49 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 3. desember, legði Johan Dahl, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at  broyta løgtingslóg um aling av fiski v.m.

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v .m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður eftir § 10 sett:

“§ 10 a: Til tess at fáa og varðveita aliloyvi, verður rindað eitt árligt gjald eftir nærri reglum, ásettum í kunngerð frá landsstýrismanninum.

 

§ 2

 

Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1.      Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at útvega lógarheimild fyri, at tað kann verða ásett í kunngerð, at tey feløg, sum hava aliloyvi, skulu rinda eitt gjald fyri útreiðslur til umsitingina av aliloyvunum.

 

2.      Galdandi lóg

Eftir § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v .m. (alilógin) krevst loyvi frá landsstýrismanninum til alivirksemi. Landsstýrismaðurin hevur delegerað loyvisumsitingina til eina aliumsiting.

 

Umsitingin fevnir um veitan av nýggjum aliloyvum, leingjan av aliloyvum, eftirlit við, at loyvishavarin heldur ásetingarnar í alilógini, ásetingar, settar við heimild í lógini, í kunngerð og í loyvinum sjálvum. 

 

3.      Uppskotið

Í staðin fyri at figgja útreiðslurnar av aliumsitingini verða fíggjaðar yvir vanliga skattin, verður skotið upp, at útreiðslurnar verða fíggjaðar við einum árligum gjaldi frá fyritøkum, sum hava aliloyvi. Tílík gjøld eru vanlig á øðrum økjum, t.d. á tryggingarøkinum og fjarskiftisøkinum.

 

4.      Ummæli

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Á fíggjarløgtingslógini hava verið avsettar kr. 320.000 til útreiðslurnar av aliumsitingini. Henda játtanin verður eftir lógarbroytingina ein nettojáttan upp á kr. 0,00.

 

B. Fyri kommunurnar

Ongar avleiðingar.

 

C. Fyri vinnuna

Vinnan fær samlað ein meirrakstrarkostnað upp á kr. 320.000. Tað eru 40 aliloyvi givin (25 sjógvaliloyvi og 15 loyvi at ala smolt uppi á landi). Verða verandi útreiðlsurnar upp á kr. 320.000 lutaðar javnt út upp á øll hesi loyvini, verða útreiðslurnar fyri hvørt loyvið einar kr. 8.000.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Fyri landsumsitingina og alivinnuna verður nakað av umsiting av innkrevjingini/rindanini av gjaldinum.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Skattir skulu hava heimild í lóg og kunnu ikki ásetast í kunngerð við heimild í lóg. Gjøld fyri  avgreiðslur í sambandi við myndugleikaútinnan kunnu hinvegin ásetast í kunngerð við heimild í lóg, men tað krevst, at tað er staðiliga ásett í lógini, at gjøld kunnu verða áløgd í kunngerð. Annað kravið er, at gjøldini verða ásett soleiðis, at tey ikki eru hægri enn útreiðslurnar av umsitingini eru.

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð:

Bjarni Djurholm Heðin Zachariasen Bjørn Kalsø Helgi Abrahamsen
Jógvan á Lakjuni John Johannessen Gerhard Lognberg Jákup Mikkelsen
Óli Breckmann Katrin Dahl Jakobsen Poul Michelsen Anfinn Kallsberg
Magni Laksáfoss Andrias Petersen Alfred Olsen Eyðgunn Samuelsen
Mikkjal Sørensen      

1. viðgerð 11. desember 2008. Tingmálini nr. 48, 49 og 50/2008 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 16. desember 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. desember 2008, og eftir 1. viðgerð 11. desember 2008 er tað beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 12., 15. og 16. desember 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Havbúnaðarfelag og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá Føroya Havbúnaðarfelag hevur nevndin fingið skriv, dagfest 11. desember 2008, við viðmerkingum til uppskotið.

 

Undir viðgerðini er nevndin kunnað um støðuna í alivinnuni. Altjóða fíggjarkreppan er farin at merkjast so mikið, at søluprísurin av laksi nú liggur undir framleiðslukostnaðinum. Í løtuni er sostatt ikki vinningur, og útlitini eru ikki góð.

 

Nevndin heldur tað ikki vera rætt, at uppskotið ikki hevur verið til hoyringar. Fyri at bøta um hendan trupulleika eigur landsstýrismaðurin at taka stig til neyðugt samskifti við vinnuna, áðrenn kunngerðin verður sett í gildi. Hóast krav um loyvisgjøld eru vanlig á so mongum økjum og í flestu londum, er altíð neyðugt at taka upp spurningin um rímiligheitina í prísum í mun til tænustuna, og hvørt mannagongdir kundu verið minni bureaukratiskar. Somuleiðis spurningin um ymsu vinnurnar eru eins viðfarnar og javnt stillaðar, tá tað ræður um kappingarføri.

 

Nevndin heldur, at rættast hevði verið at fingið gjørt upp øll gjøld, sum alivinnuni eru og nú verða áløgd, soleiðis at til ber at fáa eina heildarmynd av støðuni. Slíkt yvirlit hevði víst, um og í hvussu stóran mun henda vinna er javnstillað samanborið við aðrar framleiðsluvinnur, tá ið tað ræður um áløgd gjøld.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Bjørt Samuelsen) tekur undir við viðmerkingunum hjá nevndini og leggur afturat, at tað er átaluvert, at ein røð av avgjøldum á alivinnuna og aðrar vinnur verða løgd fram við so stuttum skotbrái, at hvørki er stundir at hoyra vinnuna nóg væl, og ei heldur hevur politiska skipanin havt møguleika at geva málinum nóg gjølla viðgerð.

 

Tað er rímiligt og rætt, at aliumsitingin verður goldin av vinnuni. Hesin tankin hevur verið frammi áður, og er tankin tí helst ikki heilt fremmandur fyri alivinnuna. Alivinnan, sum er ein sera kapitaltung vinna, verður neyvan órímiliga meint rakt av hesum gjaldi. Men fyriliggjandi uppskot er bert eitt av fleiri avgjaldsuppskotum, ið eru løgd fram í skundi og eru til viðgerðar í fleiri ymiskum nevndum. Til dømis viðger Rættarnevndin í løtuni eitt annað uppskot um umhvørvisavgjøld á alivinnuna. Tey ymisku gjøldini eiga at verða viðgjørd savnað, so nevndirnar kunnu gera eina kvalifiseraða meting av teirri samlaðu byrðu, ið løgd verður á vinnuna.

 

Avgjøld á vinnuna eiga ongantíð at koma fram brádliga og uttan hoyringar, tí vinnufyritøkurnar eiga at hava stundir at tillaga seg hægri kostnaðarstøði. Eisini eigur vinnan greitt at síggja og skilja, júst, hvat goldið verður fyri. Í hesum føri er tað rímiliga greitt, at goldið verður fyri eina umsiting, ið hevur eina avmarkaða uppgávu – nevniliga umsiting av aliloyvum.

2. viðgerð 18. desember 2008. Uppskotið samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Frávik samtykt 21-0-7

 

3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 127 frá 22.12.2008