47 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur

Ár 2008, 10. desember, legði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

 

§ 1

 

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður gjørd henda broyting:

 

1) § 64 a - § 64 k verða orðaðar soleiðis:

”§ 64a. Fyri skoðan í sambandi við skráseting og ella góðkenning verður goldið:

1)

Lastvognur, leguvognur, viðfestivognur, bulvognur ella bussur, tá akfarið hevur eina heildarvekt, ið er oman fyri 3.500 kg: kr. 650.

2)

Annað akfar: kr. 400.

Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1, verður fyri umskoðan eftir stk. 1, nr. 1 goldið kr. 300, og fyri umskoðan eftir stk. 1, nr. 2  goldið kr. 150.

Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri skoðan í sambandi við skráseting og ella góðkenning, sbr. stk. 1. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 2.

Stk. 4. Hóast stk. 3, skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

 

§ 64b. Fyri tíðarvissa skoðan verður árliga goldið:

1)

Motorsúkkla: kr. 175.

2)

Bilur við heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 300.

3)

Bilur við heildarvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 450.

4)

Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við heildarvekt, sum er yvir 750 kg, men í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 300.

5)

Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við heildarvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 450.

Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1, verður fyri umskoðan eftir stk. 1, nr. 1, 2 og 4 goldið kr. 150, og fyri umskoðan eftir stk. 1, nr. 3 og 5 goldið kr. 300.

Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 2.

Stk. 4.  Hóast stk. 3 skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

 

§ 64c. Fyri umbidna skoðan verður fyri hvørja skoðan goldið gjald, ið er tað sama sum árliga gjaldið fyri tíðarvissa skoðan, sbrt. § 64b.
Stk. 2. Hóast stk. 1, skal ikki gjaldast fyri umbidna skoðan, um tað í minsta lagi er 1 ár síðan, at akfarið seinast varð skoðað.

Stk. 3. Hóast stk. 1 og stk. 2, verður fyri umskoðan goldið kr. 150.
Stk. 4. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri umbidna skoðan, sbr. stk. 1. Um ikki verður møtt til umskoðan, skal tó bert verða goldið gjald, ið er tað sama sum gjaldið fyri umskoðan, sbr. stk. 3.

Stk. 5. Hóast stk. 4,  skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64d. Fyri endurrit av skrásetingarskjali ella skoðanarváttan verður goldið kr. 75.
Stk. 2. Hóast stk. 1, skal ikki verða goldið fyri endurrit til almenna nýtslu.

 

Góðkenningar

§ 64e. Fyri meginfloksgóðkenning ella floksgóðkenning verður goldið:

1)

Akfar við heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 2300.

2)

Akfar við heildarvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 3500.

Stk. 2. Fyri góðkenningarváttan verður goldið kr. 3500.
Stk
. 3. Fyri koblingsváttan verður goldið kr. 200.

 

Spjøldur

§ 64f. Fyri støk nummarspjøldur verður goldið kr. 300, og fyri eitt sett verður goldið kr. 600.

Stk. 2. Fyri góðkenningarspjaldur innan verður goldið kr. 75.

§ 64g. Fyri leys royndarspjøldur til skrásetingarskyldugt akfar verður goldið kr. 75 um dagin.
Stk. 2. Fyri føst royndarspjøldur til skrásetingarskyldugt akfar verður goldið kr. 500 um hálvárið, umframt gjald fyri spjøldrini, sbrt. § 64f, stk. 1.

§ 64h. Fyri rættin til serlig spjøldur verður umframt gjaldið fyri spjøldrini, sbrt. § 64f, stk. 1, goldið:

1)

Ynskinummarspjøldur: kr. 7000.

2)

Avmarkað ynskinummarspjøldur: kr. 1200.

 

Koyriroyndir og koyrikort

§ 64i. Fyri vanliga koyriroynd verður goldið:

1)

Bólkur A1 motorsúkkla:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 650.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 450 hvørja ferð.

2)

Bólkur A2 motorsúkkla við síðuvogni:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 650.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 450 hvørja ferð.

3)

Bólkur A1+A2 samstundis:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 900.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 450 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: Gjald fyri fylgjandi roynd til bólk A1 og/ella bólk A2, sbr. nr. 1, litra c, og nr. 2, litra c.

4)

Bólkur B vanligur persónbilur:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 650.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 450 hvørja ferð.

5)

Bólkur B vinnuligur fólkaflutningur:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 650.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 450 hvørja ferð.

6)

Bólkur C lastbilur:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 750.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 400 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 600 hvørja ferð.

7)

Bólkur D stórur persónbilur

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 750.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 400 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 600 hvørja ferð.

8)

Bólkur D vinnuligur fólkaflutningur:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 750.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 400 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 600 hvørja ferð.

9)

Bólkur B+E persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn: kr. 450.

10)

Bólkur C+E lastbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 750.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 400 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 600 hvørja ferð.

11)

Bólkur D+E stórur persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn:

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 750.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 400 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 600 hvørja ferð.

12)

Prutl: kr. 200.

13)

Traktor (dragi):

 

a)

Fyrsta roynd: kr. 450.

 

b)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 200 hvørja ferð.

 

c)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 300 hvørja ferð.

Stk. 2. Fyri eftiransandi koyriroynd verður goldið:

1)

fyrsta roynd: kr. 650.

2)

Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

3)

Fylgjandi verklig roynd: kr. 450 hvørja ferð.

Stk. 3 Hóast ásetingina í stk 2, nr. 1, verður onki goldið fyri fyrstu royndina uttan so, at royndin er kravd vegna tess, at gildistíðin fyri koyrikortið er úti sbr. § 18 b, og tað ikki er endurnýggjað innan eina freist, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, ella vegna treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum sambært § 18c.
 Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1, verður onki goldið fyri koyriroynd til bólkarnar A, B, B/E, C, C/E, D og D/E, fyri koyriroynd til traktor ella vinnuligan fólkaflutning, um so er, at umsøkjarin vegna brek hevur fingið stuðul játtaðan til útvegan av bili sambært reglunum um almenna forsorg.

Stk. 5. Um koyrikortumsøkjari ikki møtir til ásetta ástøðiliga ella verkliga koyriroynd, og avboð ikki verður givið í seinasta lagi kl. 12.00 gerandisdagin áðrenn royndina, skal gjaldast fyri fylgjandi ástøðiliga og ella verkliga roynd, sbr. stk. 1 og stk. 2, áðrenn farið kann verða til roynd í hesum koyrikortbólki aftur.

Stk. 6. Hóast stk. 5, skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

 

§ 64j. Fyri roynd til góðkenning sum koyrilærari verður goldið:

1)

Roynd til bólk A1/A2 motorsúkklu: kr. 650.

2)

Roynd til bólk B vanligan persónbil: kr. 650.

3)

Roynd til bólk C+D+E: kr. 800.

 

§ 64k. Í hesum førum verður goldið soleiðis:

1)

Fyri umbýti av gomlum føroyskum koyrikorti ella av donskum, grønlendskum og útlendskum koyrikorti til føroyskt koyrikort: kr. 300.

2)

Fyri útgávu av endurriti og endurnýggjan av koyrikorti: kr. 300.

3)

Fyri endurnýggjan av koyrikorti til lastbil, lastbil við stórum viðfestisakfari, buss og buss við stórum viðfestisakfari fyri umsøkjarar, sum hava fylt 50 ár, men ikki 70 ár: kr. 300.

4)

Fyri endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning: kr. 300.

5)

Fyri endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning: kr. 300, tó soleiðis, at verður koyrikortið endurnýggjað, tí tað av heilsuligum viðurskiftum er tíðaravmarkað, verður onki goldið.

6)

Fyri útgávu av fyribils bráðfeingiskoyrikorti til koyring í útlandinum: kr. 300.

7)

Fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár, verður onki goldið.

8)

Fyri endurnýggjan av koyrikorti, ið er tíðaravmarkað vegna heilsulig viðurskifti, verður onki goldið.

9)

Fyri at endurnýggja koyrikort, ið er tíðaravmarkað vegna vantandi skeið í myrkakoyring, verður onki goldið.

10)

Fyri altjóða koyrikort: kr. 200.

11)

Fyri ferðafólkakoyrikort: kr. 300.”


 
 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Vegna afturgongd í søluni av nýggjum akførum, er inntøkugrundarlagið hjá Akstovuni lækkað. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2009 skal raksturin av Akstovuni vísa eitt yvirskot  upp á 900 tús. kr. Um stovnurin skal megna at lúka hetta krav, samstundis sum inntøkugrundarlagið lækkar, er neyðugt at hækka øll gjøldini, ið Akstovan krevur, við 15 – 20 %. Hetta hevur við sær, at tænastugjøldini verða dýrari fyri brúkaran, men er neyðugt, um Akstovan skal halda fíggjarætlanina fyri stovnin.

Seinastu árini hevur tað verið eitt krav á løgtingsfíggjarlógini, at raksturin á Akstovuni skal vísa eitt yvirskot, sum hevur verið umleið 1 mió. kr. um árið. Hetta hevur borið til í einum støðugt vaksandi búskapi, har sølan av nýggjum bilum er vaksin ár um ár. Henda gongd er nú steðgað, og við endan av 3. ársfjórðingi í 2008, eru seld 530 akfør færri enn somu tíð í 2007, samsvarandi við eina afturgongd upp á 24%.

 

Afturgongdin hevur havt við sær, at í fíggjarárinum 2008 hevur Akstovan ikki megnað at hava ásetta yvirskotið í rakstrinum upp á 1,1 mió. kr., men er onki yvirskot.

 

Gjøldini fyri tænastuveitingar, sum Akstovan veitir viðskiftafólkunum, vóru upprunaliga í kunngerð nr. 185 frá 18. desember 1992.

Við løgtingslóg nr. 133 frá 22. desember 2000 vóru gjøldini sett inn í ferðslulógina.

 

Gjøldini eru nærum óbroytt síðan 1992, tó við einstøkum smávegis broytingum í 2000, hóast kostnaðarstøðið í samfelagnum er økt munandi seinastu 10 – 15 árini, og kostnaðurin av at reka Akstovuna eisini er øktur samsvarandi.

 

Sostatt verður, sum einasta broyting í lógaruppskotinum, skotið upp, at øll brúkaragjøldini í ferðslulógini verða hækkað við í meðal 15 – 20%. Broytingin skal tryggja, at raksturin av Akstovuni kann halda fram, samstundis sum tað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009 ásetta yvirskotið kann verða varðveitt.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Uppskotið ber í sær, at inntøkurnar frá gjøldum hækka, og hevur sostatt ta fíggjarligu avleiðing fyri landið/landsmyndugleikar, at  eitt yvirskot á fíggjarlógini upp á 900 tús. kr. verður varðveitt, og at raksturin av Akstovuni kann halda fram.

Mett verður ikki, at broytingarnar fara at hava aðrar fíggjarligar, umsitingarligar ella aðrar avleiðingar við sær fyri tað almenna ella onnur.

Uppskotið fær heldur ikki fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri tað almenna ella onnur vegna  millumtjóða sáttmálar.

 

 

Fyri landið /landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar /búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða reglur og avtalur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Til nr 1

Skotið verður upp at hækka øll avgjøld hjá Akstovuni við í miðal 15 – 20 %.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í Tingskipanini, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð:

Jákup Mikkelsen Jógvan á Lakjuni Eyðgunn Samuelsen Gerhard Lognberg
Andrias Petersen Helgi Abrahamsen Mikkjal Sørensen Anfinn Kallsberg
Óli Breckmann Jaspur Vang Alfred Olsen Katrin Dahl Jakobsen
John Johannessen Bill Justinussen Jenis av Rana Karsten Hansen
Bjarni Djurholm      

Á tingfundi 17. desember 2008 varð málið tikið aftur av Anniku Olsen, uppskotssetara, og upp á fyrispurning frá tingformanninum sambært tingskipanini § 55, stk. 3 tók eingin málið upp aftur. Málið avgreitt.