59 Uppskot til  samtyktar um rętt til lųn undir frįveru vegna sjśku hjį bųrnum

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskifti)
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 2008, 11. desember, lųgdu Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen vegna Mišflokkin fram soljóšandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Lųgtingiš heitir į landsstżriš um at kanna, hvussu man viš lóg kann tryggja ųllum arbeišstakarum eins rętt til lųn, tį tey eru heima hjį sjśkum bųrnum, og at leggja fram lųgtingslógaruppskot viš hesum endamįli. 

 

Višmerkingar:

Av teimum mest eyšsżndu munum, iš eru ķ ymisku sįttmįlunum į arbeišsmarknašinum, sęš burtur frį lųnarmunum, man munurin ķ pensjónsvišurskiftunum vera mest umtalašur og višgjųrdur. Tó rųkist tķverri lķtiš og einki fyri, at politiski myndugleikin og partarnir į arbeišsmarknašinum finna eina viršiliga loysn į hesum ųki fyri tey mongu, sum eru og verša viš svišusoš.

 

Ein annar munur, iš hetta uppskot Mišfloksins vķsir į, og sum flokkurin vónar, at Lųgtingiš tekur lógvatak saman um at fįa loyst, er tann sjįldsami munur, iš er ķkomin višvķkjandi ręttinum at kunna vera heima hjį sjśkum bųrnum uttan lųnarmiss. Hyggja vit sįttmįlar į arbeišsmarknašinum ķgjųgnum, so er reyši trįšurin hann, at teir sįttmįlar, iš almennu Fųroyar hava gjųrt viš fakfelųg hjį flestu starvsettu sķnum, geva arbeišstakarum rętt til at vera heima hjį sjśkum barni ķ 10 dagar įrliga viš lųn. Og  flestu sįttmįlar geva eisini sama rętt til upp til 20 dagar įrliga, um fleiri bųrn eru.  Dųmi śr sįttmįlaoršing er  hendan: 

 

… "Stk. 2. Starvsfólk kann fįa frķ viš lųn, tį iš barn/bųrn tess er/eru sjśk, tó ķ mesta lagi ķ 2 dagar hvųrja ferš og ķ mesta lagi tilsamans 10 dagar um įriš. Eigur taš fleiri enn 2 bųrn undir 10 įr, kann taš fįa frķ upp ķ 20 dagar um įriš"…( oršing śr sįtmįla millum magistarafelagiš og taš almenna)

 

Her er talan um viršismikil ręttindi, men ręttindi, sum tó ikki unnast ųllum ķbśgvum samfelagsins. Kaga vit nevniliga ķgjųgnum sįttmįlarnar į privata arbeišsmarknašinum, so geva hesir ikki slķk ręttindi, tvs. at borgar ķ sama samfelag hava ikki somu ręttindi - ella vit kundu sagt, at bųrn og foreldur hava ikki eins sųmdir, tį um sjśku hjį barni višvķkur.

 

Leggjast skal afturat, at dųmi er um, at almenni myndugleikin, uttan at viškomandi  felag arbeišstakaranna hevši hetta viš sum sįttmįlaynski, undir sįttmįlasamrįšingum av sķnum eintingum bjóšaši hesar sųmdir til limir felagsins.

 

Į ólavsųku įr 2006 legši Mišflokkurin einsljóšandi uppskot fyri Lųgtingiš. Eftir višgerš ķ Trivnašarnevnd Lųgtingsins fall mįliš, bert trķggir lųgtinglimir atkvųddu fyri. Bęši umboš nśverandi samgonguflokka og Tjóveldisins vóru tó jalig til grundgevingarnar ķ uppskotinum, men tey fyrru męltu til at fella taš, tķ landsstżrismašurin, sambęrt upplżsingum, tey hųvdu frį honum, segši seg arbeiša viš lķknandi uppskoti. Tey seinnu, umboš Tjóveldisins, mettu, at talan var um eitt arbeišsmarknašarmįl, sum tķ įtti at verša avgreitt ķ sambandi viš samrįšingar millum partarnar į arbeišsmarknašinum. Men vķsti taš seg, at mįliš ikki varš avgreitt viš samrįšingum, kundi gerast neyšugt at leggja taš fyri tingiš, sum sķšan skuldi lóggeva um taš. Undir CHE samgonguni vann mįliš tķverri heldur ikki frama, tįverandi og sami landsstżrismašur segši seg eisini tį arbeiši viš einum uppskoti, hesaferš eftir norskum frymli.

 

Mišflokkurin metir og vónar, at verandi Lųgting og Landsstżri sęr hendan eyšsżnda mismun og vil vera viš til at rętta hann. Hetta kann t.d verša gjųrt viš einari sosialari skipan, ella sum skylda, iš veršur įlųgd  arbeišsgevaranum, ella kanska į ein trišja hįtt. Umrįšandi er tó, at vit loysa hendan eyšsżnda mismun, sum er millum borgarar ķ sama samfelagi. 

 

1. višgerš 17. desember 2008. Mįlišm beint ķ Vinnunevndina, sum tann 18. februar 2009 legši fram soljóšandi 

 

Įlit

 

Mišflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 11. desember 2008, og eftir 1. višgerš 17. desember 2008 er taš beint Vinnunevndini. Nevndin hevur fingiš longt freistina at lata Lųgtinginum įlit ķ mįlinum til 17. februar 2009.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 5. og 13. februar 2009.

 

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš umboš fyri Vinnuhśsiš og Samtak, umframt viš landsstżrismenninar ķ įvikavist almanna- og vinnumįlum.

 

Vinnunevndin er samd um, at taš er skeivt, at mismunur veršur gjųrdur millum tey, sum koma undir dagpeningaskipanina, og tey, sum į bęši almenna og privata arbeišsmarknašinum hava rętt til lųn viš barnsins fyrsta sjśkradag. Taš er eins umrįšandi fyri hesi at kenna seg trygg, tį hóttafall kemur, eins og taš er hjį okkum ųllum.

 

Mįliš um rętt til lųn undir frįveru vegna sjśku hjį bųrnum hevur veriš višgjųrt į tingi ķ fleiri umfųrum bęši sum uppskot til samtyktar og ķtųkilig lógaruppskot, og hava tey ųll veriš višgjųrd ķ Trivnašarnevndini. Semja hevur tó ikki veriš um, hvųrt slķkt mįl er arbeišsmarknašarmįl ella almannamįl. Hildiš hevur veriš, at ręttast er, at partarnir į arbeišsmarknašinum avgreiša hetta viš sķnįmillum samrįšingum, og um taš ikki ber į mįl, at lóggiviš veršur um hesi višurskifti. Enn hevur ikki boriš į mįl!

 

Nś mįliš hesaferš er višgjųrt ķ Vinnunevndini, og avvaršandi arbeišsmarknašarpartar hava boriš fram sķni sjónarmiš, er taš nevndini greitt, at trupult veršur hjį hesum pųrtum at koma įsamt um nųktandi skipan. Nevndin vķsir ķ hesum sambandi į tingmįl nr. 72/2007, sum fall burtur, tį val varš śtskrivaš, og lųgtingsmįl nr. 150/2007.

 

Nevndin er sannfųrd um, at tingsins vilji er at javnstilla allar lųntakarar, tį um bųrn og sjśku ręšur. Nevndin heldur tó, at avvaršandi partar eiga at vera viš ķ tilgongdini at gera slķka skipan soleišis, at hendan į bestan hįtt kann verša til gagns fyri arbeišsmarknašin.

 

Viš hesum višmerkingunum setir nevndin fram soljóšandi  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Oršini ”landsstżriš um at kanna” verša broytt til ”landsstżriš um, saman viš pųrtunum į arbeišsmarknašinum, at kanna”.

 

Viš hesum broytingum tekur ein samd nevnd undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 24. februar 2009. Broytingaruppskot frį samdari Vinnunevnd samtykt 26-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 26-0-0. Mįliš avgreitt.