37 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2009"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. Broytingaruppskot til 3. viðgerð
F. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 14. november, legði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2009" 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) "Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2009". 

Viðmerkingar
Sambært avtalu millum landsstýrið og donsku stjórnina er heildarveitingin til føroyska heimastýri fyri 2007 og 2008 ásett til 615,5 mió. kr hvørt ár. Veitingin er ásett í lóg nr. 1550 frá 20. desember 2006 “om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”, sum Løgtingið við ríkislógartilmæli tann 6. desember 2006 (lm. 42/2006) mælti ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar.

 

Sambært skrivum millum landsstýrið og donsku stjórnina, dagfest 14. oktober 2008 og 15. oktober 2008, er avtalað, at ríkisstuðulin verður 615,5 mió. kr. nominelt um árið fyri 2009. Í skrivum er eisini avtalað at hava ein fund millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og danska fíggjarmálaráðharran, har teir skulu fastleggja ríkisstuðulin frameftir. Tíðarskeiðið fyri fundin verður ásett, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kemur við einum uppskoti til framtíðar ríkisstuðulin.

 

Sostatt verður árligi ríkisstuðulin tann sami í 2009, sum hann var í tíðarskeiðinum 2003-2008, nevniliga 615,5 mió. kr. 

 

Danska Fíggjarmálaráðið hevur í skrivi, dagfest 30. oktober 2008, boðað frá, at lógaruppskotið er lagt fram í Fólkatinginum tann 30. oktober 2008, og at 1. viðgerð av uppskotinum verður 6. november 2008.

Í sama skrivi vísir danska Fíggjarmálaráðið á, at lógaruppskotið ikki fer til 3. viðgerð í Fólkatinginum, fyrr enn heimastýrið hevur tikið endaliga støðu til uppskotið.  

 

Fyrisitingarligar og fíggjarligar avleiðingar:

Uppskotið verður ikki mett at hava fyrisitingarligar avleiðingar við sær.

 

Landskassin fær eina inntøku upp á 615,5 mió. kr. í 2009. Upphæddin fyri 2009 er tikin við sum inntøka á grein 20 í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2009. 

 

Fylgiskjøl:

Skjal 1: "Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2009" við viðmerkingum.

Skjal 2: Skriv, dagfest 14. oktober 2008, frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmálaráðharra, um at gera nýggja avtalu um heildarveitingina.

Skjal 3: Svarskriv, dagfest 15. oktober 2008, frá Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmálaráðharra, til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, til skjal 2.

Skjal 4: Skriv, dagfest 30. oktober 2008, frá danska Fíggjarmálaráðnum við formligari fráboðan um, at lógaruppskotið um heildarveiting er framlagt í Fólkatinginum.

 

Hesir tingmenn heita á tingformanninum um sambært § 85 í tingskipanini um at gera frávik í øllum tíðarfreistum í viðgerðini av hesum uppskoti:

 

John Johannessen Eyðgunn Samuelsen Anfinn Kallsberg Jákup Mikkelæsen
Alfred Olsen Bjørn Kalsø Marjus Dam  

 

Á tingfundi 18. november 2008 var atkvøðugreiðsla um frávik frá tíðarfreist á øllum viðgerðarstigum samtykt 18-2-9.

 

1. viðgerð 18. november 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 18. november 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 14. november 2008, og eftir 1. viðgerð 18. november 2008  er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 18. november 2008.

 

Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss) vísir á, at sambært samgonguskjalinum er semja um, at blokkurin í 2009 skal verða tann sami sum hann er í dag.

Annars er avtalan í samgonguni fyri politikkin frá 2010 og fram: "Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010." Hetta inniber, at landsstýrið í samráðingunum við donsku stjórnina ger avtalur, sum minkar um ríkisveitingina eftir tí leisti, sum ásett er í samgonguskjalinum.

 

Annars hevur Magni Laksáfoss hesar viðmerkingar:

 

Flest øll í Føroyum munnu ásanna, at Ríkisfelagsskapurin er ein fyrimyndarliga trygg og góð ramma fyri føroyska samfelagið at menna seg innanfyri. Sterk bond eru millum partarnar í Ríkisfelagsskapinum, bæði tá talan er um familju, søgu, mentan og politisk bond.

Innan felagsskapin er skipað eitt arbeiðsbýti, har kommunurnar hava átikið sær nakrar uppgávur, landið nakrar, og staturin nakrar. Í summum førum er uppgávan løgd út til ein myndugleika at umsita, meðan annar myndugleiki letur peningin fyri uppgávuna.

 

T.d. verða uppgávur stundum lagdar út til kommunurnar at umsita, og tá er natúrliga kravið, at peningurin sjálvandi skal fylgja við, soleiðis at kommunurnar kunnu loysa uppgávurnar á nøktandi hátt. Hetta má metast at vera eitt stak rímiligt krav, og stundum er eisini rámaskríggj at hoyra frá kommununum, tá landið roynir at leggja málsøki og uppgávur út til kommunurnar.

Ríkisveitingin er eitt gjald frá statinum til landið fyri at loysa tær uppgávurnar, har føroyska samfelagið hevur átikið sær ábyrgdina av at loysa uppgávurnar, men har staturin framvegis hevur ábyrgdina av at fíggja útreiðslurnar av uppgávunum.

 

Tí má tað metast at vera eitt stak rímiligt krav, at hendan fíggingin er nøktandi, soleiðis at landið er ført fyri at lyfta uppgávurnar á nøktandi hátt. Hetta er samstundis trygdin fyri, at borgarin kann hava álit á, at tær tænasturnar verða loystar á nøktandi hátt.

 

Hóast hetta hevur kravið frá politisku skipanini seinastu mongu árini verið, at peningurin til at loysa uppgávurnar við skal minka. Hetta má metast at vera eitt sera órímiligt krav – hugsi tykkum bara til, at uppgávur vórðu lagdar út á kommunurnar, og peningur ikki fylgdi við, ella at peningurin støðugt minkaði, hóast útreiðslurnar til lønir og prísirnir annars støðugt hækkaðu – hvussu skuldi kommunurnar verið førar fyri at loyst uppgávurnar á nøktandi hátt?

 

Einasta rímiliga í øllum hesum er, at staturin fult út betalir fyri tað, sum ikki er yvirtikið. Tvs. at ríkisveitingin sjálvandi eigur at verða dýrtíðarviðgjørd. Hetta skal síggjast í mun til skipanina í dag, har ríkisveitingin er nominelt fryst føst, soleiðis at peningurin til at loysa uppgávurnar við ikki veksur, hóast lønirnar og prísirnir í samfelagnum vaksa.

 

Sjálvsagt eigur fastfrystingin av Ríkisveitingini at verða tikin av – hetta er tað einasta rímiliga og rætta at gera.

 

Orsøkin til fastfrystingina av Ríkisveitingini skal finnast í tí misskiltu nasjonalismuni, sum hevur gíðslatikið føroyska fólkið av politiskum dogmatikarum. Politikkurin hevur verið stýrdur av dogmum og ikki av veruleikanum. Talan er um eina niðurbinding av tí frælsa felagsskapinum, sum ríkisfelagsskapurin í veruleikanum er.

 

Misskilta nasjonalisman leitar støðugt eftir afturlatnum hurðum og forðingum. Roynt verður at niðurbinda møguleikarnar fyri at kunna vísa á forðingarnar. Hetta virkar bæði afturhaldandi og køvandi fyri menningina av landinum.

 

Vónandi fara hesir politikararnir skjótt at sleppa misskiltu nasjonalismuni, soleiðis at fólkið í landinum aftur kann anda frítt í frælsum landi, soleiðis at vit aftur kunnu fremja framburð og menning av landinum, soleiðis at møguleikarnir í felagsskapinum verða brúktir, og opnu hurðarnar út í heimssamfelagið kunnu verða gagnnýttir.

 

Ásannandi at tað ikki eydnaðist at fáa nakra dýrtíðarregulering inn í samgonguskjalið, men at man í staðin samdist um ein frymil til minking av ríkisveitingini, taki eg undir við meirilutaálitinum.

 

Harumframt hevur Bjørn Kalsø hesar viðmerkingar:

 

Ásannandi, at ríkisveitingin er stórur partur av inntøkum landskassans og tí hevur stóran týdning fyri menningina av føroyska vælferðarsamfelagnum, ikki minst tá stígur er í búskapinum. Tað er tí av stórum týdningi, at ein avtala millum landsstýrið og donsku stjórnina um niðurlaðing fylgir tí frymli, sum er avtalaður í samgonguskjalinum. Við hesum viðmerkingum taki eg undir við málinum.

 

Við hesum tekur meirilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen) undrast á arbeiðslagið, sum sitandi samgonga hevur tikið uppaftur frá fyrru ABC-samgonguni, har vanligar mannagongdir í Løgtinginum í heilum vóru og verða yvirrulaðar av útinnandi valdinum og undirbrotligum samgongutingmonnum, tí at ”serstaka týðandi” mál hava serligan skund á at verða loyst. Nýtekningin av partapeningi í Pf. Smyril Line er eitt dømi um mál, har víkjast mátti frá øllum tíðarfreistum, tí at ivasamar og sera prinsippiellar avgerðir máttu skundast ígjøgnum á miðjari nátt. Løgtingsmál nr. 37/2008 hevur fingið somu lagnu. Ríkislógartilmælið um ríkisveitingina komandi ár er helst mesta meginreglumálið í tjóðskaparpolitiska stríðnum hjá Føroyum yvirhøvur. Tí kann tað tykjast løgið, at málið ikki er komið til viðgerðar fyrrenn ídag.

14. oktober 2008 bønar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, í brævi donsku ríkisstjórnina um at fáa 615,5 milliónir krónur sum veiting í 2009. Lars Løkke Rasmussen er sjálvandi skjótur í vendingini, heilivágurin í framhaldandi donskum hjálandapolitikki flýtur mjúkliga ímillum londini, og longu dagin eftir skrivar hann heimastýrisins fíggjarmálaráðharra í brævi, at danska stjórnin er sinnað at ganga brennandi føroyska ynskinum á møti. Danski fíggjarmálaráðharrin leggur uppskotið fram á Fólkating 30. oktober 2008. 1. viðgerð var á danatingi hósdagin 6. november, og haðani fór málið í nevnd. Sama dag, sum málið varð lagt fram, skrivar fulltrúin Joakim Søndergaard Hansen úr Finansministeriet til danska ríkisumboðsmannin í Føroyum, at: ”Det er i lovforslaget forudsat, at hjemmestyrets endelige udtalelse foreligger inden lovforslagets 3. behandling i Folketinget. Denne udtalelse bør om muligt foreligge senest den 21. november 2008.” Altso um tríggjar sólaringar. Roknast má við, at Ríkisumboðið hevur varskógvað Fíggjarmálaráðið um hesa áseting, tí kennist tað heilt margháttligt, at uppskotið ikki kemur til viðgerðar í Løgtinginum fyrrenn 18. november 2008, ella tríggjar dagar fyri tíðarfreistina hjá dønum, serliga tá ið man so eyðmjúkliga hevur bønað og biðið um hendan peningin.

Ríkisveitingin er gjald fyri vald. Eftir stríðslok, tá ið tjóðskaparpolitisk bylting tók seg upp í Føroyum, vóru góð ráð dýr hjá dønum, skuldu teir framhaldandi gøllhalda danska hjálandinum Føroyar í síni politisku sferu. Ein partur av strategi´ini var at leggja pening ímillum londini, soleiðis at ein meiriluti av føroyingum so við og við skuldi gerast somikið politiskt materialiseraður, veikur í politiskum knøðum, akslum, mergi og sál, at alt kjak í Føroyum kom at snúgva seg um búkin, um at liva ella at yvirliva, við ella uttan veiting. Tað ráddi um, at geopolitiska støða danska ríkisins varð varðveitt í norðurhøvum. Danska snildið hevur higartil vunnið í stóran mun. Heilt fram til stóru kreppuna í nítiárunum vaks danska ríkisveitingin skjótari enn búskapurin annars. Hetta forðaði ikki fyri einum heimastýrisbankarotti, sum slær øll met í vanlukkum fyri eina heila tjóð. Helst var júst ríkisveitingin orsøkin til politiska ábyrgdarloysið og kreppuna.

Hvat ilt ið hon annars var, so hevði kreppan tó ta avleiðing, at eitt søguligt gap kom í búskaparstøðu landsins, har tað eisini í tjóðskaparpolitiskum høpi bar til at leggja til rættis eina fíggjarskipan, sum laðaði bondini landanna millum niður. Bæði búskaparliga og politiskt. Fullveldislandsstýrið gjørdi í mun til tað, sum frammanundan var farið fram, tað bragd, frá 2002 at rokna, at ríkisveitingin var læst føst á 615,5 milliónum krónum um árið. Prístalsviðgerðin varð tikin úr skipanini. Varð hetta ikki avrátt tá, hevði ríkisveitingin verið komin uppá 1,4 milliardir krónur um árið, og bundnið av árligu donsku innspræningini hevði tá verið somikið avgerandi fyri føroyska búskapin, at stríðið fyri einum sjálvberandi búskapi, og harvið fyri politiska frælsinum, hevði verið mikið meira møtimikið, enn tað er í dag.

Árini, fullveldislandsstýrið sat, varð rikin ein sera ábyrgdarfullur fíggjar- og búskaparpolitikkur. Mest orsakað av tí greiða politiska málið, samgongan hevði í sínum skjøldri. Føroyski staturin. Yvirskot á fíggjarlógini øll 6 árini, slakar tríggjar milliardir tilsamans. Eftir tað gjørdist ríkisveitingin aftur partur av ábyrgdarleysum kolonipolitikki. ABC-samgongan fyrra, undir javnaðarleiðslu, leyp á inntøkur landskassans ígjøgnum ein monetaristiskan skattapolitikk, bert til frama fyri tey vælbjargaðu, avgjøld av forbrúki skuldu nú gjalda gildið, ímeðan útreiðslurnar spolaðu uppeftir. Fíggjarkervið spældi við á síðulinjuni, soleiðis at alt eina løtu sá so sára gott út. Teir pumpaðu frívirðini uppundir tróðrið á hvørjum sethúsi í landinum, sum aftur endaðu í yvirforbrúki, sum partvíst rann innaftur í landskassan - ígjøgnum avgjøld og meirvirðisgjøld. Hetta endaði sjálvandi sum hjá kellingini, og teir vóru ávaraðir í ólukkumát.

Nú sita teir aftur við valdið, og Javnaðarflokkurin er sloppin at sita á kassanum, og har sigur hann seg stórtrívast, nú teir sleppa at rudda upp eftir sína egnu vanstýring, frá árunum 2004-2008. Sambært formanninum fær flokkurin ikki rikið politikk uttan so, at allur heimurin er bóltaður rút búskaparliga fleiri ferðir. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at vignast, tí veruleikin um landskassan eftir fýra ára ABC-heimastýrisstjórn er, at kassin hevði verið skralltómur og meira til, um tveir triðingar av Føroya Banka og ein triðingur av Atlantsflog ikki vóru seldir. Verða íslendska lánið, sum annars er eitt skilagott átak, lánsbrøvini fyri slaka milliard krónur og hallið á fíggjarlógini í 2009 tikin við, er stórt hall í landskassanum, og ásetingin um 15% av bruttotjóðarúrtøkuni langt síðani sprongd, hetta, í eini tíð tá ið alheims fíggjarmarknaðurin er so illa sperdur, at har er ikki ein króna at fara eftir. Ætlanin var ongantíð, at hendan realiseringin av almennum aktivum skuldi enda sum cash-flow hjá eini yvirforbrúkandi ABC-samgongu. Avkastið skuldi í ein búskapargrunn, og okkara greiða tilmælið var, at hesin partvíst skuldi nýtast sum skiftistíð í niðurlaðing av ríkisveitingini, soleiðis at vit eftir fáum árum kundu loysa okkum úr donskum peningafjøtrum. Fyri at tryggja átakið fram í sjálvstøðuga føroyska statin búskaparliga.

Hesar 615,5 milliónir krónurnar, sum vera nevndar í uppskotinum, eru pettaðar saman av serforsorg (117), fólkapensión (213,3), heilsuverki (283,6) og Fiskirannsóknarstovuni (1,6). Flestu føroyingar munnu hava ta áskoðan, at tað frameftir eigur at vera okkara egni lutur at gjalda fyri hesar týðandi funksjónir í føroyska samfelagnum.

Hóast ríkisveitingin í mun til føroysku uppdriftina, búskapin, er evarska lítil í dag, so tykist tað sum, at politiski týdningur hennara er at kalla hin sami sum áður. Og hon virkar framvegis samsvarandi dagsskránni hjá dønum, tá ið fyrst refusjónsskipanirnar og síðani heildarveitingin, vórðu skipaðar sum kompromitterandi amboð í framhaldandi valdstøkuni av Føroyum. Sambandsflokkarnir hava brúkt og brúka hana sum ræðumynd fyri eina ótrygga framtíð, Fólkaflokkurin er nú vorðin ein beinleiðis partur av hesum átaki, ímeðan Tjóðveldi einsamalt hevur stríðst fyri niðurlaðing skjótast gjørligt. Sigast má, at hesin danski kílin hevur verið serstaka árinsmikil, og seinasta dømið um tað er ikki kølnað í politisku grøvini enn.

Høvdu javnaðarmenn á tingi og í landsstýri ikki fingið kálvahjartað, tá ið teir royndu eina nýggja leið í sjálvstýrisspurninginum, í CHE-samgonguni, hevði viðgerðin í dag verið um eitt heilt annað uppskot. Um eina trý ára avtalu við donsku stjórnina, har veitingin skuldi vera 498,5 milliónir krónur um árið. Samsvarandi sáttargerðini, samgonguskjalinum, sum formaður Javnaðarfloksins framvegis rópar fyri tað besta nakrantíð. Á fundi í ”lítlu samgongu” avráddu og avgreiddu vit spurningin, men fingu at vita, at spurningurin sjálvandi mátti konfirmerast í baklandinum hjá hesum flokki, sum nú tóktist vera hvokkin úr síni gomlu sambandsslóð. Boðini skuldu flytast okkum á landsstýrisfundi fyrrapartin mánadagin 15. september 2008. Fundurin varð avlýstur við stuttum skotbrái, eftir marathon-fundarvirksemi í Javnaðarflokkinum vikuskiftið frammanundan, og sama seinrapart kl. 15 varð tað greitt, at tað, sum vit høvdu avrátt og avgreitt á fundi í ”líltu samgongu” – Jóannes Eidesgaard, Eyðgunn Samuelsen, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, var kolldømt í Javnaðarflokkinum, tí hevði oddviti Javnaðarfloksins onki annað val, enn at svíkja allar gjørdar avtalur, og at leita sær aftur í føvningin á føroyskum sambandskreftum, har sum flokkurin trívist, og nú er farin at síggja eina hvørvisjón í eystri aftur. Hetta var meginorsøkin til slitið, og tað kemur rættiliga til sjónar í uppskotinum, sum er til viðgerðar.

Ynskiligt hevði verið, at til bar at koma til sáttar, dana og føroyinga ímillum, at ríkisveitingin kundi verið høgd niður í stigum eftir fáum árum. Politiskur meiriluti tykist vera fyri at halda fast um støðugt dansk gjald fyri samsvarandi danskt vald, hinvegin hevur Tjóðveldi ongantíð vikið frá síni upprunastevnu, sum er sjálvberandi búskapur og einar politiskt frælsar Føroyar. Tí mælir minnilutin til, at Føroya Landsstýrið fer undir samráðingar við donsku ríkisstjórnina alt fyri eitt, soleiðis sum danski fíggjarmálaráðharrin eisini hevur játtað, har miðað verður eftir eini 4 ára skiftistíð, soleiðis sum eisini danir mæltu til eftir samráðingarnar á heysti 2000. Okkara tilmæli er harvið, at veitingin í 2009 verður ásett til kr. 492,4 milliónir, í 2010 kr. 369,3 milliónir, í 2011 kr. 246,2 milliónir, í 2012 kr. 123,1 milliónir og í 2013 0,- krónur. Stórur munur er ikki á hesum og útsøgnini hjá verandi fíggjarmálaráðharra og táverandi løgmanni, tá ið hann á almennum fundi í Keypmannahavn segði frá ætlanum sínum um, at ríkisveitingin skuldu vera burtur í 2015. Formaður Fólkafloksins hevur verið frammi við á leið sama boðskapi. Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t:

Í skjali 1 hjálagt upprunauppskotinum  verður § 1 orðað soleiðis: ”Staten yder for 2009 et tilskud på 492,4 mio. kr. til Færøernes hjemmestyre.” 

Minnilutin (Jenis av Rana) tekur undir við uppskotinum, við fylgjandi viðmerkingum:

Farna samgonga, CHE samgongan, hevði greiðar ætlanir fyri heildarveitingina galdandi fyri alt valskeiðið.

Komandi árið, 2009, skuldi veitingin verða óbroytt, meðan hon skuldi minka við 117 mió. í ávikavist 2010 og 2011- svarandi til kostnaðin av ætlaðu yvirtøkuni av serforsorgini. Harnæst varð samtykt, at Fíggjarmálaráðið skuldi standa fyri útgreinandi kanningararbeiðinum av fíggjarligu viðurskiftunum millum londini, sum soleiðis varð orðað í samgonguskjalinum:

 

“uppgerð verður gjørd við Danmark, sum til fulnar lýsir øll fíggjarlig viðurskifti millum Danmarkar og Føroya, eisini møguligar fíggjarligar fyrimunir, Danmark hevur havt Føroya vegna í NATO felagsskapinum”.

 

Tíverri tykist verandi samgonga ikki at hava nakran skipaðan politikk á økinum komandi árini, ætlar óivað frá ári til árs at lata tað yvir til danir at avgera. Harmiligt ikki at hava hugsjónir á einum fyri tjóðina so týðandi  øki.

 

Miðflokkurin minnir á lyftini um miðvísa minking av heildarveitingini, sum í hvussu so er tveir av samgonguflokkunum, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin, lovaðu veljarunum til seinasta løgtingsval, og sum hesir meira enn einaferð síðani valið hava endurtikið.

Harnæst lovaðu allir tríggir núverandi stjórnarflokkar føroyingum fólkaatkvøðu um framtíðar ríkisrættarligu støðu Føroya innan ásetta tíð.

 

Miðflokkurin setir álit sítt á, at hesir tríggir flokkar standa við givin lyftir eftir lovaða leistinum, og heitir samstundis á landsstýrið um at skipa fyri fíggjarligu uppgerðini, sum flokkurin metir fer at geva eina heilt aðra og rættvísari mynd av, hvør stuðlar hvørjum.

 

 

2. viðgerð 18. november 2008. Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen, fall 6-1-19. Uppskotið til ríkislógartilmæli samtykt 20-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 18. november 2008 løgdu tingmenninir Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Heini O. Heinesen og Høgni Hoydal fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til 

3. viðgerð

Í viðlagda skjali til upprunauppskotið verður § 1 orðað soleiðis:

§ 1. Staten yder for 2009 et tilskud på 538,5 mio. kr., í 2010 et tilskud på 461,5 mio. kr., í 2011 et tilskud på 384,5 mio. kr., í 2012 et tilskud på 307,5 mio. kr., í 2013 et tilskud på 230,5 mio. kr., í 2014 et tilskud på 153,5 mio. kr. og í 2015 et tilskud på 76,5 mio. kr. til Færøernes hjemmestyre.” 

Viðmerkingar:
Við hesi broytingini verður ríkisveitingin niðurlaðað samsvarandi almennum útsagnum hjá formanni Javnaðarfloksins á fundi í Keypmannahavn fyri kortum, og somuleiðis hevur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, róð frammundir somu loysn. Hetta er ein drúgvari loysn, enn Tjóðveldi ætlar og vil, men er hinvegin ein seinasta roynd frá okkara síðu, fyri at gera upp við meginforðingina fyri, at føroyska politiska tjóðskaparstríðið umsíðir kann fáa ein enda.

3. viðgerð 18. november 2008. Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðrriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Heina O. Heinesen og Høgna Hoydal fall 5-0-19. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-5. Málið avgreitt.