41 Uppskot til  samtyktar um at seta nevnd at endurskoða Tingskipanina

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 2. desember, legði Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, fram soljóðandi

U p p s k o t


t i l


samtyktar

 

Løgtingið samtykkir at seta eina nevnd, sambært Tingskipanini § 25, við einum løgtingsmanni úr hvørjum flokki saman við formansskapinum at umhugsa og møguliga gera uppskot um at broyta Tingskipanina.

 

Viðmerkingar.

Sjálvstýrisflokkurin hevur í tingmáli nr. 7/2008 skotið upp at gera ávísar broytingar í Tingskipanini. Hetta mál var beint í § 25 nevnd, sum var mannað við Formansskapinum og einum limi úr hvørjum flokki á tingi.

 

Hóast fleiri av broytingunum, sum skotanr vóru upp, vóru áhugaverdar, tók meirilutin í nevndini ikki undir við uppskotinum hjá Sjálvstýrisflokkinum.

 

Vísandi til vanligar mannagongdir, hvørja ferð Tingskipanin er broytt, varð hildið skilabest at seta eina § 25 nevnd við einum løgtingsmanni úr hvørjum flokki til saman við Formansskapinum at viðgera skipanini sum heild, umhugsa og møguliga gera uppskot um broytingar í Tingskipanini.

 

Við støði í omanfyri nevnda samtykti Formansskapurin á fundi 19. november 2008  at mæla tinginum til at seta eina § 25 nevnd at endurskoða Tingskipanina.

 

1. viðgerð 17. desember 2008. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

 

2. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.