89 Uppskot til  løgtingslóg um at seta út gildi løgtingslóg um endurgjaldsgrunn til alivinnuna

A. Upprunauppskot

Ár 2009, 25. februar, løgdu tingmenninir Bjørt Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Heini O. Heinesen, Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldi, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um endurgjaldsgrunn til alivinnuna

 

1)      § 1. Løgtingslóg nr. 87 frá 28. mai 1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna verður sett úr gildi.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Løgtingslóg um endurgjaldsgrunn til alivinnuna ásetir í § 8, at “Heldur nevndin, at endamálið við grunninum ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrið um at taka grunnin av.” Eisini er ásett, at “Landsstýrið tekur í hesum føri støðu til, hvussu verða skal við ognum grunsins.” Við skrivi til Vinnumálaráðið, dagfest 27. november 2006, boðar nevndin frá, at grunnurin ikki hevur nakað endamál longur, og mælir nevndin til, at grunnurin verður tikin av. Samstundis verður mælt til, at peningurin verður nýttur til endamál, sum út frá eini heildarmeting koma alivinnuni til góðar. Skrivið er hjálagt sum skjal 1.

 

Í løgtingsmáli nr. 90/2008: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2009-3 verður skotið upp, at ognirnar hjá grunninum verða nýttar til aligransking, fyrst og fremst toskaaling. Fiskaaling hevur gjørt eina langtíðarætlan fyri toskaaling, og fara hesir pengar at vera eitt gott íkast til at fáa granskingina í gongd av álvara. Vist verður annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 90/2008: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2009-3.

 

Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til §§ 1 og 2:

Ongar serligar viðmerkingar.

Skjal 1: Skriv frá Bjørn á Heygum/Nevndini fyri endurgjaldsgrunnin