51 Uppskot til  løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 3. desember, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fram soljóðandi

 

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera  Landssjúkrahúsið. Útreiðslurnar fyri verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 150 mió. kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009 og fer úr gildi 31. desember 2012.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er framhaldandi at tryggja høvuðsumvæling, útbygging og nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum.

 

Harnæst er henda lóg í samsvari við játtanarskipanina, har meginreglan er, at fyri størri íløgur, ið fevna um meira enn eitt fíggjarár, skal lógaruppskot leggjast fyri Løgtingið.

 

Talan er um eina ætlan í fleiri stigum, sum í árunum 2009 – 2015 verður mett til einar 350 mió. kr. í nútíðar krónum. Næsta byggistig er mett til einar 150 mió. kr. Lógin er galdandi í 4 ár, men miðað verður ímóti, at næsta byggistig varar í trý ár, og eru viðmerkingarnar í hesi lóg lagaðar hareftir.

 

Hetta lógaruppskotið fevnir um næsta stigið. Í viðmerkingunum verður greitt frá allari ætlanini, tó við neyvari lýsing av øðrum stigi.

 

Umráðandi er, at ætlanin verður sæð sum ein heildarætlan. Tað er neyðugt at halda áfram eftir fyrsta og annað byggistig, fyri at røkka á mál sambært tí, ið greitt er frá og nærri útgreinað í endurskoðaðu byggiætlanini frá 2005, sí fylgiskjali 1.

 

Stutt innlit í málið

Arbeiðið við at útbyggja Landssjúkrahúsið varð tikið upp aftur í 1998, tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum gjørdi av, at farast skuldi undir eina útbygging av Landssjúkrahúsinum, ið hevði sín uppruna í eini størri ætlan frá 1991, sum steðgaði upp í kreppuni í nítiárunum. Síðani hevur verið arbeitt framhaldandi við verkætlanini. G-bygningurin varð liðugur í 2004 og er bundin saman við B-bygningin við nýggjari forhøll, móttøku og kafeteria. B2 er umbygt til nýggja skopideild og sterilsentral. Nýtt kirurgiskt ambulatorium er gjørt á B3.

 

Ovastu 5 hæddirnar í B-bygninginum eru umvældar innan, soleiðis at medisinskar seingjadeildir hava fingið betri umstøður á B6, B7 og B8. Barnadeildin hevur fingið tíðarhóskandi hølir á B5, meðan oyra-, næsa- og hálslæknin eins og tannlæknin, hava fingið nýumvæld hølir á B4.

 

Arbeiðið at gera nýggjar útsíður og tak á B-bygningin er projekterað, og verður væntandi boðið út á heysti 2008.

 

Í tíðarskeiðinum1999 til 2004 varð arbeitt við G-bygninginum og síðani hevur fyrst og fremst verið arbeitt við at umbyggja og umvæla B-bygningin innanveggja.

 

Rúmd hevur tí ikki verið fyri umvæling av øðrum bygningum, hóast hetta er meira átrokandi enn nakrantíð.

 

Meginparturin av verandi bygningum skal eftir høvuðsumvælingina framvegis virka sum partur av Landssjúkrahúsinum.

 

Tó vera tveir bygningar mettir sum óegnaðir til at verða nýttir til sjúkrahúsendamál. Her er talan um Barakkina (E-bygningurin) fram við J. C. Svabosgøtu og C-bygningin (tann bygningurin, ið røkkur frá B-bygninginum og niðan ímóti J. C. Svabosgøtu). 

 

Tíðarætlan

Íløguætlanin umfatar útinningina av endurskoðaðu byggiætlanini hjá Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum frá 2009 til 2015.

 

Næsta stig í ætlanini

Talan er um eina yvirskipaða raðfesting, har tað er størri vissa um ætlaða virksemið í 2009 – 2011. Íløguætlanin skal endurskoðast árliga, og møguliga verður raðfest øðrvísi, um tørvur er á tí.

 

Raðfestingar í tíðarskeiðinum 2009 – 2011

 

  1. Endurnýggjan av útsíðum og tekju (klimaskerminum) á B-bygninginum
  2. Útbygging av B-bygninginum og  niðurtøka av C-bygninginum
  3. Fyrireiking av nýbygging av Psykiatriska deplinum umframt átrokandi umvælingar
  4. Neyðugar umvælingar av bygningum annars hjá Landssjúkrahúsinum
  5. Ávegis umvælingar og flytingar av verandi funksjónum

 

Samanumtikið kann sigast um hesar raðfestingar:

 

1.      Endurnýggjan av útsíðum og tekju (klimaskerminum) á B-bygninginum

Í nógv ár hava trupulleikar verið av lekum og gjóstri í B-bygninginum. Royndir hava verið at umvæla brekini, men uttan nøktandi úrslit, og avgjørt er tí at klæða bygningin av nýggjum við at skifta vindeygu og leggja nýtt tak á.

 

Munandi upphæddir eru brúktar til innandura umvælingar, ið kunnu fara fyri skeyti, um einki verður gjørt uttan.

 

Klædningurin og bjálvingin fer væntandi at minka munandi um rakstarútreiðslurnar í mun til í dag.

 

Arbeiðið er av slíkum slagi, at tað kemur at órógva verandi virksemi á Landssjúkrahúsinum. Hædd má takast fyri hesum í mátanum, arbeiðið verður gjørt uppá, soleiðis at tað er til minst møguligan ampa fyri bæði sjúklingar og starvsfólk.

 

2.      Útbygging (víðkan) av B-bygninginum, herundir niðurtøka av C-bygninginum

Tá farið varð undir at byggja G-bygningin, varð longu greitt, at hesin ikki kom at nøkta akutta tørvin, ið var, men av fíggjarligum ávum varð neyðugt at velja nøkur økir frá í fyrsta umfari.

 

Sera átrokandi er nú at finna eina varandi loysn á hølistrupulleikunum innan økini, sum einki enn er gjørt við. Niðanfyri er útgreinað, hvussu ein komandi útbygging av B-bygninginum kemur at ávirka deildirnar.

 

Eygnadeildin

Deildin húsast í løtuni í endanum av Barakkini, og skal hava nýggj høli, tá gamla Barakkin, ið er í sera vánaligum standi, verður niðurtikin. Deildin er í støðugari menning, sum setur krøv til betri umstøður.

 

Uppvenjing

Sum víst á í “Álit um endurvenjing fyri fólk við førleikatarni”[1], Almanna- og heilsumálaráðið november 2007, er tørvur á einum tvørfakligum tilboði til bráðfeingis sjúkrahúsendurmenning á Landssjúkrahúsinum. Skipast skal ein seingjardeild við tilhoyrandi uppvenjingarumstøðum (venjingarhølum, hyli, viðtalum). Umstøðurnar í løtuni hjá fysio- og ergoterapi, sum húsast í kjallaranum á gamla sjúkrahúsinum, eru vánaligar, og als ikki nøktandi til verandi virksemi. Plásstrot er, og hølini eru sera lág.

 

Gynækologi/obstetri (Kvinnusjúkuøkið)

Verandi høli eru alt ov trong og óegnað til virksemið. Eisini eru tey í vánaligum standi. Neyðugt er við nýggjum hølum, um deildin skal fasthalda og menna støðið, sum er nátt, við einum góðum rakstri. Deildin umfatar seingjarpláss, føðistovurnar, ambulant virksemi og stovu til ov tíðliga fødd børn.

 

Skopiin

2. hædd á B2 er umbygd í 2008, og frameftir skal skopiin húsast har. Skopiin skal gerast endaliga liðug og riggast til. Hetta skal fremjast í fyrru helvt av 2009.

 

Røntgen

Stór menning er innan myndadiagnostikk. Í løtuni er ikki gjørligt at skipa hóskandi virksemi til innlagdar sjúklingar, ambulantar sjúklingar og skaðatilburðir.

 

Verður talan í framtíðini um almennar screenkanningar og mammugrafikanningar, er hetta ikki gjørligt innan fyri verandi karmar. Ein komandi útbygging kemur at loysa henda trupulleika.

 

Seingjadeildir

Tær umvælingar, sum eru framdar á medisinsku seingjardeildunum í tíðarskeiðinum frá 2006-2008 (B5-B8 í høvuðsbygninginum), hava gjørt umstøðurnar munandi betri, júst sum endamálið við umvælingunum var. Bæði sjúklingar og starvsfólk fegnast um úrslitið. Talan er tó ikki um eina endaliga loysn, har tað hava verið tikin rakstrarlig atlit í mun til, hvussu virksemið á deildunum kann skipast við samskipaðum vaktum og felagsfunksjónum.

 

Í londunum uttan um okkum er gongdin tann, at munandi útbyggingar verða gjørdar innan sjúkrahúsøkið. Hesar verkætlanir hava so gott sum bara einastovur við bað, á seingjardeildum.

 

Skulu vit bjóða somu tænastur, skal roknast við tílíkum deildum her eisini.

 

Barnadeildini tørvar broyttar umstøður, so tað slepst beinleiðis út í fríska luft.

 

Sjúklingahotell

Landssjúkrahúsið hevur ikki møguleika innan fyri verandi fysisku karmar at hava eitt sjúklingahotell, har til ber at hýsa fólki, sum klára seg sjálvi, men sum hava tørv á at vera tætt at sjúkrahúsinum í sambandi við t.d. uppfylgjandi kanningum, ella har avvarðandi í styttri tíð kunnu hýsast. Ætlanin er, at hetta eisini verður tikið við í eini útbygging av høvuðsbygninginum í sambandi við umskipan av seingjardeildunum.

 

Seingjarvask

Verandi hølir til seingjarvask lúka ikki arbeiðsheilsuligu treytirnar, sum eru galdandi fyri tílíkt virksemi. Tað hevur uttan úrslit verið roynt at hjálpa upp á umstøðurnar við at betra um luftingina, men luftin inni í hølunum er ikki nóg góð. Hølini eru myrk og tað ber ikki til at fáa dagsljós inn í hølini.  

 

Rakstrarligir fyrimunir

Í eini útbygging av høvuðsbygninginum er ætlanin at umskipa verandi virksemi á t.d. seingjardeildunum og føði-/barnadeildini, soleiðis at deildirnar fáa ein meira skynsaman rakstur enn við verandi fysisku karmum. Sum fysisku karmarnir eru nú, ber ikki til at samskipa raksturin av seingjardeildunum, soleiðis at til ber at hava færri vaktir at dekka fleiri deildir í tíðarskeiðum við lágum virksemi (t.d. á náttartíð og í vikuskiftum). Við eini tílíkari umskipan ber eisini til at hava eitt sjúklingahotell sum ein virknan part í einum samlaðum bíligari rakstri.

 

Í framhaldandi útbyggingini skal eisini kannast, í hvønn mun rakstrarligir fyrimunir verða av at flyta køkin tættari upp at sjúkrahúsvirkseminum. Køkurin er niðurslitin og er óhóskandi til at veita eina góða tænastu.

 

Hølini, sum fyrisitingin húsast í, skulu høvuðsumvælast. Í sambandi við útbyggingina av høvuðsbygninginum skal kannast, um fyrisitingin við fyrimuni kann flytast nærri kjarnuvirkseminum á Landssjúkrahúsinum.

 

3.   Fyrireiking av nýbygging av Psykiatriska deplinum, umframt átrokandi umvælingar

Í endurskoðaðu byggiætlanini frá 2005 varð lagt upp til at raðfesta høvuðsumvælingina av verandi bygningum hjá Psykiatriska deplinum frammarlaga. Tað er síðani gjørd ein psykiatrifaklig tilráðing, sum hevur víst á, at rættast er at byggja ein nýggjan psykiatriskan depil.

 

Í mun til eina møguliga nýbygging av Psykiatriskum depli, koma at ganga eini 3 ár, áðrenn til ber at byrja at byggja. Av tí at fyrireikingararbeiðið til útbyggingina av høvuðsbygninginum er komið so væl áleiðis, verður mett, at í tíðarskeiðinum fram til byggingin av Psykiatriska deplinum kemur í hæddina, ber til at fáa meginpartin av útbyggingini av høvuðsbygninginum lidnan.

 

Til ber at seta projekteringina í gongd á Psykiatrisku deplinum rættiliga skjótt. Men tað kann ikki væntast, at tað ber til at gera annað á hesum økinum komandi tvey árini ella meira. Á tann hátt ber til at nýta fyrireikingartíðina til nýggjar psykiatriskar deildir, til at fáa framt aðrar verkætlanir, sum eru nevndar í langtíðarætlanini – her serstakliga útbyggingina av høvuðsbygninginum.

 

Miðað verður ímóti, at allir innlagdir sjúklingar á Psykiatriska deplinum skulu hava egið kamar við bað/WC (nakað sum á einum nútíðar hotelli). Hølisumstøðurnar hava týdning fyri ta fakligu góðskuna, fyri at tann innlagdi kennir seg væl og ikki gerst óvirkin av stovnsdámi. Á øllum deildum er tørvur á undirvísingar- og kanningarrúmi. Ambulanta virksemið krevur serstøk kanningar- og viðgerðarrúm. Skermaða (afturlætna) deildin er tann einasta, sum skal tryggjast. Haðani skal sleppast út í tún til væl innrætta fríøki. Í hesi tilgongdini við umvæling og tillaging av fysisku karmunum, verður miðað ímóti at gera hølisumstøðurnar í verandi hølum sømilig fyri sjúklingarnar.

 

Í eini seinni tilgongd við eini høvuðsumvæling og útbygging, eiga allar deildir at hava fríøki til uppihald og rørslu. Uppvenjingin skal skipast við uppvenjingarmøguleikum á øllum deildum og eini felags uppvenjingardeild. Uppvenjing er liður í heildarviðgerðini. Depilin veitir nógva ambulanta viðgerð, sum er vaksandi.

 

4.   Neyðugar umvælingar av bygningunum annars hjá Landssjúkrahúsinum

Tænastubygningar, køkur og vaskarí

Í langtíðaríløguætlanini er lagt upp til, at tær neyðugu ábøturnar sambært støðumetingini frá 1999 verða framdar so hvørt, sum rúmd er fyri tí í mun til játtanina.

Tænastubygningarnir hjá Landssjúkrahúsinum hava leingi verið í ringum standi, og ábøtur verða alsamt meira átrokandi. Ætlandi verður partur av játtanini komandi árini nýttur til hetta endamál. Umframt byggitøkniligar umvælingar kann nevnast, at køkurin eigur at dagførast, so raksturin gerst meira skynsamur. Goymsluhølini liggja illa fyri, og inniluftin í vaskarínum og seingjarreingerðini er vánalig.

 

Vaskarínum tørvar íløgur í tøkni, so raksturin gerst skynsamari og tryggari, umframt at tørvur er á at umvæla hølini sum heild.

 

5.   Ávegis umvælingar og flytingar av verandi funksjónum

Meðan arbeitt verður við klæðing og víðkan av B-bygninginum, verður neyðugt at flyta starvsfólk og sjúklingar í fleiri umførum. Eisini verður neyðugt at gera nakrar fyribils tillagingar í innrættingini í tí sambandi. Hetta verður gjørt, fyri at virksemið á Landssjúkrahúsinum kann halda fram so ótarnað sum gjørligt, meðan byggingin fer fram.

 

Fíggjarætlan

Víst verður til hjálagda yvirlit, sum vísir, hvussu játtanin uppá 50 mió. kr. hvørt árið verður nýtt.

 

Næstu stigini í ætlanini

Ætlanin umfatar fleiri byggistig. Hetta lógaruppskotið umfatar næsta stigið, og verður talan um eitt triðja og eitt fjórða stig í ætlanini. Niðanfyri er henda ætlanin lýst undir einum, og endalig støða er ikki tikin til, hvørjar raðfestingar eru umfataðar av triðja og fjórða stigi. Sum áður nevnt, skulu raðfestingarnar síggjast sum ein partur av eini heildarætlan og eru tengdar at hvørji aðrari í síni heild.

 

Raðfestingar í 2012 – 2015

  1. Útbygging av B-bygninginum (liðuggerð), herundir niðurtøka av Barakkini
  2. Nýbygging (liðuggerð) av  Psykiatriska deplinum
  3. Umvælingar og umbyggingar av bygningum annars hjá Landssjúkrahúsinum
  4. Uttandura arbeiði (vegir, kloakkir v.m.)

 

Omanfyri nevnda er í høvuðsheitum raðfestingin, men sum áður nevnt, er talan um eina yvirskipaða raðfesting. Størri vissa er um raðfestingarnar frá 2009 til 2011, enn fyri tíðarskeiðið 2012 – 2015, tó skal sigast, at raðfestingarnar í ein ávísan mun eru tengdar at hvørji aðrari, soleiðis at partvíst gjørd arbeiði í fyrra skeiðinum í flestum førum mugu halda fram í tí seinna.

 

Tær stóru verkætlanirnar undir pkt. 1. og pkt. 2 koma at halda fram, til tær eru lidnar.

 

Størri orka verður løgd í umvæling og umbygging av tænastubygningunum.

 

Bøtast skal um vegir og økið annars kring Landssjúkrahúsið. Uttandura kloakkirnar eru í ringum standi og skulu skiftast út.
 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri alt tíðarskeiðið, gjørt upp í 2008 prísum:

 

Talva 1: Langtíðarætlan yvir íløgur, sum gjørdar eiga at verða á Landssjúkrahúsinum komandi árini (t.kr)

 

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

Tilsamans

B-bygn.

renovering uttan

       31.000

       9.220

 

 

 

 

 

   

40.220

Klárgering

av skopideild

 

2000

 

 

 

 

 

 

 

2000

2. útbygging (B+)

       13.000

      36.780

    46.000

    36.000

    20.000

    18.000

 

 

  171.780

Psykiatrisku deildirnar

         2.000

       2.000

     2.000

    12.000

    26.000

    28.000

    35.000

 

107.000

Ymsar umvælingar

og umbyggingar

         2.000

       2.000

     2.000

     2.000

     4.000

     4.000

    15.000

  

 31.000

 

Tilsamans

       50.000

      50.000

    50.000

    50.000

    50.000

    50.000

    50.000

 

  350.000

Kelda: Bygginevndin

 

Talan er um eitt sera umfatandi arbeiði, sum er bæði torgreitt og í hátøkniligum umhvørvi. Torført er at fara í smálutir, og verða verkætlanirnar lagdar til rættis og prosjekteraðar so hvørt. Eisini er talan um at arbeiða á øki, har sjúkrahúsvirksemið skal kunna fara fram, meðan umvælingar verða framdar.   

 

Ein íløguætlan varð gjørd í 2005, ið tók støði í, at einar 35 mió. kr. í 2005-krónum, skuldu nýtast til endamálið tey næstu 10 árini. Í alt 350 mió. kr. fram til 2015. 105 mió. kr. verða nýttar í tíðarskeiðinum frá 2006-2008 í samsvari við verklagslógina, sum er galdandi fyri hesi árini. Í høvuðsheitum eru hesi arbeiðir gjørd síðani 2006, har seinasti parturin eftir ætlan verður gjørdur seinni í ár: Ovastu 5 hæddirnar í B-bygninginum eru umvældar innan, so at medisinskar seingjardeildir hava fingið munandi betri umstøður á trimum teimum ovastu hæddunum, Barnadeildin hevur fingið tíðarhóskandi hølir á B5, meðan oyra-, næsa- og hálslæknin eins og tannlæknin, hava fingið nýumvæld hølir á B4. B2 er umbygt til nýggja skopideild og nýggjan sterilsentral, og nýtt kirurgiskt ambulatorium er gjørt á B3. Harumframt er arbeiðið við at gera nýggjar útsíður og tak á B-bygninginum prosjekterað og verður væntandi boðið út á heysti 2008.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri ætlanina 2009-2011

Í tíðarskeiðinum frá 2009-2011 er ætlanin at nýta einar 150 mió. kr. íalt. Einar 40 mió. kr. verða nýttar til ein klimaskerm til B-bygningin (klædningur, skifta vindeygu v.m.). Einar 6 mió. kr. verða nýttar til neyðugar umvælingar av bygningum annars hjá Landssjúkrahúsinum. Ætlanin er at nýta einar 172 mió. kr. tilsamans til at byggja ein nýggjan bygning og at ríva niður teir bygningar, ið eftir ætlanini ikki skulu umvælast (C-bygningurin og svarta Barakkin). Í hesum tíðarskeiði skulu nýtast 96 mió. kr. til endamálið, íroknað arbeiðið við niðurríving av C-bygninginum og prosjektering av nýggja bygninginum, og 2 mió. til skopiina. Verkætlanin við høvuðsumvæling og umbygging av psykiatrisku deildunum kemur í hesum tíðarskeiði at kosta einar 6 mió. kr.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri næstu stigini í ætlanini 2012-2015

Í tíðarskeiðinum 2012 til 2015 er ætlanin at nýta einar 200 mió. kr. í alt. Tey fyrstu trý árini fara 74 mió. kr. til  framhald og liðugtgerð av byggingini av nýggja bygninginum fyri gamla og niðurrivna C-bygningin og Barakkina, sum verður tikin niður í hesum tíðarskeiðinum. Í tíðarskeiðinum verða ætlandi nýttar 101 mió. kr. til psykiatrisku deildirnar. Einar 25 mió. kr. fara at verða nýttar til umbyggingar og umvælingar av bygningum annars hjá Landssjúkrahúsinum, umframt ymisk uttandura arbeiðir (kloakkir, vegir o.a.).

 

Umsitingarligar avleiðingar

Umsitingarliga fer lógin at gera tað møguligt at gera bindandi avtalur tvørtur um fíggjarár, har krøvini til játtan eru kend frammanundan. Tað fæst tískil ein størri trygd fyri, at framhaldandi arbeiði at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið, ikki steðgar upp. 

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Tørvur er á parkeringsøki, umframt at onnur uttandura øki krevja ábøtur. Neyðugt verður at gera nýggjar ferðslukanningar fyri at lýsa viðurskiftini í dag, og annars at taka øll ferðsluviðurskiftini upp av nýggjum, so viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum gerast best møgulig. Tí er rættast at fáa í lag ferðslukanningar í samstarvi við Tórshavnar kommunu, so at ein heildarætlan kann gerast fyri høvuðsumvælingarnar á Landssjúkrahúsinum í mun til ferðsluviðurskiftini. Hetta fer, tá øll umvælingin er liðug, at fríðka um økið uttan um Landssjúkrahúsið til gleði fyri borgarar og starvsfólk, umframt at bøtt verður um ferðsluviðurskiftini.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Við at gera neyðugar tillagingar á Psykiatriska deplinum eigur at vera gjørligt at lúka krøvini, ið sett eru í barnasamtyktunum hjá ST, so sleppast kann undan trupulleikanum, sum er í dag, har akuttar innleggingar av børnum og ungum eru á deildum saman við vaksnum.

 

Sosialar avleiðingar

Tá Landssjúkrahúsið er høvuðsumvælt og nútíðargjørt, hevur tað væntandi positivar sosialar avleiðingar fyri borgarar í síni heild, av tí at uppskotið hevur við sær, at kanningar-/viðgerðartilboðini og trygdin/komfort verður á einum hægri støði. Støðið verður tað sama sum í  londum uttan um okkum, sokallað norðurlendskt støði.  

 

Talva 2: Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Ja

Nei

(Ja)

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

(Ja)

 

Kelda: Bygginevndin

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at gera avtalur um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið fyri í mesta lagi 150 mió. kr.

 

Undir viðmerkingunum er greitt frá um ætlanina, at talan er um næsta stig av eini heildarætlan í trimum stigum. Ætlanin í hesum lógaruppskotinum fevnir um árini 2009 – 2012, eitt fýra ára tíðarskeið, og verður tørvurin á fígging á leið tann sami í hvørjum av hesum fíggjarárunum. Ætlanin er í fleiri stigum, sum í árunum 2009 – 2015 verður mett til einar 350 mió. kr. í nútíðar krónum. Næsta byggistig er mett til einar 150 mió. kr. Lógin er galdandi í 4 ár, men miðað verður ímóti, at næsta byggistig varar í trý ár.

 

At høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera inniber eisini at ríva niður gamlar bygningar og seta nýtt ístaðin.

 

Til § 2:

Gildiskoma

 

Skjøl:

Skjal 1: Byggiætlan fyri Landssjúkrahúsið

 

[1] Liggur á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð:

Mikkjal Sørensen Jákup Mikkelsen Bill Justinussen Bjørt Samuelsen
Sjúrður Skaale Gerhard Lognberg Jaspur Vang Eyðgunn Samuelsen
John Johannessen Andrias Petersen Helgi Abrahamsen Alfred Olsen
Bergtóra Høgnadóttir Joensen Jógvan á Lakjuni Kári P. Højgaard Kári Petersen
Tórbjørn Jacobsen      

1. viðgerð 11. desember 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 16. desember 2008 legði fram soljóðandi 

Álit 

 

Landstýrið hevur lagt málið fram tann 3. desember 2008, og eftir 1. viðgerð 10. desember 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11. og 16. desember 2008.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í heilsumálum.

 

Nevndin hevur fyri landstýrimanninum greitt frá, at hon fer komandi ár at kalla landsstýrismannin í samráð fyri at fáa neyvari raðfesting av byggiætlanini.

 

Ein meiriluti í nevndini (Jákup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen) tekur undir við uppskotinum við hesum broytingum. Tað er neyðugt at útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Umráðandi er, at Løgtingið og serstakliga trivnaðarnevndarlimir verða væl kunnaðir og fáa tíð at viðgera eitt sovorðið uppskot. Minnilutin heldur tað vera illa handfarið, at uppskotið er til 1 viðgerð 10. desember og bert lítil tíð hevur verið í Trivnaðarnevndini til at viðgera uppskotið, og harvið eisini raðfestingarnar. Tískil ynskir minnilutin at tryggja sær, at landsstýrismaðurin kemur aftur í Løgtingið við eini nærri útgreining av, hvat 2. byggistig fevnir um. Minnilutin heldur ikki, at nóg væl er grundgivið fyri raðfestingunum. Serliga í mun til at psykiatriski depilin verður seinkaður og trygd fyri at alt nýbyggjarí lúkar nútímans krøv til umhvørvisvinarligt og orkusparandi byggjarí. 

 

Við hesi grundgeving mælir minnilutin til, at uppskotið verður broytt soleiðis, at upphæddin verður lækkað til 45 mió, sum er tað sum landsstýrismaðurin væntar at brúka komandi ár. Harumframt verður mælt til at broyta uppskotið soleiðis at lógin skal fara úr gildi 31. desember 2009 heldur enn 31. desember 2012. Hetta inniber, at landsstýrismaðurin noyðist at koma í tingið í góðari tíð fyri at tryggja sær at lógin ikki fer úr gildi og upphæddin verður ásett samsvarandi útgreinaða kostnaðartørvinum til 2. byggistig.

 

Við hesum viðmerkingunum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)      Í § 1 verður ”150 mió. kr.” broytt til ”45 mió. kr.”.

2)      Í § 2 verður ”31. desember 2012” broytt til ”31. desember 2009”.

 

Við hesum broytingaruppskotinum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 18. desember 2008. Broytingaruppskot frá minnilutanum í Trivnaðarnevndini, Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen og Bergtóru Høgnadóttir Joensen fall 9-0-17. Uppskotið samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Frávik samtykt 21-0-7

 

3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 129 frá 22.12.2008