56 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 10. desember, løgdu Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Heini O. Heinesen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Hergeir Nielsen, Bjørt Samuelsen og Sjúrður Skaale vegna Tjóðfeldi fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

 


 

§ 1. Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

1)      § 1, nr. 7 verður strikað.

2)      § 10, stk. 3 verður strikað og stk. 4 verður hereftir stk. 3.

3)      § 14, stk. 4 verður strikað.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri skatt av kapitalvinningi, sum verður álíknaður fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2009 ella seinni.

Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin áðrenn 1. januar 2010, og sum stavar frá lántøku, ið er tikin áðrenn framløgudagin í Løgtinginum av hesum lógaruppskoti.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Í 2006 gjørdi ein meiriluti í Fíggjarnevndini (Anfinn kallsberg, Vilhelm Johannesen og Kaj Leo Johannesen) eitt broytingaruppskot til lógina um kapitalvinningsskatt, sum gevur ein serligan skattafyrimun til privatfólk, um tey lána sær pening at keypa partabrøv fyri. Tey fingu nú møguleika at draga renturnar av lánum frá.

 

Hóast andstøðan og onkur einstakur samgongulimur ávaraðu staðiliga ímóti hesi óviðgjørdu broyting, varð hon samtykt við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum.

 

Grundgevingarnar fyri lógarbroytingini vóru ongar, men grundgevingarnar ímóti eru greiðar:

 

  1. Talan er um eina almenna tileggjan til lánsfíggjaða spekulasjón. Heldur enn at nýta av eginpeningi og uppsparing, ið kann gagna fíggingarmøguleikum og elva til váðaspjaðing í búskapinum, verða privatfólk og fíggingarstovnar eggjaðir til at taka og geva lán til partapening. Hetta minnir ikki sørt um skipanirnar í 80’unum, tá reiðarí og feløg tóku lán til eginpening, ið síðani skuldu útloysa studning og veðhald frá landinum.

 

  1. Talan er um greiðan sosialan ójavna. Somu skattafyrimunur verða ikki givnir til privatfólk og familjur, ið skulu lána pening til annað neyðugt virksemi ella nýtslu. Og tey, ið fáa fyrimun av hesum skattafrádrátti, fáa óbeinleiðis stuðul til aðra privatnýtslu. Fyri tey, ið hava fleiri lán og fleiri kapitalpostar, er møguleikin at draga rentur frá í kapitalvinningi størri, tí flytast kann ímillum ymsu postarnar.

 

  1. Skattafyrimunurin hevur onga búskaparliga og fíggjarpolitiska grundgeving. Hugurin at seta pening í partabrøv krevur onga aðra tileggjan enn hana, at roknað verður við, at talan er um skilagóða íløgu. Og at eggja til lánsfíggjaða spekulasjón er ábyrgdarleysur búskapar- og fíggjarpolitikkur. Og hetta minnir heldur ikki sørt um spekulasjónina í 80’unum, har tað orsakað av rentuskattalógini loysti seg at lána pengar uttanlands, seta teir í føroyskar peningastovnar, og síðani tjena upp á ein nærum óskattaðan rentuvinning í Føroyum.

 

  1. Búskaparliga hevur hendan broytingin saman við ógrundgivnu skattalættunum í árunum 2004-2008 og teimum nýggju lánsmøguleikunum frá peningastovnunum við avdráttarskáa v.m. verið drívmegi í at yvirhita búskapin, hækka kostnaðarstøðið og máa støðið undan haldførum vøkstri.

 

  1. Nú fíggjarkreppan um allan heim hevur avdúkað, at íløgur og lán til at keypa partabrøv, sum ikki hava reelt virði, eru høvuðsatvold til kreppu og niðurgongd, stendur avgerð undanfarnu ABC-samgongunnar í sera ábyrgdandi ljósi. Ikki bert hevur landsstýrið forsømt at broyta skipanir og hava eftirlit við fíggjarmarknaðinum, men tað hevur harafturímóti eggjað til og spælt við í óhaldføru fíggjargongdini.

 

  1. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir hesi nýggju reglu.

 

Samanumtikið:

-         Hetta hevur verið ringt fyri fíggjarmarknaðin og fyri eitt burðardygt vinnulív og haldførar íløgur.

-         Tað hevur verið ringt fyri búskapin.

-         Ringt fyri landskassan.

-         Ringt fyri samhaldsfesti í samfelagnum.

-         Og tað hevur verið ringt fyri tey, ið hava sett seg í skuld at keypa partabrøv, sum nú hava mist virðið og mugu realiserast. Og her er ikki bara talan um múgvandi fólk, men vanlig fólk við meðalinntøku, sum av landsstýrinum og fíggingarstovnunum hava verið eggjað til at seta seg í hesa skuld.

 

Tí verður mælt til at rætta skeivleikan beinanvegin og strika henda møguleika frameftir. Fyri tey, ið longu hava sett seg í skuld og eru komin í trupulleikar av hesum politikki undanfarna landsstýrisins, verður tó ikki lóggivið aftureftir.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ad. 1 og 2) Við broytingini fer ikki longur at bera til at mótrokna rentur av lánum, ið eru tikin í sambandi við keyp av virðisbrøvum, í kapitalvinningi. Víst verður tó til viðmerkingarnar til skiftisregluna í § 2, stk. 2.

 

Ad. 3)  Samstundis, sum møguleikin dettur burtur at mótrokna rentuútreiðslur í kapitalvinningi í sambandi við keyp av virðisbrøvum, verður eisini møguleikin at framflyta rentútreiðslur til mótrokning í kapitalvinningi 5 ár fram tikin av. Hetta er tó ikki galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin. Víst verður í hesum sambandi til viðmerkingarnar til skiftisregluna í § 2, stk. 2.

 

Tá eingin onnur heimild er í lógini at mótrokna rentur í kapitalvinningi, enn ásetingin í § 10, stk. 3, sum mælt verður til at strika, hevur ásetingin í § 14, stk. 4 einki sjálvstøðugt innihald longur.

 

Til § 2

Gildiskoman er sett til dagin eftir, at lógin er kunngjørd, og hevur lógin virknað fyri skatt av kapitalvinningi, sum verður álíknaður fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2009 ella seinni. Hetta er neyðugt, fyri ikki at áleggja umsitingini óneyðugt arbeiði við periodisering av kapitalvinningsskatti í einum skattaári. Um útlit ikki eru til, at lógin verður samtykt og kunngjørd áðrenn 1. januar 2009, má spurningurin um, nær lógin skal hava virknað, takast upp í Løgtinginum. Ígildisásetingin kemur tó ikki í andsøgn við § 41, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini, ið ásetir, at: “Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri Løgtingið.”

 

Skiftisreglan inniber, at ásetingarnar, sum skotið verður upp at strika við hesum uppskotinum, framhaldandi verða galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin áðrenn 1. januar 2010, og sum stavar frá lántøku, ið er tikin áðrenn framløgudagin í Løgtinginum av hesum lógaruppskoti. Gildi er tó avmarkað til tey 5 árini aftaná 1. januar 2010, sum eru nevnd í § 14, stk. 4. Tað er ikki av tilvild at orðið rentuskuld er nýtt í ásetingini í staðin fyri orðið renta. Skiftisreglan fevnir nevniliga bert um rentuskuld og ikki um rentur, sum eru íkomnar eftir 1. januar 2010, hetta hóast hesar stava frá lántøku, ið er tikin áðrenn framløgudagin í Løgtinginum av hesum lógaruppskoti. Ikki íkomnar rentur, ið fólk kunnu sleppa sær undan við at rinda lánini aftur áðrenn 1. januar 2010, kunnu sostatt ikki mótroknast í kapitalvinningi eftir 1. januar 2010.

1. viðgerð 20. januar 2009. Málið beint í Fíggjarnevndina