81 Uppskot til  ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

A. Upprunauppskot

Ár 2009, 24. februar, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkslógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes Landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta úr gildi fyri Føroyar lóg nr. 579 frá 24. juni 2005 om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler.

 

Viðmerkingar

Heimildarlógin sonevnda, ið nevnir Føroyar “Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne”, varð av røttum nevnd eitt stig til viks og trý stig aftur. Teir garðar, ið heimastýrislógin hevði lagað um Føroya heimildir sum land og Føroya fólk sum tjóð, vóru rapaðir. Við heimildarlógini varð lagað upp fyri hvørt lið og garðarnir umvaldir.

 

Nú allir føroyingar fegnast um nýggja Uttanríkisráð okkara og nýggja embæti sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, býðst høvi at fara undir nýggjar samráðingar um Føroya støðu. Vit mugu tryggja okkum, at vit ongar aðrar avmarkingar ganga undir enn tær, ið onnur ríki og lond krevja í hvørjum altjóða høpi sær.

 

Vegna aftustig lógarinnar er onki annað at gera enn at taka hana av. Síðani ber til at byggja á siðvenjuna eftir 1948 – og antin tamba hana enn meira ella taka upp samráðingar um møguliga nýggja skipan, ið veruliga flytur mørk.