarmálastýrinum.

Hinvegin kunnu sáttmálar ikki gerast fyri fíggjarliga leasing, sum reelt kemur í staðin fyri keyp ella bygging.

5. Serstakar ásetingar fyri tey einstøku játtanarsløgini
5.1 Játtanarsløgini

Ræðisreglurnar eru tengdar at fylgjandi fimm játtanarsløgum, sum á ymiskan hátt eru bindandi fyri, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum:

Undir pkt. B "Játtanir" í fíggjarlógartekstinum er ásett í klombrum aftan fyri høvuðskontoheitið, hvat slag av játtan, talan er um. Um einki stendur, so er tað "Onnur játtan".

Fyri øll játtanarsløgini eru tær vanligu ræðisásetingarnar galdandi, umframt niðanfyri nevndu serstøku ásetingar fyri tey einstøku játtanarsløgini.

5.2 Rakstrarjáttan (vanligt virksemi)
Rakstrarjáttan verður nýtt, tá endamálið við játtanini serliga er ætlað at verða rokkið við almennum rakstarvirksemi, og at hava neyðugar útreiðslur í tí sambandi, t.v.s. útreiðslur til starvsfólk, keyp av tilfari og tænastum og til rakstur av bygningum v.m.

Hóast virksemið verður minni, og størri skynsemisbroytingar enn ætlað verða framdar, er ikki loyvt til betra um støðið á almennu tænastuni á økinum meira enn upprunaliga ætlað.

Stovnar, ið skulu gera ætlanir um byggi- og løguarbeiði, kunnu nýta pening til fyrireikandi kanningar, harundir tørvsmetingar. Útreiðslur til framhaldandi fyrireikingararbeiði og projekteringsútreiðslur krevja serstaka løgujáttan.

Í viðmerkingunum í Sundurgreinað ætlan er játtanin á høvuðskontoini sundurliðað í standardkonti og undirkonti. Henda sundurgreining er ikki bindandi. Tó er ikki loyvt landsstýrismanninum at fara uppum ásetta lønarkarmin (standardkonto 11).

Rakstrarjáttan, er ein nettoútreiðslujáttan til tann ella teir landsstovnar, sum høvuðskontoin fevnir um. Stovnurin kann hava rakstrarútreiðslur og inntøkur samsvarandi viðmerkingunum til høvuðskontoina. Meirinntøkur geva rætt til at hava samsvarandi meirútreiðslur, tó er ikki loyvt at fara uppum ásetta lønarkarmin.

5.2.1 Góðkenning av ávísum størvum
Fíggjarmálastýrið skal góðkenna øll tænustumannastørv og øll onnur størv við eini løn svarandi til tænastumannastørv, í 36. lønarflokki ella hægri, áðrenn tey verða skipað.

Umsóknir um at skipa omanfyrinevndu størv skulu sendast til lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum saman við upplýsingum, sum eru neyðugar til viðgerðina.

Eitt góðkent starv í lønarflokki 36. ella hægri kann altíð nýtast í einum lægri lønarflokki.

Innan fyri lønarrammuna og góðkend størv, ásetir aðalstýrið/stovnurin sjálvur samansetingina av starvsfólkanýtslu.

5.3 Rakstrarjáttan (inntøkufíggjað virksemi)
Landsstovnar kunnu fáa játtan til at hava inntøkufíggjað virksemi, um hetta virksemið lýkur niðanfyri standandi treytir:

Kostnaðurin, skal ásetast soleiðis, at hann ikki er kappingaravlagandi mótvegis privatum og øðrum almennum kappingarneytum, og langtíðar miðalkostnaðurin skal verða fíggjaður.

Um talan er um einkarrætt ella støðu, ið líkist einkarrætti, so er prísurin, sum samsvarar langtíðarkostnaðinum, samstundis hámarksprísurin, ið kann setast á vøruna ella tænastuna, tá ið hon verður seld í Føroyum.

Langtíðar miðalkostnaðurin er tað, sum tað í miðal kostar at gera eina ávísa vøru ella veita eina ávísa tænastu gjøgnum eitt longri tíðarskeið. Sum partur av kostnaðinum er at rokna:

Undir inntøkufíggjaðum virksemi kunnu havast inntøkur og útreiðslur, ið vanliga koma undir løgujáttan.

Í viðmerkingum til fíggjarlógaruppskotið verður greitt frá slagi av inntøkufíggjaðum virksemi, og hvussu stórt hetta virksemi er. Skilt verður ímillum vanligt virksemi og inntøkufíggjað virksemi hjá stovninum.

Inntøkufíggjað virksemi verður sett á serstaka undirkonto. Sundurgreiningin í standardkonti er ikki bindandi, og loyvt er landsstýrismanninum at fara uppum ásetta lønarkarmin (standardkonto 11) á hesi undirkonto, men lønarútreiðslur kunnu einans nýtast til tað inntøkufíggjaða virksemið.

Í fíggjarlógaruppskotinum verður gjørd rakstrarætlan fyri útreiðslur av inntøkufíggjaðum virksemi, lutvíst grundað á ætlaðar útreiðslur, og lutvíst á ætlaða nýtslu av inntøkum annars.

Útreiðslur til vørur og tænastur skulu liðast sundur eftir veruligu nýtsluni til ávikavist vanligt og inntøkufíggjað virksemi.

5.2.1 Starvsfólk
Til inntøkufíggjað virksemi kunnu starvsfólk bert setast, um størvini verða fíggjað við inntøkum, hetta virksemi gevur. Er tað neyðugt, fyri at tryggja stovnin fíggjarliga, skulu setanirnar vera tíðar- ella uppgávuavmarkaðar.

Tænastumenn ella tænastumannalíknandi starvsfólk kunnu ikki setast við beinleiðis tilknýti til inntøkufíggjað virksemi.

Tey fólk, her upp í sáttmálasettir leiðarar, sum verða sett í starv beinleiðis til inntøkufíggjað virksemi, verða sett eftir vanligu sáttmálatreytunum, sum eru galdandi á økinum.

Lønarútreiðslur til starvsfólk, sum lutvíst taka lut í inntøkufíggjaðum virksemi, verða konteraðar alt eftir, hvussu stóran part starvsfólkini hava arbeitt í ávikavist vanligum virksemi og inntøkufíggjaðum virksemi.

5.3 Løgujáttanir
Løgujáttan verður sum meginregla nýtt til at selja, keypa, konstruera og gera bygningar, skip og aðrar løgur. Harumframt verður henda játtan nýtt, tá løgustuðul ella lán verða veitt til ítøkiligar byggiætlanir, sum ikki eru lógarbundnar.

Undir hesar játtanir verða bókaðar:

Hetta hevur eitt nú við sær, at keyp av føstum ognum og nýbygging kann fíggjast av somu játtan.

5.3.1 Løgujáttan, útreiðslur
5.3.1.1 Játtanir, lýstar í viðmerkingunum til fíggjarlógina

Landsstýrismaðurin er ikki bundin av sundurgreiningini millum fleiri løguarbeiði undir somu høvuðskonto, treytað av, at metti samlaði kostnaðurin fyri tær einstøku ætlanirnar heldur, og at samlaðu útreiðslurnar kunnu haldast innan fyri galdandi fíggjarlóg.

Tiltøk, sum føra til týðandi ætlanarbroytingar, harundir tiltøk, sum hækka upprunaliga metta samlaða kostnaðinum fyri einstakar ætlanirnar, kunnu fremjast, um serstøk heimild er fingin til vega við eykajáttanarlóg.

5.3.1.2 Nýggjar ætlanir í fíggjarárinum
Ætlanir, sum skulu fíggjast við eini løgujáttan, og sum ikki eru lýstar í viðmerkingunum til løgujáttanina, kunnu bara fremjast, um heimild er fingin til vega við eykajáttanarlóg.

5.3.1.2 Játtanir, lýstar í serstakari lóg
Er talan um størri løgujáttanir, sum ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri tingið um serstaka lógarheimild til tess at tryggja, at tílík týðandi mál verða nóg væl lýst og fáa eina hóskandi viðgerð í tinginum.

Um tað í serstøku lógini er ásettur ein samlaður løgukostnaður, kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar, við atliti at valda útbjóðingarháttinum, og treytað av, at tann samlaði løgukostnaðurin verður hildin.

5.3.2 Løgujáttan, inntøkur
Løguinntøkur eru inntøkur av at avhenda fastar ognir, skip o.t., endurrindan í sambandi við bygging og løgugerð fyri onnur, endurgjald fyri liðug løguarbeiði og avskrivingar av ognum og løgum.

Landsins føstu ognir, skip o.t. kunnu bert seljast, um tey verða boðin út alment.

Løguinntøkur kunnu bert havast, um so er, at heimild er fyri hesum á fíggjarlógini, annars verða hesar at taka við á eykajáttanarlóg.

5.4 Lógarbundin játtan
Lógarbundin játtan verður nýtt, tá tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, ella hvør skal rinda, og hvussu stór upphæddin skal verða. Sum dømi kann fólkapensiónin verða nevnd.

Talan er um lógarbundnar útreiðslur, t.d. tá ið móttakarin sambært lóg hevur rættarkrav til ávísan stuðul ella veiting, og tá ið peningaupphæddin ella útrokningargrundarlagið er ásett í lóg ella sambært lóg.

Tað er tí serliga umráðandi, at landsstýrismaðurin metir lógarbundnu útreiðslurnar á fíggjarlógini so neyvt sum gjørligt. Um tað í fíggjarárinum vísir seg, at hesar metingar væntandi ikki koma at halda, skal landsstýrismaðurin leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, ella í øðrum lagi uppskot um at broyta stuðulslóggávuna.

5.5 Játtanarslagið landsfyritøka
Landsfyritøka verður nýtt, tá virksemið hjá almennum stovni í høvuðsheitum er vinnuligt, og tað tí er skilabest at geva leiðsluni størri møguleikar til at laga virksemið eftir marknaðarviðurskiftunum.

Játtanin er eitt nettotal, sum er ein játtanarkarmur til nettoútreiðslur hjá fyritøkuni. Í høvuðsheitum eru tær somu ásetingar galdandi, sum fyri játttanarslagið rakstrarjáttan, harundir góðkenning av ávísum størvum.

Fyri játtanarslarið landsfyritøkur er sundurgreiningin á undirkonti og standardkonti ikki bindandi, og loyvt er landsstýrismanninum at fara uppum ásetta lønarkarmin (standarkonto 11).

5.6 Onnur játtan
Onnur játtan verður nýtt í serligum føri, tá játtanarendamálið er ætlað at verða rokkið við at veita stuðul, serstakliga til ítøkiligar studningsjáttanir, veita lán v.m., ella tá talan er um inntøkur, sum ikki eru náttúrliga knýttar at rakstrar- og løguvirkseminum. Vanliga verður hetta játtanarslagið nýtt, tá hini játtanarsløgini ikki hóska.

Lønarútreiðslur kunnu ikki játtast undir hesum játtanarslagi. Sundurgreiningin í viðmerkingunum av, hvat játtanin kann nýtast til, er bindandi fyri landsstýrismannin, um ikki annað er tilskilað í viðmerkingunum.

Átekningar

Í broyttu játtanarskipanini stendur sum átekningar "Á játtanarlógum eru umframt játtanir, eisini átekningar. Átekningar verða nýttar sum ein ískoytisáseting til ávísa játtan". Fíggjarnevndin er samd um at mæla til, at allar átekningar, sum ikki bert áseta, hvussu ein játtan í galdandi fíggjarárinum skal nýtast, verða strikaðar, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Samd nevnd

Nevndin er samd um, at mæla tinginum til at gera hesar broytingar:

Grein 3 Fíggjarmál o.a.

3.22.4.01 Stuðul til rentuútreiðslur

verður hækkað við kr. 6.000.000
og set til kr. 111.000.000

Viðmerking:
Rentan er hækkað síðan uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.
Víst verður á nýggju metingarnar frá Fíggjarmálastýrið, 8. desember 1999.

Grein 5 Fiskivinna

C.Átekningar
Nr. 1
ad. 5.34.3.01.40 Inntøkufíggjað virksemi/verkætlanir hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Átekningin verður strikað.

Viðmerking:
Víst verður á viðmerking um átekningar.

Grein 6 Vinnumál

C. Átekningar
Nr. 3
ad. 6.37.3.01. Rúsdrekkasøla Landsins.
Nr. 6 ad. 6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins
Nr. 7 ad. 6.38.2.10. Flogferðsla
Nr. 8 ad. 6.38.3.01. Postverk Føroya
Átekningarnar verða strikaðar.
Viðmerking:
Víst verður á viðmerking um átekningar.

Grein 7 Útbúgving og gransking

7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan)
23. Fiskivinnuskúlin

Fyrireiking til útbygging av fiskivinnuskúlanum í Vestmanna + kr. 250.000
Verður sett til kr. 3.211.000

Viðmerking:
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna húsast í einum sethúsum, sum landið eigur, umframt tveimum øðrum leigaðum sethúsum. Leigumálini kunnu sigast upp við stuttari freist. Um so verður, er skúlin partvíst húsvillur. Hølisviðurskiftini eru ikki tíðarhóskandi, og eru ein forðan fyri at økja og bøta um virksemið hjá skúlanum. Tí er neyðugt at fara undir fyrireikingar til bygging av einum nýggjum skúlabygningi. Hetta stig er neyðugt, um Fiskivinnuskúlin skal gerast eitt útbúgvingartilboð til føroysk ungfólk á jøvnum føti við aðrar miðnámsútbúgvingar í landinum.

C. Átekning
Nr. 1.
Ad. 7.23.1.16.40 Útgávuvirksemi hjá skúlabókagrunninum.
Nr. 2. Ad. 7.23.3. Miðnámsútbúgvingar.
Nr. 3. Ad. 7.23.6.01.40. Inntøkufíggjað virksemi hjá Føroya sjómansskúla.
Nr. 4. Ad. 7.23.6.26. Havfrøðiliga royndarstøðin – BIOFAR.
Nr. 5. Ad. 7.24.3.10. Føroya Fornminnissavn.
Nr. 6. Ad. 7.24.4.01. Sjónvarp Føroya.
Nr. 7. Ad. 7.24.4.07. Útvarp Føroya.
Átekningarnar verða strikaðar.
Viðmerking:
Víst verður á viðmerking um átekningar.

Grein 8 Almanna og heilsumál

8.21.5.01. Studningur til eldri og brekað

05. Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn + kr. 100.000
Verður sett til kr. 300.000

Viðmerking: Í uppskotinum hjá landsstýrinum verður játtanin til Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn skerd við 100.000 kr. Hesum kann fíggjarnevndin ikki taka undir við. Tí verður mælt til at hækka játtanina við 100.000 kr.soleiðis at hon verður óbroytt í mun til játtanina í verandi fíggjarári.

C. Átekning
Nr. 1.
Ad. 8.20.2.08. Apoteksverkið.
Nr. 2. Ad. 8.20.3.04. Landsstjúkrahúsið.
Átekningarnar verða strikaðar.
Viðmerking:
Víst verður á viðmerking um átekningar.

Grein 20 Inntøkur

20.52.2.13. Brennuoljugjald

Lækkar við kr. 7.000.000
Verður sett til kr. 63.000.000

Viðmerking:
Víst verður tá nýggju metingarnar frá Fíggjarmálastýrið, 8. desember 1999.

20.52.2.19. Skrásetingargjald

Lækkar við kr. 7.000.000
Verður sett til kr. 65.000.000

Viðmerking:
Víst verður tá nýggju metingarnar frá Fíggjarmálastýrið, 8. desember 1999.

Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðandi

 b r o y t i n g a r u p p s k o t 

§ 3. Fíggjarmál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

4.125

6.000

1.875

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Íbúðarmál...............................................................................................

6.000

1.875

3.22.4. Útgjaldsskipanir..........................................................................

6.000

1.875

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

3.22.4. Útgjaldsskipanir
3.22.4.01. Stuðul til rentuútreiðslur (Lógarbundin játtan)

U

105.000

32.813

BU

6.000

1.875

 

§ 5 Fiskivinna

C.Átekningar

Nr. 1 verður strikað. 

§ 6 Vinnumál

C. Átekningar

Nr. 3., Nr. 6., Nr. 7. og Nr. 8. verða strikaðar.
Nr. 4. og Nr. 5. verða Nr. 2. og Nr. 3.

 

§ 7. Útbúgving og gransking o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

250

250

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar..................................................................

250

-

B. Játtanir

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar
7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan)

U

47.524

-

Hjá samdari nevnd

BU

250

-

 

C. Átekning

Nr. 1., Nr. 2., Nr. 3., Nr. 4., Nr. 5., Nr. 6. og Nr. 7. verða strikaðar.  

 

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

100

100

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

8.21.5. Studningur til eldri og brekað.....................................................

100

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.21.5. Studningur til eldri og brekað
8.21.5.01. Stuðul til feløg hjá brekaðum

U

5.841

-

Hjá samdari nevnd

BU

100

-

 

C. Átekning

Nr. 1. og Nr. 2. verða strikaðar. 

 

§20. Inntøkur 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-1.000

-1.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

15.000

-

-15.000

Løguætlan

-

-

-

 

Skattir og avgjøld..................................................................................

-1.000

-15.000

20.52.2. Avgjøld og tollur.......................................................................

-1.000

-15.000

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

20.52.2. Avgjøld og tollur
20.52.2.13. Brennioljugjald

U

11.000

81.000

BU

-1.000

-8.000

20.52.2.19. Skrásetingargjald

U

-

72.000

BU

-

-7.000

 Nevndin hevur annars undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin

Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Jákup Sverri Kass

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Jákup Sverri Kass) førir fram:

Ein aðalsetningur samgongunnar er at gera avtalu við donsku stjórnina um eina varliga fíggjarliga og búskaparliga tillaging soleiðis, at føroyski búskapurin sum frálíður kann standa á egnum beinum.

Avleiðingin verður, at ríkisveitingin minkar, og at tað tí er grundleggjandi neyðugt at fremja sparingar/tillagingar í skiftistíðini.

Verður skiftistíðin ásett til 10 ár, fer ríkisveitingin at minka við um 100 mió. kr. árliga. Fær landskassin samstundis ikki meirinntøkur, sum stava frá búskaparvøkstri, verður neyðugt við sparingum at fíggja niðurskurðin. Sambært Hvítubók verður tá neyðugt at spara millum 150 og 300 mio. kr. árliga á fíggjarlógini alt eftir, hvar spart verður.

Meirilutin vísir tí á, at neyðugt er við lógarbroytingum og tillagingum, so tað hepnast at laga komandi fíggjarlógir til broyttu fortreytirnar.

Vantandi lógarbroytingar og tillagingar higartil gera, at sera trupult er at skerja almennu nýtsluna. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2000 er økt við 154 mio í mun til fíggjarlógina fyri 1999.
Við atliti at vantandi tillagingunum ásannar meirilutin tí, at meirnýtslan í uppskotinum neyvan verður øðrvísi, skulu almennar funktiónir ikki skerast burtur.

Boðað er annars frá, at landsstýrið hevur í hyggju at fremja rationaliseringar, sum byggja á yvirlit, sum landsstýrismenninir evna til. Higartil er ógreitt, hvussu ætlaðu rationaliseringarnar verða framdar, og er tað tí trupult at fremja rakstrarsparingar í fíggjarlógaruppskotinum, sum samsvara við neyðuga politikkin á teimum ymisku fíggjarlógargreinunum.

Um 2/3 av íløgunum næsta ár eru til vaktar- og Sandoyarskipini. Stórur partur av avleidda íløguvirkseminum av hesum nýbygningum ávirka ikki føroyska arbeiðsmarknaðin. Meirilutin vísir tí á møguleikan frameftir at skilja íløgurnar sundur í tvey høvuðsløguøki. Annað, har aktiviteturin er uttanlands (skipabygging, keyp av útbúnaði, tólum o.s.fr.), og sum ikki, burturfrá at íløgurnar eru partar av útreiðslukarmi landskassans, hava nakra avleidda ávirkan á føroyska búskapin. Hitt økið, har løgurnar eru innlendis í vegir, bygningar o.s.fr., og sum annars hava avleidda ávirkan á landsbúskapin.

Undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum hevur meirilutin havt sum aðalmál at halda seg til ásettu útreiðslukarmar landsstýrisins. Undir viðgerðini hevur meirilutin gjørt ymiskar flytingar millum greinar og konti, sum hava havt sparingar og eisini meirútreiðslur við sær. Sí yvirlitið niðanfyri.

Undir fíggjarlógarviðgerðini er tó komið undan kavi, at summar av útreiðslunum í fíggjarlógaruppskotinum eru undirmettar, at feilir eru í summum ásetingum, eins og óvantaðar útreiðslur eru komnar undan kavi, síðan fíggjarlógaruppskotið varð framlagt. Tí hevur meirilutin í semju við landsstýrið rættað fíggjarlógaruppskotið samsvarandi.

Fyri stuttum er útlánsrentan farin ½ stig upp. Rentuøkingin hækkar rentuútreiðslur landskassans samsvarandi, við 6 mió. kr.

Eisini hevur samgongan gjørt semju á fiskivinnuøkinum, sum skerjir útreiðslusíðuna tilsvarandi. Avtalað er, at upphæddin verður nýtt til skattalætta og at byrja eina gransking og menning av fiskivinnu og fiskiídnaði, sum 5 mió. kr. verða settar av til. Fíggjarnevndin er ikki kunnug við, hvussu landsstýrið annars tekniskt fer at fremja semjuna í verki, og verður tí útreiðslukarmurin minkaður við 35 mio. kr. svarandi til skattalættan.

Annars hava hesi viðurskifti ávirkað útreiðslusíðuna:

1) Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur í skrivi til fíggjarnevndina 23. november 1999 víst á, at kontoin Vanlig forsorg (8.21.7.01) í uppskotinum er undirmett við uml. 10 mió. kr. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at ætlanin er at spara uml. helvtina av hesi undirmetan. Semja er millum meirilutan og landsstýrið at hækka játtanina við 4,5 mio. kr.

2) Í spurninginum um medicoteknisku tólini í sjúkrahúsverkinum er gjørt fíggjarnevndini greitt, at tørvurin fyri nýggjum og dagførdum útbúnaði á fleiri økjum er bráðneyðugur. Landssjúkrahúsið hevur í eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 2, samtykt 2. desember 1999, fingið játtað 5,1 mió. kr. til keyp av røntgenútbúnaði, sum sjúkrahúsið væntandi fær um ársskiftið. Meirilutin staðfestir, at umframt tær 5-6 mió kr í fíggjarlógaruppskotinum til sjúkrahúsini til keyp av útbúnaði, so er neyðugt at upprætta serkonto til medicoteknisk tól og soleiðis bøta um akutta tørvin. Skotið verður upp, at sjúkrahúsverkið raðfestir medicoteknisku tólstørvin, og at árlig upphædd framyvir verður sett á kontoina. Semja er millum meirilutan og landsstýrið at seta játtanina til 3,9 mio. kr.

3) Í skrivi frá Strandfaraskip Landsins 28. oktober 1999 (umvegis Vinnumálastýrið), er upplýst fyri fíggjarnevndini, at neyðugt er at høvuðsumvæla ella skifta út motorarnar á M/F Ternuni í næstum, skal Ternan ikki verða løgd. Nýggir motorar kosta netto 4 mió. kr., meðan høvuðsumvæling kostar 2,5 mió. kr. Vinnumálastýrið mælir til at keypa nýggjar motorar. Meirilutin og landsstýrið eru samd um at seta nýggjar motorar í Ternuna.

4) Undir viðgerðini er fíggjarnevndin eisini gjørd varug við feil í sundurgreinaðu ætlanini, konto 5.34.2.05, tyrlutænastan (Fiskiveiðueftirlitið), sum skal verða 10 mió. kr. og ikki 8 mió. kr., sum ásett er í yvirlitinum. 10 mió. kr. er í samsvar við viðmerkingarnar í fíggjarlógaruppskotinum. Játtanin verður tí rættað samsvarandi viðmerkingunum í uppskotinum, og verður tí uppskot landsstýrisins hækkað tilsvarandi.

Rætting (tyrlutænastan)

+ 2,000 mio kr

5) Í eykajáttanarlógini fyri september 1999, samtykt 21. oktober 1999, fekk Oljumálastýrið eina eykajáttan uppá 6,4 mió. kr., harav 1,9 mió. kr. vóru útreiðslur í samband við flyting í onnur høli. Játtanin verður ikki øll nýtt í 1999, og tí er semja millum meirilutan og landsstýrið um at endurjátta 800 tús. kr. av ikki nýttari játtan í 1999 til fíggjarárið 2000.

Í § 1 eru settar 8 mió. kr. til nýtt løgtingshús. Í skrivi til fíggjarnevndina frá formansskapinum, verður boðað frá, at farið verður ikki undir at byggja nýtt løgtingshús á hesum sinni. Formansskapurin biðir í staðin um, at á løgujáttanin verður broytt til "Umbygging og umvæling av ognum tingsins" og verður sett til 6 mió. kr., tí ætlanin er at fara undir at umbyggja og umvæla húsið, Tinghúsvegur 3, har Føroya Tele heldur til, og sum løgtingið eigur, við tí endamáli at betra arbeiðsumstøður tingsins. Meirilutin mælir til at játta samsvarandi skriv formansskapsins.

Yvirlit
yvir
Broytingar meirilutans og nágreiningar av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000
§ 1 Løgtingið

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

7

1.10.1.02. Eftirløn og bíðiløn til løgtingsmenn (Lógarbundin játtan).
Játtanin hækkar, tí eftirlønirnar hækka við sama procenttali sum lønirnar og fleiri tingmenn hava rætt til eftirløn í 2000

+ 150

870

11

1.10.1.10 Nýggjur bygningur til Føroya Løgtings (Løgujáttan).
Nýtt heiti:
Umbygging og umvæling av ognum tingsins (Løgujáttan).
Løgtingið eigur húsið, har Føroya Tele heldur til, og ætlanin er at fara undir at umbyggja og umvæla húsið við tí endamáli at betra arbeiðsumstøður tingsins. Farið verður undir at innrætta skrivstovur til umsitingina, fundarhøli o.a., sum hevur tilknýti til tingarbeiðið.

- 2.000

6.000

§ 2 Løgmansfyrisitingin

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

17

2.11.1.02 Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan).
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
14. Keyp av vørum og tænastum

- 500

12.674

 

§ 3. Fíggjarmál o.a.

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

27

3.11.1.03. Fíggjarmálastýrið (Rakstrarjáttan).

- 100

7.270

29

3.11.1.13. Viðlíkahald (Rakstrarjáttan).

- 100

400

33

3.15.1.04. Toll- og Skattstova Føroya (Rakstrarjáttan).

- 240

49.560

35

3.15.1.07. Føroya gjaldstova (Rakstrarjáttan).

- 60

11.588

40

3.15.1.14. Føroya Kærustovnur (Rakstrarjáttan).
Verður fluttur til § 2. Løgmansfyrisiting, sambært skriv frá Fíggjarmálastýrinum.

- 100

2.040

46

3.21.2.01. Stuðul til flutning og dupult húsarhald (Lógarbundin játtan).

- 500

5.500

47

3.22.4.01. Stuðul til rentuútreiðslur (Lógarbundin játtan).

6.000

111.000

§ 5 Fiskivinna

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

51

5.11.1.05. Fiskimálastýrið (Rakstrarjáttan).
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
14. Keyp av vørum og tænastum.

- 500

9.796

51

5.11.1.05. Nýggj undirkonto:
21. Granskingarætlanir
Viðmerkingar:
Ætlanin er at byrja eina gransking og menning av fiskivinnu og fiskiídnað til frama fyri vinnuna sum heild og útflutningsvirðið.

+ 5.000

5.000

53

5.34.1.04 Upplýsing um grind

- 300

1.180

58

5.34.2.05. Fiskiveiðueftirlitið (Rakstrarjáttan).
Rættingarskjal frá Fiskimálastýrinum. Feilur er í sundurgreinaðu ætlanini í fíggjarlógaruppskotinum.Upphæddin skal verða 10 mió. kr. uttan MVG. Hetta er í samsvar við viðmerkingarnar til høvuðskonto 5.34.2.01 Fiskiveiðieftirlit, Vaktar- og bjargingartæn. (Rakstrarjáttan).

+ 2.000

10.000

66

5.34.4.34. Nýggj lóggáva (Lógarbundin játtan).
Viðmerking: Fyri 2000, 2001 og 2002 skal talið verða 0. Í hesum sambandi verður víst á avtalu millum samgonguflokkarnar. Landsstýrismaðurin vísir á, at avtalað er, at hesin peningur skal nýtast til ein skattalætta, eisini sæð út frá eini nýggjari pensjónsskipan og til gransking innan fiskivinnu og fiskiídnað.

- 40.000

0

73

5.35.1.10. Trygdarmiðstøð (Løgujáttan).
Til liðugtgerð av arbeiði

+ 194

1894

 

§ 6 Vinnumál

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

78

6.11.1.06. Vinnumálastýrið (Rakstrarjáttan).
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
14. Keyp av vørum og tænastum
15. Keyp av útbúnaði, netto

- 500

5.650

98

6.37.3.01. Rúsdrekkasøla landsins (Landsfyritøka)
Viðmerking: Landsstýrismaðurin í vinnumálum skal saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum virka fyri, at samsvar er millum prísir, dygd og styrki á rúsdrekka. Eisini skal skipanin lagast til vinnulig endamál o.a.

-

-

105

6.38.1.01. Landsverkfrøðingsstovnurin (Rakstrarjáttan).
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
14. Keyp av vørum og tænastum

- 200

7.220

108

6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan).
Vegagerð: Oyrareingir
Nýggj játtan.
Skal nýtast til at gera ábøtur á svingið um oyruna á Oyrareingjum.
Vágur-Lopra-Sumba og Øravík-Hov
Hækkingin skal nýtast til strekkið Øravík-Hov.
Vegagerð: Tjørnuvík
Nýggja játtan:
Skal nýtast at gera neyðugar ábøtur o.a. á vegin oman til Tjørnuvíkar.
Vegagerð: Innan Glyvur/Strendur

 

+ 400

+ 300

+ 400

+ 1.000

2.100

115/
116

6.38.2.02. Strandfaraskip Landsins (Løguj).
Ternan, nýggjar motorar
Avtalað við landsstýrið. Verða motorarnir ikki skiftir ella høvuðsumvældir verður Ternan løgd.
03. Suðuroyarskip
Upphædd til framhald av projektering av nýggjum Suðuroyarskipi. Í 1999 var játtað 1 mió. kr., harav bert eru brúktar 48 tús. kr. Meirilutin mælir til, at Vinnumálastýrið heldur fram við arbeiðinum.


+ 4.000


+ 400

4.400

127

6.38.4.04. Ráðið fyri ferðslutrygd

- 100

900

§ 7 Útbúgving og gransking o.a.

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

137

7.11.1.09. Undirvísingar- og mentamálastýrið (Rakstrarjáttan)
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
11. Lønir v.m.
14. Keyp av vørum og tænastum

- 500

13.282

141

7.11.1.27. Undirvísingar- og mentamálastýrið (Løgujáttan)

- 300

2.100

144

7.23.1.07. Ymsar felagsútreiðslur (Rakstrarjáttan)

- 200

1.684

150

7.23.1.28. Fjølrit (Rakstrarjáttan).
Viðmerking: Nýggjur sáttmáli skal gerast á økinum, so samsvar verður millum fjølritan av upprunatilfari og gjald.

-

-

159/

160

7.23.2.03. Stuðul til fólkaskúlar
Undirkonto 7.23.2.03.04. Føroyskir skúlar uttanlands.
Norrøni eftirskúlin í Hygum er hildin uppat.

 

- 200

3.223

166/
167

7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan).
Undirkonto 7.23.3.04. Tekniski Skúlin í Tórshavn
Viðmerking:
Fleiri nýggir lærlingar. Sáttmálaskipað útreiðsla.

+ 300

47.854

187/
188

7.23.6.19. Granskingarætlanir
Upphæddin verður tikin av
54. Stuður til annað virksemi.

- 175

3.125

195

7.24.1.10. Orðabókagerð
Viðmerking:
Skoytt verður uppí: Játtanin verður umsitin av landsstýrismanninum í mentamálum. Forløg, ið framleiða orðabøkur, skulu kunnu søkja landsstýrismannin um stuðul. Stuðulin eigur at verða latin sum stuðul til mentanarligar verkætlanir. Fyri hesa konto eiga somu reglur at verða galdandi, sum nú eru galdandi fyri 7.24.1.13 Ymsir studningar, undirkonto 7.24.1.13.04. Stuðul til onnur endamál.

-

-

195

7.24.1.13. Ymiskir studningar

- 100

2.020

197

7.24.1.25. Ungdóms- og bygdahús

- 100

500

199

7.24.2.10. Norðurlandahúsið
Feilur í uppskotinum.

+ 100

876

218

7.24.4.10 Stuðul til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari
Nýggj konto.
Viðmerkingar:
Sum gongdin er á loftmiðlaøkinum er sera stórur tørvur er á dygdargóðum føroyskum loftmiðlatilfari. Endamálið við hesari játtanini er í eini 3 ára royndartíð at stuðla framleiðslu av føroyskum dygdartilfari. Játtanin verður umsitin av landsstýrismanninum í mentamálum. Ætlanin er, at SvF og ÚF eins og privatir framleiðarar av føroyskum tilfari skulu kunna søkja landsstýrismannin um stuðul. Stuðulin eigur at verða latin sum stuðul til mentanarligar verkætlanir. Fyri hesa konto eiga somur reglur at verða galdandi, sum nú eru galdandi fyri 7.24.1.13 Ymsir studningar, undirkonto 7.24.1.13.04. Stuðul til onnur endamál.

+ 400

400

219

7.24.6.01. Fótbóltssambandið

- 100

900

220

7.24.6.04. ÍSF

+ 1.440

2.000

 

§ 8 Almanna- og heilsumál o.a.

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

227

8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
11. Lønir v.m. – 100
23. Granskingarætlanir – 400

- 500

19.152

234

8.20.1.07 Stuðul til feløg móti rúsdrekka

+ 200

600

243

8.20.3.06. Medicoteknisk tól - nýggj konto
Sambært avtalu við landsstýrið

+ 3.900

3.900

246

8.20.3.10 Klaksvíkar Sjúkrahús (Rakstrarjáttan)
Lønarparturin hækkar samsvarandi úrslitinum av sáttmálasamráðingunum.

+ 2.200

40.471

254

8.21.1.07 Hjálpitólamiðstøðin (Rakstrarjáttan)
Viðmerking: Tólnýtslan eigur at samskipast millum heilsuverkið og almannaverkið.

- 300

2.988

259

8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan)
Sambært viðmerkingunum skal nýggj lóggáva á økinum leggjast fyri tingið í hesi tingsetu, sum hevur við sær eina sparing upp á 1 mió. kr.

- 1.000

22.507

261

8.21.3.05. Stuðul til uppihaldspening (Lógarbundin játtan)

- 200

3.300

281

8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)
Hækkar sambært avtalu við landsstýrið.

+ 4.500

93.489

285

8.21.7.07. Tiltøk fyri ung

+ 1.500

1.500

§ 9 Oljumál o.a.

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

301/
302

9.32.1.01. Oljumálastýrið (Rakstrarjáttan)
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
11. Lønir v.m.
14. Keyp av vørum og tænastum
Endurjáttan av ikki nýttari játtan í 1999 til flyting í onnur høli, sb. avtalu við landsstýrið.

-500

 

 

+ 800

10.430

 

§ 10 Sjálvstýrismál o.a.

S í ða

K o n t o

V i ð m e r k i n g a r

Broyting
Tús. kr.

Sett til
Tús. kr.

305

10.11.1.01. Sjálvstýrismál (Rakstrarjáttan).
Upphæddin verður tikin av
20. Vanligt virksemi
11. Lønir v.m.
14. Keyp av vørum og tænastum

-500

 

 

5.084

Samanumtikið hevur meirilutin rættað/regulerað fíggjarlógaruppskotið soleiðis:

 

Skerjingar/sparingar

- 9,875 mio. kr.

Rakstrar/løguhækking

+ 8,984 mió. kr.

Munur (rakstrar/løgulækking)

-891 mió. kr.

Undirmettar/óvæntaðar útreiðslur

Undirmettar/óvæntaðar útreiðslur

+ 12,400 mió. kr.

Tyrla

+ 2.000 mió. kr.

Oljumálastýrið

+ 800 mió. kr.

Samlað ávirkan á fíggjarlógaruppskotið fyri 2000

Endurnýggjan fiskiflotans

40,000 mió. kr.

Skerjingar/sparingar

9,875 mio. kr.

Rakstrar/løguhækking

-8,984 mió. kr.

Undirmettar/óvæntaðar útreiðslur

+ 12,400. mió. kr.

Hækkað renta (½%)

-6,000 mió. kr.

Tyrlutænastan

-2,000 mió. kr.

Fiskivinnugransking

-5.000 mió. kr.

Oljumálastýrið

-800 mió. kr.

Fíggjarlógaruppskotið 2000 skorið

14,691 mió. kr.

 

21. oktober 1999 sendi fíggjarnevndin fíggjarlógaruppskotið til hinar løgtingsnevndirnar at gera viðmerkingar til ávísu greinarnar í uppskotinum. Við m.a. støði í ummælunum frá nevndunum hevur fíggjarnevndin sett landsstýrismonnunum spurningar um tey ymisku rakstrarstøðini.

Fíggjarnevndin hevur staðfest, at serstakliga í ummælunum av grein 7 (fólkaskúlin) og grein 8 (m.a. sjúkrahúsverkið og forsorg) verður rikið framundir, at ávís rakstrarstøð eru undirmett.
Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin reist spurningin, tá landsstýrismenninir hava verið á fundi við nevndina.
Landsstýrismenninir hava noktað fyri, at talan er um undirmeting, og hevur meirilutin tikið upplýsingarnar til eftirtektar við ávísing til, at tað í lógini um ábyrgd landsstýrismanna í grein 6, stk. 2, er ásett ábyrgd fyri tann landsstýrismann, sum gevur løgtinginum (og eisini løgtingsnevnd) skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um landsstýrismaðurin tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Við hesum broytingum mælir meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Jákup Sv. Kass) løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins og setir tí fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t.

 

Høvuðsyvirlit

 

§1. Løgtingið 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

150

150

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-2.000

-2.000

-

 

Løgting

-1.850

-

1.10.1. Løgtingið

-1.850

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

1.10.1. Løgtingið
1.10.1.02. Eftirløn og bíðiløn til løgtingsmenn (Lógarbundin játtan)

U

720

-

Hjá meirilutanum

BU

150

-

1.10.1.10. Nýggjur bygningur til Føroya Løgting (Løgujáttan)

U

8.000

-

Hjá meirilutanum

BU

-2.000

-

 

§2. Løgmansfyrisiting 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

1.540

1.540

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

-500

-

2.11.1. Fyrisiting

-500

-

Lógarmál

2.040

-

2.14.1. Ymsar útreiðslur

2.040

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

2.11.1. Fyrisiting
2.11.1.02. Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan)

U

13.074

-

Hjá meirilutanum

BU

-500

-

2.14.1. Lógarmál
2.14.1.04. Føroya kærustovnur (Rakstrarjáttan)

U

-

-

Hjá meirilutanum

BU

2.040

-

§ 3. Fíggjarmál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

1.061

2.936

1.875

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur.....................................................................................

-200

-

3.11.1. Fyrisiting.....................................................................................

-200

-

Fíggjarmál..............................................................................................

-2.364

-

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m. .................................................................

-2.364

-

Almannamál...........................................................................................

-500

-

3.21.2. Útgjaldsskipanir..........................................................................

-500

-

Íbúðarmál...............................................................................................

6.000

1.875

3.22.4. Útgjaldsskipanir..........................................................................

6.000

1.875

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

3.11.1. Fyrisiting
3.11.1.03. Fíggjarmálastýrið (Rakstrarjáttan)

U

7.370

-

Hjá meirilutanum

BU

-100

-

3.11.1.13. Viðlíkahald (Rakstrarjáttan)

U

466

-

Hjá meirilutanum

BU

-100

-

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m.
3.15.1.04. Toll- og Skattstova Føroya (Rakstrarjáttan)

U

49.800

-

Hjá meirilutanum

BU

-240

-

3.15.1.07. Føroya Gjaldstova (Rakstrarjáttan)

U

11.648

-

Hjá meirilutanum

BU

-60

-

3.15.1.14. Føroya Kærustovnur (Rakstrarjáttan)

U

2.064

-

Hjá meirilutanum

BU

-2.064

-

3.21.2. Útgjaldsskipanir
3.21.2.01. Stuðul til flutning og dupult húsarhald (Rakstrarjáttan)

U

6.000

-

Hjá meirilutanum

BU

-500

-

3.22.4. Útgjaldsskipanir
3.22.4.01. Stuðul til rentuútreiðslur (Lógarbundin játtan)

U

105.000

32.813

Hjá meirilutanum

BU

6.000

1.875

 

§5. Fiskivinna 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-33.800

-33.800

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

194

194

-

 

Felagsútreiðslur.....................................................................................

4.500

-

5.11.1. Fyrisiting.....................................................................................

4.500

-

Fiskivinna...............................................................................................

-38.300

-

5.34.1. Ymsar útreiðslur .........................................................................

-300

-

5.34.2. Tænasta og eftirlit.......................................................................

2.000

-

5.34.4. Studningur til vinnur...................................................................

-40.000

-

Sjóvinna..................................................................................................

194

-

5.35.1. Ymsar útreiðslur..........................................................................

194

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

5.11.1. Fyrisiting
5.11.1.05. Fiskimálastýrið (Rakstrarjáttan)

U

10.296

-

Hjá meirilutanum

BU

4.500

-

5.34.1. Ymsar útreiðslur
5.34.1.04. Upplýsing um grind (Rakstrarjáttan)

U

1.480

-

Hjá meirilutanum

BU

-300

-

5.34.2. Tænasta og eftirlit
5.34.2.05. Fiskiveiðueftirlitið (Rakstrarjáttan)

U

8.000

-

Hjá meirilutanum

BU

2.000

-

5.34.4. Studningur til vinnur
5.34.4.34. Nýggj lóggáva (Lógarbundin játtan)

U

40.000

-

Hjá meirilutanum

BU

-40.000

-

5.35.1. Ymsar útreiðslur
5.35.1.10. Trygdarmiðstøð (Løgujáttan)

U

-

-

Hjá meirilutanum

BU

194

-

§6. Vinnumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-800

-800

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

6.500

6.500

-

 

Felagsútreiðslur.....................................................................................

-500

-

6.11.1. Fyrisiting.....................................................................................

-500

-

Samferðsla og samskifti........................................................................

6.200

-

6.38.1. Vegir og havnir...........................................................................

1.900

-

6.38.2. Samferðsla..................................................................................

4.400

-

6.38.4. Ferðslutrygd................................................................................

-100

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

6.11.1. Fyrisiting
6.11.1.06. Vinnumálastýrið (Rakstrarjáttan)

U

6.150

-

Hjá meirilutanum

BU

-500

-

6.38.1. Vegir og havnir
6.38.1.01. Landsverkfrøðingsskrivstovan (Rakstrarjáttan)

U

7.420

-

Hjá meirilutanum

BU

-200

-

6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)

U

13.020

700

Hjá meirilutanum

BU

2.100

-

6.38.2. Samferðsla
6.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan)

U

36.700

-

Hjá meirilutanum

BU

4.400

-

6.38.4. Ferðslutrygd
6.38.4.04. Ráðið fyri ferðslutrygd

U

1.000

-

Hjá meirilutanum

BU

-100

-

 

§7. Útbúgving og gransking o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

865

865

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-300

-300

-

 

Felagsútreiðslur.....................................................................................

-800

-

7.11.1. Fyrisiting.....................................................................................

-800

-

Útbúgving og gransking........................................................................

-275

-

7.23.1. Ymsar útreiðslur..........................................................................

-200

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m...........................................................................

-200

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar..................................................................

300

-

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking....................................................

-175

-

Mentan...................................................................................................

1.640

-

7.24.1. Ymsar útreiðslur..........................................................................

-200

-

7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi..................................................

100

-

7.24.4. Fjølmiðlar....................................................................................

400

7.24.6. Ítróttur.........................................................................................

1.340

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

7.11.1. Fyrisiting
7.11.1.09. Undirvísingar- og mentamálastýrið (Rakstrarjáttan)

U

13.782

-

Hjá meirilutanum

BU

-500

-

7.11.1.27. Undirvísingar- og mentamálastýrið (Løgujáttan)

U

2.400

-

Hjá meirilutanum

BU

-300

-

7.23.1. Ymsar útreiðslur
7.23.1.07. Ymsar felagsútreiðslur (Rakstrarjáttan)

U

1.884

-

Hjá meirilutanum

BU

-200

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
7.23.2.03. Stuðul til fólkaskúlar (Rakstrarjáttan)

U

3.423

-

Hjá meirilutanum

BU

-200

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar
7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan)

U

47.524

-

Hjá meirilutanum

BU

300

-

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking
7.23.6.19. Granskingarætlanir

U

3.300

-

Hjá meirilutanum

BU

-175

-

7.24.1. Ymsar útreiðslur
7.24.1.13. Ymiskir studningar

U

2.120

-

Hjá meirilutanum

BU

-100

-

7.24.1.25. Ungdóms- og bygdarhús

U

600

-

Hjá meirilutanum

BU

-100

-

7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi
7.24.2.10. Norðurlandahúsið

U

776

-

Hjá meirilutanum

BU

100

-

7.24.4. Fjølmiðlar
7.24.4.10. Stuðul til framleiðslu av før. loftmiðlatilfari

U

-

-

Hjá meirilutanum

BU

400

-

7.24.6. Ítróttur
7.24.6.01. Fótbóltssambandið

U

1.000

-

Hjá meirilutanum

BU

-100

-

7.24.6.04. ÍSF

U

560

-

Hjá meirilutanum

BU

1.440

-

 § 8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

6.400

6.400

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

3.900

3.900

-

 

Felagsútreiðslur.....................................................................................

-500

-

8.11.1. Fyrisiting.....................................................................................

-500

-

Heilsumál...............................................................................................

6.300

-

8.20.1. Fyribyrging..................................................................................

200

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið..........................................................................

6.100

-

Almannnamál........................................................................................

4.600

-

8.21.1. Fyrisiting.....................................................................................

-300

-

8.21.3. Barnastuðul.................................................................................

-1.200

-

8.21.7. Sosialar skipanir..........................................................................

6.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

8.11.1. Fyrisiting
8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)

U

19.652

-

Hjá meirilutanum

BU

-500

-

8.20.1. Fyribyrging
8.20.1.07. Stuðul til feløg móti rúsdrekkamisnýtslu

U

400

-

Hjá meirilutanum

BU

200

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið
8.20.3.06. Medicoteknisk tól (Løgujáttan)

U

-

-

Hjá meirilutanum

BU

3.900

-

8.20.3.10. Klaksvíkar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

U

38.471

-

Hjá meirilutanum

BU

2.200

-

8.21.1. Fyrisiting
8.21.1.07. Hjálpartólamiðstøðin (Rakstrarjáttan)

U

3.288

-

Hjá meirilutanum

BU

-300

-

8.21.3. Barnastuðul
8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan)

U

23.507

1.586

Hjá meirilutanum

BU

-1000

-

8.21.3.05. Stuðul til uppihaldspening (Lógarbundin játtan)

U

3.500

-

Hjá meirilutanum

EYJ

-200

-

8.21.7. Sosialar skipanir
8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)

U

88.989

6.007

Hjá meirilutanum

BU

4.500

-

8.21.7.07. Tiltøk fyri ung

U

-

-

Hjá meirilutanum

BU

1.500

-

§9. Oljumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

300

300

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Ráevnisvinna..........................................................................................

300

-

9.32.1. Fyrisiting.....................................................................................

300

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

9.32.1. Fyrisiting
9.32.1.01. Oljumáladeildin (Oljufyrisitingin OFS)

U

9.630

-

(Rakstrarjáttan)

BU

300

-

§10. Sjálvstýrismál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-500

-500

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur.....................................................................................

-500

-

10.11.1. Fyrisiting...................................................................................

-500

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

10.11.1. Fyrisiting
10.11.1.01. Sjálvstýrisfyrisitingin (Rakstrarjáttan)

J

5.584

-

EYJ

-500

-

§ 20. Inntøkur 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-1.000

-1.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Skattir og avgjøld..................................................................................

-1.000

-

20.52.5. Flyting frá øðrum greinum.....................................................

-1.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

20.52.5. Flyting frá øðrum greinum
20.52.5.01. Endurrindan av keyps-MVG

U

58.894

-

BU

-1.000

-

Minnilutin

Minnilutin Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen seta í felag fram broytingaruppskot til uppskot landsstýrisins, men ger minnilutin, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, og minnilutin Vilhelm Johannesen hvør sínar viðmerkingar.

Minnilutin Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) hevur hesar viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000:

Víst verður á í almennu viðmerkingum landsstýrisins i sambandi við fíggjarlógaruppskotið, at eitt avlop verður upp á 449 mió. kr.

Ein orsøkin til hetta stóra avlopið er sjálvandi stóri búskaparligi vøksturin við góðum fiskiskapi, høgum prísum og nógvum virksemi. Umframt tað kann ásannast, at rentustøðið hevur verið eitt hitt lægsta í nýggjari tíð, og hetta hevur havt sína positivu ávirkan á búskaparliga vøksturin í føroyska samfelagnum.

Ein eigur heldur ikki at gloyma rimmar avtaluna, sum tað eydnaðist landsstýrinum at gera við donsku stjórnina á sumri 1998, har landsstýrið m.a. tryggjaði sær eina milliarda ríkisveiting 3 ár fram. Henda veiting er nú vorðin grundarlagið undir eini uppsparing í føroyska landsbankanum. Uppsparingin skal fíggja føroyska fullveldið í nærmastu framtíð, meðan tey øki, sum ríkisveitingin var ætlað til, skríggja eftir peningi at klára tær mest neyðugu arbeiðsuppgávurnar, teimum er álagt.

Hóast vit við jøvnum millumbili hoyra framstandandi politikarar innan samgonguna mæla til at lækka almennu útreiðslurnar munandi, nú fullveldið Føroyar tykist vera í eygsjón, so er onki sum týðir uppá, at so er, tvørturímóti.

Útreiðslurnar vaksa alsamt, eykajáttanarlógir eru meira reglan enn undantakið, soleiðis at útreiðslurnar, síðan hetta landsstýrið tók við, eru øktar við umleið eini hálvari milliard.

Vísandi til viðmerkingar minnilutans í álitinum til fíggjarlógina fyri 1999, § 8. Almanna- og heilsumál kt. 8.21.8 : sosialar pensiónir, eru vit sannførd um, at uppskotið frá samgonguni um hækkan av pensiónum í komandi fíggjarlóg als ikki er nøktandi, og tí mæla vit til, at kontoin verður hækkað við 25 mió. kr.

Spurningurin um útjaðaraøkini í framtíðini hevur fingið nógva umrøðu millum politikarar seinastu tíðina, og á fundi í Fugloy í summar um sama spurning vóru lyfti givin útjaðaranum; men nú verður staðfest í fíggjarlógaruppskotinum, at Strandfaraskip Landsins hevur tørv á meira peningi, og ásannandi, at útreiðslurnar økjast við u.l. 14 mió. kr., er avgerð tikin um, at peningurin skal takast inn aftur við hækkaðum ferðaseðlaprísi. Tí má ásannast, at tey, ið fara at gjalda prísin, verða útjaðaraøkini, og hetta er tað øvugta av politisku lyftunum, sum givin vórðu úti í Fugloy.
Her er langt ímillum orð og gerðir hjá sitandi samgongu.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) óttast fyri, eins og viðmerkt varð í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1999, at roknast kann við einum streymi av umbønum um eykajáttanir í ár 2000, tí útreiðslurnar eru undirmettar. Minnilutin tekur tó í ávísan mun undir við uppskoti landsstýrisins við seinri broytingum, men setir síni broytingaruppskot fram saman við Javnaðarflokkinum.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) ger samstundis vart við, at tær meirútreiðslur, sum mæltar verða til í broytingaruppskotinum, verða fíggjaðar við sparingum innanfyri karmin, sum landsstýrið hevur sett.

Minnilutin Vilhelm Johannesen.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) hevur hesar viðmerkingar:

Løgtingsfíggjarlógin er landsstýrisins formella heimild til at krevja skatt og avgjøld inn frá borgaranum og landsstýrisins formella heimild til at halda útreiðslur í samband við samfelagsraksturin.

Viðkomandi er tí at seta sær fylgjandi tveir spurningar. Fyrri um raksturin av samfelagnum nú er á einum rímiligum og sømiligum støði, og seinni, um innkrevjingin av skatti og avgjøldum frá skattgjaldaranum er á einum rímiligum og sømiligum støði.

Viðvíkjandi fyrra spurninginum, so er tað, alt eftir hvørja samfelagspolitiska uppfatan ein hevur, at hesin spurningur kann svarast játtandi ella noktandi. Ásannast má, at sitandi samgonga heldur, at raksturin av samfelagnum Føroyar er á einum tryggum støði, hóast vit onnur langt frá eru samd; men hetta skal vendast aftur til.

Seinni spurningurin er rættiliga áhugaverdur. Hvar er rímiligt at taka inn á skatti og avgjøldum, og hvat skal henda uphædd standa mát við? Tað, sum rættvísger hesa innkrevjing, er, at samfelagið Føroyar hevur nakrar útreiðslur, sum vit øll eru saman um at gjalda, og til tess verða skattir og avgjøld kravd. Men stendur innkrevjingin í dag mát við útreiðslurnar? Landsstýrið og samgongan krevja inn og halda útreiðslur, soleiðis at avlopið als ikki stendur mát við útreiðslurnar, sum teir vilja reka samfelagið fyri. Er innkrevjingin vorðin eitt mál í sær sjálvum, har ein skal prógva eitt ella annað á rikisrættarliga økinum? Áhugavert er sjálvandi at síggja, at eisini fólkafloksmenn halda skatta- og avgjalsskrúvuna fastari við sama endamáli.

Vit í Javnaðarflokkinum høvdu í hesum sambandi og við verandi búskaparstøðu fyrst víst til ein ábyrgdarfullan rakstur av samfelagnum, har tænastustøðið mótvegis borgaranum var fult forsvarligt.

Lønarsamráðingarnar, sum verið hava í ár, góvu alment settum starvsfólki uml. 6,5% í lønarhækking yvir tvey ár. Undir hesum samráðingum gav landsstýrismaðurin til kennar, at hesin lønarvøkstur var innanfyri tað, sum landsstýrið kundi góðtaka. Men hevur landsstýrið góðkent og tikið fíggjarligu avleiðingarnar av hesi hækking? Á onkrum stovni er hetta hent, men á teimum allarflestu hevur landsstýrið bert gott hálvavegna góðkent egnu lønarsemjur. Hetta er at bóndafanga ikki bert løntakarar og fakfeløg, men sanniliga eisini stovnar og stovnsleiðslur. Nú er trupulleikin einsamallur teirra, og landsstýrið setir seg aftur upp afturá.

Enn einaferð er jólaheilsanin frá landsstýrinum ein afturvendandi ótryggleiki og ein standandi hóttan um uppsagnir. Tað er lætt at ganga við til lønarhækkingar, tá ein aftan á ikki vil kennast við tær.

Í valstríðnum upp undir seinasta løgtingsval boðaðu allir flokkar frá, at teir ætlaðu at hækka fólkapensiónirnar munandi aftan á valið. Hóast Javnaðarflokkurin bæði einsamallur og saman við øðrum hevur lagt uppskot fram um munandi hækkingar av fólkapensiónini, fyrstu ferð í uppskotinum til fíggjarlóg fyri inniverandi ár, so hevur samgongan ikki tikið undir við uppskotunum hóast vallyftini.

Tá nú samgongan í uppskotinum um javning og áseting av pensiónum, ið ætlandi skal hava gildi frá 01.jan. ár 2000, hevur uppskot um at hækka pensiónirnar, mugu vit staðfesta, at samgongan gevur við aðrari hondini og tekur inn aftur við hinari. Tí samstundis, sum samgongan ætlar at hækka pensiónsviðbøturnar bæði til fólkapensionistar og fyritíðarpensionistar, so hevur samgongan avgjørt, at grundupphæddirnar í áðurnevndu pensiónum ikki skulu prístalsviðgerast longur frá 01. jan. ár 2000 at rokna. Hetta viðførir ein inntøkumiss til fólka og fyritíðarpensionistar upp á uml. 9.5 mió. um árið framyvir. Við hesi ætlan undirgrevur samgongan prístalsviðgerðina av pensiónum, og um fá ár hevur prísvøksturin undirgrivið virðið av pensióninum. Hetta hendir, áðrenn pensiónirnar eru komnar upp á eitt sømuligt støði.

Tískil mælir Javnaðarflokkurin saman við Sambandsflokkinum til, at pensiónirnar verða hækkaðar við 25 mió. kr meiran enn tað, sum meirilutin mælir til. Upphæddin skal nýtast til javning av grundupphæddunum umframt hægri pensiónsviðbøtur og hækkan av inntøkumørkum.

Undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 er komið fram, at landsstýrið hevur undirmett bæði ávísar rakstrar- og lógarbundnar útreiðslur. Hóast meirilutin í fíggjarnevndini er vitandi um hesar undirmetingar, velur hesin ikki at seta neyðugu pengarnar av. Hetta er galdandi t.d. innan sjúkrahúsøkið, forsorgar- og barnaforsorgarøkið. Harafturat kemur, at á øðrum økjum sum t.d. í skúlaverkinum, ber ikki til at liva upp til krøvini í lógini við tí játtan, ið landsstýrið mælir til.

Til rakstur av ellis- og røktarheimum er játtanin ov lítil til at veita eina nøktandi røkt. Fleiri røktarheim hava víst á, at eindarkostnaðurin, sum er brúktur sum útrokningargrundarlag í fíggjarætlanini, er ov lágt settur (skuldi verið einar 70 kr./íbúgva/dag hægri). Ivingarsamt er eisini, hvussu nógv, ið verður játtað til viðlíkahald. Viðlíkahaldstørvurin er so stórur, at tann upphædd, sum er sett av til øll heimini, er alt ov lítil. Sum dømi kann nevnast, at viðlíkahaldstørvurin hjá tí eina heiminum er mettur til 60% av øllum tí, ið verður játtað til viðlíkahaldið av øllum heimunum í landinum.

Viðvíkjandi heimarøktini verður við tí játtan, sum er ætlað heimarøktini komandi ár, ikki hugsingur um at fremja ætlaðar betringar av skipanini, fyri ikki at tala um nýskipanir sum t.d. kvøld- og døgnrøkt.

Viðvíkjandi dagstovnum og dagrøkt skal landsins partur av rakstrinum upp aftur á 40% frá 1. januar ár 2000. Hetta viðførir eina útreiðsluøking hjá landskassanum upp á 10 mió. kr., sum ikki eru settar á játtanina fyri 2000.

Innan sjúkrahúsverkið er ov lítið sett av til raksturin á øllum trimum sjúkrahúsum. Og til viðlíkahald av bygningum er játtanin eisini ov lítil, serliga á Landssjúkrahúsinum, sum framhaldandi ikki verður viðlíkahildið Vit kunnu haraftrat staðfesta, at ætlaða útbyggingin av Landssjúkrahúsinum í ár 2000 verður av ongum, og at tann peningur, sum verður játtaður, fer allur til víðari projektering.

Hóast landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur havt nógv føgur orð og lyftir um betraðar møguleikar hjá fólki við ymiskum brekum og sálarsjúkum, noyðast vit kortini at staðfesta, at til serforsorgina er eingin króna játtað til nýtt virksemi ella til betran av korunum hjá teimum, sum hava hesar tænastur fyri neyðini. Av teimum 5 mió.kr., sum játtanin til serforsorg skal hækka við, fara allar til verandi virksemi og lønarhækkingar.

Annars er ein rúgva av smærri upphæddum, sum eru avsettar til ymisk sosialpolitisk tiltøk og feløg, har í eisini viðgerðarstøð. Øll hesi verða fyri antin eini beinleiðis ella eina lutfalsligari lækking í játtanini fyri ár 2000.

Við fráboðaðu ætlanum landsstýrisins um broyting í felagsskattinum umframt lækkandi inntøkur á ymiskum avgjøldum og einari rættiliga bjartskygnari meting av inntøkuskattinum samanhildið við einari undirmeting av ávísum lógarbundnum útreiðslum verður ætlaða yvirskotið á fíggjarlógini fyri komandi ár í minsta lagi 60 mió. lægri, enn meting landsstýrisins.

Minnilutin tekur í nøkrum einstøkum førum undir við uppskoti landsstýrisins við seinni broytingum, meðan meginparturin av tí, sum minnilutin tekur undir við, eru broytingaruppskot, sum seta verða fram saman við Sambandsflokkinum.

Minnilutin Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen, mælir til at gera hesar broytingar:

S. 11: 1.10.1.10. Nýggjur bygningur til Føroya Løgting (Løgujáttan)   

- kr. 2.000.000

Viðmerking: Nú ætlanin um at byggja nýtt løgtingshús er slept fyribils, hevur Formansskapur Løgtingsins gjørt av, at partur av játtanini verður nýttur til umbygging av telefonhúsinum. Í skrivi til fíggjarnevndina metir formansskapurin, at 6 mió. kr. er nógv mikið í fyrsta umfari, og tí mælir minnilutin til at lækka játtanina við 2 mió. kr.

S. 58: 5.34.2.05. Fiskiveiðueftirlitið (rakstrarjáttan) Tyrlutænastan:

upphæddin verður strikað

- kr. 8.000.000

Viðmerking: Í svari upp á fyrispurning frá Henrik Old, løgtingsmanni, hevur ríkisumboðsmaðurin sagt, at danskir myndugleikar onga ætlan hava um at gevast við tyrluflúgvingini í Føroyum. Tí mælir minnilutin til at strika uppskotnu upphæddina hjá landsstýrinum.

S. 66: 5.34.4.34. Nýggj lóggáva

- kr. 40.000.000

Viðmerking: Nú samgongan hevur slept ætlanini um at veita stuðul til endurnýgging av fiski-skipaflotanum og eitt andstøðuuppskot um at seta upphæddina í grunn til eginpening í samband við endurnýgging ikki fekk undirtøku á tingi, heldur minnilutin, at henda upphædd ikki eigur at standa á fíggjarlógini longur.

S. 72: 5.35.1.04. Bjargingarfeløg

+ kr. 100.000

Viðmerking: Í ummælinum frá vinnunevndini sigur minnilutin, Alfred Olsen, Henrik Old og Dan Petersen, at tey tíggju bjargingarfeløgini, sum eru kring landið, gera eitt stórt ókeypis arbeiði, og vísa teir á, at 18.000 kr. til hvørt av feløgunum ikki røkka langt. Tí skjóta teir upp at hækka hesa játtan við 100.000 kr. soleiðis, at hvørt felag fær eina meirjáttan upp á 10.000 kr. Hesum tekur minnilutin í fíggjarnevndini undir við.

S. 101: 6.37.5.04. Heilsufrøðiliga Starvsstovan

+ kr. 500.000

Viðmerking: Heilsufrøðiliga Stravsstovan umsitir matvøru- og umhvørvisverndarlógina og kunn-gerðir, sum hava heimild í hesum lógum. Stovninum eru álagdar alt fleiri uppgávur at umsita og røkja, men fíggjarliga orkan er ikki økt samsvarandi. Tí mælir minnilutin til, at játtanin verður hækkað við 500.000 kr.

S. 108/9: 6. 38.1.07. Fyrireiking til tunnil til Tjørnuvíkar

+ kr. 400.000

Viðmerking: Minnilutin heldur ikki, at nøkur meining er í framhaldandi bert at bøta um vánaliga vegin til Tjørnuvíkar, og mælir tí til, at játta pening, soleiðis, at farast kann undir at fyrireika tunnilsgerð til bygdina.

S. 108/9: 6.38.1.07. Nýggir landsvegir (fyrireiking vegagerð til Dals)

+ kr. 500.000

Viðmerking: Minnilutin hevur somu áskoðan um hetta vegastrekkið, sum gjørt er vart við frammanfyri í sambandi við vegin til Tjørnuvíkar, og mælir sostatt til at játta pening, soleiðis at farast kann undir at fyrireika tunnilsgerð til bygdina.

S. 108/9: 6.38.1.07. Nýggir landsvegir (bakkaverja í Sumba)

+ kr. 250.000

Viðmerking: Víst verður til skriv frá Sumbiar kommunu til Løgtingsins Fíggjarnevnd, dagfest 26. november 1999, og til brævaskifti millum kommununa og vinnumálastýrið um sama spurning.

S. 108/9: 6.38.1.07. Nýggir landsvegir (9. Oyri - Norðskála)

+ kr. 1.000.000

Viðmerking: Vegurin er gamal og hevur havt tørv á ábót í nógv ár. Tung ferðsla er javnan á hesum vegastrekki. Minnilutin mælir tí til at játta 1 mió. kr. til hetta strekkið.

S. 109: 6.38.1.07. Vegagerð Vág-Lopra-Sumba-Øravík-Hov (nýggj játtan)

+ kr. 3.200.000

Viðmerking: Herav kunnu nýtast upp til 2,8 mió. kr. til fyrireiking og projektering av vegagerð í sambandi við tunnilsgerð millum Hov og Øravík.

S. 112: 6.38.1.14. Havnir (Kalsoy – fyrireiking til ferjulegu á Syðradali)

+ kr. 200.000

Viðmerking: Minnilutin heldur, at meira ferð eigur at verða sett á samferðsluarbeiðið í Kalsoy, sum nú hevur vart í meira enn fjórðingsøld. Tí verður mælt til at hækka játtanina til fyrireiking av ferjulegu á Syðradali á Kalsoynni.

S. 113: 6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins

+ kr. 500.000

Viðmerking: Endamálið við játtanina er at skipa tveir túrar millum Suðuroynna og Tórshavn mánadag.

S. 116: 6.38.2.02. Suðuroyarleiðin (projektering av nýggjum ferðamannaskipi)

+ kr. 500.000

Viðmerking: Minnilutin heldur, at skal projekteringin av nýggjum ferðamannaskipi til Suðuroyarsiglingina, sum er byrjað, fáast frá hondini næsta ár, er neyðugt at játta 500.000 kr. til endamálið.

S. 143: 7.23.1.04. Stuðulsstovnurin (Altjóða skrivstova)

- kr. 400.000

Viðmerking: Minnilutin heldur, at altjóða skrivstovan, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið mælir til at skipa, eigur at fyrireikast neyvari, og tí verður mælt til at bíða við hesi játtan.

S. 161: 7.23.301. Studentaskúlar og hf-skeið: 23. Studentaskúladeildin í Suðuroy (fyrireiking til uppíbygging):

+ kr. 250.000

Viðmerking: Studentaskúladeildin í Suðuroy húsast undir sera trongum umstøðum. Tó eigur landið húsini, sum skúlin húsast í. Minnilutin heldur, at møguleikarnir fyri at útbyggja skúlan eiga at verða kannaðir, og mælir tí til at játta 250.000 kr. til hetta endamál.

S. 173. 7.23.3.25. Føroya Brandskúli

+ kr. 950.000

Viðmerking: Víst verður til skriv frá Undirvísingar- og Mentamálstýrinum til Løgtingsins Fíggjarnevnd, dagfest 7. desember 1999, har biðið verður um meirjáttan vísandi til altjóða krøv (m. a. krøv frá STCW) um trygd og eldsløkking í sambandi við útbúgving og eftirútbúgving av sjófólki.

S. 212. 7.24.3.24. (nýggj konto) Sluppin Johanna TG 326

+ kr. 610.000

Viðmerking: Sluppin Johanna hevur við láni nr. 500264 eina skuld til Føroya Gjaldstovu, sum 12. 05. 1999 var áljóðandi kr. 609.057,43. Landsstýrið hevur í mong ár ikki sett krøv fram móti felagnum, hóast felagið ikki hevur havt fíggjarliga orku at røkja sínar skyldur, samstundis sum landsstýrið hevur staðfest, at eingin lógarheimild hevur verið til at avskriva lánið. Nú er málið sent sakførara til innheintingar og er tinglisna pantið dagført.

Raksturin av sluppuni Johonnu gevur vanliga hall, og fyri framman liggur eitt átroðkandi viðlíkahaldsarbeiði upp á 300.000 kr. Felagið Johanna upplýsir, at teir ikki eru førir fyri at gjalda aftur áðurnevndu skuld, og hava teir við aðrar lángevarar eisini fingið avtalu um niðurfrysting og striking av skuld. Vit halda, at sjálvt um sluppin Johanna TG 326 fer á tvingsilssølu, meta vit hendan pening sum mistan, og tí verður mælt til í hesum serliga føri, at játtað verður ein upphædd á fíggjarlógini, sum svarar til ta skuld, sum sluppin hevur mótvegis Føroya Gjaldstovu. Peningurin verður ikki útgoldin, men bókaður inn á áðurnevnda lán, og sostatt er játtanin útreiðsluneutral.

S. 213. 7.24.4.01. Sjónvarp Føroya
(stuðul til framleiðslu av føroyskum tilfari)


+ kr. 750.000

Viðmerking: Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til, at 400.000 kr. verða játtaðar til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari, og at landsstýrismaðurin í mentamálum skal umsita hesa játtan. Minni-lutin kann taka undir við, at peningur verður játtaður til nevnda endamál, men tekur ikki undir við, at landsstýrismaðurin skal umsita hesa játtan. Eisini heldur minnilutin at 400.000 kr. eru í minna lagi. Tí verður skotið upp at játta 750.000 kr., og at játtanin verður givin beinleiðis til Sjónvarp Føroya.

S. 242. 8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (rakstrarjáttan)

+ kr. 5.000.000

Viðmerking: Útreiðslurnar eru undirmettar við umleið 5 mió. kr., og tí mælir minnilutin til at hækka játtanina við 5 mió.

S. 246. 8.20.3.10. Klaksvíkar Sjúkrahús (rakstrarjáttan)

+ kr. 4.000.000

Viðmerking: Útreiðslurnar eru undirmettar við umleið 4 mió. kr., og tí mælir minnilutin til at hækka játtanina við 4 mió.

S. 247. 8.20.3.15. Suðuroyar Sjúkrahús (rakstrarjáttan)

+ kr. 2.000.000

Viðmerking: Útreiðslurnar eru undirmettar við umleið 2 mió. kr., og tí mælir minnilutin til at hækka játtanina við 2 mió.

S. 251. 8.20.4.01. Viðgerð móti rúsevnismisnýtslu
(Heilbrigdið kr. 400.000 og Blákrossheimið kr. 400.000)

+ kr. 800.000

Viðmerking: Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum verður játtanin til báðar stovnarnar lækkað við tilsamans 570.000 kr. Orsakað av lønarhækkingum og øðrum hækkingum hava stovnarnir tørv á meira peningi í 2000 enn í 1999. Minnilutin mælir tí til at hækka játtanini við 800.000 kr., 400.000 kr. til Heilbrigdi og 400.000 kr. til Blákrossheimið.  

 

S. 257: 8.21.1.19. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

+ kr. 105.000

Viðmerking: Víst verður til skriv frá Ráðgevingini fyri Føroyingar í Danmark til Løgtingsins Fíggjarnevnd, dagfest 15. november 1999, har víst verður á, at rakstrarútreiðslurnar í 2000 verða 105.000 kr. hægri enn í verandi fíggjarári.

S. 258: 8.21.1.22. Stuðul til feløg (kreppumiðstøð)

+ kr. 150.000

Viðmerking: Virksemið á Kreppumiðstøðini er vaksandi, og miðstøðin er fyri alt landið. Stórur tørvur er á møguleikum fyri innivist, hjálp og vegleiðing bæði á sosiala og løgfrøðiliga økinum. Eisini økist talið av kvinnum við børnum, ið hava hjálp fyri neyðini. Minnilutin mælir tí til at hækka játtanina við 150.000 kr.

S. 268. 8.21.6.01. Serforsorg (Bústovnur fyri autistar og brekað í Norðoyggjum)

+ kr. 1.000.000

Viðmerking: Ætlan landsstýrisins er at byggja ein bústovn fyri autistar og brekað í Norðoyggjum. Byggingin verður fyrireikað í løtuni. Men av tí at tørvurin er átroðkandi, hevur landsstýrið valt, sum eina fyribils loysn at lata eitt tílíkt heim upp í leigaðum hølum, og í tí sambandinum varð biðið um eina eykajáttan í eykajáttanarlógini fyri september 1999. Eykajáttan varð givin.Men á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2000 er einki sett av til rakstur av hesum heimi. Minnilutin hevur fingið vissu fyri, at tørvurin er umleið 1 mió. kr., og tí verður mælt til at hækka játtanina til serforsorg við 1 mió. kr.

S. 278. 8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensionistum (01.bjálvingarstuðul)

+ kr. 1.500.000

Viðmerking: Landsstýrið hevur lækkað játtanina við 1,5 mió. kr. við teirri grundgeving, at umsóknirnar eru færri í tali nú enn undanfarin ár, men tá minnilutin hevur fingið vissu fyri, at talið av umsóknum er óbroytt, verður mælt til at hækka játtanina til tað sama, sum varð játtað á fíggjarlógini fyri 1999.

S. 285: 8.21.7.07. Tiltøk fyri ung

+ kr. 3.000.000

Viðmerking: Sosialpolitiskt er tað burturvið at niðurleggja eina vælvirkandi desentrala (kommunala) skipan, ið ikki er klientskapandi í sama mun sum, tá fólk koma undir forsorg vegna arbeiðsloysi. Hetta gongur eisini beint í móti tí fráboðaða politikkinum um at leggja fleiri uppgávur út til kommunurnar. Eisini hvørvur tann ekspertisan, sum er bygd upp úti í kommununum gjøgnum árini til at umsita "Ung í arbeiði". Og tað verður heldur eingin skipan fyri tey, sum eru undir 18 ár. Tey verða slept upp á fjall. Til tess at skipanin "Ung í arbeiði" ikki skal takast av, verða 3 mió.kr aftur settar á játtanina.

S. 286. 8.21.8.01. Almannapensiónir (Lógarbundin játtan)

+ kr. 25.000.000

Viðmerking: Í løgtingsmáli nr. 14/1999: Uppskot til løgtingslóg um áseting og javning av al-mannaveitingum mælir landsstýrið til at javna veitingarnar, men tó ikki grundupphæddirnar í teim ymisku veitingunum. Í trivnaðarnevndini, sum hevur løgtingsmál nr. 14 til viðgerðar, fara umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin at mæla til, at javningin eisini skal fevna um grundupphæddirnar. Hetta verður mett at kosta 9 til 10 mió. kr. Hvussu hinar umleið 15 mió. kr. verða at nýta, fara umboð okkara í trivnaðarnevndini eisini at seta fram uppskot um í álitinum í løgtingsmáli nr. 14.

S. 305: 10.11.1.01. Sjálvstýrisfyrisitingin

- kr. 3.000.000

Viðmerking: Tá minnilutin heldur, at 2 mió. 584 tús. kr. er nóg mikið til tess at enda arbeiðið hjá sjálvstýrisfyrisitiningini, verður mælt til, at játtanin verður skerd við 3 mió. kr.

Sparingar tilsamans

kr. 53.400.000

Útreiðslur tilsamans

kr. 52.265.000

Munur

+ kr. 1.135.000

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Høvuðsyvirlit

 §1. Løgtingið 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-2.000

-2.000

-

 

Løgting

-2.000

-

1.10.1. Løgtingið

-2.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

1.10.1. Løgtingið
1.10.1.10. Nýggjur bygningur til Føroya Løgting (Løgujáttan)

U

8.000

-

Hjá minnilutanum

BU

-2.000

-

 

§5. Fiskivinna 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-47.900

-47.900

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Fiskivinna...............................................................................................

-48.000

-

5.34.2. Tænasta og eftirlit.......................................................................

-8.000

-

5.34.4. Studningur til vinnur...................................................................

-40.000

-

Sjóvinna..................................................................................................

100

-

5.35.1. Ymsar útreiðslur..........................................................................

100

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

5.34.2. Tænasta og eftirlit
5.34.2.05. Fiskiveiðueftirlitið (Rakstrarjáttan)

U

8.000

-

Hjá minnilutanum

BU

-8.000

-

5.34.4. Studningur til vinnur
5.34.4.34. Nýggj lóggáva (Lógarbundin játtan)

U

40.000

-

Hjá minnilutanum

BU

-40.000

-

5.35.1. Ymsar útreiðslur
5.35.1.04. Bjargingarfeløg

U

249

-

Hjá minnilutanum

BU

100

-

 

§6. Vinnumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

1.000

1.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

6.050

6.050

-

  

Handil og vinna annars.........................................................................

500

-

6.37.5. Almennir karmar.........................................................................

500

-

Samferðsla og samskifti........................................................................

6.350

-

6.38.1. Vegir og havnir...........................................................................

5.550

-

6.38.2. Samferðsla...................................................................................

1.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

6.37.5. Almennir karmar
6.37.5.04. Heilsufrøðiliga starvsstovan (Rakstrarjáttan)

U

10.100

-

Hjá minnilutanum

BU

500

-

6.38.1. Vegir og havnir
6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)

U

13.020

700

Hjá minnilutanum

BU

5.350

-

6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan)

U

12.000

-

Hjá minnilutanum

BU

200

-

6.38.2. Samferðsla
6.38.2.01. Strandfaraskip landsins (Landsfyritøka)

U

45.200

-

Hjá minnilutanum

BU

500

-

6.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan)

U

36.700

-

Hjá minnilutanum

BU

500

-

§7. Útbúgving og gransking o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

2.160

2.160

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Útbúgving og gransking........................................................................

1.050

-

7.23.1. Ymsar útreiðslur..........................................................................

-400

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar..................................................................

1.200

-

Mentan...................................................................................................

1.360

-

7.24.3. Mentanararvur.............................................................................

610

-

7.24.4. Fjølmiðlar....................................................................................

750

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

7.23.1. Ymsar útreiðslur
7.23.1.04. Stuðulsstovnurin (Rakstrarjáttan)

U

2.275

-

Hjá minnilutanum

BU

-400

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar
7.23.3.01. Studentaskúlar og hf-skeið (Rakstrarjáttan)

U

46.752

-

Hjá minnilutanum

BU

250

-

7.23.3.25. Føroya brandskúli

U

150

-

Hjá minnilutanum

BU

950

-

7.24.3. Mentanararvur
7.24.3.24. Sluppin Johanna TG 326

U

-

-

Hjá minnilutanum

BU

610

-

7.24.4. Fjølmiðlar
7.24.4.01. Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka)

U

-2.030

-

Hjá minnilutanum

BU

750

-

§8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

42.555

42.555

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Heilsumál...............................................................................................

11.800

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið..........................................................................

11.000

-

8.20.4. Viðgerðarstovnar.........................................................................

800

-

Almannnamál........................................................................................

30.755

-

8.21.1. Fyrisiting.....................................................................................

255

-

8.21.6. Eldri og brekað............................................................................

2.500

-

8.21.7. Ymsar hjálparskipanir.................................................................

3.000

-

8.21.8. Sosialar skipanir..........................................................................

25.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.3. Sjúkrahúsverkið
8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

U

232.176

-

Hjá minnilutanum

BU

5.000

-

8.20.3.10. Klaksvíkar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

U

38.471

-

Hjá minnilutanum

BU

4.000

-

8.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

U

29.020

-

Hjá minnilutanum

BU

2.000

-

8.20.4. Viðgerðarstovnar
8.20.4.01. Viðgerð móti rúsdrekkamisnýtslu

U

8.230

-

Hjá minnilutanum

BU

800

-

8.21.1. Fyrisiting
8.21.1.19. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

U

693

-

Hjá minnilutanum

BU

105

-

8.21.1.22. Stuðul til feløg

U

1.050

-

Hjá minnilutanum

BU

150

-

8.21.6. Eldri og brekað
8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)

U

72.839

-

Hjá minnilutanum

BU

1.000

-

8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum

U

2.500

-

Hjá minnilutanum

BU

1.500

-

8.21.7. Ymsar hjálparskipanir
8.21.7.07. Tiltøk fyri ung

U

-

-

Hjá minnilutanum

BU

3.000

-

8.21.8. Sosialar skipanir
8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan)

U

298.785

20.168

Hjá minnilutanum

BU

25.000

-

§10. Sjálvstýrismál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-3.000

-3.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur.....................................................................................

-3.000

-

10.11.1. Fyrisiting...................................................................................

-3.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

10.11.1. Fyrisiting
10.11.1.01. Sjálvstýrisfyrisitingin (Rakstrarjáttan)

U

5.584

-

Hjá minnilutanum

EYJ

-3.000

-

§20. Inntøkur 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-500

-500

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Skattir og avgjøld..................................................................................

-500

-

20.52.5. Flyting frá øðrum greinum.....................................................

-500

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

20.52.5. Flyting frá øðrum greinum
20.52.5.01. Endurrindan av keyps-MVG

U

58.894

-

BU

-500

-