68 Uppskot til  løgtingslóg um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð

Ár 2009, 29. januar, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans 


 

Vanligt tilskot

§ 1. Sjúkrakassin rindar limunum 50% av útreiðslunum av heilivági, fyriskipaður á forskrift, og sum er upptikin á skrá yvir heilivágssløg, ið eru heimilað tilskot. Ásetast kann í skránni, at tilskot sjúkrakassans er treytað av, at heilivágurin er ætlaður til ávísa nýtslu.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð um treytirnar fyri tilskoti frá sjúkrakassanum og um gerð og viðlíkahald av heilivágsskránni sambært stk. 1. 

Einstaklingatilskot

§ 2. Tilskotsnevndin kann eftir umsókn gera av, at sjúkrakassin rindar 50% av útreiðslunum til keyp av heilivági til ein ávísan sjúkling, hóast heilivágurin ikki fær vanligt tilskot sambært § 1.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur í kunngerð um, hvussu einstaklingatilskot verður veitt og um treytirnar fyri hesum. 

 

Terminaltilskot

§ 3. Sjúkrakassin rindar limum, ið eru terminalsjúklingar, 100% av útreiðslunum til heilivág, sum sambært lækna er neyðugur fyri at linna um støðuna hjá sjúklinginum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð um treytirnar fyri hesum tilskoti.

 

§ 4. Ásetingarnar í §§ 1-3 um tilskot til heilivág fevna eisini um møguligar útreiðslur av, at heilivágurin verður sendur til sjúklingin.

Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 1-3 um tilskot til heilivág eru eisini galdandi, um heilivágurin er keyptur í einum øðrum Norðurlandi.

 

Afturbering landskassans

§ 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um støddina av afturbering landskassans av parti av útreiðslum sjúkrakassanna til heilivág sambært §§ 1-3. 

Tilskotsnevndin

§ 6. Landsstýrismaðurin setir eina tilskotsnevnd. Nevndin er mannað við landsapotekaranum, landslæknanum og einum umboði fyri sjúkrakassarnar, og verður vald fyri 4 ár í senn.

Stk.2. Tilskotsnevndin ger heilivágsskráirnar sambært § 1, tekur avgerð um veitan av einstaklingatilskoti sambært § 2 og skal ráðgeva landsstýrismanninum í heilivágsspurningum.  

Gildiskoma

§ 7. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2009 og er galdandi fyri allar forskriftir, sum eru latnar apoteksverkinum frá og við hesum degi. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 115 frá 21. mai 1993 um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og

afturbering landskassans.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Til tess at finna møguleikar fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum á fíggjarlógini fyri 2009 kannaði landsstýrismaðurin í heilsumálum í 2008, um tað var møguligt at lækka tilskotið til heilivág, soleiðis at borgarar sjálvir rinda ein størri part av útreiðslunum til heilivág.

 

Upprunaliga var ætlanin at gera eina minni broyting í verandi lóg, Ll. nr. 115 frá 21. mai 1993, sum er broytt við Ll. nr. 135 frá 16. desember 1996 um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans, og broytingar í tilhoyrandi kunngerð. Ætlanin var at gera nakrar %-broytingar í galdandi lóg og kunngerð. Men eftir at arbeiðið fór í gongd, varð greitt, at neyðugt var at kanna økið neyvari og gera meira umfatandi broyting, enn upprunaliga ætlað. Tíðin var farin frá summum av ásetingunum, eins og fleiri av orðingunum í lógini eru beinleiðis misvísandi í mun til verandi skipan.

 

Endamálið við hesari lógini er: 

1.      At broyta vanliga tilskotið av útreiðslum til heilivág, ið sjúkrakassin rindar limunum, frá at vera 75% og 50% til bert at vera 50%. Tað eru útreiðslur til heilivág, ið er fyriskipaður á forskrift (resept), sum er upptikin á serliga skrá yvir heilivágssløg, ið eru heimilað at verða stuðlað.

2.      At geva heimild til, at sjúkrakassin rindar limum, ið eru terminalsjúklingar, 100% av útreiðslunum til heilivág, sum sambært lækna er neyðugur fyri at linna um støðuna hjá sjúklinginum. Terminalsjúklingar er sjúklingar, ið liggja til tað síðsta, har sjúkuviðgerðin verður mett at vera nyttuleys.

3.      At regulera skipanina um Tilskotsnevndina.

 

1. Broyting í tilskoti

Verandi ásetingar um tilskot til heilivág eru at finna í kunngerð nr. 145 frá 2. juli 1993. Í dag fær borgarin afturborið annaðhvørt 75% ella 50% av heilivágskostnaðinum, alt eftir hvat slag av heilivági, talan er um. Allur heilivágur, ið fær tilskot frá sjúkrakassanum, verður, sum er, bólkaður í heilivágsbólkar. Fyri heilivág í bólki I og III er tilskotið 75%, meðan tilskotið til heilivág í bólki II er 50%.

 

Sambært Landsapotekaranum, fer nógv tann størsti parturin av útreiðslunum til heilivág í bólki I og III (Insulin er í bólkur III). Í alt gott 86% av útreiðslunum til tilskot til heilivág fara til hesar bólkar.

 

Landsstýrismaðurin hevur kannað møguleikarnar at broyta tilskotið til heilivág í bólki I og III úr 75% niður í 50%. Tilskotið til heilivág í bólki II verður framhaldandi 50%.

 

Tá ið Apotekið veitir heilivág, rinda sjúkrakassarnir 75% ella 50%, og restin verður rindað annaðhvørt av borgaranum sjálvum ella av Almannastovuni. Landskassin afturrindar sjúkrakøssunum fyri tilskotið. Frameftir verður bert ein bólkur,  ið verður veittur 50% í tilskoti.

 

Pensjónistar og fólk við varandi meini fáa framhaldandi endurgoldið part av heilivágsútreiðslunum eftir penjónslógini og forsorgarlógini.

 

2. Terminaltilskotið

Í longri tíð hevur tað verið eitt ynski frá Landslæknanum og Landsapotekaranum v.fl., at veitast skal fult tilskot til sjúklingar, tá ið læknin staðfestir, at talan er um ein terminalsjúkling, t.e. sjúklingar, ið liggja til tað síðsta, har sjúkuviðgerðin verður mett at vera nyttuleys.    

 

Neyðugt er, at reglurnar eru einfaldar, og at umsóknirnar verða skjótt avgreiddar. Reglur eiga at verða gjørdar soleiðis, at ongin ivi er um, nær talan er um terminalstøðu. Tá hetta er gjørt, skal viðkomandi beinanvegin fáa goldið 100% av útreiðslunum til heilivág frá sjúkrakassanum.

 

Hetta merkir stutt og greitt, at um tað verður staðfest, at ein sjúklingur er terminalsjúklingur, so skal hann fáa hjálp beinanvegin, og tað skal ikki brúkast óneyðug tíð til at søkja um einkulttilskot/sertilskot.

 

Landsapotekarin umsitur hetta og skal, eftir at hava móttikið váttan frá avvarðandi lækna um, at viðkomandi er ólekiliga sjúkur, veita ókeypis heilivág. Landið endurrindar 100%, tá talan er um terminalsjúklingar.

 

3. Tilskotsnevndin

Tilskotsnevndin er ein nevnd, mannað við Landsapotekaranum, Landslæknanum og einum umboði fyri sjúkrakassarnar. Nevndin umsitur heilivágsskráirnar og tekur avgerðir um at veita einstaklingatilskot. Tað merkir, at nevndin eftir umsókn kann gera av, at sjúkrakassin skal rinda 50% av útreiðslunum til keyp av heilivági til ávísan sjúkling, hóast hesin ikki hevur rætt at fáa tilskot eftir vanligum reglum.

 

Nevndin ráðgevur eisini landsstýrismanninum í heilivágsspurningum. Landsapotekarin umsitur dagføringina av skránni.

 

Við hesum uppskotinum verður skipanin kring um Tilskotsnevndina lógarfest. Hetta merkir, at ásetingar verða um, hvør setir nevndina, manning av nevndini, tíðarskeið, ið nevndin verður vald fyri, og ábyrgdarøki hjá nevndini.

 

Nevndin hevur í royndum virkað síðani 1988. Tá viðgjørdi “medicinudvalget” (Sambært Landsapotekaranum helst niðursett í samband við, at donsku sjúkrakassarnir í 60-unum vórðu avtiknir og gjørdir almennir (amtini) undir navninum Sygesikringen), sum samsvarar við núverandi tilskotsnevnd, spurningar um sjúkrakassatilskot til heilivág. Niðurstøður vórðu  lagdar fyri danska Heilsumálaráðið, sum góðkendi og læt Sikringsstyrelsen almannakunngera niðurstøðurnar.

 

Um hetta mundið verður eftirlitið við Sjúkrakøssunum flutt frá Sikringsstyrelsen til Almannastovuna. Í hesum sambandi ger táverandi almannastjórin nakrar niðurstøður. Hann sigur: “Tá “Sikringsstyrelsen” í Danmark kann áleggja “Sygesikringen” skyldur, so kann Almannastovan áleggja sjúkrakassunum tilsvarandi skyldur“.

 

Niðurstøða hansara frá 1988 sigur eisini,  at tilskotsnevndin er mannað av Landslæknanum, einum umboði frá sjúkrakøssunum og Landsapotekaranum. Umframt at gera lista yvir tilskotsheimilaðan heilivág, so fekk nevndin eisini heimild at viðgera og avgera umsóknir um sertilskot frá sjúkrakassa, tvs. tilskot til einstakling um at fáa sjúkrakassatilskot til ávísan heilivág/heilivágir, sum ikki frammanundan fingu tilskot. Hetta skuldi so kunnast Almannastovuni, sum so við sínum heimildum kundi áleggja sjúkrakassanum hesa útreiðslu.

 

Við hesum lógaruppskoti hevur Almannastovan ikki longur nakra ávirkan á, hvørt einstaklingatilskot verður latið. Tann avgerðin liggur hjá Tilskotsnevndini.

 

Lógaruppskotið varð 14. januar 2009 sent til hoyringar hjá: Landsapotekaranum, Almannastovuni, Nærverkinum, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, Apotekinum, Sjúklingaráðnum, Almannamálaráðnum og Krabbameinsfelagnum. Hoyringsfreistin varð sett til 20. januar.

 

Heilsumálaráðið hevur fingið viðmerkingar frá Almannastovuni og Nærverkinum.

 

Almannastovan hevur í skrivi sínum víst á, at stutta hoyringsfreistin hevur avmarkað møguleikar hennara at gera eina neyva gjøgnumgongd av lógaruppskotinum og uppskotinum til kunngerð. Viðmerkingar Almannastovunnar til lógaruppskotið vóru í stuttum hesar:

·        Almannastovan má fáa kunning um játtan av sertilskoti sambært § 2, um møguleiki skal vera fyri at viðgera umsóknir um stuðul til hesar sjúklingar eftir forsorgarlógini. Serligar reglur um hetta áttu ikki at verið neyðugar. Um umsøkjarin gevur samtykki til tess, kunnu allar upplýsingar fáast til vega, sum eru neyðugar, fyri at viðgera eina umsókn. Tá so er, hevur tann myndugleikin, sum verður biðin um slíkar upplýsingar, skyldu at lata hesar.

·        Almannastovan hevur innan hoyringsfreistina ikki havt møguleika at eftirkanna fíggjarligu avleiðingarnar og tekur fyrivarni fyri teirri upphæddini, sum Landsapotekarin hevur mett sum meirnýtslu á almannaøkinum orsakað av lógarbroytingini. Almannastovan er í holt við at meta um hetta.

·        Almannastovan væntar, at tað fara at koma fleiri umsóknir um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini orsakað av lækkaða sjúkrakassatilskotinum. Hetta fer at hava við sær eina meirútreiðslu, bæði til veitingar og umsiting av fleiri umsóknum.

·        Almannastovan hevði eisini onkrar viðmerkingar til almennu viðmerkingarnar og gildiskomureglurnar í uppskotinum, og eru hesar tillagaðar samsvarandi.

 

Landsapotekarin hevur víst á, at skipanin við einstaklingatilskoti eftir hansara fatan fer at økjast nógv. Hann setir tí spurning við, um tilskotsnevndin í verandi formi hevur orku til nøktandi at loysa hesa uppgávu. Hann heldur tað tí helst verða neyðugt at seta pening av til at umsita hesa skipanina.  

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Samlaða sølan av tilskotsheimilaðum heilivági var um 78 mió. kr. í 2007. Av hesum rindaðu sjúkrakassarnir 53,7 mió. kr. Hinar 24 mió. kr. verða rindaðar av borgarunum ella av Almannastovuni.

 

Sambært Landsapotekaranum verður mett, at gott 86% av útreiðslunum til tilskot til heilivág verða veitt við 75% í tilskoti, meðan restin gott 13% verður veitt við 50% í tilskoti.

 

Verður 75 % sjúkrakassatilskotið lækkað til 50%, gevur hetta sjúkrakøssunum eina sparing í 2007 tølum, svarandi við 11,6 mió. kr.

 

Í § 2 í kunngerð nr. 145 frá 2. juli 1993 er ásett, at landskassin afturrindar sjúkrakøssunum 30% av útreiðslunum til heilivágstilskot og annað. Restin av útreiðslunum hjá sjúkrakøssunum verður fíggjað yvir sjúkrakassagjaldið.

 

Fyri at landskassin skal fáa alla hesa lækkingina í útreiðslunum, er neyðugt at lækka prosentsatsin fyri afturrindanina til sjúkrakassarnar. Hesin satsur er reguleraður í kunngerð og verður tískil broyttur.

 

Ein lækking í tilskotinum frá 75% til 50% hevur við sær, at Almannastovan fær hægri útreiðslur til heilivág, tí at pensjónistar og onnur nógv skjótari røkka markinum fyri tí, sum tey sjálvi skulu rinda. Almannastovan kemur tí fyrr inn í myndina, og frá at skula rinda 25%, skal Almannastovan nú rinda 50% av heilivágskostnaðinum hjá teimum, sum eru komin upp um markið.

 

Sambært upplýsingum frá Landsapotekaranum fær Almannastovan eina meirútreiðslu upp á einar 5,2 mió. kr.

 

Teir pensjónistar, ið flyta á ellis- og røktarheim at búgva, missa sína pensjón, og fáa í staðin eina lægri upphædd til persónligan tørv. Hetta merkir samstundis, at tann heilivágur, ið hesir pensjónistar nýta, verður goldin av ellis- og røktarheimunum burtur av teirri játtan, sum hesi fáa á fíggjarlógini. Avleiðingar av lógarbroytingini verða mettar at geva Nærverkinum eina meirútreiðslu á umleið 0,5 mió. kr.

 

Terminalsjúklingar fáa, sum er, stuðul. Broytingin er, at stuðulin verður settur í verk beinanvegin, uttan at neyðugt er at senda umsóknir frammanundan, t.d. um einstaklingatilskot og tilskot frá Almannastovuni. Fíggjarligu avleiðingarnar eru smáar, men partur av útreiðslunum, sum Almannastovan hevur latið sum stuðul til egingjaldið hjá sjúklinginum, verður fluttur á sjúkrakassan. Landið endurrindar sjúkrakassanum 100% av útreiðslunum. 

 

Torført er at meta um fíggjarligar avleiðingar fyri árið 2010 og frameftir. Hetta er tengt at, um útreiðslurnar til heilivág, ið fær tilskot, broytast, og um aðrar broytingar innan eitt nú almannalóggávuna verða gjørdar.

 

Leysliga mett, verður netto sparingin soleiðis fyri landið fyri alt árið 2009: 11,6-(5,2+0,5)=5,9 mió. kr.

 

Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 1. mars 2009. Verður støðið tikið í, at sparingin verður býtt mánaðarliga javnt, so merkir hetta, at netto sparingin fyri landið í 2009 verður 9,7-(4,3+0,4)=5,0 mió. kr.

 

Í flestu førum er 2007 nýtt sum grundarlag fyri útrokningunum. Tó er 2008 nýtt sum grundarlag fyri Nærverkið.

 

Sambært Landsapotakaranum er møguligt at nýta 2008 tøl sum útrokningargrundalag við at hækka 2007 tølini við 6%. Um hetta verður gjørt, sær roknistykkið soleiðis út.

 

Árliga sparingin fyri landið í 2009 12,3-(5,5+0,5)=6,3 mió. kr.

Við gildi frá 1. mars 2009 verður sparingin fyri landið í 2009, 10,3-(4,6+0,4)=5,3 mió. kr.

 

Tølini fyri Nærverkið eru 2008 tøl, tískil verður eingin broyting í teimum í hesum útrokningunum.  

 

 

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Sambært § 1 rindar sjúkrakassin 50% av útreiðslunum til allan heilivág, sum er fyriskipaður á forskrift og er upptikin á skrá yvir heilivágssløg, sum fáa tilskot. Tað er tilskotsnevndin, ið sambært § 6, stk. 2 ger av, hvør heilivágur fær tilskot frá sjúkrakassa. Heilivágurin, sum fær vanligt tilskot, er í skránni bólkaður upp á tríggjar mátar samsvarandi teirri skipan, sum verður nýtt í Danmark. Hetta fevnir um heilivág, sum fær tilskot, heilivág, sum fær tilskot, tá hann er ætlaður til ávísa nýtslu, umframt heilivág, ætlaður til ávísa nýtslu til pensjónistar. Ásetingin í § 1, stk. 1 viðførir ongar broytingar annað enn, at allur heilivágur, sum fær tilskot, frameftir skal fáa 50% í tilskoti frá sjúkrakassa, og ikki 75%, eins og størsti parturin fekk áður. Hetta viðførir, at hesin heilivágur gerst dýrari at keypa hjá einstaka borgaranum.

Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð um treytirnar fyri tilskotinum og um gerð og viðlíkahald av heilivágsskránni.

 

Til § 2

Tá ein sjúklingur fær heilivág, sum ikki er fevndur av tilskotsskipanini sambært § 1, kann lækni senda tilskotsnevndini umsókn um, at sjúklingurin kortini skal fáa tilskot til hendan heilivág. Nevndin ger síðani av, um hesin sjúklingur skal fáa tilskot til umrødda heilivágin. Hóast skipanin við einstaklingatilskoti hevur verið nýtt frammanundan, hevur einki staðið um hetta í galdandi lóggávu.

Treytirnar fyri at veita av hesum einstaklingatilskotinum verða ásettar í kunngerð.

 

Til § 3

Í hesari greinini verður ásett, at terminalsjúklingar (tvs. doyggjandi) ókeypis kunnu fáa útflýggja tann heilivág, sum tørvur er á fyri at linna um støðu teirra. Talan er um fólk, sum hava stutta tíð eftir at liva, og sum hava tørv á ymsum heilivági, sum ikki er fevndur av vanligu tilskotsskipanini. Við hesari ásetingini ber til hjá sjúklinginum beinanvegin at fáa umrødda heilivágin, uttan at skula bíða eftir viðgerðini av einari møguligari umsókn um hetta.

Treytirnar fyri hesum tilskoti verða ásettar í kunngerð.

 

Til § 4

Ongin viðmerking.

 

Til § 5

Hendan greinin samsvarar við § 3 í galdandi lóg har tað stendur, at tað í kunngerð verða ásettar nærri reglur um afturbering landskassans av heilivágsútreiðslum sjúkrakassanna. Sambært galdandi kunngerð endurrindar landskassin sjúkrakøssunum 30% av útreiðslum teirra til heilivág. Tá útreiðslur sjúkrakassanna sambært hesum lógaruppskoti fara at lækka, er ætlanin í kunngerð at lækka afturberingina samsvarandi, tvs. at afturberingin í krónum skal lækka samsvarandi sparingini í útreiðslunum hjá sjúkrakøssunum til heilivág.

 

Til § 6

Í hesari greinini verður skipanin við tilskotsnevndini lógarfest. Ásett verður, hvussu nevndin verður mannað, og hvørjar uppgávur hennara eru.

 

Til § 7

Gildiskomuáseting. Tá hendan lóg kemur í gildi, fer galdandi lóg og harvið eisini tilhoyrandi kunngerðin úr gildi.  

 

1. viðgerð 18. februar 2009. Málið beint í Trivnaðarnevndina