74 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð

Ár 2009, 11. februar, legði Johan Dahl, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn, sum seinast broytt við løgtingslóg

nr. 165 frá 21. desember 2001 verður í  § 71, stk. 2 orðingin:“útflýggjan og nýtslu” broytt til: “útflýggjan, gjald og nýtslu”.

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Eftir § 71, stk. 2 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn er heimild til í kunngerð at áseta reglur um útflýggjan og nýtslu av siglingarbókum, mynstringarbrøvum og manningartalvum, sum Skipaeftirlitið gevur út. Tílíkar reglur eru ásettar í kunngerð nr. 89 frá 21. september 1989 um útgávu og gjøld fyri siglingarbøkur, hýruavtaluformálar og manningarlistar umframt, at tað í kunngerðini eru ásettar reglur um gjøld.  

 

Líknandi heimild, sum ta í § 71, stk. 2 í galdandi sjómannalóg, til í kunngerð at áleggja reiðarum og sjómonnum at nýta siglingarbøkur, mynstringarbrøv og manningartalvur frá Skipaeftirlitinum, var í § 11 í løgtingslóg nr. 57 frá 3. november 1967 um sjómenn umframt, at har var staðilig heimild at áleggja gjøld fyri hetta.

 

Staðiliga heimildin, sum var í sjómannalógini frá 1967, til í kunngerð at áleggja gjøld fyri siglingarbøkurnar o.a. frá Skipaeftirlitinum, er ikki endurtikin í § 71, stk. 2 í galdandi lóg. Tað krevst staðilig ella líknandi greið lógarheimild fyri at áleggja tílík gjøld í kunngerð, og tí varð mett, at lógarheimildin í § 71, stk. 2 í sjómannalógini at áseta reglur um útgávu av siglingarbókum o.a. ikki var ein nøktandi heimild til eisini í kunngerðini at áseta gjøld. Á sumri í 2008 varð tí avgerð tikin um at steðga við innkrevjing av gjøldum, og at útvega nøktandi lógarheimild fyri gjøldunum.

 

Gjøldini eru fyri siglingarbók 200 kr., mynstringarbrøv 4 kr. og fyri manningartalvu 150 kr.

 

Gjøld, sum eru kravd inn uttan nøktandi lógarheimild, skulu sum útgangsstøði verða rindað aftur. Talan er í hesum føri um smáar upphæddir, ið hvør einstakur hevur goldið, og lutfalsliga stór umsitingarlig orka skal nýtast, um myndugleikin skal finna fram til viðkomandi sjófólk og reiðarar, tí eingin skipað skráseting er yvir tey, sum hava goldið fyri siglingarbøkur, mynstringarbrøv og manningartalvur gjøgnum árini. Mett verður, at myndugleikin, sum hevur kravt inn gjøldini, tí ikki hevur skyldu til sjálvkravdur at rinda gjøldini útaftur.  

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Samstarvsráðnum, Sýsluskrivstovunum og Fiskiveiðieftirlitinum. Ongar viðmerkingar vóru til uppskotið.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri landið, við tað at gjaldið fyri siglingarbøkur, mynstringarbrøv og manningartalvur verður útreiðsluneutralt, soleiðis at brúkarin skal gjalda tað, sum tað kostar at framleiða hesi skjølini.

 

Verður uppskotið ikki samtykt, verða árligu útreiðslurnar uml. 80.000 kr., sum tað í løtuni kostar at prenta hesi skjølini. Frameftir verða hesar útreiðslurnar eitt sindur minni, við tað at manningartalvurnar er broyttar nakað í skapi, og framleiðslan av teimum er vorðin bíligari. Verður uppskotið samtykt, verður gjaldið fyri manningartalvurnar sostatt nakað lægri.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar við sær fyri land og kommunur.

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur við sær, at reiðaríini skulu gjalda fyri mynstringarbrøv og manningartalvur, og at sjófólk skulu gjalda fyri siglingarbøkur. Tað er møguligt hjá skipunum at taka manningartalvur av heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum, og talvan er tá ókeypis.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisligar avleiðingar.

 

Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki við sær serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur ikki við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða ella altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar í mun til millumtjóða ella altjóða avtalur og reglur.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Skattir skulu hava heimild í lóg og kunnu ikki ásetast í kunngerð við heimild í lóg. Gjøld fyri avgreiðslur í sambandi við myndugleikaútinnan kunnu hinvegin ásetast í kunngerð við heimild í lóg, men tað krevst, at tað er staðiliga ásett í lógini, at gjøld kunnu verða áløgd í kunngerð. Ásetingini í § 71, stk. 2 í galdandi sjómannalóg hevur ikki eina tílíka greiða áseting. Við hesi broytingini í § 71, stk. 2 verða gjøldini nevnd beinleiðis í ásetingini, og verður tí við hesum nøktandi heimild til at áseta gjøldini í kunngerð.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 18. februar 2009. Málið beint í Vinnunevndina