39 Uppskot til  samtyktar um koppseting móti lívmóðurhálskrabba

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 25. november, løgdu tingmenninir Bjørt Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi

 

Uppskot

 

til

 

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at fyrireika og leggja fram fyri Løgtingið uppskot til neyðugar lógarbroytingar, til tess at geva ungum gentum møguleika til ókeypis at koppseta seg móti lívmóðurhálskrabba.

 

Viðmerkingar:

Vit meta tað vera av alstórum týdningi, at koppsetingarskráin verður víðkað til eisini at fevna um koppseting móti lívmóðurhálskrabba.

 

Heilsumyndugleikarnir hava góðkent nýtt koppingarevni, ið gevur góða verju móti ávísum krabbasløgum í lívmóðrini. Til ber at keypa hetta koppingarevni, men tað er sera kostnaðarmikið – á leið 4.000 kr. fyri samlaðu koppsetingina. Tað kann gera, at familjur, ið ikki eru væl fyri fíggjarliga, ikki hava ráð at lata børnum sínum hesa krabbafyribyrging. Vit meta ikki, at tað skal vera ein økonomiskur spurningur, hvørt ung verða koppsett, og mæla tí til, at lívmóðurhálskrabbakoppseting verður partur av almennu skránni fyri koppseting av børnum/ungum, og sostatt verður ókeypis.

 

Orsøkin til, at okkara grannalond taka hesa koppseting til sín, er, at hon gevur næstan fulla verju móti ávísum krabbasløgum.

 

Nýggja koppsetingin kann, saman við skipaðum kanningum (screening), so at siga útrudda lívmóðurhálskrabba, og meta vit tí tað vera av sera stórum týdningi, at føroysk ung - og serstakliga genturnar - fáa hetta tilboð.

 

Lívmóðurhálskrabbi rakar javnan ungar kvinnur. Í Føroyum fáa á leið 18  kvinnur árliga staðfest lívmóðurhálskrabba, á leið helvtin teirra, eru kvinnur yngri enn  45 ár. Besta verjan er, um gentan verður koppsett, áðrenn hon verður seksuelt virkin.

 

Lívmóðurhálskrabbi stendst aloftast av virusi við felagsheiti human pappilomavirus - HPV. Hesi virus eru sera vanlig millum bæði kvinnur og menn - serliga millum ung - og smittar við kynsligari samveru. Í okkara grannalondum verður roknað við, at á leið 80 % av øllum, ið eru kynsliga virkin, fyrr ella seinni í lívinum verða smittað við HPV. Smittan gevur vanliga eingi sjúkueyðkenni, og tí eru mong, sum bera smittuna, uttan at vera greið yvir tað.

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at fáa tikið neyðug stig at fáa samtykt lógarásetingar soleiðis, at ungar føroyskar kvinnur fáa í boði ókeypis at lata seg koppseta móti lívmóðurhálskrabba.

 

Landsstýrismaðurin eigur eisini at umhugsa, um tilboðið skal vera galdandi fyri dreingir, fyri á henda hátt at bróta smittuketuna. 

 

Í hesum sambandi kann nevnast, at danskar gentur 13-15 ár (føddar 1993, 94 og 95) frá 1. oktober í ár hava fingið ókeypis tilboð um koppseting, og at hetta verður galdandi fyri allar 12-ára gamlar gentur (føddar 1996 ella seinni) frá 1. januar 2009.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Ókeypis koppsetingin móti lívmóðurhálskrabba fer at kosta landinum í mesta lagið 1,4 mió. kr., um so er, at allar føroyskar 12-ára gamlar gentur verða koppsettar. Í fyrstu syftu verður útreiðslan tó hægri, tí rættast er at lata tilboðið fevna um ein breiðari aldursbólk. 

1. viðgerð 3. desember 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 16. desember 2008 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Tjóðveldi hevur lagt málið fram tann 25. november 2008, og eftir 1. viðgerð 3. desember 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11. og 15. desember 2008.

 

Ein meiriluti í nevndini (Jákup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen) viðmerkir, at landsstýrismaðurin longu hevur heimild at geva ungum gentum ókeypis koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba. Meirilutin sær tí onga orsøk til at gera nakrar lógarbroytingar á økinum. Meirilutin væntar, at peningur verður avsettur á fíggjarlógini, soleiðis at koppseting kann byrja í komandi ári.

 

Við hesum viðmerkingunum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen) tekur undir við uppskotinum til samtyktar. Við hesi samtykt ger tingið landsstýrismanninum greitt, at tað er átrokandi neyðugt, at fyribyrgjandi koppsetingarnar til 12 ára gomlu genturnar ímóti lívmóðurhálskrabba gerst veruleiki frá 1. januar 2009.

 

Koppsetingin kann fyribyrgja álvarsligari sjúku og í ringasta føri deyða. Saman við screening kann koppsetingin nærum útrudda ávís sløg av lívmóðurhálskrabba fyri eina lutfalsliga lítla upphædd. Serliga samanborið við tað, langtíðarsjúka - sum lívmóðurhálskrabbamein - kostar familjunum og samfelagnum sum  heild. Tøl vísa, at føroyskar kvinnur fáa staðfest lívmóðurhálskrabba tvífalt so ofta sum í londunum rundan um okkum. Eisini er vert at nevna, at tað oftast eru tær kvinnurnar, sum eru ringast fyri sosialt, sum fáa lívmóðurhálskrabba. Hesar kunnu vera fíggjarliga illa fyri og hava tí ikki pening til koppsetingina.

 

Minnilutin heldur, at skipað eigur at verða fyri skiftisskipan, so at eisini gentur í aldrinum 13-14 ár fáa tilboðið í 2009.

 

Við hesum viðmerkingunum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 20. januar 2009. Uppskotið fall 12-0-16. Málið avgreitt.