42 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskiftii)
Ár 2008, 2. desember, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 9. mai 2006 um dagføring av heilivágsframsleiðsluni hjá Apoteksverkinum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður “21,2 mió. kr.” broytt til: “28,2 mió. kr.”.
2) Í § 2 verður “2008” broytt til: “2009”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Í løgtingslóg nr. 36 frá 2006 um dagføring av heilivágsframleiðsluni er ásett, at landsstýrismanninum er heimilað at gera avtalur um innrætting av framleiðsluhølum og keyp av framleiðslutólum til dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum.
Verkætlanin at dagføra heilivágsframleiðsluna á Staravegi 15 hjá Apotekinum er vorðin nakað væl dýrari, enn upprunaliga mett, og neyðugt verður við eini meirjáttan í fíggjarárinum 2008 á 7 mió. kr.
Í 2004 fór Apoteksverkið undir at fyrireika verkætlanina at dagføra heilivágsframleiðsluna á Staravegi 15 í Tórshavn. Ein fyribilsmeting, gjørd av byggiíløguni tá, varð, at kostnaðurin varð einar 20 mió. kr. uttan mvg. Ein verklagslóg varð samtykt Ll. nr. 36 frá 9. mai 2006. Sambært upprunaligu ætlanini var arbeiðið tá seinkað umleið eitt hálvt ár. Umframt at bíða varð eftir lógini, varð torført at fáa útlendsku serfrøðingarnar, ið knýttir vóru at verkætlanini, til verka beinanvegin.
Verklagslógin Ll. nr. 36 frá 9 mai 2006 varð dagførd í desember 2007 og gevur Apoteksverkinum heimild at nýta upp til 21,2 mió. kr. samlað. Hetta merkir, at 6,8 mió. kr. eru settar av til endamálið í 2008.
Príshækkingar tey seinnu árini hava tó viðført, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina nú er góðar 28 mió. kr. uttan mvg. Mett er, at kostnaðarstøðið er hækkað gott 30 % frá tí, at verkætlanin byrjaði.
Tað koma sostatt at mangla einar 7 mió. kr. í fyri at fáa dagføringina av heilivágsframleiðsluni lidna.
Ráðgevarar mæla staðiliga frá at steðga arbeiðinum, grundgevingin er, at so stórt og trupult arbeiði viðførir uppaftur størri eykakostnað, um tað verður steðga. Verður dagføringin av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum steðga, fer tað eisini at tarna framleiðslu av heilivági í Føroyum.
Freistin fyri, nær lógin fer úr gildi, er samstundis longd frá 31. desember 2008 til 31. desember 2009. Ætlanin er at fáa arbeiðið liðugt í hesum árinum, men gevur hetta møguleika at gera arbeiðið liðugt í 2009, um tørvur verður á tí. Um tað verður neyðugt, er samstundis neyðugt at fáa játtað pening til endamálið í 2009.
Ummæli
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Fíggjarmálaráðnum og Landsapotekaranum, sum onga viðmerking hava.
Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum
Fíggjarligar avleiðingar
Vegna hækkandi kostnaðarstøði verður útbreiðslumarkið hækkað úr 21,2 mió. kr. upp í 28,2 mió. kr.
Umsitingarligar avleiðingar
Umsitingarliga fer lógin at gera tað møguligt at halda fram við arbeiðinum, og at arbeiðið við dagføring av heilivágsframleiðsluni ikki steðgar upp.
Umhvørvisligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.
Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar við sær.
Talva yvir fíggjarligar avleiðingar:
|
Fyri landið/ |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri |
Fyri |
Fyri |
Fíggjarligar/ |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar |
|
|
|
Nei |
|
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1, nr. 1
Landsstýrismaðurin fær við lógarbroytingini heimild til at dagføra heilivágsframleiðsluna við í mesta lagi 28,2 mió. kr.
Til § 1, nr. 2
Landsstýrismaðurin fær við hesi lógarbroytingini heimild til framhaldandi at skipa fyri, at heilivágsframleiðslan hjá Apoteksverkinum verður dagførd.
Til § 2
Gildiskomuregla.
1. viðgerð 10. desember 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 16. desember 2008 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. desember 2008, og eftir 1. viðgerð 10. desember 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11. og 15. desember 2008.
Nevndin er ónøgd við, at verkætlanin ikki heldur seg til kostnaðarmetingina og at viðmerkingarnar til lógaruppskotið ikki upplýsa um langtíðarætlanir hjá Apoteksverkinum at nútímansgera heilivágsframleiðsluna. Her verður serliga hugsað um tiltøk til menning av skamtluting og tabletframleiðslu, sum Apoteksverkið hevur ynski um at fara undir í 2009, og sum er mett at kosta 12-13 mió kr.
Ein samd nevnd tekur tó undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 18. desember 2008. Uppskotið samtykt 28-2-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Frávik samtykt 21-0-7
3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 124 frá 22.12.2008